48  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 1. mars, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot
 

til
 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál) 


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 61 frá 27. apríl 2001 um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál) verður § 2, stk. 2 orðað soleiðis:

Stk. 2. Um so er, at fiskifar verður fyri skipbroti ella søkkur, kann eigarin eftir umsókn fáa lánið flutt yvir á eitt nýtt fiskifar við somu treytum sum í stk. 1, treytað av, at fiskifarið verður nýtt til vinnuligan fiskiskap.”

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. oktober 2003.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Galdandi lóg tekur ikki hædd fyri teimum umstøðum, at skip søkka ella á annan hátt ikki longur kunnu nýtast til fiskiskap. Restskuldin fellur til gjaldingar, um eitt skip ikki verður nýtt til vinnuligan fiskiskap. Hetta er galdandi óansæð orsøk. Tá skip søkka, kunnu tey av góðum grundum ikki longur nýtast til vinnuligan fiskiskap, og lánið fellur til gjaldingar. Onki undantak er í lógini fyri, at eigarin kann nýta ta útgoldnu  tryggingarupphæddina til keyp av einum nýggjum skipi.

 

Núverandi lógaráseting varð sett inn í lógina við einum broytingaruppskoti undir 2. viðgerð í Løgtinginum við tí endamáli at forða fyri spekulatión við studningsláninum. Ásetingin er soljóðandi: “Um so er, at fiskifar, ið hevur fingið lán umlagt við heimild í einum av teimum í § 1, nr. 6 og 7 nevndu løgtingslógum, skiftir eigara ella ikki verður nýtt til vinnuligan fiskiskap, fellur restskuldin til gjaldingar. Landsstýrismaðurin kann tó eftir umsókn loyva, at nýggi eigarin kann yvirtaka lánið eftir somu treytum sum undanfarni eigarin, treytað av, at fiskifarið verður nýtt til vinnuligan fiskiskap.” Í viðmerkingunum til hesa áseting verður sagt: “ Í sambandi við, at landskassalán eru umløgd til rentu- og avdráttarfrí studningslán, sum verða avskrivað yvir 10 ár, eru gjørdar avtalur millum landsstýrið og avvarðandi reiðarí um, at reiðaríið váttar, at tað góðtekur umleggingina. Fyri ikki at skapa óvissu um, at umlagt landskassalán ikki skal kunna krevjast afturgoldið við eigaraskifti, ella um fiskifarið ikki longur verður nýtt til vinnuligan fiskiskap, verður skotið upp, at í útgangsstøðinum skal restskuldin gjaldast aftur, men at landsstýrismaðurin fær heimild at loyva einum nýggjum eigara at yvirtaka umlagda lánið eftir somu treytum.”

 

Ummæli
Uppskotið var til ummælis í Fiskivinnuráðnum hin 2. august 2004, og hevði meitilutin í ráðnum ongar viðmerkingar til uppskotið.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Undir vanligum umstøðum skulu studningslánini ikki gjaldast aftur. Studningslánið fellur til gjaldingar, tá skipið ikki longur verður nýtt til vinnuligan fiskiskap ella verður selt. Henda áseting forðar fyri møguleikanum fyri spekulatión við studningsláninum. Í teimum førum, skip søkka, er talan um óhapp og ikki misnýtslu av studningsláninum.

 

Uppskotið ber ikki í sær nakra broyting av verandi støðu, tí ætlanin hevur ikki verið, at lánini skuldu gjaldast aftur. Uppskotið hevur tískil ikki fíggjarligar ella fyrisitingarligar avleiðingar við sær av týdningi. Um eingin lógarbroyting verður gjørd, fella studningslán til gjaldingar, tá skip verða fyri skipbroti ella søkka. Í slíkum førum hevði landskassin fingið eina eyka inntøku alt eftir, hvussu langt niðurskrivað lánið er, tá óhapp henda.

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Ja

 

Nei

 

Nei

 

 

Nei

 

 

Ja

 

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Við hesi lógarbroyting verður møguleiki fyri, at lán kunnu flytast yvir á eitt nýtt skip, um gamla skipið verður fyri óhappi ella søkkur. Um nýggja skipið ikki verður nýtt til vinnuligan fiskiskap, fellur studningslánið til gjaldingar.

 

Til § 2
Í uppskoti er, at lógin hevur virknað frá 1. oktober 2003.

 

1. viðgerð 14. mars 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 5. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 1. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

 

Landsstýrismaðurin upplýsti, at av lánum, ið eru fevnd av hesi lógini, er samlaða skuldin til landskassan, ið er eftir, áljóðandi 3,3 mió. kr., og eru øll hesi lánini endaliga burtur í 2010.

 

Nevndin er komin eftir, at ásetingin, ið skotin verður upp at seta inn í lógina, helst avmarkar møguleikan at fáa lánið flutt, soleiðis at lánið bert kann verða flutt yvir á eitt nýtt fiskifar og sostatt ikki eitt eldri, brúkt fiskifar. Av tí at tað ikki hevur verið ætlanin at gera hesa avmarking, mælir nevndin til at broyta ásetingina soleiðis, at lán eisini kann verða flutt á eitt eldri, brúkt fiskifar.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 1 verður § 2, stk. 2 broytt soleiðis, at orðini "nýtt fiskifar" verður broytt til "annað fiskifar".

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

2. viðgerð 14. apríl 2005. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til § 1 samtykt 21-2-5. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 21-2-5. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 20. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-2-3. Málið avgreitt.

Ll.nr. 42 frá 27.04.2005