100-14 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi sonevndari heimildarlóg í uttanríkismálum 

Orðaskifti

Ár 2004, týsdagin 30. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

 

  1. Hvørjar eru nýggju heimildirnar í teirri sonevndu heimildarlógini í uttanríkismálum, sum bæði løgmaður og danski forsætisráðharrin hava fráboðað at koma í gildi 1. januar 2005?

 

  1. Verður føroyingum heimilað at hava sjálvstøðugan limaskap í tildømis Norðurlandaráðnum, Altjóða Hvalaveiðinevndini (IWC), NATO ella øðrum altjóða stovnum og felagsskapum?

 

  1. Verða føroyingar í heimildarlógini og í viðmerkingunum til lógina viðurkendir sum tjóð við sjálvsavgerðarætti í altjóða samfelagnum?

 

  1. Nær er ætlanin at leggja lógina fyri Løgtingið?

 

Viðmerkingar

Leingi hevur verið arbeitt á embætismannastigi millum Danmark, Føroyar og Grønland við eini sonevndari heimildarlóg í uttanríkispolitiskum málum.

 

Bæði løgmaður og danski forsætisráðharrin hava fyrr fráboðað, at ætlanin er at seta eina tílíka lóg í gildi frá 1. januar 2005.

 

Hóast nógvar fyrispurningar hevur higartil verið ógjørligt at fáa nakra ábending um, hvat innihaldið skal vera í hesi lóg.

 

Tó hevur grønlendska Landstingið í sínari heystsetu, sum júst er endað, í skundi viðgjørt eitt upprit um uppskot til eina danska ríkislóg um uttanríkispolitiskar heimildir til Grønlands.

 

Sambært hesum, er talan um, at ringastu vónirnar verða váttaðar:

 

Um tað er ein tílík lóggáva, ið løgmaður hevur hugsað sær at leggja fyri tingið, so má stundin vera komin at siga Løgtinginum, hvat liggur í kortunum, og hvat landsstýrið ætlar.

 

Í løtuni bendir alt á, at talan er um at gera nýggjar heimastýrislógir, ið girða Føroyar uppaftur meira inni enn verandi heimastýrisskipan, og sum binda Føroyar fastar í danska eindarstatin við ongum tjóðarrættindum.

 

Úteftir verður tað sagt at vera eitt framstig. Men í veruleikanum er talan um fastlæsing og afturstig.

 

Á donskum verður hendan ætlaða lóggávan rópt “en fuldmagtslov” – also ein fulltrú frá donskum myndugleikum til grønlendingar og føroyingar um at gera avtalur vegna Danmark, har tað ikki gongur ímóti donskum áhugamálum.

 

Staðfestast kann sostatt, at føroyskir politikarar og embætisfólk sambært tí, sum liggur í kortunum, fáa leiklutin sum fulltrúar hjá danska statsvaldinum í altjóða samskifti.

 

Á tingfundi mikudagin 1. desember varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 17. desember 2004 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 

Eg vil fyrst takka fyri fyrispurningin, ið nemur við eitt sera týdningarmikið mál, nevniliga spurningin um virkisføri landsstýrisins í uttanríkispolitiskum málum. Sum kunnugt hava samráðingar verið á embætismannastigi um eina nýggja skipan, har ið føroyskir myndugleikar skulu fáa størri rásarúm í viðurskiftum Føroya við onnur lond og millumtjóða felagsskapir. Talan er um eina skipan, ið ætlanin er at seta í verk við lóggávu. Av tí at hesar samráðingar enn ikki eru heilt liðnar, tó at komið er sera langt, ber ikki til at fara heilt út í æsir hesum viðvíkjandi. Tó fari eg at nevna nakrar høvuðstættir, ið kunnu lýsa málið á tí stiginum í tilgongdini, har ið vit nú eru stødd.

 

Fyrst nøkur orð um støðuna í dag:

 

Grein 5 í heimastýrislógini sigur, at danskir myndugleikar hava einsamallir avgerðarrættin í føroyskum uttanríkismálum.

 

Grein 8 í heimastýrislógini sigur, at danski uttanríkisráðharrin kann geva føroyingum fulltrú at fara undir samráðingar við onnur lond.

 

Føroyingar hava seinnu árini havt leiðsluna í samráðingum um handilssáttmálar og fiskirættindasáttmálar. Føroyingar hava eisini staðið fyri samráðingum um tvískattasáttmálar. Serlig skipan er viðvíkjandi marknasáttmálum, har danir í ávísum førum hava góðkent felags føroyska danska sendinevnd.

 

Altjóðarættarligir sáttmálar, heruppií fyrisitingarligir sáttmálar um fiskirættindi, skulu góðkennast av dønum, áðrenn teir verða settir í gildi. Siðvenja er í dag, at árligar semjur um handilsmál ella fiskirættindamál, ið verða gjørdar í protokoll innanfyri avvarðandi sáttmála, verða ikki lagdar fyri danir at góðkenna frammanundan.

 

Alt formligt diplomatiskt samskifti við onnur lond ella millumtjóðafelagsskapir fer um danska uttanríkisráðið.

 

Danska uttanríkisráðið hevur bæði aktivan- og passivan vetorætt, t.e. kann antin steðga einum máli við at nokta tilgongdini, seinkað hana ella steðga málinum við at látast sum einki.

 

Til spurning 1:

 

Við nýggju lógini er ætlanin, at Føroyar kunnu gera altjóðarættarligar sáttmálar, heruppií fyrisitingarligar sáttmálar við onnur lond og millumtjóðafelagsskapir viðvíkjandi øllum yvirtiknum málsøkjum. Eisini skal alt diplomatiskt samskifti við onnur lond ella millumtjóðafelagsskapir, heruppií samráðingar, fara fram beinleiðis millum Føroyar og hin partin.

 

Sostatt skal ikki longur verða neyðugt at biðja danska uttanríkisráðharran um fulltrú fyri at sleppa at seta seg í samband við onnur lond ella millumtjóðafelagsskapir til tess at fara undir samráðingar og at føra samráðingarnar til enda.

 

Harumframt verður tað nú føroyska uttanríkistænastan, sum fer at senda og móttaka diplomatisk skjøl beinleiðis frá fremmandum myndugleikum og tískil ikki danska uttanríkistænastan.

 

Tað liggur eisini í kortunum, at virksemið hjá føroysku sendimonnunum verður víðkað til øll yvirtikin málsøki.

 

 

Við nýggju skipanini fer danska uttanríkisráðið at missa passiva vetorættin og fer sostatt ikki longur at kunna steðga málinum við at látast ikki vita av, ella at seinka einum máli.

 

Harumframt kann verða sagt, at lógin víðkar seg sjálva sjálvvirkandi í mun til tey mál, ið ES yvirtekur frá Danmark í sambandi við, at ein felags uttanríkispolitikkur verður skipaður eftir ES grundlógini.

 

Til spurning 2:

 

Veruligur løgfrøðiligur limaskapur, de jure limaskapur í millumtjóða felagsskapum er ikki gjørligur so leingi Føroyar eru saman við Danmark. Danska stjórnin hevur higartil tulkað sína stjórnarskipan á ein sera restriktivan hátt, soleiðis at tað er ikki gjørligt hjá Føroyum at gerast sjálvstøðugur sáttmálapartur í altjóðarættarligum høpi, og tí heldur ikki í norðurlendska samstarvinum. Fleiri meiningar kunnu vera um eina slíka tulking, men hetta er so støðan hjá tí partium, ið vit samráðast við. Tó er de facto limaskapur í norðurlendska samstarvinum gjørligur um so er, at hini norðurlondini ganga við til tað. De facto limaskapur hevur við sær, at Føroyar fáa somu rættindir og skyldur sum tey sjálvstøðugu norðurlondini í norðurlendska samstarvinum, men verða tó ikki nevndar sum sjálvstøðugur sáttmálapartur í Helsingforssáttmálanum.

 

Av tí at Føroyar hava serliga góð viðurskifti og eina samstarvssiðvenju við hini Norðurlondini, er helst lættari at fáa sømdir í hesum høpi enn t.d. í felagsskapum sum IWC og NATO, har ið ymisk onnur viðurskifti gera seg galdandi.

 

Treyðugt so fara ávísar avmarkingar framvegis at verða, soleingi Føroyar eru í einum felagsskapi við Danmark og Grønlandi. Føroyar kunnu ikki gera altjóðarættarligar sáttmálar við onnur lond ella fara uppí millumtjóðafelagsskapir, har antin Grønland ella Danmark eru uppií – londini skulu framvegis vera saman sum ein sáttmálapartur. Eisini fer danska uttanríkisráðið framvegis at hava ein aktivan vetorætt, men hann verður treytaður av ógvuliga yvirskipaðum fyrilitum fyri týdningarmiklum uttanríkispolitiskum áhugamálum hjá Kongsríki Danmarkar sum heild.

 

Til spurning 3:

 

Innihaldið í lógini fer ikki at nerva sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks. Tað er ov tíðliga at siga neyvt, hvussu orðingarnar verða í endaligu útgávuni, men tað er týdningarmikið, at vit ikki royna at skriva okkum inn í trupulleikar, sum gera, at einki kemur burturúr. Tí skal bert verða sligið púra fast, at einki verður gjørt, ið skalar sjálvsavgerðarrættin. Tvørturímóti fer nýggja skipanin væntandi at styrkja veruliga sjálvsavgerðarrætt Føroya.

 

Til spurning 4:

 

Ætlanin var at seta lógina í gildi 1. januar 2005, men vegna tess at tilgongdin ikki er heilt liðug enn, mega vit tola, at seinastu avkláringarnar krevja nakað av tíð, tó tað er ætlanin at leggja lógina fyri Løgtingið skjótast gjørligt í árinum sum kemur. 

 

Tikið samanum, kann sigast, at lógin er hvørki avmarkandi í mun til heimastýrislógina ella siðvenju. Tvørturímóti er lógin eitt greitt stig á sjálvstýrisleið og kann verða við til at skapa nýggja siðvenju, ið fer munandi longur enn heimastýrislógin og verandi siðvenja.

 

Og sum áður nevnt, víðkar lógin seg sjálva sjálvvirkandi í mun til tey mál, ið ES yvirtekur frá Danmark í sambandi við, at ein felags uttanríkispolitikkur verður skipaður eftir ES grundlógini. 

 

Málið avgreitt.