100-4 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi hagtalstilfari á sosiala økinum

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 8. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Dugir landsstýrismaðurin at síggja álvarsemið viðvíkjandi vantandi hagtalstilfarinum á sosiala økinum og teir trupulleikar, hetta elvir til?
  2. Er tað rætt, at Almannaverkið eins og Heilsuverkið hava databasur, sum lættliga kunnu fáa hópin av viðkomandi hagtølum til vega, men at hesi hagtøl ikki koma Hagstovuni í hendi?
  3. Heldur landsstýrismaðurin, at støðan er nøktandi, nevniliga at politikarar framhaldandi játta stóra milliard til sosiala økið, hóast innlit teirra í økið er so lítið?
  4. Hevur landsstýrismaður nakrar ítøkiligar ætlanir um at samskipa alt virksemið viðvíkjandi hagtølum og gransking á sosiala økinum, kanska við at seta á stovn eina sosialgranskingarstovu?
  5. Heldur landsstýrismaðurin, tað hevði verið eitt hugskot, at lagt lunnar undir eitt meira samskipað arbeiði við hagtølum og gransking á sosiala økinum við at seta í verk eina fólkateljing í Føroyum?
  6. Heldur landsstýrismaðurin ikki, tað er stór skomm fyri føroyskar sosialar myndugleikar (ikki minst teir politisku), at fremmandir granskarar ivast í nyttuni at samstarva við okkum?
  7. Er landsstýrismaðurin greiður yvir, at tað á ráðstevnuni varð upplýst, at ikki ein einasti persónur granskar í sosialum- og arbeiðsmarknaðarviðurskiftum her á landi ídag?

Viðmerkingar:
Almannaøkið er bæði víðfevnt og kostnaðarmikið. Kanska kostar tað tilsamans umleið ein triðing av fíggjarlógini á hvørjum ári. Hóast tað, er vitan okkara um økið alt ov lítil. Bæði hjá politikarum, embætisfólki og øðrum. Orsøkin til lága vitanarstøðið er einfalt tann, at vit hava millum lítla og onga sosiala gransking í Føroyum, sum eisini er eitt menningarland, tá tað um hagtøl ræður.

Soleiðis verður alt ov nógv tíð og orka annars nýtt til at ivast, gita, illgita og lata tilvildina og vónloysi ráða, tá tað um metingar av sosialum játtanum og skipanum ræður. Politikarar, embætisfólk og onnur hava ikki hagtøl og granskingarúrslit at halda seg til. Tí verður mett, trætast og tað, sum verri er. Tí vita vit ongantíð, um vit eru á rættari leið. Tað er í veruleikanum ræðandi at hugsa um, at vit á hvørjum ári játta milliardina til sosiala økið, samstundis sum vit ikki eru før fyri at hava eina skikkaða hugsan um, hvørt milliardin er rætt og væl nýtt.

Líka mikið hvat ávísir politikarar halda og ikki halda, so kann tað ikki vera rætt, at vit ár eftir ár játta eina milliard so at siga í blindum. Tí er neyðugt, at vit fáa skikkaða sosiala gransking í Føroyum, og at vit menna arbeiðið við at útvega hagtøl yvir hesi viðurskifti munandi. Tað hevur verið sagt, at ein fólkateljing hevði kunnað birt uppundir bæði granskingina og arbeiðið við hagtølum. Tí seti eg landsstýrismanninum hesar spurningar.

Fólk við innliti vilja vera við, at t.d. Almanna- og heilsuverkið eru før fyri at útvega rættiliga nógv og viðkomandi hagtøl, men at somu hagtøl koma ikki Hagstovuni í hendi. Er hetta rætt, so er kanska størsti trupulleikin, at viljin at samskipa og samstarva er orsøkin til, at vit eru so illa stødd á hagtalsøkinum.

Tað hevur verið nevnt, at ein fólkateljing í Føroyum hevði verið eitt hóskandi startskot til at fáa samskipað og ment arbeiðið viðvíkjandi hagtølum og gransking á sosiala økinum.

Landsstýrismaðurin setti her fyri eina ráðstevnu í Havn, sum gekk undir heitinum: Gransking av sosialum- og arbeiðsmarknaðarviðurskiftum í Útnorði. Veit landsstýrismaðurin, at granskarar úr hinum londunum í Útnorði søgdu á somu ráðstevnu, at tað var órógvandi at hoyra um vantandi hagtalstilfar og upplýsingar annars um hesi viðurskifti í Føroyum. Og um hesi viðurskifti ikki fáast í rættlag, er tað ivasamt, um tað gevur nakra meining framhaldandi at hava Føroyar við í hesum samstarvi. Nú var hetta sagt fyri at provokera føroyskar myndugleikar, men sanniliga eisini í álvara.

Spyrjarin er vitandi um, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur ábyrgdina av gransking. Hóast tað, verður valt at seta landsstýrismanninum í almannamálum spurningin. Kanska hevði tað verið viðkomandi, at landsstýrismaðurin í mentamálum tók lut í orðaskiftinum um hendan fyrispurningin.

Á tingfundi 15. september 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 30. september 2004 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

  1. Ja, tað er sera umráðandi at framleiða viðkomandi hagtøl innan almannaøkið, fyrst og fremst sum amboð fyri politisku myndugleikarnar, men eisini í granskingarhøpi, kunning til almenningin og altjóða samanberingar. Tað er rætt, sum spyrjarin ger vart við, at tað í stóran mun manglar hagtalstilfar á sosiala økinum, og at tað er ein trupulleiki bæði í tí politiska arbeiðnum og tí almenna kjakinum um sosial viðurskifti.

Hetta er eisini orsøkin til, at vit hava valt at raðfesta arbeiðið við hagtølum hægri. So hóast verandi støða er vánalig, so er ein ávís framgongd at síggja. Fyri bert fáum árum síðan var í høvuðsheitum talan um fíggjarlógarhagtøl, sum vóru at finna undir almannamálum í árbókini hjá Hagstovuni. Tað eru nú fleiri upplýsingar um virksemi á ymsum økjum. Ein fulltrúi hevur fingið ábyrgdina av at leggja til rættis og samskipa innsavningina av sosialum hagtølum, og væntandi verða fleiri og betri hagtøl tøk komandi ár. Ávísir batar eru longu at síggja í árbókini hjá Hagstovuni fyri 2004, so sum upplýsingar um dagpeningaskipanina, viðbøtur til pensjónistar og uppihaldarar, sum fáa barnapening. Haraftrat eru upplýsingarnar tillagaðar altjóða standardiseringum. Í næstu árbók frá Hagstovuni verða væntandi fleiri útgreinað hagtøl um starvsfólk á stovnum á eldra-, serstovna- og barnaansingarøkinum.

Fleiri ítøkilig tiltøk eru sett í verk fyri at betra um viðurskiftini á hagtalsøkinum, so sum:

Eg skal venda aftur til tiltøkini seinni.

  1. Tað er ikki rætt, at almannaverkið hevur dátugrunnar, sum lættliga kunnu fáa hópin av viðkomandi hagtølum til vega. Flestu skrásetingar um sosialar veitingar í Føroyum fara fram á Almannastovuni, men talan er partvíst um ikki-talgildar skrásetingar. Skipanirnar eru í høvuðsheitinum mentar til at útgjalda veitingar, og eingin trupulleiki er at framleiða hagtøl í sambandi við sjálvar útgjaldingarnar, so sum hvussu nógv er útgoldið, nær, til hvønn og eftir hvørji lógargrein, fyri tær veitingar, sum verða veittar gjøgnum VFS-skipanina.
  2. Innan t.d. barnaforsorgarøkið, Hjálpitólamiðstøðina og heilivágsøkið, sum verða bókað beinleiðis í fíggjarskipan landsins, finst lítið talgilt hagtalsgrundarlag. Almannastovan skrásetir allar neyðugar upplýsingar, sum hava týdning fyri at kunna avgreiða tey einstøku málini. Hinvegin finnast ikki-talgildar skrásetingar, sum kunnu hava týdning fyri framleiðslu av hagtølum í sambandi við ynskir frá politiska myndugleikanum, altjóða samanberingar og í granskingarhøpi. T.d. verða krøv um dagpengar skrásett við grundarlagi í eini læknaváttan, men orsøkin til, at fólk eru sjúk, verður ikki upplýst. Tá borgari fær veiting fyri inntøkumiss, verður tíðarskeiðið fyri, nær veitingin verður útgoldin, skrásett, men ikki talgildað.

    Tá ið veitingar verða útgoldnar borgarunum, verður móttakarin av veitingini, upphædd og hvørji lógargrein, veitingin verður veitt eftir, skrásett í dátugrunni/Viðskiftafólkaskipanini (VFS) hjá Almannastovuni. Almannastovan kunngerð í samstarvi við Almanna- og heilsumálaráðið hagtøl yvir útgoldnar veitingar til Hagstovu Føroya í teimum førum, har veitingarnar eftir eini ávísari lógargrein verða bókaðar í figgjarskipan landsins (FSL) umvegis VFS. Hesi hagtøl lýsa vanliga talið av ymiskum persónum, ið hava fingið útgoldið ávísa veiting, og hvussu nógv ymsu borgararnir hava móttikið í miðal eftir ávísu lógargreinini.

    Samanumtikið framleiðir og almannakunngerð Almannastovan í samstarvi við Almanna- og heilsumálaráðið tey hagtøl, sum avmarkaða talgilda dátugrundarlagið gevur møguleika fyri at almannakunngera.

    Men sum nevnt omanfyri, skrásetir Almannastovan nógv dáta, men øll dáta eru ikki talgild. Fyri at skipanirnar í framtíðini skulu kunna nøkta økta eftirspurningin eftir hagtølum, verður neyðugt at menna skipanirnar samsvarandi. Í hesum sambandi arbeiðir Almannastovan við at orða KT-stevnumið, har m.a. stevnumið fyri hagtalsgrundarlag verður ásett. M.a. verður í KT-stevnumiðunum um hagtøl sagt:

Á eldraøkinum og innan serforsorgina finnast ongar talgildar skrásetingar. Tey hagtøl, sum finnast á hesum økinum, hava verið framleidd við teljingum á hvørjum einstøkum ellisheimi, sambýli, serstovni o.s.fr.

  1. Sjálvandi er tað ikki nøktandi, at politikarar hava manglandi innlit í sosiala økið, og skyldast hesin trupulleiki í stóran mun tað manglandi hagtalstilfarið. Tí er tað mín vón, at raðfestingin av hagtalstilfarinum fer at vekja áhugan hjá fleiri av løgtingslimunum.
  2. Enn eru ikki lagdir lunnar undir eina sosialgranskingarstovu, men fleiri ítøkilig tiltøk eru sett í verk fyri at bøta um tann sokallaða hagtalstrupulleikan:

Skipanin er ment við útgangsstøði í krøvunum um at vera nýtsluvinarlig, fleksibul, og lágan kostnað. Starvsfólkini úti í økjunum hava verið við í menningini av skipanini, og úrslitið av hesum er, at tey hava tikið væl ímóti skipanini og síggja hana sum eina hjálp í gerandisdegnum, og tað merkir eisini, at upplýsingarnar, sum fáast úr skipanini, eru álítandi. Allar upplýsingar verða miðsavnaðar í einum dátugrunni, sum fer at geva leiðsluni eitt týdningarmikið stýringsamboð. Talan verður frameftir um eitt fyrimyndarligt hagtalsgrundarlag, har tað verður møguligt at samanbera ymsu økini, framleiða neyv fíggjarlig hagtøl fyri hvønn einstakan brúkara/brúkarabólk, plaseringar o.s.fr.

NOSOSKO gevur sum nevnt einaferð um árið út eina frágreiðing um almannaverkið í norðurlondum, og er støðið í frágreiðingini sosial hagtøl. Leysliga mett verða Føroyar við í umleið 60% av næstu frágreiðing, sum kemur út á heysti 2005.

Ætlanin er, at hagtalstilfarið á sosiala økinum verður lagt á heimasíðuna hjá Almanna- og heilsumálaráðnum. Samanumtikið er talan um rættiliga stór framstig, men tað er langt eftir á mál.

  1. Ein fólkateljing er eitt avgerandi grundarlag undir arbeiðnum við hagtølum og gransking. Hetta er eisini ein av høvðusorsøkunum til, at Almanna- og heilsumálaráðið er við í fyrireikingunum av eini felags verkætlan í útnorði, ið hevur til endamáls at bøta um fólka- og bústaðarhagtølini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Hetta verður gjørt við at fremja eina fólka- og bústaðarteljing í teimum trimum londunum, og síðani gjøgnumarbeiða tilfarið á ein slíkan hátt, at hagtølini ikki verða trupul at halda viðlíka. Verkætlanin kann tí fáa stóran týdning fyri kjakið og politikkin á almannaøkinum, tí hesi hagtølini geva eina breiða vitan um nógv ymisk øki, t.d. samanseting av húsarhaldum (t.v.s. einligar mammur, tal av børnum o.s.fr.), bústaðar- og inntøkuviðurskifti, útbúgvingar o.s.fr.

6. og 7.
Tað er greitt, at vantandi atgongd til dáta og hagtøl á sosiala økinum er ein forðing fyri gransking á økinum, og avmarkar sjálvandi møguleikarnar fyri samstarvi við útlendskar granskarar. Tey tiltøk, sum eru nevnd frammanfyri, fara tó at bøta munandi um hagtalstilfeingið og atgondina til føroysk almannahagtøl og harvið eisini um granskingarmøguleikarnar.

Málið avgreitt