45-5  Grannskoðan av almennum roknskapum
Uppskot til  samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá grunninum fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu 2003

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 23. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

 

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Grunninum fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 2003 við hesum viðmerkingum.

 

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1.            Lógargrundarlag

Lógargrundarlagið, ið hevur verið galdandi í fíggjarárinum 2003, er løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 “um Grunn fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu” sum broytt við Ll. nr. 159 frá 19. desember 1997. Í kunngerð nr. 37 frá 30. mars 1998 “um Grunn fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu” ásetti landsstýrismaðurin neyvari reglur fyri umsiting, lán og stuðul úr grunninum.

 

2.            Nýtt lógargrundarlag

Í mars 2004 legði landsstýrismaðurin fyri triðju ferð fram uppskot til løgtingslóg “um búnaðargrunn” (løgtingsmál nr. 51/2003.) Uppskotið varð endaliga samtykt 11. mai 2004, og lýst í Kunngerðablaðnum 17. mai 2004, sum Ll. 21/2004.

Sambært § 1 í lógini verður Búnaðgrunnurin stovnaður, sum skal veita lán til landbúnaðin og fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina. Sum stovnsfæ yvirtekur Búnaðgrunnurin allar ognir hjá Jarðagrunninum og Grunninum fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu, og yvirtekur øll rættandi og allar skyldur hjá hesum grunnum.

Sambært kunngerð nr. 96 frá 22. desember 2004 “um gildiskomu av løgtingslóg um búnaðargrunn” kemur løgtingslógin í gildi 31. desember 2004.

 

3.            Endamál

Sambært § 1 í Ll. 134/1997 hevur grunnurin til endamáls at veita lán og studning til vakstrarhús og uttandura grønmetisframleiðslu.

 

4.            Fyrisiting

Sambært § 3 í lógini verður grunnurin fyrisitin av einum av landsstýrismanninum tilnevndum stýri við 3 limum. Dagliga virksemið verður sambært § 1, stk. 1, í kunngerðini fyrisitið av Føroya Ídnaðargrunni. Føroya Ídnaðargrunnur varð tikin av við lóg nr. 81 frá 8. mai 2001 “um Vinnuframagrunn”. Grunnurin verður nú fyrisitin av Vinnuframagrunninum. Í stýrinum sita:

Gloria Kalsø, formaður

Reidar Nónfjall

Eirikur Torvaldsson

 

5.            Fíggjarviðurskifti

Sambært § 4 í lógini varð Vakstrarhúsgrunnurin tikin av, og ogn grunsins varð flutt Grunni fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu, og saman við játtanum á fíggjarløgtingslógum er tað fíggjarliga grundarlagið undir virksemi grunsins.

 

6.            Roknskaparviðurskifti

Sambært § 6, stk. 2, í lógini skal ársroknskapurin verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara og síðani verða sendur landsstýrismanninum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum.

-------------

Til tess at kunna Løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 2003, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1999-2002 tikin við.

 

7.            Yvirlit yvir gongdina í rakstrinum 1999-2003

 

 

 

 

 

(t.kr.)

 

2003

2002

2001

2000

1999

 

 

 

 

 

 

Rentur av útlánum 

17

19

21

22

22

Rentur av peningi o.a.

114

216

184

121

105

Inntøkur tilsamans

131

235

205

143

127

Útgoldin studningur

0

0

0

0

0

Umsiting

32

36

44

38

40

Sett av til tap/avskrivað

0

105

0

15

515

Ársúrslit

99

304

161

90

-428

 

8.            Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1999-2003

 

 

 

 

 

(t.kr.)

 

2003

2002

2001

2000

1999

Aktiv:

 

 

 

 

 

Útlán og eftirstøður

554

566

616

736

732

Sett av móti tapi

-425

-425

-530

-530

-515

 

129

141

86

206

217

Tøkur peningur

4.631

4.521

4.272

3.992

3.889

Aktiv tilsamans

4.760

4.662

4.358

4.198

4.106

 

 

 

 

 

 

Passiv:

 

 

 

 

 

Skuld

5

7

7

8

6

Eginogn

4.755

4.655

4.351

4.190

4.100

Passiv tilsamans

4.760

4.662

4.358

4.198

4.106

 

9.            Roknskapargrannskoðanin

Løgtingsgrannskoðararnir skulu m.a. ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum. Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum byggir m.a. á frágreiðing frá roknskapargrannskoðanini, Grannskoðaravirkinum KPMG, sum er dagfest 31. mars 2004.

 

10.       Viðmerkingar

Sum víst á, er Grunnurin fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu framhald av Vakstrarhúsgrunninum. Í 1990 vóru útlán og eftirstøður um 4 mió.kr. Í 1997 lænti grunnurin út 550 t.kr., annars hevur grunnurin einki útlánsvirksemi havt. Síðani 1990 hevur grunnurin avskrivað 4,3 mió.kr. Í 1999 vórðu harafturat settar av 0,5 mió.kr. móti tapi. Í 2002 vórðu 105 t.kr. inntøkuførdar aftur.

Samanlagt hevur grunnurin mist at kalla alt, sum hann hevur lænt út, og bert ein partur av tilskrivaðu rentunum eru goldnar. Í ársfrágreiðingini heldur stýrið, at í framtíðini fer framhaldandi at verða trupult at fáa rentur og avdráttir inn.

Sambært § 9 í nýggju lógini kann Búnaðargrunnurin avskriva partar av skuldini. Sambært § 10 ásetir landsstýrismaðurin neyvari reglur fyri lánsveiting, herundir rentu- og afturgjaldstreytir, og hvørjar treytir lántakari skal lúka.

Í K. nr. 97 frá 22 . desember 2004 “um Búnaðargrunn” hevur landsstýrismaðurin m.a. ásett neyvari reglur í kapittul 6 um avskriving av skuld.

1. viðgerð 10. mars 2005. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

 

2. viðgerð 31. mars 2005. Uppskot tils amtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.