40  Uppskot til  løgtingslóg um viðbót til eftirløn hjá ávísum tænastumonnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 1. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um viðbót til eftirløn hjá ávísum tænastumonnum

§ 1. Henda lóg fevnir um fólkaskúlalærarar o.o., sett sum tænastumenn, ið sambært pkt. 8 í semju millum Føroya Landsstýri og Føroya Lærarafelag frá 13. juli 1995 fóru úr starvi í tíðarskeiðinum frá 13. juli 1995 til 1. juli 1997 við tænastumannaeftirløn. Tó eru lærarar, sum eru fyltir 67 ár áðrenn 1. juli 1997, ikki fevndir av hesi lóg.

Stk. 2. Hjúnafelagar og børn við eftirlønarrætti eftir teir í stk. 1 nevndu  tænastumenn eru somuleiðis fevnd av hesi lóg.

 

§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað eftir umsókn at veita teimum í § 1 nevndu persónum eina persónliga viðbót. Viðbótin verður roknað sum munurin millum eftirløn eftir føroysku lógini um tænastumannaeftirlønir, undantiki𠧧 37-41 í føroysku lógini um tænastumannaeftirlønir, og eftirløn eftir donsku lógini um tænastumannaeftirlønir.

Stk. 2. Verður eftirlønin eftir donsku lógini um tænastumannaeftirlønir ájøvn við ella hægri enn eftirløn eftir føroysku lógini um tænastumannaeftirlønir, fellur viðbótin burtur.

Stk. 3. Umsóknin eftir stk. 1 skal vera latin inn í seinasta lagi tann 1. juli 2005.

Stk. 4. Viðbótin verður roknað frá 1. í tí mánaðinum, lógin er kunngjørd.

 

§ 3. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar

Føroya Lærarafelag hevur í skrivi, dagfest tann 9. apríl 2002, vent sær til løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum við umbøn um at fáa tænastumannaeftirlønina hjá lærarum, ið fóru úr starvi í tíðarskeiðinum 13. juli 1995 til 1. juli 1997, javnstillaða við tænastumannaeftirløn, roknað eftir føroysku lógini um tænastumannaeftirlønir.

 

Tann 4. desember 2003 var fundur millum Føroya Lærarafelag, løgmann og landsstýrismannin í fíggjarmálum viðvíkjandi hesum lærarum, og vóru lyftir givin á fundinum um, at eitt lógaruppskot skuldi verða gjørt í næstum. Landsstýrið kennir seg tí bundið av hesum lyfti.

 

Sambært ríkislógini, Lov nr. 474 af 10.06.1997 om ophævelse af lov om tjenestemænd m.fl. i folkeskolen på Færøerne, komu allir føroyskir tænastumannasettir fólkaskúlalærarar, sum fóru úr starvi við eftirløn eftir 1. juli 1997, at verða fevndir av føroysku lógini um tænastumannaeftirlønir. Lærarar, sum vóru farnir úr starvi við tænastumannaeftirløn, áðrenn lærararnir vórðu yvirtiknir eftir hesi lóg tann 1. juli 1997, komu at verða roknaðir eftir donsku lógini um tænastumannaeftirløn.

 

Talan er um 90 persónar, sum fáa eftirløn eftir donsku lógini um tænastumannaeftirlønir. Teir, sum eru farnir frá aftan á 1. juli 1997 og fáa eftirløn eftir føroysku lógini um tænastumannaeftirløn, eru 89 í tali.

 

Føroyska lógin um tænastumannaeftirlønir gevur í løtuni eina hægri eftirløn enn danska lógin um tænastumannaeftirlønir.

 

Í 1995 varð ein avtala gjørd millum Føroya Lærarafelag og landsstýrið, vanliga nevnd 60-ára avtalan. Henda avtala gav lærarum rætt til at fara frá, tá ið teir fyltu 60 ár, við tí eftirlønaraldri sum grundarlag, sum teir høvdu fingið við at starvast til 70 ára aldur. Teir fingu sostatt upp í 10 ár eyka í eftirlønaraldri, um teir fóru frá sum 60 ára gamlir ístaðin fyri við skyldugan fráfaringaraldur, ið var 67 ár. Henda avtala varð gjørd í einum tíðarskeiði við stórum arbeiðsloysi, og var ætlanin bara at vera ein fyribilsloysn.

 

Um sama mundið vóru tingingar millum danskar og føroyskar myndugleikar, um fólkaskúlalærarar skuldu vera tænastumenn eftir føroysku tænastumannalógini í staðin fyri serligu ríkislógini Lov nr. 65 af 8. marts 1972 om tjenestemænd m.fl. i folkeskolen på Færøerne. Tað var ein fyrimunur fyri lærarar at koma undir føroysku lógina, tí føroyska eftirlønarskipanin er betri enn tann danska.

 

Samráðingarnar um yvirtøku drógu út, men Lærarafelagið hevði boðað sínum limum frá, at teir, sum fóru frá eftir 60-ára avtaluni, fóru at verða fevndir av føroysku lógini um tænastumannaeftirlønir, tá yvirtøkan kom upp á pláss. Av hesi orsøk valdu einir 20 lærarar at fara frá eftir 60-ára avtaluni, áðrenn yvirtøkulógin kom í gildi.

 

Tá ið yvirtøkulógin kom upp á pláss, hevði lógin ein skeringsdag, sum er 1. juli 1997. Hetta merkti sostatt, at teir lærarar, sum vóru farnir úr starvi áðrenn 1. juli 1997, framhaldandi skuldu hava ásett eftirløn eftir donskum reglum.

 

Lærarar, sum eru fyltir 67 ár áðrenn 1. juli 1997, eru ikki fevndir av hesi lógini. Vanligur fráfaringaraldur er 67 ár, og tískil eru hesir lærarar ikki farnir úr starvi undir skeivum fortreytum ella verið úti fyri nøkrum fíggjarligum missi. Teir høvdu farið úr starvi innan 1. juli í 1997 uttan mun til, um føroysk ella donsk lóg var galdandi. Lærarar, ið ikki fyltu 67 ár áðrenn 1. juli 1997, valdu at fara frá áðrenn skyldugan fráfaringaraldur, og væntaðu í hesum sambandi at koma undir føroysku lógina um tænastumannaeftirlønir. Lærararnir, ið verða fevndir av hesi lóg, eru tískil 16 í tali.  

 

Ummæli

Lógaruppskotið varð tann 29. desember 2004 sent Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðnum at viðmerkja.

Fíggjarmálaráðið hevur fingið skriv frá Mentamálaráðnum tann 10. januar 2005, har sagt verður frá, at lógaruppskotið er gjøgnumgingið, og ongar viðmerkingar eru.

 

Fíggjarmálaráðið hevur fingið skrivligar viðmerkingar frá Føroya Lærarafelag tann 10. januar 2005.

 

Í høvuðsheitum eru viðmerkingarnar, at eingin avmarking eigur at vera í § 1, 2. pkt. viðvíkjandi lærarum, ið fyltu 67 ár áðrenn 1. juli 1997, tí hetta førir við sær, at talið av lærarum, fevndir av hesi lóg, verður 16 og ikki 22, sum upprunaliga væntað.

 

Føroya Lærarafelag hevði somuleiðis viðmerkingar til § 3 í lógaruppskotinum. Felagið vil hava lógina at fáa gildi afturvirkandi.

 

Endamál lógarinnar

Endamálið við lógini er at veita 16 lærarum, ið fóru úr starvi sambært semjuni frá 13. juli 1995 í tíðarskeiðinum frá 13. juli 1995 til 1. juli 1997, eina viðbót, soleiðis at tænastumannaeftirløn teirra kemur at vera ájøvn við tænastumannaeftirløn eftir føroysku lógini, løgtingslóg nr. 32 frá 5. juli 1971 um tænastumannaeftirlønir, sum seinast broytt við Ll. nr. 24 frá 14.03.1997.

 

Galdandi lóggáva og nýskipan

Í § 4, stk. 1 í Lov nr. 474 af 10.02.1997 om ophævelse af lov om tjenestemænd m.fl. i folkeskolen på Færøerne stendur:

Lov om tjenestemandspension og lov om pensioner efter tidligere tjenestemandslove m.v. gælder for tjenestemænd m.v., der den 30. juni 1997 var pensioneret fra folkeskolen på Færøerne. Tilsvarende gælder for efterladte efter sådanne tjenestemænd m.v.

 

Nýskipan við hesum lógaruppskoti er, at landsstýrismaðurin fær heimild til at játta 16 lærarum, fevndir av § 4, stk. 1 í Lov nr. 474 af 10.02.1997 om ophævelse af lov om tjenestemænd m.fl. i folkeskolen på Færøerne, eina viðbót, ið svarar til munin millum eftirløn eftir donsku lógini um tænastumannaeftirlønir og eftirløn eftir føroysku lógini um tænastumannaeftirlønir. Tó fellur viðbótin burtur, um eftirløn eftir donsku lógini um tænastumannaeftirlønir kemur at vera ájøvn við ella hægri enn eftirløn eftir føroysku lógini um tænastumannaeftirlønir.  

 

Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Roknað eftir tí muninum, sum nú er millum føroysku og donsku eftirlønina, verður meirkostnaðurin árliga uml. 375.000 kr., og er hædd tikin fyri hesum í fíggjarlógini fyri 2005. Seinastu árini er føroyska eftirlønin hækkað meiri enn danska eftirlønin, so munurin er vorðin størri og størri.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið fær umsitingarligar avleiðingar fyri Mentamálaráðið, sum fyri at koma fram til røttu viðbótina má roknað tænastumannaeftirlønirnar eftir bæði føroysku og donsku lógini um tænastumannaeftirlønir og síðani finna munin millum hesar. Mentamálaráðið javnar síðani framyvir viðbótina í samsvar við broytingar í føroysku og donsku eftirlønarútrokningunum.

 

Aðrar avleiðingar av uppskotinum

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna ella altjóða avtalur og reglur. Ei heldur eru avleiðingar fyri kommunur, pláss/øki í landinum ella fyri umhvørvið. Mett verður heldur ikki, at lógaruppskotið hevur sosialar avleiðingar við sær fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.  

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelags-bólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

 

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Grein 1, stk. 1 og 2 áseta, hvørjir persónar eru fevndir av lógini. Lógin fevnir um fólkaskúlalærarar o.o., sett sum tænastumenn, sum sambært pkt. 8 í semju millum Føroya Lærarafelag og Føroya Landsstýri frá 13. juli 1995 fóru úr starvi í tíðarskeiðinum frá 13. juli 1995 til 1. juli 1997 við tænastumannaeftirløn.

 

Lærarar, sum eru fyltir 67 ár áðrenn 1. juli 1997, eru ikki fevndir av lógini. Skyldugur fráfaringaraldur er 67 ár, og tískil eru hesir lærarar ikki farnir úr starvi undir skeivum fortreytum ella verið úti fyri nøkrum fíggjarligum missi, tí teir høvdu farið úr starvi áðrenn 1. juli 1997 uttan mun til, um føroysk ella donsk lóg var galdandi. Lærarar, ið ikki høvdu fylt 67 ár áðrenn 1. juli 1997, valdu at fara frá áðrenn skyldugan fráfaringaraldur og væntaðu í hesum sambandi at koma undir føroysku lógina um tænastumannaeftirlønir.

 

Hjúnafelagar eftir lærarar, fevndir av stk. 1, eru somuleiðis fevndir av hesi lóg, og verður her bæði hugsað um hjúnafelagar, ið longu hava rætt til hjúnafelagaeftirløn, og hjúnafelagar, sum í framtíðini fáa rætt til hjúnafelagaeftirløn eftir hesar tænastumenn. Børn, ið hava rætt til barnaeftirløn eftir hesar tænastumenn, eru somuleiðis fevnd av hesari lóg. 

 

Til § 2

Grein 2 ásetur, hvussu farast skal fram í sambandi við, at hesir 16 tænastumenninir kunnu søkja um at fáa eina viðbót. Tænastumenninir skulu venda sær til landsstýrismannin í mentamálum við eini umsókn um at fáa eina viðbót, ið svarar til munin millum eftirløn eftir donsku lógini um tænastumannaeftirlønir og eftirløn eftir føroysku lógini um tænastumannaeftirlønir. Tó eru §§ 37-41 í løgtingslóg nr. 32 frá 5. juli 1971 um tænastumannaeftirlønir, sum seinni broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 14. mars 1997 ikki galdandi, tá ið viðbótin verður roknað. Talan er um fyribils reglur, ið galdandi eru fyri tænastumenn við eftirlønarrætti, áðrenn lógin um tænastumannaeftirlønir varð broytt tann 14. mars 1997. Hetta er ikki viðkomandi fyri tænastumenninar, fevndir av hesi lóg.

 

Um eftirlønin, ásett eftir donsku lógini um tænastumannaeftirlønir, kemur ájavnt við ella verður hægri enn eftirløn eftir føroysku lógini um tænastumannaeftirlønir, eigur viðbótin at detta burtur.

 

Freistin fyri at lata umsókn inn er tann 1. juli 2005.

 

Viðbótin verður roknað frá 1. í tí mánaðinum, lógin er kunngjørd.

 

Til § 3

Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

1. viðgerð 11. mars 2005. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 21. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 1. mars 2005, og eftir 1. viðgerð 11. mars 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 31. mars og 7., 14. og  21. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, Bárð Nielsen, og við lærarafelagið.

 

Nevndin hevur frá landsstýrismanninum fingið upplýst, at útreiðslurnar, um so er, at lógin fær virknað frá 1. juli 1997, verða um 1,4 mió. kr. Harumframt  hevur nevndin fingið upplýst, at tað standa kr. 822.000 í Eftirlønargrunni Læraranna, og at Føroya Lærarfelag hevur slept øllum fíggjarligum krøvum mótvegis hesum grunni, soleiðis at ognapartur Føroya Lærarafelags í nevnda grunni hereftir verður ogn Føroya Landsstýris.

 

Ein samd nevnd heldur, at best var at fingið øll hesi viðurskifti avgreidd, tá møguleiki er fyri hesum, og heldur tí tað vera best, at lógin fær virknað frá 1. juli 1997, tá eftirløn til fólkaskúlalærarar var vorðin føroysk.

 

Ein samd nevnd setir fram soljóðandi:   

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

  1. Í § 1, verður pkt. 2 strikað.

 

  1. Í § 2, stk. 3 verður orðingin: “1. juli 2005” broytt til “1. september 2005”

 

  1. Í § 2, stk. 4 verður orðingin: ”1. í tí mánaðinum, lógin er kunngjørd.” broytt til “1. juli 1997”

 

ad. 1) Tað verður mett rættast at allir, eisini teir, sum eru farnir frá vegna aldur, eiga at fáa føroyska eftirløn.

 

ad. 2) Mett verður, at við verandi ástting verður freistin at søkja um at fáa føroyska eftirløn ov stutt.

 

ad. 3) Í staðin fyri at avvarðandi lærarar fáa føroyska eftirløn frá umsóknardegnum, skuldu teir fáa frá tí degi, tá eftirlønin gjørdist føroysk. 

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

2. viðgerð 28. apríl 2005. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til §§ 1 og 2  samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 6. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 67 frá 17.05.2005