100-3 Fyrispurningur til Jógvan við Keldu, landsstýrismann, um hvussu útlendingalógin verður fyrisitin 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 8. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Metir landsstýrismaðurin, at tann sonevnda fyribilsloysnin, sum samgongutingmenn hava álagt honum viðvíkjandi umsiting av útlendingamálum, er í samsvari við útlendingalógina og við góðan fyrisitingarsið?
  2. Verða teir ymisku bólkarnir av umsøkjarum viðgjørdir eftir somu grundleggjandi treytum um rættartrygd umsøkjaranna – t.e. verða mál um arbeiðs- og uppihaldsloyvi og mál um familjusamanføring á sama hátt fevnd av politisku loysn samgongunnar?
  3. Hvussu verða umsóknir viðgjørdar og avgreiddar í løtuni?
  4. Hevur landsstýrið seinastu 6-7 mánaðirnar longt um sína viðgerðartíð fyri hoyringsvarini, ið verða latin danska Útlendingastýrinum?
  5. Hvussu nógv mál bíða eftir at verða avgreidd hjá landsstýrinum?
  6. Hvussu nógv mál bíða eftir at verða avgreidd hjá danska Útlendingastýrinum?
  7. Verður við politisku avgerð samgongunnar munur gjørdur í viðgerðini av teimum, ið frammanundan hava havt arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og teimum, ið søkja fyrstu ferð?
  8. Verður við politisku avgerðini hjá samgonguni munur gjørdur í viðgerðini av teimum, ið søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, í mun til tey, ið søkja um familjusamanføring?
  9. Ætlar landsstýrið at yvirtaka útlendingalóggávuna?

Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin hevur í tíðindaskrivi 25. august 2004 boðað frá:

"Eg kann somuleiðis upplýsa, at umsitingin hjá mær undan fundinum í lítlusamgongu mánadagin metti, at ein avgerð, sum tann, ið lítlasamgongu hevði í hyggju at taka, ikki bar til eftir galdandi lóggávu. Av tí at tað er danska Integratiónsministeriet, sum hevur tulkingarheimildina á hesum økinum, havi eg hóast hetta vent mær til Bertel Haarder at vita, um vit ikki – við politiskari vælvild – kortini kunnu seta hesa loysnina í verk." 

Hetta er ein rættiliga margháttlig støða.

Landsstýrismaðurin sigur í fyrsta lagi, at tað er lítlasamgonga, ið tekur avgerð um, hvussu útlendingalógin skal umsitast.

Og í øðrum lagi sigur landsstýrismaðurin, at honum er álagt at gera eina loysn, sum hansara egna umsiting mælir ímóti, tí hon ikki hevur heimild í galdandi lóggávu.

Kortini vendir landsstýrismaðurin sær til danska myndugleikan og biður um politiska vælvild at seta nakað í verk, sum hann ikki metir at vera í samsvari við lógina.

Løgmaður, sum sambært stýrisskipanarlógini skal hava eftirlit við, at landsstýrismenn fyrisita á fullgóðan og lógligan hátt, hevur sjálvur álagt landsstýrismanninum at gera hetta, hóast landsstýrismaðurin – eftir ráðgeving frá síni umsiting – frámælir.

Sostatt er ruðuleikin fullkomin á útlendingaøkinum.

Ongin kann við hesum kenna seg tryggan við víðari gongdina í útlendingamálum.
Ongin veit, hvat landsstýrið ætlar.
Ongin kann siga greitt, um fyribilsloysnin er lóglig.
Ongin kann siga greitt um fyribilsloysnin ger mun á umsøkjarum.
Ongin veit, hvussu umsóknir fara at verða viðgjørdar.
Ongin veit, hvørjar treytirnar fara at verða frameftir.
Ongin veit, hvør rættarstøðan hjá umsøkjarum er.
Og ongin veit, hvørjir nýggir trupulleikar fara at stinga seg upp, nú samgongan roynir at parkera málið.

Alt bendir á, at tað nú er politisk tilvild og partapolitiskt trýst, ið ræður, tá útlendingamál skulu umsitast. Samgongan og løgmaður siga eitt í dag og eitt annað í morgin.

Ein og hvør umsøkjari hevur krav um eina rættartrygga viðgerð av síni umsókn. Tað ber ikki til at sjussa seg fram til nakrar loysnir fyri at vinna sær ein stuttan politiskan skáa, um hetta setir rættartrygdina og góðan fyrisitingarsið í vanda.

Eisini er tað í stórari andsøgn til stýrisskipanarlóg, lóg um ábyrgd landsstýrismanna og góðan fyrisitingarsið, at ein landsstýrismaður verður álagdur at fremja nakað, sum hann ikki metir vera í samsvari við lógina.

Í vónini um, at greiða eitt sindur av fløkjuni, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Á tingfundi 15. september 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 30. september 2004 svaraði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

Til 1. spurning
Endaliga metingin av, um fyribilsloysnin er í samsvari við útlendingalógina, liggur ikki hjá mær, men hjá danska Integrationsministeriet.

Tað, sum politiska avgerðin var, var, at vit skuldu seta parentes um allar umsóknir um framleingjan – lata tær halda fram óbroyttar – til vit á ársskiftinum hava grundarlag til at taka politiska støðu til, hvussu økið skal virka frameftir.

Hetta metti umsitingin hjá mær ikki bar til í mun til lógina.

Av tí at tað er Integrationsministeriet, ið hevur heimildirnar, vendi eg mær til Bertel Haarder integrasjónsmálaráðharra, og svarið úr Integrationsministeriet er, at vit kunnu fáa á leið sama úrslit:

Teir útlendingar, sum halda fram hjá sama arbeiðsgevara undir óbroyttum ella bøttum setanarkorum, fáa betri atgongd til at fáa framlongt arbeiðs- og uppihaldsloyvi fram til ársskiftið, tá ið útgreiningararbeiðið við atliti at politiskari støðutakan um, hvat vit annars skulu gera í málinum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, er liðugt.

Sum sæst, metir Integrationsministeriet tó, at tað framhaldandi er neyðugt at gera eina ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum føri; men at Innlendismálaráðið nú kann leggja størri dent á vinnuliga tørvin - tørvin hjá arbeiðsgevaranum at varðveita einstaka arbeiðsfólkið.

Við hesum fara teir flestu av teimum útlendingum, sum søkja framlongt arbeiðsloyvi hjá sama arbeiðsgevara, at kunna fáa viðmæli hiðani.

Úrslitið av hesi broyttu siðvenju minnir um tað, sum politiska avgerðin var, men ikki heilt, og mátin verður ein heilt annar. Parentes verður ikki sett um málini - tey sleppa ikki bara at halda fram. Heldur verður tann ítøkiliga metingin, sum verður gjørd í sambandi við framleingjan, ein onnur.

Vísandi til, at brævið frá integrasjónsmálaráðharranum fyrst boðar frá, at danir grundleggjandi eru sinnaðir til, at bæði ásetingarnar í lógini og siðvenjan skulu vera júst soleiðis, sum politiski viljin í Føroyum ynskir, kunnu vit so lesa burtur úr hesum kravinum um ítøkiliga meting, at eisini danska embætisverkið man hava mett, at tað bar ikki løgliga til at seta politisku avgerðina í verk heilt soleiðis, sum hon fyrilá.

Til 2. spurning
Politiska avgerðin í lítlusamgongu og loysnin, sum vit hava funnið fram til saman við Integrationsministeriet, er um arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Hon fevnir sostatt ikki um familjusamanføringar.

Eftir útlendingalógini skal vera munur á rættinum til familjusamanføring og rættinum til arbeiðsloyvi. Tað er tað eisini framvegis.

Politiska loysnin – í tí líki, sum Integrationsminsteriet hevur mett bera til innan fyri lógarinnar karmar, er, at størri dentur verður lagdur á vinnuliga tørvin, og minni dentur verður lagdur á arbeiðsmarknaðartørvin.

Við hesum fer støðan í málum um arbeiðsloyvi at mina eitt sindur meira um støðuna í málum um familjusamanføring, tí lógin leggur annars upp til, at hevur tú fyrstu ferð fingið familjusamanføring, skal nógv til, áðrenn tú fært nei til framleingjan, meðan útgangsstøðan viðvíkjandi arbeiðsloyvi er, at tað heldur uppat.

Sí eisini svarið til spurning 8.

Til 3. spurning
Í løtuni er viðgerðin av umsóknum undir tillaging til nýggju siðvenjuna. Frá tí, at politiska avgerðin varð tikin, eru umsóknir um framleingjan einans avgreiddar í teimum førum, har tað hevur verið púra greitt at viðmæla umsóknini. Øll ivamálini hava bíðað, so at onki frámæli fór út, sum kundi blivið eitt viðmæli eftir nýggju siðvenjuni.

Nú svarið úr Integrationsministeriet er komið, arbeiðir fyrisitingin seg ígjøgnum ivamálini. Tað tekur nakrar vikur afturat at arbeiða undan. Sí eisini svarið til spurningarnar 4 og 5.

Til 4. spurning
Ja, síðani ársskiftið er viðgerðartíðin fyri hoyringssvar longd munandi.

Upprunin til hetta var, at fútin – sum spyrjaranum kunnugt – á heysti í 2003 gjørdi vart við, at siðvenjan í Føroyum var farin av lagi. Hann gjørdi vart við, at vit máttu koma aftur á beint, tí helt verandi siðvenja fram, bar ikki til at hava eftirlit við útlendingaøkinum.

Táverandi landsstýri avgjørdi at fremja hesa upprudding við, at táverandi Løgmálaráðið fekk uppgávuna at fáa skil á aftur. Øll ummæli viðvíkjandi útlendingamálum vórðu tí frá 1. januar 2004 flutt táverandi Løgmálaráðnum.

Arbeiðið við at fáa skil á hevur fyrst og fremst snúð seg um at viðgera hvørt einstakt mál neyvari og kanna viðurskiftini betur, samstundis sum tað skal vera fullkomiliga klárt, hvat tað er, sum útlendingurin hevur fingið arbeiðsloyvi til. – Annars kann politiið ikki útinna neyðuga eftirlitið.

Undanfarna landsstýri var greitt yvir, at neyvara málsviðgerðin fór at taka meira orku, og avgjørdi tí, at eitt starvsfólk afturat skuldi verða sett til uppgávuna.

Av tí at landsstýrið legði frá sær, kom ongin meirjáttan. Umsitingin hevur tí verið undirmannað, til eg fekk flutt eitt starvsfólk til uppgávuna í sambandi við umleggingarnar, tá ið Oljumálaráðið varð niðurlagt.

Harafturat er tað ein nýggj støða, at dentur verður lagdur á at gera hesar metingar nágreiniliga soleiðis, sum lógin tilskilar. Tí eru viðhvørt fleiri ivamál eftir at fáa greiði á, eisini eftir at allar upplýsingar eru fingnar til vega. Tað tekur eisini tíð.

Rumblið um ítróttaavtaluna hevur eisini kravt ógvuliga stóra umsitingarorku. Tá eyka starvsfólkið kom, lógu tí longu heilt nógv mál niðurfyri, og verulig gongd kom ikki á at arbeiða undan, fyrr enn nú stutt undan summarfrítíðini.

So kom politiska avgerðin um lagaligari atgongd til at fáa arbeiðsloyvi framlongd við tí, sum harav hevur fylgt, eg skal her vísa til svarið til 3. spurning

Til 5. spurning
Higartil í ár hava 380 persónar søkt um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, harav summi hava søkt um fleiri loyvi. Í løtuni eru 226 mál um arbeiðs- og uppihaldsloyvi avgreidd, meðan 217 mál ikki eru endaliga avgreidd. Av av teimum, sum ikki eru avgreidd, eru um 105 mál komin síðani 19/7, tá ið Innlendismálaráðið læt aftur vegna summarfrí, og í framhaldi av summarsteðginum kom so avgerðin um broytta siðvenju.

At 217 mál ikki eru endaliga avgreidd er tó ikki tað sama sum at siga, at málini liggja og bíða.

Viðhvørt verður samskift við bæði arbeiðsgevara, ALS og í summum førum eisini arbeiðsmarknaðarpartar. Bara postgongdin ger, at slík mál noyðast at taka einar 2 mánaðir at ummæla.

Ongin uppgerð er um, hvussu støðan er í málum um familjusamanføring, men her er talan um væl færri mál.

Til 6. spurning
Eg havi onga mynd av, hvussu nógv mál ikki eru avgreidd í Udlændingestyrelsen.

Vit hava gjørt semjur við bæði Integrationsministeriet og Udlændingestyrelsen um, at Innlendismálaráðið skal fáa avrit av avgerðunum hjá Udlændingestyrelsen, og um at vit skulu fáa tøl fyri málsviðgerðatíðir, men hetta er so ikki sett í verk enn.

Til 7. spurning
Ja, hetta er tað nýggja í tulkingini hjá Integrationsministeriet – at meðan arbeitt verður við at útgreina økið, verður fyribils størstur dentur lagdur á ítøkiliga tørvin, sum hin einstaki arbeiðsgevarin hevur á at varðveita hin einstaka útlendingin í starvi, meðan minni dentur verður lagdur á metingina av støðuni á arbeiðsmarknaðinum ella á tørvin hjá vinnuni - sí annars svarið til fyrsta spurning.

Til 8. spurning
Útlendingar kunnu søkja um at verða familjusamanførdir til føroyingar ella til aðrar útlendingar, sum hava rætt at búgva fast her, eftir ávísum treytum. Tey, ið kunnu verða familjusamanførd eftir hesum reglum eru: hjúnafelagar ella sambúgvar, foreldur og børn, um børnini eru undir 18 ár og búgva hjá tí av foreldrunum, ið hevur foreldramyndugleikan.

Oftast snýr tag seg um pør, har annar er føroyingur, sum hevur møtt útlendingi, meðan hann hevur verið í øðrum londum.

Útlendingurin hevur eftir galdandi útlendingalóg rættarkrav til hesa familjusamanføring.

Útlendingur, sum er í Føroyum upp á arbeiðs- og uppihaldsloyvi, kann í summum førum eftir ávísum treytum fáa familju sína til Føroyar. Hetta kann ikki sammetast við eina vanliga familjusamanføring eftir lógini, tí loyvið er bara fyribils og virkar bara so leingi sum arbeiðsloyvið.

Tá tað snýr seg um familjusamanføring, kunnu ymsar treytir setast eftir lógini til tann persónin, sum býr í Føroyum. Orsøkin er, at her snýr tað seg um loyvi, ið eru ætlað at verða varandi. Slíkar treytir verða ikki settar í sambandi við arbeiðs- og uppihaldsloyvi, tí eftir lógini verða hesi loyvi ikki givin sum varandi uppihaldsloyvi.

Ætlanin eftir lógini er júst tann mótsatta, nevniliga, at arbeiðs- og uppihaldsloyvi í flestu førum bara eru fyribils so leingi, sum tørvur er á hesi arbeiðsmegi í landinum. Tey, sum hava arbeitt leingi her, kunnu so søkja um at fáa varandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Størsti vansin við broytingini er eftir míni meting, um reglurnar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í lógini fara at verða so nógv tambaðar, at arbeiðs- og uppihaldsloyvini í veruleikanum í størstan mun fara at líkjast varandi uppihaldsloyvum, og í ringasta føri einum slag av goymdari familjusamanføring. Treytir – so sum íbúðar- og forsyrgjarakrav - verða jú settar til eina familjusamanføring, meðan ongar slíkar treytir verða settar til tey, sum søkja um arbeiðsloyvi. Tí havi eg sum landsstýrismaður skyldu til at tryggja, at arbeiðs- og uppihaldsloyvini einans verða framlongd í tann mun, tað ber til eftir lógini, soleiðis at bara tann munur, ið eftir lógini eigur at verða gjørdur í hesum sløgum av málum, eisini verður gjørdur.

Sum sagt í svarinum til spurning 2, so snýr hendan loysnin seg bara um arbeiðs- og uppihaldsloyvi; men tað er greitt, at við broytingini kann tað koma at síggja út, sum um minni munur er á hesum báðum sløgunum av loyvum. Hetta ber eftir míni meting bara til at gera, av tí at tað snýr seg um eina fyribils loysn, til útgreingararbeiðið er liðugt.

Til 9. spurning
Eg havi sett eitt útgreiningararbeiði í gongd til at finna eina loysn á málinum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, soleiðis sum samgongan hevur sett sær fyri. Eg ætli at seta ein politiskan fylgibólk til hetta arbeiðið, sum skal verða liðugt um ársskiftið.

Tá ið útgreiningararbeiðið er liðugt, fer landsstýrið at taka støðu til, hvørja loysn vit velja viðvíkjandi málinum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og harvið verður støða eisini tikin til, um ætlanin er at yvirtaka útlendingaøkið, ella partar av tí. 

Eg leggi tinginum bræv mítt til Bertel Haarder, integrasjónsmálaráðharra, dagfest 24. august 2004, og svar hansara, dagfest 8. september 2004, við til kunningar. 

Málið avgreitt