Rundskriv um lógarsmķš


wpe1.jpg (2681 bytes)  Lųgmansskrivstovan Lųgdeildin

 

Rundskriv


Mannagongd um lógaruppskot o.a., sum verša at leggja fyri lųgtingiš

Ikki galdandi fyri fķggjarlógaruppskot, fyrispurningar og frįgreišingar, iš verša at leggja fyri tingiš

 

  1. Įšrenn fariš veršur undir at evna eitt lógaruppskot, skal landsstżrismašurin tryggja sęr, at hųvušsmįliš viš uppskotinum samsvarar viš politikk landsstżrisins į ųkinum.
  2. Lógaruppskot veršur skrivaš, ręttlisiš og sett upp av viškomandi ašalstżri. Stżriš hevur įbyrgdina av, at uppskotiš er ķ lagi mįlsliga, innihaldsliga, lųgfrųšiliga og lógartųkniliga sambęrt § 37 ķ Tingskipan Fųroya Lųgtings.
  3. Uppskotiš veršur latiš Lųgmansskrivstovuni sum vanligt skjal og sum teldupostur (pam@fl.fo). Saman viš uppskotinum skulu latast ųll viškomandi skjųl til dųmis galdandi lóggįva, onnur lóggįva, sum er nżtt sum fyrimynd, įlit og hoyringarsvar.
  4. Lųgmansskrivstovan/lųgdeildin višger uppskotiš ķ samrįš viš avvaršandi ašalstżri, og veršur taš ręttaš samsvarandi hesum.
  5. Lųgmanni veršur latiš uppskotiš viš įtekning um, at lųgdeildin hevur višgjųrt uppskotiš. Lųgmašur ger av, um mįliš er bśgvi til politiska višgerš. Um so er, veršur eitt eintak av uppskotinum sent tinglimum samgongunnar. Lųgmansskrivstovan bošar viškomandi ašalstżri frį, at uppskotiš er latiš lųgmanni til politiska višgerš.
  6. Um lųgmašur ikki metir uppskotiš vera bśgviš til politiska višgerš, bošar hann viškomandi landsstżrismanni frį hesum.
  7. Politiska višgeršin fer fram į politiskum landsstżrisfundum, sum er hvųnn mįnadag kl. 10.00.
  8. Tį politiska višgeršin er lišug, bošar lųgmašur frį, at uppskotiš er greitt til at verša lagt fyri formligan landsstżrisfund. Skulu broytingar gerast ķ uppskotinum, veršur frumritiš sent viškomandi ašalstżri aftur, sum ger neyšugu tillagingarnar og letur taš aftur til višgeršarstig punkt 2.
  9. Lųgmansskrivstovan/ritarin bošar frį og sendir śt dagsskrį til formligan landsstżrisfund. Hetta veršur at gera ķ seinasta lagi kl. 14.00 dagin fyri fundin.
  10. Lųgmansstjórin, lųgmansritarin ella annar ķ teirra staš skrivar geršabók fyri formligu landsstżrisfundirnar. Geršabókin veršur send ašalstżrunum, sum eina stašfesting av, at Lųgmansskrivstovan sendir lųgtinginum lógaruppskotiš.
  11. Lųgmansskrivstovan setir lųgtingsnummar į, skipar fyri, at uppskotiš veršur undirskrivaš, og letur lųgtinginum uppskotiš ķ 50 eintųkum og į diskli.

 

Tķšarfreistir

Lųgdeildin skal ķ minsta lagi hava 5 yrkadagar til višgeršina, og vanliga tekur politiska višgeršin 14 dagar. Ųll višgeršartķšin er sostatt einar 3 vikur. Ķ serligum fųrum, til dųmis tį nógv lógaruppskot eru į skrįnni samstundis, veršur at byrgja uppfyri, at višgeršin į lųgdeildini tekur longri tķš enn nevndu 5 yrkadagarnar.

 

Tórshavn hin 24. januar 2000

Anfinn Kallsberg
lųgmašur

/ Marjun Hanusardóttir
lųgmansstjóri

Rundskriv um Lógarsmķš nr. 2
_____________________________________________________________________________

 

Krųv til višmerkingar til lųgtingslógaruppskot o.a. sum skal leggjast fyri lųgtingiš.
Ikki galdandi fyri fķggjarlógaruppskot, fyrispurningar og frįgreišingar, sum skulu leggjast fyri lųgtingš.


Rundskriviš fevnir um krųv til innihaldiš ķ višmerkingum til lųgtingslógaruppskot, iš landsstżriš (lųgmašur ella landsstżrismenn) ętlar at leggja fyri lųgtingiš.

Višmerkingar til lųgtingslógaruppskot skulu verša skipašar soleišis:

Kap. 1: Almennar višmerkingar. Kap. 2: Avleišingarnar av uppskotinum. Kap. 3: Serligar višmerkingar.

Kap. 1. Almennar višmerkingar

  1. Almennu višmerkingarnar skulu vera oršašar į ein sovoršnan hįtt, at fólk, uttan serligt fakligt innlit, viš at lesa višmerkingarnar, skulu vera fųr fyri at skilja lųgtingslógaruppskotiš og avleišingarnar av tķ.
  2. Almennu višmerkingarnar skulu tķ vera lęttar og greišar at lesa. Verša fakorš brśkt, skal tżdningurin av hesum greinast.

  3. Ķ almennu višmerkingunum veršur fyrst greitt frį orsųkini til, at lųgtingslógaruppskotiš er gjųrt.
  4. Harnęst veršur nįgreiniliga greitt frį endamįlinum viš uppskotinum.
  5. Greitt veršur frį galdandi lóggįvu og upplżst veršur um atfinningar eru gjųrdar ella kunnu gerast ķmóti galdandi lóggįvu.
  6. Gjųrdur veršur ein stuttur samandrįttur av nżskipanini viš uppskotinum.
  7. Upplżst veršur hvųrjir almennir stovnar ella onnur hava havt uppskotiš til ummęlis og hvųrjar višmerkingar teirra hava veriš.
  8. Er hoyringssvariš sera rśgvismikiš, kann taš leggjast viš sum skjal til lųgtingslógaruppskotiš.

 

Kap. 2. Avleišingarnar av uppskotinum

  1. Upplżst veršur um fķggjarligu avleišingarnar fyri land og kommunur ķ tķ fķggjarįri, tį iš lógin kemur ķ gildi, og komandi įr.
  2. Upplżst veršur hvussu ętlanin er at fķggja śtreišslurnar av lógini; į komandi fķggjarlóg, eykajįttanarlóg, ella į annan hįtt.
    Er lógaruppskotiš partur av broytingum av einum samlašum lógarverki, veršur upplżst um samlašu fķggjarligu avleišingarnar av hesum.
    Hevur uppskotiš ongar fķggjarligar avleišingar, veršur hetta eisini tilskilaš.

  3. Upplżst veršur um mettar umsitingarligar avleišingar fyri land og kommunur.
  4. Upplżst veršur serliga, um neyšugt veršur at seta į stovn ella vķška umsitingarligar eindir, og ķ so fall um metta kostnašin av hesum.
    Hevur uppskotiš ongar umsitingarligar avleišingar fyri land og kommunur, veršur hetta eisini tilskilaš.

  5. Upplżst veršur um fķggjarligu avleišingarnar, lųgtingslógaruppskotiš fęr fyri vinnuna.
  6. Ķ hesum sambandi veršur eisini upplżst um hvųrjar umsitingarligar avleišingar, lógaruppskotiš fęr fyri vinnuna.
    Hevur uppskotiš ongar fķggjarligar ella umsitingarligar avleišingar fyri vinnuna, veršur hetta eisini tilskilaš.

  7. Upplżst veršur um lógaruppskotiš fęr avleišingar fyri umhvųrviš.
  8. Eru umhvųrvismetingar gjųrdar, sum kunnu setast ķ samband viš lųgtingslógaruppskotiš, eiga tęr at verša endurgivnar ella at verša lagdar viš sum skjal.
    Hevur lógaruppskotiš ongar avleišingar fyri umhvųrviš, veršur hetta eisini tilskilaš.

  9. Upplżst veršur um lógaruppskotiš fęr serligar fķggjarligar, umsitingarligar, ella umhvųrvisligar avleišingar fyri serstųk ųki ķ landinum. Grundgiviš veršur fyri hvķ avgjųrt er at skipa ųkiš umsitingarliga į einum įvķsum staš.
  10. Hevur uppskotiš ikki serligar fķggjarligar, umsitingarligar, ella umhvųrvisligar avleišingar fyri serstųk ųki ķ landinum, veršur hetta eisini tilskilaš.

  11. Upplżst veršur um lógaruppskotiš fęr sosialar avleišingar fyri įvķsar samfelagsbólkar ella felagsskapir.
  12. Hevur uppskotiš ikki sosialar avleišingar fyri įvķsar samfelagsbólkar ella felagsskapir, veršur hetta eisini tilskilaš.

  13. Upplżst veršur harumframt um uppskotiš orsakaš av, at taš eru millumtjóša sįttmįlar į ųkinum, iš lųgtingslógaruppskotiš fevnir um, sum heimastżriš hevur skyldu at fylgja, fęr fķggjarligar, umsitingarligar ella umhvųrvisligar avleišingar fyri landsmyndugleikar, kommunumyndugleikar, įvķs ųki ķ landinum, įvķsar samfelagbólkar ella vinnuna.
  14. Um tķlķkir sįttmįlar ikki eru, ella um uppskotiš, hóast tķlķkir sįttmįlar eru, ikki fęr fķggjarligar, umsitingarligar ella umhvųrvisligar avleišingar, veršur hetta eisini tilskilaš.

  15. Um mett veršur, at lųgtingslógaruppskotiš fer at įleggja fólki skyldur t.d. upplżsingarskyldu, skrįsetingarskyldu ella t.d. krųv um loyvi, eigur at verša greitt frį teimum umsitingarligu avleišingunum av hesum.
  16. Um so er, at lųgtingslógaruppskotiš leggur heimildir til annan enn landsstżrismann, og višvķkjandi kommunum, ašrar heimildir enn tęr, iš kommunurnar hava sambęrt kommunustżrislógini, veršur ķ višmerkingunum grundgiviš fyri teimum fyrilitum, iš liggja til grund fyri hesum.
  17. Somuleišis veršur ķ višmerkingunum greitt frį hvųrjar heimildir, landsstżrismašurin hevur ķ mun til hann, sum hevur fingiš heimildir sambęrt lųgtingslógaruppskotinum.

  18. Um so er, at lųgtingslógaruppskotiš gevur almennum myndugleikum atgongd til privata ogn, veršur grundgiviš fyri hvķ hetta er neyšugt. Eisini veršur nįgreiniliga greitt frį vavinum av heimildini.
  19. Aftan į frįgreišingina um avleišingarnar av lųgtingslógaruppskotinum verša avleišingarnar, oršašar sum ja ella nei, settar upp ķ skema, sum nišanfyri tilskilaš.

Skemaiš veršur sett inn aftan į vanligu višmerkingarnar ķ lųgtingslógaruppskotinum.

 

 

 

Fyri landiš/lands
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri plįss/ųki ķ landinum Fyri įvķsar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fķggjarligar/ bśskaparligar avleišingar          
Umsitingarligar avleišingar          
Umhvųrvisligar avleišingar          
Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur          
Sosialar avleišingar    

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar višmerkingar

  1. Ķ serligu višmerkingunum skal verša greitt frį innihaldinum ķ hvųrjari einstakari grein ķ uppskotinum. Eisini skal verša greitt frį ętlanini viš greinini, og hvussu hon skal skiljast.
  2. Lógarteksturin eigur ikki at verša endurgivin.

  3. Višmerkingarnar til hvųrja einstaka grein innihalda hesar upplżsingar:

- um broytingarnar, sum lųgtingslógaruppskotiš fer at hava viš sęr
- um grundgevingina fyri broytingunum, og
- hvųrjar avleišingar broytingarnar fįa.

Er hóast hetta, eingin višmerking til einstakar greinar ķ uppskotinum, veršur hetta tilskilaš.

 

Tórshavn, 29. februar 2000

Hųgni Hoydal
landsstżrismašur

/Rśni Joensen, deildarstjóri