45-2  Grannskoðan av almennum roknskapum
Uppskot til  samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá Íbúðagrunninum 2003

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 23. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

 

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Íbúðagrunninum fyri fíggjarárið 2003 við hesum viðmerkingum.

 

Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:

1.            Lógargrundarlag

Lógargrundarlagið fyri Íbúðagrunnin er Ll. nr. 118 frá 18. juni 1997 “um Húsalánsgrunn o.a.” Við heimild í lógini lýsti Landsstýrið 28. apríl 1998 kunngerð nr. 55 “um Húsalánsgrunn o.a.”

 

2.            Endamál

Sambært § 16 í lógini hevur Íbúðagrunnurin til endamáls at fremja og stuðla kommunum, feløgum og stovnum at útvega og reka íbúðahús, og grunnurin veitir lán til góðkend íbúðafeløg og íbúðastovnar, sum sambært § 18 skulu verða skipað sum sjálvsognarfeløg ella lutafeløg. Íbúðagrunnurin ella kommunur kunnu sjálvar seta á stovn tílík íbúðafeløg ella stovnar.

Íbúðagrunnurin lænir 20% at keypa ella byggja íbúðahús, og felagið/­stovnurin útvegar 15% sum eginpening (§ 24).  Sambært § 17 er fíggjarliga grundarlag grunsins tann peningur, sum verður játtaður á løgtingsfíggjarlógini, og Íbúðagrunninum er heimilað at taka upp neyðug lán at fíggja íbúðahús.

 

3.            Fyrisiting

Sambært § 3 í lógini verður grunnurin fyrisitin av einum stýri við 3 limum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir fyri 4 ár. Landsstýrismaðurin tilnevnir samstundis 3 tiltakslimir fyri sama tíðarskeið. Stýrið setir stjóra at taka sær av dagligu um- og fyrisitingini, og ásetir við landsstýrisins góðkenning hansara lønar- og setanartreytir. Í nevndini sita:

Marja Lamhauge, Lambareiði, formaður

Gurið Joensen, Tórshavn

John Færø, Klaksvík

 

Tiltakslimir eru:

Ivy Jacobsen, Glyvrar

Niels Juel Arge, Tórshavn

Tórálvur Weihe, Tórshavn

 

4.            Fíggjarviðurskifti

Inntøkurnar hjá Íbúðagrunninum eru rentuinntøkur av innlánum í føroyskum peningastovnum. Íbúðagrunnurin hevur onga játtan havt á fíggjarlógini síðani 1998. Tá vórðu játtaðar 10 mió. kr. til grunnin.

 

5.            Roknskaparviðurskifti

Ársroknskapurin skal sambært § 31 í lógini verða grannskoðaður av løggildum grannskoðara, og skal síðani verða sendur landsstýrinum við frágreiðing og viðmerkingum frá stýrinum.

-------------

Til tess at kunna Løgtingið um fíggjarligu gongdina, er niðanfyri gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 2003, og til samanberingar eru roknskapartølini fyri árini 1999-2002 tikin við.

 

6.            Yvirlit yvir rakstur 1999-2003

 

 

 

 

 

 

(t.kr.)

 

 

2003

2002

2001

2000

1999

 

Rentuinntøkur o.a.

333

464

670

537

428

 

Rakstrarútreiðslur

-500

-512

-620

-371

-318

 

Tap við sølu

-

-639

-953

-

-

 

Avsett móti tapi, innskotslán

-

-1.800

 -

 -

 -

 

Rakstrarúrslit

-167

-2.487

-903

167

110

 

7.            Yvirlit yvir gongd í fíggjarstøðuni 1999-2003

Nota

 

 

 

 

 

(t.kr.)

 

 

2003

2002

2001

2000

1999

 

Aktiv

 

 

 

 

 

 

Tøkur peningur o.a.

7.421

7.119

9.532

10.687

10.470

 

Millumrokning við Deild 2

0

0

0

818

818

 

Innskot í Deild 2

0

0

0

495

495

1

Innskot í sjálvsognarstovnar

3.300

3.300

1.650

-

-

 

Fastognir

6.461

6.461

12.266

-

-

 

Veðskuldarbrøv og innskotslán

6.433

6.604

5.184

4.176

3.955

 

Aktiv tilsamans

23.615

23.484

28.632

16.176

15.738

 

 

 

 

 

 

 

 

Passiv

 

 

 

 

 

 

Vøru- og tænastuskuld

0

96

44

0

25

 

Millumrokning við Húsalánsgrunnin

11.467

11.074

13.548

974

677

 

Sinnisbati, innskotslán frá Deild 2

82

 82

321

0

0

 

Skuld tilsamans

11.549

11.252

13.913

974

702


 

 

 

Eginogn:

 

 

 

 

 

 

Eginogn við ársbyrjan

12.232

14.719

15.203

15.036

14.926

 

Rætting

-

-

419

-

-

 

Játtan á fíggjarlóg

0

0

0

0

0

 

Rakstrarúrslit

-167

-2.487

-903

166

110

 

Eginogn tilsamans

12.065

12.232

14.719

15.202

15.036

 

 

 

 

 

 

 

 

Passiv tilsamans

23.615

23.484

28.632

16.176

15.738

Nota 1. Innskot í sjálvsognarstovnar

Í grannskoðanarfrágreiðingini kunnar roknskapargrannskoðanin um, at Stýri grunsins hevur samtykt at verða við til at seta á stovn og seta innskot í niðanfyri nevndu sjálvsognarstovnar:

Sjálvsognarstovnurin Sólstræti                                                                   500.000

Sjálvsognarstovnurin Kráarbrekka                                                           1.300.000

Sjálvsognarstovnurin Berjabrekka III                                                       1.500.000

Bókførda virðið 31.12.2003                                               3.300.000

 

8.            Roknskapargrannskoðanin

Løgtingsgrannskoðararnir skulu m.a. ansa eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum. Arbeiðið hjá løgtingsgrannskoðarunum byggir m.a. á grannskoðanarfrágreiðingina frá roknskapargrannskoðanini, Grannskoðaravirkinum INPACT, sum er dagfest 26. oktober 2004.

 

9.            Viðmerkingar

9.1.      Millumrokning við Húsalánsgrunnin

Stóra millumrokningin við Húsalánsgrunnin er íkomin í 2001, tá Húsalánsgrunnurin skeytaði Íbúðagrunninum tær fastognir, Húsalánsgrunnurin hevði keypt uttan lógarheimild. Íbúðagrunnurin hevði ikki gjaldføri/játtan at rinda fyri ognirnar, og tí varð keypsprísurin bókaður á millumrokning.

Í skrivi 13. desember 2002 boðaði landsstýrismaðurin stýrinum fyri Húsalánsgrunnin frá, at sambært tilráðing frá Fíggjarmálaráðnum ætlar landsstýrismaðurin at biðja Løgtingið um eina eykajáttan til Íbúðagrunnin uppá kr. 11.500.000.

Í oktober 2003 vísti landsstýrismaðurin síðani á, at “eitt upprit frá skrivaranum hjá Landsstýrismálanevndini dagfest 8. januar 2003 sáddi ein ávísan iva um henda framferðarhátt. Tí avgjørdi landsstýrismaðurin at steðga við umsóknini um eykajáttan.” Í skrivinum boðaði landsstýrismaðurin eisini frá, at hann hevði gjørt av at leggja Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin saman. Tá verður millumrokningin burtur, og tí verður ikki longur neyðugt við eykajáttan til Íbúðagrunnin. 

Landsstýrismaðurin hevur í januar 2005 kunnað um, at málið um at endurskipa Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin hevur verið til politiska viðgerð síðani mai 2004. Ein politiskur bólkur, við umboðum úr øllum samgonguflokkunum, er settur, sum saman við landsstýrismanninum skal finna fram til eina prinsipiella loysn á málinum. Hetta arbeiðið er ikki liðugt enn, men landsstýrismaðurin sigur seg alla tíðina hava lagt áherðslu á týdningin av eini skjótari loysn.

 

9.2.      Tilknýtið til fíggjarlógina

Í november 2001 læt Fíggjarmálaráðið úr hondum eitt álit “um landsstovnar og -grunnar, tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap og grannskoðanarviðurskifti”.

Niðurstøðan í álitinum er m.a., at Íbúðagrunnurin er ein landsstovnur, og at tað er í stríð við stýrisskipanarlógina, at grunnurin ikki verður tikin við á fíggjarlógina og í landsroknskapin. Álitið vísir á, at í heilt serligum førum kann Løgtingið tó við lóg samtykkja at hava virksemið uttanfyri fíggjarlógina.

Í oktober 2003 boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann hevði gjørt av at leggja Húsalánsgrunnin og Íbúðagrunnin saman og at skipa tann endurskipaða Húsalánsgrunnin eftir sama leisti sum Føroya Realkreditstovnur.

Í januar 2004 boðaði landsstýrimaðurin frá, at hóast løgtingsval varð útskrivað 5. desember 2003, verður arbeitt víðari við teimum lógarbroytingum, ið snúgva seg um tilknýtið hjá Íbúðagrunninum til fíggjarlógina.

Landsstýrismaðurin hevur í januar 2005 kunnað um, at málið er partur av einum størri pakka, sum fevnir um nógvar grunnar, ið flestu landsstýrismenn varða av. Viðvíkjandi Íbúðagrunninum er ætlanin, at málið skal verða loyst við at endurskipa grunnin. Málið er til politiska viðgerð í løtuni.

 

9.3.      Strika heimildir til lántøku

Vísandi til uppskot til samtyktar um at góðkenna roknskapin hjá m.a. Íbúðagrunninum – Lm. nr. 16/13-1998 – sum varð samtykt 13. apríl 1999, varð mælt til, at heimildirnar í § 4 og § 17 í Ll. nr. 118/1997 til lántøku vórðu strikaðar.

Í januar 2003 kunnaði landsstýrismaðurin um, at ætlanin er at greiða hesi viðurskifti, samstundis sum Íbúðagrunnurin verður umskipaður.

Í januar 2004 boðaði landsstýrismaðurin frá, at tá løgtingsval varð útskrivað 5. desember 2003 kom stígur í lóggávuarbeiðið.

Landsstýrismaðurin hevur í januar 2005 kunnað um, at hesin spurningur skal avgreiðast sum partur av endurskipanini av Íbúðagrunninum. Spurningurin er til politiska viðgerð í løtuni.

 

9.4.      Dupultleikluturin hjá grunninum sum lánsveitari og byggiharri

Eins og í 2002 vísir roknskapargrannskoðanin á, at: “Stýri grunsins hevur havt umboðan í bygginevndum fyri sjálvsognarstovnar, ið eru bygdir, og í teimum, sum eru í umbúna. Tað eru bæði saksviðgerðarar, virðismetarar, stjórn og stýrislimir. Somuleiðis hevur grunnurin sjálvur staðið fyri uttanhýsis eftirliti við umbyggingini á egnu íbúðaogn. Vit meta, tað er óheppið. Tí nú situr bæði lánsveitari og byggiharri báðumegin borðið. Hvør skal nú sum kreditor/lánsveitari saksviðgera, og seta treytir fyri fíggingina, sum grunnurin vanliga ger í dag?”

Landsstýrismaðurin boðaði í januar 2004 frá, at hann er samdur við roknskapargrannskoðanini í, at hesin dupultleiklutur er óheppin. Í sambandi við at Húsalánsgrunnurin og Íbúðagrunnurin verða endurskipaðir, ætlar landsstýrismaðurin, at allar fastognir Íbúðagrunsins skulu leggjast út til sjálvsognarstovnar, og at hvørki stýri ella stjórn Húsalánsgrunsins skulu vera umboðað í hesum sjálvsognarstovnum. Viðvíkjandi teimum verkætlanum, ið longu er lidnar, og har Íbúðagrunnurin sambært galdandi reglum eigur part í ognunum, ætlar landsstýrismaðurin at selja partarnir til hinar ánararnar.

Landsstýrismaðurin hevur í januar 2005 kunnað um, at spurningurin um at selja partar í ognunum til hinar ánararnar skal avgreiðast sum partur av endurskipanini av Íbúðargrunninum. Landsstýrismaðurin er sinnaður at selja hinum ánararunum partarnir, tá tað er avgreitt.

Vísandi til viðmerkingarnar frá roknskapargrannskoðanini um lutfalsliga stóru tapini við sølu av ogn, og um óhepna dupultleiklutin hjá grunninum sum lánsveitara og byggiharra, heittu løgtingsgrannskoðararnar í seinasta uppskoti til samtyktar 24. mars 2004 á landsstýrismannin um at hava eftirlit við, at tílíkt ikki kom fyri aftur.

Íbúðagrunnurin hevur í januar 2005 kunnað um, at núverandi stýrislimir ikki eru umboðaðir í nakrari bygginevnd, og at støða stýrisins er, at grunnarnir ikki skulu hava umboðan í slíkum nevndum. Tær umboðanir, sum stjórn og starvsfólk á stovninum hava, verða endurskoðaðar.

Landsstýrismaðurin hevur í januar 2005 eisini kunnað um, at síðani 2003 hevur Íbúðagrunnurin hvørki veitt innskot í sjálvsognarstovnar ella veitt nýggj lán. Harvið hevur Íbúðagrunnurin ikki átikið sær nýggjar skyldur, ið tapsvandi kann standast av.

1. viðgerð 3. mars 2004. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 31. mars 2005. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.