53  Uppskot til  løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung

 

Henda lóg er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2-3 og 5, í “Lov nr. 316 af 17. mai 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne”.

 

Kapittul 1

Lógarinnar endamál

 

Endamál

§ 1. Fyribyrgjandi heilsuskipan fyri børn og ung skal tryggja børnum og ungum best møguligar fyritreytir fyri einum heilsugóðum uppvøkstri og vaksnamannalívi við at veita tilboð um fyribyrgjandi heilsutænastur. 

 

Kapittul 2

Fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna

 

§ 2. Børn og ung skulu fáa tilboð um níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna.

Stk. 2. Børn undir undirvísingarskyldugan aldur skulu fáa tilboð um sjey heilsukanningar, og av  hesum skulu tríggjar kanningar fara fram í fyrsta ári barnsins.

Stk. 3. Børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um tvær heilsukanningar. Tann fyrra kanningin skal bjóðast við byrjan av skúlatíð barnsins. Tann seinna kanningin skal bjóðast barninum stutt fyri, at ásetta undirvísingarskyldan endar.

 

§ 3. Heilsukanningarnar sambært § 2, stk. 3 skulu fara fram hjá einum kommunulækna, ið hevur tikið skeið í skúlamedisini, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum loyva, at ein kommunulækni, ið ikki hevur tikið tað í stk. 1 nevnda skeið, ger heilsukanningarnar.

 

§ 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um heilsukanningarnar sambært §§ 2 og 3.

 

Kapittul 3

Fyribyrgjandi heilsukanningar og vegleiðing um heilsu hjá heilsufrøðingi

 

§ 5. Børn undir undirvísingarskyldugan aldur skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi. Heilsufrøðingurin skal harumframt bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivnað hjá barninum.

Stk. 2. Virksemið hjá heilsufrøðinginum sambært stk. 1 verður  vanliga skipað við heimavitjan, foreldraráðgeving og øðrum.

 

§ 6. Børn, sum eru farin í forskúla, og børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu fáa tilboð um fyribyrgjandi og heilsufremjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi. Heilsufrøðingurin skal bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Harumframt skal heilsufrøðingurin eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum eins og almennu umstøðurnar fyri hesum.

Stk. 2. Virksemið hjá heilsufrøðinginum sambært stk. 1 fer vanliga fram á skúlunum.

 

§ 7. Heilsufrøðingurin kann bjóða vegleiðing um heilsu, menning og trivnað til:

1)      persónar, ið hava tørv á øktari vegleiðing og stuðli vegna sálarligu-, likamligu- ella sosialu trupulleikum barnsins ella tí unga sambært §§ 5 og 6.

2)      persónar, ið hava tørv á vegleiðing og stuðli vegna persónligar trupulleikar, t.d. foreldur við sálarligum-, likamligum- ella sosialum trupulleikum.

3)      lærarar, dagrøktarar, starvsfólk í barnagørðum og líknandi.

 

§ 8. Uppgávurnar sambært §§ 5, 6 og 7 skulu gerast av heilsufrøðingum, ið hava eina útbúgving, sum danska heilsustýrið hevur góðkent. 

 

 

Stk. 2. Danska heilsustýrið kann í serligum førum loyva sjúkrarøktarfrøðingum, ið ikki hava útbúgving sum heilsufrøðingar, at loysa uppgávurnar sambært §§ 5, 6 og 7.

 

§ 9. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri teimum fyribyrgjandi heilsukanningunum og heilsuvegleiðingunum sambært §§ 5, 6 og 7. 

 

Kapittul  4

Fígging og eftirlit

 

§ 10. Tænastur sambært hesi lóg eru ókeypis.

 

§ 11. Landið ber allar útreiðslur sambært hesi lóg.

Stk. 2. Kommunurnar bera útreiðslurnar til viðtaluhøli hjá kommunulæknum og heilsufrøðingum. 

 

Kapittul 5

Gildiskoma

 

§ 12. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. januar 2006.

Stk. 2. Samstundis, sum løgtingslógin kemur í gildi sambært stk. 1, fara úr gildi:

1)      “Lov nr. 236 af 30. april 1946 om lægeundersøgelse af børn”,

2)      “Kongelig anordning nr. 16 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 845 af 18. december 1987”, og

3)      Løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusystratænastuna, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 17. mai 2000.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Inngangur

Endamálið við lógaruppskotinum er at betra fyribyrgjandi heilsuskipanirnar fyri øll børn og ung í Føroyum. Heilsuskipanirnar skulu vera tíðarhóskandi og skulu vera karmur um ein heilsugóðan uppvøkstur hjá børnum og ungum.

 

Sambært uppskotinum skulu børn og ung hava tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna og heilsufrøðingi, til undirvísingarskyldan endar. Heilsufrøðingurin skal harafturat veita vegleiðing um heilsu, menning og trivnað. Í sínum arbeiði á skúlunum skal heilsufrøðingurin eisini eygleiða heilsuviðurskiftini hjá einstaka barninum og almennu umstøðurnar fyri hesum.

 

Tað er uppgávan hjá landinum at leggja til rættis og veita tænasturnar sambært teimum fyribyrgjandi heilsuskipanunum. Landið hevur sostatt ta evstu ábyrgdina av, at børn og ung fáa tilboðini um tær heilsuveitingar, sum uppskotið fevnir um.

 

Orsøkin til lógaruppskotið

Á flestu skúlum hevur eingin skúlalækni verið í starvi í longri tíð. Tað hevur havt við sær, at nógvir skúlanæmingar ikki hava fingið tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar hjá skúlalækna. Kanningarnar eru ein týðandi partur av teimum fyribyrgjandi heilsutiltøkunum fyri børn og ung.

 

Grundleggjandi skal uppskotið tryggja, at øll børn og ung verða kannað hjá lækna, og at góðskan á teimum fyribyrgjandi heilsutiltøkunum fyri børn og ung støðugt verður ment.

 

Samstundis verður tað mett at vera gagnligt, at samlaða lógargrundarlagið á økinum verður endurskoðað. Sambært uppskotinum verða fleiri av fyribyrgjandi heilsuskipanum fyri børn og ung samlað í eina høvuðslóg. Uppskotið hevur við sær eina samanskriving, nútímansgerð og harmonisering av galdandi rætti.

 

Galdandi rættur

Tær fyribyrgjandi heilsuskipanirnar, sum lógaruppskotið fevnir um, verða í dag reguleraðar av hesum trimum lógum:

 

a)      “Lov nr. 236 af 30. april 1946 om lægeundersøgelser af børn”,

 

b)      løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusjúkrasystratænastuna, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 17. mai 2000, og

 

c)   ”Kongelig anordning nr. 16 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 845 af 18. desember 1987”.

 

Harafturat eru reglur um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung í:

 

d)   “Kongelig anordning nr. 17 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om tilbud om gratis vaccinationer mod visse sygdomme, som ændret ved kongelig anordning nr. 845 af 18. desember 1987”, og                          

 

e)   løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt.

 

Tær báðar seinast nevndu lógirnar verða ikki ávirkaðar av uppskotinum. Tó hava lógirnar givið

íblástur til nakrar av teimum broytingum, ið mælt verður til. Somuleiðis hevur verið roynt at harmonisera tað samlaða lógargrundarlagið viðvíkjandi teimum fyribyrgjandi heilsuskipanunum fyri børn og ung, har tað verður mett gagnligt.

 

Ad. a)

“Lov nr. 236 af 30. april 1946 om lægeundersøgelse af børn” staðfestir, at børn undir undirvísingarskyldugan aldur hava rætt til at fáa upp til níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna.

 

Sambært “bekendtgørelse om lægeundersøgelse af børn på Færøerne” kunnu børn undir undirvísingarskyldugan aldur fáa 8 fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna. Kunngerðin ásetur somuleiðis, nær hesar kanningar eiga at fara fram.

 

Tað er ikki beinleiðis samsvar millum innihaldið í kunngerðini og lógina. Kunngerðin nevnir 8 heilsukanningar, og lógin nevnir 9 kanningar. Orsøkin til hetta er helst, at ein skúlalæknaskipan er sett í verk, sum hevur við sær eina funksjónskanning hjá lækna. Ein kanning er tískil flutt frá børnunum undir undirvísingarskyldugan aldur til børnini í skúlaaldri, uttan at tað hevur verið mett neyðugt at broyta lógina um læknakanning av børnum.

 

Hvørki í lóg ella kunngerð er ásett ein almenn skylda til at bjóða fyribyrgjandi heilsukanningar.

 

Hesi viðurskifti hava við sær, at vandi er fyri, at summi børn ikki fáa allar tær fyribyrgjandi kanningarnar. Somuleiðis er tað vandi fyri, at kanningarnar verða gjørdar tilvildarliga í tíð, heldur enn regluliga.

 

Ad. b)

Løgtingslóg nr. 87 frá 6. juni 1997 um heilsusjúkrasystratænastuna regulerar arbeiðið hjá heilsufrøðingunum í mun til børn, ið ikki ganga í forskúla ella skúla. Sambært lógini kunnu heilsufrøðingar tó eisini veita vegleiðing og stuðul til aðrar persónar.

 

Tað meira nágreiniliga innihaldið í arbeiðinum hjá heilsufrøðingunum er ásett í kunngerð nr. 105 frá 11. juni 1997. Arbeiðið er sermerkt við at vera vent bæði móti einstaklingum og móti heildini.

 

At arbeiðið er vent móti einstaklinginum merkir, at arbeiðið hjá heilsufrøðingunum tekur støði í tí einstaka barninum. At arbeiðið er vent móti heildini merkir,  at heilsufrøðingar skulu virka fyri at samstarva við onnur, ið hava innlit í læknalig, sosial og námsfrøðilig viðurskifti, um at loysa trupulleikarnar hjá børnunum í tann mun, tørvur er á hesum.

 

Ein samskipan millum allar viðkomandi partar er ein fyritreyt, um skjót og munadygg avrik skulu røkkast. Í dag hevur eingin myndugleiki ábyrgdina av tí ítøkiligu samskipanini av tiltøkum fyri børn við sosialum-, sálarligum- og likamligum trupulleikum.

 

Ad. c)

Reglur um læknakanningar av børnum, frá tí tey byrja í skúlanum til 9. flokk, eru ásettar í “Kongelig anordning nr. 16 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning”.

 

Sambært hesi kongligu fyriskipan skulu á øllum skúlum fara fram fyribyrgjandi heilsukanningar av øllum børnum í forskúla og av børnum, sum ganga í 1. til 9. flokk. Harafturat skal eftirlit haldast við heilsustøðuni á skúlunum.

 

Tað meira nágreiniliga innihaldið í skúlalæknaskipanini er ásett í “Bekendtgørelse nr. 240 af 30. april 1986 om skolelægeordning på Færøerne”, sum broytt við kunngerð nr. 120 frá 19. juni 1997.

 

Sambært kunngerðini skal skúlalæknin gera eina funksjónskanning av tí einstaka barninum. Kanningin skal vera í fyrsta skúlaári barnsins. Harumframt skal skúlalæknin einans kanna børn við serligum tørvi. Skúlaheilsufrøðingurin skal við funksjónskanningum og við regluligum sambandi við børnini eygleiða heilsutrupulleikar, bæði hjá einstaklingum og viðvíkjandi almennum heilsutrupulleikum.

 

Størsti trupulleikin er tó, sum tað eisini verður víst á undir pkt. 2, at tað ikki eru settir skúlalæknar á øllum skúlum í Føroyum. Tað hevur ta óhepnu avleiðing, at skúlabørnini á teimum skúlum, sum ikki hava skúlalækna, ikki fáa funksjónskanningar hjá skúlalækna. Aðrastaðni ger skúlalæknin tvær funksjónskanningar, og er hetta eisini sambært galdandi lóggávu í Danmark. Hetta hevur við sær, at tað fyribyrgjandi heilsuarbeiðið ikki er eins um alt landið.

 

Harafturat er tað ikki samsvar millum orðaljóðið og harvið týdningin, sum tær ymisku reglugerðirnar leggja í heilsukanningarnar. Lógin um læknakanning av børnum nýtir orðaljóðið, ”adgang til at få foretaget”, meðan kongliga fyriskipanin um skúlalæknaskipanina nýtir orðaljóðið ”skal der ved skolelæge foretages”.

 

Innihaldið í lógaruppskotinum

Sambært “Lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne” (rammulógin) er ásett, at landsstýrið kann áseta reglur um uppgávur, veitingar og fyrisiting hjá heilsuverkinum. Í § 1, stk. 2 verður greitt gjøllari frá, hvørjar uppgávur og veitingar heilsuverkið fevnir um. Ásetingin nevnir m.a. kommunulæknaskipanina sbr. § 1, stk. 2, nr. 2, heilsurøktarskipanina sbr. § 1, stk. 2, nr. 3, og skúlalæknaskipanina sbr. § 1, stk. 2, nr. 5.

 

Uppskotið er ásett við heimild í § 1, stk. 2, nr. 2-3 og 5 í rammulógini.

 

Uppskotið inniheldur eina samanskriving, nútímansgerð og harmonisering av galdandi lóggávu viðvíkjandi heilsuarbeiðinum fyri børn og ung. Í uppskotinum verða heilsutiltøkini fyri børn og ung tó raðfest fremri, og verður hetta gjørt við samstundis at gera hesar størru broytingarnar á økinum:

 

-         øll børn og ung skulu fáa tilboð um níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna,

-         lærarar, dagrøktarar og starvsfólk á dagstovnum kunnu fáa vegleiðing frá heilsurøktarfrøðingi.

 

Tær fyribyrgjandi heilsuskipanirnar

Tað stendur í uppskotinum, at øll børn og ung “skulu fáa tilboð um” 9 fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. Hetta er ein harmonisering av orðaljóðinum “har adgang til at få foretaget” sambært lóg um læknakanning av børnum og orðaljóðinum, “skal der ved skolelæge foretages” sambært kongligari fyriskipan um skúlalæknaskipan.

 

Í “Kongelig anordning nr. 17 af 16. januar 1981 om ikrafttræden på Færøerne af lov om tilbud om gratis vaccinationer mod visse sygdomme” verður nýtt orðaljóðið, “tilbud om gratis vaccination”. Nýggja orðaljóðið “skulu fáa tilboð um” hevur við sær, at meira samsvar verður í málnýtsluni í teimum ymsu reglunum. Økt samband verður sostatt  millum uppskotið og aðra lóggávu á heilsuøkinum.

 

Í fyrsta lagi skulu allar tær fyribyrgjandi heilsukanningarnar í høvuðsheitum fara fram hjá sama lækna. Kanningarnar fara bert fram hjá øðrum lækna, um barnið flytur til eina aðra kommunu, ella nýggjur lækni verður settur í starv í læknadøminum. Ein heppin avleiðing av hesum er, at kommunulæknin, sum kannar barnið í sambandi við skúlabyrjan, longu kennir sosialu og heilsuligu viðurskiftini hjá barninum frá undanfarnum kanningum. Soleiðis fæst eitt betri framhald í tí læknaliga eftirlitinum við barninum, enn møguligt er sambært galdandi lóggávu.

 

Í øðrum lagi kann læknin, sum kannar barnið í skúlaaldri, beinanvegin seta eina viðgerð/fyriskipan í verk. Hervið fæst møguleiki fyri at seta neyðugu viðgerðina/fyriskipanina í verk fyrr. Sambært galdandi lóggávu skal skúlalæknin vísa til kommunulæknan, um barnið skal fáa viðgerð.

 

Í triðja lagi skulu tey ungu hava tilboð um eina kanning hjá kommunulækna við skúlalok í sambandi við, at skúlagongdin endar. Endamálið við kanningini er m.a. at fyribyrgja heilsutrupulleikar og at umrøða viðurskifti, sum hava samband við sálarligu, sosialu og likamligu menningina hjá teimum ungu.

 

Fyri at tryggja eina framhaldandi høga góðsku á teimum fyribyrgjandi læknakanningunum, sum børn og ung í undirvísingarskyldugum aldri skulu hava tilboð um, er ætlanin, at allir kommunulæknar fara á eitt skeið í skúlamedisini (skúlaheilsufrøði).

 

Nærri reglur verða ásettar um, nær tær fyribyrgjandi heilsukanningarnar skulu gerast. Somuleiðis verða reglur um innihaldið í kanningunum ásettar.

 

Umframt heilsukanningar hjá kommunulækna fevnir uppskotið um heilsuveitingar frá heilsufrøðingi, sum  børn og ung skulu hava í boði.

 

Sambært uppskotinum halda ásetingarnar frá løgtingslógini um heilsusjúkrasystratænustuna um veitingar frá heilsufrøðingi til børn undir undirvísingarskyldugan aldur í høvuðsheitinum fram. Málnýtslan er tó gjørd meira tíðarhóskandi, og ásetingarnar nevna týðiliga tey heilsutilboð, sum børnini hava rætt til. Galdandi lóggáva tekur útgangsstøði í heilsufrøðingum sum fakbólki, heldur enn í teimum, sum fáa tilboðini sambært lógini.

 

Ólíkt teimum fyribyrgjandi heilsukanningunum hjá kommunulækna eru ongar ásetingar um, hvussu ofta børn skulu hava tilboð um fyribyrgjandi heilsukanningar hjá heilsufrøðingi, og hvussu ofta foreldrini skulu fáa vegleiðing frá heilsufrøðingi. Tørvurin hjá tí einstøku familjuni skal í øllum førum vera ein partur av hesi meting.

 

Fyri í enn størri mun at styrkja ta vegleiðingina, sum tørvur er á, verður tað við teirri nýggju ásetingini lagdur dentur á, at persónar, t.d. foreldur og fosturforeldur, sum hava tørv á øktum stuðli og vegleiðing til børn teirra, kunnu venda sær til heilsurøktarfrøðing. Hetta hevur fyrst og fremst við sær, at hesir persónar fáa møguleika at søkja sær vegleiðing og stuðul av sínum eintingum, um so er, at ein brádligur tørvur skuldi verið á hesum.

 

Arbeitt verður fram ímóti at seta á stovn telefonráðgeving til familjur um alt landið, soleiðis at familjur eisini í vikuskiftum og halgidagar kunnu venda sær til heilsufrøðing og fáa ráðgeving.

 

Galdandi ásetingar um veitingar hjá skúlaheilsufrøðingunum sambært kongligari fyriskipan um skúlalæknaskipan halda stórt sæð fram.

 

Sambært uppskotinum skulu heilsufrøðingar framvegis gera heilsukanningar og veita vegleiðing um heilsu á skúlunum. Harafturat skulu heilsufrøðingarnir eygleiða heilsuviðurskiftini, bæði hjá einstaka barninum og viðvíkjandi almennu umstøðunum fyri heilsuviðurskiftunum. Her verður eisini hugsað um likamligar, sálarligar og sosialar trupulleikar. Vegleiðingin hjá heilsufrøðinginum í mun til skúlabørnini fevnir eisini um vegleiðing til foreldrini og starvsfólkið á skúlunum.

 

Nýtt í hesi lóg er, at tað kann standa dagstovnum og dagrøktum í boði at fáa vegleiðing frá heilsufrøðingi.

 

Tað einstaka barnið í dagrøktini ella á dagstovninum er fevnt av teimum vanligu tilboðunum um heilsuveitingar hjá heilsufrøðingi. Sambært uppskotinum fær heilsufrøðingurin møguleika at veita dagstovnum vegleiðing um viðurskifti, ið snúgva seg um trivnað og um heilsu hjá børnunum, tá tey eru saman við øðrum.

 

Hesi seinastu árini eru komin nógv nýggj ansingartilboð, og nógv børn eru á stovnum ein stóran part av gerandisdegnum. Fyri eitt vaksandi tal av børnum er tað tí ikki longur í fólkaskúlanum, tey fáa sínar fyrstu royndir við javnaldrum. Tí er ein øktur tørvur á, at fakligi førleikin hjá heilsufrøðingunum verður hesum børnum at gagni. Longu nú veita heilsufrøðingar ráðgevaratænastu til dagstovnar í tann mun, tíðartilfeingið loyvir tí.

 

At heilsufrøðingar veita vegleiðing til starvsfólk á stovnum hevur ta gagnligu ávirkan, at tiltakið kann styrkjast tíðliga í mun til tey børn, ið hava trupulleikar, tá tey eru saman við øðrum. Harafturat fáa stovnarnir gleði av tí breiðu vitan, sum heilsufrøðingar hava um heilsu, menning og trivnað hjá børnum.

 

Nærri reglur verða ásettar um heilsuveitingarnar hjá heilsufrøðingunum. Væntað verður, at tað heilsufakliga innihaldið í reglunum fer at taka støði í galdandi ásetingum.

 

Tað eru ongar ásetingar um fráboðanarskyldu, tagnarskyldu ella ásetingar um at lata upplýsingar  víðari. Hesi viðurskifti eru ásett í aðrari lóggávu.

 

Lov om patienters retsstilling hevur í kap. 5 ásetingar um tagnarskyldu og um, nær heilsustarvsfólk kunnu lata upplýsingar víðari uttan at bróta tagnarskylduna.

 

Sambært § 37 í galdandi barnaforsorgarlóg hava alment sett starvsfólk, sum í starvi sínum gerast varug við viðurskifti, ið eru fevnd av barnaforsorgarlógini, skyldu til at boða barnaverndarnevdini frá hesum.

 

Eisini eru ásetingar um fráboðanarskyldu í kunngerð nr. 37 frá 22. mars 1993, ið hevur heimild í § 38 í forsorgarlógini.

 

Sambært § 1 í nevndu kunngerð skulu persónar, ið útinna almenna tænastu ella starv, boða Almannastovuni frá, tá hesir í yrki sínum fáa kunnleika um viðurskifti, ið geva gruna um, at tørvur er á almannahjálp í ávísum føri.  

 

Harumframt er í § 10 í uppskotinum til nýggja barnaverndarlóg ein áseting um tvørfakligt samstarv, og eru heilsufrøðingar og læknar fevnd av hesi áseting.

 

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Avleiðingar fyri kommunurnar

Sambært uppskotinum ber landskassin allar útreiðslurnar til heilsukanningar hjá lækna. Hetta er ein broyting samanborið við galdandi lóggávu, har kommunurnar bera helmingin av útreiðslunum til læknakanningar hjá børnum undir undirvísingarskyldugan aldur.

 

Samlaðu útreiðslurnar hjá kommununum til læknakanningar hava í árunum 2002 til 2004 verið millum 350.000 kr. og 400.000 kr.. Sambært fíggjarlógini fyri 2005 verða útreiðslurnar hjá kommununum til læknakanningar 410.000 kr. í 2005.

 

Avleiðingar fyri landskassan

Útreiðslurnar hjá landskassanum til tær fyribyrgjandi heilsukanningarnar av børnum undir skúlaaldur vóru í 2002 til 2004 slakar 400.000 kr., meðan útreiðslur til kanningar av børnum og ungum í skúlaaldri seinastu árini hava verið 100-150.000 kr. Sambært fíggjarlógini fyri 2005 verða útreiðslurnar í 2005 umleið 600.000 kr. tilsamans. Havast skal í huga, at á fleiri skúlum hevur eingin skúlalækni verið í starvi í longri tíð, og tískil hava nógvir skúlanæmingar ikki fingið fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna.

 

Sambært galdandi rætti eru fyribyrgjandi heilsukanningar av børnum hjá lækna reguleraðar av tveimum lógum við hvør sínari játtan á fíggjarlógini. Kanningar av børnum undir skúlaaldur er ein lógarbundin játtan, meðan skúlalæknaskipanin er ein rakstrarjáttan. Skotið verður upp, at allar 9 kanningarnar verða framdar av einum kommunulækna. Tá er talan um eitt samanhangandi heilsutiltak. Skotið verður upp, at allar læknakanningar verða løntar sambært galdandi taksti fyri veitingar sambært lóg um læknakanningar av børnum. Hetta merkir, at játtanin til skúlalæknaskipanina (rakstrarjáttan) verður niðurløgd, og játtanin verður flutt til læknakanningar av børnum (lógarbundin játtan).

 

Sambært nýggja uppskotinum skulu øll børn undir undirvísingarskyldugan aldur hava tilboð um 7 heilsukanningar, meðan børn og ung í skúlaaldri skulu hava tilboð um 2 heilsukanningar hjá kommunulækna. Hetta er ein hækkan í mun til verandi skipan, har talið av kanningum er 8 í alt.

 

Sambært nýggja uppskotinum verða samlaðu lønarútreiðslurnar hjá landskassanum til fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna mettar til 1,1 mió kr. í 2006. Orsøkin til øktu útreiðslurnar er fyrst og fremst, at landið yvirtekur allan kostnaðin av skipanini. Harnæst er ætlanin at veita eina betri tænastu, av tí at nýggja uppskotið verður orðað á tann hátt, at børn og ung ”skulu fáa tilboð um heilsukanning” í mun til galdandi áseting, sum hevur orðingina ”har adgang til”.

 

Útrokningin er gjørd við hesum fyritreytum sum grundarlagi:

 

Barnatal fyri hvønn árgang: Barnsburðarhagtølini í Føroyum vísa, at í tíðarskeiðnum 1996-2003 eru fødd 667 børn í miðal um árið. Ein ávís nettotilflyting av barnafamiljum hevur verið síðan 1996, sum hevur havt við sær, at teir einstøku árgangirnir eru hækkaðir í tali sum frá líður. Men seinasta árið er ein steðgur komin í hesa tilflyting. Útrokningin er treytað av, at 680 børn eru í hvørjum árgangi.

 

Talið á læknakanningum um árið: Børn skulu hava tilboð um tríggjar kanningar í fyrsta ári teirra, og síðani eina kanning um árið tey næstu fýra árini. Harafturat skulu børn í skúlaaldri fáa tilboð um eina kanning, tá skúlin byrjar, og eina kanning, tá skúlin endar. Samanumtikið skulu níggju árgangir hava tilboð um heilsukanningar hjá lækna.

 

Útreiðslur til læknasamsýning: Allar fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna verða sum nevnt løntar sambært galdandi taksti fyri veitingar sambært lóg um læknakanning av børnum. Miðalútreiðslan til eina læknakanning er í fíggjarlógini fyri 2005 undir læknakanningar av børnum ásett til 182 kr. Tó skal verða gjørt vart við, at kommunulæknarnir í hoyringssvari sínum hava ynskt nýggjar samráðingar um sáttmálan.

 

Útbúgving í skúlamedisini

Sambært uppskotinum skulu allir kommunulæknar í føstum starvi á skeið í skúlamedisini. Skeiðið er 150 tímar og kostar umleið 25.000 kr. fyri hvønn lækna. Í løtuni eru 24 kommunulæknar í føstum starvi; 10 av hesum hava tikið skeiðið ella eitt samsvarandi skeið. Væntað verður, at tríggir læknar skulu taka hetta skeið árliga, og at sett verður neyðuga talið av avloysarum í sambandi við skeiðluttøkuna hjá kommunulæknunum.

 

Útreiðslurnar til skeið í skúlamedisini, ferðing og uppihald í sambandi við skeiðluttøku og til at seta vikarar í sambandi við skeiðluttøku verða mettar til 150.000 kr.

 

Heilsufrøðingar

Soleiðis sum uppskotið er orðað, hevur tað ikki stórvegis broytingar í veitingunum frá heilsufrøðingum við sær. Heilsufrøðiskipanin mælir tó m.a. til, at tilboð til 2-6 ára gomul børn verða raðfest hægri, umframt at dagstovnar og dagrøktir fáa skipað tilboð um vegleiðing.

 

Hesar broytingar høvdu havt við sær, at tørvur var á meirjáttan til Heilsufrøðskipanina. Nærri reglur um fyribyrgjandi heilsukanningar og heilsuvegleiðingar verða tó ásettar í kunngerð, og verður tá møguligt at raðfesta tær broytingar, ið Heilsufrøðiskipanin mælir til.

 

Samlaðu fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum fyri landskassan

Við støði í upplýsingunum omanfyri ber til at gera hesa meting av teimum samlaðu fíggjarligu avleiðingunum, sum uppskotið hevur fyri landið í 2005.

 

Rakstrarjáttan (tkr.)

Galdandi lóg

Nýggj lóg

Broyting

Heilsufrøðingar (játtan 2004)

8.922

8.922

0

Skúlalæknaskipanin

201

0

-201

Kommunulæknaskipanin (skeið)

 

 

+150

Rakstrarjáttan í alt

 

 

-51

 

Lógarbundin játtan (tkr.)

 

 

 

Læknakanningar av børnum

410

1.115

+705

Lógarbundin játtan í alt

 

 

+705

 

Samlað hevur uppskotið við sær eina meirútreiðslu frá 2006 upp á áleið 650.000 kr.

 

Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar fyri vinnulívið

Lógaruppskotið hevur ongar búskaparligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri vinnulívið.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.


 

Yvirlit yvir búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar

 

 

Fyri

landið/lands-myndugleikar

 

Fyri

kommunalar myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Ja

 

Ja

 

Nei

 

Ja

 

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

 

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

Ja

 

 

 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá øllum barnaverndarnevndunum í Føroyum, Almannastovuni, Kommunulæknafelagnum, Læknafelag Føroya, Pedagogfelagnum, Felagnum føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsufrøðiskipanini, Føroya Lærarafelag, MBF, Barnabata, Færøernes Nævn for Børneforsorg, Barnaheiminum, Rókini, løgfrøðinginum hjá barnaverndarnevndunum, Ríkisumboðnum, Felagnum føroyskir Sálarfrøðingar, Foreldrafelagnum, Landslæknanum, Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Suðuroyar Sjúkrahúsi, Sernámsdeplinum, Mentamálaráðnum, Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, Sosialráðgevarafelagnum, Føroya Tannlæknafelag, Skúlaleiðarafelagnum, Føroya Ungdómsráð, Fyribyrgingarráðnum og Kommunudeildini í Innlendismálaráðnum.

 

Almanna- og heilsumálaráðið hevur fingið 10 hoyringssvar. Ein samanskriving av hoyringssvarunum er hjáløgd sum skjal 1. Hoyringssvarini eru tikin til eftirtektar í tann mun, hetta letur seg gera.

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Ongar viðmerkingar eru til § 1.

 

Til § 2:

Sambært uppskotinum er tað ein grundleggjandi meginregla, at øll børn og ung skulu hava tilboð um 9 fyribyrgjandi heilsukanningar hjá einum kommunulækna.

 

Sambært galdandi áseting í § 1 í ”lov om lægeundersøgelse af børn” stendur, at børn undir undirvísingarskyldugan aldur ”har adgang til” at fáa 9 fyribyrgjandi heilsukanningar hjá einum lækna.

 

Tann nýggja orðingin ”skulu fáa tilboð um” skal lýsa, at borgarunum skal veitast ein betri tænasta. Av praktiskum orsøkum fara børnini tó ikki at fáa eina vanliga innkalling til kanningar hjá tí einstaka kommunulæknanum eins og gjørt verður, tá børnini fáa innkalling frá tannlæknanum.

 

Sambært ásetingunum í stk. 2 og 3 sæst, nær kanningarnar skulu fara fram.

 

Sambært stk. 2 skulu børn fáa tilboð um 7 læknakanningar, áðrenn tey fara í forskúla ella byrja í 1. flokki.

 

Sambært § 1, stk. 2 í ”bekendtgørelse om lægeundersøgelse af børn på Færøerne” kunnu børn undir undirvísingarskyldugan aldur fáa 8 fyribyrgjandi heilsukanningar hjá lækna.

 

Uppskotið lækkar talið av kanningum av børnum undir undirvísingarskyldugan aldur frá 8 til 7, við tað at tvær heilsukanningar verða lagdar saman. Skotið verður harafturímóti upp at styrkja tey læknafakligu tiltøkini fyri børn í skúlaaldri.

 

Sambært galdandi ásetingum skulu børnini kannast, tá tey eru 5 vikur, og tá tey eru 5, 10 og 15 mánaðir, í tann mun hetta er gjørligt. Harafturat er ein árlig kanning, tá tey eru 2, 3, 4 og 5 ár, sb. § 1, stk. 2 í “bekendtgørelse om lægeundersøgelse af børn på Færøerne”.

 

Væntað verður, at børnini frameftir skulu kannast, tá tey eru 5 vikur, og tá børnini eru 5 og 12 mánaðir. Harafturat er ætlanin, at ein árlig kanning verður, tá børnini eru 2, 3, 4 og 5 ár. Hetta er sambært galdandi lóggávu.

 

Sambært stk. 3 í lógaruppskotinum skulu øll børn í undirvísingarskyldugum aldri hava tilboð um tvær fyribyrgjandi heilsukanningar. Tann fyrra kanningin verður boðin við byrjan av skúlatíð barnsins, tað vil siga frá forskúla til 2. flokk. Tann seinna kanningin við skúlalok verður boðin stutt fyri, at undirvísingarskyldan endar, tað vil siga í antin 8. ella 9. flokki.

 

Hugsanin er, at kanningarnar hjá ávíkavist lækna og heilsufrøðingi verða lagdar hvør eftir aðrari, tí er ikki ásett júst í hvørjum flokki, kanningin hjá lækna skal gerast.

 

Galdandi skúlalæknaskipan hevur onga kanning við skúlalok. Sambært § 3 í “bekendtgørelse om skolelægeordning på Færøerne” stendur, at skúlalæknin skal gera eina funksjónskanning av tí einstaka barninum, uttan so at skúlalæknin staðfestir ein serligan tørv á fleiri kanningum. Funksjónskanningin fer fram í 1. skúlaári barnsins.

 

Endamálið við kanningini við skúlalok er í høvuðsheitum at lofta heilsuligum trupulleikum hjá teimum ungu, áðrenn tey fara víðari til ungdómsútbúgvingar ella í vinnu. Afturat hesum er ætlanin, at læknarnir skifta orð um arbeiðsumhvørvi, lívsgóðsku, lívshátt, livikor og fyribyrging v.m. við tey ungu.

 

Sambært uppskotinum er ætlanin, at børn og ung, ið verða undirvíst heima, skulu hava tilboð um tær somu kanningarnar, sum børn og ung, ið ganga í skúla.

 

Til § 3:

Sambært uppskotinum eru tað kommunulæknarnir, sum gera heilsukanningarnar, sb. § 2, stk. 1.

 

Ætlanin er, at læknarnir skulu taka eitt KS-læknaskeið í Danmark sb. vegleiðing um skeið fyri læknar, settir í starv í teirri kommunalu heilsutænastuni, sum er ásett sambært § 24, stk. 5 í “Sundhedsministeriets bekendtgørelse nr. 928 af 5. december 1995 om forebyggende sundhedsordninger for børn og unge”.

 

Um ein lækni hevur tikið eitt skeið við innihaldi av sama slagi og við sama virði, er møguligt, at landsstýrismaðurin góðkennir skeiðið.

 

Frítøkuásetingin í stk. 2 skal tryggja, at allir kommunulæknar kunnu gera heilsukanningarnar, sjálvt um tað eru kommunulæknar, sum ikki hava tikið KS-læknaskeiðið. Sum frá líður er ætlanin, at allir kommunulæknar skulu taka eitt KS-læknaskeið.

 

Til § 4:

Nærri reglur um fyribyrgjandi heilsukanningar verða ásettar í samsvari við heilsufakligar ásetingar.

 

Heilsukanningar skulu umframt sjálva kanningina m.a. fevna um tilboð um koppseting av barninum og samrøðu við foreldrini um trivnað, menning og barnasjúkur. Í sambandi við seinastu kanningina (kanning við skúlalok) skal læknin harumframt tosa við tey ungu um t.d. spurningar viðvíkjandi arbeiðsumhvørvi, lívsgóðsku, lívshátti, livikorum og fyribyrging o.s.fr.

 

Ætlanin er, at tær 9 kanningarnar verða lagdar í fylgjandi røð:

 

Viðvíkjandi børnum undir undirvísingarskyldugan aldur verða kanningarnar framdar, tá børnini eru 5 vikur, og tá børnini eru 5 og 12 mánaðir. Harumframt verður ein árlig kanning gjørd, tá børnini eru 2, 3, 4 og 5 ár. Viðvíkjandi skúlabørnunum verður ein kanning gjørd við byrjan av skúlatíð barnsins, t.v.s millum forskúla og 2. flokk, og ein kanning við skúlalok, tvs. í 8. ella 9. flokki.

 

Væntað verður, at kanningarnar hjá ávíkavist lækna og heilsufrøðingi verða lagdar hvør eftir aðrari, og tí verður ásett nærri í kunngerð, í hvørji røð hesar kanningar skulu gerast.

 

Til § 5:

Innihaldið í uppskotinum til § 5, stk. 1 byggir á galdandi áseting í § 3, stk. 1 í løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna. Í uppskotinum er tað sagt greiniliga, at heilsufrøðingurin skal gera fyribyrgjandi heilsukanningar. Málnýtslan er gjørd meira tíðarhóskandi.

 

Sum í dag er ætlanin, at heilsufrøðingurin skal brúka tríggjar hættir til samband: heimavitjan, bólkavirksemi umframt ráðgevingartænastu og viðtalu t.d. hjá heilsufrøðingi ella sum telefonviðtalu.

 

Í fyrsta ári barnsins fevnir virksemið hjá heilsufrøðingi fyrst og fremst um heimavitjanir. Ásetingin er í samsvari við ta siðvenju, sum er galdandi á økinum í dag. 

 

Til § 6:

Eins og í dag skal heilsufrøðingurin gera funksjónskanningar og eygleiða heilsuviðurskiftini í skúlunum, bæði hjá einstaklingum og heilsuviðurskiftini sum heild sb. § 3, stk. 3 í “bekendtgørelse om skolelægeordning på Færøerne”. Uppgávurnar hjá heilsufrøðingunum í skúlunum fevna m.a. um eftirlit við heilsustøðuni hjá børnunum, eftirlit við skúlaumhvørvinum, eftirlit við reinføris viðurskiftunum, at ávísa børn til kommunulækna o.a.

 

Sambært uppskotinum verður samskipaða skúlalæknaskipanin við ávíkavist skúlalækna og skúlaheilsufrøðingi eftir skúlalæknaskipanini strikað. Um orsøkina til hesa broyting verður víst til vanligu viðmerkingarnar undir fyribyrgjandi heilsuskipanir.

 

Sambært uppskotinum verður tað frameftir heilsufrøðingurin, ið skal hava eftirlit á skúlunum. Tað merkir tó ikki, at sambandið millum læknan og heilsufrøðingin verður verri. Sambært uppskotinum er ætlanin, at heilsufrøðingurin hevur samband við teir kommunulæknar, ið gera heilsukanningarnar, og at partarnir samstarva, tá hetta er neyðugt, fyri at røkka teimum bestu úrslitunum í sambandi við viðgerðina av einum barni.

 

Í ásetingini í stk. 2 stendur, at heilsufrøðingurin vanliga skal loysa uppgávur sínar á skúlunum, tá talan er um børn í nevndu aldursbólkum. Sambært uppskotinum er tískil ætlanin, at heilsufrøðingurin bjóðar somu heilsuveitingar til børn og ung, sum fáa undirvísing heima. Orðaljóðið ”skúli” fevnir eisini um serskúlar v.m.

 

Til § 7:

Við ásetingini verður boðað frá, at heilsufrøðingar kunnu veita vegleiðing til onnur enn børn og ung, ið eru fevnd av §§ 5 og 6. Menningin á økinum hevur við sær, at tað verður meira vanligt, at heilsufrøðingar veita vegleiðing til onnur enn tey børn og ungu, sum vanliga eru fevnd av heilsuskipanunum.

 

Ásetingin í nr. 1 hevur við sær, at persónar, t.d. foreldur og fosturforeldur, sum hava serligan tørv á vegleiðing viðvíkjandi teimum børnum og ungu, ið eru fevnd av §§ 5 og 6, kunnu venda sær til heilsufrøðingin. Hetta fevnir eisini um ráðgeving til foreldur/fosturforeldur, ið hava børn við likamligum ella sálarligum breki.

 

Mett verður, at telefonráðgeving er ein natúrligur partur av arbeiðinum hjá heilsufrøðingi. Tað er soleiðis møguligt at seta seg í samband við heilsufrøðing, um ein persónur er í iva um, hvussu ein spurningur um eitt barn skal loysast.

 

Ásetingin í nr. 2 finst longu í høvuðsheitum í galdandi lóggávu, sb. § 3 í løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna. Barnakonur, ið eru illa fyri, ella sum hava tørv á vegleiðing um praktisk viðurskifti í sambandi við umsorgan fyri barninum, broyttum familjuviðurskiftum o.s.fr., eru eisini fevndar av hesi áseting.

 

Sambært ásetingini í nr. 3 hava stovnar í boði at fáa ráðgeving frá heilsufrøðingi. Heilsufrøðingar kunnu t.d. hjálpa starvsfólkum við vanligari ráðgeving um reinføri og trivnað á stovnunum. Um starvsfólk á stovnunum venda sær til heilsufrøðingin, kunnu starvsfólkini fáa ítøkiliga ráðgeving um tey børn, ið hava serligar trupulleikar og hava likamlig ella sálarlig brek. Viðvíkjandi spurninginum um vegleiðing til dagrøktarar og dagstovnar verður víst til vanligu viðmerkingarnar.

 

Til § 8:

Heilsufrøðingar eiga at gera heilsuarbeiðið sambært kapitli 3. Í teimum førum, tá tað ikki ber til at fáa útbúnar heilsufrøðingar, er tað tó gjørligt at lata sjúkrarøktarfrøðingar gera arbeiðið.

 

Innihaldið í ásetingini í stk. 2 svarar til eina samanskriving av ásetingunum í § 4, stk. 1 í “kongelig anordning om skolelægeordning” og § 5 í “bekendtgørelse om skolelægeordning på Færøerne”, við seinni broytingum.

 

Til § 9:

Almanna- og heilsumálaráðið ger í samráð við Heilsufrøðiskipanina nærri ásetingar um veitingar hjá heilsufrøðingum, eisini um heilsutiltøk á skúlunum, sb. viðmerkingunum til § 6 í uppskotinum.

 

Til § 10:

Í samsvari við galdandi lóggávu eru allar veitingar til børn og ung sambært uppskotinum ókeypis, sb. § 1 í “lov om lægeundersøgelse af børn”, § 7 í “kongelig anordning om ikrafttræden på Færøerne af lov om skolelægeordning” og § 3 í løgtingslóg um heilsusjúkrasystratænastuna.

 

Til § 11:

Sambært uppskotinum er tað landskassin, sum ber útreiðslurnar av fyribyrgjandi heilsuskipanunum.

 

Kommunurnar skulu tó í samsvari við galdandi rætt og siðvenju bera útreiðslurnar til viðtaluhøli, sb. § 7 í løgtingslóg nr. 28 frá 23. apríl 1999 um kommunulæknaskipan og § 40, stk. 3 í “Lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg”, sum seinast broytt ved ll. nr. 71 frá 11. november 2004. Seinast nevnda ásetingin verður sambært galdandi siðvenju tulkað soleiðis, at tað eru kommunurnar, sum bera útreiðslurnar til tey høli, sum heilsufrøðingarnir nýta.

 

Til § 12:

Lógin kemur í gildi tann 1. januar 2006.

 

Uppskotið hevur við sær, at tær tríggjar galdandi lógirnar á økinum fara úr gildi tann 1. januar 2006. Hetta hevur ta avleiðing, at hesar kunngerðir falla burtur:

 

a)      “Bekendtgørelse nr. 576 af 10. december 1981 om lægeundersøgelser af børn på Færøerne”,

 

b)      kunngerð nr. 105 frá 11. juni 1997 um heilsusjúkrasystratænastuna, og

 

c)      “Bekendtgørelse nr. 240 af 30. april 1986 om skolelægeordningen på Færøerne”, sum broytt við kunngerð nr. 120 frá 19. juni 1997. 

 

Hjáløgd skjøl:

 

Skjal 1: Samanskriving av hoyringssvarum.

Skjal 2: Hoyringsvar frá Kommunusamskipan Føroya.

Skjal 3: Hoyringsvar frá Føroya Kommunufelag.

Skjal 4: Hoyringsvar frá Almannastovuni.

Skjal 5: Hoyringsvar frá Barnaverndini í Vágs Kommunu.

Skjal 6: Hoyringsvar frá MBF.

Skjal 7: Hoyringsvar frá Landslæknanum.

Skjal 8: Hoyringsvar frá Læknafelag Føroya.

Skjal 9: Hoyringsvar frá Landssjúkrahúsinum, Fyrisitingin.

Skjal 10: Hoyringsvar frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Skjal 11: Hoyringsvar frá Heilsufrøðiskipanini.

1. viðgerð 17. mars 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 20. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2005 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  13., 15. og 20. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við leiðaran fyri Heilsufrøðiskipanina og umboð fyri barnalæknarnar á Landssjúkrahúsinum.

 

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen,  Finnur Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annita á Fríðriksmørk) metir, at uppskotið tekur hædd fyri teimum trupulleikum, ið nú í áravís hava verið innan hetta økið, og sum hava gjørt tað ógjørligt í praksis at fáa eina skúlalæknaskipan at virka. Tað, at sakkunnleikin í so stóran mun tekur undir við uppskotinum, sannførir meirilutan um, at tað nú skal eydnast at seta eina fyribyrgjandi heilsuskipan á stovn, ið virkar.

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Bill Justinussen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 28. apríl 2005. §§ 1 til og við 12 samtyktar 23-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3. viðgerð 4. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-2. Málið avgreitt.

Ll.nr. 63 frá 17.05.2005