37 Uppskot til  løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005,10. februar, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum

 


 

 § 1. Løgtingslóg nr. 70 frá 13. mai 1992 um inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum verður sett úr gildi.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við løgtingslóg nr. 70 frá 13. mai 1992 um inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum var at tryggja, at inn- og útflytarar av vørum til ella úr Føroyum:

 

Út frá viðmerkingunum til lógina, tá hon varð løgd fyri Løgtingið, sæst, at umframt atlitið mótvegis matvørulóggávuni vóru eisini tikin atlit fyri, at føroyska partafelagslógin ikki var í samsvari við partafelagslóggávuna í okkara grannalondum. Mett var tá, at fíggjarliga styrkin hjá føroyskum útflytarum av tí sama ikki var nóg góð, um tað skuldi borið á, at endurgjaldskrøv vórðu reist ímóti føroyskum útflytarum. Í viðmerkingunum sæst eisini, at endamálið var at fáa útflytarar inn í eina skipan, sum skuldi gera teir betur førar fyri at møta krøvum uttaneftir.

 

Eftir at henda lóg kom í gildi í 1992, eru krøv um løggilding av virkjum, sum framleiða matvørur, komin. Kunngerð nr. 161 frá 18. desember 1995 um heilsufrøðiligan rakstur, viðgerð av fiski og fiskaúrdrátti og løggilding av fiskiførum við heimild í matvørulógini, og kunngerð nr. 122 frá 24. august 2001 um viðgerð, keyp og sølu v.m. av fiski og fiskavørum á landi, sum hevur heimild í Djórasjúkulógini. Alment kann sigast, at føroysk fiskaframleiðsla er undir somu krøvum sum framleiðsla í ES, og er keyparin tryggjaður gjøgnum ES lóggávuna. Harumframt eru krøvini til føroysk partafeløg nú tey somu sum í okkara grannalondum – føroyska lógin varð broytt í 1994.

 

Kravið um bankatrygd fyri 1% av ársumsetninginum krevur nógva umsiting, tí føroysk feløg eru so smá, at tey uppgeva ikki umsetningin í ársroknskapinum. Tí mugu flestu feløgini senda innanhýsis roknskap til Fiskivinnustovuna eftir, at tey í fyrsta umfari hava latið ársroknskapin.

 

Sigast skal eisini, at tað ongantíð er reist endurgjaldskrav ímóti føroyskum útflytarum í hesum sambandi.

 

Um lógin verður tikin av:

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt fram uppskot til løgtingslóg um skráseting av útflutningi av vørum. Henda lógin kemur at tryggja neyðugu skrásetingarnar, ið annars falla burtur, tá løgtingslógin um inn- og útflutning av fiski og fiskaúrdráttum verður tikin av.

 

 

Ummæli

Uppskotið varð sent Fiskivinnuráðnum, Vinnumálaráðnum og Landsdjóralæknanum, Fíggjarmálaráðnum og Hagstovu Føroya til hoyringar.

 

Hagstova Føroya kom við hesum viðmerkingum:  “Í fylgibrævi saman við uppskotinum skrivar Fiskimálaráðið, at ráðið veit um, at Figgjarmálaráðið fyrireikar lóggávu um skráseting av øllum útflutningi, sum eisini umfatar allan tann útflutning, sum løgtingslóg nr. 70 frá 13. mai 1992 umfatar. Tessvegna er ikki neyðugt hjá Hagstovuni at minna á, at Løgtingið ikki avtekur nevndu lóg, áðrenn nýggja lógin, sum Fíggjarmálaráðið hevur í umbúnað, er samtykt.

 

Vit heita tí á Løgtingið, Fiskimálaráðið og Fíggjarmálaráðið um at bera so í bandi, at tað verður ein kontinuer yvirgongd frá teimum fyrisitingarligu mannagongdum sambært galdandi lóggávu til nýggju lóggávuna, soleiðis at skilja, at tann dag, skrásetingin heldur uppat eftir galdandi lóggávu, tekur skrásetingin eftir nýggjari lóggávu við.”

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Uppskotið fer ikki at hava nakrar fíggjarligar, sosialar ella sálarligar avleiðingar. Hetta er ein dagføring av lóggávuni fyri fiskivinnuøkið, sum merkir, at ein ótíðarhóskandi lóg verður sett úr gildi.

 

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. Hinvegin verður vinnan spard fyri nakað av umsiting í sambandi við árligu endurskoðanina av løggildingini. Avtøkan av lógini førir til minni umsiting í Fiskimálaráðnum í sambandi við árligar endurløggildingar av útflytarum umframt málsviðgerð av umsóknum, sum leypandi koma inn. 

 

 

 

Fyri landið/ landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1. Úrgildissetan.

 

Til § 2. Ígildissetan.

1. viðgerð 17. februar 2005. Málið beint í vinnunevndina, sum 24. februar 2005 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 10. februar 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. februar 2005 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 24. mars 2005.

 

Undir 1. viðgerð í Løgtinginum varð spurningurin reistur um heimildin at fáa skrásett innflutning av fiski og fiskaúrdráttum dettur burtur, tá henda lógin verður avtikin. Uppskotið frá fíggjarmálaráðnum til løgtingslóg um skráseting av útflutningi av vørum fevnir ikki um innflutning.

 

Nevndin hevur sett Fiskimálaráðnum spurningin og hevur fingið tað svar, at allur vinnuligur vøruinnflutningur verður skrásettur við heimild í tolllógini, hvørt talan er um vørur, ið eru álagdar toll, ella ikki.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 1. mars 2005. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð  3. mars 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 16 frá 08.03.2005