56-6  Uppskot til  samtyktar um at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2002

A. 1. viðgerð
B. Orðaskifti við 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2004, 22. apríl, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna løgtingsgrannskoðararnar fram soljóðandi  

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna landsroknskapin fyri fíggjarárið 2002 við hesum viðmerkingum.

Vísandi til § 54, stk. 2 í tingskipanini vátta undirritaðu tingmenn við hesum, at teir viðmæla, at løgtingsmál nr. 56-6/2003: Landsroknskapurin fyri fíggjarárið 2002 verður lagt fram:

Olav Enomoto Sverre Midjord Henrik Old
Hergeir Nielsen Høgni Hoydal Karsten Hansen
Tórbjørn Jacobsen Annita á Fríðriksmørk Páll á Reynatúgvu
Finnur Helmsdal Heidi Petersen Kaj Leo Johannesen
Lisbeth L. Petersen Marjus Dam Johan Dahl
Alfred Olsen Andrias Petersen Kristian Magnussen

1. viðgerð 28. apríl 2004. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 14. mai 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt málið fram tann 22. apríl 2004, og eftir 1. viðgerð 28. apríl 2004 er tað beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 6. mai 2004.

Nevndin ásannar, at viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum í mongum førum eru afturvendandi ár undan ári. Hóast batar eru at finna, so metir nevndin, at Løgtingið í størri mun eigur at hava virknan lut í at fáa hetta í rættlag. Um so er, at tað almenna ikki umsitur skattaborgarans pening á rættan og fullgóðan hátt, so er einki grundarlag hjá tí almenna at krevja henda pening inn frá landsins borgarum. Nevndin metir tí, at Løgtingið eigur í størri mun at taka atlit til viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum, tá ið játtað verður.

Fíggjarnevndin hevur longu í sínum áliti til fíggjarlóg 2004 boðað frá, at um ikki batar tykjast at vera íkomnir viðvíkjandi stuðulsjáttan/stuðulslóggávu, so fer fíggjarnevndin at hava ilt við at viðmæla Løgtinginum játtanir av hesum slagi uttan so, at góð grund er fyri hesum. Í hesum sambandi skal verða víst á ummæli hjá trivnaðarnevndini til fíggjarnevndina viðvíkjandi fíggjarlógini 2003, har trivnaðarnevndin mælir til: "Nevndin skal vísa á, at manglandi reglur eru fyri stuðulsjáttan. Nevndin metir hetta sera óheppið og vil mæla til, at stuðul ikki verður útgoldin, fyrr enn landsstýrismenninir hava gjørt skrivligar reglur fyri hvørja játtan. Nevndin metir ikki, at bíðast kann eftir, at Fíggjarmálaráðið ger eina stuðulslóg."

Nevndin metir tað vera óheppið, um Løgtingið tekur undir við øktari játtan til øki, ið løgtingsgrannskoðararnir hava viðmerkingar til.

Nevndin metir, at Løgtingið eigur at hava ein meira virknan lut til at fáa betrað um tað, ið løgtingsgrannskoðararnir vísa á.

Annars metir nevndin, at tingið fær alt ov fáar upplýsingar um, hvat fæst burtur úr játtanini.

Atfinning hjá løgtingsgrannskoðarunum um, at eykajáttan ikki verður løgd fyri tingið, fyrr enn peningurin í veruleikanum er brúktur, tykist at vera afturvendandi. Fíggjarnevndin ætlar frameftir at hava eitt vakið eyga við, um slíkt kemur fyri aftur.

Nevndin hevur varhugan av, at landsstýrið ikki í nóg stóran mun gevur viðmerkingunum hjá landsgrannskoðaranum gætur. Nevndin metir, at landsstýrið átti at kunnað raðfest øðrvísi, soleiðis at tann trupulleikin, sum løgtingsgrannskoðararnir vísa á, verður loystur. Nevndin skal t.d. vísa á, at á almannaøkinum eru nógvir batar hendir seinnu árini, men langt er eftir á mál. Har kundi verið hjálpt til við, at løgfrøðingar í Innlendismálaráðnum kundu hjálpt Almanna- og heilsumálaráðnum við teimum neyðugu kunngerðunum og reglununm, tá ið tingið ikki er saman, og minni tá er at gera á Løgdeildini.

Við omanfyri standandi viðmerking skal fíggjarnevndin, hóast nevndin metir, at tað ikki altíð er samsvar millum viðmerkingarnar hjá løgtingsgrannskoðarunum og frágreiðing hjá landsgrannskoðaranum, mæla Løgtinginum til at samtykkja landskassaroknskapin fyri 2002.

2. viðgerð 18. mai 2004. Uppskot til samtyktar samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.