60  Uppskot til  løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um stuttar framhaldsútbúgvingar á yrkisskúlum

 

Kapittul 1

Endamál

 

§ 1. Landsstýrismaðurin góðkennir, at skipað verður fyri stuttum framhalds­útbúgvingum á yrkisskúlum, og hevur eftirlit við teimum.

Stk. 2. Útbúgvingar, sum landsstýris­maðurin góðkennir, sbrt. stk. 1, fara fram á vinnuskúla, sum er góðkendur sambært løgtingslóg um yrkisskúlar. 

Stk. 3. Góðkenning sbrt. stk. 1 kann verða tikin aftur, um grundarlag ikki er fyri einari ávísari útbúgving longur.

 

§ 2. Útbúgvingarnar skulu

a)      á einum ástøðiligum grundarlagi geva teimum lesandi neyðugar førleikar innan ymisk arbeiðsøki og

b)      nøkta tørvin á útbúgvingum og førleikum, ið vinnan hevur.

 

Kapittul 2

Upptøka og innihald í útbúgvingunum

 

§ 3. Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari hevur lokið eina miðnámsútbúgving.

Stk. 2. Viðkomandi yrkisroyndir kunnu eisini vera grundarlag undir upptøku til stakar lærugreinir í útbúgvingunum. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hesi viðurskifti.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um útbúgvingarnar, her í millum um upptøkukrøv, innihald, lestrarætlan, møtiskyldu, læraraførleika og dygdar­menningarskipan.

 

§ 4. Útbúgvingarnar verða skipaðar sum fulltíðarlestur ella sum stakgreinalestur.

Stk. 2. Sum fulltíðarlestur er útbúgvingartíðin vanliga ásett til í mesta lagi 2 ár. Landsstýrismaðurin kann tó góðkenna stuttar framhaldsútbúgvingar, ið kunnu vara upp til 2 ½ ár.

Stk. 3. Útbúgvingar, sum vara meira enn 2 ár, verða lagdar soleiðis til rættis, at tær kunnu gerast partur av miðallongum ella longum útbúgvingum eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

 

§ 5. Í útbúgvingartíðini skal skúlin vegleiða einstaka lesandi um lestrarteknikk eins og um vinnu- og lestrarmøguleikar aftaná lokna útbúgving.

 

Kapittul 3

Próvtøka

 

§ 6. Útbúgvingarnar enda við próvtøku, ið Mentamálaráðið stílar fyri í samstarvi við tann einstaka skúlan.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri próvtøku, her í millum um eftirmeting, próvtøkukrøv, próvdøming, próvtøl og próvdómaraførleika.

 

Kapittul 4

Námsfrøðilig leiðsla

 

§ 7. Skúlastjórin hevur ábyrgdina av, at útbúgvingar sambært hesi lóg verða framdar samsvarandi galdandi reglum.

Stk. 2. Skúlastjórin hevur ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum á skúlanum.

Stk. 3. Skúlastjórin heldur próvtøku og skrivar undir prógv.

Stk. 4. Skúlastjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi teimum lesandi, her í millum um upptøku.

 

Kapittul 5

Lærarar

 

§ 8. Lærari, ið undirvísir sambært hesi lóg, skal hava lokið útbúgving á kandidatstigi frá hægri lærustovni. Landsstýrismaðurin kann tó góðkenna, at onnur útbúgving umframt serfrøðingavitan, ið er fingin til vega gjøgnum yrkisliga eftirútbúgving og arbeiðsroyndir, gevur undirvísingarførleika.

Stk. 2. Lærari í føstum starvi skal í seinasta lagi 2 ár eftir setan hava staðið námsfrøðiliga útbúgving sbrt. reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um undirvísingarførleika í teimum einstøku útbúgvingunum, her í millum um viðkomandi útbúgving og møguligar verkligar royndir.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesi grein.

 

Kapittul 6

Fígging

 

§ 9. Landsstýrismaðurin útvegar yrkisskúla rakstrarstuðul til undir­vísingar­virksemi, ið er góðkent sambært § 1, áðrenn útbúgvingarnar verða bodnar út.

 

§ 10. Fyri fulltíðarlesandi er útbúgvingin ókeypis.

Stk. 2. Stakgreinalesandi rinda eitt undirvísingargjald fyri hvørja lærugrein sambært reglum, sum landstýrismaðurin ásetir.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjøld fyri stakgreinalesandi og sjálvlesandi í sambandi við próvtøku.

Stk. 4. Tey lesandi skulu sjálv útvega bøkur og annað undirvísingartilfar.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri ljóstøk o.a., ið verður nýtt í undirvísingini.

 

Kapittul 7

Kærur

 

§ 11. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum máli ella kæra um avgerð, tikin í sambandi við próvtøku, her í millum um áseting av próvtali, kann leggjast fyri landsstýrismannin.

Stk. 2. Kæra í námsfrøðiligum máli, verður skrivliga latin skúlastjóranum innan 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd tí lesandi. Skúlastjórin ummælir kæruna og gevur tí, ið kærir, møguleika fyri innan 7 dagar at gera viðmerkingar til ummæli skúlastjórans.  Málið verður sent landsstýrismanninum, saman við ummæli skúlastjórans og møguligum viðmerkingum frá kærara.

Stk. 3. Nærri reglur um kæru í sambandi við prótøku verða ásettar av landsstýrismanninum.

 

Kapittul 8

Ymsar ásetingar

 

§ 12. Landsstýrismaðurin kann góðkenna frávik frá reglunum í hesi lóg í sambandi við royndar- og menningarvirksemi.

Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki minka um møguleikarnar hjá teimum lesandi at nýta teirra útbúgving sum støði undir framhaldandi hægri lestri og heldur ikki um rættindi teirra í øðrum førum.

 

§ 13. Skúlin skal tryggja tey lesandi móti skaðum, sum tey kunnu vera fyri í undirvísingini, her í millum eisini í starvsvenjing.

 

Kapittul 9

Gildiskoma

 

§ 14. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Seinnu árini hava sonevndu yrkisakademiútbúgvingarnar tikið seg upp í Danmark, og  eru tær í dag ein týðandi partur av virkseminum á yrkisskúlunum. Talan er um útbúgvingar, ið byggja á lokna miðnámsútbúgving (bæði gymnasialar- og yrkisútbúgvingar), og sum geva beinleiðis vinnuførleika innan ymsar sergreinir, men tær kunnu eisini í ávísan mun góðskrivast sum partur av útbúgvingum á hægri lærustovnum. Tær flestu taka 2 ár, men í onkrum førum er útbúgvingartíðin 2½ ár. Endamálið við útbúgvingunum er at geva teimum lesandi øktan vinnuførleika og á tann hátt lyfta førleikastøðið í vinnulívinum.

 

Danska lógin fyri útbúgvingarnar er frá 1997 og er síðan broytt við jøvnum millumbilum, so hvørt sum útbúgvingarøkið er víðkað og samskipað. Í Føroyum hevur Føroya Handilsskúli havt teldustøðingaútbúgving í Tórshavn síðani 1998, har støði verður tikið í donsku datamatikaraútbúgvingini, sum er ein 2¼ ára yrkisakademiútbúgving. Væntandi verður hildið fram við hesi útbúgving, eisini aftaná at hon verður dagførd í hesum árinum. KT-vinnan mennist í hvørjum, og roknast má tí við, at tørvurin á útbúnum starvsfólki fer at standa við komandi árini. Í 2001 fór Tekniski Skúlin í Tórshavn undir framleiðslutøkningaútbúgving (“produktionsteknolog”). Eisini her verður støði tikið í danskari kunngerðFyrsti flokkurin var liðugur í 2003, og annar flokkurin er væl ávegis. Í august 2005 fer Tekniski Skúlin í Tórshavn væntandi undir byggitøkningaútbúgving, har støði somuleiðis verður tikið í danskari kunngerð.

 

Nýggja lógin er karmur um og heimildargrundarlag fyri ymsum yrkisrættaðum útbúgvingum aftaná lokna miðnámsútbúgving, og hon er sostatt eisini grundarlag fyri teimum stuttu framhaldsútbúgvingunum, sum handilsskúlin og tekniski skúlin longu eru farnir undir. Hon hevur ásetingar um m.a. upptøku til útbúgvingarnar, læraraførleika, próvtøkur og fígging.

 

Útbúgvingar eftir hesi lóg kunnu fara fram sum fulltíðarlestur ella sum stakgreinalestur. Sum stakgreinalesandi er tað møguligt hjá tí lesandi at varðveita sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, samstundis sum hann víðkar um førleikan hjá sær. Fyri fulltíðarlesandi er útbúgvingin ókeypis, meðan stakgreinalesandi rinda eitt undirvísingargjald fyri hvørja lærugrein. Landsstýrismaðurin útvegar yrkisskúlum rakstrarstuðul til undirvísingarvirksemi. Treytin fyri at verða tikin upp á eina stutta framhaldsútbúgving er, at umsøkjarin hevur lokið eina miðnámsútbúgving. Tær ymisku stuttu framhaldsútbúgvingarnar kunnu tó hava ymisk krøv um lokna miðnámsútbúgving. Lærarar, sum undirvísa á stuttu framhaldsútbúgvingunum, skulu hava lokið eina viðkomandi útbúgving á kandidatstigi. Somuleiðis skulu lærarar í føstum starvi taka námsfrøðiliga útbúgving. Bæði tá talan er um treytir fyri upptøku og um læraraførleika, verða nærri ásetingar gjørdar í kunngerð fyri hvørja útbúgving sær. Útbúgvingarnar enda allar við próvtøku, sum Mentamálaráðið skipar fyri í samstarvi við skúlarnar. Nærri reglur um próvtøku verða ásettar í próvtøkukunngerð.

 

Ummæli

 

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá

 

  1. Yrkisútbúgvingarráðnum

  2. Teknisku skúlunum

  3. Handilsskúlanum

  4. Føroya Handverkarafelagi

  5. Landsfelagi Handverkaranna

  6. Føroya Handverksmeistarafelagi

  7. Føroya Arbeiðsgevarafelagi

  8. S&K-felagnum

  9. Starvsmannafelagnum

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sent viðmerkingar inn. Sum heild verður tikið undir við lógaruppskotinum. Í tí uppskotinum, sum sent var til hoyringar, varð lagt út til yrkisútbúgvingarráðið at geva landsstýrismanninum tilmæli um m.a. nýggjar útbúgvingar og menning av útbúgvingunum. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur víst á, at Yrkisútbúgvingarráðið er sett við tí endamáli at taka sær av yrkisútbúgvingum. Samansetingin av ráðnum endurspeglar hesa uppgávu, og tí er samansetingin av ráðnum ikki tann rætta til at viðgera framhalds- ella hægri útbúgvingar. Tó verður tikið undir við sjónarmiðinum um, at eitt ráð gevur landsstýrismanninum tilmæli viðvíkjandi framhaldsútbúgvingum.

 

Ásetingin um Yrkisútbúgvingarráðið er strikað í mun til hoyringaruppskotið, og verður hesin partur viðgjørdur í sambandi við ætlaðar broytingar í lógini um yrkisútbúgvingar. Tørvurin á útbúgvingum má kannast nágreiniliga, áðrenn útbúgvingar verða settar á stovn. Tað er tí av stórum týdningi, at tann einstaki skúlin og vinnan samstarva við atliti at nøkta tørvin í vinnulívinum, tá ið farið verður undir útbúgvingarnar. Afturat samstarvinum millum vinnulív og skúlar eiga fyrilit at verða tikin fyri yvirskipaðum sjónarmiðum um førleikamenning.

 

Yrkisútbúgvingarráðið gevur landsstýrismanninum tilmæli í sambandi við yrkisútbúgvingar og yrkisskeið. Ætlanin er tí, at Yrkisútbúgvingarráðið ella onnur tilmælandi nevnd skal geva landsstýrismanninum tilmæli um m.a. útbúgvingartørv og menning av stuttum framhaldsútbúgvingum. Heimild verður givin fyri hesum í ætlaðu broytingunum í yrkisútbúgvingarlógini.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

  1. Lógin hevur ongar beinleiðis nýggjar, fíggjarligar avleiðingarnar fyri landið. Orsøkin er, at útbúgvingarnar longu eru byrjaðar, og lagt er upp fyri hesum í løgtingsfíggjarlógini. Lógin hevur ongar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

  1. Lógin hevur ongar eyka umsitingarligar avleiðingar í mun til verandi virksemi.

 

  1. Lógin hevur ongar fíggjarligar avleiðingarnar fyri vinnuna.

 

  1. Lógin hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

  1. Lógin hevur ongar serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

  1. Lógin hevur ongar sosialar avleiðingar, hvørki fyri samfelagsbólkar ella felagsskapir.

 

  1. Lógin hevur ikki í fyrstu atløgu ávirkan á møguligar millumtjóða sáttmálar, men av tí at tað verður kravt, at útbúgvingar kunna verða partur av miðallangum ella langum útbúgvingum, kunnu millumtjóða sáttmálar sum frálíður elva til ávísar tillagingar av lógini.

 

  1. Avleiðingar í talvu

 

 

 

Fyri landið/lands
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

 Nei

Nei 

 Nei

Nei 

 Nei

Umsitingarligar avleiðingar

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 Ja

 Nei

 Nei

 Nei

 Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1)

 

Landsstýrismaðurin góðkennir stuttar framhaldsútbúgvingar. Landsstýrismaðurin hevur ávísar eftirlitisuppgávur, sum verða nærri tilskilaðar í kunngerðum við heimild í hesi lóg. Hesar eru m.a. eftirlit við dygdarmenningarskipan og próvtøku.

 

Treytin fyri at fáa eina ávísa útbúgving góðkenda er m.a., at tørvur er á teimum førleikum, sum útbúgvingin gevur. Um vinnan ikki longur hevur tørv á teimum førleikum, sum ein ávís útbúgving gevur, ella onnur týðandi viðurskifti gera, at grundarlag ikki longur er fyri ávísu útbúgvingini, kann landsstýrismaðurin taka góðkenningina av útbúgvingini aftur.

 

Stuttar framhaldsútbúgvingar fara fram á skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent. Somuleiðis skal landsstýrismaðurin góðkenna eina stutta framhaldsútbúgving, áðrenn skúlin kann bjóða útbúgvingina út.

 

Til § 2)

 

Stuttar framhaldsútbúgvingar fara fram á skúla. Útbúgvingarnar geva teimum lesandi eitt ástøðiligt grundarlag innan ymisk yrki, og tær gera tey før fyri at røkja ávísar arbeiðsuppgávur, sum vinnan hevur tørv á.

 

Vinnuskúlar hava m.a. til endamáls at nøkta tørvin hjá vinnuni, tá ið ræður um fakligan førleika og almennan kunnleika. Yrkisútbúgvingarráðið ger tilmæli til lands­stýrismannin um útbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri arbeiðsmarknaðin. Á henda hátt verður tryggjað, at tær útbúgvingar, sum verða bodnar út, veruliga nøkta tørvin hjá vinnuni fyri útbúnari arbeiðsmegi.

 

Til § 3)

 

Fyri at verða tikin upp á stuttari framhaldsútbúgving, skulu tey lesandi hava lokið eina miðnámsútbúgving. Miðnámsútbúgvingar eru útbúgvingar, ið byggja oman á fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. flokk) ella víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans (10. flokk). Yrkisútbúgvingar, Støðisútbúgving innan tøkni og gymnasialar útbúgvingar eru  miðnámsútbúgvingar.

 

Í førum har ein umsøkjari hevur arbeitt innan eitt ávíst øki, ið hevur skyldskap við eina ávísa lærugrein, kunnu arbeiðsroyndir verða góðtiknar sum grundarlag fyri upptøku í ávísu lærugreinini, eisini um umsøkjarin ikki hevur lokið eina miðnámsútbúgving. Nærri reglur um hetta verða ásettar í kunngerð fyri hvørja útbúgving sær.

 

Lógin um stuttar framhaldsútbúgvingar er ein rammulóg, sum gevur heimildargrundarlag fyri nógvum ymiskum framhaldsútbúgvingum, og reglurnar fyri einstøku útbúgvingarnar verða tískil ymiskar. Tað verður mett rættast at gera nærri ásetingar um upptøkukrøv, innihald, læraraførleika og dygdarmenningarskipan fyri hvørja útbúgving ella hvønn útbúgvingarbólk sær. Dygdarmenningarskipan er nevnd í hesum høpi, av tí at skúlarnir í stóran mun hava ábyrgd av innihaldi og tilrættalegging av útbúgvingunum. Dygdarmenningarskipan er eitt innanhýsis stýringaramboð á skúlunum, ið skal tryggja dygd og gjøgnumskygni í útbúgvingunum.

 

Til § 4)

Stuttar framhaldsútbúgvingar kunnu vera fulltíðarlestur ella stakgreinalestur. Sum stakgreinalesandi er tað møguligt hjá tí lesandi at varðveita sítt arbeiði, samstundis sum útbúgvingin verður tikin. Lærugreinir, sum verða bodnar út sum stakgreinalestur, liggja tí ofta eftir vanliga arbeiðstíð.

Sum fulltíðarlestur tekur ein stutt framhaldsútbúgving vanliga tvey ár. Tó vara onkrar stuttar framhaldsútbúgvingar upp til 2 ½ ár, t.d. teldustøðingaútbúgvingin. Í slíkum førum skal útbúgvingin leggjast soleiðis til rættis, at hon kann gerast partur av eini miðallangari ella langari útbúgving, eitt nú á hægri lærustovni. Á henda hátt verður tíðarmissurin avmarkaður fyri tey, sum ynskja at halda fram í eini miðallangari ella langari útbúgving. Miðallangar útbúgvingar taka ímillum 2 og 4 ár, og langar útbúgvingar taka 5 ár ella meiri.

 

Til § 5)

Lesandi skulu hava útbúgvingar- og lestrarvegleiðing um útbúgvingina. Hetta fyri at tryggja, at tey hava valt røttu útbúgvingina, og at tey hava innlit í, hvussu útbúgvingin er skipað. Í útbúgvingartíðini skulu lesandi undirvísast í lestrarteknikki, so tey verða før fyri at leggja lesturin til rættis. Harumframt skulu tey vegleiðast um víðari útbúgvingar- og vinnumøguleikar eftir lokna útbúgving.

 

Til § 6)

Allar stuttar framhaldsútbúgvingar enda við próvtøku, og tey lesandi fáa prógv. Tað er Mentamálaráðið, sum saman við tí einstaka skúlanum skipar fyri próvtøkunum. Nærri reglur fyri próvtøku, ið taka støði í teimum serligu viðurskiftunum í útbúgvingunum, eitt nú at útbúgvingarnar í nógvum førum eru skipaðar við verkætlanararbeiði, verða ásettar í útbúgvingarkunngerðum og próvtøkukunngerð.

M.a verður í kunngerðunum ásett, hvussu tey lesandi verða eftirmett í undirvísingargongdini gjøgnum skúlaárið, hvørji krøv verða sett tí lesandi t.d. í sambandi við innlating av uppgávum, staðin skeið, uppmøting fyri at sleppa til próvtøku.

Eisini verða krøvini, ið sett verða skúlanum í sambandi við próvtøku, ásett í kunngerð. Hesi kunnu verða krøv til, hvussu ítøkiliga farast skal fram við t.d. munnligum og skrivligum próvtøkum og eftiransing í sambandi við skrivliga próvtøku.

Í sambandi við próvtøl finst ein próvtalskunngerð, sum er galdandi fyri allar vinnu- og miðnámsútbúgvingar. Henda kunngerð fer eisini at verða galdandi fyri stuttar framhaldsútbúgvingar.

Í sambandi við próvdøming kunnu ásetingar í kunngerð tilskila, hvørjar førleikar tann lesandi skal hava fyri at standa eina próvtøku, og hvat dentur verður lagdur á í sambandi við próvdøming og próvtalsáseting.

 

Til § 7)

Í lógini um yrkisskúlar stendur, at skúlastjórin hevur ta dagligu leiðsluna á skúlanum og skal ansa eftir

  1. at útbúgvingarnar verða framdar samsvarandi galdandi reglum

  2. at undirvísingarligu viðurskiftini á skúlanum eru í lagi

  3. at tann av stýrinum góðkenda rakstrarætlanin verður hildin

  4. at skúlans virksemi er samsvarandi avgerðum og ásetingum stýrisins

Skúlastjórin hevur evstu ábyrgd av próvtøkunum, og hann skal tryggja, at allar próvtøkur fara fram samsvarandi galdandi reglum. Skúlastjórin er heimilaður at skriva undir prógvini.

Somuleiðis er tað skúlastjórin, sum tekur allar avgerðir viðvíkjandi teimum lesandi, t.d. um upptøku, burturvísing og onnur agatiltøk.

 

Til § 8)

Lærari, sum undirvísir í ávísari útbúgving, skal hava lokið eina viðkomandi útbúgving á kandidatstigi ella lokið útbúgving á samsvarandi stigi, t.d. útbúgving á masterstigi uttan fyri Norðurlond. Tó kann landsstýrismaðurin góðkenna, at útbúgving á lægri stigi saman við viðkomandi serfrøðingavitan, sum er fingin við arbeiðsroyndum, eisini gevur undirvísingarførleika.

Lærari, sum undirvísir í stuttum framhaldsútbúgvingum, og sum er í føstum starvi, skal taka námsfrøðiliga útbúgving sbrt. teimum reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving finst. Námsfrøðiliga útbúgvingin inniheldur ein ástøðiligan og ein verkligan part, sum lærarin skal standa hvønn sær

Av tí at tað er ymiskt, hvør hægri útbúgving gevur undirvísingarførleika til ávísa stutta framhaldsútbúgving, verða nærri reglur um hetta ásettar í ymisku útbúgvingar­kunngerðunum.

Hugsast kann, at tað t.d. ikki er møguligt í øllum førum at geva øllum lærarum í føstum starvi námsfrøðiliga útbúgving í seinasta lagið tvey ár eftir, at teir eru settir í fast starv. Í slíkum føri má landsstýrismaðurin kunna víkja frá ásetingunum í hesi grein.

 

Til § 9)

Sama áseting sum í § 14 í lógini um yrkisskúlar. Har er ásett, at landsstýrismaðurin útvegar yrkisskúlum rakstrarstuðul til góðkent undirvísingarvirksemi. Talan er um stuðul, sum verður goldin til sjálva undirvísingina í yrkisskúlunum. Um ein partur av undirvísingarútreiðslunum verður fíggjaður av øðrum, verður stuðulin minkaður samsvarandi.

 

Til § 10)

Undirvísingin er ókeypis fyri tey, sum lesa fulla tíð. Fyri stakgreinalesandi ásetir skúlin sjálvur eitt gjald fyri hvørja lærugrein. Landsstýrismaðurin ger reglur um, hvussu gjaldið verður ásett.

Í sambandi við próvtøku sum stakgreinalesandi ella fjarlesandi ásetir landsstýrismaðurin nærri reglur um innskrivingargjald til próvtøku.

Lesandi í stuttum framhaldsútbúgvingum rinda sjálv fyri bøkur og annað undirvísingartilfar. Lesandi skulu rinda fyri ljóstøk o.a. sambært reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.

 

Til § 11)

Hetta er ein staðfesting av, at kært kann verða til landsstýrismannin. Stk. 2 er kærumannagongd í námsfrøðiligum málum. Talan er um vanliga kærumannagongd, sum eisini er galdandi fyri allar miðnámsútbúgvingar. Tað er umráðandi, at reglurnar um kæru eru einfaldar og greiðar.

Í sambandi við próvtøku verður gjørd próvtøkukunngerð, sum fer at innihalda nærri reglur í sambandi við kæru um próvtøku.

 

Til § 12) 

Í sambandi við royndar- og menningarvirksemi, kann landsstýrismaðurin góðkenna, at vikið verður frá ásetingunum í hesi lóg. Talan kann vera um eitt nú nýggjar lærugreinir, menning av nýggjum undirvísingarháttum ella menning av nýggjum próvtøkuháttum. Royndarvirksemi kann verða framt í sambandi við verandi útbúgvingar ella við komandi útbúgvingar. Um skipað verður fyri royndar- og menningarvirksemi, er tað umráðandi, at tílíkt virksemi ikki minkar um vinnu- og útbúgvingarmøguleikar hjá teimum lesandi. Royndar- og menningarvirksemi skal fara fram sambært eini greitt skipaðari ætlan, sum frammanundan skal góðkennast av landsstýrismanninum.

 

Til § 13)

Tað er av stórum týdningi, at einstaki lesandi er tryggjaður móti skaðum, sum hann kann verða fyri í skúla, í starvsvenjing, á vitjanum á virkjum, á námsferðum o.ø. Serliga tá hugsað verður um handverksøki, arbeiða tey lesandi við tungum maskinum og tólum, sum í ringasta fall kunnu elva til stórar skaðar. Skúlin hevur ábyrgd av at tryggja tann einstaka lesandi.

 

Til § 14)

Vanlig áseting um gildiskomu.

 

Skjøl:             Viðmerkingar frá Vinnuhúsinum.

 

1. viðgerð 29. mars 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 29. mars 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 5. og 12. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 27. apríl 2005. §§ 1 til og við 10 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 29. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 49 frá 09.05.2005