63  Uppskot til  løgtingslóg um landsskúlalæknaskipan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2005, 4. mars, løgdu tingmenninir Jenis av Rana og Bill Justinussen, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um landsskúlalæknaskipan

 

Henda lóg um landsskúlalæknaskipan er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 5 í ”lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne”.

 

Endamál 

§ 1.      Landsskúlalæknaskipanin skal tryggja børnum og ungum best møguligar fyritreytir fyri einum heilsugóðum uppvøkstri og vaksnamannalívi við at veita tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar og onnur heilsufremjandi tiltøk hjá landsskúlalækna.

 

Landsskúlalæknin

§ 2.      Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum setir ein landsskúlalækna í starv, sum hevur ábyrgdina av landsskúlalæknaskipanini.

Stk. 2.  Landsskúlalæknin setir ein skrivara í starv, sum hjálpir landsskúlalæknanum við fyrisitingarliga arbeiðinum.

 

Uppgávurnar hjá landsskúlalæknanum 

§ 3.      Landsskúlalæknin skal gera  fyribyrgjandi heilsukanningar av hvørjum einstøkum barni í skúlaaldri. Í sambandi við kanningina gevur landsskúlalæknin neyðuga vegleiðing, ávísing og fylgir málum.

Stk. 2. Somuleiðis kann landsskúlalæknin seta í verk neyðug sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk á skúlunum.

Stk. 3. Um eitt barn hevur serligan tørv á fleiri kanningum enn teimum, sum eru ásettar, skal landsskúlalæknin kanna barnið.

Stk. 4.  Landsskúlalæknin kann loyva, at børn verða frítikin fyribyrgjandi heilsukanningini, um ein læknaváttan kann vísa á, at barnið er kannað á ein líknandi hátt.

Stk. 5.  Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum skal eftir tilmæli frá landsskúlalæknanum áseta neyvari reglur um talið av kanningum, og nær hesar kanningar skulu gerast.

 

§ 4.      Landsskúlalæknin skal bjóða vegleiðing og ráðgeving til børn, foreldur, verjar, lærarar og heilsufólk, sum hava samband við skúlan, um sjúkufyribyrging og heilsufremjandi tiltøk fyri børn í skúlaaldri.

Stk. 2.  Landsskúlalæknin kann bjóða vegleiðing og ráðgeving til onnur heilsustarvsfólk, landsstýrið, kommunalar myndugleikar og almenningin um sjúkufyribyrging og heilsufremjandi tiltøk fyri børn í skúlaaldri.

 

§ 5.      Landsskúlalæknin skal geva eina árliga frágreiðing um landsskúlalæknaskipanina við hagtølum um heilsustøðuna hjá børnunum og um skúlaumhvørvið.

 

§ 6.      Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum kann áseta neyvari reglur um uppgávurnar hjá landsskúlalæknanum sambært hesi lóg. 

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum kann áseta neyvari reglur um fráboðanarskyldu viðvíkjandi uppgávunum hjá landsskúlalæknanum sambært hesi lóg.

 

Eftirlit 

§ 7.      Landslæknin hevur eftirlit við virkseminum hjá landsskúlalæknanum sambært hesi lóg.

 

Fígging  

§ 8.      Tænastur sambært hesi lóg eru ókeypis.

 

§ 9.      Landskassin ber útreiðslurnar í sambandi við landsskúlalæknaskipanina.

Stk. 2.  Kommunurnar skulu tó bera útreiðslurnar til hølini, har børnini verða kannað, og bera útreiðslurnar til ta neyðugu læknaútgerðina í hølunum.

 

Gildiskoma v.m. 

§ 10.    Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

Stk. 2.  Samstundis fer úr gildi ”kongelig anordning nr. 16 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning”.

Stk. 3.  Samstundis verða gjørdar hesar broytingar:

1)      Í § 40, stk. 3 í ”lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg” verða orðini ”og skúlalæknaskipanina” strikað, og

2)      Í § 1 í ”lov nr. 236 af 30. april 1946 om lægeundersøgelser af børn” verður ”9” broytt til: ” 7 ”.

 

1. Almennar viðmerkingar

 

Inngangur

Endamálið við lógaruppskotinum er at betra heilsustøðuna hjá øllum børnum og ungum í Føroyum. Landsskúlalæknaskipanin skal vera tíðarhóskandi og tryggja, at børn og ung fáa heilsugóð barnaár við góðum kørmum og høgari lívsgóðsku.

 

Sambært uppskotinum setir landsstýrismaðurin í almann- og heilsumálum ein landsskúlalækna í starv. Landsskúlalæknin skal ferðast runt landið og vitja skúlarnar. Harumframt skal landsskúlalæknin eisini røkja aðrar sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi uppgávur. Hetta hevur við sær, at landið í framtíðini fer at fáa ein landsskúlalækna við nógvum royndum og servitan á heilsuøkinum fyri børn og ung.

 

Orsøkin til lógaruppskotið

Á fleiri skúlum hevur eingin skúlalækni verið í starvi í longri tíð. Hetta hevur við sær, at nógvir skúlanæmingar ikki fáa fyribyrgjandi heilsukanningar hjá skúlalækna. Kanningarnar eru ein týðandi partur av teimum fyribyrgjandi heilsutiltøkunum fyri børn og ung.

 

Grundleggjandi skal uppskotið tryggja, at øll børn í undirvísingarskyldugum aldri verða kannað hjá landsskúlalækna, og at góðskan á teimum fyribyrgjandi heilsutiltøkunum fyri børn og ung støðugt verður ment.

 

Galdandi rættur

Fyribyrgjandi heilsuarbeiðið fyri børn og ung verður í dag í høvuðsheitum regulerað við fylgjandi fimm lógum:

 

a)      Lov nr. 236 af 30. april 1946 om lægeundersøgelser af børn,

 

b)   Kongelig anordning nr. 16 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 845 af 18. desember 1987,

 

c)      Løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusjúkrasystratænastuna, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 17. mai 2000,

 

d)   Kongelig anordning nr. 17 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om tilbud om gratis vaccinationer mod visse sygdomme, som ændret ved kongelig anordning nr. 845 af 18. desember 1987, og                           

 

e)   Løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt.

 

Henda nýggja lógin kemur ístaðin fyri tann partin av galdandi skúlalæknaskipan, ið viðvíkur uppgávunum hjá skúlalæknanum. Lógaruppskotið setir tí úr gildi kongligu fyriskipanina, sum er nevnd undir punkti b.

 

Viðmerkjast skal, at ein fortreyt fyri gildiskomuni, sbr. § 10, stk. 1 er, at eitt uppskot til broyting í løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna, sum er nevnd undir punkti c), verður gjørt og samtykt. Orsøkin er, at galdandi skúlalæknaskipan eisini fatar um uppgávur, ið heilsufrøðingar røkja, og um henda lógarbroyting ikki verður framd, hevur hetta tað óhepnu fylgju, at tað ikki longur vera skúlaheilsufrøðingar í landinum. Tí er tað ein fortreyt at landsstýrismaðurin leggur fyri Løgtingið lógaruppskot um tænastuna hjá heilsufrøðingum.

 

Eisini verður rátt til, at ein minni konsekvensbroyting verður gjørd í lógini um læknakanningar av børnum, sum er nevnd undir punkti a).

 

Lógirnar undir punkti d) og e) verða ikki ávirkaðar av teimum broytingum, ið verða gjørdar sambært uppskotinum.

 

a)      Lov om lægeundersøgelser af børn

”Lov nr. 236 af 30. april 1946 om lægeundersøgelse af børn” staðfestir, at børn undir undirvísingarskyldugum aldri hava rætt til at fáa upp til níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna. Læknakanningarnar eru ókeypis.

 

Sambært "Bekendtgørelse nr. 576 af 10. december 1981 om lægeundersøgelse af børn på Færøerne" kunnu børn undir undirvísingarskyldugum aldri fáa átta fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna. Kunngerðin ásetir somuleiðis, nær hesar kanningar so vítt gjørligt skulu fara fram. Siðvenjan er, at børn undir undirvísingarskyldugum aldri fáa 7 fyribyrgjandi heilsukanningar.

 

Tað er ikki beinleiðis samsvar ímillum innihaldið í kunngerðini, lógini og galdandi siðvenju. Kunngerðin nevnir átta heilsukanningar, og lógin nevnir níggju kanningar. Orsøkin til hetta er helst, at ein skúlalæknaskipan er sett í verk, sum hevur við sær eina funktiónskanning hjá lækna. Ein kanning er tískil flutt frá børnunum undir undirvísingarskyldugum aldri til børnini í skúlaaldri, uttan at tað hevur verið mett neyðugt at broya lógina um læknakanning av børnum.

 

Hvørki í lóg ella kunngerð er ásett nøkur fráboðanarskylda um tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar. Hesi viðurskifti hava við sær, at vandi er fyri, at summi børn ikki fáa allar tær ásettu fyribyrgjandi kanningarnar. Somuleiðis er tað vandi fyri, at kanningarnar verða gjørdar tilvildarliga í tíð.

 

b)      Kongelig anordning om skolelægeordning

Reglur um læknakanningar av børnum, frá tí tey byrja í skúlanum til níggjunda flokk, eru ásettar í ”Kongelig anordning nr. 16 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning”.

 

Sambært hesi kongligu fyriskipan skulu á øllum skúlum fara fram fyribyrgjandi heilsukanningar av øllum børnum í forskúla og av børnum í fyrsta til níggjunda flokk. Harafturat skal eftirlit haldast við heilsustøðuni í skúlunum.

 

Tað meira nágreiniliga innihaldið í skúlalæknaskipanini er ásett í ”Bekendtgørelse nr. 240 af 30. april 1986 om skolelægeordning på Færøerne, sum broytt við kunngerð nr. 120 frá 19. juni 1997”.

 

Sambært kunngerðini skal skúlalæknin gera eina funktiónskanning av tí einstaka barninum. Kanningin skal vera í fyrsta skúlaári barnsins. Harumframt skal skúlalæknin einans kanna børn við serligum tørvi. Heilsufrøðingar skulu við funktiónskanningum og við regluligum sambandi við børnini eygleiða einstaklinga og almennar heilsutrupulleikar.

 

Størsti trupulleikin við tí núverandi skúlalæknaskipan er, at tað ikki eru settir skúlalæknar á øllum skúlum í Føroyum. Hetta hevur ta negativu avleiðing, at skúlabørnini ikki fáa funktiónskanningar hjá skúlalækna. Aðrastaðni ger skúlalæknin tvær funktiónskanningar, og er hetta eisini sambært galdandi lóggávu í Danmark. Hetta hevur við sær, at standardurin innan fyribyrgjandi heilsuarbeiði er ójavnur ymsastaðni í Føroyum.

 

c)      Løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna

Løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusjúkrasystratænastuna regulerar arbeiðið hjá heilsufrøðingum í mun til børn, ið ikki ganga í forskúla ella skúla. Sambært lógini kunnu heilsufrøðingar tó eisini vegleiða og stuðla øðrum persónum.

 

Tað meira nágreiniliga innihaldið í arbeiðinum hjá heilsufrøðingunum er ásett í kunngerð nr. 105 frá 11. juni 1997 um heilsusjúkrasystratænastuna. Arbeiðið er sermerkt við at vera vent bæði móti einstaklinginum og heildini.

 

Hetta sæst við, at arbeiðið hjá heilsufrøðingunum tekur støði í tí einstaka barninum, umframt at heilsufrøðingarnir skulu virka fyri at samstarva við onnur, ið hava læknaligan, sosialan og námsfrøðiligan sakkunnleika, um tørvur er á tí.

 

Ein fyritreyt fyri arbeiðinum, vent móti heildini, er ein samskipan millum umboðandi partarnar, tá skjót og munadygg avrik skulu røkkast. Í dag hevur eingin myndugleiki ábyrgdina av tí ítøkiligu samskipanini av tiltøkum fyri børnum við serligum trupulleikum. Í fleiri førum nýta heilsufrøðingarnir barnalæknarnar á Landssjúkrahúsinum sum fakligar ráðgevar. Landssjúkrahúsið fæst vanliga ikki við uppgávur, sum skulu røkjast á tí primera heilsusøkinum.

 

Innihaldið í lógaruppskotinum

Í ”Lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsnet på Færøerne” (rammulógin) er ásett, at landsstýrið kann áseta reglur um uppgávur, veitingar og fyrisiting hjá heilsuverkinum. Í § 1, stk. 2 verður greitt gjølligari frá, hvørjar uppgávur og veitingar heilsuverkið fevnir um. Ásetingin nevnir m.a. skúlalæknaskipanina, sbr. § 1, stk. 2, nr. 5.

 

Uppskotið hevur heimild í § 1, stk. 2, nr. 5 í rammulógini.

 

Uppskotið skal fyrst og fremst tryggja, at størri dentur verður lagdur á tað sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi arbeiðið í skúlunum. Mælt verður til, at landsstýrismaðurin í heilsumálum setir ein landsskúlalækna, sum ferðast runt landið og røkir heilsufakligar uppgávur í skúlunum. Fyri tað fyrsta inniheldur uppskotið ásetingar um tær kanningar, sum landsskúlalæknin skal taka sær av. Fyri tað næsta fær landsskúlalæknin nakrar aðrar uppgávur at røkja, sum - bæði nú og seinni - skulu betra heilsustøðuna hjá børnunum. Ein partur av tí fyribyrgjandi arbeiðinum verður gjørt í skúlunum, meðan aðrar uppgávur verða gjørdar aðrastaðni.

 

Uppskotið inniheldur ikki ásetingar um arbeiðið hjá heilsufrøðingunum. Hetta hevur m.a. við sær, at tann integreraða skúlalæknaskipanin fellur burtur. Verandi lóg um skúlalæknaskipan fevnir eisini í ávísan mun um virksemið hjá heilsurøktarskipanini, og tí má arbeiðið, at tillaga lóggávuna um heilsufrøðingar, eisini gerast. Tí verður neyðugt at landsstýrismaðurin skjótast gjørligt leggur fyri Løgtingið nýggja lóg um tænastuna hjá heilsufrøðingum, ið skal hava sama ígildiskomudag sum lógin um landsskúlalæknaskipan, nemliga 1. januar 2006. Heilsufrøðingarnir hoyra eisini undir landsstýrismannin í heilsu- og almannamálum.

 

Lógaruppskotið tekur hædd fyri trupulleikanum í skiftistíðarásetingini, sbr. § 10, stk. 1.  

 

Landsskúlalæknin skal m.a. taka sær av hesum:

 

-         kanna øll børn, sum ganga í m.a. fyrsta og áttanda flokki,

-         kanna aðrar næmingar, sum hava ein serligan tørv fyri kanning,

-         fylgja við heilsustøðuni í skúlunum og upplýsa næmingarnar um heilsufyribyrging,

-         ráðgeva og vegleiða foreldrum og starvsfólkum í skúlunum um heilsustøðuna hjá børnunum,

-         ráðgeva og vegleiða heilsustarvsfólkum og øðrum fakbólkum,

-         ráðgeva og vegleiða kommunalum myndugleikum um inniluft, hølisinnrættan, innbúgv og líknandi í sambandi við nýggja skúlabygging,

-         luttaka í tvørfakligum arbeiði viðvíkjandi børnum og ungum,

-         upplýsa almenninginum um heilsufyribyrging fyri børn og ung,

-         gera ársfrágreiðing og hagtøl viðvíkjandi heilsustøðuni hjá børnum og ungum.

 

Høvuðsuppgávan hjá landsskúlalæknanum er at kanna heilsuna hjá øllum skúlabørnum. Sambært uppskotinum skal landsskúlalæknin kanna allar næmingar í m.a. fyrsta og áttanda flokki. Hetta verður ásett við kunngerð. Tað vil siga, at næmingarnir verða kannaðir í minsta lagi tvær ferðir, meðan teir ganga í skúla. Um landsskúlalæknin verður varugur við, at okkurt barn hevur serligan tørv á eini eyka kanning, skal landsskúlalæknin kanna barnið.

 

Møguleiki er hjá landsskúlalæknanum at seta í verk átøk fyri børn, ið hava ein serligan tørv, til dømis børn, ið viga ov nógv og eru ovurviðkvom. Landsskúlalæknin kann eisini veita stuðul, um húsfólk hjá barninum doyr, soleiðis at møguleiki verður hjá barninum at tosa við eitt vaksið fólk um einsemi, sakn og tílíkar spurningar. Harumframt kann landsskúlalæknin virka fyri at fáa orðaskifti í lag um teir trupulleikar, ið standast av millum annað at argað verður, og at tað á hvørjum skúla verða gjørdar mannagongdir fyri atburði í sambandi við trivnað og heilsufyribyrging. Hetta má gerast í samstarvi við aðrar starvsbólkar innan heilsu-, sosial- og skúlaverkið.

 

Hagtølini yvir barnsburðir í Føroyum vísa, at í tíðarskeiðinum 2000 – 2002 eru fødd 679 børn í meðal um árið. Við hesum upplýsingum í huga verður mett, at landsskúlalæknin skal kanna umleið 1.358 børn í fyrsta og áttanda flokki árliga. Eisini skal landsskúlalæknin kanna børn, ið hava serligan tørv á eini eyka heilsukanning. Mett verður tí, at heilsukanningarnar verða tilsamans umleið 1.500 í tali um árið. Hetta eru metingar, sum kunnu verða nakað skiftandi í mun til tørvin.

 

Umframt at hava heilsukanningar og viðtalur við børnini, skal læknin hava eyga við og kanna heilsustøðuna í skúlanum. Landsskúlalæknin skal eisini halda fyrilestrar, skipa fyri toymisdøgum og tílíkum, um landsskúlalæknin ella starvsfólk halda, at ljós eigur at verða sett á ymisk heilsufaklig evni ella trupulleikar, sum til dømis royking.

 

Harumframt skal landsskúlalæknin eisini taka sær at ymiskum kunnandi uppgávum mótvegis almenninginum. Landsskúlalæknin kann til dømis upplýsa um góðar kost- og rørsluvanar og gera kunningartilfar um heilsufyribyrging og um onnur viðurskifti, sum betra lívsgóðskuna hjá børnum. Landsskúlalæknin kann eisini sum fakfólk virka fyri, at politiskar avgerðir um fyribyrgjandi barnaheilsuarbeiði verða tiknar á einum breiðum og fullførum grundarlagi.

 

Væntað verður, at landsskúlalæknin samstarvar við heilsufrøðingar, tí heilsufrøðingarnir røkja nakrar líknandi uppgávur í skúlunum. Heilsufrøðingar fáa tí møguleika fyri at tosa við landsskúlalæknan um heilsufakligar spurningar. 

 

Landsskúlalæknin eigur ikki at viðgera børnini. Landsskúlalæknin vísur barninum til kommunulækna ella til viðgerð á sjúkrahúsi, um landsskúlalæknin metir tað neyðugt.

 

Samtykki (lov om patienters retsstilling)

Sambært uppskotinum eru tað ikki ásettar nakrar reglur um tagnarskyldu hjá landsskúlalæknanum ella um at lata upplýsingar til onnur. Hetta verður regulerað við teimum vanligu reglunum í ”Anordning nr. 827 af  30. september 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om patienters retsstilling (patientretsstillingsloven)”. Fyriskipanin er sett í gildi tann 17. oktober 2002. Harumframt hevur landsskúlalæknin eisini tagnarskyldu sambært læknalógini § 9, sbr. ”kongelig anordning nr. 35 af 26. februar 1935 for Færøerne om udøvelse af lægegerning, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 89 af 11. februar 1992”.

 

Ásett verður í §§ 24 og 26 í ”patientretsstillingsloven”, í hvørjum føri heimild er fyri at lata heilsuupplýsingar til onnur. Høvuðsreglan er, at heilsustarvsfólk bert kunnu lata upplýsingar um heilsuviðurskifti hjá sjúklinginum, onnur privat viðurskifti og aðrar trúnaðarligar upplýsingar, um sjúklingur hevur givið sítt samtykki. Í sambandi við viðgerð og til onnur endamál kunnu upplýsingar tó verða latnar øðrum uttan samtykki frá sjúklinginum. Tað er tann persónurin, sum liggur inni við upplýsingunum, ið ger av, um heimild er fyri at lata upplýsingarnar víðari uttan samtykki frá sjúklinginum. Landsskúlalæknin eigur at tryggja sær, at upplýsningar verða latnar samsvarandi reglunum í ”patientretsstillingsloven”. Sambært § 24, stk. 2, nr. 1, kann landsskúlalæknin lata upplýsingar uttan samtykki til sjúkrahús, tá framhaldandi viðgerð skal fara fram.

 

Vanliga er tað hvør gegnigur sjúklingur sær, sum ger av, hvørjar heilsuupplýsingar kunnu verða latnar øðrum heilsustarvsfólkum í sambandi við viðgerð. Um ein sjúklingur ikki sjálvur er førur fyri at røkja áhugamál síni, skal annar persónur, t.e. tann, ið hevur foreldramyndugleikan, næstu skyldfólk ella verji, í teimum førum tað er neyðugt, ansa eftir rættindinum hjá sjúklinginum, sbr. § 5 í ”patientretstillingeloven”. Samtykki, ið bæði kann verða latið skrivliga og munnliga, skal altíð skrásetast í sjúklingaskránni.

 

Tað er ein grundleggjandi regla, at tær upplýsingar, ið barnið letur landsskúlalæknanum í trúnaði, ikki verða latnar øðrum, og at upplýsingarnar ikki verða latnar óviðkomandi. Ein treyt fyri at barnið fær álit á landsskúlalæknanum er, at barnið hevur krav á at tess ”privatlív” verður vart. Um læknin ikki hevði tagnarskyldu, kundi vandi verið fyri, at barnið av teirri orsøk ikki lat læknanum púra rættar upplýsingar, og er hetta hvørki í samsvari við áhugamálini hjá tí einstaka ella hjá heilsustarvsfólkunum.   

 

Ummæli
Uppskotið varð tilevnað undir farna landsstýri og var til ummælis hjá: Almannastovuni, Almannamálaráðnum, Foreldrafelagnum, Fíggjarmálaráðnum, Fyribyrgingarráðnum, Færøernes Nævn for børneforsorg, Føroya kommunufelag, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroyskum Sálarfrøðingum, Føroya ungdómsráð, Heilsusystraskipanini, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Kommunulæknafelag Føroya, kommunulæknum,  Kommunulæknaráðnum, Kommunusamskipan Føroya, Landslæknanum, Landssjúkrahúsinum, Læknafelagnum, Løgfrøðinginum hjá Barnaverndunum, Løgmálaráðnum, Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum, Mentamálaráðnum, Ríkisumboðnum,  Sernámsdeplinum, Sjúkrasystrafelag Føroya, Skúlaleiðarafelagnum, Sosialráðgevarafelagnum og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Ummælir komu frá Karl Johan Fossá, kommunulækna, Almannastovuni, Fíggjarmálaráðnum, Føroya Ungdómsráð, Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, Landslæknanum, Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Signar P. Dam, kommunulækna, Sorinskrivaranum í Føroyum, Føroya Lærarafelag, Mentamálaráðnum, Ríkisumboðnum, Ráðnum fyri Kommunulæknaskipanina, Føroyskir Sálarfrøðingar, Jenis av Rana, kommunulækni, Læknafelag Føroya, Skúlaleiðarafelag Føroya, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, heilsufrøðingum í Føroyum og Landssjúkrahúsinum. 

 

2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingarnar fyri landið.

 

Tann nýggja landsskúlalæknaskipanin er kostnaðarmiklari enn verandi skúlalæknaskipan, men verður hon munandi betri. Í framtíðini kann roknast við færri útreiðslum til heilsuverkið, tí henda landsskúlalæknaskipanin er sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi.

 

Lønarútreiðslurnar til landsskúlalæknan og til ein skrivara verða mettar til 800.000 kr. árliga.

 

Enn er ikki greitt, hvørjum sáttmála læknin skal lønast eftir. Læknin kann møguliga verða settur í starv samsvarandi reglunum í ”Overenskomst for underordnede læger mellem Foreningen af Yngre Læger og Fíggjarmálastýrið”.

 

Landsskúlalæknin verður settur í satrv og  løntur eftir sáttmála við tað fakfealag, hesin sambart útbúgving síni er limur av.

 

Óvist er nær lógin verður sett í gildi, sbr. § 10, stk. 1, og óvist er eisini, nær landsstýrismaðurin alment kann lýsa starvið leyst, og nær starvið verður sett. Tí ber ikki til at meta um møguligar lønarútreiðslur fyri 2005. Afturat lønarútreiðslunum skal landið eisini bera útreiðslurnar til skrivstovu, flutning og annað.

 

Trupult er at meta um skrivstovu- og ferðaútreiðslurnar, tí enn er óvist, hvar landsskúlalæknin skal hava sítt høvuðssæti. Hvar skrivstovan verður, er eisini avgerandi fyri, um tað loysir seg at keypa tænastubil til læknan. Annars verður endurgoldið samsvarandi galdandi takstum í § 2 í ”Reglur um samsýning fyri nýtslu av egnum bili í tænastuørindum”.

 

Fíggjarligar avleiðingarnar fyri kommunalar myndugleikar

Grundarlagið er, at tað er landið, sum skal bera allar útreiðslurnar til ta nýggju landsskúlalæknaskipanina. Kommunurnar skulu tó bera kostnaðin av teimum hølum, har børnini skulu kannast, og harafturat bera útreiðslurnar av neyðugum læknaútbúnaði í hølunum, sbr. § 9, stk. 2. Hetta er samsvarandi siðvenju á økinum. Uppskotið er tí útreiðsluneutralt fyri kommunurnar.

 

Búskaparligar avleiðingar fyri kommunulæknarnar

Frameftir verður tað sami lækni (Landsskúlalæknin), ið kemur at røkja allar tær uppgávur, sum nevndar eru í uppskotinum. Fyri teir kommunulæknar, ið røkja hesar uppgávur samsvarandi galdandi skúlalæknaskipan, merkir hetta ein minni inntøkumissur, tí teir ikki longur skulu virka sum skúlalæknar.

 

Verandi skúlalæknar eru settir í 1996 eftir einum danskum sáttmála, sum ikki er í gildi longur. Um Familju- og heilsumálaráðið viðgerð uppsagnartíðina sambært reglunum í lógini um Starvsmenn, skulu læknarnir hava eina uppsagnarfreist á fimm mánaðar.

 

Fíggjarligi missurin verður eftir umstøðunum mettur at verða lítil fyri læknarnar.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Ein nýggj landsskúlalæknalóg hevur ta umsitingarligu avleiðing fyri almanna- og heilsumálaráðið, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fær ábyrgdina av at seta landsskúlalæknaskipanina í verk. Umsitingarliga avleiðingin verður størst tað tíðarskeiðið, skipanin verður sett í verk. Mett verður, at eftir at landsskúlalæknaskipanin er sett í verk, verður arbeiðsbyrðan hjá  almanna- og heilsumálaráðnum munandi minni.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur við sær, at sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi arbeiðið við skúlabørnum verður sett fremri. Í uppskotinum verða karmar settir, ið virka fyri sunnum barnaárum, góðari lívsgóðsku og at tryggja einum heilsugóðum vaksnamannalívi.

 

 

PRIVATE

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri pláss/
økir í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
kommunu-

læknarnar

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

(Nei)

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

3. Serligar viðmerkingar
 

Til § 1

Sambært uppskotinum fær ein landsskúlalækni ábyrgdina av landsskúlalæknaskipanini. Landsskúlalæknin skal tí sjálvur leggja til rættis tað sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi arbeiði í skúlunum. Tað er landsstýrismaðurin í heilsumálum, ið setir landsskúlalæknan. Endamálið við at seta ein landsskúlalækna er, at styrkja um fyribyrgjandi arbeiðið fyri børn og ung, so heilsuarbeiðið fær eina høga og einsháttaða góðsku í Føroyum.

 

Til § 2

Landsskúlalæknin verður settur í starv av landsstýrismanninum. Landsskúlalæknin skal hava lóggilding sum serlækni í almennum medisini, barnasjúkum ella aðrari viðkomandi sergrein.  

 

Til § 3

Galdandi skúlalæknaskipan jf. § 3 í ”Bekendtgørelse nr. 240 af 30 april 1986 om skolelægeordning på Færøerne” stendur, at landsskúlalæknin skal gera eina funktiónskanning av tí einstaka barninum uttan so, at landsskúlalæknin staðfestir ein serligan tørv á fleiri kanningum. Funktiónskanningin verður gjørd í fyrsta skúlaári barnsins.

 

Sambært uppskotinum er ætlanin at áseta neyvari reglur um talið av kanningum, og nær hesar kanningar skulu fara fram. Ætlanin er at byrja við, at geva øllum børnum í undirvísingarskyldugum aldri tvær fyribyrgjandi heilsukanningar, t.d. fyrsta skúlaárið barnsins og í áttanda flokki. Tá skipanin hevur virkað í eina tíð, kann landsstýrismaðurin í almann- og heilsumálum, eftir tilmæli frá landsskúlalæknanum, broyta  talið av kanningum og eisini áseta nær hesar skulu verða gjørdar. Somuleiðis kann landsskúlalæknin seta í verk sjúkufyribyrgjandi og heilsufremjandi titøk í skúlunum, tá ið hann metir tað er neyðugt. Hetta skal gerast í samráð við avvarðandi myndugleikar.

 

Endamálið við kanningini í áttanda flokki er í høvuðsheitum, at lofta heilsuligum trupulleikum hjá børnum, áðrenn tey fara víðari til ungdómsútbúgvingar ella í vinnu. Afturat hesum verður væntað, at landsskúlalæknin skiftir orð við tey ungu um arbeiðsumhvørvið, lívsgóðsku, lívshátt, livikor og fyribyrging v.m.

 

Fær ein næmingur loyvið til at fara úr skúlanum áðrenn áttanda flokk, sbr. § 41, stk. 3, í ”Løgtingslóg nr. 125 frá 20. mai 1997 um fólkaskúlan”, hevur landsskúlalæknin ábyrgdina av, at næmingurin verður kannaður á sama hátt sum onnur børn. Av praktiskum ávum kann landsskúlalæknin møguliga lata skúlastjóran kunna um kanningina sína vegna.

 

Innihaldið í uppskotinum til § 3, stk. 4 byggir á galdandi áseting í § 3 í ”Kongelig anordning nr. 16 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning”. Ásetingin kann til dømis verða nýtt, um barnið javnan verður heilsukannað av øðrum lækna í sambandi við eina viðgerðargongd innan sjúkrahúsverkið.

 

Til § 4

Uppgávurnar, ið landsskúlalæknin skal røkja, verða ásettar í § 4, harumframt skal hann sum høvuðsuppgávu hava um hendi tær fyribyrgjandi heilsukanningar av børnunum, soleiðis sum tað er ásett í § 3 og landsskúlalæknin hevur eisini heimild til at seta neyðugt tiltøk í verk. 

 

Sambært stk. 1 hevur landsskúlalæknin skyldu til at bjóða neyðugu heilsuvegleiðingina til børn, foreldur, verjar, lærarar og skúlaheilsusystrar. Talan er tí um vegleiðingarskyldu mótvegis skúlanæmingum og teimum persónum, sum dagliga eru um børnini. Vegleiðingin skal venda sær til hvønn einstakan og vera kunnandi.

 

Ásetingarnar í stk. 2 eru um vegleiðing til persónar og myndugleikar, ið ikki beinleiðis ella dagliga eru í samband við børnini. Tá kann landsskúlalæknin vanliga umhugsa, hvussu nógv vegleiðing og ráðgeving skal bjóðast. Teir myndugleikar og onnur, ið eru nevnd í ásetingunum, hava ikki krav á vegleiðing. Tó hevur landsskúlalæknin eina ávísa skyldu móti myndugleikum, almenninginum o.ø., men landsskúlalæknin kann sjálvur raðfesta hetta virksemið. Av tí at tað er kravsett, at børnini skulu kannast, eigur landsskúlalæknin altíð at raðfesta fremst tað dagliga og vanliga heilsufremjandi arbeiði í skúlunum.

 

Landsskúlalæknin kann vegleiða øðrum heilsustarvsfólkum, sum útinna arbeiði við børnum. Roknast má við, at tann nýggi landsskúlalæknin hevur ein fakligan førleika, sum heilsufrøðingarnir kunnu nýta, um teir hava tørv á tí. Landsskúlalæknin kann harafturat senda faklig ráð og annað tilfar til heilsustarvsfólk, møguliga í samráð við Landslæknan.

 

Sambært uppskotinum kann landsskúlalæknin veita heilsufakliga vegleiðing til aðrar myndugleikar og viðgerðarstovnar í mun til børnini. Almannastovan, barnavernd og aðrir myndugleikar fáa sostatt møguleika fyri at fáa ráðgeving frá landsskúlalæknanum, um tey ynskja tað. Ásetingarnar broyta sostatt ikki ræðisrætt og heimildir, sum hesir myndugleikar og viðgerðarstovnar hava, og landsskúlalæknin kann ikki áleggja hesum myndugleikum og viðgerðarstovnum uppgávur ella serlig tiltøk. Uppskotið til ásetingarnar gevur møguleika fyri at fáa í lag eitt sosialt og heilsufakligt samstarv, sum tekur støði í fyritreytunum hjá hvørjum einstøkum barni.

 

Roknast kann við, at landsskúlalæknin hevur samskifti við læknarnar í sjúkrahúsverkinum, kommunulæknar, heilsufrøðingar og onnur heilsustarvsfólk, so teir kunnu loysa tvørgangandi trupulleikar.

 

Til § 5

Í frágreiðingini skulu upplýsast hagtøl um landsskúlalæknaskipanina, soleiðis at møguligt verður at fylgja gongdini á økinum og eftirmeta landsskúlalæknaskipanina.

 

Til § 6

Talan er um eina vanliga heimildaráseting, sum lutvíst gevur landsstýrismanninum í almann- og heilsumálum møguleika at regulera uppgávurnar hjá landsskúlalæknanum. Tað kann møguliga verða hent at fáa eina nágreiniliga skipaða siðvenju, tá landsskúlalæknaskipanin hevur virkað eina tíð.

 

Innihaldið í ásetingini svarar til galdandi rætt, sambært hvørjum Sundhedsstyrelsen kann áseta reglur um fráboðanarskyldu. Uppskotið kemur soleiðis í staðin fyri § 6 í "Kongelig anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning".

 

Heimildarásetingin hevur við sær, at landsstýrismaðurin í heilsumálum kann tryggja sær upplýsningar um landsskúlalæknaskipanina. Ásetingin kann til dømis fáa praktiskan týdning, um hagfrøðiligt arbeiði skal gerast viðvíkjandi heilsuveitingunum, sbr. § 5 í uppskotinum.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann til dømis gera eitt oyðublað til frágreiðingar, ið landsskúlalæknin skal útfylla. Oyðublaðið kann innihalda ymsar spurningar, m.a. um talið á vitjaðum skúlum, talið á vitjaðum flokkum, talið á kannaðum børnum, talið á tørvskannaðum børnum, talið á tvørfakligum klassasamráðingum, heilsupedagogiskan aktivitet og tílíkt.

 

Til § 7

Innihaldið í ásetingini svarar til § 7 í “Bekendtgørelse om skolelægeordningen på Færøerne”. Har stendur, at ”Landslægen fører tilsyn med skolelægeordningens virksomhed og dens medicinalpersonale”.

 

Reglurnar viðvíkjandi Landslæknanum eru ásettar í “Kongelig anordning nr. 633 af 20. juli 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om embedslægeinstitutioner m.v.”

 

Til § 8

Í samsvar við galdandi rætt eru allar veitingar til børn og ung sambært uppskotinum ókeypis, sbr. § 1 í "Lov om lægeundersøgelse af børn", § 7 í "Kongelig anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning" og § 3 í løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna.

 

Til § 9

Grundarlagið er, at tað er landskassin, sum skal bera allar útreiðslurnar til ta nýggju landsskúlalæknaskipanina.

 

Kommunurnar skulu tó, í samsvari við galdandi rætt, bera útreiðslurnar til viðtaluhølir, sbr. § 7 í løgtingslóg nr. 28 frá 23. apríl 1999 um kommunulæknaskipan og § 40, stk. 3, í “Lovbekendsgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg”. Seinast nevnda áseting verður sambært galdandi siðvenju tulkað soleiðis, at tað eru kommunurnar, sum bera útreiðslurnar til tey hølir, sum landsskúlalæknarnir og heilsufrøðingar nýta.

 

Til § 10

Ígildiskomudagurin er 1. januar 2006.

 

Í ásetingunum í stk. 2 verður galdandi skúlalæknaskipan sett úr gildi, tá henda lóg verður sett í gildi.

 

Í stk. 3 verða gjørdar nakrar konsekvensbroytingar.

 

Í ”Lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1998 om offentlig forsorg” stendur í § 40, stk. 3: ”Kommunurnar útvega hølir til heimarøktina og skúlalæknaskipanina.” Í ásetingunum fellur burtur ”og skúlalæknaskipanina” vegna uppskoti í § 9, stk. 2, har skyldurnar hjá kommununum vegna skúlalæknaskipanina verða umrøddar. Talan er um at samskipa lóggávu og siðvenju. 

 

Sambært galdandi siðvenju verða børnini kannað tá tey eru 5 vikur, og tá tey eru 5 og 12 mánaðar. Harafturat er ein árlig kanning tá tey eru 2, 3, 4 og 5 ár. Hetta samsvarðar sum áður nevnt ikki við galdandi rætt. 

1. viðgerð 17. mars 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 20. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann  4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars  2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  13., 15. og 20. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við leiðaran fyri Heilsufrøðiskipanina og umboð fyri barnalæknarnar á Landssjúkrahúsinum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen,  Finnur Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annita á Fríðriksmørk) vísir á, at trupulleikar hava í áravís verið innan hetta økið, tí gjørligt hevur  ikki verið at fingið eina skúlalæknaskipan at virka. Meirilutin heldur, at uppskotið ikki í nóg stóran mun tekur hædd fyri viðurskiftunum í Føroyum og trupulleikunum við at fáa til vega læknamanning. At lata ein lækna burturav taka sær av at kanna børn, ið nærum øll eru frísk, metir meirilutin ikki er rætt atborið. Meirilutin metir, at eitt líknandi uppskot hjá landsstýrinum í størri mun tekur hædd fyri hesum.

 

Meirilutin tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Bill Justinussen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 27. apríl 2005. §§ 1 til og við 10 fullu 2-0-21. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.