100-7 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi frítíðarskúlanum á Tvøroyri 

Orðaskifti

Ár 2004, hósdagin 7. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Heldur landsstýrismaðurin, at setanin av lærara í frítíðarskúlanum á Tvøroyri er í samsvari við lógina um dagstovnar og dagrøkt?
  1. Skal avgerðin hjá landsstýrismannin skiljast soleiðis, at tað er í lagi, um mannagongdin hjá Tvøroyrar kommunu frameftir kemur at standa sum fordømi, so aðrar kommunur koma at gera tað sama um nøkulunda sama støða uppstendur.
  2. Hevur landsstýrismaðurin givið Tvøroyrar kommunu lyfti um, at hann skal arbeiða fyri, at lógin verður broytt soleiðis, at mannagongdin, sum farin er fram, frameftir verður í samsvari við lógina.
  3. Um so er, nær væntar landsstýrismaðurin, at uppskot til lógarbroyting kemur fyri tingið?
  4. Hvat var tað, sum fekk landsstýrismannin at broyta áskoðan frá at hótta við at steingja frítíðarskúlan til at góðtaka vrakanina av einum pedagogi?

Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur góðtikið, at Tvøroyrar kommuna hevur sett ein, sum ikki er pedagogur, í starv. Hetta ger landsstýrismaðurin, hóast hann beint frammanundan greitt hevur sagt alment, at tað, sum krevst sambært lógini um dagstovnar og dagrøkt, er, at ein pedagogur fær starvið.

Tað, sum m.a. ørkymlar, er inkonsekventa støðan hjá landsstýrismanninum í hesum máli. Eftir átalur frá pedagogfelagnum hóttir landsstýrismaðurin í tveimum umførum við at steingja frítíðarskúlan. Og eftir fund við og seinni skriv frá kommununi verða tær hóttanirnar í báðum førum tileinkisgjørdar.

Tá landsstýrismaðurin soleiðis hevur góðtikið, at ein, sum ikki er pedagogur, fær starvið, hóast ein við pedagogútbúgving søkti, og sum enntá hevur starvast á frítíðarskúlanum, kann landsstýrismaðurin rokna við, at aðrar kommunur fara at gera tað sama. Ein slík avgerð skapar heilt vist fordømi.

Tað, sum Almanna- og heilsumálaráðið eisini er endurtikið fyri at siga, er, at landsstýrismaðurin hevur lovað Tvøroyrar kommunu, at lógin verður broytt, so hon passar inn í avgerð kommununnar. Hetta minnir mest um ein, sum roynir at gera øllum til vildar. Men um hann kortini heldur fast við, at lógin verður broytt, kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvussu skjótt hann væntar, at ein slík lógarbroyting kemur í tingið. Sjálv haldi eg, at tað skapar óneyðugt rumbul og ónøgd, at ein landsstýrismaður trívur inn í so grundleggjandi viðurskifti hjá fagfelagsbólkum, uttan at spyrja tey til ráðs.

Skal lógin broytast, haldi eg, at tað átti at verið gjørt eftir, at lógirnar um dagstovnar og dagrøkt og fólkaskúlalógin vóru eftirmettar við tí endamáli, at pedagogar og fólkaskúlalærarar fingu høvi at samstarva nógv meira. Tá høvdu hesi starvsfólk havt nógv lættari við at komið inn á øki hjá hvørjum øðrum við teimum fjølbroyttu dygdum, sum hesi - í felag og í hvør sínum lagi - hava. Men hetta tekur tíð og verður ikki gjørt í eini handavend. Her eru fyri tað fyrsta ymisk sjónarmið innan tinggátt, har lógin skal broytast og góðkennast, og í aðru atløgu eru tvey sterk fakfeløg, sum væl saktans verða tikin við upp á ráð.

Og so leingi alt hetta ikki er gjørt, skal landsstýrismaðurin halda seg til galdandi lóggávu, og lata vera við at loyva nøkrum fyribils loysnum, sum beinleiðis er í ósamsvari við lógina!

Á tingfundi 8. oktober 2004 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 27. oktober 2004 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

  1. Sambært § 8, stk. 1 í dagstovnalógini skal stovnsleiðarin á einum dagstovni hava námsfrøðiliga útbúgving. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at hetta merkir, at leiðarin skal vera pedagogur.
  2. Sambært § 8, stk. 2 í dagstovnalógini kann kommunan tó í serligum førum gera av at lata annan enn námsfrøðing røkja starvið sum leiðari í tíðaravmarkað skeið. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur sum dømi, at hetta kann gerast neyðugt í teimum smáu kommununum, um ongin við námsfrøðiligari útbúgving søkir eitt leiðandi starv í einum dagstovni ella eini dagrøkt.

    Í málinum um farloyvisstarvið í frítíðarskúlanum á Tvøroyri søkti ein námsfrøðingur sum kunnugt starvið. At ein umsøkjari hevur námsfrøðiliga útbúgving er í sær sjálvum ikki nokk til, at viðkomandi hevur rætt til at fáa starvið, hóast hann er einasti umsøkjarin við røttu útbúgvingini. Tvøroyrar kommuna valdi ikki at seta námsfrøðingin í leiðarastarvið, og hevur grundgivið fyri viðkomandi, hví so var.

    Hóast lærarin nú í veruleikanum var einasti umsøkjari, so meti eg tað vera ivasamt, um Tvøroyrar kommuna í hesum máli til fulnar leyk undantaksregluna í § 8, stk. 2, tí tá kommunan ógildaði setanina av læraranum, kundi hon lýst starvið leyst av nýggjum beinanvegin fyri at vita, um ikki onkur skikkaður námsfrøðingur søkti starvið. Hetta hevur Almanna- og heilsumálaráðið eisini kunnað kommununa um.

    Eg ynskti kortini ikki at brúka heimildina til at steðga virkseminum á frítíðarskúlanum sambært § 10, stk. 3 í dagstovnalógini. Orsøkin var, at starvið er eitt avloysarastarv, og dagligi leiðarin kemur aftur úr farloyvi aftaná summarferiuna 2005, tvs. nú um einar 9 mánaðir.

    Í dagstovnalógini stendur, at landsstýrismaðurin "kann" steðga virkseminum á stovninum, um krøvini í lógini ikki verða hildin - hann "skal" ikki steðga virkseminum.

    Eg haldi ikki, at avgerðin um at steðga virkseminum á frítíðarskúlanum við teimum avleiðingum, sum tað fær fyri borgararnar, stendur mát við metingina av, at kommunan ikki til fulnar lýkur undantaksregluna í § 8, stk. 2.
     

  3. Nei, tað skal ikki skiljast soleiðis. Landsstýrismaðurin hevur sum eftirlitsmyndugleiki tikið avgerð í einum konkretum máli. Tað hevði ikki verið sakligt at latið seg ávirka av ivanum um møguligar politiskar og fyrisitingarligar avleiðingar av avgerðini. Avgerðin kann bert takast við grundarlagi í tí konkreta málinum.

  4. Nei, tað er ikki rætt. Eg havi á fundi við Tvøroyrar býráð kunnað kommuna um, at Almanna- og heilsumálaráðið arbeiddi við at dagføra dagstovnalógina á fleiri økjum, nú lógin hevur virkað í 4 ár, og eg nevndi í tí sambandi, at førleikakrøvini til stovnsleiðarar í frítíðarskúlum eisini vóru fevnd av hesum arbeiði. Eg segði, at eg fór at taka stig til at broyta førleikakrøvini til leiðarar fyri frítíðarskúlar, soleiðis at umsøkjarar við aðrari námsfrøðiligari útbúgving enn pedagogútbúgving kundu røkja hetta starv, tí frítíðarskúlar, í mun til aðrar dagstovnar, eru til børn í skúlaaldri.
  5. Soleiðis, sum spurningurin er orðaður, ljóðar tað sum, at eg ynskti at legitimera framferðarháttin hjá kommununi, og tað er ikki rætt.
     

  6. Broytingarnar av dagstovnalógini verða lagdar fyri tingið í fleiri stigum. Fyrst á skránni er at útfylla heimildina í § 5 í lógini um børn við serligum tørvi. Viðvíkjandi § 8 í dagstovnalógini um førleikakrøv til dagstovnaleiðarar, so haldi eg, tað er neyðugt at áseta tað pedagogiska innihaldið í frítíðarskúlum, áðrenn førleikakrøvini verða broytt. Tað er tí ivasamt, um eitt møguligt lógaruppskot um førleikakrøv til stovnsleiðarar fyri frítíðarskúlar kemur fyri í hesi tingsetuni.

  7. Almanna- og heilsumálaráðið varð seint í august mánaði gjørt varugt við, at Tvøroyrar kommuna hevði sett ein lærara í starv sum leiðara fyri frítíðarskúlan. Tá ið ráðið vendi sær til kommununa og kunnaði hana um, at avgerðin ikki var í samsvar við lógina, tvíhelt kommunan um, at tað var hon. Tí var neyðugt at hótta við at steðga virkseminum, sum er einasti sanksjónsmøguleikin í lógini. Kommunan kunnaði mitt í september Almanna- og heilsumálaráðið um, at hon hevði ógildað setanina, men valdi samstundis at lata læraran røkja starvið, til kommunan hevði lýst av nýggjum og hevði fingið sett ein leiðara fyri stovnin.

Almanna- og heilsumálaráðið sendi síðani skriv til Tvøroyrar kommunu, har sagt varð frá, at ráðið var av teirri fatan, at setanarmálið hjá kommununi ikki kundi metast at vera avgreitt, tí námsfrøðingurin enn ikki hevði fingið eina haldgóða grundgeving fyri, hví hann ikki fekk starvið. Við tað, at kommunan hevði ógildað setanina av læraranum, var námsfrøðingurin einasti umsøkjari til starvið.

Tí varð Tvøroyrar kommunu álagt at viðgera umsóknina hjá námsfrøðinginum av nýggjum, har kommunan við grundarlagi í eini ítøkiligari meting avgjørdi, um námsfrøðingurin kundi setast í starvið.

Um kommunan avgjørdi ikki at seta námsfrøðingin í starv, so skuldi viðkomandi hava at vita, hví hann ikki fekk starvið. Víst varð til § 23, stk. 1 í ll. nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg, ið ásetur, at ein grundgeving, í tann mun hon hvílir á eini fyrisitingarligari meting, skal "eisini tilskila tey høvuðsfyrilit, ið hava verið avgerandi fyri útinningina av metingini", og § 23, stk. 2, ið ásetur, at grundgevingin um neyðugt eisini skal hava eina stutta frágreiðing viðvíkjandi teimum veruligu umstøðunum, sum hava havt stóran týdning fyri avgerðina.

Um Tvøroyrar kommuna valdi ikki at seta námsfrøðingin, so skuldi kommunan við ítøkiligum dømum grundgeva nærri fyri, at námsfrøðingurin ikki var skikkaður til at vera leiðari á dagstovninum.

Hetta vóru øll vanlig formlig krøv til eitt og hvørt setanarmál.

Almanna- og heilsumálaráðið fekk 30. september avrit av grundgevingini til námsfrøðingin um, hví viðkomandi ikki fekk starvið sum leiðari fyri frítíðarskúlan á Tvøroyri, og kundi sostatt staðfesta, at umsøkjarin nú hevði fingið eina grundgeving fyri, hví kommunan ikki ynskti at seta viðkomandi í starvið, og at grundgevingin var í samsvar við treytirnar frá Almanna- og heilsumálaráðnum.

Almanna- og heilsumálaráðið sá seg sum eftirlitsmyndugleika ikki ført fyri betur enn Tvøroyrar kommuna at kunna meta um tað materiella innihaldið í grundgevingini hjá kommununi. Kommunan er setanarmyndugleiki, og treytað av at hon lýkur formligu krøvini, so má vera rúm fyri eini meting hjá kommununi.

Tí avgjørdi ráðið ikki at gera meira við málið um grundgeving fyri avslagnum. Nú var bert ein umsøkjari eftir, og tað var lærarin. Sum eg havi greitt frá áðrenn, so helt eg ikki, at tað var ráðiligt at steingja frítíðarskúlan, tí kommunan ikki hevði gjørt nokk fyri at fáa ein skikkaðan pedagog at røkja starvið sum settur leiðari á frítíðarskúlanum fram til komandi summar, tá dagligi leiðarin kemur aftur úr farloyvi – tí valdi eg ikki at gera meira við málið.

Málið avgreitt.