23  Uppskot til  samtyktar um uppsagnarfreist í fríhandilssáttmálanum vð Pólland

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 23. november, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið góðkennir, at landsstýrið ger semju við pólsku stjórnina um, at eingin uppsagnarfreist skal vera í uppsagda fríhandilssáttmálanum.

Viðmerkingar
Pólland hevur í orðsending (Note Verbale) frá 7. apríl 2004 boðað frá, at fríhandilssáttmálin millum Føroyar og Pólland er sagdur úr gildi samsvarandi § 33, stk. 2 í sáttmálanum. Ásetta freistin er tólv mánaðar, og fer sáttmálin sostatt úr gildi 6. apríl 2005. Pólland tók hetta stig, nú landið fór upp í Evropasamveldið 1. mai 2004, og tískil gjørdist partur í tollsamgonguni hjá ES. Sostatt verða handilssambondini millum Føroyar og Pólland eftir hetta skipað samsvarandi sáttmálanum millum Føroyar og ES.

§ 54 í Wiensáttmálanum um Sáttmálarætt frá 23. mai 1969 er soljóðandi:

The termination of a treaty or the withdrawal of a party may take place:

    1. in conformity with the provisions of the treaty; or
    2. at any time by consent of all the parties after consultation with the other contracting States.

 

Omanfyri nevnda stig er tikið eftir § 54 (a) í Wiensáttmálanum um Sáttmálarætt.

Til tess at fáa sáttmálan sagdan úr gildi við virkni dagin fyri, Pólland fór upp í ES, ynskir Pólland at nýta § 54 (b) í Wiensáttmálanum um Sáttmálarætt, har ásett er, at lond kunnu eftir samráð siga sáttmálar upp sambært semju. Á hendan hátt kann sleppast undan tólv mánaða freistini.

Ein semja av hesum slagi hevur ikki lógarbroytingar, heruppií fíggjarligar avleiðingar, við sær, til tess at verða útint í landinum. Hóast málið upprunaliga varð lagt fyri uttanlandsnevndina eftir § 54 í stýrisskipan Føroya, er málið ikki av týdningarmiklum slagi, vegna tess, at fríhandilssáttmálin við Pólland er longu sagdur úr gildi, og sostatt undir øllum umstøðum formliga úr gildi í seinasta lagi 6. apríl 2005. Harumframt er greitt, at tað er sáttmálin við ES, sum, við gildi frá 1. mai 2004, skipar sínámillum handilssambondini millum Føroyar og Pólland.

1. viðgerð 30. november 2004. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 1. desember 2004 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 23. november 2004, og eftir 1. viðgerð tann 30. november 2004 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 1. desember 2004.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 8. desember 2004. Uppskot til samtyktar samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.