4  Uppskot til  samtyktar um at skipa višurskiftini hjį teimum, sum bera brek

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Įlit
E. 2. višgerš
F. Oršaskifti viš 2. višgerš

Įr 2004, 16. august, lųgdu tingmenninir Jenis av Rana og Bill Justinussen, vegna Mišflokkin fram soljóšandi  

Uppskot

til

samtyktar um at skipa višurskiftini hjį teimum, sum bera brek 

Heitt veršur į Fųroya Landsstżri um at skipa višurskiftini hjį teimum, iš bera brek, į ein slķkan hįtt, at eingin veršur noyddur at fara av landinum vegna vantandi višgeršartilboš ķ Fųroyum.

Inntil varandi loysnir eru skipašar, eiga fyribilsloysnir at verša gjųrdar, so eingin móti egnum og familjunnar vilja veršur sendur uttanlands til višgeršar.

Višmerkingar:
Sum eitt av sosialt framkomnu londunum ķ heiminum eiga Fųroyar at vera fųrar fyri at hava višgeršartilboš til ųll, sum bera brek. Tį iš psykiatriski depilin sķšst ķ 60-įrunum varš bygdur, og fųroyingar viš sįlarsjśku kundu venda heimaftur til egna land sķtt, varš hetta mett sum eitt tżdningarmikiš stig fyri okkara vęlferšarsamfelag. Mong vóru dųmini um syrgiligar lagnur, sum stóšust av, at familjur vóršu sundurskildar vegna landafrųšiligu frįstųšuna millum sjśklingin og familju hansara. Ųll vóru samd um, at rętt var at skipa višgeršartilboš ķ Fųroyum, tį talan var um varandi sjśku.

Tķverri tykist sum stųšan hjį nųkrum teirra, iš bera brek, ikki er fręgari, enn hon var hjį teimum sįlarsjśku fyri 40 įrum sķšani. Framvegis verša bųrn, sum bera varandi brek, av sosialu myndugleikunum ķ Fųroyum móti familjunnar vilja noydd uttanlands til višgeršar. Dųmi eru um einstaklingar og familjur teirra, sum dagliga lķša undir hesi ótolandi stųšu. Trivnašurin ķ familjuni er burtur, og sorgin og sįrini eru ovurstór.

Tķ eiga landsins myndugleikar beinanvegin at taka eina prinsipiella stųšu og gera taš mųguligt hjį hesum illa sperdu einstaklingum (ķ flestu fųrum bųrn) og familjum teirra at fįa nųktandi višgeršartilboš ķ egnum landi. Um ikki ber til beinanvegin at skipa varandi višgeršartilboš, eiga fyribilsloysnir at gerast, so eingin frį ķ dag skal noyšast uttanlands til višgeršar.

1. višgerš 1. september 2004. Mįliš beint ķ trivnašarnevndina, sum tann 30. september 2004, legši fram soljóšandi

Įlit

Tingmenninir Jenis av Rana og Bill Justinussen hava lagt mįliš fram tann 16. august 2004, og eftir 1. višgerš 1. september 2004 er taš beint trivnašarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 24. og 29. september 2004.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš landsstżrismannin ķ almannamįlum og umboš fyri felagiš fyri fólk, iš hava MBD/DAMP.

Undir višgeršini hevur nevndin bżtt seg ķ ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jųrgen Niclasen, Lisbeth L. Peteren, Johan Dahl og Andrias Petersen) metir, aftanį at landsstżrismašurin į fundi hevur upplżst, at hann arbeišir viš mįlinum, taš ikki vera rętt at leggja seg śt ķ fyrireikandi arbeiši hjį landsstżrimanninum nś, og męlir tķ Lųgtinginum frį at taka undir viš uppskotinum.

Ein minniluti (Bill Justinussen, Annita į Frķšriksmųrk og Finnur Helmsdal) tekur undir viš mįlinum og męlir tinginum til at samtykkja taš. Tó er minnilutin undir višgeršini av mįlinum komin til ta nišurstųšu, at oršingin ķ uppskotinum eigur at verša broytt soleišis:

Heitt veršur į Fųroya landsstżri um at skipa višurskiftini hjį teimum bųrnum og ungum, og familjum teirra, sum hava tųrv į serligum kanningar-, rįšgevingar-, višgeršar- og bśštilbošum soleišis, at eingin av hesum skulu verša noydd at fara av landinum vegna sķn serliga tųrv.

Minnilutin loyvir sęr eisini at nżta hųvi til at heita į landsstżrismannin um at leggja serligan dent į at manna eitt kanningar- og višgeršartoymi, sum hevur serliga og dagfųrda vitan um og innlit ķ stųšuna og višurskiftini hjį hesum bųrnum og ungu og familjum teirra.

Į tingundi 6. oktober 2004 lųgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita į Frķšriksmųrk og Bill Justinussen fram soljóšandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

Oršingin ķ upprunauppskotinum: "Heitt veršur į Fųroya Landsstżri um at skipa višurskiftini hjį teimum, iš bera brek, į ein slķkan hįtt, at eingin veršur noyddur at fara av landinum vegna vantandi višgeršartilboš ķ Fųroyum.

Inntil varandi loysnir eru skipašar, eiga fyribilsloysnir at verša gjųrdar, so eingin móti egnum og familjunnar vilja veršur sendur uttanlands til višgeršar."

Veršur broytt soleišis:

"Heitt veršur į Fųroya landsstżri um at skipa višurskiftini hjį teimum bųrnum og ungum, og familjum teirra, sum hava tųrv į serligum kanningar-, rįšgevingar-, višgeršar- og bśštilbošum soleišis, at eingin av hesum skulu verša noydd at fara av landinum vegna sķn serliga tųrv."

2. višgerš 6. oktober 2004. Broytingaruppskot frį minnilutanum ķ trivnašarnevndini, Finni Helmsdal, Annitu į Frķšriksmųrk og Bill Justinussen  til uppskotiš til samtyktar fall 10-0-17. Uppskot til samtyktar fall 10-0-17. Mįliš avgreitt.