100-15 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi kringvarpsøkinum 

Orðaskifti

Ár 2004, týsdagin 30. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

 

Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at skipa so fyri í nýggju kringvapslógini, at broytingar verða gjørdar á fíggjarliga økinum, so betri møguleikar verða hjá áhugaðum føroyingum at reka og seta á stovn Kringvørp?

 

Viðmerkingar

25 november 1997 gjørdist ein frælsisdagur fyri føroysku tjóðina. Hesin var dagurin, tá ein stórur meiriluti av Løgtinginum samtykti ta kringvarpslóg, sum veitti føroyingum somu sømdir at senda kringvap her heima, sum tá bert var unt útlendingum. Sum væntað, var skjótt byrjað at senda útvarp, tvær støðir sendu stutt eftir, at einkarætturin var tikin av. Onnur  helt bert stutt á, men varð tíbetur víðariførd av øðrum, og báðar støðirnar senda enn, náa meginpartin av landinum, senda stóran part av døgninum, og onnur tryggjar harafturat við eisini at senda um náttina, at føroyingum stendur í boði at hoyra útvarp alt døgnið.

 

Varð skjótt borið at eftir avtøkuna av einkarættinum, kann ikki sigast tað sama um framhaldið. Ongin nýggj støð er komin á útvarpsøkinum síðani tær fyrstu, og ongin hevur enn hættað sær undir at senda sjónvarp. Hetta má metast at vera ein smeitur fyri fólkaræðið og eigur at fáa okum at leita eftir møguligum orsøkum til lítla áhugan.

 

Áðrenn lógarbroytingina í 1997, sum tók av einkarrættin, var ongin møguleiki hjá øðrum her á landi enn Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya at senda. Hendan forrætt mistu hesir miðlar  við lógarbroytingini. Men kann hugsast at aðrir forrættir eru, sum hesir miðlar enn njóta gott av, og sum geva teimum so stórar fyrimunir, at teir eru at líkna við einkarrætt? Fyrimunir, sum eru ein forðan fyri, at onnur megna at taka kappingina upp við hesar statsmiðlar, tjóðini og fólkaræðinum at gagni?

 

Nógv er, sum bendir á,  at so er.  

 

Ein søgulig afturálítan

Mikudagin 19. september 2001 setti núverandi landsstýrismaður í mentamálum, sum  tá var løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, skrivligan fyrispurning til táverandi landsstýrismann í mentamálum, harra Óla Holm. Spurningurin ljóðaði:

Hvat heldur landsstýrismaðurin um hugskotið at lata øðrum enn teimum almennu kringvarpsstøðunum, t.d. Rás 2, sum má sigast at lúka krøvini til eina public-service støð, part av lurtaragjaldinum? 

Eisini varð fregnast eftir teirri fjølmiðlanevnd við sakkønum fólki, sum landsstýrismaðurin í mentamálum í februar mánaði hevði boðað frá skuldi setast at umhugsa og viðgera framtíðar loftmiðlapolitikkin í Føroyum,

Í svari sínum viðger Óli Holm, landsstýrismaður, m.a. hugtakið public service, nevnir, at ymiskt er, hvussu hesar skyldur verða ásettar í norðurlendsku kringvarpslógunum, men at verða hesar samanbornar, fáa vit nøkur felags eyðkenni við atliti at public service skyldum - og eg loyvi mær at endurgeva:

Almennum kringvarpi skal fyrst og fremst verða tryggjað stjórnarligt (redaktionelt) frælsi, harumframt skulu almennu kringvørpini eitt nú:

Fremja talu- og kunningarfrælsi, fólkaræðilig grundvirði, mannarættindi og manssóma.

Stuðla fólkaræðinum við margfaldum tilboði av tíðindum, sannroyndum, viðmerkingum og orðaskifti um samfelagsmál fyri øll, eisini fyri minnilutar og serstakar bólkar.

Stuðla, skapa og menna landsins mentan, list og undirhald.

Leggja dent á alment upplýsandi sendingar, sendingar um lívsáskoðan og átrúnaðarligar sendingar.

Framleiða og senda dygdargóðar sendingar fyri børn og ung.

Virka til frama fyri góðum málbrúki og virðing fyri móðurmálinum.

Hava sendingar til etniskar minnilutar í landinum

Tryggja landsdekkandi sendingar á høgum tøkniligum støði.

Tryggja øllum landsins íbúgvum eitt fjøltáttað, óheft og dygdargott programmtilboð.

Tryggja margfaldni og miðfirran, sýna mentanarliga ábyrgd, virka fyri fólkaupplýsing, vera óvildarlig og uttanparta og spegla alt samfelagið.

Kunna um landsins søgu og mentanararv, list, bókmentir, vísindi og tónleik.

 

Hyggja vit at public service skyldum útvarps- og sjónvaps okkara, so eru hesar lógarfestar í lógini frá 1998, ið ásetir at:

”stovnurin mótvegis borgarunum hevur skyldu at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Útvarp Føroya/ Sjónvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsi, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga".

Í fjórða stykki í somu lógargrein verður lagt eina við, at stovnurin "eigur at hava gott føroyskt mál í sendingum sínum".

 

Tó at táverandi landsstýrismaður tykist vera samdur við mongum av sjónarmiðum spyrjarans, so er niðurstøða hansara greið, hann staðfestir at:

…. tað ikki við lóg er álagt Rás 2 at útinna public service skyldur. Landsstýrismaðurin hevur tí ongar ætlanir um at lata Rás 2 ella aðra privata útvarpstøð fáa part av lurtaragjaldinum.

 

Samstundis boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann sama heyst fór at koma við uppskoti til nakrar av teimum mest átrokandi ábótunum á galdandi kringvarpslóg, og tá henda lógarbroyting var avgreidd frá Løgtinginum, var ætlanin sum skjótast at seta eina fjølmiðlanevnd at útgreina flest møguligu tættir av hesum stóra spurningi. Hann vónaði at úrslitið av nevndararbeiðinum til ta tíð kundi mynda støðið undir eini breiðari fjølmiðlasemju á Løgtingi soleiðis, at fjølmiðlapolitikkurin í eitt fast áramál frameftir kundi verða rikin á tryggum støði.

Óneyðugt man vera at kunna núverandi løgtingsumboð um, at ongar av hesum ætlanum landsstýrismansins hava sæð dagsins ljós.

 

Broytingarætlanir núverandi landsstýrismans

Hinvegin lesa vit í  broytingaruppskotinum til kringvarpslógina, sum í løtuni er til viðgerðar á Løgtingi, at núverandi landsstýrismaður boðar frá, at: verandi kringvarpslóg er ótíðarhóskandi og eigur at verða endurskoðað innihaldsliga. Hetta er stórt arbeiði, ið tekur drúgva tíð, og hevur verið mett ikki skilagott at bíða við samanleggingini ( av útvarpi og sjónvarpi), til hetta arbeiðið er liðugt. Landsstýrismaðurin fer í næstum at seta ein arbeiðsbólk – eina mediukommissión – at gera uppskot til nýggja kringvarpslóg, ið skal útgreina publicservice-hugtakið og annars fevna um alt kringvarpsøkið. Hetta er eitt stórt arbeiði, men miðað verður ímóti at fáa nýggju kringvarpslógina lidna, so hon kann koma í gildi til ársskiftið 2005/2006.

 

Samanumtikið kann tí sigast at ætlanirnar hava verið nógvar, men lítið og einki er higartil komið av skafti, og sambært landsstýrismaninum hendir tíverri neyvan nøkur broyting áðrenn 2005/2006.

 

Ynski Miðfloksins

Frá Miðfloksins síðu skilja vit ikki hetta drál, heldur ikki, at neyðugt er at nýta so langa tíð at gera neyðugu dagføringarnar og endurnýggjanir av núverandi lóg, og fara vit tí at heita á landsstýrismanin um at raðfesta hetta arbeiðið hægri. Eins neyðugt tað í 1997 var at taka av táverandi einkarrætt, eins neyðugt er í dag at taka av núverandi fíggjarliga einkarrættin, sum liggur sum eitt haft um beinini á allari menning á kringvarpsøkinum og forðar framskygnum føroyingum at kunna lyfta økið upp á eitt nútíðar støði. Dagsins veruleiki vísir – og hevur seinastu árini víst okkum- at júst tey bæði núverandi privatu kringvørpini ganga á odda í menning innan økið, meðan almenna fíggjarmonopolið, hóast ríka atongd bæði at krevja lurtaragjald og fáa annan  beinleiðis stuðul frá skattaborgaranum via landskassan, roynir at halta aftaná - uttan tó at megna tað á øllum økjum. Sum dømi kann nevnast, at Rás 2 slóðaði veg fyri útvarpinum at hava útvarpsstovur aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum, var fyrst við at leggja útvarpssendingar á netið, og í trý ár hevur Lindin verið einsamøll um at senda útvarp á nátt og hevur harvið tryggjað føroyingum møguleikan at kunna hoyra útvarp alt døgnið.

 

Ongin ivi er um, at ein møguleiki hjá verandi og komandi kringvørpum at fáa lut í lurtara- og hyggjaragjaldinum kann gerast tann kveikjarin, sum ger, at menn og kvinnur við visjónum og førleika megna at seta á stovn bæði nýggjar útvarps- og sjónvarpsstøðir, fólkaræðinum til stuðul. Skuldi hetta kravt eitt lógarkrav til hesar støðir um public service skyldur innan tað/ tey økir, tær røkja, verður tað neyvan mett annað enn rímiligt av teimum. Og verða tær mettar við hesum í huga, munnu báðar, hvør á sínum øki og sín hátt, longu í dag væl og virðiliga lúka hesar treytir.

 

Á tingfundi mikudagin 1. desember varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 17. desember 2004 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

Svar

 

Tá ið uppskotið um samanlegging av útvarpi og sjónvarpi, sum júst er samtykt, varð lagt  fyri Løgtingið, varð samstundis boðað frá, at ætlanin er at seta eina fjølmiðlanevnd at gera uppskot til nýggja kringvarpslóg at koma í staðin fyri galdandi lóg.

 

Eingin ivi er um, at verandi kringvarpslóg treingir til at verða endurskoðað, og fjølmiðlanevndin verður nú sett. Nevndin skal hava breiða umboðan, og hon skal kunna taka sær serfrøðiliga hjálp í arbeiðinum.

 

Fjølmiðlanevndin skal gera uppskot til nýggja kringvarpslóg og samstundis koma við einum boði upp á ein langtrøkkandi føroyskan fjølmiðlapolitikk.

 

Fjølmiðlapolitikkur fevnir sjálvsagt um allar fjølmiðlar og sostatt eisini um privatar rásir og um bløð og tíðarrit. Tað er tí ætlanin, at fjølmiðlanevndin bæði skal viðgera leiklutin hjá tí almenna public service-stovninum, privatar kringvarpsrásir, eins og nevndin skal taka støðuna hjá bløðum og tíðarritum við í sítt arbeiði og koma við uppskotum um, hvussu hesi kunnu yvirliva og mennast.

 

Arbeiðssetningurin skal tryggja, at allir spurningar av týdningi fyri fjølmiðlaøkið – ikki minst hesin, sum spyrjarin nevnir – verða viðgjørdir og umrøddir, og at nevndin kemur við ítøkiligum uppskotum og hugskotum á hesum øki. Fjølmiðlanevndin skal eisini viðgera ta nýggjastu tøknina og teir miðlar, ið eru knýttir at hesari tøkni.

 

Tað er lítið at ivast í, at ynski Løgtingsins við kringvarpslógini frá 1997 var at liberalisera kringvarps­økið. Hinvegin mugu vit, sum spyrjarin eisini nevnir, ásanna, at tað framvegis ikki er komið á mál á hesum øki, og sum landsstýrismaður vil eg fegin vera við til at broyta hetta. Fjølmiðlanevndin fer sum longu nevnt at vera breitt umboðað, og umboð fyri tær privatu rásirnar fáa her høvi til at gera sítt til, at úrslitið førir til enn størri liberalisering á kringvarpsøkinum.

 

Hetta er eitt stórt mál, og tað fer uttan iva at taka sína tíð at útgreina allar teir spurningar, sum hanga uppi í einum slíkum máli, og tí kann neyvan roknast við, at arbeiðið hjá fjølmiðlanevndini verður liðugt í einum. Nevndini eigur tí at vera loyvt at gera arbeiði sítt í stigum yvir eitt áramál, tó so, at miðað verður ímóti at hava uppskot til nýggja kringvarpslóg liðugt til 1. januar 2006.

 

Hvat sjálvum tí ítøkiliga fyrispurninginum viðvíkur – um tey fíggjarligu viðurskiftini hjá privatum kringvarpsrásum, so haldi eg tað vera rætt, at funnin verður einhvør myndil, ið kann tryggja privatum rásum betri fíggjarligar sømdir, soleiðis at møguleikarnir eisini gerast betri  hjá áhugaðum føroyingum at seta á stovn og reka kringvørp. Her eru uttan iva nógvir møguleikar, men eg fari at lata tað upp til ta ætlaðu fjølmiðlanevndina at koma við ítøkiligum uppskotum um, hvussu hetta best kann verða skipað.

 

Vónandi fáa vit eitt úrslit, ið kann gagna øllum fjølmiðlum í Føroyum – almennum so væl sum privatum, uttan mun til um hesir annars eru loftbornir ella eru til taks sum bløð ella rit.

 

Málið avgreitt.