45-3  Grannskoðan av almennum roknskapum
Uppskot til  samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá Bjálvingarstuðulslánsgrunninum 2003

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 23. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

 

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fyri fíggjarárið 2003 við hesum viðmerkingum.

 

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1.            Lógargrundarlag

Lógargrundarlagið fyri Bjálvingarstuðulslánsgrunnin er Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 “um Húsalánsgrunn o.a.” Við heimild í lógini lýsti Landsstýrið 28. apríl 1998 kunngerð nr. 55 “um Húsalánsgrunn o.a.”

 

2.            Endamál

Sambært § 8, stk. 1, í lógini er endamál grunsins at veita stuðulslán til bjálving og orkusparandi tiltøk til avlamis-, einkjufólka- og fólkapensjónistar, sum búgva í egnum húsum ella íbúð.

Sambært § 9, stk. 1, í lógini eru bjálvingarstuðulslán avdráttar- og rentufrí. Frítøkan fyri at rinda avdráttir og rentur heldur vanliga uppat, tá ið húsini ella íbúðin skifta eigara ella verða nýtt av øðrum.

Sambært § 12 í lógini kann eitt bjálvingarstuðulslán í mesta lagi vera 110 t.kr. umframt útreiðslur til kanningar, eftirlit, tinglýsing, veðhavaralýsing og byggirentur.

 

3.            Fyrisiting

Sambært § 3 í lógini verður grunnurin fyrisitin av einum stýri við 3 limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir fyri 4 ár. Landsstýrismaðurin tilnevnir samstundis 3 tiltakslimir fyri sama tíðarskeið. Stýrið setir stjóra at taka sær av dagligu um- og fyrisitingini, og ásetir við landstýrisins góðkenning hansara lønar- og setanartreytir. Í nevndini sita:

Marja Lamhauge, Lambareiði, formaður

Gurið Joensen, Tórshavn

John Færø, Klaksvík

 

Tiltakslimir eru:

Ivy Jacobsen, Glyvrar

Niels Juel Arge, Tórshavn

Tórálvur Weihe, Tórshavn

 

4.            Fíggjarviðurskifti

Sambært § 15, stk. 1, í lógini fær Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin árliga játtan á fíggjarløgtingslógini. Ongin peningur er játtaður á løgtingsfíggjarlógini 2001 - 2004. Peningur, sum kemur inn sum rentur og avdráttur, fer í Bjálvingarstuðulslánsgrunnin.

 

5.            Roknskaparviðurskifti

Sambært § 31 í lógini skal ársroknskapurin verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara, og skal síðani verða sendur landsstýrinum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum.

-------------

Til tess at kunna Løgtingið um fíggjarligu gongdina, er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 2003, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1999-2002 tikin við.

 

6.            Yvirlit yvir gongdina í rakstrinum 1999-2003

 

 

 

 

 

(t.kr.)

 

2003

2002

2001

2000

1999

 

 

 

 

 

 

Rentuinntøkur o.a.

360

519

938

588

441

Rakstrarútreiðslur o.a.

-1.019

-1.025

-1.147

-942

-845

Avskrivingar og burturleggingar

-114

-

-

-

-

Rakstrarúrslit

-773

-506

-209

-354

-404

 

7.            Yvirlit yvir gongdina í fíggjarstøðuni 1998-2003

 

 

 

 

 

(t.kr.)

 

2003

2002

2001

2000

1999

Aktiv

 

 

 

 

 

 Tøkur peningur o.a.

5.269

4.622

5.865

15.070

11.782

 Veðskuldarbrøv (útlán)

61.792

62.558

61.124

53.788

48.024

 Aktiv tilsamans

67.061

67.180

66.989

68.858

59.806

 

 

 

 

 

 

Passiv

 

 

 

 

 

Skuld

2.061

1.408

709

2.369

1.838

Eginogn:

 

 

 

 

 

Eginogn við ársbyrjan

65.772

66.278

66.489

57.968

46.922

Játtan á fíggjarlóg

0

0

0

8.875

11.450

Rakstrarúrslit

-773

-506

-209

-354

-404

Eginogn við ársenda

64.999

65.772

66.280

66.489

57.968

Passiv tilsamans

67.061

67.180

66.989

68.858

59.806

Yvirlitið niðanfyri vísir, hvussu nógv er játtað á fíggjarlógini hvørt árið, og hvussu nógv er goldið út sum lán.

 

 

 

 

 

(t.kr.)

 

2003

2002

2001

2000

1999

 

 

 

 

 

 

Fíggjarlógarjáttan í árinum

0

0

0

8.875

4.000

Útgoldin lán í árinum, netto

-717

1.435

7.335

5.764

4.352

Munur

717

-1.435

-7.335

3.111

-352

Í ársfrágreiðingini fyri 2003 verður boðað frá, at grunnurin hevur ongan tøkan pening til nýggjar játtanir. Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fær árliga um 100 umsóknir, sum svara til uml. 6-8 mió.kr.

 

8.            Roknskapargrannskoðanin

Løgtingsgrannskoðararnir skulu m.a. ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum. Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum byggir m.a. á frágreiðing frá roknskapargrannskoðanini, Grannskoðaravirkinum Inpact, sum er dagfest 26. oktober 2004.

Í grannskoðanarfrágreiðingini vísir roknskapargrannskoðanin á, at: “Rakstur grunsins vísti eitt hall kr. 773.117, ið er flutt fram til næsta ár. Við verandi lógarkarmum og útlánsvirksemi eru rentuinntøkurnar sera avmarkaðar, tí meginparturin av lánunum eru rentufrí, og sum er, svara inntøkurnar ikki til rakstrarkostnaðin. Tí er tað neyðugt hjá grunninum at fáa játtað part av fíggjarlógarveitingini til rakstur.”

Í grannskoðanarfrágreiðingini kunnar roknskapargrannskoðanin eisini um, at: “Gjaldførið hjá grunninum er hækkað úr 4,6 mió.kr. upp í 5,3 mió.kr., og er tað alt ov lítið, samanborið við tørvin sambært innkomnum umsóknum til bjálvingar- og orkusparandi lán. Grunnurin hevur í árinum, eins og undanfarin ár, fingið nógvar umsóknir, men av tørvandi fíggjarorku hevur verið neyðugt at sýta fyri nógvum umsóknum, og í løtuni verða tí ongi nýggj bjálvingarstuðulslán játtað.

Í árinum eru 25 nýggj bjálvingarlán stovnað fyri 1.485 t.kr. og 34 nýggj orkusparandi lán stovnað fyri 599 t.kr. Eisini eru 3 hækkingar bókaðar á bjálvingarlán fyri 76 t.kr., og 4 hækkingar bókførdar á orkusparandi lán fyri 38 t.kr.

Tilsamans eru veitt 59 nýggj og 7 hækkingar av lánum fyri 2,2 mió.kr. Við árslok hevði grunnurin 1.201 bjálvingar- og orkusparandi lán fyri 62 mió.kr. Netto eru 71 lán fyri 3 mió.kr. afturgoldin á vanligan hátt og í ótíð.”

 

9.            Viðmerkingar

9.1.      Tilknýtið til fíggjarlógina

Í november 2001 læt Fíggjarmálaráðið úr hondum eitt álit “um landsstovnar og -grunnar, tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap og grannskoðanarviðurskifti”.

Niðurstøðan í álitinum er m.a., at Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin er ein landsstovnur, og at tað er í stríð við stýrisskipanarlógina, at grunnurin ikki verður tikin við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Álitið vísir á, at í heilt serligum førum kann Løgtingið tó við lóg samtykkja at hava virksemið uttanfyri fíggjarlógina.

Í oktober 2003 boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann hevði gjørt av at leggja Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin saman, og at skipa tann endurskipaða Húsalánsgrunnin eftir sama leisti sum Føroya Realkreditstovnur.

Í januar 2004 boðaði landsstýrismaðurin frá, at hóast løgtingsval varð útskrivað 5. desember 2003, verður arbeitt víðari við teim lógarbroytingum, ið snúgva seg um tilknýtið hjá Bjálvingarstuðulslánsgrunninum til fíggjarlógina.

Landsstýrismaðurin hevur í januar 2005 kunnað um, at málið er partur av einum størri pakka, sum fevnir um nógvar grunnar, ið flestu landsstýrismenn varða av. Viðvíkjandi Bjálvingarstuðulslánsgrunninum er ætlanin, at málið skal verða loyst á sama hátt, sum spurningurin um tilknýtið hjá Húsaláns- og Íbúðagrunninum til fíggjarlógina. Málið er til politiska viðgerð í løtuni.

 

9.2.      Aðrar viðmerkingar

Løgtingsgrannskoðaranir halda tað vera sera óheppið, at grunnurin í áravís ikki hevur virkað samsvarandi lógini, og heita á landsstýrismannin um at skunda undir at fáa málið loyst.        

1. viðgerð 3. mars 2005. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 31. mars 2005. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.