100-10 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi sølu av mjólkakvotu og festiskifti 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 20. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Er tað so, at festari skal siga festi frá sær, áðrenn samráðingar kunnu fara fram um yvirtøkutreytir, samsýning o.a. Hevur festarin ávirkan á, hvør tekur festi eftir hann?
  2. Hvussu verður virðismetingin framd við festiskifti, og verður hædd tikin fyri mjólkakvotuvirðinum ?
  3. Fíggjar Jarðargrunnurin fult virði, so bóndi, sum av heilsuávum ella serstøkum orsøkum ynskir at gevast í ótíð, hevur hendan møguleikan ?
  4. Hevur landstýrismaðurin ætlanir um størri brúk og færri eindir ?

Viðmerkingar

Nógv tos hevur verið seinastu tíðina um sølu av mjólkakvotum. Um eitt festi onga skuld hevur, kann bóndin selja neytini og mjólkakvotuna fyri stóra peningaupphædd og hava nakrar seyðir gangandi eftir, samstundis er vinnuliga grundarlagið undir festinum burtur.

Um vit hugsa okkum, at festari situr við vælriknum nærum skuldarfríum brúki, sum hann hevur lagt lívsverk og orku sína í, og hetta hevur milliónavirði. Um ongin lívsarvingi er til festi ella vil taka við hesum, er støðan ídag, at hesin bóndin ikki hevur møguleika fyri at kenna treytirnar og prísin, áðrenn hann sigur festi frá sær. Um Búnaðarstovan / Jarðaráðið einsamalt avger, hvør tekur yvir, og fyrrverandi festari skal samráðast við tann nýsetta um yvirtøkutreytir, er greitt, at tann, sum tekur yvir, situr við øllum kortunum, og hin má taka við tí tilboði, hann fær ( "take it or leave it "). Um bóndi av heilsuávum ella øðrum orsøkum ynskir at lata garðin frá sær í ótíð, torir hann ikki at handla, men vil sita við festinum sum longst, tí hann ikki vil geva ognirnar burtur til fremmandar. Hetta gagnar ikki festunum á nakran hátt og forðar fyri tilgongd av virkisfúsum ungfólki, sum tora at taka avbjóðingina at virka sum bóndi í Føroyum.

Seinnu árini hava festiskifti verið, har skuldin hevur verið so ovurhonds stór, at hendan er niðurskrivað á umleið eina millión, sum komandi festarin so skal rinda.

Tað kann tykjast órættvíst at gjalda niður av skuld og virðisøkja eitt jarðarbrúk, uttan at fáa ágóðan, tá árarnar verða lagdar inn eftir loknan arbeiðsdag.

Hesar ábøtur kundu verið ein hjálp.
Ein loysn um fígging av mjólkakvotuni við festiskifti.
Givið fráfarandi festaranum møguleika at samráðast um prís, áðrenn hann sigur festi frá sær.
Givið fráfarandi festaranum størri ávirkan á, hvør tók garðin eftir hann.

Ábyrgd, avgerðarrættur og vinningur eiga at ganga hond í hond. Hevur ein bóndi til fulnar hildið skyldur sínar móti tí almenna og veruliga skapt virðisøking, eigur hann at fáa ávirkan og fullan ágóða til útgjald í mun til virðisøkingina, hann hevur skapt í garðinum.

Á tingfundi hósdagin 21. oktober 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 17. november 2004 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Svar til spurning 1.
Ongar ásetingar eru í lóg um landsjørð ella í uppskotnu kunngerðini um festi, at festari skal siga festi frá sær, áðrenn samráðingar kunnu fara fram um yvirtøkutreytir, samsýning o.a.

Men tá ið eitt festi er leyst, skal tað, eftir § 1, stk. 5, lýsast leyst, soleiðis at øll áhugað kunnu søkja. Hetta er tó ikki galdandi, um persónar eru, sum hava framíhjárætt eftir § 4, stk. 2 ella § 4, stk. 4 í lóg um landsjørð.

Framíhjárætt hava persónar, sum hava luttikið aktivt í rakstrinum av festinum í langt tíðarskeið sum lønt ella ólønt hjálparfólk. Prógv ella frágreiðing skal fáast til vega um hesi viðurskifti saman við møguligum tilmæli frá fráfarandi festara. Festari hevur sostatt ávirkan á, hvør tekur festið eftir hann. Tað er onki í lógini, sum hindrar Búnaðarstovuni í at geva einum fráfarandi festara eina frammanundan meting av, um persónur er, sum lýkur krøvini um framíhjárætt sambært omanfyri nevnda.

Samanumtikið kann sigast, at í teimum førum, har Búnaðarstovan kann góðkenna ein møguligan framíhjárætt hjá persóni, eru møguleikar hjá fráfarandi festara at fara undir samráðingar um yvirtøkutreytir, samsýning v.m., áðrenn hesin hevur sagt festið frá sær.

Er hinvegin eingin persónur við framíhjárætti, er ikki gjørligt frammanundan at fara undir samráðingar. Tað ber ikki til frammanundan at siga, hvør komandi festari verður, fyrr enn festið er lýst leyst, og møguligar umsóknir eru viðgjørdar av Búnaðarstovuni.  

Svar til spurning 2.
Reglurnar um virðismeting/endurgjald frá fráfarandi festara eru ásettar í § 6 í uppskotinum til kunngerð um festi. Har er m.a. ásett, at fráfarandi festari hevur rætt til endurgjald frá komandi festara fyri egnar íløgur, sum gjørdar eru í fastar ognir, sum hoyra festinum til, eitt nú í sethús, hjallar, fjós, maskinhús, neyst, seyðahús, hegn, vegir og á sjálva landbúnaðarjørðina. Tá festari ger íløgu fyri egna rokning, sum hann seinni ætlar at fáa endurgjald fyri, skal hann søkja Búnaðarstovuna um góðkenning av íløguni, áðrenn farið verður undir íløguna. Saman við umsóknini skal sendast útgreinað kostnaðarætlan fyri íløguna, og undir hesum upplýsingar um egið arbeiði. Búnaðarstovan skal taka støðu til málið út frá somu búskaparligu fortreytum, sum Búnaðargrunnurin brúkar í sambandi við lánsveiting.

Tá íløgan er gjørd, skal festarin senda Búnaðarstovuni uppgerð yvir íløgukostnaðin.

Krav um endurgjald frá komandi festara skal vera skrivliga sundurgreitt og grundgivið. Krav um endurgjald verður latið Búnaðarstovuni saman við uppsøgn av festinum.

Búnaðarstovan rindar ikki endurgjaldið, men førir kravið víðari til komandi festara.

Íløga verður ikki roknað sum eginíløga, um íløgan er fíggjað á henda hátt:

  1. við láni úr Búnaðargrunninum
    (Jarðargrunninum),
  2. goldin av festikontu,
  3. við studningi, sum er latin av tí almenna,
  4. inngoldnar rentur og avdráttir verða ikki roknað sum eginíløga.

Tá krav um endurgjald er sett fram sambært reglunum, og semja ikki fæst um endurgjaldsupphæddina, verður hon ásett av metingarfólki, tilnevnt av sorinskrivaranum.

Tá endurgjaldsupphæddin verður ásett, skal metingarfólkið kanna, um íløgan er ein eginíløga sambært reglunum, og metast skal um

  1. virðið á íløguni við niðurskriving, sum svarar til avdráttartíðina á lánum úr Búnaðargrunninum til samsvarandi íløgu, og
  2. hvussu stórt virði samlaða eginíløgan hevur fyri festið í dag. Metingin verður gjørd út frá einum rakstrarligum sjónarmiði.

Eingin serstøk áseting er í kunngerðini um, at hædd skal takast fyri virðinum á mjólkakvotuvirðinum, men tað er einki, sum hindrar fráfarandi og komandi festara at samráðast um virðið á mjólkakvotuni.

Eg kann leggja afturat her, at tá ið mjólkakvotur verða handlaðar, og lán eru veitt avvarðandi festara undir teirri fortreyt, at t.d. mjólkaframleiðsla er á garðinum, so er avgerandi neyðugt, at støða grunsins verður vird, og so leingi lániskuld ikki er afturgoldin, má peningurin fyri leigu/sølu av mjólkakvotuni rindast inn á lánið.

Svar til spurning 3
Neyvar ásetingar eru í lógini um Búnaðargrunn, hvat og undir hvørjum treytum og reglum grunnurin kann veita lán til. Eftir hesum treytum verður tað ráðið fyri grunnin einsamalt, sum tekur støðu til, hvat grunnurin kann fíggja og undir hvørjum treytum.

Svar til spurning 4
Í § 5 í nýggju lógini um landsjørð er ásett, at tá ið festi er leyst, kann tað verða lagt saman við øðrum festi, um umstøðurnar tala fyri tí. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi.

Í viðmerkingunum til § 5 verður sagt, at krøvini um at samanleggja smærri festi, sum verða leys, verða linkað, soleiðis at tað eftir nýggju lógini ikki skal leggjast so stórur dentur á sum í gomlu lógini at leggja festi saman. Nýggja lógin er hesum viðvíkjandi veikari orðað enn gamla lógin.

Í uppskotinum til kunngerð um festi er í § 4, stk. 2 hesum viðvíkjandi ásett, at Búnaðarstovan skal meta um tey viðurskifti, sum tala fyri og ímóti, at festi verða løgd saman. Metingin skal leggja dent á m.a. hesi viðurskifti:

  1. Um samanlegging av festum skapar grundarlag fyri meira rasjonellum rakstri
  2. Um samanleggingin kann føra til økta burðardygga framleiðslu av búnaðarvørum

Fyrimunir og vansar fyri teir partar, sum avgerðin um samanlegging rakar, t.e. fyrst og fremst festarin av samanlagda festinum og tey, sum møguliga hava framíhjárætt til niðurlagda festið.

Samanumtikið kann sigast, at nýggja lógin leggur ikki upp til størri brúk og færri eindir, men tó er møguleiki fyri samanlegging av brúkum, um viðurskifti tala fyri hesum sambært omanfyri nevnda.

Málið avgreitt.