59  Uppskot til  løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um at byggja Fiskivinnuskúla í Vestmanna

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at fiskivinnuskúli verður bygdur í Vestmanna. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kunnu í mesta lagi vera 22 mió. kr.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við uppskotinum

Endamálið við uppskotinum er at heimila landsstýrismanninum at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna innan ásettan játtanarkarm í fíggjarlógini. Sambært ásetingum í játtanarskipan landsins skal serstakt lógaruppskot verða lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna yvir fleiri fíggjarár.

 

Útreiðslur landskassans í sambandi við at byggja fiskivinnuskúla eru ásettar við støði í kostnaðarmeting, sum varð gjørd á vári 2004, og eru byggiútreiðslurnar settar til í mesta lagi 22 mió. kr. Innan henda fíggjarkarm fær landsstýrismaðurin heimild at gera avtalur, sum hava útreiðslur við sær, sum røkka yvir fleiri fíggjarár, so tað m.a. ber til at gera langtíðarsáttmálar við arbeiðstakarar.

 

Lýsing av málinum

Fiskivinnuskúlin varð settur á stovn í august 1989. Tá vórðu eini sethús keypt og umbygd til skúlabrúks. Avmarkað gólvvídd, óhóskandi innrætting, lág loftshædd og tvørrandi frárensl gera, at húsini ikki eru egnað til undirvísingarendamál. Í 1990 leigaði skúlin eini grannahús og í 1994 eini hús afturat, og verða hesi bæði húsini eisini brúkt til undirvísing, hóast tey ikki hóska til endamálið. Leigumálini í tveimum av húsunum eru stuttfreistað, og skapar hetta ótryggleika fyri skúlan.

 

Útbúgvingarnar á Fiskivinnuskúlanum eru heimilaðar sambært løgtingslóg nr. 42 frá 26. mars 2002 Um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað og løgtingslóg nr. 62 frá 9. juni 1988 Um ávísar skúlar. Umframt støðisútbúgving innan fiskivinnu (SIF) og hægri útbúgving innan fiskivinnu (HIF) er eisini ein nýggj yrkisútbúgving innan fiskavirking- og alivinnu byrjað í 2002. Henda útbúgving hevur heimild í kunngerð nr. 68 frá 13. juni 2002.

 

Skúlamyndugleikin hevur í fleiri ár viðgjørt hølistrupulleikarnar hjá Fiskivinnuskúlanum. Roynt hevur verið at leiga størri og betur hóskandi høli og at keypa hús til skúlan, men royndirnar hava verið til fánýtis. Landsstýrismaðurin setti í juli 2002 ein arbeiðsbólk, sum skuldi finna eina loysn á hølistrupulleikunum. Bólkurin læt tilmæli úr hondum 22. januar 2003. Niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var, at egnaður bygningur ikki er til taks í Vestmanna, og at hølistrupulleikar skúlans einans kunnu loysast við at byggja nýggjan fiskivinnuskúla.

 

Um byggingina

Í sambandi við ætlanirnar um at byggja fiskivinnuskúla hevur Vestmanna Kommuna víst á 3 byggiøki. Ein arbeiðsbólkur, sum arbeiddi við hølisspurninginum, metti, at økið við ferjuleguna Inni á Fjørð var best hóskandi, tá atkomuviðurskifti, útbyggingarmøguleikar og byggilistarligir møguleikar fram við sjóvarmálanum verða havdir í huga.

 

Í november 2003 varð ein bygginevnd sett at fyrireika bygging av fiskivinnuskúla í Vestmanna.

Í juni 2004 varð arbeiðið at gera byggiskrá og disposisjónsuppskot til nýggja fiskivinnuskúlan boðið út. Avgjørt varð at heita á fyritøkuna MAP arkitektar at gera arbeiðið. Arkitektarnir eru farnir undir at gera byggiskrá og disposisjónsuppskot, har virkisøkini í skúlanum verða nærri útgreinað og raðfest. Tá ið hetta arbeiðið er liðugt, verður farið undir projektering og útbjóðing. Á fundi í Mentamálaráðnum 31. januar 2005 løgdu MAP arkitektar fram byggiskrá, sum bygginevndin fyribils góðkendi. Eftir ætlanini verður byggiskráin endaliga góðkend 7. februar 2005, og disposisjónsuppskotið lagt fyri bygginevndina 4. mars 2005.

 

Tíðarætlan

Hølistørvurin hjá Fiskivinnuskúlanum er so átrokandi, at arbeiðið eigur at verða liðugt so skjótt sum til ber. Nýggju hølini eiga helst at vera tøk til at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan 2007.

 

Tíðarætlanin er:

 

Apríl – december                     2005              Projektering

Januar                                      2006              Útbjóðing

Mars                                       2006              Arbeiðið verður gjørt

August                                     2007              Avhending

 

Hølini skulu hýsa umleið 100 næmingum, og gólvvíddin verður umleið 1318 m2.

 

Kostnaður

Útrokningarnar av arbeiðinum eru gjørdar við støði í prísleguni á vári 2004, og var fermetraprísurin tá mettur at vera 16.800 kr. fyri at byggja undirvísingarhølini, sum eru  til ástøðiliga undirvísing og 12.000 kr. fyri høllina, sum er til verkliga undirvísing. Fyrivarni má takast fyri príshækkingum í byggitíðini.

 

Skúlabygningur 1.186 m2                 19,9 mió. kr,-

Hallarbygningur   132 m2                   1,6 mió. kr,-

Uttanumøkið                                     0,5 mió. kr,-

 

Tilsamans                                        22,0 mió. kr,-

 

Í kostnaðin eru ikki íroknaðar útreiðslur til:

at keypa grundøki (Vestmanna Kommuna letur grundstykkið ókeypis)

at gera veg til grundøkið (Vegur er til økið)

at keypa leyst innbúgv, útgerð og framleiðsluútgerð og

MVG.

 

Samlaði kostnaðurin verður endurskoðaður í disposisjónsuppskotinum, projektuppskotinum og i forprojektinum fyri at tryggja, at útreiðslurnar halda seg innan íløgukarmin. 

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Í fíggjarárinum 2004 vórðu brúktar 184.631 kr. Í fíggjarlógini fyri 2005 eru 4,6 mió. kr. játtaðar. Fíggjarárini 2006 og 2007 eiga ávíkavist uml. 15 mió. kr. og  uml. 2,2 mió. kr. at verða játtaðar.

Vestmanna Kommuna hevur játtað at lata grundøkið til skúlan ókeypis.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Fyri nærumhvørvið hjá skúlanum hevur uppskotið positivar avleiðingar.

 
Yvirlit yvir avleiðingarnar:

 

 

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólk-ar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Ja

Nei

Nei

 

 

Hoyring

Vestmanna Kommuna er ávegis kunnað um gongdina í málinum, og hevur sýnt stóran áhuga fyri, at nýggjur fiskivinnuskúli verður bygdur í Vestmanna. Uppskotið hevur ikki verið til ummælis hjá Vestmanna Kommunu. 

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Í lógargreinini fær landsstýrismaðurin heimild til at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna, og í hesum sambandi verður ásett, at byggiútreiðslurnar í mesta lagi kunnu vera 22 mió. kr. Við í samlaðu upphæddini eru útreiðslur til forkanningar og projektering.

 

Til § 2:

Ongar serligar viðmerkingar.

 

1. viðgerð 17. mars 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 20. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. mars og  5., 12. og 19. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.

 

Nevndin er vitandi um, at miðnámsútbúgvingarnar verða endurskoðaðar í løtuni, harundir útbúgvingarnar á Fiskivinnuskúlanum, og heldur, at ein endurskoðan og dagføring av øllum miðnámsútbúgvingum eigur at koma fyri tingið sum skjótast.

 

Nevndin er samd um, at lógin skal vera í gildi eitt hálvt ár út um tíðarætlanina hjá landsstýrismanninum. Um henda tíðarætlan ikki heldur, eigur landsstýrismaðurin at koma aftur í Løgtingið at biðja um framhaldandi játtan. Løgtingið hevur fyrr samtykt skúlabyggingar uttan tíðarfreist, og hevur hetta víst seg ikki at vera serliga heppið. Sum dømi kann nevnast skúladeplarnir, sum vórðu samtyktir í 80´unum, har fortreytirnar eftirfylgjandi broyttust.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 2  verður sum 2. pkt. sett: “og fer úr gildi 1. januar 2008.”

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

2. viðgerð 27. apríl 2005. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 2 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 29. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 47 frá 09.05.2005