100-2 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi setanini av stjóra á samanlagda Maskinmeistara- og Sjómansskúlanum 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 1. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvør var orsøkin til, at landsstýrismaðurin ikki fylgdi einmæltu innstillingini hjá setanarnevndini, tá ið stjóri skuldi setast við samanlagda skúlan (Maskinmeistaraskúlan/Føroya Sjómansskúla) ?
  2. Hvørjar eru sakligu grundgevingarnar, sum landsstýrismaðurin heldur viga somikið tungt, at tær kunna kollrenna einmæltu tilráðingini hjá setanarnevndini um at seta hin fyrst raðfesta, og harvið best skikkaða, umsøkjaran í starvið ?
  3. Hevur landsstýrismaðurin skúgvað allar sakligar grundir til viks í hesum málinum, og harvið m.a. gingin ímóti sínum næstu medarbeiðarum í ráðnum, sum sótu í setanarnevndini og vóru ein partur av einmæltu innstillingini, er landsstýrismaðurin so samdur í sjónarmiðinum um, at talan er um eina politiska, ella kanska heldur eina partapolitiska, starvsetan ?

Viðmerkingar:
Hesin spurningurin hevur verið reistur, sum munnligur fyrispurningur áður. Landsstýrismaðurin í mentamálum var ikki heima staddur tann dagin, svarast skuldi. Løgmaður tók sær av svarinum, sum ikki var annað enn ein slutur fyri ein slatur, harvið verður spurningurin, sum fráboðað, settur av nýggjum sum skrivligur fyrispurningur til landsstýrismannin í mentamálum.

Fyri kortum kom fram, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevði sett stjóra við hendan nýggja skúlan, sum er ein samanlegging av Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistaraskúlanum.

Sambært fjølmiðlunum hevði landsstýrismaðurin sett eina setanarnevnd, har ið tríggir av hægstu embætismonnunum í ráðnum og tveir lærarar frá teimum báðum skúlunum, sum nú eru samanlagdir, vóru settir at meta um umsøkjararnar. Upplýst varð, at nevndin var samd um innstillingina, sum latin varð landsstýrismanninum. Tveir mans vóru tiknir úr rúgvuni av umsøkjarum og varð annar raðfestur sum nr. 1 og mettur at vera best skikkaður til starvið, ímeðan ein annar varð raðfestur sum nr. 2 og mettur at vera næstbest skikkaður av umsøkjarunum.

Landsstýrismaðurin valdi ikki fylgja síni egnu setanarnevnd, tá ið hann setti mannin, sum setanarnevndin metti at vera næstbest skikkaðan, og sum varð raðfestur sum nr. 2. Tvs., at hann m.a. valdi ikki at fylgja sínum egna aðalstjóra, leiðaranum á miðnámsskúladeildini og løgfrøðinginum, ið hevur drúgvastu royndirnar í ráðnum, hesir vóru sambært Sjónvarpi Føroya limir í setanarnevndini. Tí er greitt, at kriteriini hjá landsstýrismannininum hava verið onnur enn tey hjá nevndini, tá ið hann valdi at leypa best skikkaða til starvið um, og setti nr. 2 í røðini ístaðin.

Tað hevur verið gitt um, hvørji argumentini hjá landsstýrismanninum hava verið, tá ið hann valdi ikki at fylgja einmæltu innstillingini hjá setanarnevndini. Landsstýrismaðurin er ikki enn komin fram við argumentum, sum hava sannført nakran um tað rætta í hansara avgerð, og tað, sum hongur eftir í málinum, er, at landsstýrismaðurin hevur framt eina politiska starvsetan. Landsstýrismaðurin hevur í svari sínum møguleikan fyri at taka hendan ivan burtur, men tá er neyðugt, at hann sigur tingmonnum, hvørjar kvalifikasjónirnar vóru, sum gjørdu landsstýrismannin betur skikkaðan enn setanarnevndina, sum hann sjálvur hevði sett til endamálið, at meta um umsøkjararnar. Fyri at fáa illgrunan burtur um partapolitiska starvsetan, er alneyðugt, at tingmenn fáa at vita, hvørjar grundgevingarnar hjá landsstýrismanninum vóru, ið vigaðu so tungt, at tær megnaðu at kollrenna tilráðingini hjá eini samdari setanarnevnd.

Partapolitiskar starvsetanir eru ein óskikkur, sum tey flestu hildu var ein farin tíð í Føroyum, tí er tað ógvuliga umráðandi, at hetta málið verður lýst soleiðis, at allir umsøkjarar til almenn størv í framtíðini kunna kenna seg tryggar, og verða mettir eftir veruligum kvalifikasjónum, og ikki eftir hvør ið politiski observansurin er, og hvør ið tilvildarliga situr í landsins stýri.

Á tingfundi 8. september 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 24. september 2004 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Ad. 1.
Í setanarpolitikkinum framgongur ikki, at setanarbólkur og setanarmyndugleiki skulu vera samdir, og tað er einki løgfrøðiligt, sum forðar setanarmyndugleikanum at seta annan persón í starv enn tann fyrst innstillaða. Sambært starvslýsingini var ynskiligt, at umsøkjarar m.a. høvdu viðkomandi útbúgving, leiðsluroyndir, góð leiðslu- og samstarvsevni, mennandi leiðslustíl, førleika at menna samstarv og vilja og evni at royna nýggjar leiðir. Hvussu nógv teir ymisku førleikarnir ella dygdirnar viga í endaligu avgerðini er ein metingarspurningur. Setanarnevndin vísti á tveir umsøkjarar, sum vóru betur egnaðir enn hinir. Landsstýrismaðurin tók annan av hesum og hevur í sambandi við avgerðina lagt størri dent á leiðsluførleika og leiðsluroyndir enn setanarnevndin, og er hetta orsøkin til, at innstillingin frá setanarnevndini ikki varð fylgd.

Ad 2.
Í svarinum til fyrsta spurningin er víst á, at leiðsluførleiki og leiðsluroyndir hava havt størstu ávirkan á avgerðina. Hetta eru førleikakrøv, sum eru ásett í lýsingini, og eru sakligar grundgevingar.

Ad. 3.
Eg havi í hinum báðum svørunum víst á, at talan er als ikki um eina politiska ella partapolitiska setan. Eg havi fult álit á teimum fólkum, sum sótu í setanarnevndini. Tey gjørdu eitt gott arbeiði í sambandi við innstillingina, men sum landsstýrismaður havi eg skyldu og rætt til at seta tann persónin, sum eftir míni sannføring er best egnaður. Eg havi við grundarlagi í innstillingini frá setanarnevndini tikið eina avgerð, sum er sakliga grundað.

Málið avgreitt.