2  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B: 1. viðgerð
C: Orðaskiftið við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð (riggar ikki)

Ár 2004, 29. juli, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

1) § 27 verður orðað soleiðis:
"§ 27. Fiskidagar verða ásettir á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi, undantikið lemmatrolarar størri enn 1000 HK, frá 1. september 2004 til 31. august 2005."

2) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"§ 29. Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt javnt millum fiskiførini tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin: 

Bólkur 2: Partrolarar 6.536 fiskidagar
Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 2.415 fiskidagar
Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 - 40 tons 4.263 fiskidagar
Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons 4.205 fiskidagar
Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 21.449 fiskidagar"

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Grein 22 í lógini um vinnuligan fiskiskap ásetir, at í seinasta lagi 18. august skal Løgtingið fyri

komandi fiskiárið, ið byrjar 1. september, hava ásett fiskidagar fyri tann partin av føroyska fiskiflotanum, sum troytir botnfiskiveiðu á føroyska landgrunninum. Fiskidagarnir verða ásettir við støði í lógaruppskoti, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum leggur fyri Løgtingið.

Á hvørjum ári, fyri 15. juni, skal Fiskirannsóknarstovan lata landsstýrismanninum stovnsmetingar, tilmæli um fiskidagar komandi fiskiárið, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.

Á hvørjum ári, fyri 22. juni, skal Fiskidaganevndin, grundað á eina mest hóskandi veiðu fyri fiskiárið, lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiárið, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt.

Fiskiskapurin á Føroya Banka er uttan fyri fiskidagaskipanina, men landsstýrismanninum er í § 29, stk. 2 heimilað at áseta fiskidagaskipan eftir somu skipan sum fyri landgrunnin. Landsstýrismaðurin hevur heitt á Fiskidaganevndina um eisini at gera tilmæli um fiskidagar á Føroya Banka. Hóast fiskidagatalið á Føroya Banka ikki verður ásett við lóg, verður í hesum uppskoti kunnað um, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at skipa fiskiskapin á Bankanum.

Tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni

Landgrunnurin
Í tilmæli sínum sigur Fiskirannsóknarstovan, at stovnsmetingin í 2004 vísir, at toskastovnurin á landgrunninum er í minking, og vandi er fyri, at toskastovnurin í 2006 kemur niður á sama støði sum í 1991 og 1992, ið er tað minsta, vit vita um. Fiskirannsóknarstovan heldur tí, at tað er neyðugt at minka munandi um veiðitrýstið á toskastovnin.

Stovnarnir av hýsu og upsa eru omanfyri miðal, og teir fara at halda sær á hesum støði við verandi veiðitrýsti. Hetta er tó í hægra lagi, serliga fyri upsa. Tí heldur Fiskirannsóknarstovan, at rættast hevði verið eisini her at minka dagatalið.

Fiskirannsóknarstovan vísir á, at toskur og hýsa verða fyri tað mesta fiskað í blandaðum fiskiskapi við húki, meðan upsi yvirhøvur verður fiskaður í beinleiðis trolfiskiskapi við toski og hýsu sum hjáveiðu. Ein skerjing í fiskiskapinum eftir toski kemur tí eisini at ávirka fiskiskapin á hinar stovnarnar.

Fiskirannsóknarstovan vísir harafturat á, at ætlanin var, at dagaskipanin skuldi vera sjálvregulerandi, t.v.s. at skipini fara at fiska tey fiskasløgini, sum eru best fyri. Fiskirannsóknarstovan vísir á tvær orsøkir til, at hetta ikki hevur verið galdandi í seinastuni. Fyrst og fremst er tað tann lági prísurin á hýsu og upsa, ið hevur gjørt, at skipini hava fiskað tosk longri, enn tey annars vildu gjørt. Og tann lítli gróðurin í sjónum hevur gjørt, at tilgongdin av smáum toski hevur verið lítil síðstu tvey árini, og ov lítið av føði í sjónum hevur gjørt, at toskur hevur tikið línu betur enn annars.

Fyri landgrunnin mælir Fiskirannsóknarstovan til :

Sambært Fiskirannsóknarstovuni fara tilmæltu skerjingarnar í royndini eftir toski og upsa eisini at minka um royndina eftir hýsu. Samstundis verður gjørt vart við, at um fortreytirnar fyri tilmælinum fyri tosk á landgrunninum broytast, t.d. við at gróðurin verður betur enn miðal, kann dagatal og vídd á stongdum leiðum endurskoðast.

Fiskirannsóknarstovan hevur í skrivi frá 12. juli 2004 kunnað Fiskimálaráðið, at gróðurkanningarnar í summar vísa, at gróðurin er batnaður seinastu tvey árini og tykist í ár at vera eitt sindur yvir miðal.

Føroya Banki
Fiskirannsóknarstovan vísir á, at toskastovnurin á Føroya Banka er í minking. Dagatalið vaks nógv í 2003 til umleið dupult so nógv sum í miðal árini 1996-2002. Hesin stovnur tolir ikki stóra roynd, og neyðugt er at skerja dagatalið munandi.

Fyri Føroya Banka mælir Fiskirannsóknarstovan til, at loyvda dagatalið verður sett ájavnt við dagatalið í miðal fyri tíðarskeiðið 1996-2002.

Aðrir fiskastovnar
Í tilfarinum frá Fiskirannsóknarstovuni er nærri lýsing av støðuni í nevndu stovnum, umframt øðrum fiskastovnum í føroyskum sjógvi. Víst verður til hetta tilfarið.

Tilmæli frá Fiskidaganevndini

Landgrunnurin
Fiskidaganevndin metir, at toskurin, hýsan og upsin sum heild ikki eru eins væl fyri í ár sum undanfarnu trý árini. Fiskiskapurin er seinasta árið komin á eitt meira vanligt støði í mun til tað óvanliga høga støðið, fiskistovnarnir hava verið á seinastu trý til fýra árini.

Um einstøku stovnarnar sigur Fiskidaganevndin, at minni er til av toski á øllum leiðum. Støddin er minni, og toskurin er soltnari, enn hann hevur verið seinastu trý árini.

Nevndin vísir á, at aftur í ár hevur óvanliga nógv hýsa verið at fingið og sæð á øllum leiðum. Stóra hýsan er rak, meðan tann smáa hýsan er sum heild væl fyri til fiti.

Um upsa sigur nevndin, at nógv er til á øllum leiðum, men meginparturin er smáur upsi. Nevndin metir, at upsin er nøkulunda fyri sum eitt miðalár.

Ein samd Fiskidaganevnd mælir til óbroytt fiskidagatal komandi fiskiár fyri teir skipabólkar, sum eru fevndir av fiskidagaskipanini.

Nevndin leggur afturat, at hóast nevndin heldur, at fiskastovnarnir ikki eru eins væl fyri, sum teir hava verið undanfarnu nógvu árini, so vil nevndin tó ikki mæla til broyting í fiskidøgunum. Nevndin metir fiskidagaskipanina at vera eina langtíðar javnvágarskipan, har fiskidagatalið ikki skal stillast á hvørjum ári – hvørki upp, tá nógvur fiskur er, ella niður, tá minni er til.

Føroya Banki
Viðvíkjandi Føroya Banka metir Fiskidaganevndin, at royndin er alt ov stór í mun til, hvat Bankin tolir.

Fiskidaganevndin mælir til,

Annað
Umframt sjálvt fiskidagatalið fyri komandi fiskiár viðger Fiskidaganevndin eisini ymisk viðurskifti í sambandi við fiskiskapin og skipanarlig viðurskifti. Nevndin mælir í hesum sambandi til:

Viðgerð landsstýrismansins
Hetta er sjeyndu ferð, at landsstýrismaðurin og umsitingin viðgera tilmæli frá ráðgevandi stovnum, aftaná at fiskidagaskipanin varð sett í verk frá 1. juni 1996.

Fiskidagar á landgrunninum
Í 1997 samtykti Løgtingið at seta fiskidagatalið niður við 12,5 %, í 1998 við 5 %, men í 1999-2001 varð ongin broyting gjørd. Í 2002 varð dagatalið skorið við 1% og í 2003 við 2%.

Broytingar í fiskidøgum

Fiskiár

Samtykt í Løgtinginum

1997/98

-12,5%

1998/99

-5%

1999/00

Óbroytt

2000/01

Óbroytt

2001/02

Óbroytt

2002/03

-1%

2003/04

- 2%

Undir viðgerðini hevur landsstýrismaðurin styðjað seg til ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap um at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga.

Avgjørd fortreyt fyri framhaldandi tilgongd til fiskastovnarnar er, at teir eru innan fyri lívfrøðiliga tryggar karmar.

Niðurstøðan hjá Fiskirannsóknarstovuni er, at veiðitrýstið á bæði toska-, hýsu- og upsastovnin er ov stórt og eigur at verða lækkað. Um støðuna í stovnunum verður ført fram, at hýsu- og upsastovnarnir eru omanfyri miðalstødd, men at toskastovnurin er í minking og kann koma niður á sera lága støðið sum í 1991 og 1992.

Fiskidaganevndin ásannar eisini, at støðan í fiskastovnunum ikki er eins góð og undanfarin ár. Nevndin metir tó ikki, at hesar broytingar geva grund til at broyta fiskidagatalið fyri komandi fiskiár.

Landsstýrismaðurin heldur, at ráðgevingin hjá fiskifrøðingum eigur at verða tikin í álvara, tí vandi annars er fyri, at fiskastovnarnir fara undir eitt lívfrøðiligt minstamark. Siðbundna fiskifrøðin metir varliga um fiskastovnarnar, og við støði í fyrivarnisregluni verður lagt upp til stórar skerjingar í fiskidøgum.

Eisini viðurskifti á altjóða fiskamarknaðinum tala fyri, at fiskastovnarnir verða umsitnir burðardygt. Millum annað gera umhvørvismál seg alt meira galdandi í umsiting av fiskatilfeingi. Hetta kemur til sjóndar á tann hátt, at føroysk fiskavirki hava fingið áheitanir frá fiskakeyparum um, at fiskavørur, sum teir keypa úr Føroyum, skulu hava eitt umhvørvismerki. Umhvørvismerkið skal tryggja, at vørurnar eru virkaðar úr fiski, sum er veiddur úr einum fiskastovni, sum er burðardygt umsitin. Fyri at fáa umhvørvismerki, skal fiskiskapurin lúka ávís krøv. Eitt nú, at vísindaligar kanningar skulu prógva, at stovnarnir eru væl fyri.

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at tað politiskt og búskaparliga er møguligt at fremja tær skerjingar, sum Fiskirannsóknarstovan leggur upp til, tí avleiðingarnar fyri flotan, og virksemið kring landið, gerast ógvusligar.

Einki at gera og lata veiðitrýstið vera óbroytt í eini tíð, har fiskiskapurin er minkandi, veiddi fiskurin er minni, og fiskurin er verri fyri enn undanfarin ár, er í andsøgn við ta vísindaligu ráðgevingina um fiskidagar, sum ásetingin tó higartil ikki í stóran mun annars hevur hildið seg til. Hetta kann koma okkum aftur um brekkur í sambandi við brúkarakrøv um umhvørvismerking.

Politiska uppgávan gerst tískil at laga veiðitrýstið til broyttu náttúruumstøðurnar, marknaðartreytirnar og samstundis tryggja, at veiðiflotin kann lívbjarga sær, og at arbeiði verður til flest møguligar hendur kring landið.

Við hesum mótstríðandi atlitum í huga hevur landsstýrismaðurin gjørt av at fremja fleiri tiltøk, sum verja fiskastovnarnar uttan at leggja óneyðugar forðingar fyri flotan. Tiltøkini eru í stuttum hesi:

  1. fiskidagarnir verða skerdir við 1,5% fyri fiskiárið 2004/2005,
  2. hjáveiðan hjá lemmatrolarunum verður skerd,
  3. fiskidagarnir á Føroya Banka verða skerdir við 10%,
  4. Føroya Banki verður friðaður í gýtingartíðini.

Viðvíkjandi 1)
At skerja fiskidagarnar við 1,5% fyri fiskiárið 2004/2005 er munandi minni skerjing enn fiskifrøðingarnir mæla til. Uppskotið byggir á, at lutvíst eru tekin um, at gróðurin er heldur betri enn fiskifrøðingar væntaðu fyrr í ár, og lutvíst verður havt í huga, at ein størri skerjing fær ov ógvusligar avleiðingar fyri vinnuna.

Við verandi ásetingum í lógini um vinnuligan fiskiskap um flyting av veiðiloyvum og avhending av fiskidøgum millum fiskifør og bólkar er grundarlag fyri, at tey einstøku fiskiførini kunnu tillaga seg broyttu umstøðurnar og saman við minkandi veiðitrýsti leggja grundarlag undir ein sjálvberandi fiskiflota, lívfrøðiliga og búskaparliga.

Fiskirannsóknarstovan mælir til ymiskan niðurskurð í dagatalinum hjá teimum, sum royna eftir toski og hýsu, og hjá teimum, sum royna eftir upsa. Landsstýrismaðurin mælir tó fyri komandi fiskiár til eina javna skerjing í fiskidøgum fyri allar bólkar.

Viðvíkjandi 2)
Sambært kunngerð nr. 38 frá 10. juni 2004 um hjáveiðireglur fyri fiskifør, ið ikki eru undir fiskidagaskipanini, er ásett, at lemmatrolarar fáa eina hjáveiðikvotu av toski og hýsu á innaru fiskidagaleið. Hjáveiðikvotan er 50 tons av toski og 50 tons av hýsu fyri hvørt hálvárið (1. september til 29. februar og frá 1. mars til 31. august) í fiskiárinum.

Kunngerðin verður í næstum broytt soleiðis, at hjáveiðikvotan verður lækkað.

Fiskidaganevndin mælir til, at lemmatrolararnir frameftir koma undir fiskidagaskipanina. Landsstýrismaðurin fer at taka henda spurningin upp, men mælir ikki til, at hetta verður gjørt fyri fiskiárið 2004/2005. Heldur verður talan um at viðgera henda spurningin í eini samlaðari endurskoðan av fiskidagaskipanini.

Viðvíkjandi 3) og 4)
Fiskidagatalið, sum verður ásett á hvørjum ári, er fyri innaru fiskidagaleiðina (landgrunnin) og fevnir ikki um Føroya Banka. Ístaðin sigur lógin um vinnuligan fiskiskap, at fyri Føroya Banka er heimilað landsstýrismanninum at áseta fiskidagaskipan eftir somu skipan sum fyri landgrunnin, tó við atliti at, hvussu Føroya Banki til eina og hvørja tíð er friðaður fyri ymsar veiðihættir (§ 29, stk. 2).

Fiskiskapurin á Føroya Banka hevur seinastu árini verið skipaður soleiðis, at øll fiskifør, sum hava fiskiloyvi til húkaveiðu á landgrunninum, hava fingið fiskiloyvi til Føroya Banka, um tey hava biðið um tað. Fiskifør í bólkunum 3 og 4 hava fingið 30 dagar (umseting av døgum ikki tikin við), meðan fiskifør í bólki 5 hava fingið 15 dagar hvørt fiskiár.

Áhugin fyri at fáa útskrivað fiskiloyvi til Bankan hevur verið munandi størri í hesum fiskiárinum enn undanfarin ár. Hetta sæst eisini aftur í einum vøkstri í daganýtsluni og veiðitølunum í 2003.

Bæði Fiskirannsóknarstovan og Fiskidaganevndin mæla til tiltøk at avmarka royndina eftir toski á Føroya Banka. Men partarnir geva tilmæli við støði í hvør sínum grundarlagi. Fiskirannsóknarstovan í fiskidagatalinum, sum var brúkt árini fyri 2003, og Fiskidaganevndin í tillutaðum fiskidøgum 2003/2004. Men Fiskidaganevndin vísir tó á, at royndin hetta fiskiárið er ov stór.

Við hesum í huga verður mælt til at skerja tilutaða fiskidagatalið á Føroya Banka við 10%, umframt at Føroya Banki verður friðaður fyri øllum veiðihættum í gýtingartíðini.

Møguligar økisfriðingar
Fiskirannsóknarstovan mælir til, at innaru landleiðirnar verða friðaðar fyri at verja ungfiskin.

Landsstýrismaðurin umhugsar at fremja ávísar friðingar av innaru leiðunum, men verða slíkar friðingar framdar, fer landsstýrismaðurin fyrst at kanna, hvørjar avleiðingar tað hevur fyri ymisku skipabólkarnar.

Fiskidagaskipanin
Fiskidaganevndin leggur í sínum tilmæli stóran dent á, "at allur fiskiskapur eftir botnfiski kring Føroyar verður skipaður innan fyri fiskidagaskipanina. Eingi veiðiøki og eingir skipabólkar eiga at vera undantikin." Nevndin nevnir lemmatrolararnar og garnaskipini.

Fiskidagaskipanin hevur nú virkað í 8 ár, og tíðin er búgvin til at meta um, hvussu skipanin hevur virkað, hvørji viðurskifti eru broytt síðani tá. Ført hevur verið fram, at flotin er vorðin effektivari, at lógin um vinnuligan fiskiskap fleiri ferðir er broytt, at fiskimynstrið er broytt o.s.fr.

Landsstýrismaðurin fer at taka stig til, at mett verður um skipanina í síni heild. Miðað verður eftir, at hetta arbeiðið verður liðugt og eitt álit latið landsstýrismanninum í góðari tíð, innan støða í 2005 skal takast til áseting av fiskidøgum fyri fiskiárið 2005/2006.

Bólkur 5
Landsstýrismaðurin hevur sett í verk eitt arbeiði at finna eina smidliga skipan fyri bólk 5. Miðað verður ímóti at koma til eina endaliga loysn við virknað frá 1. mars 2005.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Uppskotið verður ikki mett at hava fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur. Hinvegin kann uppskotið bera í sær ávísar avleiðingar fyri vinnuna og ávísar samfelagsbólkar.

Uppskotið ber í sær, at heimaflotin fær 1,5% færri fiskidagar til nýtslu komandi fiskiár.

Uppskotið er ikki tengt at millumtjóða sáttmálum. 

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar sam-felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

Ja

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

ad. 1). Her verður ásett tíðarskeiðið, sum fiskidagar verða ásettir fyri, og teir skipabólkar, ið koma undir skipanina við fiskidøgum.

ad. 2). Í § 29, stk. 1 verður fiskidagatalið fyri hvønn skipabólk og undirbólk ásett. 

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1: Tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni
Skjal 2: Tilmæli frá Fiskidaganevndini - undirskjal 1 - undirskjal 2

1. viðgerð 5. august 2004. Málið beint í vinnunevndina,  sum tann 12. august 2004 legði fram soljóðandi


Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. juli 2004, og eftir 1. viðgerð tann 5. august 2004 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 5., 6., 9., 10. og 12. august 2004.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Fiskirannsóknarstovuna, Fiskidaganevndina, Búskaparráðið, Vaktar- og Bjargingartænastuna, P/f Føroya Fiskavirking, P/f Fiskavirkið í Gøtu, Jón Kristiansson, fiskifrøðing, umframt við landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Frá Fiskirannsóknarstovuni fekk nevndin eina bók um fiskiskap við Føroyar í 100 ár, yvirlit yvir gongdina í veiðu á Føroya Banka og yvir fiskidagar á Føroya Banka, umframt eina frágreiðing og kort yvir yvirlitstrolingar, ið Fiskirannsóknarstovan hevur gjørt. Frá Vaktar- og Bjargingartænastuni fekk nevndin yvirlit yvir nýttar fiskidagar, býtt í bólkar, yvir øking í nýtta dagatalinum, yvir endaliga avhending av fiskidøgum, yvir broytingar í dagatalinum í mun til tillutaða dagatalið og yvir veiðu á Føroya Banka hjá bólki 3.

Vinnunevndin heldur tað vera rætt at leggja við álitinum yvirlit yvir brúktar fiskidagar bæði á landgrunninum og Føroya Banka.

Undir 1. viðgerð vórðu ávísir spurningar reistir um yvirlitstrolingar við Føroyar, og hevur nevndin tí biðið Fiskirannsóknarstovuna um neyvari upplýsingar hesum viðvíkjandi. Nevndin hevur gjørt av at leggja við álitinum upplýsingar um háttin, ið Fiskirannsóknarstovan í nógv ár og enn nýtir í sambandi við yvirlitstrolingar.

Vinnunevndin hevur í fleiri ár gjørt vart við, at fiskiveiðihagtølini seinastu árini ikki hava verið nøktandi. Eisini hava tey flestu av teimum, ið vinnunevndin hevur havt fund við undir viðgerðini av málinum, víst á henda trupulleika, ið er serliga stórur í sambandi við stovnsmetingar á Føroya Banka og landgrunninum. Vinnunevndin leggur stóran dent á at gera vart við hetta nú og vísir á týdningin av, at Fiskimálaráðið nú fær hesi viðurskifti endaliga upp á pláss aftur, so at til komandi áseting av fiskidøgum verða neyv hagtøl at ganga eftir. Vinnunevndin førir eisini fram, at tað ongantíð hevur verið ivi um, at játtast skal tann peningur, ið er neyðugur, fyri at neyv hagtøl kunnu fáast til vega.

Eitt annað, ið vinnunevndin skal vísa á, er týdningurin av gjøgnumskygni í skipanini við keypi og sølu av fiskidøgum, og metir nevndin, at eitt hugskot hjá landsstýrismanninum við einum portali er áhugavert. Í hesum sambandi verður mint á, at fiskidaganevndin í fleiri ár hevur gjørt vart við, at tað er neyðugt við betri gjøgnumskygni við fiskidøgum.

Sum altíð eru fiskidagarnir býttir millum bólkarnar eftir einum søguligum lykli. Veruleikin er tó tann, at hesin býtislykil er broyttur, av tí at loyvir og fiskidagar eru flutt millum bólkarnar. Sum øllum kunnugt er veruliga býtið millum bólkarnar tí eitt annað enn tað, ið uppskotið mælir Løgtinginum til at áseta. Hetta er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men ger seg galdandi í størri og størri mun fyri hvørt ár. Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at arbeitt verður við at kanna og endurskoða, um veiðitrýstið er tað rætta yvirhøvur og millum bólkarnar, og er ætlanin at fáa rættað ásetingarnar í sambandi við býtið millum bólkarnar í hesum sambandi.

Undir viðgerðini hevur eisini verið uppi at venda, at ávísar tíðir av árinum kunnu skip, sum royna eftir svartkjafti, hava ávísar nøgdir av hjáveiðu av botnfiski, tá roynt verður á økjum, har møguleikarnir fyri íblanding av botnfiski eru til staðar. Nevndini kunnugt hava íslendarar av somu orsøk stongt økir ávísar tíðir av árinum. Tá samráðingar eru við onnur lond um sínámillum fiskirættindi, herímillum um áseting av svartkjaftakvotu í býti við botnfiskakvotu, er tað av týdningi at fáa staðfest nøgdina av hjáveiðu. Í nevndini er víst á, hvussu hjáveiðitrupulleikin í øðrum fiskiskapi er loystur. Nevndin heldur tí, at landsstýrismaðurin skjótast gjørligt eigur at kanna hesi viðurskifti og finna út av, hvørjir møguleikarnir eru at umgangast hjáveiðu.

Í sambandi við skráseting av nýttum fiskidøgum skilir nevndin, at tað javnan kemur fyri, at fiskifør missa fiskidagar, av tí at skrásetingin leggur dent á, um fiskifarið hevur verið úti ein ávísan dag, sjálvt um meginparturin av samdøgrinum er farið, áðrenn farið verður frá landi, ella eitt nýtt samdøgur júst er byrjað, tá farið kemur til lands. Tá hugsað verður um, at fiskifør mugu laga fráferð og komu til bæði náttúrugivnar og aðrar umstøður av ymiskum slagi, skal nevndin gera vart við, at tað hevur stóran týdning, at innmeldingarskipanin verður so smidlig, at skip ikki missa óneyðuga nógvar dagar orsakað av skrásetingarmátanum. Hetta kann t.d. gerast við, at ein fiskidagur verður roknaður sum 24 tímar.

Nevndin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at kanna møguleikarnar fyri, at royndin eftir øðrum fiskasløgum enn teimum traditionellu (toski, hýsu og upsa) kann mennast.

Bæði Fiskirannsóknarstovan og Fiskimálaráðið staðfesta, at hagtølini ikki eru neyv, tá uppgerast skal ímillum veiðu á Føroya Banka og veiðu á Landgrunninum. Nevndin heldur tí, at landsstýrismaðurin eigur at stramma upp við fráboðanarskylduni, so hagtølini á Føroya Banka í framtíðini verða eftirfarandi.

Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Meirilutin vísir á, at landsstýrismaðurin í viðmerkingunum til uppskotið hevur upplýst, at ætlanin er at skerja fiskidagarnar á Føroya Banka við 10% og at friða bankan í gýtingartíðini. Harafturat hevur landsstýrismaðurin upplýst fyri nevndini, at hann hevur sent Løgtinginum uppskot um at víðka 60% nýtslukravið í sambandi við avhending av fiskidøgum til eisini at galda í sambandi við endaliga avhending. Eisini hevur landsstýrismaðurin nevnt, at hjáveiðan hjá lemmatrolarunum verður skerd við 4%.

Meirilutin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at umhugsa, um línuveiða framhaldandi eigur at verða loyvd heilt inn í klettin alt árið.

Somuleiðis ásannar meirilutin, at við verandi skipan fyri smábátar er trupult hjá ungdóminum at sleppa framat, og er tí tørvur á smidligari og einfaldari skipanum fyri smábátar, m.a. við atliti til at halda lív í útróðrinum á smáplássunum.

Ein minniluti í nevndini (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) mælir Løgtinginum til at skerja fiskidagarnar við 3% fyri fiskiárið 2004/2005. Landsstýrismaðurin sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at tíðin er komin til at taka ráðini frá fiskifrøðingunum í størri álvara. Ein niðurskurður á 1,5% ber meira brá av politiskum rossahandli í samgonguni enn eini veruligari roynd at leggja uppfyri eini meira effektivari veiðu á landgrunninum. Tí átti semja at kunna fingist um ein niðurskurð á 3% ístaðin.

Eisini heldur minnilutin, at fiskidagarnir á Føroya Banka eiga at verða skerdir við 25%. Sambært upplýsingum, sum eru komnar fram undir nevndarviðgerðini, ger ein niðurskurður á 10% ongan mun og kompenserar nóg illa fyri óbrúktum døgum á bankanum. Høvuðstrupulleikin er sjálvandi, at alt ov nógvir dagar hava verið útlutaðir á Føroya Banka, dagar, sum fyrr hava ligið óbrúktir, men sum nú eru vorðnir handilsvøra og hava viðført økt veiðitrýst á bankanum. Minnilutin tekur undir við uppskoti landsstýrismansins um at friða bankan í gýtingartíðini.

Minnilutin heldur eisini, at landsstýrismaðurin eigur at gera eina skipan soleiðis, at tann hjáveiðikvotan, djúpvatnstrolararnir í dag hava á innaru fiskidagaleið, verður roknað um til fiskidagar, og síðani kann koma undir tað vanligu reguleringina, sum restin av fiskiflotanum er.

Eftir viðgerðina í vinnunevndini er greitt komið fram, at nógv er, sum ikki virkar nóg væl við lógini um vinnuligan fiskiskap. Tí er alneyðugt, at lógin verður endurskoðað, sum landsstýrismaðurin eisini hevur boðað frá, og heldur minnilutin, at hetta arbeiðið sum skjótast eigur verða sett í gongd. Tað hevur stóran týdning, at hetta arbeiðið verður gjørt á breiðum politiskum grundarlagi, og eru vit í Tjóðveldisflokkinum altíð fús at vera við í hesi viðgerðini.

Eitt av endamálunum við lógini um vinnuligan fiskiskap var, at vit skuldu varðveita ein so fjølbroyttan fiskiflota sum gjørligt. Fyri at tryggja hetta, er eitt vegleiðandi býti gjørt ímillum skipabólkarnar um býti av ymisku fiskasløgunum. Gongdin seinastu árini hevur víst, at støðið er máað undan hesum. Dagar og loyvi, sum ongantíð hava verið í nýtslu fyrr, eru umsett og komin í skipanina. Smáir útróðrarbátar eru vorðnir stór línuskip o.s.fr. Tí heldur minnilutin, at landsstýrismaðurin beinanvegin eigur at seta støðg fyri samanleggingum av loyvum, til lógin um vinnuligan fiskiskap er endurskoðað, og hervið at halda fast um skottini ímillum skipabólkarnar, fyri at vit kunna varðveita ein fjølbroyttan flota.

Eitt annað, sum er komið fram undir viðgerðini, er, hvussu stórt trot er á neyvum hagtølum. Veiðihagtølini eru ikki eftirfarandi, tí uppgerðin als ikki er nóg neyv, eingin dagførd skipan er, sum kann geva landsins borgarum, vinnuni, peningastovnum og politisku skipanini innlit í, hvør ið hevur loyvini og dagarnar um hendi. Skulu vit gera okkum vónir um at fylgja við og stýra fiskiskapinum á føroyska landgrunninum og á Føroya Banka, er alneyðugt at fáa til vega neyv hagtøl á øllum økjum, og má hetta arbeiðið setast í gongd sum skjótast. Einasta rætta er at fáa talgildar dagbøkur eins og avreiðingarnar eisini verða talgildar og samankoyrdar í eina skipan beinleiðis hjá Fiskiveiðieftirlitinum saman við loyvis- og dagaskipanini. Vit kunnu ikki gera okkum vónir um at kunna stýra eini skipan við ongum amboðum.

Minnilutin er av tí áskoðan, at frítíðarfiskararnir í bólki 5 eiga at verða tiknir úr skipanini, og bert teir útróðrarbátarnir, sum reka vinnuligan fiskiskap, verða eftir, hetta fyri at spara umsiting. Eisini eigur spekulasjónin við fiskiloyvum at verða steðgað. Sjálvandi skal bera til at flyta loyvir, um tú endurnýggjar ella leggur saman, men alt annað eigur ikki at kunna bera til.

Minnilutin heldur eisini, at tátturin eigur at verða tikin upp við einum fiskidaga- og loyvisbanka. Hvussu hetta skal skipast, muga vit finna fram til saman við øllum pørtum í vinnuni, og minnilutin tekur undir við uppskotinum frá vinnuni, sum eina byrjan at skapa gjøgnumskygni, so at tað gerst møguligt at fylgja við, hvør hevur loyvini, og hvussu nógvir dagar verða nýttir. Hetta eigur so at verða bygt út soleiðis, at øll hava atgongd til ónýttar dagar. Vit taka undir við ætlan landsstýrismansins um, at 60% av dagatalinum skula verða nýtt árið fyri, um viðkomandi loyvishavarar skula hava rætt til at selja dagar yvirhøvur.

At enda er spurningurin um hjáveiðu av botnfiski hjá svartkjaftatrolarunum eisini umrøddur í vinnunevndini, og vit halda, at grundarlag er fyri at hava eitt neyvt eftirlit við hesum fiskiskapi. Tað hevur sera stóran týdning at fáa váttað ella avsannað, um hetta er ein trupulleiki. Tað kann tykjast meiningsleyst at sita og gera skipanir fyri fiskiskap undir Føroyum, tá ið tann vitanin, tú situr inni við og tekur avgerðir út frá, møguliga einki sum helst hald hava í veruleikanum.

So niðurstøðan hjá minnilutanum er greið, hagtølini fyri vinnuligan fiskiskap muga og skulu fáast til vega, og eftirlitið við svartjkaftaveiðuni undir Føroyum má skipast saman við eini endurskoðan av allari lógini um vinnuligan fiskiskap.

Í mun til sjálvt uppskotið mælir minnilutin sum omanfyrinevnt til, at fiskidagarnir á landgrunninum verða skerdir við 3% og á Føroya Banka við 25%.

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

Í § 1, nr. 2 verður "6.536" broytt til "6.437", "2.415" broytt til "2.378", "4.263" broytt til "4.198", "4.205" broytt til "4.141", og "21.449" broytt til "21.123".

2. viðgerð 16. august 2004. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til § 1 fall 8-0-20. §§ 1 og 2 samtyktar 20-1-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 18. august 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 49 frá 18.08.2004