41  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1 viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 23. februar, legði Jógvan á Lakjuni  landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg

um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.

 

 


 

§ 1.

 

Í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar v.m., sum millum annað broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 20. mai 1996, og sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 13. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 8, stk. 1 verður “meting fráfaringarskúlans” broytt til: “ítøkiligu meting upptøkuskúlans”. 

2)      Í § 8, stk. 2 verður aftaná orðið “stakgreinalestur” sett: “og sjálvlestur”. 

3)      § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis: „Rektarin setir og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.”

 

§ 2. 

Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2005.

   

1. Almennar viðmerkingar

Við hesum verður lagt fram uppskot um “Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.”

Talan er um tríggjar broytingar, sum eru av innihaldsligum slag. Broytingarnar verða við hesum lýstar punkt fyri punkt, samstundis sum tilskilað verður, hví mælt verður til at gera broytingarnar.

 

Broyting nr.: 

  1. Í galdandi løgtingslóg um studentaskúlar v.m. er í § 8, stk. 1 tilskilað, at “Upptøka í 1. studentaskúlaflokk er treytað av, at næmingurin hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans, og at hann eftir meting fólkaskúlans er førur fyri at fylgja undirvísingini í studentaskúlanum á nøktandi hátt og til ásettu tíð.” Skyldan hjá fráfaringarskúlanum at boða upptøkuskúlanum frá, um umsøkjarin er “Skikkaður”, “Kanska skikkaður” ella “Ikki skikkaður”, hevur ikki verið nýtt í fleiri ár. Við hesi lógarbroyting verður tað rektarin á studentaskúlanum, sum ger eina ítøkiliga meting av umsøkjarum í sambandi við upptøku. Upptøka í 1. studentaskúlaflokk verður treytað av, at umsøkjarin “eftir ítøkiligari meting rektarans hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans við nóg góðum úrsliti og er førur fyri at fylgja undirvísingini á studentaskúlanum á nøktandi hátt”. Rektarin kann, um ivamál taka seg upp viðvíkjandi einum umsøkjara, stíla fyri upptøkuroynd sbrt. Upptøkukunngerð frá 30. apríl 1998. Við hesi orðing koma reglurnar um heimild at taka upp til studentaskúlaútbúgvingina at vera sum í hinum miðnámsútbúgvingunum

 

  1. Tað verður nú í lógini greitt tilskilað, at lógin eisini fevnir um sjálvlesandi. Studentaskúlalógin fevnir sostatt á sama hátt sum hinar gymnasialu útbúgvingarnar um trý sløg at næmingum: fulltíðarlesandi, stakgreinalesandi og sjálvlesandi.

 

  1. Í § 13, stk. 1 í galdandi løgtingslóg um studentaskúlar er tilskilað, at “Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi lærarar. Setan og uppsøgn fer fram eftir tilmæli frá rektaranum.” Skotið verður upp, at § 13, stk. 1 verður broytt til: “Rektarin setir og loysir lærarar og onnur starvsfólk úr starvi”. Sambært broytingini verður tað rektarin, ið setir lærarar í starv sambært teimum ásetingum, ið eru tilskilaðar í § 13, stk. 2 – 3 í ”Løgtingslóg um studentaskúlar v.m” og í “Kunngerð um lærararáð á studentaskúlum og HF-skeiðum”. Við at leggja ábyrgdina av setan av lærarum í fast starv út til rektaran, fer starvssetan á studentaskúla- og HF-økinum fram á sama hátt sum í hinum miðnámsútbúgvingunum. Bæði út frá fyrisitingarligum og leiðslupolitiskum sjónarmiðum er tað rættari, at tað er rektarin, sum er setanarmyndugleiki, tí hann frammanundan hevur ábyrgdina av størsta partinum av setanartilgongdini og av dagligu arbeiðsviðurskiftunum hjá starvsfólki skúlans.

 

Hoyring

Lógaruppskotið er sent studentaskúlunum, HF-skeiðunum umframt Yrkisfelagi Studentaskúla- og HF-lærara til ummælis, og er broytt í samsvari við ynski frá hoyring­pørtunum.

 

2. Avleiðingar av uppskotinum

 

 

Fyri landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri øki í landinum

Fyri ávísar bólkar

Fyri vinnuna

Fíggjarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

 

a. Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar

Lógaruppskotið hevur ongar beinleiðis fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan. Setanin av lærarum í fast starv á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kann nú fáa eina skjótari viðgerð, av tí at avgerðin verður tikin av skúlanum/skeiðnum sjálvum. Fyri Mentamálaráðið merkir hetta minni arbeiðsbyrðu, tó ikki so stóra minking, at starvsfólk verða søgd úr starvi av hesi orsøk. Skúlarnir gera frammanundan tað fyrieikandi arbeiðið við setanarsamrøðum, tilmæli o.ø, so sjálv setanin vil ikki geva skúlunum stóra eykabyrðu. Umleið 100 umsøkjarar eru um árið til føstu størvini á studentaskúlunum og HF-skeiðunum.

 

b. Umhvørvisligar, altjóða  avleiðingar

Ongar

 

c. Sosialar avleiðingar

Ongar

 

4. Serligar viðmerkingar

§ 1

ad 1

Við støði í støðumetum ella møguligum próvtølum, sum umsøkjarin letur skúlanum í sambandi við umsókn um upptøku, ger upptøkuskúlin eina ítøkiliga meting av fakligu fortreytum umsøkjarans. Fær umsøkjari noktan um upptøku og heldur, at hann ikki hevur fingið eina nøktandi viðgerð, kann hann biðja um at sleppa til upptøkuroynd, har upptøkuskúlin við støði í royndum í ymiskum lærugreinum ger av, um umsøkjarin kortini kann verða tikin upp. Í Upptøkukunngerðini er greitt tilskilað mannagongdir fyri, hvussu upptøkuroyndin fer fram og í hvørjum lærugreinum.

 

ad 2

Næmingur kann taka lærugreinir í studentaskúlaskipanini sum sjálvlesandi. Tað merkir, at næmingur kann innskriva seg til próvtøku uttan at hava fylgt undirvísingini frammanundan. Ein sjálvlesandi fer altíð til próvtøku í fullum pensum.

 

ad 3

Í sambandi við lógarbroytingina skulu studentaskúlarnir gera eina dygdarmenningar­skipan, ið greitt tilskilar, hvussu umsóknarmannagongdin er. Dygdarmenningar­skipanin skal vera í samsvari við setanarpolitikk landsins m.a. um setanarnevnd, setanarsamrøður og útskriving av setanarbrævi.

 

§ 2

Ongar viðmerkingar.

1. viðgerð 3. mars 2005. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 10. mars 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 23. februar 2005, og eftir 1. viðgerð tann 3. mars 2005 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 8. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Mentamálaráðið.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 5. príl 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 13. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.


Ll.nr. 35 frá 20.04.2005