54  Uppskot til  løgtingslóg um serskúla

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um serskúla

 

Kapittul 1

Endamál, upptøka o.a.

§ 1. Landsstýrismaðurin skipar fyri, at sjálvstøðugur almennur serskúli verður settur á stovn.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við virksemi skúlans.

 

§ 2. Serskúlin skal undirvísa næming­um, sum ikki kunnu fáa nøktandi undirvísing í nærum­hvørvinum.

 

§ 3. Serskúlin undirvísir næmingum í fólkaskúlaaldri, tó kunnu næmingar halda fram við skúlagongdini til endan av tí skúlaári, teir fylla 18 ár.

Stk. 2. Serskúlin skal eftir avgerð landsstýrismansins eisini skipa fyri undirvísing fyri teimum 18-21 ára gomlu við serligum tørvi.  

Stk. 3. Eftir avgerð landsstýrismansins skipar serskúlin fyri serbarnagarði. Upptøka og læriætlan verður framd samsvarandi ásetingunum í § 4 stk. 2, 3 og 4 og § 5. 

 

§ 4. Áðrenn næmingur í fólkaskúlaaldri  verður tikin upp í serskúlan, skal hann vera innskrivaður í fólkaskúlan í tí kommunu, har hann er skrásettur.

Stk. 2. Innan upptøkuna skal kanning og sernámsfrøðilig frágreiðing gerast, sum lýsir næmingin, skúlaviðurskiftini í heimakommununi, og hví næmingurin ikki kann fáa nøktandi tilboð í nærum­hvørvinum. Sernámsdepilin skipar fyri kanningini og frágreiðingini.  

Stk. 3. Foreldur ella verji skulu hava møguleika at gera viðmerkingar til frágreiðingina.

Skt. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um kanningina og frágreiðingina sbrt. stk. 2 og kann víkja frá ásetingini í stk. 1.

 

Kapittul 2

Innihald o.a.

§ 5. Hugtakið undirvísing sambært hesi lóg skal fatast í víðastu merking.

Stk. 2. Innihaldið í undirvísingini hjá einstaka næminginum skal verða ásett í eini skrivligari næmingalagaðari læriætlan, ið tekur støði í fortreytum næmingsins.

Stk. 3. Læriætlanin, sbrt. stk. 2, skal gerast í samstarvi millum foreldur ella verja og lærarar næmingsins og soleiðis, at hon er liður í eini heildarlæriætlan fyri næmingin.

Stk. 4. Í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at næmingurin er byrjaður í skúlanum, skal læriætlanin verða liðug. Hon verður send foreldrum ella verja og  eftirmett saman við teimum 2 ferðir um árið.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um læriætlanina sbrt.  stk. 2-4.

 

§ 6. Næmingar í serskúlanum skulu hava sama tal av undirvísingartímum sum næmingar í fólkaskúlanum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera frávik frá ásetingini í stk. 1 í eini trý ára tillagingartíð.

Stk. 3. Skúlastjórin kann altíð í samráð við foreldrini ella verjan gera frávik frá ásetingini í stk. 1 í einstaklingamálum.

 

Kapittul 3

Setan og starvsviðurskifti

§ 7. Landsstýrismaðurin setir skúlastjóra.

Stk. 2. Skúlastjórin setir hini starvs­fólkini og hevur námsfrøðiligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virkseminum í skúlanum.

Stk. 3. Skúlastjórin tekur støðu til fakligu starvsfólkasamansetingina í skúlanum.

Stk. 4. Umboð fyri starvsfólkið og skúlastýrið, sbrt. § 9, skulu saman við stjóranum manna setanarnevnd, tá ið størv verða sett.

 

§ 8. Til serskúlan verður stovnað eitt námsfrøðiligt ráð at ráðgeva skúla­stjóranum. Limir í ráðnum eru øll tey samstarvsfólk, ið hava undirvísingar­ligar ella aðrar námsfrøðiligar uppgávur í skúlanum.

Stk. 2. Til serskúlan verður stovnað eitt foreldraráð.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger reglur eftir stk. 1 og 2 m.a. um val og fundarskipan.

 

Kapittul 4

Skúlastýri og upptøkunevnd

§ 9. Skúlastýri verður valt til serskúlan. Limir tess eru:

1)         2 umboð fyri kommunufelags­skapir

2)         3 foreldraumboð, ið skulu verða vald millum teirra, ið hava foreldramyndugleikan yvir teimum næmingum, sum eru innskrivaðir í skúlan

3)         1 umboð fyri samstarvsfólk skúlans

Stk. 2.  Eitt av foreldraumboðunum er formaður. Skúlastjórin er skrivari og hevur ikki atkvøðurætt.

Stk. 3. Skúlastýrið hevur heimild samsvarandi skúlastýrum fólkaskúlans, men landsstýrismaðurin kann víðka um hesar heimildir við kunngerð sbrt. stk. 4.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um skúlastýri, m.a. um val, fundarskipan og heimildir, og kann taka avgerðir í øllum ivamálum viðvíkjandi skúlastýrinum og virksemi tess.

 

§ 10. Ein upptøkunevnd, hvørs limir eru:

1)         Stjórin í Sernámsdeplinum, sum er formaður

2)         1 umboð fyri landsstýrismannin

3)         Stjórin í serskúlanum og

4)         1 umboð, ið kommunufelagsskapir velja

skipar í samsvari við ásetingarnar í § 4 fyri næmingaupptøku og upptøku á næminga­heimið, sbr. § 12, stk. 1. Upptøkunevndin ger tilmæli til landsstýrismannin um langtíðar upp­tøku­ætlan skúlans.

Stk. 2. Nevndin kann søkja sær serkøna hjálp í sambandi við upptøku næminganna. 1 starvsfólk umboðandi deildina í serskúlanum, har barnið skal ganga, luttekur í viðgerðini av upptøkumálinum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger reglur fyri virksemið hjá nevndini og kann áleggja henni aðrar uppgávur.

Stk. 4. Skúlastjórin kann í serligum føri taka einstakar næmingar upp.

 

Kapittul 5

Gjøld og næmingaheim

§ 11. Kommunustýrið skal gjalda fyri teir næmingar, sum ganga í serskúlanum og eru skrásettir í kommununi.

Stk. 2. Árliga skúlagjaldið, sbrt. stk. 1, er kr. 15.000,00 um árið og verður tann 1. august á hvørjum ári javnað við prosentvísu broytingini í miðal­prístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið frammanundan.

Stk. 3. Kommunustýrið, har næmingur er skrásettur, ber kostnaðin av næmingaflutninginum í og úr skúla, sbrt. reglunum um næmingaflutning í fólkaskúlalógini. 

Stk. 4. Foreldragjaldið fyri børn í serbarnagarði skal vera tað sama, sum foreldragjaldið er fyri børn í dagstovnum í tí kommunu, har barnið er skrásett.

 

§ 12. Heimilað verður serskúlanum at hava eitt næmingaheim fyri næmingar, sum ikki kunnu búgva heima. Heimið skal skipa fyri frítíðartilboðum til næmingarnar á heiminum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka  næmingaheimið av ella leggja tað til annan fyrisitingarligan myndugleika.

Stk.3. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um næmingaheimið.

 

Kapittul 6

Kærur og ígildissetan

§ 13. Avgerðir, sum skúlastýrið, upptøkunevndin ella skúlastjórin hava tikið, kunnu verða kærdar til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at heimildin eftir stk. 1 verður løgd til eina kærunevnd, hvørs avgerð er endalig.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um kæruviðurskiftini.

 

§ 14. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2006.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við uppskotinum er at skipa lógarkarm fyri serskúlan í Sernámsdeplinum. Landsstýrismaðurin í mentamálum er farin undir at fyrireika broytingar í sernámsfrøðiligu skipanini, og ætlanin er at leggja lóg um sernámsfrøði fyri tingið seinni. Framlagda lógaruppskotið er fyrsti  liður í endurskoðanini av skipanini.

 

Mentamálaráðið hevur síðani á vári 2004 arbeitt saman við Almanna- og heilsumálaráðnum við at fyrireika og fremja broytingar á sernámsfrøðiliga økinum. Til tess er neyðugt, at Almanna- og heilsumálaráðið og Mentamálaráðið samráðast um eina røð av grásonuøkjum, sum ávirka málsøkini hjá báðum ráðunum. Samráðingar skulu eisini verða við kommunurnar, sum eru ein týðandi partur í ætlaðu broytingunum. Samráðingarnar millum ráðini taka m.a. støði í teimum ábendingum, sum komu úr aðalorðaskiftinum á tingi í 2003, og frá áhugafeløgum hjá brekaðum fólki. Ynskini eru, at í eini skipan fyri børn við serligum tørvi skulu m. a. vera:

 

1.      Greiningarmiðstøð

2.      Heildarætlan fyri børn við breki

3.      Sertænastueindir kring landið, sum ráðgeva og samskipa virksemið úti í økjunum

4.      Lógarkarmar um serskúlan og Sernámsdepilin

 

Tað hevur stóran týdning fyri gongdina í ætlaðu skipanarbroytingunum, at løgtingslógaruppskotið um skipan av serskúla verður framt sum skjótast, tí tørvandi lógarkarmur fyri skúlan skapar ótryggleika í skipanini, millum starvsfólk og hjá foreldrum at børnum í skúlanum.

 

Ein av høvuðsatfinningunum móti galdandi skipan hevur verið, at verandi virksemi í skúlanum hevur ov veikar og óítøkiligar lógarheimildir í fólkaskúlalógini. Tí er høvuðsendamálið við hesum lógaruppskoti í fyrsta lagi at skipa virksemið hjá serskúlanum við lóg. Í øðrum lagi at áseta, at høvuðsvirksemi skúlans í framtíðini er at undirvísa børnum og ungfólki við serligum tørvi.

 

Ein avleiðing av uppskotinum er, at tað landsumfatandi virksemið, sum skúlin higartil hevur framt, verður flutt í Sernámsdepilin, sum í nýggjum líki skal vera sernámsfrøðiligur tænastudepil við fleiri tænastueindum kring landið. Virksemi skúlans verður í framtíðini ikki í sama mun sum higartil tengt at virkseminum í Sernámsdeplinum og fólkaskúlanum.

 

Um so er, at samráðingarnar við Almanna- og heilsumálaráðið hava við sær, at serbarnagarðurin í framtíðini skal verða undir skúlanum, so verður virksemið í serbarnagarðinum eisini skipað undir hesi lóg.

 

Virksemið í skúlanum

Skúlin á Trøðni var í 1969 skipaður sum sjálvsognarstovnur, men var hesin í 1989 tikin av aftur, og skúlin var lagdur undir Landsskúlafyrisitingina. Í 1991 flutti Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin av Landsskúlafyrisitingini út á Skúlan á Trøðni og fekk samstundis saman við leiðslu skúlans rætt til at gera av, hvørjir næmingar kundu ganga í skúlanum.

 

Í 1997 var alt sernámsfrøðiliga virksemið skipað saman í eina eind, í tann sokallaða Sernámsdepilin. Henda eind fevndi um alt sernámsfrøðiligt virksemi hjá undirvísingarverkinum, og øll fyrisiting og ráðgeving í landinum varð løgd saman við virkseminum í Skúlanum á Trøðni.

 

Skúlin á Trøðni, núverandi skúlaeind Sernámsdepilsins, hevur um hendi sera ymiskt virksemi. Í løtuni eru 41 næmingar innskrivaðir í skúlan, og 4 fjølbrekað børn undir skúlaaldur eru somuleiðis ein partur av skúlans arbeiði. Tey ganga í B-lonini saman við einum fjølbrekaðum skúlanæmingi. Í barnagarðinum ganga 4 onnur fjølbrekað børn fast, umframt 7 børn, ið koma í samskiftisbólk 3 ferðir um vikuna. Í 2004 komu 62 børn í barnagarðin at verða eygleidd og kannað.

 

Í skúlanum í Sernámsdeplinum starvast 22 lærarar, sum samsvara við 15,5 lærarar fulla tíð, 4½ pedagogar í barnagarðinum, 2 fysioterapeutar, 3 talilærarar, sum samsvara við 2 fulltíðarstørv, 1 húsavørður, 4 reingerðarfólk, 3 fulltíðar skrivstovufólk, 1 bókhaldari og 1 bilførari. 

 

6 pedagogar og eitt hjálparfólk á næmingaheiminum eru somuleiðis knýtt at hesum partinum av virkseminum. Húsavørður, skrivstovufólk, reingerðarfólk og bókhaldarin arbeiða eisini í sernámsdepilspartinum.

 

Í Sernámsdeplinum eru 6 lonir, ið allar fyrr vórðu nýttar til skúlavirksemi. Í einari av lonunum húsast nú leiðslan og tey, ið varða av serundirvísing fólkaskúlans.


Grundgevingar fyri lógaruppskotinum

Skúlin hevur upprunaliga havt eina røð av sernámsfrøðiligum funksjónum, sum hava fevnt um alt landið. Sambært lógaruppskotinum skal høvuðsuppgávan hjá serskúlanum í framtíðini vera at taka sær av børnum við heilt serligum tørvi. Hetta eru børn, sum fólkaskúlin ikki hevur møguleika at taka sær av. Seinastu árini hava sýnt, at hugsjónin um, at serskúlin og Sernámsfrøðiliga Ráðgevingin við øllum hennara uppgávum skuldu samskipast í eina vælvirkandi sernámsfrøðiliga eind, hevur ongantíð eydnast. Næmingar í serskúlanum hava tørv á undirvísing og viðgerð undir friðarligum og skipaðum viðurskiftum. Hetta gerst best í einum skúla, sum ikki hevur aðrar størri uppgávur. Heldur ikki er hóskandi, at starvsfólk, sum taka sær av næmingum við stórum sernámsfrøðiligum tørvi, skulu hava eina røð av øðrum ráðgevara- og kanningaruppgávum, sum taka teirra orku  burtur frá næmingunum.

 

Sernámsdepilin hevur skyldu at veita tænastu til alt landið, og tað er hesa uppgávu Sernámsdepilin skal royna at greiða eftir besta førimuni. Einki fordømi er úr øðrum londum, har ein serskúli er ein integreraður partur av eini landsumfatandi sernámsfrøðiligari ráðgevingarskipan.

 

Sambært uppskotinum verður skúlin stovnsettur sum serskúli 1. januar 2006. Allar funksjónir, sum kunnu skipast sum ráðgevarafunksjónir ella tænastur fyri alt landið, skulu skipast sum størv í  Sernámsdeplinum. 

 

Leiklutur serskúlans í framtíðini

Sambært sernámsfrøðiligu ætlanunum skulu næmingar kring landið í størst møguligan mun verða undirvístir í nærumhvørvinum. Um hetta ikki ber til, kunnu serflokkar ella serdeildir verða skipaðar í vanliga fólkaskúlanum, har næmingar úr fleiri kommunum kunnu ganga. Tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina av at skipa fyri undirvísing fyri øllum børnum, eisini teimum við serligum tørvi. Spurningurin, um tað er rætt at varðveita ein almennan serskúla í landinum, hevur verið umrøddur. Tað er nógv, sum talar fyri, at gongdin í Føroyum eins og í grannalondunum er, at ein væl útbygd kommunal skipan við tíðini fer at minka um tørvin á einum almennum serskúla. Kortini fer framhaldandi at verða tørvur á einum serskúla mong ár fram í tíðina.

 

Tað er uppgávan hjá landsstýrismanninum at gera eina skipan, sum í mun til politiska viljan kann stýra gongdini í integrasjónspolitikkinum í framtíðini. Hetta kann bara verða gjørt við at samstarva við kommunurnar um serskúlaeindir í fólkaskúlum kring landið og við samstundis at stýra næmingaupptøkuni til serskúlan á Frælsinum. Ein fyritreyt fyri at fáa eina vælvirkandi heildarskipan er, at tað er landsstýrismaðurin, sum stýrir upptøkuni í skúlan. Landsstýrismaðurin skal gera aðalreglur um, hvørjir næmingar kunnu takast upp í serskúlan, soleiðis at einstøku fólkaskúlarnir og kommunurnar vita, hvat er at halda seg til í sambandi við upptøku.

 

Gjald fyri næmingar

Sambært uppskotinum skulu kommunur gjalda fyri teir næmingar, sum ganga í serskúlanum og eru skrásettir í kommununi. Hetta er sama skipan, sum er galdandi, tá ið kommunur senda næmingar í aðra kommunu at ganga í skúla. Við hesi áseting verður staðfest, at einstaka kommunustýrið hevur medábyrgd av skúlagongdini hjá øllum børnum í kommununi, eisini teimum sum hava tørv á serligum hølisviðurskiftum í sambandi við undirvísingina. Ein av grundgevingunum fyri at áseta gjald er, at tær kommunur, sum nýta serskúlan, eiga at gjalda ein part av útreiðslunum í sambandi við undirvísingina. Í nógvum førum eru næmingarnir í serskúlanum ikki verri fyri enn aðrir næmingar við serligum tørvi, sum ganga í skúla í nærumhvørvinum. Orsøkirnar til, at teir eru í serskúla, kunnu verða hølistrupulleikar í heimaskúlanum ella í skúlunum í nærumhvørvinum, trupulleikar í heiminum, vantandi hugburður ella ov fáir sertímar í skúlanum. Næmingagjaldið kann vera við til at eggja kommunum at byggja út serhøli í nærumhvørvinum til teir veikastu næmingarnar. Kommunustýrið eigur sum skúlamyndugleiki á staðnum at hava ein týðandi leiklut í skúlatilgongdini hjá øllum næmingum. 

 

Foreldur vilja sum høvuðsreglu hava undirvísingarmøguleikar so nær heiminum sum gjørligt, og hetta hevur havt við sær, at kommunur, sum liggja langt burtur frá serskúlanum, í nógvum førum hava útbygt serhøli til tey veikastu. Hetta hevur m.a havt við sær, at næmingar úr fleiri økjum í Føroyum t.d. Norðoyggjum og Eysturoy eru undirumboðaðir í serskúlanum í mun til fólkatalið í hesum økjum.  Kommunurnar hava nógva staðni í landinum gjørt eitt megnar arbeiði fyri at skapa hølisviðurskifti fyri næmingar við serligum tørvi, og hetta arbeiðið fer uttan iva at halda fram komandi árini. Teir næmingar, sum verða tiknir upp í serskúlan, skulu innskrivast í fólkaskúlan á staðnum, og kommunurnar eru tí sum ábyrgdarar av skúlahølunum og við síni umboðan í skúlastýrum fólkaskúlans við til óbeinleiðis at gera av, hvørjir næmingar fara í serskúlan.

 

Serskúlin er landsskúli, og næmingagjaldið er eitt nýtslugjald hjá teimum kommunum, sum nýta skúlan. Tað er ikki óvanligt í øðrum londum, at kommunur gjalda fyri næmingar, sum ganga í almennum serskúla ella stovni. Í mun til rakstrarútreiðslurnar hjá skúlanum fyri hvønn næming, og tá eru lønir undantiknar, er næmingagjaldið fyri hvønn næming lágt sett. Skúlin hevur fleiri sertól til venjing og undirvísing enn vanligir fólkaskúlar.

 

Gjaldið fyri hvønn næming er í lógaruppskotinum sett til kr. 15.000,00 um árið. Henda upphædd skal prístalsviðgerast eftir ávísum reglum ásettar í lógini. Upphæddin er ikki ásett við rakstrartølum serskúlans ella kommunalum rakstrartølum sum grundarlagi, men út frá tí sjónarmiði, at upphæddin skal verða á umleið sama støði, sum næmingagjaldið er millum kommunur.

 

Sambært lógaruppskotinum skulu kommunurnar vera umboðaðar í upptøkunevndini og í skúlastýrinum í serskúlanum. Á henda hátt kunnu tær gera sína ávirkan galdandi í skúlanum og í upptøkunevndini, sum m.a. skal áseta mannagongdir í sambandi við upptøku og framtíðar leiklut skúlans í heildarskúlaskipanini í landinum.

 

Sambært uppskotinum skulu foreldur at børnum í serbarnagarðinum á sama hátt sum onnur foreldur gjalda fyri børn undir skúlaaldur. Foreldragjaldið verður ásett til somu upphædd, sum foreldur gjalda í kommunalum dagstovnum í tí kommunu, har foreldrini eru skrásett. Serbarnagarðurin skal eftir eitt tillagingartíðarskeið hava somu upplatingartíðir sum aðrir dagstovnar, soleiðis at tað slepst undan, at børnini skifta frá einum stovni til annan.

 

Innihaldið í lógaruppskotinum                                                                

Sambært lógaruppskotinum verður skúlin skipaður sum almennur serskúli við egnari játtan á fíggjarlógini. Skúlin skal undirvísa næmingum í skúlaaldri, men kann lata næmingar halda fram, til teir eru 18 ára gamlir. Eisini eru møguleikar fyri, at skúlin kann undirvísa børnum undir skúlaaldri og bólkum av fólki millum 18 - 21 ár. Undirvísingarhugtakið verður í uppskotinum víðkað til at fata um øll tiltøk fyri børn.

 

Ein nevnd, umboðandi kommunurnar og landsstýrismannin, stjóran í Sernámsdeplinum, fakfólk frá skúlanum og skúlastjóran í serskúlanum, stýrir upptøkuni av næmingum. Eitt skúlastýri verður skipað við skúlan. Í skúlastýrinum eru umboð fyri foreldur, kommunufelagsskapir og starvsfólk. Høvuðsásetingin er, at heimildin hjá skúlastýrinum verður tann sama sum hjá skúlastýrum fólkaskúlans, men landsstýrismaðurin kann víðka um heimildina hjá skúlastýrinum við fyrisitingarligari avgerð. Kommunustýrini skulu gjalda næmingagjald og næmingaflutning fyri næmingar, ið eru skrásettir í egnari kommunu.   

 

Kap. 2. Avleiðingar

 

  1. Fíggjarligar avleiðingar

Í fíggjarlógini er játtanin til sernámsfrøði býtt sundur í tvær undirkontur. 7.23.2.02.20 fatar um virksemið í Sernámsdeplinum, her er íroknað virksemið hjá serskúlanum. Konta 7.23.2.02.21 fatar um virksemið í fólkaskúlanum. 

 

Í galdandi fíggjarlóg (2005) eru settar kr. 19.273.000,00 av til samlaða virksemið hjá Sernámsdeplinum og serskúlanum. Virksemið í serskúlanum og annað virksemi í Sernámsdeplinum er á nógvum økjum so samantvinnað fíggjarliga, at ein nærri útgreining er neyðug fyri at áseta ítøkilig tøl fyri, hvussu stór samlaða játtanin til skúlan skal verða eftir 1. januar 2006, og hvussu stór játtanin til virksemið í Sernámsdeplinum skal verða. Mentamálaráðið er farið undir at greina hesi viðurskifti nærri saman við leiðslu og starvsfólki í Sernámsdeplinum, og hetta arbeiði verður liðugt, so at tað kann koma á fíggjarlógina fyri 2006.

 

Nøkur størv undir skúlapartinum verða eftir ætlan flutt í Sernámsdepilspartin, meðan aðrar rakstrarútreiðslur skulu flytast úr Sernámsdepilspartinum til skúlapartin.

 

Tað eru ongar ætlanir um at økja um talið av næmingum í skúlanum ella gera størri íløgur í bygningar í sambandi við lógaruppskotið. Broytingar skulu gerast í fyrisitingarligu skipanina og helst smærri broytingar í fysisku rammunum, tí talan verður um tvær løgfrøðiligar eindir eftir 1. januar 2006, sum hóast nógv samstarv eiga at vera atskildar fyrisitingarliga og helst í ávísan mun eisini fysiskt. Umframt hetta skulu nakrar íløgur eisini gerast í nýggjan telduútbúnað og skrivstovuútgerð. Tað er ikki møguligt at gera eina útgreinaða kostnaðarætlan fyri hesar broytingar í dag, men tær eiga at koma við í fíggjarlógina fyri 2006 og møguliga eisini í 2007.

 

  1. Fyrisitingarligar avleiðingar

Serskúlin fær frá 1. januar 2006 sjálvur ábyrgd av eini røð av viðurskiftum m.a. starvsfólkum, næminga- og foreldraviðurskiftum og fíggjarligum viðurskiftum. Hetta gevur minni arbeiðsbyrðu í Sernámsdeplinum. Í sambandi við fyrireikingina til stovnanina verða, við broyttu fyrisitingarligu avleiðingunum í huga, gjørdar broytingar í starvsfólkaviðurskiftunum millum skúla og Sernámsdepil.

 

  1. Umhvørvisligar avleiðingar

Ongar

 

d. Avleiðingar í skema:

 

 

Fyri landið/lands
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

 Ja

Ja

Ja

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

 Ja

Ja

Ja

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

 Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

  

  Ja

 

 

 

Uppskotið er sent til hoyringar hjá:

  1. Føroya Kommunufelag

  2. Kommunusamskipan Føroya

  3. Innlendismálaráðnum, Kommunudeildini

  4. Almanna- og heilsumálaráðnum

  5. Føroya Lærarafelag

  6. Sernámsdeplinum

  7. Foreldrafelagnum

  8. MBF

  9. Føroya Pedagogfelag

  10. Magistarafelagnum

  11. Fysioterapeutfelagnum

 

Tá ið hoyringarfreistin var farin, vóru viðmerkingar komnar frá Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Almanna- og heilsumálaráðnum, Føroya Lærarafelag, Sernámsdeplinum, Foreldrafelagnum og MBF. Viðmerkingarnar verða lagdar við sum fylgiskjøl. Samanumtikið taka hoyringarpartarnir væl undir við uppskotinum. Nakrar broytingar eru gjørdar í upprunaliga uppskotinum eftir tilmæli frá hoyringarpørtunum.   

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1.

Serskúlin verður sambært uppskotinum settur á stovn 1. januar 2006 sum sjálvstøðugur almennur serskúli. Fyrisitingarliga verður hann beinleiðis undir landsstýrismanninum. Landsstýris­maðurin kann lata ein ávísan part av eftirlitinum til Sernámsdepilin. Talan kann verða um eftirlit við einum parti av sernámsfrøðiliga virkseminum á sama hátt, sum Sernámsdepilin hevur eftirlit við líknandi virksemi í fólkaskúlunum. Serskúlin og Sernámsdepilin eru undir somu lon og fara framhaldandi at hava tætt samstarv um eina røð av námsfrøðiligum og praktiskum viðurskiftum. Fíggjarliga verða skúlin og Sernámsdepilin atskildir.

 

Til § 2

Nøkur børn eru so førleikatarnað, at hvørki fólkaskúlin, ið barnið hoyrir til, ella aðrir skúlar í økinum kunnu geva nøktandi undirvísing. Orsøkin kann vera vánaligar hølisumstøður, ella at fakfólk ikki eru til taks at nøkta tann tørv, einstaki næmingurin hevur. Tað er ikki møguligt at áseta ítøkiliga í lógina, hvørjir bólkar av børnum við breki eiga at ganga í skúlanum. Upptøkunevndin sbrt. § 10 skal javnan viðgera upptøkutreytirnar og áseta almennar reglur hesum viðvíkjandi. Miðast skal ímóti, at flest møgulig børn við serligum tørvi verða undirvíst í fólkaskúlanum á staðnum ella í nærumhvørvinum.

 

Til § 3

Sambært § 3, stk. 2 kann landsstýrismaðurin lata skúlan skipa fyri víðkaðum skúlatiltøkum. Undir hesa áseting kunnu skipast skúlatilboð í smærri eindum sum t.d. verkætlanir, arbeiðstilboð og miðnámsskúlatilboð fyri 18-21 ára gomul. Tað er landsstýrismaðurin, sum eftir umsókn frá skúlanum, í hvørjum einstøkum føri  tekur avgerð um, hvørji tilboð skulu skipast.

 

Sambært ásetingini í § 3, stk. 3 í lógaruppskotinum kann landsstýrismaðurin lata børn undir skúlaaldur ganga í serskúla. Hugtakið undirvísing skal í lógini fatast í víðastu merking, og virksemið í einum serbarnagarði kemur eisini undir undirvísingarhugtakið í lógini. Almanna- og heilsumálaráðið umsitur málsøki børn undir skúlaaldur, og tað er tí landsstýrismaðurin í hesum ráðnum, sum skal taka avgerð, um serbarnagarðurin skal halda fram, eftir at lógin er komin í gildi. Almanna- og heilsumálaráðið og Mentamálaráðið samráðast í løtuni um framtíðina hjá málsøkinum. Um so er, at málsøkið verður flutt til Mentamálaráðið, verður heimild sbrt. § 3, stk. 3 flutt til landsstýrismannin í mentamálum. Børn undir skúlaaldur kunnu eftir landsstýrismansins avgerð innskrivast í serbarnagarðin, ið er knýttur at skúlanum, um tey ikki kunnu fáa eitt nøktandi dagstovnatilboð í nærumhvørvinum. 

 

Til § 4

Kommunustýrið hevur sbrt. § 26 í fólkaskúlalógini skyldu til at skipa so fyri, at øll børn í kommununi fáa undirvísing í øki skúlamyndugleikans, og at høli eru tøk til hesa undirvísing. Eisini næmingar við serligum tørvi eiga at verða innskrivaðir í ein kommunalan skúla. Hetta vil geva foreldrum, skúla, skúlastýri og kommunustýri møguleika at taka støðu til skúlaspurningin hjá øllum næmingum við grundarlagi í teimum kanningum, sum eru gjørdar. Kanningarnar og útgreiningarnar skulu samskipast av Sernámsdeplinum og kunnu gerast av dagstovnum, skúla, greiningar­miðstøðini, tænastueindini, læknum, heilsusystrum o.ø.

 

Skúlin skal lýsa, hvørji skúlaviðurskifti eru til henda ávísa næmingin, og vísa á, hví viðkomandi ikki kann koma í skúla í nærumhvørvinum. Málið skal viðgerast á felags fundi millum foreldur, skúlaleiðslu og fakfólk á staðnum, og grundgevingar skulu gerast í sambandi við  niðurstøðurnar.

 

Tað skal stórur dentur leggjast á foreldranna hugsan, og tað eru tey, sum í seinasta enda taka avgerð um at flyta  barnið í serskúla.

 

Skúlastjórin í serskúlanum kann gera undantak í sambandi við upptøkuna. Her verður serliga hugsað um næmingar, sum frammanundan eru meldaðir inn í serbarnagarðin, og sum eru kannaðir frammanundan. Um so er, at teir halda fram í serskúlanum, er ikki altíð neyðugt, at teir verða innskrivaðir í fólkaskúlan. Hóast hetta skal ein frágreiðing verða gjørd, so støða kann verða tikin til, um teir møguliga kunnu fara í ein av kommunalu skúlunum í nærumhvørvinum.

 

Til § 5

Í einum víðkaðum  undirvísingarhugtaki kann innihaldið vera fjølbroytt. Talan kann t.d. vera um undirvísing, venjing, røkt, ansing, viðgerð og sernámsfrøðiligan stuðul. Lógarásetingin um undirvísing skal tí skiljast í víðastu merking. Henda undirvísing kann verða framd av ymiskum fakbólkum, og tað er skúlastjórin, sum ger av, hvørjum fakfólki tørvur er á.

Høvuðssjónarmiðið er, at øll kunnu læra okkurt. Tað er umráðandi at finna fram til tað, næmingurin megnar, og at læra hann at nýta teir førleikar, hann hevur. Næmingar eiga at verða undirvístir í hóskandi bólkum, í heilt serligum føri kann talan vera um einstaklingaundirvísing.

 

Sambært stk. 2 skal undirvísingin taka støði í einari næmingalagaðari læriætlan. Eitt barn við breki ella førleikatarni er eitt barn, sum hevur íbornar møguleikar fyri menning. Hesir møguleikar skulu finnast og gerast ítøkiligir í læriætlanini, sum lærarar, pedagogar og onnur starvsfólk í felag skulu gera. Foreldur og starvsfólk skulu saman finna fram møguleikar hjá tí einstaka næminginum og skipa so fyri, at næmingurin kann brúka sínar kreftir til at læra og mennast, uttan ov ofta at verða mintur á vantandi førleikar.

 

Ein partur av læriætlanini verður praktiskar uppgávur, tí næmingar við breki ella førleikatarni mugu hava meira hjálp enn onnur og brúka longri tíð til at læra vanliga gerandislívið, sum t.d. at eta, lata seg í og úr, reinføri og at fara á wc. Læriætlanin skal eisini hava spæl og samveru við hinar næmingarnar á skránni. Foreldrini at næminginum skulu takast við uppá ráð, tá ið læriætlanin verður gjørd, og tað skal vera ein heildarlæriætlan, t.v.s. at starvsfólk næmingsins skulu gera læriætlanina í felag.

 

Sambært stk. 4 skal læriætlanin verða liðug 2 mánaðir eftir, at næmingurin er komin í skúlan. Læriætlanin er eitt formligt skjal, sum skal skipast soleiðis, at foreldrini fáa eina meting av støðu barnsins, hvussu gongdin hevur verið farna hálva árið, undirvísingartiltøk fyri framman og mál fyri undirvísingina komandi hálva árið. Læriætlanin skal vera eitt amboð hjá foreldrum og lærarum.

 

Til § 6

Tað er ásett í fólkaskúlalógini, hvussu nógvar tímar hvørt einstakt barn skal hava í hvørjum flokki og samanlagt øll skúlaárini. Øll børn skulu hava javnrættindi til sama tímatal uttan mun til brek. Tað hevur verið siðvenja at minka um tímatalið hjá børnum við serligum tørvi. Rættindini hjá hesum børnum kunnu verða sett til viks, um tímatalið av fíggjarligum orsøkum verður minkað, og tí verður tað í uppskotinum ásett, at børn í serskúlanum skulu hava sama tímatal sum børn í fólkaskúlanum. Tað er ikki møguligt við verandi játtan at økja tímatalið til tað, tað eigur at vera eftir einum ári, og tí verður skotið upp, at hetta verður gjørt eftir trimum árum. Hetta gevur skúlanum ta neyðugu tíðina til at umskipa undirvísingina og politiska myndugleikanum tíð at fyrireika neyðugu játtanina.

 

Sambært stk. 3 kann í serligum føri t.d. orsakað av sjúku víkjast frá tímatalinum. Um næmingurin hevur eitthvørt arbeiði,  kann skúlastjórin eisini mæla til lækka tímatal.

 

Til § 7

Í samsvari við at skúlin nú er sjálvstøðugur almennur skúli, vera øll ábyrgdarviðurskifti viðvíkjandi setan, fíggjar-, fyrisitingar- og námsfrøðiligum viðurskiftum løgd til skúlastjóran. Skúlastjórin fær ábyrgd av øllum setanum í skúlanum og skal saman við umboðum úr skúlastýrinum og starvsfólki hava setanarsamrøður og gera tilmæli um setan. Skúlin eigur sum aðrir landsstovnar at fylgja almenna starvsfólkapolitikkinum og almennu reglunum um setan og uppsøgn. Skúlin hevur eina røð av umsorganar- og viðgerðaruppgávum og skal seta fólk í størv, sum eru útbúgvin til hesar uppgávur. Hugtakið ”undirvísing” skal tulkast í víðastu merking sbrt. § 5, stk. 1, og hetta merkir tí eisini, at fólk í ymiskum fakbólkum kunnu setast í størv í skúlanum. Lýsingar eftir fólki skulu greitt vísa á, hvørjar førleikar umsøkjarar skulu hava.

 

Til § 8

Námsfrøðiliga ráðið er ráðgevandi og hevur ikki fyrisitingarligar uppgávur ella heimildir. Tað er skúlastjórin, sum kallar ráðið til fundar og ger skrá fyri fundin. Skúlastjórin kann leggja øll mál fyri ráðið, men ráðið kann ikki áleggja skúlastjóranum ávísar uppgávur, ella hvussu ávís mál skulu loysast. Tað er landsstýrismaðurin, sum ger reglur um val, fundarskipan o.a.

 

Tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin í skúlanum, at foreldraráðið fær ein virknan leiklut. Foreldrini hava eisini formannin í skúlastýrinum, og tey eru tí ein týðandi áhugabólkur. Skúlastjórin skal taka stig til at fáa foreldrini saman og altíð boða teimum frá týðandi avgerðum og annars vera teimum til hjálpar í virksemi teirra í foreldraráðnum.

 

Til § 9

Landsstýrismaðurin ger sbrt. stk. 4 nærri reglur um skúlastýrið. Skúlastjórin fyrireikar fundirnar saman við formanninum.

 

Heimildir hjá skúlastýrinum eru m.a at

 

 

Skúlastýrið ásetur meginreglur um:

 

Skúlastýrið

 

Viðvíkjandi eftirlitinum

Skúlastýrið hevur eftirlit við øllum virksemi skúlans. Tað kann ikki broyta eina ítøkiliga avgerð, sum skúlastjórin hevur tikið. Skúlastýrið kann saman við skúlastjóranum viðgera øll mál, sum hava týdning fyri virksemið, og kann krevja allar upplýsingar frá honum.

 

Eftirlitsheimildin hevur við sær, at skúlastýrið eftir avtalu við skúlastjóran hevur rætt at vera til staðar í øllum undirvísingartímum. Skúlastýrið hevur ikki rætt til at leggja seg beinleiðis út í undirvísingina, men kann í samráð við skúlastjóran biðja um innlit í ávís undirvísingarlig viðurskifti.

 

Viðvíkjandi áseting av meginreglum

Skúlastýrið skal áseta meginreglur fyri virkseminum. Stevnumiðini fyri, hvussu skúlaleiðslan umsitur tað námsfrøðiliga og fíggjarliga virksemið, verða sostatt ásett av skúlastýrinum. Skúlastýrið skal halda seg til teir karmar, sum landsstýrismaðurin hevur ásett sambært sínum heimildum, og tey eiga at geva skúlastjóranum virkismøguleikar og virða rættin hjá skúlastjóranum at taka avgerðir í stakførismálum.

 

Til § 10

Sambært § 4 skal ein frágreiðing verða gjørd í sambandi við upptøku. Hesa frágreiðing skal upptøkunevndin nýta sum grundarlag fyri upptøkuni.

 

Upptøkunevndin er eitt amboð hjá landsstýrismanninum og skal á fundunum røða um og taka støðu til almennar reglur um upptøku og gera tilmæli til landsstýrismannin um hesi viðurskifti. Hóast tað er ásett í § 10, at upptøkunevndin skipar fyri upptøkuni, kann skúlastjórin taka einstakar næmingar inn í skúlan, um hetta er neyðugt av bráðfeingis orsøkum. Upptøkan skal síðani verða viðgjørd í nevndini.

 

Landsstýrismaðurin kann m.a. nýta nevndina til at greina út og viðgera mál, sum eru felags millum Sernámsdepilin og skúlan, og kann biðja nevndina um tilmæli um hesi viðurskifti. 

 

Til § 11

Skúlin skipar fyri innkrevjingini av næmingagjøldunum.

Næmingar serskúlans koma undir somu reglur sum næmingar fólkaskúlans, tá ið talan er um flutning millum heim og skúla.

 

Verandi koyriskipan hjá skúlanum kann í samráð við kommunurnar halda fram á sama hátt sum higartil, men kommunurnar skulu bera útreiðslurnar av næminga­flutninginum.

 

Foreldragjaldið fyri barnagarðin verður sett í verk, tá ið stovnurin hevur somu upplatingartíðir sum aðrir dagstovnar. Foreldragjaldið fyri børn, sum eru skrásett í kommunum við ongum dagstovni, er tað sama sum foreldragjaldið í tí kommunu, sum skúlin er.

 

Til § 12

Tað er ikki ásett í lógini í hvørjum vavi frítíðartilboðini hjá næmingaheiminum skulu verða skipað, men landsstýrismaðurin kann sambært stk. 3 áseta reglur um hesi viðurskifti.

 

Tær broytingar, sum ætlanin er at gera í sernámsfrøðiligu skipanini, kunnu hava við sær, at næmingaheimið fær annan leiklut í sernámsfrøðiligu skipanini ella møguliga verður lagt til annan fyrisitingarmyndugleika. Mælt verður tí til, at landsstýris­maðurin fær heimild sambært stk. 2.

 

Til § 13

Ongar viðmerkingar

 

Til § 14

Lógin fær gildi frá 1. januar 2006, soleiðis at Sernámsdepilin, skúlin, kommunurnar og almenna fyrisitingin fáa tillagingartíð til 1. januar 2006 til at umskipa viðurskiftini. 

 

Skjøl             Skjal 1:  Hoyringarsvar    Føroya Kommunufelag
                      Skjal 2:  -          -            Kommunusamskipan Føroya
                      Skjal 3:  -          -            Almanna- og heilsumálaráðið
                      Skjal 4:  -          -            Foreldrafelagið í Sernámsdeplinum
                      Skjal 5:  -          -            MBF
                      Skjal 6:  -          -            Javna  

                      Skjal 7:  -          -            Sernámsdeplinum     

 

1. viðgerð 18. mars 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. mars, 5. og 12. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum og umboð fyri Mentamálaráðið.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 27. apríl 2005. §§ 1 til og við 14 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 29. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-1-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 50 frá 09.05.2005