66  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 5, stk. 2, nr. 1 verður ”enskum 5. - 9. skúlaár” broytt til: ”enskum 4. - 9. skúlaár”.

 

2)     Í § 19, stk. 1 verður ”182 undirvísingartímar og 238” broytt til: ”185 undirvísingartímar og 241”.

 

3)  § 19, stk. 2, nr. 4 og 5 verða orðað soleiðis:

"4) í 4. flokki 30 tímar

  5) í 5. flokki 31 tímar."

 

4)     § 50, stk. 8, pkt. 1 verður orðað soleiðis: ”Valskeiðið hjá foreldraumboðunum er vaskeiðið hjá kommunustýrinum, og verða tey vald á hvørjum kommunuvali ella í sambandi við hvørt kommunuval.”

 

5)     Í § 53, stk. 5 verður ”uppskot um atferðarreglur skúlans og umsjónina” broytt til: ”atferðarreglur skúlans og reglur um umsjónina.”

 

6)     § 54 verður orðað soleiðis: ”§ 54. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi skúlaleiðarar.

      Stk. 2. Skúlaleiðarin setir og loysir úr starvi varaskúlastjórar, lærarar og tey starvsfólk skúlans, ið røkja aðrar námsfrøðiligar uppgávur.”

 

7)      Í § 67 verður aftaná stk. 9 sett: ”Stk. 10. Foreldraumboðini í verandi skúlastýrum halda fram í skúlastýrinum til 31. desember 2008.”

 

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2005.

§ 1,  nr. 6 kemur í gildi 1. januar 2006, og § 1, nr. 1, 2 og 3 koma í gildi 1. august 2006.


 1.  Almennar viðmerkingar 

Til § 1

Lógaruppskotið hevur 7 broytingar:

Nr. 1, 2 og 3 snúgva seg um at flyta  undirvísingina í enskum niður í  4. flokk og at hækka tímatalið í enskum í 5. flokki við 1 tíma um vikuna, nr. 4 og 7 um at broyta valskeiðið hjá foreldraumboðunum í skúlastýrinum til at vera tað sama sum hjá kommunustýrinum, nr. 5 um atferðarreglur skúlans og umsjónina við næmingunum og nr. 6 um setanarviðurskiftini í fólkaskúlanum.

 

Viðmerkingar til punkt 1 

Við tøkniligu menningini og økta ferðasambandinum eru Føroyar ikki longur eitt fjarskotið og avbyrgt samfelag, og tað er mangt, sum bendir á, at okkara samskifti við útlond fer at økjast munandi í komandi tíðum bæði á handilsliga og mentanarliga økinum. 

 

Altjóðagerðingin í búskapi, mentan og samskifti hava við sær, at krøvini til málsligan førleika í fremmandamálum - serliga í einum so lítlum landi sum okkara - hevur avgerandi týdning. Kunnleiki í fremmandamálum víðkar um sjónarringin og goymir í sær óteljandi møguleikar, sum bæði kunnu koma tí einstaka og samfelagnum sum heild til góðar. Harumframt styrkir málkunnleiki í sjálvum sær eisini samskiftið landanna millum og ger, at vit eru betur før fyri at fata fólk í øðrum londum, hugsanarhátt og mentan teirra. Vit mugu ásanna, at av tí at okkara máløki er so ógvuliga lítið, so er tað so mikið meira umráðandi, at stórur dentur verður lagdur á undirvísing í fremmandamáli í skúlum okkara.

Enska málið er týdningarmikil samskiftismiðil í altjóðagerðingini. Flestu børn eru kunnug við enskt mál, áðrenn tey fara í skúla. Tað kann tí tykjast rangvørgt, at tey ikki fáa undirvísing í enskum, fyrr enn tey fara í 5. flokk. Í dag er støðan tann, at flestu børn hava lært eitt sindur av enskum gjøgnum sjónvarp og teldu, áðrenn tey fara í skúla. Av hesi orsøk seta nógv børn enskt mál í samband við alt tað, sum er stuttligt og spennandi í tilveruni, og tí eru børn motiverað fyri at læra enskt.

Í flestu grannalondum okkara verður byrjað fyrr við undirvísingini í enskum máli enn hjá okkum. Um Føroyar ikki skulu verða eftirbátur á hesum øki, so er neyðugt, at vit fylgja við undirvísingarligu menningini í enskum. Mælt verður tí til at hava 2 tímar um vikuna í enskum í 4. flokki og 3 tímar um vikuna í 5. flokki. 

Viðmerkingar til punkt 2 og 3

Talan er um tekniskar broytingar, sum eru avleiðingar av broyting nr. 1.  Undirvísingartímatalið hjá næmingunum um vikuna  hækkar við 3 undirvísingartímum, í 4. flokki við tveimum tímum og í 5. flokki við einum tíma. Sostatt verður undirvísingartímatalið í 4. flokki 30 tímar um vikuna og í 5. flokki 31 tímar um vikuna. Samlaða undirvísingartímatalið í 1. - 7. flokki broytist úr 182 tímum til 185 undirvísingartímar um vikuna, og um skúlin harumframt hevur 8. og 9. flokk úr 238 tímum til  241 undirvísingartímar um vikuna.

 

Viðmerkingar til punkt 4

Síðani fólkaskúlalógin varð sett í gildi 1. august 1998, eru foreldraumboð vald tvær ferðir í skúlastýri, ávikavist í mai 2001 og mai 2004. Tað hevur verið lítil luttøka á valunum. Ymiskar orsøkir til vánaligu luttøkuna hava verið frammi í umrøðuni av hesum máli, m.a. trupulleikin við skráseting av veljarum og ásetingin um, at valskeiðið og valdagurin ikki fella saman við kommunustýrisvalinum. Fyri at bøta um hesi viðurskifti verður lógin broytt, soleiðis at foreldraumboðini verða vald um somu tíð, sum kommunustýrisval er. Hetta kann bøta um luttøkuna í valinum, men tað er neyðugt at fremja aðrar broytingar í skipanini fyri at fáa størri foreldraáhuga og luttøku, m.a broytingar í reglunum um skráseting og uppstilling. Hetta kann gerast við fyrisitingarligum reglum m.a. við at broyta kunngerðina um valið.

 

Sambært § 50, stk. 8 í galdandi fólkaskúlalóg er valskeiðið hjá foreldraumboðunum í skúlastýrunum 3 ár, meðan valskeiðið hjá kommunuvaldu umboðunum fylgir valskeiðnum hjá kommunustýrunum. Í uppskotinum er ásett, at valskeiðið er 4 ár bæði hjá foreldraumboðunum og kommunuvaldu umboðunum. 

 

Viðmerkingar til punkt 5

Sambært § 53, stk. 5 í galdandi lóg ger skúlastýrið uppskot um atferðarreglur og umsjón við næmingum í skúlatíðini. Skotið verður upp at broyta § 53, stk. 5 soleiðis, at orðið ”uppskot” verður strikað. Skúlastýrið skal gera atferðar- og umsjónarreglur og ikki bara uppskot um tílíkar. Reglurnar verða gjørdar við grundarlagi í ásetingunum í rundskrivinum “Um arbeiðsnáðir og gott skil í fólkaskúlanum”, sbr. § 60. 

 

Viðmerkingar til punkt 6

Í § 54 í galdandi løgtingslóg er ásett, at skúlastýrið ger tilmæli, tá ið skúlaleiðarar skulu setast. Verandi mannagongd er, at skúlastýrið hevur setanarsamrøður við umsøkjarar, meðan landsstýrismaðurin fremur sjálva setanina.

 

Í lógaruppskotinum verður mælt til, at landsstýrismaðurin setir skúlaleiðarar eftir tilmæli frá eini setanarnevnd, har limirnir eru umboð fyri Mentamálaráðið, formaðurin í skúlastýrinum, eitt kommunustýrisumboð í skúlastýrinum og starvsfólkaumboðið í skúlastýrinum. Við hesi broyting verður setanartilgongdin við starvsfólkasamrøðum o.ø. framd saman við sjálvari setanini av sama myndugleika. Hetta gevur setanarmyndugleikanum t.v.s. landsstýrismanninum betri møguleika at meta um umsøkjararnar saman við skúlastýrisumboði og starvsfólkaumboði, og tá fæst ein dyggari og tryggari setanartilgongd.

 

Í § 54, stk. 2 í galdandi løgtingslóg um fólkaskúlan er ásett, at “Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi varaskúlastjórar, lærarar og tey starvsfólk skúlans, ið røkja aðrar námsfrøðiligar uppgávur, eftir tilmæli frá skúlastýrinum og skúlaleiðaranum.”

 

Skotið verður upp, at § 54, stk. 2, verður broytt til: “Skúlaleiðarin setir og loysir úr starvi varaskúlastjórar, lærarar og tey starvsfólk skúlans, ið røkja aðrar námsfrøðiligar uppgávur.” Við at leggja ábyrgdina av setan út til skúlaleiðaran, fer starvsetan í fólkaskúlum fram á sama hátt sum í flestu øðrum skúlum og stovnum. Bæði út frá fyrisitingarligum og leiðslupolitiskum sjónarmiðum er tað rættari, at tað er skúlaleiðarin, sum er setanarmyndugleiki, tí hann frammanundan hevur ábyrgdina av størsta partinum av setanartilgongdini og av dagligu arbeiðsviðurskiftunum hjá starvsfólkum skúlans.

 

Orðingin “námsfrøðiligar uppgávur” í lógartekstinum fevnir um allar uppgávur, sum eru tengdar at næmingunum og undirvísingini, m.a. eisini tey, ið verða sett sum hjálparfólk hjá næmingum við serligum tørvi.

 

Galdandi setanarmannagongd er ofta drúgfør og ikki serliga dygg. Mentamálaráðið hevur ikki verið partur í fyrireikingini av setanini. Setanarsamrøður og tilmæli verða gjørd av øðrum, meðan Mentamálaráðið skal seta og grundgeva fyri setanini. Mentamálaráðið hevur eisini ofta spurningar viðvíkjandi tilmælinum, og tí er nógv samskifti millum partarnar til at fáa gjøllari greiðu á tilmælinum, áðrenn Mentamálaráðið fær tikið støðu.

 

Tað er landsstýrismaðurin, sum setir sambært galdandi lóg, og tí er eingin hægri fyrisitingarmyndugleiki at kæra setanina til. Tað er óheppið fyri rættartrygdina, at umsøkjarar ikki hava møguleika at kæra setanina til hægri myndugleika. Lógaruppskotið tryggjar umsøkjarum henda rætt.

 

Formaðurin í skúlastýrinum, starvsfólkaumboðið ella álitisfólkið, eitt kommunustýrisumboð í skúlastýrinum og skúlaleiðarin skulu vera í setanarnevndini, sum hevur setanarsamrøður og ger tilmæli í málinum.

 

§ 54, stk. 3 og 4 í galdandi lóg verða sambært uppskotinum strikað. Hetta er ein avleiðing av, at setanarheimildin fer til skúlaleiðaran. Skúlastýrið hevur sambært uppskotinum ikki setanarmyndugleika í sambandi við setan í tíðaravmarkað størv, sum eru úr 3 til 12 mánaðir.  

 

Viðmerkingar til punkt 7

Valskeiðið hjá foreldraumboðunum, ið vórðu vald í vár, verður longt hálvtannað ár, so at tað fylgir valskeiðnum hjá nývaldu kommunustýrunum. 

 

Til § 2

Heimildin hjá skúlaleiðarum at seta starvsfólk fær gildi frá 1. januar 2006, so at skúlaleiðarar og fyrisitingarmyndugleiki fáa tíð til at fyrireika umskipanina.

 

Hoyring

Uppskotið er sent til ummælis hjá:

Føroya Lærarafelag

Kommunusamskipan Føroya

Føroya Kommunufelag

 

Føroya Lærarafelag og Kommunusamskipan Føroya hava gjørt viðmerkingar til uppskotið innan ásettu hoyringarfreistina. Viðmerkingarnar eru lagdar hjá.  

 

2. Avleiðingar av uppskotinum

 

 

Fyri landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri øki í landinum

Fyri ávísar bólkar

Fyri vinnuna

Fíggjarligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

 

a. Fíggjarligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar og kommunur

Meirútreiðslurnar fyri landskassan eru lønarútreiðslurnar til teir lærarar, sum skulu undirvísa 3 undirvísingartímar afturat í 4. og 5. flokki. Meirútreiðslurnar eru mettar til umleið 1,5 mió. kr. um árið. Kommunurnar fáa eykaútreiðslur til undirvísingartilfar í enskum til næmingar í 4. flokki. Kostnaðurin av hesum er mettur til uml. kr. 200 um árið fyri hvønn næming í 4. flokkunum í fólkaskúlanum. Í hvørjum árgangi eru uml. 700 næmingar. Fyri allar kommunur verður samlaða upphæddin sostatt umleið kr. 140.000 um árið.

 

b. Umsitingarligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar

Landsstýrismaðurin er sambært galdandi lóg setanarmyndugleiki í sambandi við setan í fast starv í fólkaskúlanum, meðan fyribils- og tíðaravmarkaðar setanir verða framdar av ávikavist skúlaleiðarum og skúlastýrum. Tað eru skúlaleiðarin og skúlastýrini, sum hava starvsfólkasamrøður og gera tilmæli til landsstýrismannin um fastar setanir. Sambært uppskotinum koma skúlaleiðararnir formliga at skipa fyri setanarsamrøðunum saman við setanarnevndini.

 

Avleiðingarnar fyri Mentamálaráðið eru, at setan, uppsøgn og onnur starvsfólkaviðurskifti eftir nærri áseting verða flutt til skúlamyndugleikarnar á staðnum. Viðmerkjast skal, at ein rættiliga stórur partur av tí fyrisitingarliga arbeiðinum í sambandi við starvsetanir og tíma- og lønarútrokningar framhaldandi fer at verða avgreiddur í Mentamálaráðnum. Skúlaleiðararnir gera frammanundan tað fyrreikandi arbeiðið við setanarsamrøðum, tilmæli o.ø, so sjálv setanin fer ikki at geva skúlunum stóra eyka arbeiðsbyrðu.

 

 c. Umhvørvisligar, altjóða og sosialar avleiðingar

Ongar

 

3. Serligar viðmerkingar

Ad. punkt 1

Í 4. flokki verður høvuðsdenturin lagdur á at læra næmingarnar at hoyra og skilja enskt mál.  Støðið undir byrjanarundirvísingini í enskum eigur at vera forvitni næminganna. Tí eiga næmingarnir at fáa høvi til at læra: nýggj orð, rættan framburð, einfaldar mállærureglur og einfaldar stavireglur.

 

Tað er týdningarmikið, at næmingarnir frá fyrsta degi verða gjørdir varir við, hvussu teir á ymiskan hátt kunnu ogna sær málsligan førleika í enskum. Undirvísingarmálið skal í mestan mun vera enskt. Næmingarnir eiga at fáa høvi til at málbera seg á enskum so nógv sum gjørligt, og lærarin eigur, serliga í byrjanarundirvísingini, at umseta tað til enskt, sum næmingarnir bera fram á egnum máli.

 

Undirvísingin skal hava sítt støði í evnum, sum børn kenna aftur í gerandisdegnum, so sum familja, bústaður, skúli, frítíð og djór. Á henda hátt kunnu tey samanbera síni egnu viðurskifti við viðurskiftini hjá børnum í londum, har enskt mál verður talað. 

 

Ad.  punkt 2 og 3

Ongar viðmerkingar

 

Ad. punkt 4

Neyðugt er at skipa so fyri, at foreldur í so stóran mun sum gjørligt velja foreldraumboð í skúlastýrið. Verða valini samstundis, so ber til hjá foreldrum, ið fara á kommunustýrisval, at velja umboð í skúlastýrið um somu leið. Hetta kann gera, at luttøkan til skúlastýrisval verður størri. Kommunustýrini hava ábyrgdina av báðum valunum og til ber at skipa so fyri, at valini verða í somu hølum.

 

Eisini er umráðandi, at arbeiðið í skúlastýrinum ikki verður órógvað av ov nógvari útskifting. Sum er, verða umboðini vald ymiskt áramál. Valskeiðið hjá foreldraumboðunum er trý ár, hjá kommunustýrisumboðunum 4 ár og hjá starvsfólkaumboðnum eitt ár. Harumframt hava foreldraumboð rætt til at sleppa frá sum skúlastýrislimur, um barn teirra verður útskrivað úr skúlanum í valskeiðnum.

 

Um valskeiðið hjá foreldraumboðunum og kommunustýrisumboðunum verður tað sama, skuldi tað givið betri samfesti í arbeiðið, og útskiftingin verður ikki so stór.

 

Ad. punkt 5

Sum eitt amboð til at skapa trygg og skipað viðurskifti í skúlunum ger skúlastýrið reglur fyri bæði atferð og atburði hjá næmingum og reglur um umsjón skúlans við næmingunum.

 

Ad. punkt 6

Skúlastjórin hevur bæði ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna í skúlanum. Hann hevur dagligu ábyrgdina av starvsfólki skúlans, og hann stýrir og býtir arbeiðið ímillum teirra, sum starvast í skúlanum. Eisini tekur hann allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum og hevur eftirlit við, at  teir taka lut í undirvísingini og fylgja nóg væl við.

 

Ábyrgd og myndugleiki eiga at fylgjast at. Skúlastjórin eigur tí at seta tey starvsfólk í starv, ið hann heldur eru best før fyri at røkja uppgávuna.

 

Skúlaleiðarin, formaðurin í skúlastýrinum, eitt kommunustýrisumboð í skúlastýrinum og starvsfólkaumboðið í skúlastýrinum ella álitisfólkið manna eina setanarnevnd, sum hevur setanarsamrøður og ger tilmæli um setan. Setanarnevndin skal fylgja mannagongdunum í almenna setanarpolitikkinum, fyrisitingarlógini og øðrum almennum reglum hesum viðvíkjandi.

 

Ad. punkt  7

Sambært galdandi reglum skal skúlastýrisval verða aftur á vári 2007. Verandi foreldraumboð halda sambært uppskotinum fram til árslok 2008.

 

 

Skjøl:             Skjal nr. 1      Hoyringarsvar Kommunusamskipan Føroya

                      Skjal nr. 2:     -            -                             Føroya Kommunufelag

                      Skjal nr. 3:     -            -                             Føroya Lærarafelag

1. viðgerð 30. mars 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 30. mars 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 5. og 12. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 27. apríl 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 29. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 53 frá 09.05.2005