100-27 Fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, viðvíkjandi lóg um endurgjaldsábyrgd mótvegis skeivt viðgjørdum sjúklingum 

Orðaskifti

Ár 2005, týsdagin 5. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

Hesir eru spurningarnir:

  1. Kann landstýrismaðurin greiða frá, hví Endurgjaldsábyrgdarlógin ikki er sett í gildi í Føroyum?
  2. Er landsstýrismaðurin greiður yvir, hvørjar avleiðingar tað hevur og hevur havt fyri sjúklingar á føroyskum sjúkrahúsum og avvarðandi teirra, at lógin ikki er sett ígildi?
  3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at biðja Løgtingið um at samtykkja, at lógin kann setast í gildi í Føroyum?
  4. Hevur landsstýrismaðurin nakra tíðarætlan hesum viðvíkjandi?
  5. Verður Endurgjaldsábyrgdarlógin sett í gildi, fær hetta so ávirkan á mál um skeiva sjúkraviðgerð aftaná januar 1999?
  6. Ella kemur Sjúklingatryggingarlógin ikki ígildi, fyrrenn Endurgjaldsábyrgdarlógin er sett ígildi?
  7. Heldur landsstýrismaðurin, at politiski myndugleikin kann loyva sær framhaldandi at seta føroyskar sjúklingar í eina so rættsleysa og niðurgerandi støðu?

 

Viðmerkingar

Løgtingið samtykti í januar 1999 at  seta í gildi í Føroyum Sjúklingatryggingarlógina (Patientforsikringsloven). Hendan lógin er tó ikki komin í gildi enn, tí gildiskoman er treytað av, at Endurgjaldsábyrgdarlógin (Erstatningsansvarsloven) somuleiðis verður sett í gildi her á landi.

Tað var Almanna-& heilsumálaráðið, sum hevði ábyrgdina av Sjúklingatryggingarlógini, meðan tað er Innlendismálaráðið, sum hevur ábyrgdina av endurgjaldsábyrgdarlógini.

 

Um tað er tí, at lógirnar hoyra undir hvør sítt ráð, at gingin eru so nógv ár, uttan at endurgjaldslógin er sett í gildi, er ikki gott at vita. Men avleiðingarnar av drálanini ella forsømilsinum eru rættiliga álvarsligar fyri tey, sum bíða eftir, at Endurgjaldsábyrgdarlógin verður sett í gildi í Føroyum.

Sjúklingatryggingarlógin ger tað nevniliga møguligt hjá sjúklingum, sum hava verið viðgjørdir á føroyskum sjúkrahúsum, at fáa tillutað endurgjald, um viðgerðin hevur verið skeiv og elvt til álvarsligan mein ella deyða. Men sum er, er støðan tann, at lógin er ikki galdandi her á landi, og tí heldur ikki í mun til viðgerð, sum er útint á føroyskum sjúkrahúsum, fyrrenn Endurgjaldsábyrgdar­lógin eisini er sett í gildi í Føroyum.

 

Tá Løgtingið samtykti í januar 1999, at Sjúklingatryggingarlógin skuldi setast í gildi í Føroyum, varð hetta gjørt í teirri sjálvsøgdu trúgv og við teirri líka so sjálvsøgdu fyritreyt, at Endurgjalds­ábyrgdarlógin skuldi koma beint aftaná. Nú fimm ár eftir, at Løgtingið setti lógina um sjúklinga­trygd í gildi, er hendan framvegis óvirkin og púra ónýtilig, tá tað um endurgjald til sjúklingar ella avvarðandi ræður.

Aðrastaðni er tað so sjálvsagt sum, at “ansvar” byrjar við a, at ein skeivt viðgjørdur sjúklingur hevur møguleikan at krevja endurgjald sambært lóggávu, smíðað til endamálið. Men soleiðis er ikki í Føroyum. Hvør enn orsøkin er til, at Endurgjaldsábyrgdarlógin ikki er sett í gildi, so heldur spyrjarin, at hetta eigur at verða gjørt so skjótt, sum yvir høvur tilber. Tað kann ikki góðtakast, at føroyingar kanska eru teir einastu í Norðurlondum, sum ikki hava líkinda rættartrygd, tá tað snýr seg um sjúklingatrygd. Vit hava hópin av dømun um føroyskar sjúklingar og avvarðandi teirra, sum kenna sviðan av, at Heilsuverkið ikki skal standa til svars fyri sínar gerðir í sama mun, sum heilsuverkini í londunum kring okkum.

 

Skal ikki leggja okkara heilsuverk undir at gera sær dælt av, at Endurgjaldsábyrgdarlógin ikki er sett ígildi, men eru nakrar av søgunum, um hvørja viðferð sjúklingar og avvarðandi hava fingið frá teimum, ikki tespiligasti lesnaðurin.

 

Spyrjarin hevur sett landsstýrismanninum hendan fyrispurningin til tess at fáa greiði á, hví so long tíð er gingin, uttan at Endurgjaldsábyrgdarlógin er sett ígildi, og um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at gera nakað við hetta ábyrgdarleysa órættvísi.

 

Á tingfundi mikudagin 6. apríl 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 29. apríl 2005 svaraði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

 

Svar

 

Endurgjaldsábyrgdarlógin hevur verið løgd fram í Løgtinginum tríggjar ferðir, nevniliga í 1998, 2002 og 2003.

 

Fyrsta uppskotið í 1998 tók táverandi landsstýrismaður sjálvur aftur, av tí at ætlanin hjá landsstýrinum var, at uppskotið um endurgjaldsábyrgd skuldi leggjast fyri tingið samstundis sum uppskotið til nýggja vanlukkutryggingarlóg, av tí at uppskotini vóru nær tengd at hvørjum øðrum.

 

Uppskotið í 2002 fall burtur, av tí at løgtingsval varð útskrivað, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið. Uppskotið í 2003 fall somuleiðis burtur, av tí at málið ikki var liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði.

 

Sum skilst vildi undanfarna landsstýrið leggja uppskotið til lóg um endurgjaldsábyrgd fyri tingið samstundis sum uppskotið til lóg um vanlukkutrygging (arbeiðsskaðatryggingarlógina). Hvørki av hesum uppskotum eru løgd fyri Løgtingið síðani í 2003.

 

Landsstýrið hevur ikki viðgjørt málið, og er endurgjaldslógin ikki eitt av teimum málum, ið er nevnt í samgonguskjalinum. Hetta merkir tó ikki, at landsstýrið ikki ætlar sær at viðgera málið.

 

Lógin um endurgjaldsábyrgd er ein almenn lóg um endurgjaldsábyrgd, við tí endamáli at tryggja eitt endurgjald, sum í størri mun svarar til virðið á peningaliga tapinum í sambandi við persónskaða ella tap av uppihaldara. Hóast tað illa ber til hjá mær sum landsstýrismaður í innlendismálum at siga nakað beinleiðis um, hvørjar avleiðingar tað hevur havt fyri sjúklingar á føroyskum sjúkrahúsum og avvarðandi teirra, at lógin ikki er sett í gildi, so eri eg greiður yvir, at hesi høvdu verið betri tryggjaði, um hesar lógir høvdu verið settar í gildi.

 

Sum sagt hevur landsstýrið ikki viðgjørt hetta mál, og fái eg tí ikki svarað spurninginum um, hvørt eg havi ætlanir um at biðja Løgtingið um at samtykkja, at lógin kann setast í gildi fyri Føroyar.

 

Av tí at endurgjaldsábyrgdarlógin er ein almenn lóg um endurgjaldsábyrgd, er tað neyvan landsstýrismaðurin í innlendismálum, sum er tann rætti til at gera av, hvørt lógin skal fáa ávirkan á mál um skeiva sjúkraviðgerð aftaná januar 1999. Vanligt er ikki, at lógir hava afturvirkandi gildi. Orðingin um gildiskomu í teimum lógaruppskotunum um endurgjaldsábyrgd, sum hava verið løgd fyri tingið, hevur verið, at lógin skuldi fáa gildi fyri endurgjaldsábyrgd fyri skaðar, sum eru hendir aftan á, at lógin er komin í gildi.

 

Sjúklingatryggingarlógin er ikki partur av mínum málsøki, og meti eg meg tí ikki vera tann rætta til at svara ítøkiligum spurningum um hesa lóg.

Málið avgreitt.