100-24 Fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, viðvíkjandi ómynduggering 

Orðaskifti

Ár 2005, týsdagin 29. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Viðvíkjandi ómynduggering

 

  1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at yvirtaka familjurættarliga økið?
  2. Um so er, hvør er so tíðarætlanin hesum viðvíkjandi?
  3. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um at seta í verk danska lóg í Føroyum um ómynduggering, meðan bíðað verður eftir oman fyri nevndu yvirtøku?
  4. Um so er, hvør er tíðarætlanin hesum viðvíkjandi?
  5. Um landsstýrismaðurin ikki ætlar at yvirtaka familjurættarliga økið, hvørjar ætlanir hevur hann so víðvíkjandi lóggávuni um ómynduggering?
  6. Ella heldur landsstýrismaðurin tað vera ílagi, at ein partur av Føroya fólki skal í rættin fyri at fáa skil á ymiskum, fyri øðrum, smávegis gerandis viðurskiftum?
  7. Dugir landsstýrismaðurin at skilja, at tær lógfrøðisligu broytingarnar, sum m.o. Javni ynskir hesum viðvíkjandi, hava bráskund?

 

Viðmerkingar

Rættarstøða føroyinga, tá tað um ómynduggering viðvíkur, er nógv øðrvísi og somuleiðis verri og meira mannminkandi, enn hjá øðrum norðurlendingum.

Í Føroyum er støðan tann, at tørvar einum føroyingi ein verja í mun til ávís persónlig viðurskifti, kann hetta ikki fáast ílag uttan so, at rættarskipanin hevur talað. Hetta, sama um talan er um smávegis ella rættiliga álvarsom viðurskifti. Í lógini, sum enn er galdandi í Føroyum um hesi viðurskifti, viðger kapittul I ómynduggering, meðan kapittul 5 snýr seg um lágverjumál.

Lógin við ymiskum notum er annars rættiliga fløkjaslig, og eru fólk í veruleikanum í iva um, hvørjar løgligar ásetingar eru galdandi her á landi, tá tað um slík viðurskifti ræður. M.a. kann nevnast, at yvirformyndarastova Føroya varð yvirtikin við løgtingssamtykt 1948, men er enn eingin løgtingslóg tengd at hesum øki. Havi fingið upplýst, at ritstjórnin fyri lógbókini ikki sigur seg føra fyri at gera av, hvør lóggáva er galdandi, og at tað tí er neyðugt at meta um í hvørjum einstøkum føri.

 

Hini norðurlondini

Tosað verður um altjóðager, um at vit mugu vera dagførd á øllum økjum. Sum minsta mát plaga vit at siga, at vit mugu vera á hædd við hini norðurlondini. Lóggáva okkara viðvíkjandi ómynduggering er dømi um, at tað eru vit bara ikki. Í t.d. Danmark og Norra er tað soleiðis, at persónar kunnu ómynduggerast av rættinum, men kemur hetta sera sjaldan fyri. Er talan um, at fólk skulu fáa verja til at hjálpa sær við ymiskum, verður hetta avgreitt fyrisitingarliga og uttan stórvegis hóvasták. Tað vil siga, at m.a. menningartarnað í hesum londunum ikki hava fyri neyðini at fara í rættin, fyri at fáa slíkt avgreitt. Við øðrum orðum hava tey í Danmark og Noregi broytt sína lóggávu soleiðis, at hon fyrst og fremst er brúkaravinalig. T.d. er hugburðurin aftan fyri donsku lógina tann, at í hvørjum einstøkum føri skal metast um, í hvønn mun tørvur er á verja at røkja fíggjarlig og/ella onnur persónlig viðurskifti. Tann hugburður er somuleiðis galdandi, at einki verjumál má vera meira víðfevnt, enn neyðugt er. Okkara lóggáva hevur framvegis eitt ómenniskjaligt andlit sum fremsta vørumerki.

 

Nógvur ampi og tregi

Nógvir føroyingar hava kent bæði ampa og trega av okkara avoldaðu og ónýtiligu lóggávu, og kemur hetta til sjóndar í so nógvum av lívsins viðurskiftum, á fleiri ymiskar mátar. Hetta tá ein arvar, ella tá foreldur vilja tryggja barni sínum skikkaða umsiting av arvi ella øðrum, tá menningartarnað og onnur búgva á bústovni ella sambýli, og starvsfólkini kundu hugsað sær onkran at stuðla búfólkunum í ymiskum viðurskiftum, tá tað snýr seg um egið val av bústaði hjá ungum, sum ikki klára seg sjálvi. Skulu hesi og onnur í somu ella líknandi støðu hava hjálp, er neyðugt at biðja rættarskipanina tala fyrst. Og tað kenna bæði tey, sum skulu hava hjálpina, og familjur teirra sum eina óhepna og rættiliga mannminkandi og tí eisini óverduga støðu at vera í.

 

Javni hevur roynt

Felagið Javni hevur nú í nøkur ár arbeitt aktivt fyri at fáa hesi viðurskifti broytt. Felagið hevur havt fund við undanfarna eins og verandi landsstýrismann í lógamálum, men einki tykist at røkjast fyri, at nakað fer at henda í málinum. Uttan at leggja seg út í politisk ella ideologisk trætumál, so hevur felagið Javni fyrst og fremst tað ynski, at lóggáva okkara, tá tað um ómynduggering ræður, verður broytt soleiðis, at hendan kemur at rúma líknandi hugburði, sum danska og norska lóggávan á økinum ger. Tað er ikki avgerandi fyri Javna, um talan verður um føroyska lóggávu ella um at seta danska lóg í gildi. Avgerandi er, at lóggávan verður broytt. Javni heldur tó, at tað ber til at seta donsku lógina í gildi, meðan bíðað verður eftir møguligari yvirtøku av samlaða familjurættarliga økinum.

 

Hesin fyrispurinigurin skal fatast sum ein liður í hesum sera viðkomandi og týdningarmiklu royndunum. Royndir, sum hava sum aðalmál at útvega einum parti av Føroya fólki verdug og demokratisk rættindi, tá tað um gerandis viðurskifti ræður.

Á tingfundi mikudagin 30. mars 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 28. apríl 2005 svaraði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

 

Persón, familju og arvarættarliga økið er ikki eitt av teimum málsøkjum, ið samgongan sambært samgonguskjalinum hevur gjørt av at yvirtaka.

 

Ásannandi, at lóggávan á hesum øki er ótíðarhóskandi, legði eg málið fyri landsstýrið tann 21. september 2004, har eg bað um undirtøku fyri, í fyrstu atløgu, at leggja fyri Løgtingið ríkislógartilmæli um at seta í gildi lóg um foreldramyndugleika og samveru. Somuleiðis bað eg um, at støða varð tikin til eina samlaða dagføringarætlan av øllum økinum.

 

Niðurstøðan varð, at málið skuldi viðgerast í síni heild saman við einum politiskum fylgibólki, umboðandi tveir limir úr hvørjum flokki í samgonguni.

 

Bólkurin hevði sín fyrsta fund tann 30. mars í ár, og ikki fyrr enn bólkurin hevur gjøgnumgingið alla lóggávuna ber til at taka støðu til, hvussu farast skal víðari við málinum.

 

Persón, familju og arvarættarliga økið er sera stórt í vavi, og tí verður arbeiðið hjá nevndini neyvan liðugt fyrr enn seint í heyst.

 

Um so er, at nevndin kemur til ta niðurstøðu, at økið eigur at dagførast, so skuldi tað verið møguligt at lagt tey fyrstu ríkislógartilmælini fyri Løgtingið í komandi tingsetu.

 

Annars kann eg upplýsa, at stutt eftir, at eg tók við starvinum sum landsstýrismaður, hevði eg fund við ríkisumboðsmannin, har eg spurdi hann um ymisk viðurskifti viðvíkjandi person, familju og arvarættarliga økinum, sum hann situr fyri sambært galdandi skipan.

 

Ríkisumboðsmaðurin upplýsti tá, at tað fer at taka umleið 4 ár at dagføra alla persón, familju og arvarættarligu lóggávuna, hetta frá tí at farið verður undir arbeiðið.

 

Eg skilji væl tær løgfrøðiligu broytingarnar, sum m.a Javni ynskir at fremja á økinum.

Hinvegin eru tað eisini onnur, ið hava gjørt vart við seg, tí tey meta, at lóggávan er fullkomuliga ótíðarhóskandi.

 

Tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at persón, familju og arvarættarliga økið eigur at verða viðgjørt sum ein heild og ikki eftir áhugamálum hjá einstaklingum og felagsskapum.

 

Hinvegin, so er einki, ið forðar fyri, at ein raðfesting av einari dagføringarætlan tekur hædd fyri slíkum áhugamálum.

 

 Málið avgreitt.