100-18 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi tilboði til allar kvinnur í Føroyum til mammografikanningar 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 26. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 
 

  1. Hvussu nógvar kvinnur í Føroyum hava fingið bróstkrabba árliga?
  2. Í hvørjum aldri eru hesar kvinnur?
  3. Hvørjar hava avleiðingarnar av bróstkrabba verið fyri tær føroysku kvinnurnar?
  4. Hvørji onnur Norðanlond hava tilboð um mammografikanning?
    1. Hvat siga hesi úrslit um tilboðið til mammografikanning ?
    2. Við støðið í hesum kanningum aðrastaðni:

                                                               i.      hvussu nógvar av teimum, sum hava fingið bróstkrabba, høvdu kunnu væntast at sloppið undan bróstkrabba, um mammografikanning var eitt tilboð til allar kvinnur í Føroyum?

  1. Hvørjar framtíðarætlanir hevur landsstýrismaðurin við at skipa so fyri, at føroyskar kvinnur fáa tilboð um mammografikanning?
  2. Hvat manglar føroyska heilsuverkinum av tólum og útbúnaði, um tilboðið skal veitast øllum kvinnum?
  3. Hvussu er statt við útbúnum starvsfólki í føroyska heilsuverkinum, um tilboðið skal veitast øllum kvinnum?
  4. Í Løgtinginum í 2000 varð upplýst, at mammografikanning til allar kvinnur í Føroyum vildi kosta 6 mió. kr. tað fyrsta árið og eftirfylgjandi vildi raksturin ligið um 3 milliónir árliga, eru hesi tøl framvegis eftirfarandi?

 

Viðmerkingar

Kanningar aðrastaðni hava víst, at tilboð um regluligar mammografikanningar til allar kvinnur minka um talið av kvinnum, sum fáa bróstkrabba. Um tilboðið eisini varð givið øllum kvinnum í Føroyum, hevði hetta sjálvsagt eisini givið okkum positiv úrslit. Áhugavert hevði verið hjá Løgtinginum at fingið at vita, hvussu nógv færri tilburðir av bróstkrabba eru staðfestir aðrastaðni, har tilboðið er givið øllum kvinnum í einum øki/landi.

 

Landsstýrismaðurin, sum tá sat, upplýsti fyri tinginum fyri seks árum síðani, at arbeitt var við málinum at fyrireika tilboð um mammografikanningar. Síðani hevur einki ítøkiligt verið at hoyrt um, hvussu gongur við hesum fyrireikingum. Tí kundi verið áhugavert at hoyrt frá núverandi landsstýrismanni, um fyrireikingarnar eru steðgaðar, ella um hetta heldur fram, ella er uppafturtikið.

 

Tað, sum javnan forðar tiltøkum í at verða framd ella at verða sett í verk, er vantandi raðfesting ella vantandi vilji at fremja málið. Tí er umráðandi, at tingið fær at vita, hvat dagførd tøl fyri einum slíkum tiltaki sum tilboð um mammografikanning til allar kvinnur í Føroyum kostar, og harnæst hvørja raðfesting hetta hevur hjá núsitandi samgongu.


Á tingfundi mikudagin 2. februar 2005 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 17. februar 2005 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

1.  Hvussu nógvar kvinnur í Føroyum hava fingið bróstkrabba árliga?

Frá 1994 til 2002 hava umleið 20  kvinnur árliga fingið staðfest bróstkrabba, sambært tølum úr sjúklingaskránni. Árliga talið er spjatt ímillum 10 og 25.

 

2.  Í hvørjum aldri eru hesar kvinnur?

Sambært somu hagtalsskrá er aldursbýtið, tá kvinnurnar fáa staðfest krabbamein frá 1994-2002, soleiðis at:

 

5% í miðal ella 0,9 kvinnur eru frá 30-39 ár

14% í miðal ella 2,7 kvinnur eru frá 40-49 ár

23% í miðal ella 4,4 kvinnur eru frá 50-59 ár

19% í miðal ella 3,7 kvinnur eru frá 60-69 ár

27% í miðal ella 5,1 kvinnur eru frá 70-79 ár

12% í miðal ella 2,2 kvinnur eru frá 80-89 ár

1% í miðal ella 0,1 kvinnur eru frá 90-99 ár

 

3.  Hvørjar hava avleiðingarnar av bróstkrabba verið fyri tær føroysku kvinnurnar?

Trupult er at siga neyvt hvørjar avleiðingarnir av bróstkrabba hava verið fyri føroyskar kvinnur, av tí at krabbameinsskrásetingin ikki hevur verið hagtalsliga nøktandi seinastu árini. Vanligt er at lýsa hesar avleiðingarnar í sokallaðum yvirlivilsishagtølum og deyðstíttleika, tó at hetta bert er avmarkað lýsing av avleiðingunum. Aðrar avleiðingar kunnu vera hátturin at viðgera sjúkuna og longdin av viðgerðini, sum aftur er knýttur at, hvussu tíðliga sjúkan verður staðfest. Eisini kunnu   verða sálarligar fylgjur av at fáa staðfest krabbamein, ið millum annað kann hava við sær, at bróstið verður tikið.

 

Almanna- og heilsumálaráðið arbeiðir í løtuni við at fáa dagført krabbameinshagtølini, og er ætlanin at tey hereftir skulu leggjast í NORDCAN-hagtalsgrunnin (NORDCAN er ein databasa við norðurlendskum krabbameinshagtølum, sum verður umsitin av ANCR Assosiation of Nordic Cancer Register), har møguligt er at fáa hagtølini sett upp eftir ymiskum ynskjum, og har møguligt er at samanbera hagtølini við hini norðanlondini. Æltanin er, at hetta arbeiðið skal verða liðugt í heyst.

 

Sambært deyðsorsøkunum doyðu í 2000 14 kvinnur av bróstkrabba og var aldursbýtið hetta:

 

2 kvinnur í aldursbólkinum 50-59 ár

3 kvinnur í aldursbólkinum 60-69 ár

2 kvinnur í aldursbólkinum 70-79 ár

7 kvinnur í aldursbólkinum 80-89 ár

 

Í 2001 vóru tilsvarandi tølini 11 kvinnur í hesum aldursbólkum:

 

1 kvinnur í aldursbólkinum 40-49 ár

3 kvinnur í aldursbólkinum 50-59 ár

1 kvinnur í aldursbólkinum 60-69 ár

2 kvinnur í aldursbólkinum 70-79 ár

4 kvinnur í aldursbólkinum 80-89 ár

 

4.  Hvørji onnur Norðanlond hava tilboð um mammografikanning?

Í høvuðsheitum hava øll Norðanlond eitt tilboð um regluligar mammografikanningar. Felagsnevnarin er tó, at hetta er eitt tilboð til allar kvinnur í aldrinum 50-69 ár, annaðhvørt ár. Orsøkin til at tað júst er hesin aldursbólkur, ið verður útvaldur er,  at hagtøl í øðrum londum vísa,  at umleið 25% av kvinnum, ið fáa staðfest bróstkrabba, eru undir 50 ár, umleið 50% millum 50-69 ár og umleið 25% 70 ár og eldri. 

 

Danmark: Heilsustýrið mælir til, at amtini hava regluligar bróstkanningar fyri allar kvinnur í aldrinum 50-69 ár, annaðhvørt ár. Eisini er lógarásett, at amtini í seinasta lagi skulu hava sett hetta í verk í 2009.  

 

Hóast tilmælið frá Heilsustýrinum og lógarásetingina, hava enn einans H:S, Fyns Amt, Vestsjællands Amt sett í verk regluligar kanningar av hesum kvinnum annaðhvørt ár.

 

Noreg, Finnland og Svøríki: Til allar kvinnur 50-69 ár,  annaðhvørt ár. Tó bjóða nøkur fá økir í Svøríki tilboðið til kvinnur longu frá 40-74 ár.

 

Ísland: Til allar kvinnur 40- 69 ár annahvørt ár.

 

    1. Hvat siga hesi úrslit um tilboðið til mammografikanning?

Tað eru gjøgnum árini gjørdar fleiri kanningar viðvíkjandi úrslitunum av at hava regluliga mammografi. Ein samlað mynd av hesum kanningum vísir, at deyðiligheitin, orasaka av regluligum mammografikanningum minkar við umleið 25 % í tí aldursbólki, ið fær tilboðið. Nevnast kann, at ein nýggj kanning, ið er framd í Keypmannahavn í Danmark, samstundis vísir, at deyðiligheitin fyri tann bólk av kvinnum, ið taka av tilboðnum, minkar við 37% (tað eru nevnliga ikki allar kvinnur, ið taka av tilboðnum).

 

    1. Við støði í hesum kanningum aðrastaðni:

                                                              i.      hvussu nógvar av teimum, sum hava fingið bróstkrabba, høvdu kunnu væntast at sloppið undan bróstkrabba, um mammografikanning var eitt tilboð til allar kvinnur í Føroyum?

 

Hesin spurningur er eitt sindur ógreiður og hypotetiskur. Fyri tað fyrsta sleppa kvinnur neyvan undan bróstkrabba við eini regluligari mammografikanningarskipan, men sjúkan kundi verið staðfest so mikið tíðliga, at møguleikin fyri at gerast frísk gerst størri. Tað einasta, ið kann staðfestast er, at kanningar aðrastaðni vísa, at deyðiligheitin lækkar við 25% (í tí aldursbólki, ið verður kannaður). Í Føroyum vísa tølini fyri 2000 og 2001, at umleið helvtin av kvinnunum, ið doyggja av bróstkrabba, eru millum 80-89 ár. Hesar kvinnur hava eftir øllum at døma fingið bróstkrabba, eftir at tær eru fyltar 69 ár og høvdu tí ikki fingið staðfest krabbamein í eini skipan við regluligari mammografikanning fyri 50-69 ára gamlar kvinnur.  

 

Tí er svarið uppá hendan spurning, at møguliga einar tvær fleiri kvinnur um árið høvdu yvirlivað, tí tær fingu staðfest bróstkrabba so mikið tíðliga, at tær gjørdust frískar aftur, um regluligar mammografikanningar vórðu settar í verk í Føroyum. Hetta er tó ein pástandur, ið skal takast við størsta varsemi.  

 

6.      Hvat vantar føroyska heilsuverkinum av tólum og útbúnaði, um tilboðið skal veitast øllum kvinnum?

Sambært Landssjúkrahúsinum er ikki pláss á núverandi røntgendeild til at seta í verk regluliga  mammografikanningar. Landssjúkrahúsið metir, at skipanin kann verða skipað á sama hátt, sum nevnt í uppritinum í 1999, t.e. at eitt mobilt mammografitól bleiv koyrt runt um í landinum, mannað við radiografi ella røntgensjúkrarøktarfrøðingi. Tól og útbúnaður til eina tílíka skipan fevnir um mammografitól, flutningstól og skrivstovuútgerð. 

 

 

7.      Hvussu er statt við útbúnum starvsfólki í føroyska heilsuverkinum, um tilboðið skal veitast øllum kvinnum?

Starvsfólk til skrivstovuarbeiði og radiografar ella røntgensjúkrarøktarfrøðingar at gera sjálvt arbeiðið við at taka myndir, er neyvan nakar trupulleiki at fáa fatur á í Føroyum. Tó er neyðugt við eini uppnormering á hesum økjum, tí hesi verandi starvsfólk eru fult upptikin og tí ikki tøk til hetta arbeiðið.

 

Neyðugt er, sum nevnt í uppritinum frá 1999, at senda myndirnar til serkønar røntgenlæknar uttanlands, t.d. í Íslandi.

 

Árliga talið av kanningum, um aldursbólkurin er 50-69, hevði ligið um 2000, um kvinnurnar verða kannaðar annahvørt ár; við 40 arbeiðsvikum, umleið 50 um vikuna.

 

Ein slík kanning, eins og allar kanningar, gevur eitt ávíst tal av úrslitum, sum krevja nærri kanning við sokallaðari kliniskari mammografi. Her verður einstaka kvinnan kannað av toymi við serlæknum, røntgenlækna, skurðlækna og patologi. Í løtuni hevur Landssjúkrahúsið ikki nakran patolog, men Landssjúkrahúsið roknar við at slíkur serlækni verður settur seint í 2005.

 

8.      Í Løgtinginum í 2000 varð upplýst, at mammografikanning til allar kvinnur í Føroyum vildi kosta 6 mió. kr tað fyrsta árið og eftirfylgjandi vildi raksturin ligið um 3 milliónir árliga, eru hesi tøl framvegis eftirfarandi? 

Skal ein meta um útreiðslustøðið, um kanning verður gjørd annahvørt ár fyri kvinnur 50-69 ár, og taka hædd fyri prís- og lønahækkingum síðani 1999, verður kostnaðurin, sambært Landssjúkrahúsið, fyrsta árið neyvan minni enn 5 mió. kr og einar 3 mió. kr. næstu árini. Hesi tøl taka støði í einari mobilari skipan eins og í Íslandi.

 

5.   Hvørjar framtíðarætlanir hevur landsstýrismaðurin við at skipa so fyri, at føroyskar kvinnur fáa tilboð um mammografikanning?

Áðrenn eg svari uppá hendan fyrispurning, skal eg fyrst viðmerkja, at hetta mál als ikki er viðgjørt í samgonguni, men eg kann boða frá, at eg ætli mær at taka tað upp. Hetta meti eg sum eina skyldu, sum landsstýrismaður, tá ið danska Heilsustýrið, ið samtíðis er eftirlitsmyndugleiki hjá føroyska heilsuverkinum, mælir til, at tílíkar regluligar kanningarnar verða settar í verk. Sum landsstýrismaður eri eg sjálvandi fyri, at so góð fyribyrgjandi tiltøk sum møguligt verða sett í verk.

 

Eg skal geva spyrjaranum sama svar, ið eg havi givið Krabbameinsfelagnum, sum áður hevur gjørt meg varugan við hesar kanningar, og sum hevur mælt til, at tær verða settar í verk í Føroyum.

 

Eg meti, vísandi til tey viðurskifti, eg havi viðgjørt her, at ikki ber til at fáa sett í verk hetta tilboðið í ár, tí tað krevur, at fleiri viðurskifti verða kannað og fyrireikingar gjørdar. Millum annað skal nevnast, at í okkara grannalondum hevur verið kritikkur um, at mammografikanningarnar hava havt við sær, at fleiri óneyðugar diagnosur verða settar. Í hesum sambandinum kann nevnast, at danski heilsuráðharrin hevur heitt á danska heilsustýrið um at góðskutryggja kanningarnar betri, soleiðis at kanningarnar ikki fara at skapa ótryggleika, og at óneyðugt meirarbeiði verður á sjúkrahúsunum.

 

At gera áðurnevndu kanningar og fyrireikingar tekur tíð. Samstundis krevur ein íverksetan av skipanini eina meirjáttan uppá umleið 6 mió kr., ið sjúkrahúsverkið ikki hevur innan verandi karmar.

 

Eisini er spurningur um ein mobil skipan er tað rættað í Føroyum. Landssjúkrahúsið mælir til eina tílíka skipan, tí sjúkrahúsið ikki metir seg hava pláss á røntgendeildini. Hetta ætli eg mær at kanna nærri, tí um útgerðin kann vera í einum bili, so meti eg, at skipast kann soleiðis fyri, at pláss verður fyri eini tílíkari skipan á sjúkrahúsinum.  

 

Eg ætli eisini at fáa kannað, um útgerðin kann takast við í sambandi við, at øll røntgenútgerðin skal skiftast út og digitaliserast í ár og komandi ár. Í hesum sambandi skal eisini kannast, um ein skipan  kundi verið sett í verk soleiðis, at myndir verða tiknar á øllum trimum sjúkrahúsunum. Hetta hevði gjørt, at  pláss og fløskuhálstrupulleikanir á Landssjúkrahúsinum, ið eru nevndir omanfyri, ikki høvdu verið eins stórir, samstundis sum tað hevði verið høgligari hjá kvinnunum at fáa tikið myndirnar í lokaløkinum. Um hetta letur seg gera, kann útgerðin stigvíst fáast til vega, og fyrireikingarnar gerast komandi árini, soleiðis at eitt tilboð um regluligar mammografikanningar kundi verið sett í verk í 2008, um peningur verður játtaður til skipanina. Hetta fari eg sum landsstýrismaður at miðja eftir, men sum áður nevnt, so skal málið fyrst viðgerðast í samgonguni.

 

Málið avgreitt.