64  Uppskot til  løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og Sjónvarp Føroya

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2005, 4. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um at digitalisera Útvarp og  Sjónvarp Føroya

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at digitalisera Útvarp og  Sjónvarp Føroya. Útreiðslurnar til verkætlanina mugu í mesta lagi vera 20 mió kr.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

1. Endamálið við lógini

Endamálið við lógini er at fáa politiska undirtøku fyri liðugtgerð av digitaliseringini av Útvarpi og Sjónvarpi Føroya. Víst verður til ásetingarnar í játtanarskipanini um, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna um fleiri fíggjarár.

 

Sambært lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild til at liðugtgera digitaliseringina av Útvarpi og Sjónvarpi Føroya. Útreiðslur landskassans til verkætlanina mugu í mesta lagi vera 20 mió. kr. Við eini slíkari verklagslóg ber til hjá landsstýrismanninum at tilrættaleggja virksemið fyri fleiri fíggjarár, og hevur landsstýrismaðurin sostatt heimild til at gera avtalur, ið fevna um fleiri fíggjarár.

 

2. Gongdin í málinum

Fíggjarárini 2001-2003 vórðu játtaðar tilsamans 12,6 mió. kr. til digitalisering av útvarpi og sjónvarpi. Av hesi játtan fóru 3 mió kr. til útvarpið og 9,6 mió kr.  til sjónvarpið.

 

Útvarpið fór miðskeiðis í 90-árunum undir at menna eina nýggja digitala framleiðsluskipan, sum hevði til endamáls, at øll ljóðframleiðsla skuldi fara fram við teldutøkni. Fyrstu árini varð útbygt í smáum í tann mun, arbeiðið kundi fíggjast yvir raksturin. Við játtanini á fíggjarlógini árini 2001-2003 kom rættilig gongd á útbyggingina.  Játtanin hesi árini er brúkt til digitalisering av studio 2, 3 og 4, útvegan av klientstøðum til ljóðredigering, útvegan av ljóðservarum, jørðnet til skipanina og digitala transmissiónsskipan. Av tí at játtan ikki fekst í 2004, eru verkætlanirnar, sum vóru fyrireikaðar til hetta árið, ikki framdar. Liðugtgerðin av digitaliseringini av útvarpinum er mett at kosta uml. 6 mió kr.

 

Digitaliseringin av sjónvarpinum byrjaði í 2001. Í fyrstu verkætlanini varð dentur lagdur á redigering. 6 nýggj digital redigeringsrúm vórðu gjørd og knýtt saman við einum videoservara, sum redigeringseindirnar arbeiða upp ímóti, og einum avviklingsservara, har lidna tilfarið verður goymt klárt at senda.

 

Næsta verkætlanin fevndi um eitt servararúm og eitt sendirúm. Servararúmið knýtir allan telduteknikkin í sjónvarpshúsinum saman. Sendirúmið er ein tekniskur miðdepil, tí um tað fer alt tilfar, ið verður sent, og alt tilfar, sum verður móttikið um fylgisvein. Ætlanin var at gera sendirúmið liðugt í 2004, men av tí, at játtan ikki fekst, er henda eindin ikki tikin í brúk enn.

 

Verkætlanin til liðugtgerð av digitaliseringini av sjónvarpinum verður mett at kosta um 14 mió. kr.

 

3. Um verkætlanina

Í samlaðu verkætlanini fyri digitaliseringina av útvarpinum eru nøkur projekt eftir at fremja, sum tilsamans eru mett at kosta uml. 6 mió kr.

 

Ein verkætlan snýr seg um at gera eitt digitalt infrakervi til ljóð í útvarpshúsinum. Hetta kervið skal knýta saman digitalu eindirnar í húsinum í eitt netverk til ljóð, sum eisini fevnir um flutning av ljóði til og frá húsinum.

 

Ein onnur verkætlan snýr seg um digitalisering av studio1/útvarpshøllini og ein nýggjan upptøkubil. Studio 1 er einasta studio, sum er eftir at digitalisera. Verandi upptøkubilur er 20 ára gamal, og neyðugt er at skifta hann út í næstu framtíð. Bilurin verður brúktur til størri upptøkur uttan fyri útvarpshúsið, eitt nú í Norðurlandahúsinum, kirkjum og samkomuhúsum. Avgjørt er at keypa ein brúktan bil frá Danmarks Radio, og at umbyggja hann til digitala tøkni yvir 3 ár. Fyri at avmarka íløgukostnaðin er somuleiðis avgjørt, at bilurin samstundis skal verða kontrollrúm hjá Studio1/útvarpshøllini.

 

Ein triðja størri verkætlan er at útvega eina nýggja goymsluskipan til ljóðdata, og at útvega neyðugar trygdarskipanir í sambandi við goymsluloysnina. Talan er um grundleggjandi útgerð til digitalisering av savni útvarpsins. 

 

Umframt hesar verkætlanir er talan um ymsar smærri útbyggingar tey næstu fýra árini.

 

Digitaliseringsverkætlanin hjá sjónvarpinum er endurskoðað við tí endamáli at avmarka íløgukostnaðin, og verður mett, at liðugtgerðin fer at kosta uml. 14 mió kr.

 

Ein verkætlan snýr seg um liðugtgerð av sendirúminum, so tað kann verða tikið í brúk. Talan er í høvuðsheitum um at útvega tól sum bandmaskinur, teksteldur, fylgisveinamóttakarar o.t.

 

Ein onnur verkætlan snýr seg um at útbyggja redigeringsskipanina, so redigering av tilfari kann fara fram úti á arbeiðsstøðunum.

 

Ein triðja verkætlan snýr seg um at digitalisera og endurnýggja kontrollrúmið til upptøkuhølið, ið verður brúkt til sendingarnar hjá tíðindadeildini. Verandi kontrollrúm er 20 ára gamalt.

 

Ein fjórða verkætlan snýr seg um at útvega ein nýggjan upptøkubil. Verandi upptøkubilur er 20 ára gamal og í ringum standi. Átrokandi umvælingar eru gjørdar í 2004, so bilurin kann brúkast í eina tíð afturat. Bilurin verður bæði brúktur sum upptøkurúm til stóra upptøkuhølið og til upptøkur uttan fyri húsið. Fyri at avmarka íløgukostnaðin er ætlanin at keypa ein brúktan upptøkubil, og at byggja hann upp yvir nøkur ár.

 

Ein fimta verkætlan er at útvega ein sonevndan SNG-bil. Talan er um ein bil, sum ger tað møguligt at senda um fylgisvein til sjónvarpshúsið í Vørðsluni og til útlendskar sjónvarpsstøðir. Ein tílíkur bilur ger tað møguligt at senda beinleiðis frá støðum uttan fyri Havnina, og ger tað møguligt hjá sjónvarpinum at luttaka í samstarvinum um framleiðslu av altjóða landsdystum og øðrum beinleiðis sendingum. Hetta kann útvega sjónvarpinum eyka inntøkur ella í samstarvi avmarkað kostnaðin av at útvega rættindi at senda landsdystir, ið verða spældir uttanlands.

 

Umframt hesar verkætlanirnar er talan um smærri útbyggingar, sum verða framdar tey næstu fýra árini.

 

Við samanleggingini av Útvarpi- og Sjónvarpi Føroya fær sjónvarpið eisini atgongd til fleiri av skipanunum, sum útvarpið hevur gjørt íløgur í seinastu árini. Talan er um umsitingar- og framleiðsluskipanir, sum higartil ikki hava verið partar av digitaliseringsætlanunum hjá sjónvarpinum.

 

4. Tíðarætlan

Ætlanin er at fremja liðugtgerðina av digitaliseringini av útvarpi og sjónvarpi yvir eitt fýra-ára skeið frá 2005-08.

 

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

1. Fíggjarligar avleiðingar

Afturat játtanini upp á 5 mió kr. í 2005, verður fíggjartørvurin 5 mió. kr. um árið hvørt av árunum 2006-08.

 

2. Umsitingarligar avleiðingar

Eitt av endamálunum við digitaliseringini er at rationalisera umsitingina av stovnunum og programmframleiðsluni.

 

3. Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar

 

4. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

5. Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

 

Nei

 

Nei

Nei

 

Nei

 

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

Nei

 

 

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinirnar

 

Til § 1:

Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at taka stig til liðugtgerð av digitalisering av Útvarpi og Sjónvarpi Føroya. Útreiðslurnar í hesum sambandi mugu í mesta lagi verða 20 mió kr.

 

Til § 2:

Vanlig áseting um gildiskomu.

 

 

Skjøl:            Hoyringarskriv:                     Fíggjarmálaráðnum.

 

1. viðgerð 28. mars 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 5. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. mars og 5. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við stjóran og teknisku stjórarnar í Útvarp og Sjónvarp Føroya saman við umboðum fyri Mentamálaráðið.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 14. apríl 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-2. Málið avgreitt.

Ll.nr. 37 frá 26.04.2005