50  Uppskot til  løgtingslóg um fosturtøkunevnd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. Tikið aftur

Ár 2005, 1. mars, løgdu tingmenninir Jenis av Rana og Bill Justinussen, vegna Miiðflokkin fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um fosturtøkunevnd

 

§ 1.  Landsstýrismaðurin setur nevnd at taka sær av at ráðgeva teimum, sum ætla at søkja um fosturtøkuloyvi.

 

§ 2. Í nevndini sita ein sálarhirði,  ein sosialráðgevi og ein løgfrøðingur.

 

§ 3.  Nevndin skal útgreina tørvin og fáa til vega neyðugu hjálpina, sum krevst í einstaka førinum, eitt nú fíggjarliga, læknaliga (heruppií psykiatriska hjálp) og hjálp til burturættleiðing. 

 

§ 4. Landsstýrismaðurin ásetir starvsskipan nevndarinnar eftir tilmæli frá nevndini.

 

§  5. Ein og hvør lækni, sum skal taka støðu í  fosturtøkumáli, hevur undir ábyrgd eftir læknalógini § 6 skyldu til at vissa sær, at kvinna, sum søkir fosturtøku, hevur havt møguleika at søkja sær hjálp hjá nevndini.

 

§ 6. Almannastovan hevur um hendi skrivstovuhald nevndarinnar.

 

§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar

Ein avgerandi fyritreyt fyri galdandi fosturtøkulóg  frá  1956 (lógbókin 4. bind, bls. 3087) er holl  ráðgeving frá sokallaðu “mødrehjælpen”, sum í Danmørk virkaði í statsligum regi til 1973 og í 1983 varð endurstovnað í privatum regi.

 

Slík ráðgeving fekst ongantíð at virka í Føroyum. Ein fyribilsskipan varð sett í verk, soleiðis at læknin, sum fremur fosturtøkuna, og annar lækni  í Føroyum koma í staðin fyri “mødrehjælpen”.

 

Tíverri stendur henda fyribilsskipan enn við. 

 

Uppskotssetararnir halda, at ráðgevingin eigur at fáast upp á eitt støði, sum upprunaliga var ætlanin, tá ið lógin fekk gildi í Danmark.

 

Tí verður sett fram uppskot um, at sett verður serlig nevnd at ráðgeva í slíkum málum. Aðalmál nevndarinnar er at finna einstøku umsøkjarunum alternativ til fosturtøku og á tann hátt minka um  fosturtøkutalið í Føroyum.

 

Kostnaðurin av nevndini er trupul at meta frammanundan men verður leysliga mettur til  nakrar hundraðtúsund krónur árliga.

 

Uppskotið hevur ikki verið til hoyringar.

 

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Nevndin verður sett av landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum.

 

Til § 2

Við sálarhirða er hugsað um persón, sum hevur royndir innan sálarøkt.

 

Til § 3

Nevndin skal geva einstaka umsøkjaranum so góða ráðgeving sum gjørligt, soleiðis at settir verða upp møguleikar, so tað slepst undan fosturtøku. Eitt nú at vísa á møguleikar í adoptións- og almannalóggávuni, vísa á viðgerðarmøguleikar  (læknaligar/sálarligar) v.m.

 

Til § 4

Neyðugt er við einari greiðari starvsskipan, soleiðis at eingin ivi er um, hvussu farast skal fram í teimum einstøku førunum.

 

Til  § 5

Tað er ikki ein skylda hjá einstøkum umsøkjara at venda sær til nevndina, men læknin, sum ger fosturtøkuna, hevur skyldu til at tryggja sær, at kvinnan veit, at nevndin er til, og at hon gevur ráð í fosturtøkuspurningum.

 

Til § 6

Hóskiligt er, at Almannastovan tilnevnir nevndini skrivara og skrivstovuhald, soleiðis at útreiðslurnar kunnu haldast niðri á einum so lágum støði sum gjørligt.

 

Til § 7

Áseting um gildiskomu.

1. viðgerð 14. mars 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 1. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2005 er tað beint í trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 8. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Kvinnusamskipan Føroyar, Kommunulæknafelagið og Landslæknan.

 

Nevndin hevur fingið upplýst talið av fosturtøkum í norðurlondum fyri ár 2000 pr. 1000 føðingar, hesi eru:

 

Danmark          234,0

Noreg              247,1

Svøríki             341,6

Åland               228,7

Grønland        1.064,3

Føroyar             67,3

                      Ísland             228,7

 

 Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen,  Finnur Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annita á Fríðriksmørk) vísir á, at í løtuni fer eitt arbeiði fram, fyriskipað av Kvinnusamskipanini í samráð við landsstýrismannin, ið ikki bert fevnir um ráðgeving og hjálp til kvinnur, ið ynskja fosturtøku, men eisini barnakonur og einligar forsyrgjarar. Meirilutin metir tað vera óheppið, um Løgtingið nú fer at leggja seg út í hetta arbeiðið. 

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Bill Justinussen) vísir á, at fyri tær kvinnur, sum veruliga hava tørv á skjótari og fakligari ráðgeving, er ein fosturtøkunevnd eftir hesum uppskoti eitt kærkomið tilboð. Nevndin er sambært uppskotinum mannað við fólki, sum vanliga eru trupul at koma á tal við eftir nóg stuttari tíð, tá tað um fosturtøkuspurningar ræður. At skula leita upp ráðgevararnar í teirra dagliga arbeiði, avtala tíð og fáa samrøður í lag innan stutta tíð, sum neyðugt er í slíkum átrokandi máli, verður, so sum almenna skipanin virkar, mett at vera ein alt ov tung mannagongd fyri tær kvinnur, sum eru soleiðis fyri, at tær hava tørv á ráðgeving í sambandi við spurningin um fosturtøku. Fyri einstøku kvinnuna er støðan átrokandi, spurningarnir nógvir og stórir, tí fegnast minnilutin um, at tað ber til at stovna hetta tilboð fyri nakrar kr. 100.000, sum er ein lítil upphædd í mun til stóra týdningin av málinum.

 

Kvinnusamskipan Føroya legði fyri Trivnaðarnevndina eina líknandi ætlan um at ráðgeva kvinnum, og fegnast minnilutin um, at tær í høvuðsheitum eru samdar við uppskotssetarunum um, at neyðugt er við slíkari ráðgeving, og at neyðugt er at seta hesar ráðgevarar saman í eina nevnd, so kvinnan kann leita sær ráð á fleiri ymsum økjum við at venda sær til eitt stað.

 

Minnilutin heitir á Løgtingið um at taka undir við uppskoti Miðfloksins vísandi til, at um uppskotið ikki verður samtykt, fara vit framvegis at vera eitt land, har einki ítøkiligt alment tilboð um ráðgeving og hjálp er til kvinnur, sum ótilætlað eru vorðnar við barn. Hetta er einasta uppskot av sínum slagi, sum Løgtingið seinastu mongu árini hevur fingið til støðutakan, og tí kann roknast við, at trupulleikin framhaldandi fer at standa óloystur í langa tíð frameftir, um uppskotið ikki verður samtykt.

 

2. viðgerð 27. apríl 2005.

 

Á tingfundinum undir 2. viðgerð boðaði uppskotssetarin, Jenis av Rana, frá, at hann tók málið aftur. Málið avgreitt.