100-22 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi føðideildini á Landssjúkrahúsinum 

Orðaskifti

Ár 2005, týsdagin 15. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

1.      Hvussu forklárar landsstýrismaðurin tey mótstríðandi úttalilsir, ið seinastu dagarnar eru borin fram um viðurskiftini á føðideild landssjúkrahúsins?
 

2.      Hvat, metir landsstýrismaðurin, kann liggja aftan fyri niðanfyri endurgivnu metingar frá starvsfólkum, ið hava sítt dagliga yrki á hesi deild, tá tey í fjølmiðlum boða frá at:
1:    trygdin hjá sjúkum pinkubørnum er í vanda.
2:    vit fara at gera alt vit kunnu fyri at verja tað sjúka pinkubarnið og ta sjúku barnakonuna 
 

3.      Hvørjar kanningar hevur landsstýrismaðurin sett í verk aftaná at hesi úttalilsir hjá starvsfólkunum komu fram - og hvat vísa hesar?

 

Viðmerkingar:

Trygdin hjá sjúkum pinkubørnum í vanda - soleiðis er yvirskriftin í einum av tíðindabløðum okkara leygardagin. Orðini eigur forkvinnan fyri fakfelag sjúkrarøktafrøðinganna, teirra, sum hava dagligu røktina og viðgerðina av nýføddum og barnakonum á føðideildini um hendi. Og hon  heldur fram:  Vit

fara at gera alt, vit kunnu, fyri at verja tað sjúka pinkubarnið og ta sjúku barnakonuna. Tað, sum ætlanin nú er at seta í verk á Landssjúkrahúsinu, er ikki forsvarligt.

 

Milt sagt er hetta lítið hugaligt at hoyra um ta sjúkrahúsdeildina, sum er portrið inn til lívið fyri flestu komandi føroyingar. Ein deild, sum farnu árini hevur megnað at vent gongdini, so útlitini fyri at yvirliva og verða verandi á lívið fyrstu dagarnar eftir barnsburðin, er fremst millum tær

tjóðir, vit sammeta okkum við. Dugnaskapur og samstarv millum allar starvsfólkabólkar man eiga stóra partin av æruni fyri hesum úrsliti, og tí er tað harmiligt, óskiljandi og átaluvert um fakfelags- ella aðrar ósemjur eru slopnar at yvirskugga málið. Tað kann lættliga og skjótt hótta høvuðsmálið við deildini, ið er at tæna teimum, sum trygt leggja seg og komandi ættarlið í hendur starvsfólkanna.

 

Vit vænta og vóna, at landsstýrismaðurin kann geva Løgtinginum og Føroya fólki eina frágreiðing, sum tekur burtur tann ótta, sum fjølmiðlabornu tíðindini seinastu daganar hava  borið okkum. Og at hann um neyðugt beinanvegin tekur tey stig, ið kunnu endurskapa friðin og álitið á deildini.

Á tingfundi mikudagin 16. mars 2005 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 6. apríl 2005 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

1.      Hvussu forklárar landsstýrismaðurin tey mótstríðandi úttalilsir, ið seinastu dagarnar eru borin fram um viðurskiftini á føðideild landssjúkrahúsins?

 

Tað skal nevnast, at tey mótstríðandi úttalilsini, sum í seinastuni eru borin fram um viðurskiftini á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, koma ávikavist frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Ljósmøðrafelag Føroya og ikki beinleiðis frá starvsfólki á Landssjúkrahúsinum.

 

Landsstýrismaðurin hevur persónliga ikki fakligan førleika fyri at meta um úttalilsir um faklig viðurskifti á føðideildini í sambandi við ætlaðu umleggingarnar. Tað situr ein faklig leiðsla á Landssjúkrahúsinum, ið eg havi álit á, ið tekur sær av ætlaðu umleggingunum. Eg havi tí biðið um eina frágreiðing frá leiðsluni í sambandi við at hesi úttalilsir eru komin fram.  

 

Sjúkrahúsleiðslan harmast um, at serliga felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum fer so vítt, sum at kalla uppskotið til umleggingar fyri óforsvarligt, til ótta fyri allar barnakonur í Føroyum. Hetta er sjúkrahúsleiðslan sjálvandi ikki samd í og vísir hesum aftur.

 

Tað er tó einki undrunarvert í hesum orðaskifti, sum er grundað á, at tveir javnt útbúnir fakbólkar innan heilsuverkið, stríðast um eitt fakøki, sum er so tætt tengt hvørt at øðrum. Talan er soleiðis um eitt klassiskt fakstríð, sum eisini hevur staðið á í Danmark, har man antin er útbúgvin sum ljósmóður, (3½ ár) ella sjúkrarøktarfrøðingur, (3½ ár), ella útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur við serútbúgving sum ljósmóðir (+ 2 ár).

 

Í øðrum Norðurlondum, umframt Bretland, er ljósmøðraútbúgvingin altíð ein serútbúgving (+2 ár) eftir útbúgvingina sum Sjúkrarøktarfrøðingur, soleiðis at tað á hesum økinum bert eru starvsfólk við báðum útbúgvingunum, og sostatt eru ikki hesir trupulleikarnir.

 

Í danska heilsuverkinum hevur stríðið millum hesar báðar fakbólkar funnið eina “kompromis- ella millumloysn”, sum í høvuðsheitum er, at man hevur innrættað seg á ymiskan hátt, alt eftir hvar man geografiskt er plaseraður, og hvør av hesum báðum fakbólkum er til taks.

 

2.      Hvat, metir landsstýrismaðurin, kann liggja aftan fyri niðanfyri endurgivnu metingar frá starvsfólkum, ið hava sítt dagliga yrki á hesi deild, tá tey í fjølmiðlum boða frá at:

 

1: trygdin hjá sjúkum pinkubørnum er í vanda.
2: vit fara at gera alt vit kunnu fyri at verja tað sjúka pinkubarnið og ta sjúku barnakonuna

 

Omanfyrinevndu úttalilsir, sum í seinastuni eru borin fram um viðurskiftini á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, koma frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og ikki beinleiðis frá starvsfólki á Landssjúkrahúsinum.

 

Tað er ikki ein partur av uppskotinum til umleggingar á føðideildini, at ljósmøðurnar skulu yvirtaka neonatala økið, og manningin av sjúkrarøktarfrøðingum í øllum vaktum er mett sum nøktandi, fyri at røkja økið á forsvarligan hátt.

 

Sjúkrahúsleiðslan hevur, saman við kirurgisku depilsleiðsluni og ábyrgdarhavandi fakligu leiðarunum á báðum fakøkjum, gjørt eina grundiga meting av, at tað er ein fakliga og fíggjarliga forsvarlig loysn, sum liggur aftanfyri uppskotið til umleggingar, og at tað sostatt als ikki er grundarlag fyri at óttast, at trygdin hjá pinkubørnum og øðrum sjúkum børnum ella barnakonum, er í vanda.

 

Sjúkrahúsleiðslan hevur, í sambandi við umleggingina, kunnað serlæknarnar á gynækologi/obstetrik og pædiatriska økinum, áðrenn uppskotið til umleggingar varð almannakunngjørt.

 

Manningin av sjúkrarøktarfrøðingum er minkað við einum Sjúkrarøktarfrøðingi í dag- kvøld- og náttarvakt. Framyvir verður tað, á sama hátt sum nú, møguligt at tilkalla eina eyka vakt, um tørvur verður fyri tí undir serligum umstøðum. Harumframt kann nevnast, at tað í uppskotinum til umleggingar, eru tvær ljósmøður til staðar á deildini, sum skulu verða við til at taka sær av felagsøkjunum, sum báðir fakbólkarnir eru útbúnir til.

 

Ráðleggingin av, hvussu hetta ítøkiligt skal leggjast til rættis framyvir, verður gjørd saman við ábyrgdarhavandi leiðarum fyri sjúkrarøktina, ljósmøðrarøkinum og serlæknunum á økinum.

 

3.      Hvørjar kanningar hevur landsstýrismaðurin sett í verk, aftaná at hesi úttalilsir hjá starvsfólkunum komu fram- og hvat vísa hesar?

Sum áður boða frá, so hevur landsstýrismaðurin biðið um eina frágreiðing frá sjúkrahúsleiðsluni í sambandi við at hesi úttalilsir eru komin fram. Eisini skal nevnast, at landsstýrismaðurin var kunnaður um ætlaðu broytingarnar og grundalagið fyri teimum, áðrenn tær vórðu almannakunngjørdar. Ta kunning, ið landsstýrismaðurin havi fingið um innihaldið av umleggingunum eri eg nøgdur við og meti ikki, at neyðugt er við fleiri kanningum. 

 

Í fyrireikandi arbeiðinum til umleggingar á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, hevur sjúkrahúsleiðslan sett fyrispurningar innan hetta økið ymsa staðni í Danmark og í hinum norðanlondunum, í mun til okkara serligu viðurskifti í Føroyum.

 

Afturmeldingarnar eru í høvuðsheitum, at í okkara føri, har føðideildin ikki er størri og samansett av  føðideild, svangra- barsil- og neonataleind, er tað ráðiligt at hava eina samanseting av starvsfólki, við bæði ljósmøðrum og sjúkrarøktarfrøðingum og/ella øðrum røktarstarvsfólki.

 

Hetta, samanhildið við einari betri útnyttan av ljósmøðravaktunum, er høvuðsgrundgevingin fyri uppskotinum til umleggingina, umframt møguleikin fyri at betra um kontinuitetin í sjúklingagongdini í tilknýtinum til starvsfólkið frá byrjan til enda av innleggingini og eitt tættari og veruligt tvørfakligt samstarv millum fakbólkarnar.

 

Fyri at undirbyggja hesa grundgeving verður manningin á føðideildini lýst áðrenn og aftaná umleggingina:

 

 

Áðrenn umlegging

Aftaná umlegging

 

Sjúkrarøktarstarvsfólk

Ljósmøður

Sjúkrarøktarstarvsfólk

Ljósmøður

Dag

4

1+1

3

2

Kvøld

3

1+1

2

2

Nátt

3

1+1

2

2

 

Fyri ljósmøðurnar er broytingin, at tær frá at ein hevur vakt frá vaktverilsi og ein er í tilkallivakt (1+1), so koma tær báðar aftaná umleggingina, at arbeiða inni á føðideildini saman við røktarstarvsfólkinum. Fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, er manningin sum nú inni á føðideildini, tó er ein sjúkrarøktafrøðingur færri til arbeiðis dag, kvøld og nátt.

 

Í dagliga arbeiðinum á deildini eru harumframt ein leiðari av sjúkrarøktini og ein leiðari fyri ljósmøðraøkið, sum hava fakliga ábyrgd fyri ávikavist sjúkrarøktini og ljósmøðraøkinum. Soleiðis verður tað eisini aftaná umleggingina, tó skal ein av hesum hava tað fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina, mett útfrá leiðsluførleikum sum heild, og hin virka sum varaleiðari.

 

Endamálið við umleggingini er í høvuðsheitum, at tað er í samstarvinum millum hesar báðar fakbólkar, at tað er møguligt at útnytta potentialið hjá báðum fakbólkum fult út. Við at báðir fakbólkar eru fysiskt tilstaðar á deildini, kunnu trupulleikar, sum annar fakbólkurin ikki sær, varnast fyrr, umframt at kontinuiteturin í samlaðu burðargongdini verður styrktur.

 

Generelt um føðideildina, viðskiftafólk og normeringar

 

Føðideildin á Landssjúkrahúsinum er serstøk á tann hátt, at hon umfatar 1) barnakonur áðrenn føðing við komplikatiónum (svangraeind), 2) føðingar við og uttan komplikatiónum (føðistovur), 3) barnakonur aftaná føðing við og uttan komplikatiónum (barsilseind), 4) neonatala økið ella eindin fyri pinkubørn. Ella sagt í tølum fyri 2004: bæði normalar føðingar, sum eru tær flestu (umleið 80 %), umframt sjúkustøður hjá pinkubarni (umleið 4 %) og barnakonum (umleið 16%).

 

Her hava sjúkrarøktarfrøðingarnir á føðideildini gjøgnum árini uppbygt eina sterka kompetensu á neonatala økinum, sum er viðgerð av pinkubørnum, umframt kompetensur innan barsilsøkið sum heild.

 

Ljósmøðurnar hava ikki royndir á neonatala økinum, og í Danmark og øðrum Norðanlondum er tað ikki vanligt, at henda viðgerðin er ein partur av føðideildini og tískil ikki nakað, sum ljósmøðurnar taka sær av. Tað er tó ein partur av teirra grundútbúgving, ástøðiligt og kliniskt.

 

Tað er í høvuðsheitum ætlanin í uppskotinum til umleggingar, at ljósmøðurnar sum “kjarnuøki” hava allar føðingarnar, og sjúkrarøktarfrøðingarnir sum “kjarnuøki” varðveita neonatala økið fult út, umframt sjúkrarøktina av øðrum børnum við breki og sjúkum mammum

 

Felagsøkið verður tað, sum báðir fakbólkar eru útbúnir til, nevniliga barsilsøkið. 

Málið avgreitt.