52 Uppskot til løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2005, 1. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
§ 1
Í løgtingslóg nr. 108 frá 22. desember 1999 um uppihald á stovni o.l., verður § 9, stk 1 orðað soleiðis:
“Fær pensjónistur fyribils uppihald til umlætting á einum ellis- og røktarheimi ella øðrum varandi staði, ið kann sammetast við eitt ellis- og røktarheim, skal pensjónisturin rinda eitt gjald fyri uppihaldið um samdøgrið frá fyrsta degi.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Endamálið við lógarbroytingini er at fáa skipanina við umlætting at virka so eins sum gjørligt, so umlætting verður veitt eftir somu treytum á røktarheimum og sambýlum.
Í dag er støðan tann, at fær ein persónur játtað umlætting á einum ellis- og røktarheimi, rindar hann einki teir fyrstu 42 dagarnar. Harafturímóti skal rindast fyri umlætting á einum sambýli frá fyrsta degi. Ætlanin er tí at áseta gjaldið fyri umlætting á ellis- og røktarheimum frá fyrsta degi.
Í upprunauppskotinum til “Løgtingslóg um uppihald á stovni” varð ásett, at rindast skal fyri umlætting á ellis- og røktarheimum frá fyrsta degi. Í broytingaruppskotinum mælti meirilutin í Trivnaðarnevndini til, at gjaldið fyri umlætting skuldi vera ókeypis fyrstu 42 dagarnar, og hetta varð samtykt. Meirilutin mælti eisini til, at gjaldið fyri umlætting skuldi vera tað sama fyri ellis- og røktarheim, sambýli hjá landinum ella sambýli hjá kommununum.
Men gjaldið fyri umlætting á sambýlum varð ongantíð strikað. Í dag er gjaldið sostatt ymiskt, alt eftir um umlætting fer fram á ellis- og røktaheimi, á eldrasambýli hjá landinum ella á eldrasambýli hjá kommununum.
Tað er ikki rættvíst, at borgarar ikki hava somu møguleikar. Tí er ynskjandi, at skipanin verður tann sama kring landið, so tað ikki er munur á, um ein pensjónistur fær pláss á einum ellis- og røktarheimi ella á einum eldrasambýli. Sum nú er, lønar tað seg at søkja um upptøku á ellis- og røktarheimi, tí har rindar pensjónisturin einki fyri uppihaldið teir fyrstu 42 dagarnar, meðan rindað verður fyri umlættingarpláss á einum eldrasambýli frá fyrsta degi.
Teir pensjónistar, ið fara til umlætting, varðveita pensjónina, um teir fara á ellis- og røktarheim ella á sambýli. Tí verður mett, at teir eisini eiga at rinda fyri uppihaldið. Landsgrannskoðanin hevur eisini nevnt hesar trupulleikar í viðmerkingum sínum til Almanna- og heilsumálaráðið.
Upphæddirnar og javning av hesum, eru ásettar í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Gjaldið fyri 2005 er ásett til 107,99 kr. um samdøgrið.
Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
Fíggjarligar avleiðingar
Roknað verður við, at landskassin fær eina inntøku svarandi til kr. 700.000 um árið. Mett verður, at talan er um áleið 20 umlættingarpláss í alt. Grundarlagið fyri hesi meting er, at inntøkan fyri hvørt plássið er umleið kr. 35.000 um árið. Her verður roknað við áleið 350 umlættingarsamdøgrum, sum kosta 100 kr. fyri hvørt samdøgur. Hædd er tikin fyri hesi meirinntøku á fíggjarlógini fyri 2005.
Umsitingarligar avleiðingar
Tá øll skulu rinda fyri umlætting frá fyrsta degi, hevur hetta við sær eina meirumsiting fyri røktarheimini. Mett verður, at rættast er, at røktarheimini umsita gjaldið fyri umlætting. Sum er umsita sambýlini gjaldið fyri umlætting fyri tey, ið fara til umlætting á sambýlum.
Umhvørvisligar avleiðingar
Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar.
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ikki avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur avleiðingar fyri tann bólkin av pensjónistum, sum eru til umlætting á ellis- og røktaheimum, tí hesi skulu nú gjalda fyri umlætting frá fyrsta degi.
Yvirlit yvir avleiðingar
|
Fyri landið/lands- |
Fyri |
Fyri |
Fyri |
Fyri |
Fíggjarligar/ |
Ja |
Nei |
Nei |
Ja |
Nei |
Umsitingarligar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar |
|
|
|
Ja |
|
Ummæli
Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Heimarøktini og Serforsorgini, Landsfelag Pensjónista og Almannastovuni, sum øll hava gjørt viðmerkingar.
Landsfelag Pensjónista tekur undir við uppskotinum um at javnstilla gjaldið fyri umlætting. Felagið heldur tó, at gjaldið skuldi verið eitt sindur lægri enn tað, ið er ásett í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
Almannastovan heldur tað vera rætt at javnseta allar borgarar viðvíkjandi gjaldi fyri umlætting uttan mun til, hvat slag av stovni, ið umlættingin er á. Almannastovan tekur tí undir við uppskotinum.
Heimarøktin og Serforsorgin taka somuleiðis undir við at javnseta allar borgarar viðvíkjandi gjaldi fyri umlætting uttan mun til, hvat slag av stovni, ið umlættingin er á. Samstundis verður víst á, at tað eisini eru aðrar skipanir á eldraøkinum, ið eiga at vera einsrættaðar.
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Til § 1:
Greinin hevur til endamáls at javnseta gjaldið fyri umlættingarpláss á ellis- og røktarheimum við gjaldið fyri umlættingarpláss á eldrasambýlum. Harumframt fevnir lógin um annað varandi stað, ið kann sammetast við eitt ellis- og røktarheim. Hetta kann til dømis vera sálarsjúkrahús ella deildir fyri sálarsjúk undir sjúkrahúsverkinum. Pensjónisturin kemur sostatt at rinda fyri umlætting frá fyrsta degi. Umlættingarplássið umsitur hetta gjaldið, og upphæddin er ásett í serligari lóg.
Til § 2:
Gildiskomuregla.
Hjáløgd skjøl:
Skjal 1: Hoyringssvar frá Landsfelag Pensjónista.
Skjal 2: Hoyringssvar frá Almannastovuni.
Skjal 3: Hoyringssvar frá Heimarøktini og Serforsorgini.
1. viðgerð 11. mars 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 14. apríl 2005 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 11. mars 2005 er tað beint í trivnaðarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 16. mars og 8. apríl 2005.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Jørgen Niclasen, Finnur Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annita á Fríðriksmørk) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Minnilutin (Bill Justinussen) tekur støðu í tingsalinum.
2. viðgerð 27. apríl 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 29. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-2. Málið avgreitt.
Ll.nr. 54 frá 09.05.2005