100-9 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi kringvørpunum Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 20. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at møguleikarnir fyri at leggja tann samanlagda loftmiðlastovnin uttan fyri Havnina verða kannaðir ?
  2. Er landsstýrismaðurin sinnaður at taka við tilboði frá kommunum í Eysturoynni um at lata samanlagda SvF og ÚF grundstykki til nýggjar høvuðsbygningar til samanlagda Kringvarp Føroya?

Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin hevur við dirvi og ágrýtni lagt ætlan um at leggja saman sjónvarpið og útvarpið. Hetta eigur hann rós fyri, og hetta eigur hann at fremja til fulnar.

Tíverri hendi tað, at manningarnar á kringvørpunum báðum frættu um samanleggingina í sjálvum miðlunum og ikki frá leiðsluni í góðari tíð. Óttin fyri, at fjølbroytni í føroysku miðlunum kann vikna við slíkari samanlegging, er eisini tilstaðar. Tá tað er sagt, so eigur landsstýrismaðurin at brúka hetta høvi til at vísa, at tað ber til við politiskum dirvi og støðutakan stigvíst at menna hetta landið í øllum lutum.

Fyrsta stigið er tikið. Kringvørpini verða sambært politiskari avgerð løgd saman 1. januar 2005.

Annað stigið er at skipa høli og tøkni til Kringvarp Føroya.

Triðja stigið er at menna Kringvarp Føroya, til varðveitingar av føroysku mentanini, menna málið, tíðindaflutning og geva innlit í allar týðandi kringumstøður í og uttan fyri landoddarnar.

Seinasta stigið tekur tíð, og eigur landstýrismaðurin at geva sær neyðugar stundir. Eitt innanhýsis kjak átti at verið millum stovnin og stýrið um framtíðar virksemi. Eitt hugskot kundi verið, at landsstýrismaðurin setti ein arbeiðsbólk av fakfólkum innan kringvarpið og Mentamálaráðið at tilevna eitt álit. Hetta kundi so verðið grundarlag fyri einum aðalorðaskifti í Løgtinginum.

Tað er næsta stigið, hetta at skipa høli og tøkni, sum vit mugu taka støðu til sum skjótast.

Vit eiga at náa fleiri málum samstundis í hesum sambandi.

Hetta krevur helst:

Nes kommuna hevur fyrr boðið Sjónvarpi Føroya grundøki til nýggjan sjónvarpsbygning, og lítil ivi skal vera um, at aðrar kommunur í oynni vildu gleðiliga gjørt tað sama.

Ein slík Krinvarps-Borg í Eysturoynni kundi rokkið øllum hesum málunum.

Vit vita øll, hvønn týdning Flogvøllurin í Vágum hevur havt fyri føroysku menningina. Vøllurin hevur verið við til at skapt arbeiðspláss uttan fyri fiskivinnuna í einum útjaðaraøki. Vøllurin hevur so sanniliga eisini tryggjað, at Vágarnar nú er partur av sjálvum miðøkinum. Flogvøllurin hevur snøgt sagt heiðurin fyri, at vágafólk eru fremst í Føroyum innan flogvinnu, og at vágafólk eru so nógv í tali og so væl fyri, sum tey eru. Høvuðsstaðurin hevur onki mist av hesum. Tvørturímóti, Havnin hevði verið størri, óruddiligari og ferðslutyngri enn í dag, og Føroyar høvdu verið minni fjølbroyttar.

Føroyska undirløgukervið, er meira enn vegir og skip. Í dag mugu vit hugsa um vinnu-, úbúgvingar- og bústaðarviðurskiftini eisini.

At leggja útbúgving, fyrisiting og aðrar almennar stovnar uttan fyri Havnina, er eisini vegurin at tryggja einar fjølbroyttar Føroyar við útbúnum ungdómi, ið trívist og búsetist heima á hvør síni hill.

Lítið er at ivast í, at tað er rætt at leggja høvuðsstøð Kringvarp Føroya í Eysturoynni, samstundis sum minni studio verða varðveitt í Havnini og annars kring alt landið.

Á tingfundi hósdagin 21. oktober 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 16. november 2004 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Eg fegnist um, at Kári P. Højgaard tekur undir við avgerð míni at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í ein stovn. Høvi verður nærri at umrøða hetta og fleiri av teimum viðurskiftum, ið spyrjarin í viðmerkingunum sipar til, tá ið uppskotið um broytingar í verandi kringvarpslóg verður viðgjørt í næstum. Loyvi mær við hesum at svara báðum spurningunum undir einum.

Í sambandi við avgerðina um at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman vóru verandi hølisviðurskifti hjá stovnunum eisini havd í huga. Serliga hølisumstøðurnar hjá Sjónvarpi Føroya eru truplar og ónøktandi. Skal sum mest fáast burturúr samanleggingini er neyðugt, at karmarnir um virksemið eru nøktandi. Í hesum sambandi varð víst á møguleikarnar at byggja Sjónvarpi Føroya nýggj høli við útvarpshúsið í Havn.

Eg haldi ikki, tað er rætt júst nú at fara at kanna, hvørt samanlagdi loftmiðlastovnurin skal leggjast uttan fyri Havnina. Grundgevingarnar, ið spyrjarin leggur fram til tess at leggja stovnin í eitt nú Eysturoynni, taka eftir mínum tykki ikki støði í, hvat er best fyri stovnin og tær umráðandi mentanarligu og samfelagsligu uppgávur, honum eru álagdar at røkja.

Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya hava ikki av tilvild havt bústað frá byrjan í høvuðsstaðnum, og tað haldi eg, at stovnarnir, tá ið teir eru samanlagdir, framvegis eiga at hava. Hartil skal havast í huga, at stórar íløgur eru gjørdar í hús og tøkniliga útgerð, so her er ikki bert talan um at flyta fólk og leysa skrivstovuútgerð.

Havnin er ein snúningsdepil fyri stórum parti av virkseminum hjá almennu loftmiðlunum, og tí er tað rættiliga natúrligt, at høvuðsætið hjá tí samanlagda stovninum framvegis verður í Havn.

At kommunur í Eysturoynni – og møguliga kommunur úr øðrum pørtum av landinum við – eru áhugaðar í at lata samanlagda stovninum grundstykki til nýggjan høvuðsbygning, er bara positivt. Men sum er, eru ongar ætlanir um at leggja tann samanlagda kringvarpsstovnin uttan fyri Havnina, og kanning er sett í verk fyri at staðfesta, hvørjir møguleikar eru at byggja nýtt sjónvarpshús við útvarpshúsið í Havn. Einki endaligt fyriliggur tó hesum viðvíkjandi, um og nær møguliga bygt verður.

Málið avgreitt.