1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg fyri 2005

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Nevndarskjøl í sernevndarummælum, sbr. § 24, stk. 3 í tingskipanini
F. Álit
G. 2. viðgerð
H. Orðaskifti við 2. viðgerð
I. 3. viðgerð
J. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2004, 30. september, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

løgtingsfíggjarlóg fyri 2005

1. viðgerð 7. og 8.  oktober 2004. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 13. desember 2004 legði fram soljóðandi Álit við skjali um játtanarskipan.

Á tingfundi 15. desember 2004 løgdu tingmenninir Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Karsten Hansen, Páll á Reynatúgvu og Kári P. Højgaard fram soljóðandi

Broytingaruppskot

til 2. viðgerð  

 

8.  Almanna- og heilsumál o.a.

Játtanar yvirlit                                                                                                                     

Tús. kr.                                                              Netto                       Útreiðslur               Inntøkur

Útreiðsluætlan                                                            -234                           -234                         -

Løgu ætlan                                                                      -                                -                          -

 

 

 

 

 

 

Útr.

Innt.

 

 

 

 

 

- Tús.

kr. -

 

 

8.21.3.

Barnastuðul

 

 

 

 

 

21.3.08.

Børn og ung (Rakstrarj.)

  U:

15.567

  -  

 

 

   

   

BU:

380

  -  

 

 

8.21.7.

Sosialar skipanir

 

 

 

 

 

21.7.01.

Vanlig forsorg (Lógarbundin j.)

  U:

138.761

2.112

 

 

   

   

BU:

-614

  -  

 

 

 

Viðmerkingar: 

8.21.3.08. Børn og ung (Rakstrarjáttan)

Í 2002 varð Barnaheimið umskipað og ein Familjudeild varð latin upp. Tað gekk ein tíð, áðrenn fult virksemi varð á hesi deild. Nú er fult virksemi, og familjur standa á bíðilista fyri at sleppa inn. Samstundis hava fleiri børn við stórum tørvi verið á Barnaheiminum, og hevur hetta gjørt, at meira orka er nýtt, enn peningur hevur verið settur av til. Barnaheimið megnar í ár ikki at halda játtanina, og tað sær út til, at játtanin hjá Barnaheiminum, sum er skotin upp í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005, ikki kemur at halda.

 

Barnaheimið hevur ikki boðað frá hesum, áðrenn fíggjarlógaruppskotið varð gjørt, og tí hevur landsstýrismaðurin ikki kunna tikið hædd fyri hesum.

 

Nógv bendir á, at játtanin ikki er nóg stór til tað virksemið, sum Barnaheimið hevur, og tí hevur landsstýrismaðurin tikið avgerð um at endurskoða virksemið hjá Barnaheiminum. 

 

8.21.7.01.      Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan)

Í sambandi við, at ætlanin er at gera eitt nýtt tilboð til børn við serligum tørvi, serdagstovnin, verður roknað við eini sparing á undirkontu 04. Meirútreiðslur brekað barn §17. Tá ið fíggjarlógaruppskotið varð gjørt, hevði Almanna- og heilsumálaráðið ikki upplýsingar, sum kundu nýtast til at gera eina meting av, hvussu stór sparingin væntandi fer at verða.

 

2. viðgerð 15. desember 2004.  Uppskot frá Jenis av Rana, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-22 

 

  1. Broytingaruppskot frá samdari nevnd  til grein 1 samtykt 32-0-0
     
  2. Broytingaruppskot frá meirilutanum til  grein 2 samtykt 21-0-11
     
  3. Broytingaruppskot frá frá samdari nevnd  til grein 3 samtykt 32-0-0
     
  4. Broytingaruppskot frá frá samdari nevnd  til grein 5 samtykt 32-0-0
     
  5. Broytingaruppskot frá minnilutanum til grein 6 fall 11-0-21
     
  6. Broytingaruppskot frá meirilutanum til  grein 6 samtykt 23-0-9
     
  7. Broytingaruppskot frá samdari nevnd til  grein 6 samtykt 32-0-0
     
  8. Broytingaruppskot frá samdari nevnd til  grein 7 samtykt 32-0-0
     
  9. Broytingaruppskot frá meirilutanum til grein 8 samtykt 23-0-9
     
  10. Broytingaruppskot frá Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen, Karsten Hansen, Páll á Reynatúgvu og Kári P. Højgaard til grein 8 samtykt 32-0-0
     
  11. Broytingaruppskot frá samdari nevnd til grein 8 samtykt 27-2-0
     
  12. Broytingaruppskot frá minnilutanum til grein 20 fall 9-1-22
     
  13. Broytingaruppskot frá meirilutanum til grein 20 samtykt 21-0-11
     
  14. Broytingaruppskot frá samdari nevnd til grein 20 samtykt 32-0-0
     
  15. Broytingaruppskot frá meirilutanum til § 15 samtykt 32-0-0
     
  16. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 21-0-11

Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 17. desember 2004 løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Bill Justinussen, Finnur Helmsdal og Jenis av Rana fram soljóðandi

Broytingaruppskot

til 3. viðgerð

  

8.  Almanna- og heilsumál o.a.

Játtanar yvirlit                                                                                                                     

Tús. kr.                                                              Netto                       Útreiðslur               Inntøkur

Útreiðsluætlan                                                           8.000                        8.000                         -

Løgu ætlan                                                                      -                                -                          -

 

 

 

 

 

 

 

Útr.

Innt.

 

 

 

 

- Tús.

kr. -

 

8.20.2.

Heilsutænastur

 

 

 

 

20.2.08.

Apoteksverkið (Landsf.)

  U:

0

  -  

 

   

   

BU:

8.000

  -  

 

3. viðgerð 17. desember 2004. Broytingaruppskot frá Annitu á Fríðriksmørk, Bill Justinussen, Finni Helmsdal og Jenis av Rana til § 8, 8.20.2.08. fall 6-0-26. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 83 frá 20.12.2004