20  Uppskot til  løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingevnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 29. oktober, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um forboð móti ávísum dopingevnum

§ 1.

Lógin er galdandi fyri hesar bólkar av dopingevnum:

  1. Anabolskar steroidir og tilevnaðar anabolskar steroidir.
  2. Testosteron og avleidd evni av hesum umframt evnir av sama slagi við androgenari ávirkan.
  3. Vakstrarhormon.
  4. Erytropoietin og evnir, ið hava líknandi virkna við at økja um mongdina av reyðum blóðlikamum í blóðinum til yvir vanliga virðið fyri aldur og kyn.
  5. Evnir, sum fáa kroppin at gera meira av
    a. vakstrarhormoni,
    b. testosteron og avleidd evni av hesum ella av evnum av sama slagi við androgenari ávirkan, ella
    c. natúrligt erytropoietin.

§ 2.

Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta, hvørjar aðrar bólkar av dopingevnum henda lóg er galdandi fyri.

§ 3.

Tey í §§ 1 og 2 nevndu dopingevnir mugu ikki framleiðast, flytast inn, flytast út, seljast, flýggjast út, býtast út ella liggjast inni við uttan so, at talan er um nýtslu til sjúkufyribyrging ella sjúkuviðgerð ella til granskingarendamál.
Stk. 2. Tann í stk. 1 umrødda nýtsla til sjúkufyribyrging ella sjúkuviðgerð skal, tá talan er um einstaklingar, vera fyriskipað av lækna.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann geva undantaksloyvi frá ásetingini í stk. 1. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri treytir fyri undantaksloyvinum.

§ 4.

Brot á § 3, stk. 1 ella treytir nevndar í § 3, stk. 3, 2. pkt. verða revsað við bót, hefti ella fongsli í upp til 2 ár.
Stk. 2. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál. Tey rættartiltøk, ið eru nevnd í kapitlunum 72 og 73 í rættargangslógini, verða brúkt í sama mun sum í ríkisákærumálum.

§ 5.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

1. Almennar viðmerkingar

Inngangur
Tey seinastu árini hevur spurningurin um doping í ítróttaverðini fingið vaksandi eftiransni bæði í Norðanlondum og í altjóða høpi. Trupulleikarnir við doping, sum av fyrstan tíð vórðu staðfestir innan elituítróttina, hava so líðandi spjatt seg til lægra ítróttastøðið. Í dag er doping ikki bert ein trupulleiki innan ítróttarørslur, men kemur fyri í sambandi við annað likamligt virksemi.

Doping stríðir ímóti meginreglunum í ítróttarørslum, sum hava við sær, at luttakararnir skulu kappast á jøvnum føti, og at teir skulu betra og varðveita teirra førleika á ein natúrligan hátt. Henda grundgeving móti nýtslu av dopingevnum er eisini av etiskum slagi. Eggjanin at nýta dopingevnir er eisini økt sum ein avleiðing av teimum vaksandi virðislønunum, ið eru partar av yrkisítrótti.

Eisini fyrilitið fyri heilsuni hjá ítróttafólkunum talar avgerandi ímóti nýtslu av dopingevnum. Tá heilivágur verður nýttur við einum dopingendamáli, er tað vanliga ikki nøkur læknafrøðilig orsøk til at nýta viðkomandi heilivág. Harafturat verður heilivágur, sum verður nýttur til doping, vanliga tikin í nøgdum, ið eru munandi størri, enn mælt verður til í viðgerðarhøpi. Nýtsla av heilivági til dopingendamál kann tí hava við sær óneyðugan heilsuváða so sum álvarsom hjáárin fyri ítróttafólk.

Við hesum í huga er ynskjandi við greiðum reglum og ásetingum fyri at tálma spjaðing av dopingvirkseminum í ymiskum líki og ymiskum høpi í samsvari við tær fyribyrgjandi og ítróttarættarligu skyldurnar, ítróttafeløgini sjálvi útinna innan doping.

Viðvíkjandi nýtslu av dopingevnum, so fylgir lógaruppskotið dopinglógunum í teimum flestu av hinum Norðanlondunum, har framleiðsla, innflytan, útflytan, søla o.s.fr. av dopingevnum er gjørd brotslig. Endamálið við lógaruppskotinum er at gera alt, ið er møguligt, frá almennari síðu at avmarka útbreiðsluna av dopingevnum, uttan tó at vera partur av sjálvum revsiatgerðunum móti hvørjum einstøkum ítróttafólki orsakað av dopingmisnýtslu, sum bert eiga at liggja í tí dissiplineru skipanini hjá ítróttafeløgunum. Hetta lógaruppskotið fevnir ikki um sjálva nýtsluna av doping út frá tí sjónarmiði, at tað er uppgávan hjá ítróttafeløgunum og ikki hjá tí almenna at taka dopingroyndir av ítróttafólki.

Bakgrund
Tað føroyska læknafelagið og ítróttafeløgini hava fleiri ferðir heitt á myndugleikarnar um at gera lógarreglur fyri doping.

Í oktober 1995 kannaði landsstýrið, um tað hevði verið gagnligt at sett "lov nr. 916 af 8. december 1993 om forbud mod visse dopingmidler" í gildi í Føroyum.

Landsstýrið samtykti kortini, at av tí at apoteksverkið var yvirtikið sum sermál sambært heimastýrislógini, átti dopinglóggávan at samtykkjast við løgtingslóg, um tørvur var á nýggjari lóggávu á økinum.

Landsstýrið varð harumfram gjørt varugt við ásetingarnar í § 29, stk. 1 í "løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991", sum inniheldur fylgjandi orðaljóð:

"Bert apoteksverkið hevur loyvi til at framleiða, flyta inn, flýggja út, hava á goymslu, handla við og pakka heilivág, um so er, at einki annað er ásett í hesi lóg ella av reglum ásettum við heimild í lógini."

Tað varð eisini nevnt, at øll evnir, sum vóru ásett sambært § 1 í tí donsku dopinglógini, longu vóru fevnd av apotekaralógini. Munurin var fyrst og fremst revsiramman, við tað at brot á § 29 bert kundi revsast við bót sambært § 51 í apotekaralógini, meðan brot á tí donsku dopinglógina kundi revsast við bót, hefti ella fongsul í upp til 2 ár.

Løgtingið hevur seinni tann, 6. apríl 2001, viðtikið fylgjandi løgtingssamtykt:

"Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja løgtingslógaruppskot ella ríkislógartilmæli fyri tingið soleiðis, at doping verður lógásett á sama hátt sum í londunum kring okkum."

Í skrivi dagfest 8. august 2001 boðaði Ríkisumboðið frá, at einki var til hindurs fyri at meta málsøkið viðvíkjandi doping sum eitt sermál við tí avleiðing, at heimastýrið eftir hetta hevur lóggevandi og fyrisitingarliga myndugleikan á økinum.

Lóggávan í Danmark
Í Danmark verður økið regulerað við "lov nr. 232 af 21. april 1999 om forbud mod visse dopingmidler". Út frá viðmerkingunum til lógina skilst m.a., at

"Stjórnin hevur avgjørt at herða innsats móti dopingmisnýtsluni. Hetta kemst partvís av frágreiðingum frá sakkønum um, at dopingmisnýtslan breiðir seg skjótt millum tey ungu, og at tað neyvan eru nógvar ítróttagreinar, har doping ikke er ein trupulleiki, og partvís áhuganum, bæði politiskt og millum tíðindafólk, kring teir dopingtrupulleikar, sum stungu seg upp í sambandi við, at súkklukappkoyringin Tour de France varð hildin, har tað jú varð alment kent, at dopingmisnýtsla eisini kemur fyri í einum av teimum meira siðbundnu ítróttagreinunum. Í tí almenna kjakinum hevur tað serliga verið dopingevnið Erytropoietin - vanliga nevnt EPO - sum hevur verið frammi. Trupulleikin við EPO er, at tað ikki er fevnt av galdandi dopinglóg."

Hoyring
Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá:
Landslæknanum
Landsapotekaranum
Fyribyrgingarráðnum
Íttróttasambandi Føroya ÍSF
Føroya Læknafelag
Føroya Kommunulæknafelag
Ríkisumboðnum
Løgmálaráðnum
Mentamálaráðnum
Vinnumálaráðnum
Fíggjarmálaráðnum
Fútanum

Mentamálaráðið og Ítróttasamband Føroya hava tikið væl ímóti lógaruppskotinum og meta, at tað er neyðugt, og at danska lógin, sum hetta uppskotið er grundað á, hevur virkað væl.

Læknafelag Føroya hevur ongar viðmerkingar til lógaruppskotið og tekur tað til eftirtektar í núverandi líki.

Landsapotekarin vísir m.a. á, at forboðið í § 1, nr. 1 eigur at víðkast við syntetiskum anabolum steroidum, og hevur havt nakrar tekniskar og málsligar viðmerkingar til § 1, nr. 5 í lógaruppskotinum, sum eru tiknar til eftirtektar. Landsapotekarin metir harumframt, at lóg um apoteksverkið og heilivág regulerar viðurskiftini í lógaruppskotinum nóg væl.

Fyribyrgingarráðið metir, at lógaruppskotið er í lagi, og hevur ongar viðmerkingar til tað.

Danska innanríkis- og heilsumálaráðið hevur havt nakrar málsligar og tulkingarligar viðmerkingar til lógaruppskotið, ið ikki eru tiknar til eftirtektar, tí hesar hava staðist av ósamsvari millum føroyska lógaruppskotið og týdda uppskotið sent teimum.

Landslæknin hevur ongar viðmerkingar til lógaruppskotið.

Føroya Landfúti skjeyt upp í sínum hoyringssvari eina ávísa orðing av § 4, stk. 2, sum seinni er vorðin óneyðug orsakað av eini seinni lógarbroyting í rættargangslógini.

Innlendismálaráðið hevði viðmerkingar til § 4, stk. 1 og 3 viðvíkjandi revsing við hefti, som partvíst eru tiknar til eftirtektar.

2. Avleiðingar av uppskotinum

Lógaruppskotið hevur ikki fíggjarligar, umsitingarligar ella sosialar avleiðingar fyri land ella kommunur við sær. Lógaruppskotið hevur ikki avleiðingar fyri vinnuna, umhvørvið, felagsskapir ella millumtjóða felagsskapir.

  Fyri
landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/ felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar       Nei  

3. Serligar viðmerkingar

Til § 1
Sambært ásetingini eru tað fimm bólkar av dopingevnum, ið lógin er galdandi fyri.

Anabolskar steroidir og tilevnaðar anabolskar steroidir hava ein uppbyggjandi virknað á vøddarnar hjá menniskjum. Anabolskar steroidir er skrásettur heilivágur, har læknaliga sjúkuorsøkin er ógvuliga snævur. Heilivágurin verður mest nýttur til viðgerð av blóðsjúkuni aplastisk anæmi, har onnur viðgerð ikki hevur viðført positiv úrslit.

Testosteron verður fyrst og fremst nýtt til medisinska viðgerð, har framleiðslan av testosteron er minkað, umframt til ávísar tilburðir av bróstkrabba.

Vakstrarhormon verður nýtt sum vakstrarstimbrandi evni móti seinkaðum kynsbúnaði og vakstrarseinking.

Erytropoietin - EPO - er eitt genteknologiskt framleitt evni, sum serliga verður nýtt til viðgerð fyri blóðmangul hjá sjúklingum, har nýravirksemið er sera nógv lækkað ella heilt óvirkið. Við EPO er møguligt at normalisera blóðprosentið hjá sjúklinginum, soleiðis at lívsvirðið batnar munandi. Eisini hevur evnið verið nýtt til viðgerð móti blóðmangli afturat ávísum sløgum av kemoviðgerð fyri krabbamein, umframt til ávísar sjáldsamar blóðsjúkur og blóðmangul hjá ov týðliga føddum børnum.

Tann fimti bólkurin fevnir um onnur evnir, sum kunnu nýtast til at økja framleiðslu og frígering av teimum í tí menniskjansligu organismuni fjaldu anabolsku steroidunum, testosteron v.m. og natúrligum erytropoietin.

Í ítróttagreinum, ið krevja áhaldni, er upptøkan av súrevni frá lungum til blóð og víðariføringin til teir arbeiðandi vøddarnar av stórum týdningi fyri avrikið. Ein høg upptøka av súrevni er treytað av, at virksemið í lungum og hjartaringrás hjá einum persóni er í hæddini, og kann hetta bert náast við venjing.

Kapasiteturin av súrevnisflutningi í blóðinum verður stórt sæð avgjørdur av mongdini av reyðum blóðlikamum orsakað av teirra innihaldi av tí súrevnisbindandi mýlinum blóðreyði (hæmoglobin). Í ein ávísan mun kann henda mongdin økjast við venjing í hæddarveðurlagi. Hetta krevur tó virðismikla tíð. Eisini er kostnaðarmikið at gera bústaðir og tilhaldsrúm, har tað lága súrevnistrýsið í hæddarveðurlagi verður eftirgjørt.

Blóðdoping verður eisini nevnt, og meinast hetta við, at ítróttaíðkarin beint áðrenn kapping fær tilført blóð frá sær sjálvum ella frá blóðgeva. Hesin háttur verður helst ikki nýttur longur.

EPO kann metast sum ein meira framkomin háttur fyri blóðdoping. EPO verður givið sum innspræning, soleiðis at framleiðslan av reyðum blóðlikamum økist. EPO hevur tann stóra fyrimunin fyri ítróttaíðkaran, at evnið kann ikki avdúkast við einum dopingeftirliti. Vandin við EPO-misnýtslu er, at blóðið verður tjúkkri, og kann henda ávirkan gerast størri orsakað av uppturking (dehydrering), meðan kappast verður. Evsta avleiðingin kann vera nøring av blóðtøppum í ymsum lívgøgnum. Í hjarta, heila og lungum kunnu blóðtøppar elva til deyða.

Anabolskar steroidir og tilevnaðar eftirlíkningar harav kunnu viðføra hjáárin av ymiskum slagi. Tað kann t.d. henda ein samanstúving av vætu í likaminum, og hjá kvinnum kunnu manndómstekin síggjast. Harafturat síggjast livraárin í summum førum, og eru einstakir tilburðir av livrasvullum fráboðaðir, har anabolskar steroidir eru nýttar í stórum nøgdum gjøgnum longri tíð. Hjá ítróttaíðkarum koma tað serliga fráboðanir um skaðar á bein og spengur orsakað av strongd, tí megin í vøddunum verður ov ógvislig. Tað skal viðmerkjast, at fleiri av skaðunum kunnu fáast aftur á beint, um hildið verður uppat at taka evnið.

Vakstrarhormon í stórum nøgdum kann hjá ungum verða atvoldin til sjúkliga øktan vøkstur, og hjá eldri til vøkstur av ávísum pørtum av likaminum (akromegali).

Hvat viðvíkur øðrum heilivági, ið eru á dopingyvirlitinum hjá altjóða olympisku nevndini, verða galdandi reglur um apoteksverkið, heilivág og euforiserandi evnir mettar at vera nóg góðar til at tryggja eftirlitið.

Til § 2
Endamálið við ásetingini er at framtíðartryggja dopinglógina, soleiðis at lógarbroytingar ikki eru neyðugar, hvørja ferð eitt nýtt evni, sum kann misnýtast til doping, stingur seg upp.

Grundarlagið fyri uppískoytum til lógina um nýggj dopingevnir verður tað aktuella dopingyvirlitið hjá altjóða oplympisku nevndini (IOC).

Til § 3
Ætlanin við ásetingini er at avmarka nýtsluna av umrøddu dopingevnunum til annað enn medisinsk- ella granskingarendamál. Ein týðandi liður er tí forboðið ímóti, at einstaklingar flyta inn, býta út og handla við evnunum, og forboðið ímóti, at einstaklingar liggja inni við evnunum til annað enn tey nágreiniliga nevndu lógligu endamálini.

Viðvíkjandi nýtslu av dopingevnum, so fylgir lógaruppskotið dopinglógunum í teimum flestu av hinum Norðanlondunum. Endamálið við lógaruppskotinum er at gera alt, ið er møguligt frá almennari síðu, at avmarka útbreiðsluna av dopingevnum, uttan tó at vera partur av sjálvum revsiatgerðunum móti hvørjum einstøkum ítróttafólki orsakað av dopingmisnýtslu, sum bert eiga at liggja í tí dissiplineru skipanini hjá ítróttafeløgunum.

Fyri at skapa eina greiða rættarstøðu verður í stk. 2 skotið upp, at tað nágreiniliga verður ásett, at nýtsla hjá einstaklingum av evnunum til sjúkufyrifyrging ella sjúkuviðgerð skal vera fyriskipað av lækna.

Ásetingin fevnir ikki bert um nýtslu hjá einstaklingum av dopingevnum. Vinnulig handfaring av dopingevnum er bert lóglig, um endamálið er sjúkufyribyrging ella sjúkuviðgerð, ella um tað er til eitt granskingarendamál. Hetta hevur eitt nú við sær, at ein heilsøla, ið selur heilivág, lógliga kann flýggja út heilivág, sum er fevndur av lógini, til eitt apotek. Flýggjar heilsølan harafturímóti líknandi heilivág út til einstaklingar, er talan um brot á § 3, stk. 1 í hesum lógaruppskoti, og á apoteksfyrivarni í lóg um apoteksverkið og heilivág.

Granskingarendamál er at skilja sum nýtsla, ið er í samsvari við ásetingarnar í "anordning om lov om et videnskabsetisk kommitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter". Herumframt fevnir hugtakið "onnur gransking" um royndir v.m., sum verða gjørdar við atliti til miðvíst at fáa nýggja ella staðfesta verandi vitan, og í stríðnum móti doping.

Undantaksásetingin í stk. 3 er tikin við fyri at sleppa undan óætlað at forbjóða evnum, ið lógliga kunnu marknaðarførast sambært aðrari lóggávu.

Til § 4
Mælt verður til, at revsiramman verður ásett til bót, hefti ella fongsul í upp til 2 ár. Við hesum samsvarar revsiramman við ta revsirammu, ið er galdandi í Danmark. Revsiramman samsvarar annars við ta revsirammu, ið er galdandi fyri ólógliga framferð við evnum sambært somu galdandi ásetingum fyri Føroyar um euforiserandi evnir. Mælt verður til, at tann ólógligi privati innflutningurin av t.d. anabolskum steroidum í framtíðini verður mettur í mun til hetta lógaruppskotið, sum fer at gera tað møguligt at døma harðari revsing enn áður.

Til § 5
Mælt verður til, at lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Hoyringssvar fra Mentamálaráðnum.
Skjal 2: Hoyringssvar fra Ítróttasambandi Føroya.
Skjal 3: Hoyringssvar frá Landsapotekaranum.
Skjal 4: Hoyringssvar frá Læknafelag Føroya.
Skjal 5: Hoyringssvar frá Fyribyrgingarráðnum.
Skjal 6: Hoyringssvar frá Landslæknanum.
Skjal 7: Hoyringssvar frá Indenrigs- og sundhedsministeriet í Danmark.
Skjal 8: Hoyringssvar frá Innlendismálaráðnum.
Skjal 9: Hoyringssvar frá Føroya Landfúta.
Skjal 10: Hoyringssvar frá Vinnumálaráðnum

1. viðgerð 17. november 2004. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 30. november 2004 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. oktober 2004, og eftir 1. viðgerð 17. november 2004 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 24. og 29. november 2004.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum saman við umboðum fyri landsapotekaran og fund við umboð fyri ÍSF.

 

Nevndin tekur undir við uppskotinum, men heldur, at landsstýrismaðurin eigur at endurskoða lógina um apoteksverkið og heilivág og kanna, um justeringar skulu gerast í henni, so hon betur samsvarar við hesa lógina.

 

Undir viðgerðini kom fram, at IOC-listin, sum víst verður til í viðmerkingunum, er tikin av. Ístaðin hevur IOC sett á stovn eina alheims doping organisasjón, sum er stytt WADA, World Anti Doping Association. Vísandi til grein 2 í hesi lóg, roknar nevndin við, at landsstýrismaðurin heldur seg til WADA-listan.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 10. desember 2004. §§ 1-5 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 14. desember 2004. Uppskotið, sum samtykt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 85 frá 20.12.2004