21  Uppskot til  løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum

A. Upprunauppskot
1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 10. november, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um vernd av fornlutum í havinum 

Kap. 1.

Fornlutur í havinum

§ 1. Fornlutur í havinum er lutur við fornfrøðiligum, mentanarligum ella søguligum virði, m.a. vrak av skipi, báti, flogfari, farmi ella partur av hesum, ið er burturmistur fyri meiri enn 100 árum síðan.
Stk. 2. Fornlutur í havinum frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum er ogn landsins. Undantikið hesum er lutur, sum ognarrættur verður prógvaður til.
Stk. 3. Føroya Fornminnissavn er fakligi myndugleikin og skipar fyri fornfrøðiligum kanningum og øðrum kanningum av fornluti í ogn landsins.
Stk. 4. Føroya Fornminnissavn kann í serligum føri gera frávik frá ásetingini um 100 ára aldursmark. Í ivamálum ger Føroya Fornminnissavn av, hvat er at meta sum fornlutur.

§ 2. Tann, ið finnur fornlut í havinum frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum, skal beinanvegin boða Føroya Fornminnissavni frá.
Stk. 2. Ikki er loyvt tilætlað at flyta, órógva ella at taka upp fornlut í havinum uttan við loyvi frá Føroya Fornminnissavni.
Stk. 3. Verður fornlutur tikin upp, skal hesin beinanvegin latast Føroya Fornminnissavni.

§ 3. Verður fornlutur funnin í havinum uttan fyri løgdømi hjá strandalandi av føroyingi, føroyskt skrásettum skipi ella føroyskum løgfrøðiligum persóni, er fornluturin ogn landsins. Undantikið hesum er lutur, sum ognarrættur verður prógvaður til.
Stk. 2. Føroya Fornminnissavn skal beinanvegin hava fráboðan um funnan fornlut.
Stk. 3. Verður fornlutur tikin upp úr havinum, skal hesin beinanvegin latast Føroya Fornminnissavni.

Kap. 2.

Altjóða samstarv

§ 4. Føroyar samstarva við onnur lond um verju av fornlutum í havinum.
Stk. 2. Fornlutur, funnin í havinum og tikin upp úr havinum, má ikki flytast út av landinum uttan við loyvi frá Føroya Fornminnissavni. Í serligum førum kann Føroya Fornminnissavn gera av, at útflutningsbannið skal fevna um lut yngri enn 100 ár uttan mun til, um luturin er í privatari ella almennari ogn.
Stk. 3. Føroyingar, føroyskt skrásett skip ella føroyskir løgfrøðiligir persónar hava ikki loyvi at flyta, órógva ella taka upp fornlut í havinum uttan fyri løgdømi Føroya í ogn hjá øðrum uttan við loyvi frá avvarðandi eigara.

Kap. 3.

Ymiskar ásetingar

§ 5. Tann, ið finnur fornlut í havinum, hevur ikki rætt til finningarløn, og tann, ið tekur fornlut upp úr havinum, hevur ikki rætt til bjargingarløn ella endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við bjargingina.

§ 6. Jarðfest fornminni á havbotni frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum eru friðað og skulu varðveitast sambært løgtingslóg nr. 19 frá 16. september 1948 um friðan av fornminnum og bygningum.

Revsing

§ 7. Brot á ásetingarnar í hesi lóg kunnu verða revsaðar við bót.
Stk. 2. Revsingin kann herðast til hefti ella fongsul í upp til 1 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og um brotið er atvold til skaða á fornlut ella elvir til vanda fyri hesum, ella vinningur er fingin ella hevur verið ætlaður.

Onnur lóggáva

§ 8. Henda lóg avmarkar ikki tær rættarreglur, sum galda fyri skipbrot og bjarging annars.

Gildiskoma

§ 9. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap. 1.
Almennar viðmerkingar

Hin 10. apríl 2003 samtykti Løgtingið at staðfesta ST-havrættarsáttmálan frá 1982. ST-havrættarsáttmálin verður mettur sum grundlóg havsins. Higartil hava 141 lond staðfest Havrættarsáttmálan, herímillum øll londini í ES og Norðurlondini. Ein staðfesting hevur sum fortreyt, at lóggávan er í samsvari við ásetingarnar í Havrættarsáttmálanum.

Hetta uppskot verður lagt fyri Løgtingið til tess at lúka ásetingarnar í Havrættarsáttmálanum um vernd og varðveitslu av fornlutum í havinum.

Upprunaliga var ætlanin, at henda lóg skuldi verða partur av nýggjari og dagførdari lóg um friðing og vernd av fornminnum. Hetta arbeiðið tekur tó drúgvari tíð enn væntað, og er slíkt uppskot ikki klárt at leggja fyri Løgtingið enn. Av tí at tað ikki ber til at bíða við lógarregulering á økinum vegna tær altjóða bindingar, sum Løgtingið longu hevur samtykt, verður skotið upp at gera serstaka lóg um vernd av fornlutum í havinum. Støða kann seinni takast til, um henda lóg skal arbeiðast inn í nýggju lógina um fornminni.

Havrættarsáttmálin krevur sambært greinunum 149 og 303, at allir lutir av fornfrøðiligum ella søguligum slagi, sum finnast í økinum, skulu varðveitast ella handast í áhuga mannaættarinnar við serligum atliti at tí framíhjárætti, sum fellur upprunastatinum ella upprunalandinum í lut, ella tí mentanarliga ella søguliga og fornfrøðiliga upprunastatinum. Hesin framíhjárættur víkir frá eldri fólkarætti, har finnari frítt kundi ráða yvir luti, hann hevði funnið.

Hugtakið upprunastatur er í hesum sambandi ikki nærri skilmarkað. Ásett er ikki nøkur raðfesting í føri, har upprunastaturin ikki er tann sami sum tann, har luturin av mentanarligum, søguligum ella fornfrøðiligum grundum kann sigast hava sín uppruna. Uppskotið til løgtingslóg ásetir hesum viðvíkjandi, at fornlutur, funnin í føroyskum havøki út á 24 fjórðingar frá grundlinjunum, ella funnin av føroyingi ella føroyskt skrásettum skipi uttan fyri 24 fjórðingar frá grundlinjunum og uttan fyri løgdømið hjá øðrum strandalandi, er ogn landsins, prógvar eingin ognarrætt til lutin.

Í hesum er tó einki, sum forðar fyri, at Føroyar í serstøkum førum kann gera avtalu um at avhenda fornlut til annað land, hevur hetta landið av einhvørjari orsøk serligan mentanarligan ella søguligan áhuga í fornlutinum. Tað øvugta kann eisini hugsast. Havrættarsáttmálin krevur, at londini verja lutir av fornfrøðiligum og søguligum slagi funnir í havinum og hava eftirlit við handli av slíkum lutum. Eisini skulu londini samstarva um hetta.

Løgdømi Føroya fevnir um sjóumveldið út á 12 fjórðingar frá grundlinjunum. Sáttmálin heimilar tó londunum at víðka løgdømið til eisini at fevna um eina atleið, sum tó ikki kann vera størri enn 24 fjórðingar frá grundlinjunum. Danmark hevur ikki formelt stovna eina atleið, men hevur út frá rættarsiðvenju víðkað verjuna av fornlutum út á 24 fjórðingar frá grundlinjunum. Uppskotið fylgir somu mannagongd.

Lógaruppskotið fevnir ikki um vernd av fornlutum í áum, vøtnum, tjarnum ella líknandi á landi.

Verður komið fram á jarðfest fornminni – tvs. spor eftir virksemi manna, á havbotni, so verður í lógaruppskotinum víst til galdandi lóg um friðan av fornminnum og bygningum. Í galdandi lóg er allýsing av jarðfestum fornminnum, umframt at ítøkilig mannagongd er ásett í sambandi við viðgerð av málum um jarðfest fornminni. Friðingarsonan er tann sama sum fyri verndarsonuna av fornlutum, tvs. út á 24 fjórðingar frá grundlinjunum, men tað er eyðsæð, at tað serliga verður fram við landi, at friðingar kunnu koma uppá tal.

Uppskotið avmarkar ikki tær rættarreglur, sum galda fyri skipbrot og sjóbjargingar annars sambært strandingarlógini.

Samanumtikið ásetir lógin, at verður fornlutur funnin í havinum ella tikin upp, skal hetta fráboðast Føroya Fornminnissavni beinanvegin. Føroya Fornminnissavn er fakligi myndugleikin á økinum. Funnin fornlutur er ogn landsins, prógvar eingin ognarrættin. Høvuðsendamálið við lógini er sbrt. krøvum ST-Havrættarsáttmálans at verja fornlutir í havinum og hava eftirlit við handli við slíkum lutum.

Hoyring
Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá niðanfyri nevndu stjórnarráðum og stovnum: Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Innlendismálaráðnum, Vinnumálaráðnum, Føroya Fornminnissavni, Føroya Náttúrugripasavni, Havlívfrøðiligu royndarstøðini, Ítróttasambandi Føroya (Tórshavnar Froskmannafelag) og Føroya Kavaraskúla. Samandráttur av hoyringarsvarunum og frágreiðing um, hvat er tikið til eftirtektar í uppskotinum, er hjálagt hesum uppskotið sum fylgiskriv.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei 

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei 

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei 

Nei 

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Ja 

Nei

Nei 

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri landið/landsmyndugleikar
Roknast kann við ávísum útreiðslum. Tað er ikki møguligt ítøkiliga at meta um ávísa upphædd, tí hetta veldst um, í hvønn mun komið verður fram á lutir í havbotninum. Føroya Fornminnissavni verður álagt nýtt umsitingarøki tó innan fakøki savnsins.

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið tekur støði í teim skyldum, sum Føroyar hava átikið sær í sambandi við ST-Havrættarsáttmálan.

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Hetta er allýsing av, hvat er at meta sum fornlutur, har serligur dentur verður lagdur á tað fornfrøðiliga, mentanarliga og søguliga virðið, ið luturin skal hava fyri at verða roknaður sum fornlutur. Dømini, ið nevnd verða, eru tey mest sannlíku at finna í havinum, men onnur kunnu hugsast, og sum hava listasøguligan, mentanarsøguligan og persónssøguligan áhuga.

Vrak ella lutur, funnin í havinum, ið eru burturmist fyri meira enn 100 árum síðani, eru at rokna sum fornlutir og tískil vard sbrt. hesi lóg.

Í stk. 2 verður somuleiðis tilskilað, at fornlutur er ogn landsins, um so er, at einki annað land ella annar privatur prógvar ognarrættin, ella at eigari hevur uppgivið ognarrættin.

Til stk. 3. Tað er umráðandi, at fornfrøðiligar kanningar ellar aðrar kanningar av fornlutum í havinum fara fram undir skipaðum viðurskiftum. Tí verður í stk. 3 latin heimild til Føroya Fornminnissavn at skipa fyri hesum arbeiði.

Til stk. 4. Í summum førum kunnu vrak og aðrir lutir metast at hava serligan áhuga fyri føroyska søgu. Sum dømi um hetta kunnu nevnast søgulig skipsvrak ella flogfør, ið hava týdning fyri hendingar í Føroyum og føroyskum havøkið undir seinna veraldarbardaga. Í førum sum hesum er rímiligt at fara niður um 100-ára markið, og gevur stk. 4 Føroya Fornminnissavni heimild at gera hesa meting.

Til § 2
Leysir fornlutir í havinum eru vardir út til 24 fjórðingar (24 sjómíl, har ein sjómíl er 1.852 metrar) frá grundlinjunum. Kravið sbrt. Havrættarsáttmálanum er, at fornlutir skulu verjast í sjóumveldinum, sum fyri Føroya viðkomandi eru 12 fjórðingar frá grundlinjunum. Heimild er at víðka verndarøkið og løgdømið til eisini at fevna um eina atleið, men tó ikki longri enn 24 fjórðingar frá grundlinjunum. Skotið verður upp at fylgja donsku lógini á økinum, har verndin røkkur út á 24 fjórðingar. Sonan røkkur sostatt frá fjøru og út til 24 fjórðingar frá grundlinjunum, og frá vatnskorpuni og niður á havbotnin.

Fornlutur í havinum má ikki skalast ella órógvast óneyðugt. Ásetingin í stk. 2 skal forða fyri, at óviðkomandi taka lutir upp av havbotninum ella úr havinum uttan at neyvt eftirlit er við hesum. Til tess at verja fornlut skulu eitt nú kavarar og kavarafelagsskapir, sum ætla at kava, har fornlutur longu er staðfestur, ella at vitan er um, at fornlutur møguliga er, hava loyvi frá Føroya Fornminnissavni. Eisini skal slík kaving fara fram í samstarvi við Føroya Fornminnissavn.

Útlendskur áhugi at gera kanningar og kavararannsóknarferðir í Føroyum er rættiliga stórur, og hann hevur verið vaksandi seinastu árini. Loyvt er kavarum og øðrum áhugaðum fólkum at kava í havinum kring Føroyar. Ein og hvør hevur loyvi til at taka myndir av tí, har er at finna. Fornlutir í havinum skulu tó ikki verða skalaðir, og eitthvørt tiltak, sum kann hava ávirkan á teir, skal góðkennast av Føroya Fornminnissavni. Brot verður revsað, sí § 7.

Stk. 3 ásetir, at verður fornlutur av tilvild tikin upp eitt nú við, at trolari fær fornlut í trolið, skal fornluturin latast Føroya Fornminnissavni sum skjótast. Hetta bæði fyri at verja og skráseta fornlutin, men eisini fyri at lúka ásetingarnar í Havrættarsáttmálanum um skyldu Føroya at samstarva við onnur lond um verju av fornlutum í havinum.

Til § 3
Verður fornlutur funnin í havinum uttan fyri ásetta markið í § 2, og uttan fyri løgdømi hjá øðrum strandalandi, av føroyingi, føroyskt skrásettum skipi ella føroyskum løgfrøðiligum persóni, er fornluturin ogn landsins, um ikki annar prógvar sín ognarrætt. Markið uttan fyri 24 fjórðingar úr grundlinjunum fevnir um økið út til fiskimarkið og um funnan lut í altjóða sjógvi.

Fyri at Føroyar kunnu liva upp til skyldurnar í Havrættarsáttmálanum verður ásett, eins og í donsku lóggávuni, at luturin er ogn landsins. Hetta verður gjørt fyri at vísa, at Føroyar taka uppgávuna at varðveita fornlutir í havinum í álvara, og skal lesast sum eitt lyfti frá føroysku myndugleikunum at síggja til, at fornlutur, ið hevur serligt virði fyri annað land, kann verða latin hesum vísandi til samstarvið landanna millum, og sum er ásett í Havrættarsáttmálanum.

Stk. 2 ásetir, at tann, sum finnur fornlut, hevur fráboðanarskyldu. Boðast skal frá hesum til Føroya Fornminnissavn. Er fornluturin tikin upp úr havinum, skal luturin sbrt. stk. 3 latast Føroya Fornminnissavni. Hetta eru tiltøk bæði fyri at verja og skráseta fornlutin, men eisini fyri at lúka ásetingarnar í Havrættarsáttmálanum um skyldu Føroya at samstarva við onnur lond um fornlutir í havinum. Tvs., at skulu Føroyar halda skylduna at varðveita fornlut eisini vegna onnur lond, so má fakkøni myndugleikin meta um og taka støðu til fornlutin og síggja til, at hesin kemur á rætta stað. Talan kann eisini verða um lut, funnan í havøki hjá øðrum landi, men sum hevur sín uppruna í einum triðja landi.

Til § 4
Havrættarsáttmálin ásetir, at londini skulu samstarva til tess at verja fornlutir í havinum. Hetta verður staðfest í stk. 1.

Stk. 2 ásetir útflutningsbann av fornlutum, sum eru funnir í havinum og tiknir upp úr havinum. Greinin er av sera stórum týdningi, og ásetingar, ið eru hesari líkar, eru at finna í samsvarandi lógum í grannalondum okkara.

Ætlanin við hesi grein er at varðveita í landinum fornlutir úr havinum í einskildari ella almennari ogn, sum hava fornfrøðiligt, mentanarligt ella í aðra máta søguligt virði og eru eldri enn 100 ár. Undir hetta koma t.d. skurðmyndir, høggmyndir, málningar, myntir, innsigli, signet, møblar og annað innbúgv ella leysafæ, klædnabúnar, prýðislutir, skartgripir, vápn, amboð og tílíkt.

Føroya Fornminnissavn kann gera av, at lutir yngri enn 100 eru fevndir av ásetingini. Dømi um hetta kann vera lutur frá øðrum heimsbardaga ella lutur, ið bara finnist í einum eintaki, og sum hevur serligt eyðkenni, sum ger hann varðveitingarverdan.

Stk. 3 er áseting, ið vendir sær til tann, ið ætlar at taka upp, flyta ella í aðra máta broyta støðuna á fornlutum í sjóøki uttan fyri føroyska løgdømið. Føroyska løgdømið fevnir í hesum sambandi um økið út á 24 fjórðingar frá grundlinjunum. Ætlar føroyingur, føroyskt skip ella føroyskur løgfrøðiligur persónur at flyta, taka upp ella í aðra máta órógva fornlut uttan fyri føroyska løgdømið, í altjóða sjógvi ella inni á løgdømi hjá øðrum landi, so skal møguligur eigari geva loyvi fyrst. Hetta er áseting, sum m.a. skal forða fyri ólógligum kavaraferðum og ólógligum handli við fornlutum, og er í sjálvum sær týðandi partur av altjóða samstarvinum.

Til § 5
Áseting um, at landið ikki rindar finningarløn ella bjargingarløn, um fornlutur verður tikin upp.

Til § 6
Áseting um jarðfest fornminni á havbotni. Her verður sostatt gjørdur munur millum leysar fornlutir í havinum og jarðfest fornminni á havbotninum. Øll fornminni skulu varðveitast, men tey jarðfestu verða fevnd av galdandi lóg um friðan av fornminnum, og skulu varðveitast sambært teimum mannagongdum, ið har eru ásettar. § 1 í fornminnalógini er ein allýsing av, hvat er jarðfest fornminni. Hesi kunnu verða bústaðarleivdir, gravstaðir, minnismerki, áskriftir, skansar og húsatoftir. Ásetingin í fornminnalógini er ikki úttømandi, tvs. at spor eftir virksemi manna í heila tikið kann koma undir hesa áseting – eisini teimum, sum við landsøkkingini kunnu verða undir sjóvarmálanum í dag.

Til § 7
Áseting um revsing fyri brot á hesa lóg. Í galdandi lóg um friðan av fornminnum og bygninum er bót hægsta revsing. Í hesum uppskoti verður mælt til at fylgja revsiásetingunum, ið lóggáva á havøkinum ásetir í sambandi við t.d. havumhvørvi, og lata upp fyri, at revsingin kann herðast, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni. Revsikarmurin er líkur tí donsku lógini á økinum.

Til § 8.
Onnur lóggáva er galdandi fyri skipbrot og bjarging. Henda verður sjálvsagt ikki avmarkað av ásetingunum í hesi lóg.

Til § 9
Áseting um gildiskomu. Tað er umráðandi, at henda lóg er í gildi, tá ið Danmark staðfestir Havrættarsáttmálan seinni í ár av tí, at eingi fyrivarni eru tikin fyri Føroyum.

Skjal: Samandráttur av hoyringssvarum.

1. viðgerð 18. november 2004. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 30. november 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 10. november 2004, og eftir 1. viðgerð tann 18. november 2004 er tað beint mentanarnevndini. 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. og 30. november 2004.  

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Tórshavnar froskmannafelag, landsstýrismannin í mentamálum saman við umboðum fyri Føroya Fornminnissavn.  

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 10. desember 2004. §§ 1-9 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 14. desember 2004. Uppskotið, sum samtykt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 92 frá 21.12.2004