100-16 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi framtíðar vinnupolitikki í Føroyum 

Ár 2004, mikudagin 8. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1)      Hevur samgongan sett sær nøkur langtíðar mál fyri menningini av føroyska samfelagnum, hvørji eru hesi, og hvussu skulu tey røkkast?

2)      Heldur løgmaður, tað vera neyðugt at taka stig til breitt vinnupolitiskt orðaskifti í Løgtinginum? Og um ja, nær skal hetta so gerast?

3)      Heldur løgmaður, tað vera neyðugt at finna politiskar semjur, sum fevna eitt sindur breiðari og longur fram, enn higartil hevur verið gjørt á vinnupolitiska økinum, har bæði raðfestingar, tiltøk og tíðarkarmar verða viðgjørd?

4)      Heldur løgmaður, støðuna í føroysku vinnuni vera nøktandi í løtuni? Um ikki, hvat er so ítøkiliga ætlanin at gera við hetta?

 

Viðmerkingar:

Í Útvarpi Føroya í seinastu viku førdi løgmaður fram, at eingin grund var til at leypa framav, og vit áttu at bíða og síggja, hvussu leikur fór fram o.s.v. í smbandi við kjakið um vinnupolitikkin hjá samgonguni og tað, sum annars fór fram.

 

Við bara at lata standa til og ikki taka støðu til átrokandi spurningar í samfelagnum letur løgmaður upp til tilvildina at ráða, meðan samfelagið á ein hátt rekur fyri vág og vind.

 

Tað eigur ikki at sleppast uttan um eitt breitt politiskt orðaskifti um framtíðar vinnupolitikk í Føroyum. Har allir politiskir flokkar gerast aktivir partar og sleppa gomlum vanahugsanum, og heldur hyggja eftir, hvat gagnar landi og fólkinum, her býr, best.

 

Størsta vannlukkan verður bert at lata standa til og lata tíðina og tilvildina ráða. Heldur verður átrokandi neyðugt at taka kjakið upp um, hvat vit politiskt halda vera rætt fyri samfelagið og tess menningarmøguleiklar á øllum økjum.

 

Hvat síggja vit sum almennar uppgávur, hvat meina vit við góðar vinnukarmar, hvørjar uppgávur eru reint privatar, og eru øki, sum alment og privat í felag eiga at loysa? Eru vinnuloysnir, funnar undir einari kreppu, hepnar og mennandi fyri samfelagið, ella skulu vit royna at hugsa og handla við nøkrum langtíðar miðum og málum? Hvussu við altjóðageringini, tora ella vilja vit vera við í henni, ella vænta vit at sleppa undan at taka støðu til tað rákið? Alt átrokandi spurningar, sum svar eigur at fáast uppá, og sum føroyska samfelagið ikki kann liva við standa ósvaraðir?

 

Á tingfundi 10. desember 2004 varð atkvøtt um, hvørt fyrispurningurin skal svarast. Fyrispurningurin fall 10-1-16. Málið avgreitt.