45-6  Grannskoðan av almennum roknskapum:
Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2003

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2005, 29. mars, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

 

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2003.

 

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

 

Endamálið við grannskoðanini

Sambært Ll. nr. 25/1999 um grannskoðan av landsroknskapinum v.m. skulu løgtingsgrannskoðararnir ansa eftir:

           at      allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin,

           at      eingin útreiðsla er goldin uttan við heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg,

           at      roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum, verandi avtalum og vanligum siði,

           at      hóskandi er atborið fíggjarliga í sambandi við umsiting av ognum og viðvíkjandi rakstri av teimum stovnum og tí virksemi, roknskapurin fevnir um,

           at      roknskapar- og eftirlitsskipanir eru tryggar.

 

Grundleggjandi ivamál um fíggjarlóg og landsroknskap

Løgtingsgrannskoðararnir vilja vísa á, at tað framvegis er ivasamt:

·        Um allar inntøkur landsins eru við í landsroknskapinum.

·        Um allir skattir/gjøld verða kravd inn sambært ásetingunum í stýrisskipanarlógini.

·        Um allar veitingar og umsitingarútreiðslur verða goldnar við heimild í fíggjarlógini.

·        Um allar ognir og øll skuld er við í landsroknskapinum.

·        Hvussu landsins gjaldføri skal verða gjørt upp og umsitið. 

Í fleiri uppskotum til samtyktar hava løgtingsgrannskoðararnir víst á, at málið um tilknýtið hjá landsstovnum/-grunnum til fíggjarlóg og landsroknskap tykist vera endað sum ein løgfrøðiligur stríðsspurningur um niðurstøðurnar í álitinum, sum Fíggjarmálaráðið gjørdi í november 2001. Løgtingsgrannskoðararnir hava áður ávarað ímóti hesum. Løgtingsgrannskoðararnir hava víst á, at hevði Landsstýrið tikið skilagóðar avgerðir út frá einum heildarsjónarmiði, kundu fleiri ivamál verið loyst, havandi í huga at høvuðstrupulleikin er, at landið hevur ikki nóg gott tamarhald á og yvirlit yvir gjaldføri, íløgu-, rakstrar-, stuðuls- og útlánsvirksemi, ogn, skuld, skyldum o.s.fr., tá  landsstovnar/-grunnar liggja uttanfyri fíggjarlóg og landsroknskap.

 

Játtanarskipanin

Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at limirnir í Fíggjarnevndini hava tikið stig til at seta ein arbeiðsbólk at fyrireika uppskot til eina játtanarlóg, so greiða fæst á mongu ivamálunum á hesum øki.

 

Vantandi samskipan

Løgtingsgrannskoðararnir halda, at á fleiri økjum er tað ikki hóskandi atborið fíggjarliga. Nógvir landsstovnar/-grunnar nýta nógvar og ymiskar KT-skipanir at gjalda út, føra bókhald, umsita lønir, lán, debitorar o.a. Peningur og starvsfólkaorka verða tí ikki nýtt á skynsaman hátt. Landsstovnar skulu lúka altjóða KT-trygdarkrøv (ISO 17799) í seinasta lagi 1. februar 2006. Skal hvør stovnur í sínum lag lúka øll trygdarkrøvini, er vandi fyri, at kunningartøkni gerst eitt haft um beinið á landsumsitingini, og løgtingsgrannskoðararnir vilja tí enn einaferð gera vart við, at tað er bráðneyðugt at miðsavna og samskipa eina loysn á trupulleikunum.

 

Vantandi innaneftirlit

Fleiri týðandi búskaparskipanir eru ikki nóg tryggar, og stórur tørvur er á at bøta um innaneftirlitið og KT-trygdina, t.d. á Almannastovuni og á Toll- og Skattstovu Føroya.  

 

Tænastumannaeftirlønir

Umsitingin av tænastumannaeftirlønum er ikki nøktandi. Talan er um vantandi roknskaparreglugerð/innaneftirlit, vantandi skráseting av eftirlønarrætti hjá tí einstaka, ymiskar bókingarhættir, vantandi uppgerð av samlaðu eftirlønarskylduni, árliga eftirlønarskyldan sæst ikki í landsroknskapinum, og bygnaðurin er óhóskandi.

 

Tímaskráseting

Lønir er vanliga nógv tann størsta útreiðslan á einum stovni. Nógvir landsstovnar hava ikki eina hóskandi tíðarskráseting, har tað eisini sæst, hvat arbeiðstíðin verður brúkt til.

 

Gjaldførisstýring

Løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri ferðir mælt til at bøta um gjaldførisstýringina, og fáa greiði á hugtøkunum “landskassin” og “landsstovnar”, bæði í lógini “um Landsbankan” og í lógini “um landskassans innlán og lán í Landsbankanum”.

 

Roknskaparviðurskifti hjá kommunum

Nú fleiri uppgávur verða fluttar til kommunurnar, er tað umráðandi at tryggja, at roknskapar- og KT-viðurskiftini koma í eina tryggari legu.

 

Frávik ímillum játtanartøl og roknskapartøl

Í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini verður undir hvørjum málsøki sær víst á stovnar/høvuðskontur, har talan er um meirnýtslu ella minninýtslu, og tiknar eru við viðmerkingar og frágreiðingar frá landsstýrismanninum.

Løgtingsgrannskoðararnir halda samanumtikið frágreiðingarnar frá landsstýrismonnunum vera nøktandi. Løgtingsvalið, ið varð skrivað út 5. desember 2003, sermerkir frágreiðingarnar. Eykajáttanarlógin november 2003 datt burtur, og ein eykajáttanarlóg varð síðani løgd fyri tingið 19. desember 2003 og samtykt 20. desember 2003.

Samanumtikið hava flest allar játtanir hildið. Talan er tó um meirnýtslu á nøkrum kontum. Løgtingsgrannskoðararnir hava serliga lagt til merkis “Serviðgerð uttanlands” og “Apoteksverkið” .

Løgtingsgrannskoðararnir vilja minna á, at sambært stýrisskipanarlógini eigur meirnýtsla ikki at koma fyri, og at tað eigur heldur ikki at koma fyri, at umbøn um eykajáttan verður løgd fyri tingið og samtykt so seint í árinum, at útreiðslur, sum eykajáttanin er ætlað til, longu eru hildnar.

 

Samandráttur av frágreiðingum frá roknskapargrannskoðanini

Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum byggir á frágreiðingar frá roknskapargrannskoðanini. Roknskapargrannskoðanin verður útint av Landsgrannskoðanini og av løggildum og skrásettum grannskoðarum, sum skulu lata avvarðandi landsstýrismanni og síðani løgtingsgrannskoðarunum frágreiðingar um úrslitið av grannskoðanini. Frágreiðingin frá Landsgrannskoðanini, sum er dagfest 11. mars 2005, er løgd við sum fylgiskjal, og víst verður til síðutøl í frágreiðingini.

Privatir grannskoðarar grannskoða fleiri landsstovnar/-grunnar, sum eru við í landsroknskapinum, umframt sjálvsognarstovnar, sum verða tiknir við á fíggjarlógina sum “rakstrarjáttan”. Undir hvørjum málsøki hava løgtingsgrannskoðararnir víst á, hvørjir hesir roknskapir eru, og hava tikið við møguligar viðmerkingar frá privatu roknskapargrannskoðanini.

Løgtingsgrannskoðararnir hava eisini kunnað Løgtingið um gongdina í nøkrum av teimum málum, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar 19. apríl 2004. Í hesum sambandi er víst á, hvørji mál eru, ella eru um at verða loyst, hvørji mál arbeitt verður við, og hvørji mál lítið og einki er gjørt við.

 

Mál, ið lítið og einki er gjørt við

Løgtingsgrannskoðararnir hava í áravís átalað, at rúgvan av óloystum málum undir almanna- og heilsumál veksur. Løgtingsgrannskoðararnir fegnast um, at henda gongd er vend. Løgtingsgrannskoðararnir vilja mæla landsstýrismanninum til sum skjótast at loysa mongu ivamálini um tulking av §§ 21-23 í almannapensjónslógini og heimildarspurningarnar umrøddir undir Hjálpartólamiðstøðini.

Løgtingsgrannskoðararnir mæla avvarðandi landsstýrismonnum til at skunda undir at loysa tey mál, sum lítið og onki er gjørt við.

 


 

SAMANDRÁTTUR AV VIÐMERKINGUM Í FRÁGREIÐINGUM FRÁ ROKNSKAPARGRANNSKOÐANINI

 

INNIHALDSYVIRLIT

 1.     Fíggjarmál

2.     Løgmansfyrisitingin

3.     Fiskivinna

4.     Vinnumál o.a.

5.     Útbúgving og gransking o.a. 4

6.     Oljumál o.a.

7.     Almannamál 

8.     Familju- og heilsumál 

9.     Løgmál 

 

1.            Fíggjarmál

1.1.      Viðmerkingar

Innaneftirlit í sambandi við umsiting av skatti, s. 31-32: Tørvur er á at endurskoða og bøta um roknskaparreglugerðina og innaneftirlitið sum heild. Leiðslan hevur ikki sett tey mál, tað veri stevnumið ella árligar virkisætlanir, sum lógin um toll- og skattafyrisiting leggur upp til. Roknskaparreglugerðin, við tilvísingum og leiðbeiningin, er á fleiri økjum ógreið, er ikki dagførd, og verður tí lítið brúkt. Á fleiri umsitingarøkjum er einki eftirlitsvirksemi ásett í roknskaparreglugerðini e.t. Tó fara fram onnur skilagóð eftirlit. Flestu eftirlit verða tó ikki skjalprógvað. Mælt verður til at broyta hugburð og mannagongdir, tá ræður um innaneftirlit. Samanumtikið verður tó hildið, at skattaskipanirnar virka væl, og at nógvar sjálvvirkandi mannagongdir og reglulig kunning til skattgjaldarar, arbeiðsgevarar og kommunur um skrásettar upplýsingar í stóran mun tryggja, at skrásetingarnar eru rættar.

 

Skrásetingargjald, s. 33-36: Mælt verður til taka upp spurningin, um mvg verður rætt roknað av skrásetingar- og burturbeiningargjaldi, hvørt prutl skulu verða undantikin í lógini o.a. Mælt verður eisini til at áseta neyvari reglur í kunngerð á fleiri økjum, at endurskoða roknskaparreglugerðina og tryggja, at gjald fyri umskráseting verður rindað í øllum førum. Viðvíkjandi burturbeiningargjaldi verður víst á, at kunngerðin er ótíðarhóskandi, hevur ikki heimild í galdandi lóg, ivi er um flytigóðsbilar, og á fíggjarlógini er eingin játtan til útreiðslurnar.

 

Vegskattur, s. 36-38: Samanumtikið verður hildið, at umsitingin av vegskatti á Bileftirliti Føroya er væl skipað.

 

Tænastumannaeftirlønir o.t., s. 44-56: Víst verður á vantandi roknskaparreglugerð/innaneftirlit, vantandi skráseting av eftirlønarrætti hjá tí einstaka, ymiskar bókingarhættir, vantandi uppgerð av samlaðu eftirlønarskylduni, árliga eftirlønarskyldan sæst ikki í landsroknskapinum, og bygnaðurin er óhóskandi.

Landsgrannskoðanin heldur, at tað fyrisitingarliga kann ikki forsvarast, at landsumsitingin ikki í øllum førum hevur fullfíggjað yvirlit yvir allar tær eftirlønarskyldur o.a., ið landskassin sambært lóg hevur átikið sær mótvegis tænastumonnum og møguligum eftirsitandi hjúnafelaga og børnum. Vandi er fyri, at fleiri av órøttum verða gloymd burtur.

Aðalráðini eru samd um, at umsitingin av eftirlønum og lønum eigur at verða miðsavnað. Væntandi verður politisk støða tikin til málið í 2005.

 

Hagstovan, s. 56-57: Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin innaneftirlitið á Hagstovuni vera gott, men hevur tó mælt til nakrar ábøtur.

 

1.2.      Viðmerkingar til ávís mál, umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar

Niðanfyri verður Løgtingið kunnað um gongdina í nøkrum av teimum málum, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar:

 

1.2.1.    Mál, sum eru loyst

Partafelagsskattur og persónsskattur, s. 25-26: Arbeiðið at stemma av persónsskattin og partafelagsskattin er komið á mál í 2004.

 

Kassaeftirlit á Toll- og Skattstovu Føroya, s. 30: Løgtingsgrannskoðararnir heittu í 2004 á landsstýrismannin um at bøta um ávísar mannagongdir á kassaøkinum. Sambært landsstýrismanninum eru viðurskiftini komin í rættlag 1. januar 2005.

 

Ferðaavgjald, s. 36: Bøtt er um veikleikarnar í umsitingini av ferðaavgjaldinum.

 

Trygdargrunnurin s. 43-44: Arbeiðið at laga virksemið hjá grunninum til búskaparskipanir landsins er liðugt.

 

1.2.2.    Mál, sum arbeitt verður við

Tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap o.a., s. 11-12: Málið tyktist vera endað sum ein løgfrøðiligur stríðsspurningur um niðurstøðurnar í álitinum, sum Fíggjarmálaráðið gjørdi í november 2001. Hetta hava løgtingsgrannskoðararnir áður ávarað ímóti. Løgtingsgrannskoðararnir hava víst á, at fleiri ivamál kundu verið loyst, um Landsstýrið hevði tikið politiska støðu til, hvat ætlanin er við grunnunum/stovnunum í framtíðini, og hevði lagt uppskot fyri Løgtingið til støðutakan.

Løgtingsgrannskoðararnir hava aftur víst á, at høvuðstrupulleikin við, at landsstovnar/-grunnar liggja uttanfyri fíggjarlóg og landsroknskap, er, at landið hevur ikki nóg gott tamarhald á og yvirlit yvir gjaldføri, íløgu-, rakstrar-, stuðuls- og útlánsvirksemi, ogn, skuld, skyldum o.s.fr. Tað kann forða fyri, at skilagóðar avgerðir verða tiknar út frá einum heildarsjónarmiði.

Sambært løgmanni skal Fíggjarmálaráðið saman við avvarðandi stjórnarráðum taka stig til at gjøgnumganga og finna hóskandi loysnir fyri teir einstøku grunnarnar/stovnarnar. Uppskot um loysnir verða síðani at leggja fyri aftur á landsstýrisfundi, so at hvør landsstýrismaður kann taka endaliga avgerð í sínum málum. Løgmaður fylgir við gongdini til tess at tryggja, at komið verður á mál.

 

Játtanarskipanin, s. 12-13: Mongu ivamálini á hesum øki eru umrødd í áravís. 1. mars 2005 samtykti Løgtingið uppskot til samtyktar, um at formansskapur Løgtingsins setir ein serkønan arbeiðsbólk at fyrireika uppskot til eina játtanarlóg, ið skal áseta treytir og mannagongdir fyri játtanum.

 

Roknskaparkunngerðin, s. 13-14: Arbeitt verður framvegis við at dagføra roknskaparkunngerðina. Fíggjarmálaráðið ætlar at raðfesta krøv, um at skráseta t.d. tíðarnýtslu og framleiðslu í innanhýsis roknskapum, høgt.

 

Roknskaparreglugerðir, s. 14-15: Løgtingsgrannskoðararnir mæltu landsstýrismanninum til at tryggja, at reglurnar um at lata Gjaldstovuni avrit av góðkendum roknskaparreglugerðum verða hildnar. Reglurnar verða ikki hildnar til fulnar.

 

Ognaryvirlit, s. 15: Fleiri stovnar hava framvegis ikki dagførd ognaryvirlit. Gjaldstovan arbeiðir við einari verkætlan at skráseta allar størri ognir í landsroknskapinum.

 

Egnar búskaparskipanir, vantandi samskipan og stýring, s. 15-16: Løgtingsgrannskoðararnir mæltu landsstýrismanninum til at gera eina ítøkiliga langtíðarætlan fyri, hvussu trupulleikarnir á økinum verða loystir. Nógvir landsstovnar/-grunnar nýta nógvar og ymiskar EDV-skipanir at gjalda út, føra bókhald, umsita lønir, lán, debitorar o.a. Peningur og starvsfólkaorka verða tí ikki nýtt á skynsaman hátt. Landsgrannskoðanin helt trupulleikarnar vera teir somu, sum fyri 10 árum síðani. Fíggjarmálaráðið hevur ikki havt tann leiðandi og samskipandi leiklut, lagt er upp til í roknskaparkunngerðini, og búskaparskipanir landsins verða ikki gagnnýttar í tann mun, ætlanin var. Fíggjarmálaráðið er í ferð við at kanna, um undirtøka er fyri at fara undir samanleggingar, og hvussu tær kunnu verða fíggjaðar.

 

Hølisviðurskifti/smáar umsitingareindir, s. 16-17: Løgtingsgrannskoðararnir mæltu løgmanni og landsstýrismanninum til at endurskoða verandi hølisumstøður, vavið og uppgávurnar hjá verandi umsitingareindum út frá einum heildarsjónarmiði.

Fíggjarmálaráðið hevur tikið stig til at endurskoða bygnaðin, og Løgmansfyrisitingin arbeiðir m.a. við at betra um samstarvið millum ráðini fyri at skapa felags loysnir og fullnýta fyrisitingarliga tilfeingið.

 

KT-trygd á Gjaldstovuni, s. 17-18: Í 2004 var ein KT-trygdarfyriskipan formliga sett í verk at halda skil á og fylgja við øllum eftirlitsvirksemi á stovninum sambært roknskaparreglugerðini, KT-trygdarforskriftum o.ø. Gjaldstovan er farin undir eina serliga loysn, við atgeingi frá alnetinum, sum tríggir stovnar royna.

 

Lønarumsiting á Gjaldstovuni, s. 19-20: Arbeiðið heldur fram at leggja miðfirraðu lønarskipanirnar um til felags lønarskipanina. Gjaldstovan vísir á, at skal nakað munagott verða gjørt fyri at fáa allar almennar lønir avgreiddar einsháttað í somu skipan, er neyðugt at fremja ávísar bygnaðarbroytingar, og at savna fólk við serkunnleika á lønarøkinum í eina eind.

 

Avstemman av fíggjarstøðuni, s. 20-21: Avstemmanararbeiðið við m.a. góðkenningar- og kekklistum er væl skipað. Onkrir avstemmanartrupulleikar eru framvegis millum høvuðsbókhaldið og nakrar av skipanunum, sum Toll- og Skattstovan umsitur.

 

Fíggjarligur útbúnaður, s. 22-24: Framvegis er ósemja um, hvørjar grunnar/stovnar landið eigur, og hvørjir skulu verða tiknir við í landsroknskapin. M.a. tí er framvegis ógreitt, hvørjar stovnar/grunnar hesin roknskaparpostur eigur at fevna um.

 

Framleiðsluavgjald, s. 36: Toll- og Skattstova Føroya arbeiðir framvegis við at skjalprógva og umskipa verandi eftirlitsmannagongdir.

 

Kervisskoðan, s. 42-43: Avtala um kervisskoðan av KT-skipanum hjá Toll- og Skattstovuni á Elektron varð er loksins undirskrivað í mai 2004. Sambært frágreiðingum frá kervisskoðaranum er sum heild fyriskipað eitt nøktandi trygdar- og eftirlitsstøði á Elektron, men staðfestir eru týðandi manglar og veikleikar á fleiri økjum, og nakrar viðmerkingar eru enn ikki loystar, m.a. skjalfestan av skattaskipanini. Kervisskoðarin heldur roknskapargrannskoðanina kunna líta á dátu-, kervis- og rakstrartrygdina á Elektron. Men tað er neyðugt, at roknskapargrannskoðanin ger sær eina neyva meting av, um mannagongdirnar á Toll- og Skattstovu Føroya eru munadyggar, og serstakliga um leiðslan hevur neyðugt eftirlit við frávikum. Aðrastaðni í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini er víst á, at innaneftirlitið á nøkrum økjum er ikki nøktandi.

 

1.2.3.    Mál, sum lítið og einki er gjørt við

Tøkur peningur, s. 26-28: Hugtøkini “landskassin” og “landsstovnar”, bæði í lógini “um Landsbankan” og í lógini “um landskassans innlán og lán í Landsbankanum”, eru ógreið. Løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri ferðir mælt til at fáa greiðu á hesum spurningi. Landsstovnar/-grunnar liggja hvør sær inni við ofta lágt rentaðum tøkum peningi. Gjaldstovan hevur áður víst á, hvussu bøtt kann verða um stýringina av landskassans gjaldføri, og Landsbankin tekur undir við hesum. Løgtingsgrannskoðararnir vístu í seinasta uppskoti til samtyktar enn einaferð á, at teir halda tað vera óheppið, at málið ikki er loyst, og mæltu enn einaferð landsstýrismanninum til at fáa viðurskiftini í rættlag.

 

Innflutningsgjøld, s. 32: Landsgrannskoðanin hevur aftur mælt Toll- og Skattstovu Føroya til at gera serligar teldukanningar at finna ávísar størri feilir, nú innflytarar sjálvir eru farnir at tollavgreiða.

 

Innkrevjing, s. 38-39: Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at loysa nakrar yvirskipaðar trupulleikar, t.d. at eingin innkrevjingarlóg er, at innkrevjingin hjá sama borgara verður viðgjørd í fleiri skipanum, at markamót eru ógreið, at innkrevjingin ikki verður loyst sum ein sergrein, og at innkrevjingin ikki er nóg væl samskipað við høvuðsbókhaldið. Umrøddu trupulleikar eru ikki loystir. Kervisskoðarin hevur mælt til at seta í verk munadyggar mannagongdir og eftirlitsskipanir at tryggja rætta málsviðgerð.

 

Innkrevjing av vinnulánum: Løgtingsgrannskoðararnir mæltu enn einaferð til, at arbeiðið verður betur skipað. Vísandi til s. 39-41 er støðan óbroytt.

 

2.            Løgmansfyrisitingin

2.1.      Viðmerkingar

Sendistovan í Keypmannahavn, s. 61: Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin innaneftirlitið á Sendistovuni vera gott, men hevur tó mælt til nakrar ábøtur.

 

2.2.      Viðmerkingar til ávís mál, umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar

Niðanfyri verður Løgtingið kunnað um gongdina í nøkrum av teimum málum, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar:

 

2.2.1.    Mál, sum eru um at verða loyst

Menningarhjálp, s. 59: 5. mars 2005 legði løgmaður fram uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarhjálp, sum gevur løgmanni heimild at áseta nærri reglur.

 

2.2.2.    Mál, sum arbeitt verður við

Nord Atlantisk Brygge, s. 59: Landsgrannskoðanin ætlar at gjøgnumganga viðurskiftini gjøllari, tá ið byggiroknskapurin hjá ”Fonden den Nordatlantiske Brygge” er liðugur á vári 2005.

 

Samsýning o.a. til landsstýrismenn, s. 60: Í mai 2003 samtykti Løgtingið Ll. nr. 77/2003 “um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m.” Tilmælið er ikki latið løgmanni enn.

 

3.            Fiskivinna

3.1.      Viðmerkingar

Sjóvinnufyrisitingin og Trygdarmiðstøðin, s. 64-65: Landsgrannskoðanin hevur verið á kassaeftirliti og kannað umsitingina av inntøkum og skuldaraeftirstøðum. Landsgrannskoðanin hevur mælt til ávísar ábøtur.

 

Sjóbjargingarstøðin, s. 66: Landsgrannskoðanin hevur kannað, um ásetingarnar í roknskaparreglugerðini verða hildnar, og hevur grannskoðað lønir og skjøl. Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at innaneftirlitið er gott, men hevur tó mælt til ávísar ábøtur.

 

Fiskirannsóknarstovan og Magnus Heinason, s. 66-69: Landsgrannskoðanin hevur kannað, um ásetingarnar í roknskaparreglugerðini verða hildnar, og hevur grannskoðað lønir, skjøl og inntøkur. Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at innaneftirlitið er gott, men hevur tó mælt til ávísar ábøtur. Landsgrannskoðanin heldur ikki, at verkætlanarvirksemið á Fiskirannsóknarstovuni lýkur treytirnar í játtanarskipanini til inntøkufíggjað virksemi.

 

3.2.      Viðmerkingar til ávís mál, umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar

Niðanfyri verður Løgtingið kunnað um gongdina í nøkrum av teimum málum, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar:

 

3.2.1.    Mál, sum eru loyst

Sjúkratrygd, s. 70: Bøtt er um veikleikarnar í lógini.

 

3.2.2.    Mál, sum eru um at verða loyst

Fiskiveiðieftirlit/tyrlutænastan, s. 65-66: Roknskapurin hjá “tyrlutænastuni” er munandi betur greinaður.

 

Lønjavningarstovan, s. 69: Bøtt er um innaneftirlitið.

 

3.2.3.    Mál, sum arbeitt verður við

Telefonstuðul, s. 71: Lógin lýkur ikki fleiri grundleggjandi krøv til eina “góða” studningslóg. Lógin verður endurskoðað í 2005.

 

Stuðul til gransking, menning og royndir, s. 71: Løgtingsgrannskoðararnir hildu, at studningsjáttanirnar eru ikki nóg greiðar, at umsitingin ikki er nøktandi, og mæltu landsstýrismanninum til at bøta um viðurskiftini. Fiskimálaráðið hevur arbeitt við lóggávu, sum skal samskipa studningsjáttanirnar hjá Fiskimálaráðnum, men arbeiðið hevur drigið út.

 

3.2.4.    Mál, sum lítið og einki er gjørt við

Lønjavningarstovan, EDV-viðurskifti s. 69: EDV-verkætlanin at endurnýggja verandi skipanir steðgaði í 2004, tá játtanin var skorin burtur. Landsgrannskoðanin hevur víst á, at tað er óheppið við ongari kravfesting og hevur mælt til, at EDV-skipanirnar verða dagførdar í samráð við Fíggjarmálaráðið, sum liður í einari yvirskipaðari heildarætlan.

 

Mánaðarligur minstaforvinningur, s. 69-70: Løgtingsgrannskoðararnir hava í áravís víst á tørvin á greiðari reglum. Sambært landsstýrismanninum er politiskur meiriluti ikki fyri at broyta skipanina.

 

3.3.      Privat grannskoðan

Forskotsgrunnur Fiskiflotans

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at. Grannskoðarin hevur víst á, at fyrisiting grunsins er lítil, og tí er ikki møguligt at hava tann skilnað millum uppgávurnar, ið er treytin fyri einum virknum innanhýsis eftirliti.

 

4.            Vinnumál o.a.

4.1.      Viðmerkingar

Matrikulstovan, s. 76-77: Landsgrannskoðanin hevur kannað, um ásetingarnar í roknskaparreglugerðini verða hildnar og hevur grannskoðað lønir, skjøl og inntøkur. Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at innaneftirlitið er gott, men hevur tó mælt til ávísar ábøtur.

 

Vinnumálaráðið, s. 78-79: Landsgrannskoðanin hevur kannað, um ásetingarnar í roknskaparreglugerðini verða hildnar og hevur grannskoðað lønir og skjøl. Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at innaneftirlitið er gott, men hevur tó mælt til ávísar ábøtur.

 

Ferðaráð Føroya, s. 79-80: Landsgrannskoðanin hevur kannað umsitingina av studningi til økisferðavinnufeløg, studningi til FITUR og inntøkufíggjað virksemi. Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at umsitingin av studningi er væl skipað, men hevur tó mælt til at endurskoða lógargrundarlagið og skrivligu mannagongdirnar. Sambært Landsgrannskoðanini lýkur inntøkufíggjaða virksemið ikki ásetingarnar í játtanarskipanini.

 

Endurgjald til skipasmíð, s. 81-82: Landsgrannskoðanin hevur kannað umsitingina av skipasmiðjustudningi, lógargrundarlagið fyri studninginum og umsitingarútreiðslurnar av studningsskipanini. Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at umsitingin av studningi er væl skipað, men hevur tó mælt til at endurskoða lógargrundarlagið, og at tað greiðari gongur fram, hvat umsitingin av skipasmiðjustudningi kostar.

 

Landsverk, s. 83-86: Landsgrannskoðanin hevur kannað EDV-nýtslu, virksemi/inntøkur og innanhýsis skrásetingar. Landsgrannskoðanin hevur mælt til ymiskar ábøtur viðvíkjandi EDV-nýtslu, og Landsverk arbeiðir við at orða KT-politikk/KT-trygdarpolitikk, at skjalprógva KT-umhvørvið, at dagføra roknskaparreglugerðina og at gera rakstraravtalu við Gjaldstovuna viðvíkjandi “egnum EDV-skipanum”.

Landsgrannskoðanin hevur mælt til ymiskar ábøtur viðvíkjandi inntøkum, prísáseting o.a., og Landsverk arbeiðir við at orða ein príspolitikk og við at tryggja, at inntøkufíggjaða virksemið ikki skal vera kappingaravlagandi.

Harafturat hevur Landsgrannskoðanin mælt til ymiskar ábøtur viðvíkjandi “innanhýsis bókhaldsskipanini”, at gjøgnumganga skrásetingar, prísir og kontuskipan og at kanna, um mannagongdir kring skipanina kunnu rationaliserast. Landsverk hevur gjørt ymiskar ábøtur t.d. broytt kontuskipanina, og Landsverk er farið undir at gera eina nýggja skipan í staðin fyri “innanhýsis bókhaldsskipanina”.

 

4.2.      Viðmerkingar til ávís mál, umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar

Niðanfyri verður Løgtingið kunnað um gongdina í nøkrum av teimum málum, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar:

 

4.2.1.    Mál, sum eru um at verða loyst

Tyrlutænastan, s. 81: Landsstýrið/Vinnumálaráðið hevur síðani 1996 rindað Atlantsflogi 5 mió.kr. fyri at flúgva ímillum oyggjarnar við Bell 212 tyrluni, sum Landsstýrið eigur. Vinnumálaráðið segði sáttmálan upp til 1. mars 2003. Samráðingar um nýggjan sáttmála eru lidnar, og í næstum verður nýggjur sáttmáli skrivaður undir.

 

4.2.2.    Mál, sum arbeitt verður við

Endurgjaldsgrunnur alivinnunnar, s. 80-81: Endurgjaldskrav varð reist móti grunninum í 2001. Í 2004 varð semja gjørd millum partarnar. Grunnurin rindaði saksøkjaranum endurgjald 8,9 mió.kr. umframt sakarmálskostnað. Vinnumálaráðið bíðar eftir, um enn eitt endurgjaldskrav verður reist móti grunninum. Síðani verða lóg og grunnur tikin av.

 

Vantandi stjórnan av kunningartrygd, s. 74-75: Løgtingsgrannskoðararnir hava víst á, at tá ræður um KT-trygd, er verandi KT-bygnaður eitt tað størsta vandamálið. Landsumsitingin hevur eitt ótal av KT-skipanum, og skal hvør stovnur í sínum lag lúka øll trygdarkrøvini, er vandi fyri, at kunningartøkni gerst eitt haft um beinið á landsumsitingini. Løgtingsgrannskoðararnir hava gjørt vart við, at vantandi KT-trygd, m.a. í sambandi við herdu krøvini um verju av persónsupplýsingum, er ein ovurstórur almennur trupulleiki í allari landsumsitingini, og at tað er bráðneyðugt at miðsavna og samskipa eina loysn á trupulleikunum. Vinnumálaráðið hevur í rundskrivi ásett, at landsstovnar skulu lúka altjóða KT-trygdarkrøv (ISO 17799) í seinasta lagi 1. februar 2006.

 

Rúsdrekkasøla Landsins, s. 75-76: Eins og undanfarin ár hevur Landsgrannskoðanin verið ófráboðað á kassa- og goymslueftirlitum. Ábøtur eru gjørdar í lønarumsitingini og á EDV-økinum. Stovnurin liggur framvegis inni við nógvum gjaldføri, men arbeitt verður við tættari tilknýti til búskaparskipanir landsins.

 

Arbeiðseftirlitið, s. 77-78: Sambært landsstýrismanninum er príslisti fyri ikki lógarásettar tænastur góðkendur, og príslisti fyri lógarásett eftirlit verður lýstur í kunngerð í 2005. Sambært landsstýrismanninum lúka príslistarnir treytirnar í játtanarskipanini.

 

4.3.      Privat grannskoðan

Strandfaraskip Landsins

Grannskoðaravirkið INPACT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanar-frágreiðingini var einki at finnast at.

Strandfaraskip Landsins hevði við árslok 2003 tvey krøv móti sær um havna- og brúgvagjøld, sum í ringasta føri kundu ført til 3,2 mió.kr. í eyka útreiðslum. Talan er um somu krøv, sum vórðu nevnd í seinasta uppskoti til samtyktar.

Grannskoðarin vísir enn einaferð á, at avstemmanin av ferðaseðlatólunum Buscom ikki er nóg trygg, og heitir á leiðsluna um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Í 2003 eru avsettar 500 t.kr. afturat ímóti tapi uppá skuldarar, soleiðis at tilsamans eru nú 2.750 t.kr. avsettar.

 

Vinnuframagrunnurin

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanar-frágreiðingini var einki at finnast at.

Grannskoðarin vísir á, at fyrisitingin er lítil, og tí er ikki møguligt at hava tann skilnað millum uppgávurnar, ið er treytin fyri einum virknum innanhýsis eftirliti.

 

Postverk Føroya

Grannskoðanarvirkið Rasmussen & Weihe hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at. Grannskoðarin mælir til at bøta um innaneftirlitið á fleiri roknskaparøkjum.

 

Menningarstovan

Grannskoðanarvirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

Grannskoðarin vísir á, at fyrisitingin er lítil, og tí er ikki møguligt at hava tann skilnað millum uppgávurnar, ið er treytin fyri einum virknum innanhýsis eftirliti.

 

Barsilsskipanin

Barsilsskipanin verður umsitin av Arbeiðsloysistryggingini. Grannskoðanarvirkið Rasmussen & Weihe hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at. Grannskoðarin ger vart við, at tvey tilmæli í undanfarnu grannskoðanarfrágreiðing framvegis ikki eru loyst. Talan er um manglandi innanhýsis eftirlit við teimum upplýsingum frá arbeiðsgevarum og privatpersónum, sum eru grundarlagið undir útgjaldinum.

 

5.            Útbúgving og gransking o.a.

5.1.      Viðmerkingar

Føroya Skúlabókagrunnur, s. 92-93: Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin innaneftirlitið á Skúlabókagrunninum vera gott, men hevur tó mælt til ávísar ábøtur. Landsgrannskoðanin heldur ikki, at útgávuvirksemið lýkur treytirnar um ”inntøkufíggjað virksemi”.

 

Studentaskúlarnir í Eysturoynni og Hoydølum, sjómansskúlarnir í Klaksvík og Tórshavn, Læraraskúlin, Fróðskaparsetrið, Altjóða Skrivstovan, Fornminnissavnið, Landsskjalasavnið, Náttúrugripasavnið og Biofar, s. 96-103. Landsgrannskoðanin hevur kannað, um ásetingarnar í roknskaparreglugerðum verða hildnar, og hevur grannskoðað lønir og skjøl. Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at innaneftirlitið á stovnunum er gott, men hevur tó mælt til nakrar ábøtur:

           at      endurskoða roknskaparreglugerðina, herímillum at lýsa mannagongdir á fleiri økjum m.a. roknskapargóðkenningina, prísáseting, umsitingina av inntøkum, gjaldingum og lønum,

           at      finna ein hóskandi hátt at skráseta arbeiðstíð, so tað sæst, hvat arbeiðstíðin verður brúkt til, vísandi til § 7 í roknskaparkunngerðini,

           at      taka spurningin um “inntøkufíggjað virksemi” upp við Mentamálaráðið, tí virksemið lýkur ikki ásettu treytirnar í játtanarskipanini,

           at      dagføra yvirlitið yvir ognir og útbúnað,

           at      stovnarnir tryggja sær, at journal- og skjalasavnsætlanir lúka galdandi reglur.

 

5.2.      Viðmerkingar til ávís mál, umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar

Niðanfyri verður Løgtingið kunnað um gongdina í nøkrum av teimum málum, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar:

 

5.2.1.    Mál, sum eru loyst

Eftirútbúgving av yrkislærdum, s. 94-95: Í fíggjarlógini 2005 er kontan “Eftirútbúgving av yrkislærdum” tikin av.

 

5.2.2.    Mál, sum eru um at verða loyst

Vantandi reglur fyri mannagongdum á roknskaparøkinum: Flestu stovnar undir Mentamálaráðnum hava nú gjørt roknskaparreglugerð, sum Mentamálaráðið hevur góðkent.

 

5.2.3.    Mál, sum arbeitt verður við

Musikkskúlaskipanin, s. 91: Løgtingsgrannskoðararnir hava áður mælt til at endurskoða lógina, soleiðis at fult samsvar verður ímillum praksis og allar ásetingar í lógini. Landskassin rindar allar lønarútreiðslurnar, og kommunurnar endurrinda landskassanum 50% av lønarútreiðslunum, hóast lógin ásetir, at landskassin letur studning. Nevndin, sum skuldi endurskoða musikkskúlaskipanina, er ikki komin við nøkrum tilmæli.

 

Frítíðarundirvísing, s. 91-92: Landsgrannskoðanin hevur fleiri ferðir víst á, at fult samsvar er ikki ímillum lógina um frítíðarundirvísing og fyrisitingarligu mannagongdirnar. Hóast lógin ásetir, at landskassin veitir kommununum studning, er játtanin ein rakstrarjáttan. Landskassin rindar lønirnar, og kommunurnar endurrinda landskassanum fyri lønarútreiðslurnar. Landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at frá 1. august 2005 skal lóggávan verða fylgd, soleiðis at kommunurnar sjálvar skulu gjalda undirvísarum løn o.a. samsýningar, og Mentamálaráðið skal veita kommununum studning.

 

Skúlabókagrunnurin s. 92-93: Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at dagføra lógargrundarlagið fyri Føroya Skúlabókagrunn. Uppskot til løgtingslóg um útgávu av undirvísingarmiðlum varð lagt fyri tingið í mars 2005.

 

Bókamiðsølan, s. 94: Viðurskiftini viðvíkjandi Bókamiðsøluni eru ikki greidd.

 

Yrkisskúlar og aðrir skúlar, s. 95-96: Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at seta neyvari reglur fyri rakstrarstuðli til yrkisskúlar og aðrar skúlar. Landsstýrismaðurin hevur kunnað um, at arbeitt verður við málinum.

 

Samskipan av virkseminum hjá sjómansskúlunum, s. 98: Í 2002 segði landsstýrismaðurin, at hann ætlaði at viðgera spurningin um at samskipa virksemið hjá sjómansskúlunum. Sambært landsstýrismanninum er høvuðskunngerðin fyri útbúgvingarnar á sjómansskúlunum liðug og er send at góðkenna. Tá ið kunngerðin er komin í gildi, er ætlanin at fara undir arbeiðið at samskipa virksemið á sjómansskúlunum í Klaksvík og í Tórshavn.

 

Útbúgvingarstuðul og –lán, s. 100-101: Arbeiðið við at gera reglur um innanhýsis eftirlit er ikki liðugt. Fleiri veikleikar eru við EDV-skipanini. Fyrri partur av einari nýggjari skipan er tikin í nýtslu, og seinni parturin verður tikin í nýtslu við árslok 2005. Toll- og Skattstovan er byrjað at heinta inn falna skuld hjá teimum, sum búgva í Føroyum. Ein nøktandi loysn er ikki funnin enn fyri lestrarskuld hjá teimum, sum búgva uttanlands.

 

Stuðul til mentan og ítrótt, s. 104: Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at bøta um stuðulsgrundarlag/-lóggávu, so endamál og treytir o.a. verða greiðari. Í mars 2005 hevur landsstýrismaðurin lagt fyri tingið “uppskot til løgtingslóg um stuðul til mentan og list v.m.”

 

5.2.4.    Mál, sum lítið og einki er gjørt við

Fróðskaparsetur Føroya: Løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri ferðir mælt landsstýrismanninum til at greiða spurningin, um talan er um ein sjálvsognarstovn.

 

Sjálvsognarstovnar, “onnur játtan” ella “rakstrarjáttan”: Løgtingsgrannskoðararnir hava fleiri ferðir átalað, at Fíggjarmálaráðið hevur ikki ásett neyvari reglur á hesum øki.

 

Føroya Landsskjalasavn: Løgtingsgrannskoðararnir vístu á, at nógvir stovnar hava ikki eina nøktandi journalskipan, og at aðalráð og stovnar gera íløgur í EDV-journalskipanir, ofta hvør í sínum lagi. Hevði tað verið betur samskipað, kundu íløgur, rakstur, menning og viðlíkahald av hesum skipanum verið væl bíligari.

 

Føroya Landsbókasavn: Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at áseta reglurnar, sum eru kravdar í lógini.

 

Føroya Læraraskúli, s. 99-100: Lønarumsitingin byggir ikki í øllum førum á eitt neyvt og skjalfest grundarlag, sum kann verða grannskoðað.

 

5.3.      Privat grannskoðan

Granskingarverkætlan fyri økismenning

Grannskoðaravirkið INPACT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðaranum er einki at finnast at.

Í grannskoðaraátekningini er greitt frá, at av misgáum eru kr. 70.000 bókaðar 2 ferðir í 2003. Ársroknskapurin vísir tí eitt avlop kr. 38.768, í staðin fyri eitt hall kr. 31.232.

 

Sjónvarp Føroya

Grannskoðaravirkið INPACT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

Grannskoðarin vísir enn einaferð á, at formellu skrásettu ognarviðurskiftini viðvíkjandi materiellu støðisognini eru ógreið, og tað hevur havt við sær, at onkur ivamál hava stungið seg upp. Sambært grannskoðaranum eru viðurskiftini ikki komin í rættlag.

 

Útvarp Føroya

Grannskoðaravirkið INPACT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

 

Granskingargrunnurin

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðaranum var einki at finnast at.

Roknskapurin hjá grunninum er við í landsroknskapinum undir “eksternir grunnar”. Í 2002 var munur á interna og eksterna roknskapinum, vegna ymiskar bókingarmannagongdir. Grannskoðarin vísir á, at í 2003 er bókingarmannagongdin løgd um. Ymiskar rættingar eru gjørdar, har útreiðslur eru bókaðar á røttu kontu í rakstrinum. Grannskoðarin hevur í roknskapinum eina uppgerð, ið vísir, hvussu raksturin eigur at verða, og eftirbókingar eru framdar í samsvari við uppgerðina.

 

Sernámsdepilin

Grannskoðaravirkið INPACT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Grannskoðarin vísir enn einaferð á, at stovnurin átti at gjørt eina neyva rakstrarætlan niður á kontustøði, sum skuldi verið grundarlagið undir játtanini. Grannskoðarin vísir á, at tað hevði ført við sær, at møguleiki hevði verið at staðfest, hvar minni- og meirnýtsla hevur verið. Grannskoðarin hevur heitt á leiðsluna og á Mentamálaráðið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

Grannskoðarin vísir á, at stovnurin í nógv ár ikki hevur hildið játtanina til lønir, men í 2003 er javnvág millum lønir og játtan.

 

Føroya Handilsskúli

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Í grannskoðanarátekningini og í grannskoðanarfrágreiðingini vísir grannskoðarin á, at tey formligu viðurskiftini frá almennari síðu eru ikki komin uppá pláss, tí eingir starvsfólkasáttmálar eru gjørdir við tað almenna viðvíkjandi lærarunum, hvørki um lønar- ella eftirlønarviðurskifti. Tað er síðani gjørt. Grannskoðarin vísir eins og undanfarin ár á, at ongin avtala er gjørd um fyrisitingarliga grannskoðan, og tí er bert fíggjarlig grannskoðan av skúlanum útint.

 

Tekniski skúli í Tórshavn

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at. Grannskoðarin Grannskoðarin vísir eins og undanfarin ár á, at ongin avtala er gjørd um fyrisitingarliga grannskoðan, og tí er bert fíggjarlig grannskoðan av skúlanum útint.

Í sambandi við roknskapin 2004 heitti Mentamálaráðið í januar 2005 á skúlan um at tryggja, at tey í roknskaparkunngerðini § 4, stk. 2 og 3, nevndu krøv til roknskapin verða hildin.

 

Tekniski skúli í Klaksvík

PricewaterhouseCoopers hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

 

Listasavn Føroya

Grannskoðaravirkið Rasmussen & Weihe hevur grannskoðað roknskapin fyri 2003. Eins og undanfarin ár tekur grannskoðarin fyrivarni fyri, hvussu roknskapurin er býttur upp. Grannskoðarin vísir á, at landið rindar flestu føstu útreiðslurnar, og at eingin formlig avtala er um, hvussu roknskaparliga býtið er millum landið og sjálveigandi partin. Nevndin ger av, hvussu býtið skal vera, og tað verður víst sum nota í roknskapinum. Grannskoðarin ger vart við, at hann ikki hevur grannskoðað hesa uppgerð.

Grannskoðarin vísir á, at tað verður arbeitt við at fáa eina formliga avtalu við Mentamálaráðið um, hvussu býtið av úrslitinum í tí sjálveigandi partinum skal vera.

Grannskoðaranum kunnugt er stovnurin í ferð við at gera eina virkisgongd fyri øll týðandi virkisøki hjá stovninum, og eisini verður gjørd ein roknskaparreglugerð. Grannskoðarin mælir til, at tað verður framt í verki skjótast gjørligt.

Vísandi til s. 103 í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini hevur landsstýrismaðurin greitt frá, at viðurskiftini millum sjálvsognarstovnin og stovnsraksturin enn ikki eru greidd, og arbeitt verður við at endurskoða viðtøkurnar hjá Listasavninum. Mentamálaráðið væntar, at arbeiðið verður liðugt á vári 2005.

 

6.            Oljumál o.a.

6.1.1.    Mál, sum arbeitt verður við

Umhvørvi: Í seinasta uppskoti til samtyktar vístu løgtingsgrannskoðararnir á, at umhvørvisverndarlógin hevur 15 ár á baki, men framvegis vantar at gera fleiri av kortleggingunum og ætlanunum, sum sambært lógini skulu verða gjørdar. Løgtingsgrannskoðararnir hildu tí, at tíðin var búgvin til at endurskoða lógina og gera eina realistiska meting av, í hvønn mun verandi umhvørvisfyrisiting megnar at umsita lógina í verandi líki.

 

7.            Almannamál

7.1.      Viðmerkingar

Umsorganararbeiðið, s. 115-116: Samanumtikið er málsviðgerðin hóskandi og góð eftir umstøðunum. Tørvur er á at bøta um stuðulsgrundarlag/-lóggávu, so endamál, treytir, heimildir o.a. verða greiðari. Í februar 2005 hevur landsstýrismaðurin lagt uppskot til løgtingslóg um stuðul til umsorganararbeiði fyri tingið.

 

Viðbót til ávísar pensjónistar, s. 117: Kannaðu útgjaldingarnar vóru rættar. Almannastovan arbeiðir við at bøta um umsitingina og innaneftirlitið, sum Landsgrannskoðanin hevur mælt til. Mælt er til greiða lógarheimild, um so er, at peningur skal krevjast aftur í sambandi við eftirrokning.

 

Avlamisveiting, s. 118: Nøkur mál eru kannað. Einki var at viðmerkja.

 

Persónlig viðbót til pensjónistar, s. 121-122: Í “gomlu” kunngerðini frá 2000 vóru av órøttum ásett ognar- og inntøkumørk, og í innanhýsis leiðbeiningum vóru somuleiðis ásettar hámarksupphæddir. Kunngerðin er broytt í 2004, og leiðbeiningarnar verða broyttar.

 

Forsorg §§ 9, 10, 12 og 13, s. 125-126: Forsorgarmál á øllum deildum eru kannað. Samanumtikið vóru útgjaldingarnar rættar. Víst verður enn einaferð á, at ásetingin í § 12 um eftirmeting og ráðgeving innan 3 mánaðir ikki verður hildin.

 

Stuðul til heilivág, s. 128-130: Víst verður m.a. á, at innaneftirlitið á Almannastovuni er ikki nøktandi, og at konteringin er ikki neyv. Arbeiðsgongd og dátuflutningur millum Almannastovuna og Apoteksverkið eru ikki nóg væl skipað, og tað førir í fleiri førum til óneyðugt dupultarbeiði.

 

Stuðulsfólkaskipan fyri vaksin, s. 131: Samanumtikið verður hildið, at roknskapar- og lønarviðurskiftini eru væl skipað.

 

Stovnar og sambýli innan eldra- og serforsorgina, s. 132-138: Á hesum øki er lógargrundarlagið ofta ófullfíggjað, greiðar reglur og ásetingar vanta á fleiri økjum, og ymiskt er, hvat pensjónistar gjalda fyri uppihald, umlætting og heimahjálp. Landsstýrismaðurin ásannar, at, hóast ymisk heiti, er ikki nakar prinsipiellur munur millum ellisheim, røktarheim og eldrasambýli, og heldur ikki millum bústovnar og sambýli innan Serforsorgina. Landsstýrismaðurin er farin undir at samskipa lóggávuna.

Víst verður á, at umsøkjarar eru ikki viðgjørdir eins viðvíkjandi stuðuli til eldrasambýli. Eftirsíðan er lóggáva komin á økinum.

 

Almanna- og Heilsumálaráðið, s. 150: Landsstýrismaðurin hevur tikið stig til at bøta um samskiftið við Landsgrannskoðanina.

 

7.2.      Viðmerkingar til ávís mál, umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar

Niðanfyri verður Løgtingið kunnað um gongdina í nøkrum av teimum málum, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar:

 

7.2.1.    Mál, sum eru loyst

Dagpeningaútreiðslur, s. 123-124: Lógarásettar kunngerðir eru gjørdar m.a. um gjøld og reglur fyri sjálvbodnu tryggingina. Bøtt er um journalviðurskifti, uppritabløð og skjalprógv fyri útrokningum.

 

Ansingarsamsýning, s. 124: 20 ár eftir at lógin kom í gildi, er lógarkravda kunngerðin loksins gjørd.

 

7.2.2.    Mál, sum eru um at verða loyst

Almannastovan, s. 110: Roknskaparviðurskiftini eru væl skipað, farið er undir at krevja inn skuldarar, og arbeitt verður við at halda reglur um ferðaforskot, langtíðarleigu og ognaryvirlit.

 

Almannapensjónir, s. 118-121: Síðan lógin kom í gildi 2000 hava Landsgrannskoðanin, Kærustovnurin og Almannastovan gjørt vart við, at í fleiri førum er ógreitt, hvussu ásetingarnar í §§ 21-23, sum fevna um árliga pensjónsásetan, umrokning, eftirrokning, aftur- og eftirgjald, skulu verða tulkaðar. Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at tryggja, at nógvu ivaspurningarnir í hesum máli vórðu greiddir sum skjótast. Sambært landsstýrismanninum var ætlanin at broyta §§ 21-23 í lógaruppskoti í februar 2005, men neyðugt varð at kanna ávís viðurskifti nærri; tó er málið ikki slept.

 

Samdøgursstovnurin “Rókin”, s. 122-123: Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at dagføra kunngerðina. Landsstýrismaðurin ætlar at dagføra kunngerðina sambært nýggju lógini um barnavernd, ið varð samtykt 4. mars 2005.

 

7.2.3.    Mál, sum arbeitt verður við

EDV-viðurskifti á Almannastovuni: Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at tryggja, at viðurskiftini komu í rættlag sum skjótast. Á s. 110-115 verður víst á, at bøtt er um viðurskiftini á summum økjum, men á týðandi økjum eru ikki framdar nøktandi ábøtur. Vinnumálaráðið hevur í rundskrivi ásett, at landsstovnar skulu lúka altjóða KT-trygdarkrøv (ISO 17799) í seinasta lagi 1. februar 2006. Tí er neyðugt, at Almannastovan straks fer undir eina skipaða tilgongd. Viðvíkjandi dagpeningaskipanini, s. 124, verður arbeitt við at bøta um innaneftirlitið, og á eykajáttanarlóg mars 2005 hevur landsstýrismaðurin biðið um eina eykajáttan til at tørvsmeta og kravfesta eina KT-heildarskipan fyri Almannastovuna.

 

Forsorgarveitingar sambært § 18 - endurbúgving, s. 121: Løgtingsgrannskoðararnir átalaðu enn einaferð, at neyvari reglur sambært § 18, stk. 6, í forsorgarlógini ikki eru gjørdar. Sambært landsstýrismanninum er ein vegleiðing um at verða liðug, og endurbúgvingarreglurnar verða væntandi endurskoðaðar í 2005, í sambandi við at forsorgarlógin verður endurskoðað.

 

Barnaforsorgarútreiðslur, s. 130-131: Fleiri ógreið viðurskifti eru viðvíkjandi barnaverndarútreiðslunum, ið landið endurrindar kommunum, og teimum útreiðslum, ið Almannastovan sjálv rindar, herímillum pleygulønir o.a. Sambært landsstýrismanninum arbeiðir Almannastovan við at fáa viðurskiftini í rættlag. Hóast barnaverndarøkið er flutt kommununum, heldur Landsgrannskoðanin tað framvegis vera neyðugt at áseta reglur um roknskaparverkið.

 

Heimarøktin, s. 138-142: Sambært landsstýrismanninum verður á summum økjum arbeitt við at bøta um roknskapar- og onnur viðurskifti, sum Landsgrannskoðanin hevur mælt til, og farið er undir at endurskoða og bøta um gjaldsskipanina fyri heimahjálp. Landsgrannskoðanin lat landsstýrismanninum grannskoðanarfrágreiðing í mars 2004 og setti fleiri spurningar. Í mars 2005 hevur landsstýrismaðurin svarað summum spurningum og ætlar at svara hinum áðrenn ein mánað.

 

Serforsorgin, s. 142-144: Arbeitt verður við at bøta um roknskaparviðurskiftini og innaneftirlitið á lønarøkinum. Í 2005 hevur landsstýrismaðurin gjørt tvær kunngerðir á økinum. Reglur eru tó ikki ásettar um, hvussu peningurin hjá búfólkunum skal verða umsitin.

 

Hjálpartólamiðstøðin, roknskaparviðurskifti o.a., s. 146–147: Sambært landsstýrismanninum arbeiðir Hjálpartólamiðstøðin við at fremja tær ábøtur, Landsgrannskoðanin hevur mælt til.

 

7.2.4.    Mál, sum lítið og einki er gjørt við

Barnapeningur veittur í forskoti, s. 115: Seinnu árini er víst á, at tørvur er á at bøta um viðurskiftini á fleiri økjum, so sum journalviðurskifti, málsviðgerð, innaneftirlit, innkrevjing o.a.

 

Kontering av forsorgarveitingum, s. 122: Landsgrannskoðanin hevur til fánýtis øll nítiárini víst á, at konteringarnar á almannaøkinum eru alt ov tilvildarligar, m.a. tí eingin konteringarleiðbeining finst. Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at tryggja, at viðurskiftini koma í rættlag sum skjótast. Sambært landsstýrismanninum er Almannastovan farin undir at gera eina konteringarleiðbeining, men óvist er, nær hon verður liðug.

 

Forsorgarveitingar sambært § 17, s. 126-127: Nýtta inntøkugrundarlagið fyri mista arbeiðsinntøku tyktist tilvildarligt, og nógv ógreið viðurskifti eru viðvíkjandi stuðli til eykaútreiðslur. Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at áseta neyvari reglur sum skjótast.

 

Útreiðslur viðvíkjandi føroyingum á stovnum í Danmark o.a., s. 144-146: Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at fáa í rættlag heimildargrundarlag at endurrinda pensjón og ferðaútreiðslur og at rinda viðbøtur til viðskiftafólk. Hóast fleiri áminningarskriv, hevur landsstýrismaðurin ikki svarað.

 

Hjálpartólamiðstøðin, heimildarspurningar, s. 147-150: Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um sum skjótast at greiða heimildarspurningarnar. Hóast nógvar áminningar í meira enn 4 ár hevur Landsgrannskoðanin ikki fingið greitt og nøktandi svar.

 

7.3.      Privat grannskoðan

Hvíldarheimið Naina, Føroya Blindastovnur, Frítíðarheimið í Skrivaragøtu, Sambýlið Eysturstræti 4, Bústovnurin á Sólteigi

Grannskoðaravirkið INPACT hevur grannskoðað roknskapirnar 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingunum var einki at finnast at.

 

Føroya Barnaheim

Grannskoðaravirkið INPACT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Grannskoðarin vísir enn einaferð á, at í 2002 vórðu onnur starvsfólk enn pedagogar sett í starv á stovninum, og tey hava ikki fingið setanarbræv. Í sambandi við lønargrannskoðan hevur grannskoðarin tí einki at halda seg til. Landsstýrismaðurin bað í oktober 2004 Fíggjarmálaráðið um at taka upp samráðingar við avvarðandi fakfelag um at fáa hesi viðurskifti í rættlag.

 

Umlættingarheimið Dáin, Norðoya Ellis– og Vistarheim

Grannskoðaravirkið v/Jóannis Skorheim hevur grannskoðað roknskapirnar 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingunum var einki at finnast at.

 

Ellis- og Avlamisheimið í Vágum

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Grannskoðarin vísir á, at fyrisitingin er lítil, og tí er ikki gjørligt at hava tann skilnað millum uppgávurnar, ið er treytin fyri einum virknum innanhýsis eftirliti. Grannskoðarin vísir eisini á, at bókhaldarin einsamallur kann flyta pening umvegis heimabankan, og grannskoðarin mælir til, at tá peningur verður ávístur, skal tað altíð verða saman við øðrum starvsfólki. Grannskoðarin kunnar um, at mannagongdin er í ferð við at verða løgd um.

Grannskoðarin vísir eisini á, at heimið hevur fingið rundskriv um tryggingarviðurskifti landsins, men at stýrið hevur samtykt at bíða við at seta tryggingarnar úr gildi.

 

Røktar- og Umlættingarheimið Lágargarður

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Grannskoðarin vísir á, at eingin fíggjarætlan varð løgd fyri 2003, og tí er torført at hava ein neyva fíggjarstýring. Grannskoðarin mælir til, at fíggjarætlan verður gjørd, og at føst mannagongd skal tryggja, at mánaðarroknskapirnir verða samanbornir við fíggjarætlanina.

 

Tórshavnar Ellis- og Umlættingarheim

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

 

Norðoya Røktarheim, Suðuroyar Røktarheim

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapirnar 2003. Grannskoðarin vísir á, at Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoya Røktarheim hava felags rakstur, og at Suðuroyar Sjúkrahús og Suðuroyar Røktarheim eisini hava felags rakstur. Sambært grannskoðaranum verður, eins og undanfarin ár, minni- ella meirnýtslan tilskrivað sjúkrahúsunum.

Landsstýrismaðurin kunnaði í oktober 2002 um, at hann fer at kanna, um avtalurnar eiga at verða broyttar, sum ligga aftanfyri hesi viðurskifti.

Í oktober 2003 kunnaði landsstýrismaðurin um, at Heimarøktin og Serforsorgin saman við sjúkrahúsunum skulu endurskoða avtalurnar millum sjúkrahúsini og røktarheimini.

 

Eysturoyar Røktar- og Ellisheim

Grannskoðarastovan á Skála hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

 

Tórshavnar Privata Vistarheim

Grannskoðaravirkið INPACT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

 

Alvskúlin við Áir

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Grannskoðarin vísir á, at fyrisitingin er lítil, og tí er ikki gjørligt at hava tann skilnað millum uppgávurnar, ið er treytin fyri einum virknum innanhýsis eftirliti.

Grannskoðarin vísir eisini á, at lærararnir á skúlanum hava ikki setanarsáttmála. Tað hevur tí ikki verið møguligt at grannskoða lønarútreiðslurnar til fulnar, og grannskoðarin tekur fyrivarni fyri bókaðu lønarútreiðslunum. Í notu til ársroknskapin vísir grannskoðarin á, at Føroya Lærarafelag hevur víst á í einari uppgerð, at lærararnir eftir teirra fatan hava fingið 829 t.kr. ov lítið í løn og eftirløn í tíðarskeiðinum til 31. juli 2002.

Landsstýrismaðurin kunnar um, at setanarviðurskiftini eru komin í rættlag, men at Føroya Lærarafelag hevur stevnt ALV-skúlanum eftir ov lítið goldnari løn- og eftirløn aftur til 1998.

 

Grunnur ætlaður brekaðum (Happadráttargrunnurin)

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

 

8.            Familju- og heilsumál

8.1.      Viðmerkingar í seinasta uppskoti til samtyktar

Niðanfyri verður Løgtingið kunnað um gongdina í nøkrum av teimum málum, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar:

 

8.1.1.    Mál, sum eru loyst

Kommunulæknaskipanin, s. 158: Landsstýrismaðurin hevur ásett lógarkravdu kunngerðirnar á hesum øki.

 

Skúlalæknaskipanin, s. 158-159: Landsstýrismaðurin hevur í mars 2005 lagt lógaruppskot fyri Løgtingið um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung.

 

8.1.2.    Mál, sum arbeitt verður við

Sjúkrakassar, s. 157: Løgtingsgrannskoðararnir mæltu enn einaferð landsstýrismanninum til at fáa eftirlitsviðurskiftini í rættlag. Landsstýrismaðurin ætlar í 2005 at leggja lógaruppskot um nýggja sjúkrakassaskipan fyri tingið.

 

8.1.3.    Mál, sum lítið og einki er gjørt við

Blákrossheimið og Heilbrigdið, s. 157-158: Løgtingsgrannskoðararnir heittu í februar 2002 á landsstýrismannin um at áseta neyvari reglur fyri hesar stovnar, vísandi til § 2, stk. 3, í Ll. nr. 89/1996 “um Sjúkrahúsverk Føroya”. Uppskotið til løgtingslóg “um Sjúkrahúsverkið”, sum varð lagt fyri tingið í mars 2005, fevnir ikki um stovnar fyri rúsevnismisnýtarar. Landsstýrismaðurin umhugsar, hvussu økið skal verða skipað í framtíðini.

 

8.2.      Privat grannskoðan

Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapirnar 2003. Grannskoðarin vísir enn einaferð á, at spurningurin um gjald fyri at nýta høli, starvsfólk, kanningarstovur o.a., í sambandi við privata viðtalu hjá yvirlæknum innan sjúkrahúsverkið, enn ikki er greiddur. Harafturat vísir grannskoðarin eisini á, at EDV-tekniskur skilnaður eigur at verða gjørdur millum starvsfólkadeildina og lønarskrivstovuna, at hagtøl ikki verða gjørd upp á sama hátt fyri øll sjúkrahúsini, og at ognaryvirlit er ikki gjørt fyri Landssjúkrahúsið.

Løgtingsgrannskoðararnir heita enn einaferð á landsstýrismannin um at tryggja, at viðurskiftini verða fingin í rættlag.

Grannskoðarin vísir á, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur 2 leasingsáttmálar á 11 t.kr. um ársfjórðingin. Sáttmálarnir ganga út 1. juni 2005 og verða ikki endurnýggjaðir.

 

Hotel Tórshavn

Grannskoðaravirkið KPMG C. Jespersen hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

 

Serviðgerð uttanlands

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

Sambært § 5, stk. 1-2, í Ll. nr. 89/1996 “um sjúkrahúsverk Føroya” hava yvirlæknarnir á sjúkrahúsunum rætt og skyldu at veita hjálp og taka ímóti hjálp frá hinum sjúkrahúsunum, og hava rætt til at senda sjúklingar til viðgerðar í Danmark. Í serligum føri kann ein yvirlækni, við loyvi frá landsstýrismanninum, senda sjúkling til viðgerðar í øðrum landi. Landsstýrismaðurin hevur ikki ásett neyvari reglur um hesi viðurskifti, hóast tað er álagt honum í lógini. Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at áseta reglurnar.

Í november 2004 boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann ikki hevði gjørt meira við málið, tí hann ætlaði at leggja uppskot fyri tingið um nýggja sjúkrahúslóg.

4. mars 2005 hevur landsstýrismaðurin lagt fram uppskot til løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Lm. nr. 80/2004).

 

Medicoteknisk tól, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

 

Apoteksverk Føroya

Grannskoðaravirkið INPACT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

Grannskoðarin mælir enn einaferð til, at nýggi apoteksbygningurin í Runavík verður tikin inn í samlaða apoteksroknskapin, so roknskapurin vísir allar ognirnar hjá Apoteksverkinum. Grannskoðarin ger aftur vart við, at í eksterna roknskapi Apoteksins verða íløgur avskrivaðar, og tí er ikki samsvar við landsroknskapin.

Landsstýrismaðurin kunnaði í september 2004 um, at Almanna- og Heilsumálaráðið arbeiðir við uppskoti til upprit um framtíð Apoteksverksins.

 

Heilbrigdið

Grannskoðarastovan á Skála hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

Grannskoðarin vísti í 1998 á, at ivasamt var, um fleiri ágóðar og lønarforskot á 34.595 kr. høvdu fult virði.

Grannskoðarin vísti í februar 2004 á, at enn eru nakrar upphæddir, sum eru goldnar forút í løn til starvsfólk, og hann heitir á leiðsluna um at fáa tað í rættlag.

Landsstýrismaðurin kunnaði í oktober 2004 um, at Almanna- og Heilsumálaráðið fer at kanna hesi viðurskifti neyvari.

 

Blákrossheimið

Grannskoðaravirkið SPEKT hevur grannskoðað roknskapin 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

 

9.            Løgmál

9.1.      Viðmerkingar til ávís mál, umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar

Niðanfyri verður kunnað um, í hvønn mun viðurskifti, sum vórðu umrødd í seinasta uppskoti til samtyktar, eru komin í rættlag:

 

9.1.1.    Mál, sum arbeitt verður við

Roknskaparviðurskifti hjá kommunum, s. 162-163: Løgtingsgrannskoðararnir heittu á landsstýrismannin um at tryggja, at reglurnar um roknskaparviðurskifti o.a. hjá kommununum verða endurskoðaðar og dagførdar, og at roknskaparviðurskiftini verða samskipað. Innlendismálaráðið hevur sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við spurninginum, og ætlanin er við kunngerð at seta í gildi felags reglur fyri allar kommunur viðvíkjandi fíggjarætlan, bókhaldi, ársroknskapi, grannskoðan o.t. Kunngerðin skal eftir ætlan koma í gildi í seinasta lagi 1. januar 2006.

 

9.1.2.    Mál, sum ikki eru loyst

Ítróttavedding, s. 161-162: Hóast lóg um ítróttavedding hevur virkað í 5-6 ár, eru gjøllari reglur um roknskap og grannskoðan ikki ásettar. Sambært Innlendismálaráðnum er ætlanin at taka málið uppaftur í 2006.

 

Hin føroyski Happadrátturin, s. 162: Fleiri ferðir er víst á, at Happadrátturin gevur lítið og einki av sær longur. Arbeiðið at endurskoða veddingarlóggávuna verður tikið upp so skjótt orka er.

 

9.2.      Privat grannskoðan

Hin Føroyski Happadrátturin

Grannskoðaravirkið INPACT hevur grannskoðað roknskapin hjá Hinum Føroyska Happadráttinum fyri 2003. Sambært grannskoðanarfrágreiðingini var einki at finnast at.

Í grannskoðanarfrágreiðingini ger grannskoðarin vart við, at sølan hjá happadráttinum seinastu árini er minkað við 1/3. Ivasamt er, um tað er rætt mótvegis teimum ið gjalda fyri seðlarnar, at møguleikarnir at vinna verða lækkaðir við 1/3, av tí at óseldir seðlar eru við í lutakastinum.

Hesir tingmenn viðmæla í skrivi, dagfest 18. mars 2005, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Høgni Hoydal Páll á Reynatúgvu Finnur Helmsdal
Kaj Leo Johannesen Marjus Dam Jóanis Nielsen
John Johannesen Mikkjal Sørensen Mamy Dahl Sørensen
Kári P. Højgaard Hergeir Nielsen Olav Enomoto
Jaspur Vang Heðin Zachariasen Poul Michelsen
Karsten Hansen Jenis av Rana Bill Justinussen
Henrik Old    

 

 

1. viðgerð 5. apríl 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Løgtingsgrannskoðararnir  hava lagt málið fram tann 29. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 5. apríl er tað beint í fíggjarnevndina.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 7. og 13. apríl 2005.

 

Tá árliga frágreiðing løgtingsgrannskoðaranna verður løgd fyri tingið, er hon ikki fyri tað árið, sum júst er farið, men árið undan. Nevndin ásannar, at so má vera, tí grannskoðan tekur tíð. Hinvegin metir nevndin, at einki eigur at vera til hindurs fyri, at játtanareftirlit kunndi verðið lagt fyri Løgtingið nakað fyrr.

 

Sum nú er, fáa frágreiðingarnar um meirnýtslu ikki ta ávirkan á komandi fíggjarlóg, sum tær áttu. Um t.d. frágreiðing løgtingsgrannskoðaranna um játtanreftirlit fyri 2004 var lagt fyri tingið í september, so hevði tingið í størri mun kunnað nýtt frágreiðingina í sambandi við fíggjalógarviðgerðina.  Fígjarnevndin metir, at hetta eigur at verða umhugsað.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 27. apríl 2005. Uppskotið til samtyktar samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.