100-25 Fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, viðvíkjandi møguleikum í uppisjóvarvinnuni 

Orðaskifti

Ár 2005, hósdagin 31. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1.      Hvønn loyvispolitikk hevur landsstýrið rikið í uppisjóvarvinnuni, og hvønn politikk fer landsstýrið at reka  frameftir? 

 

2.  Hvørji útlit eru til, at yngri og nýggjar kreftir sleppa framat í hesi vinnu?

 

Viðmerkingar:

Áhugin fyri fiskiloyvum er stórur, og  ein gongd leið inn í vinnuna er fyrst og fremst fiskiloyvi og tað virksemi, ið vanliga spyrst burtur úr hesum.

 

Trupult er at fáa hesi loyvi, og ilt er at vita, hvørjar fortreytirnar eru, um komast skal gjøgnum almenna nálareygað inn í vinnuna.

 

Almenni myndugleikin velur og vrakar, men dult er, hvørjum leiðreglum hetta verður gjørt eftir.

 

Hóast ávarað er í áravís um minkandi tilfeingi, frættist javnan um nýggj loyvi, víðkaði loyvi, umbyggingar og tillagingar, sum øll hava til felags at økja um veiðitrýstið.

 

Ávis øki fáa ríviligan lut í vinnuni, meðan onnur øki eru við skerdan lut.

 

Sóknast verður við hesum fyrispurningi eftir innliti í hesi viðurskifti, og heitt verður á landsstýrismannin um at kunna tingi í tann mun, til ber.

 

 Á tingfundi týsdagin 5. apríl 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 10. mai 2005 svaraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Til spurning 1

 

Sum uppsjóvar fiskiskapur verður roknaður fiskiskapur eftir svartkjafti, sild, makreli, og lodnu. Tó at ídnaðarskip umframt ídnaðarfisk í Norðsjónum eisini partvíst fiska svartkjaft, eru teirra viðurskifti ikki tikin beinleiðis við í svarini upp á spurningarnar settir fram í hesum fyrispurninginum.

 

 

1. Loyvispolitikkur í uppsjóvarvinnuni

 

Umsóknirnar vórðu síðani umskrivaðar, so dentur einans varð lagdur á svartkjaft. Hesum umsóknum hevur Fiskimálaráðið svarað, at viðgerðin er fyribils útsett, tí Fiskimálaráðið endur­skoðar, um tað er grundarlag fyri at ganga umsóknum um nýggj svartkjaftaloyvi á møti.

 

 

 

 

-         Christian í Grótinum                                       P/F Chr. í Grótinum, Klaksvík

-         Norðborg                                                      P/F Hvalnes, Klaksvík

-         Krúnborg                                                      P/F Krúnborg, Tórshavn

-         Jupiter                                                           P/F Driftin, Gøta

-         Høgaberg                                                      P/F E.M. Shipping, Toftir

-         Finnur Fríði                                                    P/F Krosbrekka, Gøta

-         Tróndur í Gøtu                                               P/F Varðin, Gøta

-         Næraberg                                                      P/F JFK Seafood, Klaksvík

 

 

Tað er tí ikki av tilvild, at landsstýrismaðurin sambært § 8, stk. 1 í lógini um vinnuligan fiskiskap fyri fiskiskap eftir uppsjóvar fiskasløgum hevur heimild at víkja frá yvirskipaðu regluni um, at veiðuorkan ikki skal økjast.

 

Hesi viðurskifti hava gjørt, at fyri uppsjóvarflotan er ikki, sum tað er fyri feskfiskaflotan, nøkur kunngerð, ið ásetir mát fyri veiðuorkuni. Í Skjali I er talva, sum vísir broytingarnar í sambandi við at nýggj/nýggjari skip eru komin í flotan.

 

 

 

Í hesum sambandi kann verða lagt afturat, at umframt Havsbrún, ið hevur virkað uppisjóvarveiðu til fiskamjøl í mong ár, standa partar av uppsjóvarvinnuni aftan fyri eitt virki í Kollafirði, sum skal virka uppsjóvarfiskasløg til matna. Tað hevur verið trupult at fingið virksemið at hanga saman fíggjarliga. Ein roynd hevur eisini verið gjørd at virka svartkjaft til surimi á landi, men tykist tann royndin ikki at hava hepnast.
 

Til spurning 2 

 

Spurningurin um, hvørjar møguleikar borgarar hava at luttaka í vinnuligum virksemi á jøvnum føti er sera viðkomandi. Í lógini um vinnuligan fiskiskap er ásett, at talið av veiðuloyvum í feskfiskaflotanum ikki skal økjast, samstundis sum ávísum borgarum/feløgum eru latin veiðurættindi. Innan fyri uppsjóvarvinnuna og aðrar partar við hevur landsstýrismaðurin møguleikar at lata nýggj loyvi, men sum heild hava landsstýrismenn brúkt henda møguleika varisliga, m.a. tí skiftandi landsstýri hava sum mál at skipa fiskivinnuna, soleiðis at hon er búskaparliga burðardygg. Hetta ber m. a. í sær, at tað ikki er grundarlag fyri at geva veiðuloyvi til skip, har fiskimøguleikarnir framman undan eru fulltroyttir.

 

Hesi viðurskifti gera tað trupult hjá øðrum – yngri sum eldri – enn teimum, ið framman undan eru við í flotanum, at koma framat í hesi vinnuni.

 

Ásannandi henda trupulleika havi eg tí heitt á bólkin, sum endurskoðar lógina um vinnuligan fiskiskap, at viðgera henda spurningin. Bólkurin skal m. a. viðgera og koma við uppskoti um, hvussu nýggj loyvi verða útskrivað; skulu tey fara til verandi loyvishavarar ella kunnu tey t.d. verða boðin út á uppboðssølu.

 

Arbeiðsbólkurin skal hava latið frágreiðing komandi summar, og vónandi verða góð hugskot, sum kunnu umsetast til praktiskan politikk.

            Skjal 1: Yvirlit yvir nýggj skip og skip, ið eru skift út

Málið avgreitt.