61  Uppskot til  løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum

 

§ 1. Landsstýrismaðurin skipar fyri og hevur ábyrgdina av almennu útgávuni av undirvísingarmiðlum til undirvísingarverkið.

 

§ 2. Endamálið við útgávuni er at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar, sum málsliga, námsfrøðiliga og fakliga eru í samsvari við regluverk og lesiætlanir í undirvísingarverkinum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir meginreglur fyri útgávuvirksemið.

 

§ 3. Almenna útgávan av undirvísingarmiðlum verður samskipað í stovni undir landinum.

 Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áleggja stovninum aðrar uppgávur, sum natúrliga eru knýttar at útgávuvirkseminum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann veita forløgum og einstaklingum stuðul til handrit til skúlabøkur og aðrar undirvísingarmiðlar.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um stuðulsveitingina sbrt. stk. 3.

 

§ 4. Landsstýrismaðurin setir eina skúlabókanevnd, sum gevur stjóranum ráð um útgávu av undirvísingarmiðlum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir 5 limir og 5 tiltakslimir fyri 4 ár. Landsstýrismaðurin velur ein lim og ein tiltakslim, landsstýrismaðurin tilnevnir 2 limir og 2 tiltakslimir eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag, 1 lim og 1 tiltakslim eftir tilmæli frá yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara og 1 lim og ein tiltakslim eftir tilmæli frá Lærarafelag Handilsskúlans og Føroya Tekniska Lærarafelag. Limurin sum landsstýrismaðurin velur, er formaður.

Stk. 3. Stjórin er skrivari hjá skúlabókanevndini.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemið hjá skúlabókanevndini.

 

§ 5. Landsstýrismaðurin setir og loysir stjóran úr starvi.

Stk. 2. Stjórin setir og loysir starvsfólk úr starvi.

Stk. 3. Stjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum ábyrgd av fyrisiting og rakstri stovnsins.

 

§ 6. Virksemið hjá stovninum verður fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini og inntøku frá sølu.

 

§ 7.  Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2005, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 36 frá 13. mai 1959 og kunngerð nr. 64 frá 22. august 1985  ”Reglugerð um útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari.”

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Løgtinglóg nr. 36 frá 13. mai 1959 við seinni broytingum um útgávu av skúlabókum skipar viðurskiftini viðvíkjandi almennari skúlabókaútgávu. Lógin hevur tríggjar greinir. Í § 1 er ásett, at ábyrgdin av útgávuni verður býtt millum landsstýrismannin og skúlabókanevndina. Í § 2 er ásett, at landsstýrismaðurin kann taka lán, um peningur ikki er tøkur til skúlabókaútgávuna. Henda grein hevur ikki verið brúkt, síðani lógin fekk gildi.  § 3 ásetir gildiskomuna.

 

Við heimild í lógini er ”Reglugerð um útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari” lýst sum kunngerð nr. 64 frá 22. august 1985. Skúlabókanevndin hevur sambært reglugerðini víðar heimildir at virka eftir. Hon hevur fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av játtanini til útgávuna av skúlabókum og kann m. a. seta fólk í starv.

 

Skúlabókanevnd og Skúlabókagrunnur

Reglugerð um útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari ásetir í § 3, hvussu ábyrgdarbýtið er millum landsstýrismannin og skúlabókanevndina. Skúlabókanevndin stýrir og hevur sambært § 3, stk. 1 nr. 2c m.a. ábyrgd av fíggjarligu viðurskiftunum hjá Skúlabókagrunninum. Høvuðsuppgávan hjá skúlabókanevndini er at skipa fyri viðgerðini av innkomnum handritum til skúlabøkur og  øðrum undirvísingartilfari og at skipa fyri sjálvari útgávuni.

 

Við broytingini í 1985 fekk skúlabókanevndin 5 limir, sum landsstýrið tilnevnir. Føroya Lærarafelag tilmælir tveir limir og Yrkisfelag studentaskúla- og HF lærara ein lim, meðan landsstýrið tilnevnir tveir limir.

 

Játtanin á løgtingsfíggjarlógini fer í Føroya Skúlabókagrunn. Skúlabókanevndin setir starvsfólk í Føroya Skúlabókagrunn at skipa fyri útgávu av skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari. Tað starvast sjey fólk á Føroya Skúlabókagrunni.

 

Í 2003 vóru inntøkurnar hjá Føroya Skúlabókagrunni frá søluni kr. 3.260.266,00 og í 2004 vóru inntøkurnar frá søluni kr. 3.397.361,00 Á Løgtingsfíggjarlógini var játtan Skúlabókagrunsins í 2004 kr. 4.515.000,00, og í 2005 er játtanin framvegis kr. 4.515.000,00.

 

Í 2003 gav Føroya Skúlabókagrunnur út 33 nýggjar útgávur og prentaði 24 útgávur uppaftur.

 

Í 2004 hevur Føroya Skúlabókagrunnur givið út 31 nýggjar útgávur og 14 uppafturprent.

 

Orsøkin til, at uppskotið verður lagt fram

Orsøkin til, at landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum viðger lógargrundarlagið hjá Føroya Skúlabókagrunni, eru viðmerkingar frá landsgrannskoðaranum. Í sambandi við grannskoðanina av roknskapinum fyri Føroya Skúlabókagrunn hevur landsgrannskoðarin fleiri ferðir síðan 1999 havt viðmerkingar, m.a.: ”40 ára gamla lógin tykist avoldað, og heimildin til at taka óavmarkað lán til skúlabókaútgávu er neyvan í samsvari vi𠧧 42 og 43 í stýrisskipanarlógini.” Landsgrannskoðarin vil hava greiðu á, um ætlanir eru at gera broytingar í lógum og reglum. Fleiri landsstýrismenn í mentamálum hava viðgjørt broytingar í lógargrundarlagnum, men av ymiskum orsøkum er málið ikki lagt fyri tingið. Uppskotið hevur ikki til endamáls at fremja umfatandi broytingar í verandi skipan, men heldur at fremja neyðugar broytingar, so at lógargrundarlagið er í samsvari við stýrisskipanarlógina.

 

Sambært uppskotinum verður m.a.:

 

      ábyrgdarbýtið millum landsstýrismannin, stjóran á stovninum og skúlabókanevndina broytt,  og

      ásetingarnar í grein 2 um heimild at taka lán verða strikaðar.

 

Samandráttur av lógaruppskotinum

Lógaruppskotið ásetir, at landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av og skipar fyri útgávu av undirvísingarmiðlum. Hetta merkir ikki, at landsstýrismaðurin hevur einkarætt til útgávu, men at landsstýrismaðurin innan ásettar karmar hevur skyldu til at útvega fjølbroytt føroyskt tilfar í hóskandi vavi. Útgávuvirksemið verður skipað í einum almennum stovni, og stjórin fær heimild at seta og loysa fólk úr starvi. Yvirskipaði útgávupolitikkur landsstýrisins verður tryggjaður á tann hátt, at landsstýrismaðurin ásetir meginreglur fyri virkseminum. Sambært § 3, stk. 3 kann landsstýrismaðurin veita einstaklingum og privatum forløgum stuðul til útgávu. Landsstýrismaðurin tilnevnir eina ráðgevandi skúlabókanevnd fyri 4 ár ísenn at ráðgeva stjóranum um útgávu­virksemið. Føroya Lærarafelag tilmælir tveir limir, Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara tilmælir ein lim og Lærarafelag Handilsskúlans og Føroya Tekniska Lærarafelag tilmæla ein lim. Landsstýrismaðurin velur fimta limin, sum er formaður. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um virksemi nevndarinnar.

 

Ummæli

Uppskotið um løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum verður sent til ummælis hjá feløgunum, sum skulu hava umboð í komandi skúlabókanevnd. Talan er um:

 

1.      Føroya Lærarafelag,

2.      Yrkisfelag Studentaskúla- og HF lærara,

3.      Føroya Tekniska Lærarafelag

4.      Lærarafelag Handilsskúlans

 

Innkomnu viðmerkingarnar verða lagdar hjá.   

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

a) Fíggjarligar avleiðingar

Lógaruppskotið viðførir, at bygnaðurin í Skúlabókagrunninum verður broyttur. Virksemið í komandi fíggjarári verður ikki økt orsakað av lógarbroytingunum. Skúlabókanevndin heldur fram við øðrum broyttum arbeiðsuppgávum. Stovnurin rindar framhaldandi útreiðslurnar hjá skúlabókanevndini. Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan ella kommunurnar. Starvsfólkini í Føroya Skúlabókagrunni verða sambært uppskotinum alment sett í framtíðini.

 

b) Umsitingarligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ongar øktar umsitingarligar avleiðingar. 

 

c) Fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna

Lógaruppskotið hevur ongar beinleiðis umsitingarligar ella fíggjarligar avleiðingar fyri onnur forløg. 

 

d) Avleiðingar fyri umhvørvið

Ongar avleiðingar eru fyri umhvørvið.

 

e) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Ongar avleiðingar fyri serstøk øki.

  

f) Avleiðingar fyri ávísar felagsskapir

Føroya Lærarafelag hevur øll árini havt ein virknan leiklut í  Føroya Skúlabókagrunni. Lógaruppskotið fer at skerja formligu ávirkanina hjá Føroya Lærarafelag og felag studentaskúla- og HF lærara.

 

g) Avleiðingar fyri millumtjóða sáttmálar

Ongar avleiðingar fyri millumtjóða sáttmálar

 

h) Avleiðingar í skema:

 

 

 

Fyri landið/lands
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

 Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

 Nei

Nei

Nei

Ja

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

 Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

 

  Nei

 

 

 

 

  

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Ad. § 1.

Heimildin er broytt í mun til galdandi lóg. Landsstýrismaðurin hevur nú høvuðsábyrgdina av øllum virkseminum, bæði viðvíkjandi útgávu og játtan. Talan er um at útvega undirvísingarmiðlar til alt undirvísingarverkið. Landsstýrismaðurin hevur ikki einkarætt til at útvega undirvísingarmiðlar. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av og skyldu til at útvega skúlaverkinum fjølbroytt undirvísingartilfar, sum tørvur er á. Tilfarið skal verða í samsvari við lógir, reglur og lesiætlanir sum eru galdandi í  undirvísingarverkinum.

 

Tað stendur annars øllum frítt fyri av egnum fyritakssemi at skipa fyri framleiðslu og sølu av undirvísingarmiðlum.

 

Ad. § 2.

Høvuðsdentur verður lagdur á at útvega undirvísingarverkinum undirvísingarmiðlar á føroyskum, í fyrstu syftu til fólkaskúlan og síðani til teir hægru skúlarnar. Tað hevur stóran týdning fyri føroyska samleikan, at børn og ung nýta føroyskar undir­vísingarmiðlar. Tað er eisini av stórum týdningi, at dygdin í føroysku undirvísingarmiðlunum ikki stendur aftanfyri útlendskar undirvísingarmiðlar, bæði tá ið talan er um námsfrøðiliga og fakliga innihaldið. Hugtakið undirvísingarmiðlar skal síggjast í breiðari merking, soleiðis at hugtakið eisini fevnir um telduforrit, sjónbond, filmar og annað tilfar.

 

Landsstýrismaðurin kann áseta meginreglur um virksemið, um prísáseting o.a. Hesar meginreglur kunnu vera av fíggjarligum ella útgávupolitiskum slagi. Sum dømi kann nevnast, at landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at flyta byrjanarundirvísingina í enskum niður í 3. flokk, ella ein nýggj lærugrein verður skipað. Í slíkum føri kann landsstýrismaðurin boða frá, at stovnurin skal raðfesta uppgávuna frammarlaga í sínum ætlanum. Hetta merkir tó ikki, at landsstýrismaðurin skal leggja seg út í einstøku útgávurnar.

 

Ad. § 3

Almenna útgávuvirksemið verður skipað í einum stovni undir landinum, har stjórin hevur ábyrgd mótvegis landsstýrismanninum. Stovnurin ber heiti Føroya Skúlabókagrunnur. Ein grund fyri at varðveita heitið er, at navnið hevur søguligar røtur, og at tað stendur á øllum útgávum hjá Føroya Skúlabókagrunni. Ætlanin er ikki at gera broytingar í heitinum, men landsstýrismaðurin kann tó við fyrisitingarligari avgerð broyta hetta.

 

Landsstýrismaðurin kann áleggja stovninum aðrar uppgávur. Um landsstýrismaðurin heldur, at tað eru aðrar almennar fyrisitingarligar uppgávur innan undirvísingarverkið, ið best kunnu verða røktar av hesum  stovni, kann hann flyta hesar uppgávur til stovnin.

Á løgtingsfíggjarlógini hevur landsstýrismaðurin heimild til at lata privatum forløgum og einstaklingum stuðul til skúlabókagerð. Henda heimild verður nú ásett sambært løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum.

 

Sambært § 3, stk. 4 hevur landsstýrismaðurin heimild at játta pening av kontuni skúlabókagerð á løgtingsfíggjarlógini sambært nærri reglum. Reglurnar skulu m.a. áseta mannagongdir í sambandi við umsóknir, hvussu samsýnt verður og býtið millum einstaklingar og privat forløg.

 

 Ad. § 4

Skúlabókanevndin skal ráðgeva stovninum m.a. í at meta um tørvin á undirvísingarmiðlum og í teimum málum, sum stjórin leggur fyri nevndina. Stjórin virkar sum skrivari hjá skúlabókanevndini. Formaðurin í nevndini fyrireikar fundirnar saman við stjóranum.

 

Í tilmælinum til landsstýrismannin skulu yrkisfeløgini halda seg til ásetingarnar í Javnstøðulógini.

 

Sambært § 4, stk. 4 ger landsstýrismaðurin nærri reglur um virksemið hjá skúlabókanevndini. Í reglunum verður m.a ásett fundarskipan, heimildir, val, og hvussu nevndin skipar seg. 

 

Ad. § 5.

Eftir galdandi lóg og reglum setir Skúlabókanevndin øll starvsfólk. Sambært uppskotinum setir landsstýrismaðurin stjóran. Stjórin setir síðani starvsfólk eftir reglunum í setanarpolitikki landsins. Støðan hjá stjóranum verður styrkt sambært lógaruppskotinum, tí hann fer at hava fyrisitingarligu ábyrgdina av øllum virkseminum mótvegis landsstýrismanninum. Starvsfólkini í Føroya Skúlabókagrunni halda fram í verandi størvum.

 

Ad. § 6.

Virksemið hjá Skúlabókagrunninum verður fíggjað á sama hátt sum áður. Í dag verða umleið 60% av útreiðslunum fíggjaðar við landskassastuðli, meðan sølan gevur umleið 40%. Føroysku kommunurnar keypa høvuðspartin av undirvísingarmiðlunum.

 

 Ad. § 7.

§ 7 ásetir, at galdandi reglur fara úr gildi, tá ið lógaruppskotið kemur í gildi 1. august 2005. 

 

Skjøl:             Skjal 1           Hoyringarskriv  Føroya Skúlabókagrunni

                      Skjal 2           -               -         Yrkisfelag Studentaskúla- og  HF-lærara

                      Skjal 3           -               -         Lærarafelag Handilsskúlans

                      Skjal 4           -               -         Føroya Lærarafelag

                      Skjal 5           -               -         Føroya Tekniska Lærarafelag   

 

1. viðgerð 29. mars 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 20. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4.  mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 29. mars 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 5., 12. og 19. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri forlagið Sprotin, umboð fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags og landsstýrismannin í mentamálum saman við leiðaranum á Skúlabókagrunninum.

 

Frá nevndini í Skúlabókagrunninum fekk nevndin skrivligar viðmerkingar til lógaruppskotið.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 27. apríl 2005. §§ 1 til og við 7 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð..

 

3. viðgerð 29. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 48 frá 09.05.2005