27 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. Álit II
H. Framhaldandi 2. viðgerð
I. Orðaskifti við fr. 2. viðgerð
J. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 8. desember, legði Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi  

U p p s k o t

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 4 verður sett inn nýtt stk.6, sum verður soljóðandi: ”Stk. 6. Ásetingarnar í stk 1 – 5 galda samsvarandi fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3, sum verða nýttar til skúlakoyring.”
  2. Í § 11, 2. pkt. verður ”125 %” broytt til ”50 %”.
  3. Í § 15 verður sett inn nýtt stk. 4, sum verður soljóðandi ”Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 eru  ikki galdandi fyri motorsúkklur við motorstødd yvir 50 cm3 ”.

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi 1. januar 2005.

Viðmerkingar:
Seinastu árini er ein øking farin fram í innflutningi av motorsúkklum til Føroyar. Meginparturin eru eldri motorsúkklur, t. v. s. meira enn fimm ára gamlar. Sí talvu.

Tað er sjálvsagt, at ein nýggj motorsúkkla er tryggari enn ein gomul. T.d betri avfjaðring, stell og bremsur (ABS er komið á marknaðin), og eisini eru tær meira umhvørvisvinarligar ( t.d. við lambdasondu og katalysator)

Uppskotsstillarin metir, at tá avgjaldið á sinni lækkaði á bilum, hevði verið rímiligt, at tað sama eisini varð gjørt við avgjaldið á motorsúkklum. Tá var frammi, at avgjaldið ikki skuldi lækka fyri at forða fyri, at hesi akfør komu til landið.

Men ásannast má, at hesin avgjaldspolitikkur hevur tálmað innflutningi av nýggjum motorsúkklum, men ikki gomlum. Harvið fremur avgjaldspolitikkurin innflutningi av meira ótryggum motorsúkklum heldur enn meira tryggum.

Høga avgjaldið, ið er lagt á motorsúkklur er helst høvuðsorsøkin til, at nærum eingin nýggj motorsúkkla verður keypt her á landi, hóast innflutningurin er øktur nógv seinastu árini.

Uppskotsstillarin metir, at tíðin nú er komin til at harmonisera avgjaldið á motorsúkklum til avgjaldið á bilum.

Tað fer at økja um innflutningin av nýggjum motorsúkklum, og harvið økja um tryggleikan á okkara vegum.

Mett verður, at landskassin fær eina økta inntøku í avgjaldi í mun til lógina í dag. Hetta orsakað av, at innflutningurin av nýggjum motorsúkklum fer at økjast, samstundis sum innflutningurin av eldri motorsúkklum fer at minka.

Tað verður ikki roknað við, at innflutningurin av motorsúkklum fer at ávirka innflutningin av bilum, tí bilar og motorsúkklur hava einki við hvørt annað at gera.

Um hugt verður eftir tølunum fyri skráseting av akførum sæst, at meðan mest nýggir bilar verða innfluttir, so verða í stóran mun brúktar motorsúkklur innfluttar.

Seinastu tølini fyri innflutningi av akførum  (skrásett pr. 01.10.03):

 

Brúkt

Nýggj

Persónbilar

151

1199

MC (yvir 50 cm3)

83

7

Viðm.: Ellisakfør eru ikki íroknað innflutn.tølini (5 mc og 4 bilar). 

Um hugt verður eftir innflutningi av motorsúkklum seinastu árini sæst til pr 01.10.03

Ár

2000

2001

2002

01.10.2003

Tilsamans

Nýggjar

5

2

4

7

19

Gamlar

15 (75%)

31(94%)

32(89%)

88(93%)

166(90%)

Íalt

20

33

36

95

185

Tað vil siga, at 90 procent av motorsúkklunum, ið verða innfluttar til Føroyar, eru gamlar motorsúkklur. Av bilum verða 11 % innfluttir gamlir, ímeðan 89 % eru nýggir. 

Frá 1.jan 04 -27/9 04 eru 838 nýggir bilar innfluttir
146 brúktir bilar
5 nýggjar motorsúklur
98 brúktar motorsúklur

Avgjaldskipanin er ein av orsøkunum til, at støðan er, sum hon er. Tað sæst av niðanfyri nevnda dømi:

Um ein persónur keypir eina nýggja motorsúkklu fyri 161.206. kr., fara 100.000 kr til landskassan í avgjøldum.

Hóast avgjaldi fer niður, so verður mett, at landskassin fer at fáa eina økta inntøku í avgjaldi av motorsúkklum, eins og tað hendi, tá ið avgjaldið av bilum varð lækkað á sinni. Eisini skal ein hava í huga, at landið umframt avgjaldið av sjálvari motorsúkkluni fær inn avgjald av klæðum, hjálmum og aðrari trygdarútgerð.

1. viðgerð 15. desember 2004. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 10. februar 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur vegna Sjálvstýrisflokkin lagt málið fram tann 8. desember 2004, og eftir 1. viðgerð tann 15. desember 2004 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 20. og 26. januar og 3. februar  2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri MC-felagið, Ferðsluráðið og landsstýrismannin í fíggjarmálum. 

 

Frá Ferðsluráðnum fekk nevndin upplýst, at flestu ferðsluskaðar vóru framdir av fólki undir 25 ár. Nevndin heldur tí, at landsstýrismaðurin í vinnumálum eigur at leggja upskot fyri tingið um at broyta ferðslulógina, so at aldursmarkið til koyrikort til stórar mortorsúklur verður í minsta lagi 21 ár.

 

Ein samd nevnd tekur soleiðis undir við málinum, men fyri at landsstýrismaðurin skal fáa møguleika at leggja uppskot um broyting í ferðslulógini fyri tingið, setir nevndin tí fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

Í § 2, verður orðið “januar” broytt til “oktober”.

 

2. viðgerð 16. februar 2005. Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 14-0-13. Málið beint aftur í fíggjarnevndina, sum tann 10. mai 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit II

 

Við 2. viðgerð tann 16. februar 2005 varð samtykt við 14-0-13 atkvøðum at beina málið aftur í fíggjarnevndina.

 

Í fyrra álitinum í tók ein samd nevnd undir við málinum, men metti samstundis, at landsstýrismaðurin átti at broytt ferðslulógina, so at aldursmarkið til koyrikort til stórar mortorsúkklur verður í minsta lagi 21 ár.

 

Ein samd nevnd setti tí fram broytingaruppskot, so at landsstýrismaðurin skuldi fáa møguleika at leggja fram uppskot um broyting í ferðslulógini fyri tingið.

 

Undir viðgerðini í tinginum kom fram, at neyðugt var ikki at broyta ferðslulógina, men til bar at fremja broytingina við kunngerð. Hesin ivi gjørdi, at málið varð beint aftur í nevnd.

 

Landsstýrismaðurin hevur boðað fíggjarnevndini frá, “at ætlaða kunngerðin um koyrikort nú er gjørd og er til eftirkanningar í Innlendismálaráðnum. Av tí at talan er um eina sera víðfevnda kunngerð (96 greinar og 8 fylgiskjøl), er tað óvist, um tað eydnast at lýsa hana, áðrenn tingsetan endar.

 

Undirtøka er í landsstýrinum fyri ætlaðu ásetingunum um aldur til motorsúkklukoyring.”

 

Nevndin heldur framvegis, at áðrenn loyvi verður givið til at koyra stóra motorsúkklu,  er neyðugt,  at aldursmarkið minst verður 21 ár. og hevur gjøgnumført koyrifrálæru og staðið koyriroynd til stóra motor­súkklu.

 

Frá lógardeildini hjá Toll- og Skattstovu Føroya, hevur nevndin fingið skriv, dagfest 6. mai 2005, har gjørt verður vart við, at broytingin ið ásetir, at § 15 ikki skal vera galdandi fyri motorsúkklur við stødd yvir 50 cc, og tað at hendan ásetingin er stýrd av %-satsinum í § 11, kann hava við sær, at innflutningurin av brúktum súkklum ikki fer at minka. Harumframt gevur uppskotið møguleika fyri spekulasjón við keypsprísinum, sum hevur týdning fyri avgjaldið. Ætlanin hevur ikki verið at lækka gjaldið á brúktum motorsúkklum, men sum uppskotið er orðað, verður eisini hetta gjaldið lægri.

 

Nevndin mælir tí til at broyta uppskotið soleiðis, at avgjaldið á brúktum motorsúklum verður óbroytt, og møguleikin fyri spekulasjón verður tikin burtur.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Páll á Reynatúgvu Karsten Hansen og Kári P. Højgaard) setir, í staðin fyri broytingaruppskotið í álitið I,  samsvarandi hesum fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) § 1, nr. 2 verður orðað soleiðis: "Í § 11, 2. pkt. verður ”125% av avgjaldskylduga virðinum” broytt til ”50 % av avgjaldskylduga virðinum, tó 125% fyri motorsúkklur, fevndar av § 15”.

 

2) § 1, nr. 3 verður strikað."

 

3) Í § 2, verður orðingin “1. januar 2005”  broytt til  “1. januar 2006”. 

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting. 

 

Minnilutin (Kristian Magnussen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum til at fella uppskotið.

 

Framhaldandi 2. viðgerð 12. mai 2005. Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd fall 7-0-20. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kára P. Højgaard til § 1 samtykt 18-0-9. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-1-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 14. mai 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-1-8. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 74 frá 24.05.2005