100-1 Fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, viðvíkjandi rúsum á landleiðini 

Orðaskifti

Ár 2004, mikudagin 1. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu nógv loyvir eru givin til veiðu við glúpum ella rúsum?
  2. Er hetta tíðaravmarkað royndarloyvir?
  3. Eru avmarkingar í veiðiorkuni tvs. rúsutalinum?
  4. Eru ongar avmarkingar um, hvar reiðskapurin kann setast?
  5. Hvønn framtíðarpolitikk hevur landstýrismaðurin á hesum øki?

Viðmerkingar
Útróðrarmenn hava havt trupult við at fáa línu niður á vanligari línuleið, tí skip hevur hegnað stórt øki av við hundraðtals goggurúsum.

Tað kann ikki vera nakar ivi um, at vit eiga at fáa mest møguligt burtur úr tí tilfeingi, sum livur í havinum kring Føroyar, á burðardyggan hátt. Tó vita øll, sum kenna nakað til fiskivinnu, at tað kann vera trupult at royna við ymiskum fiskireiðskapi á sama øki. Ein ávís roynd hevur verið eystanfyri, har skip í nógv ár hevur dreggjað eftir skeljum. Hetta hevur borið til, tí talan bara hevur verið um tað eina skipið, ið hevur sýnt fyrilit, samstundis sum gott samskifti hevur verið millum partarnar, ið hava roynt á hesum leiðum.

Nú frættist um stóra ónøgd millum útróðrarmenn, tí skip, ið eru ræðisavmarkað, hava lagt um til at veiða við rúsum á landleiðini. Vandin fyri at missa reiðskap er stórur, um lína kemur niður, har stórt tal av rúsum stendur.

Tað kann ikki vera rætt, at útróðrarmenn skulu verða trokaðir burtur av vanligari fiskileið til frama fyri nýggjar veiðihættir.

Á tingfundi 8. september 2004 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 30. september 2004 svaraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Ad. 1: Fiskimálaráðið hevur seinastu árini fingið einstakar umsóknir um loyvi til vinnuligan fiskiskap eftir gággum. Í tí sambandi eru tríggjar tilsøgnir givnar um royndarloyvi. Av hesum er bert tann eina verkætlanin endað við royndarfiskiskapi í verki, sum síðani er skipaður í samráð við Fiskirannsóknarstovuna.

Ad. 2: Royndarfiskiskapurin er avmarkaður til at verða í 2004. Framhaldandi royndir verða treytaðar av, hvørji fyribilsúrslit kanningarnar í 2004 geva.

Ad. 3: Í royndarfiskiskapinum eru tað ikki ásettar avmarkingar fyri veiðiorku ella tali av rúsum, sum skipið kann hava. Upplýsingarnar frá royndunum verða skrásettar í serstakari dagbók eftir vegleiðing frá Fiskirannsóknarstovuni. Skipið hevur um leið 1500 rúsur; 800 rúsur verða drignar um dagin. 15 favnar eru millum rúsurnar.

Ad. 4: Ongar beinleiðis ásetingar eru um, hvar royndarfiskiskapurin kann fara fram, men hann er treytaður av, at hann ikki er øðrum fiskiskapi til ampa. Viðlagt er kort sum vísir, hvar royndirnar higartil hava verið.

Ad. 5: Alt livandi tilfeingi í føroyskum sjógvi eigur at verða gagnnýtt burðardygt. Royndarfiskiskapurin eftir gággum er loyvdur fyri at kanna, um fiskiskapur eftir gággu kann rekast lønandi og burðardygt. Enn eru royndirnar á byrjunarstøði og úrslitini ikki gjørd upp. Tað ber tí ikki til at gera ítøkiligar metingar av úrslitunum og framtíðarvánum fyri eini slíkari vinnu.

Málið avgreitt