100-6  Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi hægri útbúgving í Føroyum

Orðaskifti

Ár 2004, fríggjadagin 24. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Metir landsstýrismaðurin, at við at menna hægri útbúgving í Føroyum fer at bera til at røkka fleiri endamálum, herundir betri kappingarføri, betri almennum tænastum og hægri fólkavøkstri?
  2. Hava landsstýrismaðurin og hægru lærustovnarnir nakrar ætlanir um at bjóða út fak, útbúgvingar og vegleiðing, sum kann gera tað møguligt at nema fleiri útbúgvingar, herundir partvísa útbúgving, í Føroyum?

Viðmerkingar
Tað munnu vera fleiri hundratals føroyingar til eina og hvørja tíð, ið nema sær útbúgvin uttan fyri landoddarnar. Hesi eru millum virknastu og raskastu fólk, vit eiga. Tíverri kemur virkni hjá hesum ungu ov lítið Føroyum til góðar, tí tey lesa um og granska útlendsk viðurskifti, og tey arbeiða við og menna útlendsk virki og stovnar.

Gott er, at so nógv fólk fær bæði útbúgving og royndir í útlondum. Men fyri Føroyar er hesin útflutningur ikki heilt vandaleysur. Summi av hesum ungu og útbúnu flyta ikki heim aftur. Onnur flyta aftur til oyggjarnar, men kenna lítið til vinnu, lógir ella tilgongdir í Føroyum.

Við at menna hægri lestur í Føroyum, kunnu vit bjóða fleiri útbúgvingar burturav herheima, eins og veita granskarum umstøður at granska føroysk viðurskifti.

Við at bjóða út einstøk fak og við at bjóða føroyskum lesandi umstøður og vegleiðing til at skriva uppgávur og spesiali síni her, kunnu føroysk lesandi vera í Føroyum t.d. síðsta árið av lesnaðinum.

Betri umstøður hjá føroyskum lesandi at granska og lesa í Føroyum fara væntandi at:

Gransking og útbúgving eru millum mest týðandi vinnugreinar. Føroyar eiga at leggja dent á at menna hesar tættir, sum eru fyritreyt fyri vøkstri í búskapi, fólkatali, menning í vinnu og fyrisiting. 

Í hesum tíðum, tá stígur er komin í búskapin, er vandi fyri, at vit ikki menna teir tættir, sum skulu tryggja framtíðar menning og vøkstur. Til valið seinast vóru útbúgving og gransking slagorðini hjá flestu flokkum. Fari tí at seta landstýrismanninum í mentamálum hesar spurningarnar.

Á tingfundi 30. september 2004 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 27. oktober 2004 svaraði  Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Ad. 1.
Hetta er ein sera breiður og víðfevndur spurningur, og havi eg tí valt at fyrihalda meg til spurningin út frá útbúgvingarpolitiskum meginreglum.

Tað er í øllum framkomnum londum vanlig semja um, at hægri útbúgvingvar hava stóran týdning fyri vinnulív og almennar tænastur. Tað er eisini væl hugsandi, at tær hægru útbúgvingarnar hava týdning fyri fólkavøksturin soleiðis, sum spyrjarin tykist halda.

Til tess at kunna geva eitt nøktandi svar er neyðugt her at lýsa hugtakið hægri útbúgving nærri. Hugtakið fevnir í okkara høpi vanliga um útbúgvingar á einum akademiskum stigi ella tí, sum nærkast slíkum stigi. Vit tala við øðrum orðum um útbúgvingar oman fyri bachelor-stig. Um vit fylgja hesum hugsunarhátti, so er í Føroyum bert talan um tær úbúgvingar, sum Fróðskaparsetur Føroya bjóðar.

Sambært menningarætlan fyri Fróðskaparsetrið bjóðar stovnurin útbúgvingar fram, sum serligur tørvur er á í føroyska samfelagnum, og útbúgvingar, sum ikki fáast aðrastaðni. Tær verða støðugt dagførdar og mentar. Umframt skipaðu útbúgvingarnar á setrinum veita deildir setursins studentum á øðrum universitetum leiðbeining og hjálp. Stundum verða próvtøkur hildnar á setrinum fyri onnur universitet. Í menningarætlanini verður sagt víðari, at tað er serliga umráðandi at tryggja, at tær útbúgvingar, sum eru á setrinum, halda fram og verða mentar í mun til granskingina og í mun til samfelagsliga tørvin.

Herumframt kann vísast á eitt útbúgvingarpolitiskt rák um øll Norðurlond, eitt rák, ið hevur ført til, at sonevndar hægri útbúgvingar verða lyftar upp á bachelor-stig. Hetta rák er eitt úrslit av tí sonevndu Bologna-tilgongdini, ið miðar ímóti at javngera hægru útbúgvingarskipanirnar í Evropa.

Um vit fylgja hesum ráki, so er tað ein spurningur, um ikki eitt nú sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin, lærara- og pedagogútbúgvingin, ávísar handilsskúlaútbúgvingar og tær maritimu útbúgvingarnar skulu metast sum hægri útbúgvingar. Ein av hesum útbúgvingum, sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin, er nú á bachelor-stigi, lærara- og pedagogútbúgvingarnar og ávísar handilsskúlaútbúgvingar eru á veg, og møguliga verður hetta eisini leiðin fyri tær maritimu útbúgvingarnar.

Við at lyfta hesar útbúgvingar upp á bachelor-stig, verður møguligt hjá teimum við bachelor-prógvi at fara víðari til hægri lestur á master stigi. Hesin lestur kann vera í Føroyum ella uttanlands alt eftir valinum hjá tí einstaka. Nýggja kunngerðin um útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum frá 2003 er í samsvari við Bologna-tilgongdina, eitt nú við, at útbúgvingarnar í høvuðsheitum eru skipaðar sum trý ára bachelor-útbúgving við møguleika at fara víðari á 2-ára master-útbúgving. Staðfestast kann tí, at hægru útbúgvingarnar skipanarliga eru á hædd við altjóða rák og standard.

Tað er greitt, at menning av hægri útbúgving í sjálvum sær ikki kann røkka øllum endamálunum, ið spyrjarin setir fram. Her eru aðrir samfelagstættir, ið eisini mugu inn í myndina. Men við støðugt at leggja doyðin á hægri útbúgving í Føroyum, eru heilt avgjørt fleiri møguleikar til taks, eitt nú við at fáa ment samstarvið millum útbúgvingar- og granskingarstovnar, vinnuna og almennar myndugleikar/stovnar innan ymsar ítøkiligar verkætlanir. Hetta gagnar øllum pørtum – ikki minst tí lesandi.

Ad. 2.
Fróðskaparsetrið er lítið universitet samanborið við onnur universitet í grannalondunum. Um hugt verður eftir, hvørjar útbúgvingar, ið tær tríggjar megindeildirnar á Fróðskaparsetrinum bjóða út, so er skjótt at staðfesta, at útbúgvingarnar eru sera viðkomandi fyri føroyska samfelagið sum heild.

Í menningarætlanini fyri 2004-05 sigur Fróðskaparsetrið, at umleið 350 fáa hvørt ár eitt miðnámsskúlaprógv, og av teimum fara nógv burtur at lesa. Í miðal fara einir 20 næmingar hvørt ár undir lestur á Fróðskaparsetrinum, og í løtuni eru einir 150 studentar innskrivaðir. Málið hjá Fróðskaparsetrinum er at bjóða út fleiri útbúgvingar, og at fleiri velja at taka útbúgvingina á Fróðskaparsetrinum.

Afturat verandi virksemi vil setrið skipa fyri gransking og undirvísing á hesum raðfestu økjum: Kunningartøkni, løgfrøði, lívtøkni og fjølmiðlan. Kunningartøkni er vinnugrein, sum hevur gransking og menning fyri neyðini. Til tess at menna fyrisitingarligu dygdina í samfelagnum er ætlanin at skipa fyri løgfrøðiligari gransking og útbúgving í lóg á master-stigi. Lívtøkni er vísindagrein, sum kann fáa nýggjar vørur til vega, tvs. størri virði burtur úr rávøru. Fjølmiðlan, t.e. kunning gjøgnum fjølmiðlar, er vaksandi privatur og almennur vinnuvegur, og til tess at menna innihald og snið á fjølmiðlanini er tørvur á gransking í fjølmiðlaviðurskiftum m.a. við tí fyri eyga at útbúgva fólk.

Tað er ein útbúgvingarpolitiskur spurningur, hvussu vit skipa okkara hægru útbúgvingar, herundir møguleikan fyri at taka partvísar útbúgvingar, so sum spyrjarin eftirlýsir. Hvørjar útbúgvingar og hvørjar lærugreinir skulu vit hava? Skulu vit taka alla útbúgvingina í Føroyum frá fyrsta lestrarári til master? Ella skulu vit halda okkum til bachelor-stigið, og lata tey lesandi gera seg liðug uttanlands? Skulu vit venda tilgongdini um og lata sum flest byrja uttanlands og gera seg liðug og spesialesera seg her? Skulu vit satsa upp á útbúgvingartilboð til fólk, sum hava tikið master ella Ph.d.? Ella: skulu vit satsa upp á eina skilagóða blanding av øllum hesum møguleikum?

Hetta eru stórir spurningar, ið eisini vóru viðgjørdir í útbúgvingarpolitiska álitinum Føroyskur førleiki frá 1999. Har var m.a. umrøtt, at tað er neyðugt at gera langtíðar ætlanir fyri, hvussu vit byggja upp nýggjar útbúgvingar, og at vit raðfesta, hvørjar útbúgvingar vit vilja hava her á landi, og á hvørjum stigi tær skulu vera. Raðfestingin millum støðis- og masterútbúgvingar á einum øki eigur at vera ymisk, alt eftir hvat samfelagnum tørvar. Í álitinum verður somuleiðis dentur lagdur á at skipa samstarv millum útbúgvinarstovnar, og at nýta tøkniligu møguleikarnar innan fjarundirvísing. Hetta merkir fyri tann einstaka lesandi størri smidleika soleiðis, at lesandi í størri mun fara at kunna leggja útbúgvingargongdina til rættis eftir egnum tørvi.

Um hugt verður eftir, hvussu verandi útbúgvingartilboð á Fróðskaparsetrinum eru skipað bæði í kunngerð og námsskipanum, so er longu nú stórur fleksibilitetur og møguleikar fyri at taka partar av útbúgvingum á ymiskum universitetum. Tað er eisini heilt vanligt, at lesandi uttanlands koma heim og skriva spesialið á Fróðskaparsetrinum og brúka harvið teir fakligu førleikar, ið Fróðskaparsetrið kann bjóða. Harumframt eru norðurlendskar flytførisskipanir (Nordplus), sum geva studentum fíggjarligan møguleika at taka partar av útbúgvingum uttanlands – og sjálvandi eisini á Fróðskaparsetrinum. Altjóða Skrivstovan vegleiðir á hesum øki og umsitur eisini Nordplus-stuðulsmøguleikan fyri føroyingar í Føroyum.

Eg eri samdur við spyrjaran um, at gransking og útbúgving eru sera týðandi samfelagstættir. Við at bjóða út einstøk fak og við at føroysk lesandi spesialisera seg í Føroyum, eitt nú tað síðsta árið, røkka vit fleiri av endamálunum í fyrsta spurninginum. Sum omanfyri nevnt, eru longu nú ymsir møguleikar til staðar. Skulu fleiri tilboð áleggjast eitt nú Fróðskaparsetrinum, mugu fíggjarlig atlit fyri landskassan eisini inn í myndina.

Til ber ivaleyst at styrkja og menna fleiri sambond til tess at skapa enn fleiri møguleikar og tilboð. Her verður serliga hugsað um at skipa eina betri formidling millum tey lesandi og útbúgvingar- og granskingarstovnarnar, vinnulívið og almennar myndugleikar, ið eiga at síggja vinning í tí arbeiði, tey lesandi leggja eftir seg í sambandi við lestraruppgávur av ymsum slagi.

Málið avgreitt.