Uppskot til nýggja tingskipan

A. Uppskot til tingskipan Føroya Løgtings

Heimilað í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya § 16 hevur løgtingið á løgtingsfundi hin 01.06.1995 ásett:

Kap. I. Skipan tingsins

At góðkenna løgtingsvalið

§ 1. Á fyrsta løgtingsfundi eftir val, koma saman í tinghúsinum tær konur og teir menn, sum hava fingið valbræv frá valnevndunum ella løgmanni.

Stk. 2. Tey kunnu bara umrøða og atkvøða í spurninginum um valgildi.

§ 2. Elsti maður ella elsta kona á tingi á aldri, ellisformaðurin, tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður og heitir á 3 vald norðanfjørðs- og 3 vald sunnanfjørðs at kanna valbrøvini.

§ 3. Tey, vald eru norðanfjørðs kanna valbrøvini hjá teimum, sum vald eru í Suðurstreymoy, Sandoy og Suðuroy. Tey, vald eru sunnanfjørðs, kanna valbrøvini hjá teimum, sum vald eru í Norðuroyggjum, Eysturoy, Norðurstreymoy og Vágum.

Stk. 2. Í felag kanna tey síðan:

  1. Útskriftirnar úr gerðabókum valnevndarinnar,

  2. klagur um valið,

  3. hvussu løgmaður hevur roknað valið,

  4. at tey valdu eru myndug, hava danskan heimarætt og eru heimahoyrandi í Føroyum sbr. stýrisskipanarlógini § 3,

  5. um nakar valdur ikki lýkur treytirnar í stýrisskipanarlógini § 4 stk. 1, tí at hann er revsaður fyri gerð, sum nevnd er í stk. 2 og 3 í somu grein,

  6. niðurstøðu løgmans til valúrslitið.

§ 4. Framsøgumenninir - ein fyri tey, sum vald eru norðanfjørðs og ein fyri tey sum vald eru sunnanfjørðs - leggja síðan munnliga fram tilmæli um, hvør niðurstøðan skal verða hvussu valúrslitið endaliga skal verða uppgjørt.

§ 5. Tey valdu taka tá á sama tingfundi, um neyðugt eftir umrøðu, støðu til, at góðkenna valbrøvini og at góðkenna valúrslitið sbr. § 7 í stýrisskipanarlógini.

§ 6. Tey valdu, og val teirra við atkvøðugreiðsluni er góðkent, eru nú formliga løgtingsmenn og hava allar tær heimildir og øll rættindi, sum stýrisskipanarlógin veitir løgtingsmonnum.

§ 7. Fyribilsformaðurin krevur nú av hvørjum løgtingsmanni, at hann við trú og heiður skrivar undir váttan, hvørji álitisstørv, sum nevnd eru í stýrisskipanarlógini § 8, hann hevur, og at hann játtar, at hann leggur nú hesi álitisstørv frá sær.

§ 8. Fyribilsformaðurin lýsir síðani løgtingið at vera sett.

Val av løgtingsformanni og næstformonnum

§ 9. Løgtingið velur løgtingsformann og tríggjar næstformenn.

Stk. 2. Løgtingsmenn hava skyldu at taka við vali sum formaður ella 1., 2. ella 3. næstformaður, uttan so er, at tingið samtykkir at víkja frá hesi reglu.

§ 10. Á sama fundi, løgtingið er sett, biður fyribilsformaðurin tingmenn um uppskot til løgtingsformann.

Stk. 2. Uttan at hava umrøðu og nevndarviðgerð verður síðan atkvøðugreiðsla sbr. reglunum í § 86 stk. 3 á sama fundi, um at velja løgtingsformann.

§ 11. Flokkarnir, sum umboðaðir eru á løgtingi, uttan flokkurin, løgtingsformaðurin er úr, tilnevna eftir stødd tingmann til 1., 2. og 3. næstformann. Stendur á jøvnum ræður lutakast.

§ 12. Boða fýra fimtingar av tinginum løgtingsformanninum skrivliga frá, at teir krevja nýggjan formansskap valdan eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 9 stk. 3, fer løgtingsformaðurin úr formanssessinum alt fyri eitt.

§ 13. Ellisformaðurin á tingi, sbr. § 2, tekur tá formanssæti bara við tí starvi at skipa fyri at velja nýggjan formansskap eftir reglunum í § 10 og § 11.

§ 14. Um so er, at løgtingsformaðurin ella ein av næstformonnunum sjálvboðin leggur frá sær ella doyr í valskeiðnum, verður nýval til henda sess eftir reglunum í § 10 ella § 11, kemur løgtingsformaðurin nú úr øðrum flokki enn tann fráfarni, verða næstformanssessirnir umskipaðir, so teir samsvara § 11.

Formansskapur løgtingsins

§ 15. Formansskapur løgtingsins er hitt hægra fyriskipaða stýrið í løgtinginum og umboðar tingið úteftir. Formansskapurin skal tryggja, at løgtingsumsitingin virkar væl og tíðarhóskandi í allar mátar.

Stk. 2. Umframt viðger formansskapurin ítøkilig mál, sum skulu leggjast fram fyri formansskapin sbr. tingskipanini, mál av grundregluligum týdningi og/ella stórum týdningi og málum, sum annars skulu vera viðgjørd eitt nú:

1) Hægri fyriskipaðum spurningum løgtingsarbeiðinum viðvíkjandi,

2) lønarviðurskiftum løgtingsmanna sbr. stýrisskipanarlógini § 25,

3) spurningum, um tingmaður í valskeiðnum hevur mist valbæri sítt og tí má siga tingsessin frá sær sbr. stýrisskipanarlógini § 6 stk. 4,

4) spurningum um at taka óárinið frá løgtingsmanni sbr. stýrisskipanarlógini § 24.

Stk. 3. Formansskapurin ger av, um løgtingsmaður, sum hevur fingið átalu, skal ikki sleppa at vera á løgtingsfundum upp í 14 løgtingsfundardagar sbr. § 78. Formansskapurin setur løgtingsskrivstovustjóran sbr. § 21. Formansskapurin tekur støðu til mál, sum skulu verða burturvíst eftir reglunum í § 65 stk. 1.

§ 16. Løgtingsformaðurin og næstformenninir mynda formansskap løgtingsins. Fyri limirnar í formansskapinum eru eingir varalimir.

Stk. 2. Løgtingsformaðurin miðar eftir, at avgerðir í formansskapinum verða tiknar einmæltar, men ber hetta ikki til, verður atkvøtt. Stendur á jøvnum, ger formansins atkvøða munin.

Stk. 3. Reglurnar í § 32 stk. 1-3 og § 33 galda á sama hátt fyri formansskapin.

§ 17. Løgtingsformaðurin hevur vegna formansskapin yvireftirlitið við, at ongar útreiðslur verða hildnar av løgtinginum sum stovni, ið ikki hava heimild í galdandi fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg.

Løgtingsformaður

§ 18. Formaðurin ansar eftir, at arbeiði løgtingsins verður væl fyriskipað og úr hondum greitt.

Stk. 2. Formaðurin stýrir umrøðum løgtingsins og ansar eftir at alt er í góðum skili, og at viðgerðin er virðilig. Løgtingsmaður skal geva seg undir avgerð formansins.

Stk. 3. Løgtingsformaðurin er ikki við í orðaskiftum løgtingsins. Hevur løgtingsformaðurin, meðan ávíst mál var til viðgerðar ikki sitið í formanssætinum, men hevur latið einum næstformanni embætið, kann hann tó vera uppi í orðaskiftinum.

§ 19. Í forføllum formansins gongur næstformaður fult í hansara stað.

§ 20. Løgtingsformaðurin varðveitir heimildir sínar eftir løgtingsval, til nývalt løgting kemur saman eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 9.

Skrivstovustjóri løgtingsins

§ 21. Formansskapur løgtingsins, sbr. § 16, setur í starv og loysir úr starvi løgtingsskrivstovustjóran.

§ 22. Løgtingsskrivstovustjórin kann ikki vera løgtingsmaður. Skrivstovustjórin kann ikki hava størv og álitisstørv í almennari tænastu ella borgaraligari vinnu uttan samtykki formansskapsins.

§ 23. Løgtingsskrivstovustjórin, ella starvsfólk hansara, sum hann tilnevnir til tað, hevur um hendi hesi størv:

1) Undir ábyrgd formansins skrivar hann gerðabók løgtingsins sbr. § 82,

2) hann er ráðgevi løgtingsformansins í øllum løgfrøðiligum og øðrum spurningum,

3) hann er dagligur fyristøðumaður á løgtingsskrivstovuni og setur í starv og loysir úr starvi starvsfólkini á løgtingsskrivstovuni,

4) hann er skrivari hjá føroysku sendinevndunum við løgtingsmonnunum í Norðurlandaráðnum og Tingmannaráði Útnorðurs,

5) hann er skrivari og løgfrøðiligur ráðgevi hjá løgtingsnevndum,

6) hann ansar eftir, at øll tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt,

7) hann ávísir á Føroya Gjaldstovu til gjaldingar allar útreiðslur løgtingsins, gevur lønargjaldsboð og steðgar lønargjaldsboðum til løgtingsmenn og starvsfólk á løgtingsskrivstovuni,

8) hann ansar eftir, at eingin útreiðsla verður hildin av skrivstovu løgtingsins, sum ikki hevur heimild í galdandi fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg.

Stk. 2. Samstarv løgtingsformansins og løgtingsmanna við fyrisiting løgtingsins gongur um skrivstovustjóra løgtingsins.

Kap. II. Løgtingsnevndir

§ 24. Tá ið løgtingsformaður er valdur, setur hann á dagsskrá til næsta løgtingsfund tey nevndarval, sum umrødd eru í § 25 og § 26. Nevndarvalið fer fram undir einum eftir lutfalsvalháttinum sbr. løgtingsvalháttinum.

Stk. 2. Um so er, at løgmanstilnevning skal verða eftir løgtingsvalið, verður nevndarval tó ikki sett á skránna fyrr enn fyrsta løgtingsfund eftir fundin, løgmaður varð tilnevndur, uttan so er, at serliga umstøður gera tað neyðugt, at ávísar nevndir verða valdar fyri henda fund.

§ 25. Á hesum fundi verða fyrst tær í stýrisskipanarlógini ásettu løgtingsnevndir valdar, tær eru:

1) Fíggjarnevndin, sum heimild hevur at veita eykajáttanir eftir uppskoti frá landsstýrinum sbr. stýrisskipanarlógini § 44 stk. 2. Í henni eru 7 limir.

2) Uttanlandsnevndin, sum landsstýrið sbr. stýrisskipanarlógini § 54 ráðførir seg við, áðrenn avgerðir, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning, verða tiknar. Í henni eru 7 limir.

3) Landsstýrismálanevndin, sum sett verður sbr. stýrisskipanarlógina § 38 at hava eftirlit við, at landsstýrið heldur seg innan fyri teir karmar, lóggávan setur. Í henni eru 3 limir.

Stk. 2. Umframt tí starvi, sum álagt er fíggjarnevndini at røkja eftir stýrisskipanarlógini, gevur hon løgtinginum tilmæli í fíggjar-, búskapar-, skatta- og avgjaldsmálum

Stk 3. Á sama hátt sær uttanlandsnevndin eisini til at veita løgtinginum tilmæli í øllum uttanríkis-, marknaðar- og verjumálum. (Eisini viðurskifti við Danmørk).

Stk. 4. Formaðurin í flokkinum á tingi tilnevnir varamann fyri nevndarlim, berst honum frá at møta í teimum nevndum, umrøddar eru í hesi grein.

§ 26. Harafturat verða valdar hesar løgtingsnevndir:

1) Vinnunevndin við 7 limum, veitir løgtinginum tilmæli í hesum málum: Fiskivinnumálum, sjóvinnumálum, fiskiídnaðar- og øðrum ídnaðarmálum, alivinnumálum, landbúnaðarmálum, orku- og oljuvinnumálum og handilsmálum eisini partafeløg, skrásetingar o.ø.m.

2) Trivnaðarnevndin við 7 limum, veitir løgtinginum tilmæli í hesum málum: Almannamálum, heilsumálum, arbeiðsmarknaðarmálum, íbúðarmálum og umhvørvismálum.

3) Mentanarnevndin við 7 limum, veitir løgtinginum tilmæli í hesum málum: Útbúgvingarmálum, mentamálum, kirkjumálum, samskiftis- og samferðslumálum.

4) Rættarnevndin við 7 limum, veitir løgtinginum tilmæli í hesum málum: Rættarmálum og kommunumálum.

Stk 2. § 25 stk. 4 geldur á sama hátt tær nevndir, sum umrøddar eru í hesi grein.

§ 27. Løgtingið kann seta aðrar løgtingsnevndir enn tær, sum nevndar eru í § 25 og § 26 at geva løgtinginum tilmæli í ávísum málum. Hesar nevndir sita bara, til nevndin hevur avgreitt setning sín og í ongum føri longur enn, til tingsetan endar.

Stk. 2. Nevndir, sum settar verða sbr. stýrisskipanarlógini § 19, sita, til tær hava avgreitt setning sín tó ikki longur enn til, at løgtingsval hevur verið.

Stk. 3. § 25 stk. 4 geldur á sama hátt tær nevndir, umrøddar eru í hesi grein.

§ 28. Løgtingsnevndirnar umrøddar í § 25 og § 26, sita alt valskeið løgtingsins, uttan so er, at løgtingssamtykt ger av at velja nevndirnar av nýggjum.

§ 29. Løgtingsformaðurin kann ikki verða valdur sum nevndarlimur í løgtingsnevnd.

Stk. 2. Løgtingsmenninir hava skyldu at taka við vali. Tó kunnu næstformenn løgtingsins bera seg undan.

§ 30. Innan 3 løgtingsfundardagar, eftir at løgtingsnevnd er vald, boðar fyrst valdi nevndarlimur nevndini til fundar.

Stk. 2. Á hesum fundi velur nevndin sínámillum formann og næstformann eftir lutfalsvalháttinum sbr. løgtingsvallógini.

Stk. 3. Nevndin kann í valskeiðnum gera av at velja nýggjan formansskap í nevndini.

§ 31. Nevndarformaðurin stýrir nevndarfundunum.

Stk. 2. Hevur formaðurin forfall tekur næstformaðurin við størvum formansins, eisini í teim førum, tá ið varamaður tekur sæti fyri formannin.

Stk. 3. Um so er, at skrivstovustjóri løgtingsins, ella tann, hann tilnevnir, hevur forfall, skrivar næstformaður nevndarinnar gerðabók og skrivar uppskot til álit.

§ 32. Nevndarformaðurin í løgtingsnevnd boðar í brævi, í telefonini ella sjálvur nevndarlimunum til nevndarfundar við í minsta lagi 24 tíma frest, samstundis sum hann sigur frá dagsskránni fyri fundin. Uppslag um fundin verður samstundis hongt upp í tinghúsinum.

Stk. 2. Eru allir nevndarlimirnir samdir um hetta, ber til at víkja frá tíðarfrestini ella áseta aðra fundarskrá.

Stk. 3. Ikki ber til at halda løgtingsnevndarfund, er ikki meira enn helmingurin av limunum møttur.

Stk. 4. Løgtingsmaður, sum ikki er nevndarlimur í ávísari nevnd, hevur heimild at møta á fundi í nevndini sum eygleiðari. Honum er ikki loyvt at taka orðið á fundinum, at fáa skrivað sjónarmið í gerðabókina ella í álitið. Hann skal annars geva seg undir somu reglur sum galdandi eru fyri nevndarlimirnar.

§ 33. Skrivað verður gerðabók um virksemi hjá hvørji einstakari løgtingsnevnd eftir reglunum í § 82 til javndømis, har umframt tað, sum fyriferst á fundi, eisini verður endurgivið, hvørji sjónarmið nevndarlimirnir bera fram á nevndarfundi.

§ 34. Løgtingsnevndirnar kunnu bara taka til viðgerðar tey mál, sum sbr. avgerð løgtingsformansins eftir § 47 og § 50 eru beind nevndini til viðgerðar.

Stk. 2. Fíggjarnevndin fær tó uttan formansins ávísing viðgjørt umsóknir frá landsstýrinum um eykajáttanir sbr. stýrisskipanarlógini § 44 stk. 2.

Stk. 3. Uttanlandsnevndin fær somuleiðis uttan formansins ávísing viðgjørt mál sbr. stýrisskipanarlógini § 54.

Stk. 4. Landsstýrismálanevndini er heimilað at taka egin evni til viðgerðar og hevur í hesum sambandi heimild at boðsenda løgmanni ella landsstýrismanni á fund at greiða frá ávísum máli.

§ 35. Tað áliggur nevndarformanninum at gera nevndararbeiðið skjótast gjørligt. Løgtingsformaðurin kann altíð krevja skrivliga ella munnliga frágreiðing frá nevndarformanninum um, hvussu gongst við arbeiði nevndarinnar.

Stk. 2. Nevnd, sum mál er beint í, skal lata løgtinginum álit í seinasta lagi 1 mánað eftir, at hon fekk málið beint frá formanninum. Álit um uppskot landsstýrisins til løgtingsfíggjarlóg skal tó verða latið løgtinginum í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at uppskotið var beint í fíggjarnevndina. Løgtingsformaðurin kann leingja frestina eftir áheitan frá nevndarformanni.

Stk. 3. Um so er, at álit ikki er framlagt innan frestina, nevnd í stk. 2, er tingmanni heimilað skrivliga at krevja, at formaðurin setur spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.

§ 36. Nevndarformaðurin kann við samtykki løgtingsskrivsstovustjórans gera av at søkja nevndini lønta serkøna hjálp.

§ 37. Tá ið nevndarformaðurin heldur, at sjónarmið nevndarlimanna eru lýst til fulnar, og allar upplýsingar fingnar til vega, spyr hann nevndarlimirnar, um nakað er at leggja afturat tí, sum longu er ført fram. Um ikki, so endar nevndarformaðurin málsviðgerðina í ávísa málinum.

§ 38. Eftir gerðabók nevndarinnar ger skrivstovustjórin, ella tann, hann tilnevnir til hetta, uppskot til nevndarálit, sum fatar um bæði meiriluta- og minnilutatilmæli, sum verður latið nevndarformanninum.

§ 39. Nevndarformaðurin leggur fyri nevndina uppskot til álit.

Stk. 2. Nevndarformaðurin ansar serliga eftir,

1) at í álitinum verða bara sett fram uppskot, sum eru broytingaruppskot til málið, sum er til viðgerðar. Teir nevndarlimirnir, sum ikki mæla til slík uppskot, verða vístir til at leggja fram sjálvstøðugt upprunauppskot hesum viðvíkjandi.

2) at tað í álitinum eru bara viðmerkingar til uppskotið, sum er til viðgerðar.

Stk. 3. Á hesum nevndarfundi kunnu ikki nýggj sjónarmið ella uppskot verða kravd sett í álitið, hava tey ikki fyrr verið frammi, tá ið álitið var til viðgerðar, og eru samsvarandi gerðabók nevndarinnar.

§ 40. Nevndin umrøður síðan uppskotið til álit og ger møguliga broytingar, og allir nevndarlimir skriva síðan undir nevndarálitið.

§ 41. Álitið verður síðani handað løgtingsformanninum. Løgtingsformaðurin letur løgtingsmonnunum eintak av álitinum á næsta løgtingsfundi.

Kap. III. Tingmál

Løgtingslógaruppskot

§ 42. Sbr. stýrisskipanarlógini § 15 er bara løgmanni, landsstýrismanni ella løgtingsmanni heimilað at leggja fram løgtingslógaruppskot.

§ 43. Løgtingslógaruppskot skulu sbr. stýrisskipanarlógini § 15 stk. 2 hava 3 viðgerðir á tingi.

§ 44. Løgtingslógaruppskot skulu hava lógarsnið og skulu hava eitt heiti, sum sigur stutt, hvat í uppskotinum stendur.

Stk. 2. Í stórum løgtingslógaruppskotum skal uppskotið verða býtt í hóskandi kapittul við yvirskrift, sum sigur frá tí í kapitlinum stendur. Í løgtingslógaruppskotum skulu ikki vera ov langir setningar, og skulu løgtingslógaruppskotini vera býtt í hóskandi greinir og stk.

Stk. 3. Í viðmerkingum til løgtingslógaruppskot skal miðast eftir at greiða frá:

1) Tí søguliga í málinum,

2) galdandi lóggávuni,

3) hvussu hevur verið og kann vera funnist at lóggávuni, ið geldur,

4) lóggávuni í londunum uttan um okkum,

5) almennum viðmerkingum til uppskotið, íroknað

a) ein stuttan samandrátt av nýskapanunum við uppskotinum,

b) hvør fíggjarligur kostnaður stendst av uppskotinum,

c) hvørjar arbeiðsbyrðar uppskotið væntandi leggur á fyrisitingina, og

d) hvørjir almennir stovnar ella aðrir hava havt uppskotið til ummælis, og hvørjar viðmerkingar teirra hava verið,

6) innihaldinum í hvørji einstakari grein í uppskotinum, har greitt verður frá ætlanini við greinini og útgreinað, hvussu greinin skal skiljast.

§ 45. Uppskot til løgtingslóg skal verða lagt fram á løgtingsfundi samstundis, sum eintak verður latið øllum løgtingsmonnum. Uppskot kann ikki verða lagt fram, var ikki endaliga orðað eintak løgtingsformanninum í hendi í seinasta lagi 72 yrkadagatímar fyri framløgufundin.

Stk. 2. Á framløgufundinum lesur uppskotsstillarin upp uppskotið og viðmerkingar til uppskotið. Er tingskipanarásetta talutíðin ikki nóg rúm til at lesa upp alt uppskotið við viðmerkingum, skal uppskotsstillarin ístaðin geva tingmonnum ein samandrátt av uppskotinum við viðmerkingum.

Stk. 3. Á framløgufundinum verður málið ikki umrøtt, og málið kann á hesum fundi ikki verða beint í nevnd.

§ 46. 1. viðgerð kann ikki vera, fyrrenn 48 yrkadagatímar eftir framløgu. Tá ið uppskotið er til 1. viðgerð, verður tað umrøtt í síni heild. Broytingaruppskot kann verða fráboðað og stutt umrøtt.

Stk. 2. Løgtingsformaðurin kann gera av, at tvey ella fleiri løgtingslógaruppskot eru til 1. viðgerð ísenn.

§ 47. Løgtingsformaðurin ger av, um mál skal verða beint í nevnd við 1. viðgerð.

Stk. 2. Mæla 6 tingmenn til tess, hevur løgtingsformaðurin skyldu at beina mál í nevnd.

Stk. 3. Løgtingsformaðurin ger av hvørja nevnd, mál skal verða beint í.

§ 48. 2. viðgerð kann ikki vera, fyrr enn 72 yrkadagatímar eftir at 1. viðgerð endaði, og ikki fyrr enn 48 yrkadagatímar eftir, at nevndarálit møguliga er lagt fram.

Stk. 2. Tá ið uppskot er til 2. viðgerð, verður tað umrøtt í síni heild, einstakar greinir, broytingaruppskot og nevndarálit. § 46 stk. 2 geldur á sama hátt í hesum førum.

Stk. 3. Tingmaður kann seta broytingaruppskot skrivliga fram, men skal tað verða gjørt, áðrenn orðaskiftið við 2. viðgerð er byrjað. Nevndin, meriluti ella minniluti í henni kann eisini seta broytingaruppskot skrivliga fram, eftir at 2. viðgerð er byrjað, men áðrenn orðaskiftið er endað.

Stk. 4. Eftir umrøðuna við 2. viðgerð verður atkvøtt um broytingaruppskot og upprunauppskot eftir reglunum í § 83. At enda verður atkvøtt, um uppskotið soleiðis samtykt skal fara til 3. viðgerð.

§ 49. 3. viðgerð kann ikki vera, fyrr enn 72 yrkadagatímar eftir at 2. viðgerð endaði, ella eftir at álit møguliga sbr. § 50 er lagt fram. § 46 stk. 2 geldur á sama hátt í hesum føri.

Stk. 2. 4 tingmenn kunnu í felag skrivliga seta fram broytingaruppskot, ella er málið sbr. § 50 beint í nevnd við 2. ella 3. viðgerð, so kann meiriluti ella minniluti í nevndini skrivliga seta fram broytingaruppskot.

Stk. 3. Við 3. viðgerð verða broytingaruppskot og tær greinir, broytingaruppskotinum viðvíkur, umrøddar fyrst og koma fyrst til atkvøðugreiðslu.

Stk. 4. So verður endalig viðgerð, og tingið samtykkir ella fellur løgtingslógaruppskotið.

§ 50. Við 2. og 3. viðgerð beinir formaðurin ikki málið í nevnd, uttan at løgtingið samtykkir at beina málið í nevnd. § 47 stk. 3 geldur á sama hátt í hesum førum.

Stk. 2. Samtykkir løgtingið at beina málið aftur í nevnd, verður tað gjørt, eftir at orðaskifti í hesum umfari er at enda.

Stk. 3. Tá ið málið kemur aftur úr nevnd, heldur viðgerðin fram á sama viðgerðarstigi, sum tað fekk, tá ið tað varð beint aftur í nevnd.

Stk. 4. Formaðurin kann seta málið á dagsskrá til framhaldandi viðgerð hóast ásetingarnar í § 48 stk. 1.

§ 51. Innan 12 yrkadagar, eftir tað at løgtingslógaruppskotið er endaliga samtykt, sendir løgtingsformaðurin løgmanni skrivliga fráboðan um samtyktina.

Uppskot til ríkislógartilmæli

§ 52. Uppskot til ríkislógartilmæli til kongliga fyriskipan, sum setur í gildi fyri Føroyar ríkislóg, skal verða orðað á føroyskum og donskum og altíð hava henda inngang og hesa orðing:

"Hennara hátign drotningini verður mælt til, við heimild í § .. í lóg nr. ... at seta lógina í gildi fyri Føroyar við hesum orðaljóði: (allur teksturin upptikin við tí orðaljóði, hann skal hava í Føroyum) "

"Det indstilles til hendes majestæt dronningen, med hjemmel i § .. i lov nr. ... at sætte loven i kraft for Færøerne i følgende skikkelse: (allur teksturin upptikin við tí orðaljóði, hann skal hava í Føroyum)"

Stk. 2. Á sama hátt skal allur teksturin í ríkislógartilmæli um at kunngera ríkislóg í Føroyum ella ríkislógartilmæli um serliga ríkislóg fyri Føroyar verða orðaður á føroyskum og donskum.

§ 53. Reglurnar í § 42 - § 51 verða á sama hátt nýttar, tá ið ríkislógartilmælisuppskot eru til viðgerðar.

Løgmanstilnevning og misálit á løgmann ella landsstýrismann

§ 54. Løgtingsformaður leggur á løgtingsfundi eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 28 fram uppskot at velja løgmann. Atkvøtt verður um uppskotið eftir reglunum í somu grein. Tað verður ikki umrøtt.

Stk. 2. Løgtingsformaðurin ger av, nær atkvøðugreiðsla skal vera. Slík atkvøðugreiðsla kann tó eftir stýrisskipanarlógini § 28 stk. 3 og 4 ikki vera seinni enn 4. yrkadagin eftir framløgu, og er uppskot til løgmansevni fyrr felt, tá sama dag.

§ 55. Uppskot um misálitisváttan á løgmann ella landsstýrismann sbr. stýrisskipanarlóginini § 29 stk. 2 og § 30 skal verða lagt fram skrivliga á løgtingsfundi.

Stk. 2. Skráin fyri løgtingsfundin verður tá alt fyri eitt broytt soleiðis, at hetta mál verður sett á skránna at vera næsta mál á sama fundi, og verður, tá umrøðan endar, farið beinleiðis til endaliga atkvøðugreiðslu í málinum. § 69 stk. 4 geldur ikki í hesum førum.

Uppskot til samtyktar

§ 56. Sum uppskot til samtyktar verða viðgjørd:

1) Mál, tá ið løgtingið ger av at skriva út nýval sbr. stýrisskipanarlógini § 6 stk. 2,

2) spurningur, um tingmaður í valskeiðnum hevur mist valbæri sítt sbr. stýrisskipanarlógini § 7,

3) mál at taka óárinið frá tingmanni sbr. stýrisskipanarlógini § 24 stk. 1,

4) mál at góðkenna landskassaroknskapir sbr. stýrisskipanarlógini § 45 stk. 3,

5) mál at góðkenna millumtjóðasáttmálar sbr. stýrisskipanarlógini § 52 stk. 2,

6) mál, tá ið heitt verður á landsstýrið at leggja fram ávíst løgtingslógaruppskot ella ríkislógartilmælisuppskot.

7) mál, tá ið løgtingið skal taka støðu til, um ákæra skal verða reist ímóti løgmanni ella landsstýrismanni fyri at hava brotið
    løgtingslógina um ábyrgd landsstýrismanna.

Stk. 2. Somuleiðis fáa øll onnur sjálvstøðug uppskot, sum verða løgd fram á løgtingi, viðgerð sum uppskot til samtyktar, ásetur tingskipanin ikki annan viðgerðarhátt.

§ 57. Uppskot til samtyktar fær á løgtingi tvær viðgerðir og verður endaliga samtykt ella felt við 2. viðgerð.

Stk. 2. Uppskot til samtyktar fáa viðgerð eftir reglunum í § 42 og § 45 - § 48.

At velja fólk

§ 58. Tá ið løgtingið skal velja fólk, eitt ella fleiri, biður formaðurin munnliga um uppskot, og tá ið uppskot eru framkomin, verður eingin umrøða, men á sama fundi síðani farið til endaliga atkvøðugreiðslu í málinum.

Stk. 2. Um so er, at 6 tingmenn mæla til tess, verður ikki atkvøtt um evnini á sama fundi, sum tey eru skotin upp, men seinni á einum fundi, sum løgtingsformaðurin hevur ásett.

Frágreiðingar frá løgmanni ella landsstýrismanni, skrivligir og munnligir fyrispurningar

§ 59. Eftir ólavsøkufrágreiðing løgmans sbr. stýrisskipanarlógini § 12 stk. 1 um støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í hyggju at fremja, verður tingumrøða, áðrenn 6 yrkadagar eru lidnir við støði í røðu løgmans.

Stk. 2. Reglurnar í stk. 1 verða á sama hátt nýttar, ætlar løgmaður í øðrum førum at geva løgtinginum frágreiðing um støðu landsins og um tað, ið landsstýrið hevur ætlan um at fremja.

Stk. 3. Um so er, at løgmaður uttan um skránna ætlar at geva løgtinginum serliga fráboðan, verður sagt formanninum frá. Formaðurin gevur løgmanni orðið beinan vegin ella seinni á sama fundi.

Stk. 4. Eftir reglunum í stk. 1. kann eisini landsstýrismaður

geva løgtinginum frágreiðing um støðuna í máli, sum er málsøki hansara, og hvørjar ætlanir hann hevur í hyggju at fremja hesum viðvíkjandi.

§ 60. Løgtingsformaðurin setur regluliga á dagsskrá: Munnligir fyrispurningar til løgmann ella landsstýrismenn.

Stk. 2. Á hesum fundum kunnu løgtingsmenn, uttan loyvi løgtingsins, seta løgmanni ella landsstýrismanni stuttar munnligar fyrispurningar um almenn viðurskifti, og sum eru nágreiniliga orðaðir, og sum teir í seinasta lagi dagin fyri hava boðað løgtingsformanninum og løgmanni ella landsstýrismanninum frá.

Stk. 3. Løgmaður ella landsstýrismaður svarar so aftur munnliga á sama fundi, men er altíð heimilaður uttan gjølligar grundgeving at boða frá, at hann svarar ikki munnliga á fundinum, men vísir spyrjaranum at seta spurningin fram av nýggjum eftir reglunum í § 61.

Stk. 4. Á sama hátt kann løgtingsmaður á slíkum fundum seta nevndarformanni í løgtingsnevnd fyrispurning um, hvussu gongst at viðgera ávíst mál, sum beint er nevndini, men sum einki álit er latið í enn.

§ 61. Vil tingmaður fáa ávíst alment mál til umrøðu og í hesum sambandi leggur skrivliga nágreiniliga orðaðan spurning fyri løgmann ella landsstýrismann, sbr. reglunum í stýrisskipanarlógini § 21, verður áheitan við grundgeving handað formanninum. Formaðurin sigur tinginum frá á sama ella næsta fundi.

Stk. 2. Á næsta fundi eftir fráboðan formansins ger tingið av við atkvøðugreiðslu uttan umrøðu, um fyrispurningurin skal verða svaraður. Verður uppskotið ikki samtykt, telur tingformaðurin, um 2/5 av tingmonnum á fundi hava atkvøtt fyri, og skal fyrispurningurin tá verða svaraður eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 21, hóast hann er fallin. Skal hann verða svaraður, sendir formaðurin løgmanni ella landstýrismanninum fyrispurningin.

Stk. 3. Fyrispurningurin skal verða svaraður skrivliga, lisin upp og viðgjørdur á løgtingsfundi innan 20 yrkadagar eftir tað, spurningurin var góðkendur sbr. stýrisskipanarlógini § 21.

Stk. 4. Løgtingsformanninum er heimilað, tá ið hann hevur umrøtt málið við spyrjara og spurda at gera av at bíða við at svara og viðgera fyrispurningin, krevja landsins áhugamál, at spurningurin verður ikki alment umrøddur innan frestina, ella um svarið til fyrispurningin krevur so gjølligt fyrireikingararbeiði hjá tí spurda, at hann er ikki førur fyri at greiða svarið innan frestina.

Stk. 5. Er svarið frá løgmanni ella landsstýrismanni ikki nøktandi, ella verður ikki svarað, hugsa tingmenn um at seta misálitisváttan eftir reglunum í § 55.

Frestir, afturtøka og at vísa burtur tingmál

§ 62. Uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar skulu fyri at verða viðgjørd verða framløgd innan 25. mars.

Stk. 2. Hevur uppskot skrivliga átekning frá 17 tingmonnum, har teir viðmæla, at uppskotið kemur til viðgerðar, kann mál tó verða lagt fram og fáa viðgerð eftir frestina í stk. 1.

§ 63. Uppskotssetarin kann taka aftur uppskot á øllum viðgerðarstigum.

Stk. 2. Beint eftir tað, at boðað er tinginum frá afturtøku, spyr løgtingsformaðurin, um annar løgtingsmaður, løgmaður ella landsstýrismaður tekur upp aftur uppskotið. Um so er, verður uppskotið viðgjørt á tí stigi, sum komið var til.

§ 64. Uppskot kann ikki verða broytt á sama fundi, sum tað er samtykt.

Stk. 2. Hevur tingið avgerandi samtykt ella felt løgtingslógaruppskot, ríkislógartilmælisuppskot ella uppskot til samtyktar, kann tað ikki verða tikið til nýggja viðgerð í somu tingsetu, uttan so er, at løgtingið loyvir framløgu.

§ 65. Løgtingsformaðurin skal eftir at hava fingið samtykki frá formansskapinum sbr. § 16 mæla løgtinginum til at vísa burtur hesi uppskot:

1) Uppskot til løgtingslóg ella ríkislógartilmæli, sum gongur ímóti grundlóg ríkisins, heimastýrislógini, stýrisskipanarlógini, tingskipanini ella millumtjóða sáttmála.

2) Uppskot til løgtingssamtykt, sum eftir orðing síni áleggur ella skyldubindur landsstýrið at leggja fyri løgtingið løgtingslógaruppskot ella uppskot til ríkislógartilmæli. Uppskot til løgtingssamtykt, har heitt verður á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógaruppskot ella ríkislógartilmælisuppskot, verða ikki burturvíst.

3) Uppskot til løgtingssamtykt, sum áleggur, tilmælir ella heitir á landsstýrið at útinna fyrisitingina, ella heimildir sínar eftir stýrisskipanarlógini § 51, § 52, § 53 ella § 54 á ávísan gjølligari útgreindan hátt.

4) Uppskot til løgtingssamtykt, sum av røttum eftir innihaldi sínum eigur at verða orðað sum uppskot til løgtingslóg ella uppskot til ríkislógartilmæli.

Stk. 2. Løgtingið atkvøður eftir vanligum atkvøðureglum á sama løgtingsfundi, sum løgtingsformaðurin tilmælir burturvísn, uttan umrøðu, um málið skal verða burturvíst.

Stk. 3. Onnur uppskot enn tey, sum nevnd eru í stk. 1, kunnu eftir uppskoti frá løgtingsformanninum ella løgtingsmanni verða burturvíst, um so er, at áheitan um hetta verður sett fram, áðrenn uppskotið verður umrøtt, og 3/5 av allari tingmanningini atkvøða fyri burturvísing.

§ 66. Samsvarandi stýrisskipanarlógini § 15 stk. 3 falla burtur øll uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir, sum ikki eru endaliga samtykt fyri nýval, ella tá ið tingsetan er endað.

Kap. IV. Fundarskipan

§ 67. Sbr. stýrisskipanarlógini § 13 boðar løgtingsformaðurin til løgtingsfundar og kunnger samstundis dagsskrá.

Stk. 2. Formaðurin hevur eftir somu grein skyldu at boða til fundar og ikki dvølja óneyðugt, um so er, at í minsta lagi tveir fimtingar av tingmonnununm ella løgmaður skrivliga biðja um tingfund við dagsskrá.

Stk. 3. Løgtingið kann eftir uppskoti frá 6 løgtingsmonnum samtykkja aðra skrá enn skránna, løgtingsformaðurin hevur ásett fyri ávísan tingfund.

§ 68. Løgtingsfundir og nevndarfundir verða vanliga hildnir ímillum kl. 09.00 og 18.00 yrkadagar. Um so er, at arbeiðið krevur tað, kann løgtingsformaðurin gera av, at tingfundir verða hildnir ímillum kl. 18.00 og 22.00. Sunnu- og halgidagar (ólavsøkudagur undantikin) og yrkadagar eftir kl. 22.00 verða løgtingsfundir ikki hildnir, uttan so er, at serligar umstøður gera tað neyðugt.

§ 69. Tá ið løgtingsfundur endar, boðar løgtingsformaðurin vanliga frá, nær næsti løgtingsfundur verður og frá skránni.

Stk. 2. Í teim førum, tá ið løgtingsfundur er ikki fráboðaður á løgtingsfundi, boðar løgtingsformaðurin frá fundinum og dagsskránni fyri fundin í almennari lýsing.

Stk. 3. Í slíkari lýsing kann løgtingsfundur ikki verða fráboðaður at verða fyrr enn 24 tímar seinni.

Stk. 4. Dagsskrá til løgtingsfund, sum ásettur er sbr. stk. 1 og 2, ella broyting í dagsskránni sbr. § 0 stk. 3, kann ikki verða broytt, uttan at broytingin í dagsskránni er alment lýst í seinasta lagi 24 tímar fyri fundin. Formaðurin kann altíð, við formansskapsins samtykki, uttan nakra frest taka mál av skránni.

Stk. 5. Løgtingsformaðurin boðar vanliga frá síðsta løgtingsfundardag í viku, nær hann ætlar at halda løgtingsfund í næstu viku.

§ 70. Doyr løgtingsmaður ella leggur frá sær, tekur varamaður eftir reglunum í løgtingsvallógini § 34 fast sæti á tingi fyri hann tað, ið eftir er av av valskeiðnum.

Stk. 2. Í teim førum, tá ið løgtingsmaður gerst løgmaður ella landsstýrismaður og tí noyðist at siga sessin frá sær sbr. stýrisskipanarlógini § 32 stk. 1, tekur hann tó sessin aftur, fer hann úr landsstýrinum, áðrenn valskeið løgtingsins er at enda.

§ 71. Løgtingsmaður hevur skyldu, berst honum frá, at boða formanninum frá forfalli.

Stk. 2. Eftir áheitan frá tingmanni kann tingið loyva honum farloyvi og geva varamanni hansara loyvi fyribils at taka sæti á tingi, verður hann ætlandi burtur longur enn 14 dagar. Avgerð tingsins verður tikin uttan umrøðu eftir munnligum tilmæli frá formanninum.

Stk. 3. Løn verður ikki veitt í farloyvistíðini, uttan so er, at løgtingsskrivstovustjórin fær,

a. læknaváttan um, at løgtingsmaður verður ella hevur verið sjúkur alla farloyvistíðina,

b. avrit av ferðaloyvi frá løgtingsformanninum, og sum sýnir, at løgtingsmaðurin verður ella hevur verið uttanlands í løgtingsørindum alla farloyvistíðina.

Harumframt fær konufólk, sum situr á løgtingi barnsburðarfarloyvi við løn, tó mest 24 vikur eftir at hon hevur átt.

Stk. 4. Varamaðurin leggur frá sær, tá ið tingmaðurin skrivliga sigur formanninum frá, at hann møtir aftur á tingfundi, tó í fyrsta lagi 15. dagin eftir, at farloyvistíðin byrjaði.

§ 72. Løgtingsfundir eru almennir sbr. stýrisskipanarlógini § 17.

Stk. 2. Løgtingsformaðurin ella 6 løgtingsmenn kunnu krevja, at áhoyrararnir skulu út úr tingsalinum, meðan løgtingið viðger, um fundur skal vera fyri afturlatnum durum.

Stk. 3. Løgtingið tekur síðan støðu til, um fundur skal vera fyri afturlatnum durum.

Stk. 4. Tann, sum sigur frá, hvat fyrifórst á løgtingsfundi fyri afturlatnum durum, ella ikki við rætti nýtir upplýsingar fingnar á slíkum fundi, verður revsaður eftir borgaraligu revsilógini § 152.

§ 73. Løgtingsformaðurin skipar fyri, at áhoyrarar órógva ikki.

Stk. 2. Órógvar áhoyrari, kann formaðurin vísa honum, ella eru umstøðurnar so, øllum áhoyrarum út úr tingsalinum.

§ 74. Tingmaður, ið hevur fingið orðið, skal tala av talarastólinum, tó kann løgtingsformaðurin, tá ið ræður um spurningar, um hvussu tingviðgerðin skal vera, loyva løgtingsmanni at tala frá sínum sæti.

§ 75. Tingmaður skal altíð venda røðu sína til formansins.

Stk. 2. Verður tingmaður nevndur í røðu, skal hann altíð verða nevndur við fornavni og eftirnavni. Landsstýrismaður verður nevndur við fornavni og eftirnavni og síðan við heitinum landsstýrismaður. Løgmaður verður bara nevndur løgmaður.

§ 76. Endurgeving kann bara verða nýtt avmarkað og við formansins loyvi.

Stk. 2. Greitt skal verða tilskilað, nær ið endurgeving byrjar, og nær endurgeving endar.

Stk. 3. Somuleiðis skal verða sagt frá, hvaðan endurgevingin er, og hvar endurgevingin stendur.

§ 77. Formaðurin gevur løgtingsmonnum orðið, sum teir hava biðið um tað hvør eftir annan, tó soleiðis, at framsøgumenn og uppskotssetarin fara fram um hinar eftir floksstødd. Um ikki annað verður fráboðað løgtingsformanninum, verður fyrsti røðari floksins roknaður sum framsøgumaður í málinum. Á sama hátt kann formaðurin broyta talararaðið at enda kjak um ávís evni í málinum ella í teim førum, tað annars er mest hóskandi.

Stk. 2. Tá ið framløga og umrøða eru, eru tær talutíðir galdandi, sum standa í skjalinum til hesa tingskipan.

Stk. 3. Løgtingsformaðurin kann loyva frávik frá talutíðunum í stk. 2, tá ið vavið í einum máli ger tað neyðugt. Áheitan um meiri talutíð eigur at verða sett fram í seinasta lagi 2 dagar fyri umrødda løgtingsfund.

Stk. 4. Hóast tær ásettu talutíðirnar kann formaðurin í føri, hann heldur tað vera hóskiligt, geva løgtingsmonnum orðið at seta fram stuttar viðmerkingar, sum ikki mugu vera longri enn 2 minuttir. Tá ið serligar umstøður eru fyri tí, kann formaðurin geva løgtingsmanni orðið til viðmerking at svara aftur; men má tað ikki verða longur enn 5 minuttir.

Stk. 5. Løgmaður, landsstýrismenn og ríkisumboðsmaðurin hava eftir stýrisskipanarlógini § 14 rætt til at krevja at koma til orðanna á fundum, men skulu annars halda tingskipanina.

§ 78. Talar røðari longur, enn loyvt er, tekur formaðurin orðið frá honum, tá ið hann eina ferð hevur mint hann á, at talutíðin er úti. Tá kann hann ikki fáa orðið aftur, meðan sama málið er til ta viðgerðina.

Stk. 2. Heldur formaðurin, at løgtingsmaður málber seg óhøviliga, kann hann átala hetta. Um løgtingsmaðurin ikki lýður formansins átalu, kann formaðurin taka orðið frá honum. Formaðurin kann hereftir sýta honum orðið av nýggjum á sama fundi. Formansskapur løgtingsins, sbr. § 0, kann harafturat gera av, at løgtingsmaður, sum hevur verið átalaður, sleppur ikki á løgtingsfund upp í 14 løgtingsfundardagar.

Stk. 3. Reglurnar í stk. 2 verða eisini nýttar, um so er, at løgtingsmaður á annan hátt grovliga brýtur skilhaldsreglurnar.

Stk. 4. Um so er, at løgtingsmaður ger ikki eftir boðum formansins, tá ið hann hevur tikið orðið frá honum, ella óskil kemur í, hevur formaðurin skyldu at leggja niður fundin, ella um neyðugt, slíta fundin.

§ 79. Á løgtingi er viðmælis- ella mótmælisrómur ósiður.

§ 80. Heldur formaðurin, ella 4 løgtingsmenn, at umrøðan gerst ov drúgv, kunnu teir skjóta upp, at umrøðan endar. Løgtingið tekur tá avgerð um hetta uttan um umrøðu.

§ 81. Allar umrøður løgtingsins verða sendar beinleiðis á telefonnummarið, sum ber til hjá almenninginum at ringja til og lýða á.

§ 82. Skrivstovustjóri løgtingsins, ella tann, hann tilnevnir, skrivar gerðabók um málini, ið hava verið á løgtingsfundi, og um úrslitið av viðgerðini.

Stk. 2. Tá ið fundur verður settur, verður avrit av gerðabókini frá fundinum frammanundan býtt út til allar tingmenn.

Stk. 3. Eru innan 3 yrkadagar eingi skrivlig mótmæli ímóti orðingini handað løgtingsformanninum, verður hildið, at løgtingið hevur samtykt gerðabókina, og løgtingsformaðurin og tann, sum skrivað hevur gerðabókina sbr. stk. 1, skriva undir hana.

Stk. 4. Verða skrivlig mótmæli sett fram, setur formaðurin á dagsskrá at samtykkja gerðabókina fyri fundin, træta er um, og á tí fundinum verður málið umrøtt, og á sama fundi verður sett til endaliga atkvøðugreiðslu at góðkenna gerðabókina fyri fundin.

Kap. V. Atkvøðugreiðslur

§ 83. Formaðurin setur fyrst undir atkvøðugreiðslu broytingaruppskotini til upprunauppskotið og ger av, hvussu verður atkvøtt um tey, hvørt eftir annað.

Stk. 2. At enda verður atkvøtt um upprunauppskotið við teim samtyktu broytingaruppskotunum, og fellur tað, eru eisini broytingaruppskotini fallin burtur.

Stk. 3. Formaðurin ræður annars fyri, hvussu atkvøtt verður.

§ 84. Atkvøðugreiðsla á løgtingi er á telduskipan. Løgtingsmenn atkvøða antin fyri, atkvøða ímóti, ella atkvøða ikki. Telduskipanin skrásetur, hvussu hvør einstakur hevur atkvøtt í einstøku málunum.

Stk. 2. Til telduatkvøðuskipan er útvegað, ella í teim førum henda skipan er ikki tøk, verður atkvøtt soleiðis, at tingmenn reisa seg úr sæti. Er atkvøðugreiðslan í slíkum førum eftir formansins tykki ógreið, skal hann lata tingmenn atkvøða av nýggjum. Formaðurin ella 4 tingmenn saman kunnu undan atkvøðugreiðsluni krevja, at atkvøtt verður við navnakalli.

Stk. 3. Tveir løgtingsmenn, sum løgtingsformaðurin heitir á, veita løgtingsformanninum hjálp, tá ið atkvøðugreiðslan verður tald.

§ 85. Løgtingsmál er sbr. stýrisskipanarlógini § 18 samtykt, eru fleir enn helmingur av øllum tingmonnum á fundi, og fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti. Eru líka nógvar atkvøður fyri og ímóti, er málið fallið.

§ 86. Sbr. § 20 í stýrisskipanarlógini velur løgtingið limir í nevndir og størv við lutfalsvali. Lutfalsvalið verður eftir reglunum í løgtingsvallógini.

Stk. 2. Tá ið eitt ella fleiri fólk verða vald, kann bara verða atkvøtt fyri, ella atkvøður ikki. Tó kann í teim førum, tá ið ikki øllum tingmonnum er loyvt at seta fram valevni, verða atkvøtt ímóti, t.d. í løgmanstilnevning sbr. stýrisskipanarlógini § 28.

Stk. 3. Skal bara eitt fólk verða valt, krevst, tá ið einki annað er lógásett, fleiri enn helmingurin av tingmanningini fyri. Fær eingin tað, verður síðani valt enn einaferð. Fær heldur eingin tá helmingin av tingmanningini, verður 3. atkvøðugreiðsla. Tá verður valt ímillum teir báðar, ið fingu flestu atkvøðurnar við 2. atkvøðugreiðslu, stendur á jøvnum, ræður lutakast. Við hesi 3. atkvøðugreiðslu vinnur hann, ið fær flestu atkvøðurnar, stendur á jøvnum, ræður lutakast.

Stk. 4. Verður nevndarsessur leysur, áðrenn valskeið nevndarinnar er av, setur tann bólkur, sum í lutfalsvalinum tilnevndi fráfarandi nevndarlimin, nýggjan nevndarlim í staðin. Ber hetta ikki til, setur tann bólkurin, sum eftir lutfalsvalháttinum er næstur til tess, nýggjan nevndarlim.

§ 87. Heldur løgtingsformaðurin, at allir tingmenn eru samdir, kann hann gera tinginum kunnugt, at mál er samtykt, og atkvøðugreiðsla er ikki. Mælir tingmaður tá í somu løtu ímóti, verður tó vanlig atkvøðugreiðsla.

Stk. 2. Vanlig atkvøðugreiðsla skal altíð vera, tá ið samtykt skal verða endaligt løgtingslógaruppskot, ríkislógartilmælisuppskot, uppskot til samtyktar, val av løgtingsformanni, løgmanstilnevning ella misálitisuppskot á løgmann ella landsstýrismann. Harumframt skal vera vanlig atkvøðugreiðsla, tá ið løgtingið samtykkir at víkja frá tingskipanini sbr. § 0.

Kap. VI. Ymsar ásetanir

§ 88. Sbr. stýrisskipanarlógini § 22 kann eingin umsókn verða løgd fyri løgtingið, uttan at tingmaður ella landsstýrið flytur hana fram.

Stk. 2. Skriv til løgtingið verða ikki skrivað í gerðabók ella upplisin á tingfundi uttan í teim førum, løgtingsformaðurin heldur, at talan er um serligt undantak. Skrivini verða fjølritað, eitt eintak til formannin í hvørjum flokki á tingi.

§ 89. Á løgtingi kann eingin fáa orðið uttan løgtingsmaður, løgmaður, landsstýrismaður ella ríkisumboðsmaðurin.

Stk. 2. Løgtingsformaðurin kann loyva útlendskum ríkisovastum ella tingformonnum at halda røðu fyri løgtingsmonnum á løgtingsfundi.

§ 90. Allar munnligu umrøðurnar á løgtingi verða tiknar upp á band og goymdar sbr. løgtingslóg um upptøku av munnligu umrøðunum á Føroya løgtingi.

§ 91. Løgtingstíðindi koma, umframt í árligari bók, á teldumiðli.

Stk. 2. Løgtingsskrivstovustjórin tilnevnir ritstjóran á Løgtingstíðindum. Ritstjórin hevur ábyrgdina av, at øll uppskot, nevndarálit og onnur mál verða førd í Løgtingstíðindi, so hvørt tey verða løgd fram.

Stk. 3. Í Løgtingstíðindi verður upptikið:

I. Løgtingsmál.

1) Hesi uppskot:

a) uppskot til løgtingslógir,

b) uppskot til ríkislógartilmæli,

c) uppskot til løgmanstilnevning,

d) misálitisuppskot á løgmann ella landsstýrismann,

e) uppskot til løgtingssamtyktir,

f) velja fólk,

2) nevndarálit og broytingaruppskot í málinum,

3) umrøður í málinum, sum avskrivaðar eru,

4) endaliga úrslitið av málsviðgerðini.

II. Løgmansrøðan og serligar frágreiðingar frá løgmanni ella landsstýrismonnum og avskriftir av orðaskiftum, sum til eru.

III. Skrivliga settir og svaraðir fyrispurningar og munnligar umrøður av skrivligum og munnligum fyrispurningum, sum avskrivaðir eru.

IV. Gerðabók løgtingsins.

V. Gerðabøkur løgtingsnevndarinnar.

VI. Atkvøðuskrásetingar sbr. § 0 stk. 1.

VII. Innkomin skriv til løgtingið.

Í bók kemur tó bara tað tilfar ið nevnt er í I, II og III, tó ikki orðaskifti.

Stk. 4. Skjøl, sum verða løgd fram á afturlatnum løgtingsfundi, umrøður ella atkvøðugreiðslur á slíkum fundum, verða ikki tiknar upp í Løgtingstíðindum, uttan so er, at løgtingsformaðurin heldur, at orsakirnar at halda skjølini loynilig eru ikki til longur.

§ 92. Á hvørjum ári í juni mánaði umrøða formansskapurin og skrivstovustjórin fíggjarætlanina hjá løgtinginum og løgtingsskrivstovuni fyri næsta fíggjarár.

Stk. 2. Formansskapurin letur landsstýrinum tilmæli til játtan løgtingsins á komandi løgtingsfíggjarlógaruppskot landsstýrisins innan 1. juli.

§ 93. Í sera átrokandi førum kann, eftir uppskoti frá formanninum ella eftir skrivligum uppskoti frá 6 tingmonnum, verða vikið frá tingskipanini við teirri treyt, at tingskipanin er ikki grundað á lógarreglur, og við teirri treyt, at í minsta lagi 3/5 av tingmonnum á fundi greiða atkvøðu fyri. Frestir kunnu tó ongantíð frávíkjast at gerast styttri enn náttarfrest, uttan so er at trygd og umdømi landsins stendur í vága.

Kap. VII. Gildisfyriskipanir og skiftisreglur

§ 94. Uppskot til broyting í hesi tingskipan fær á løgtingi viðgerð eftir hesi tingskipan § 0 - § 0 og kann ikki fáa gildi fyrr enn ólavsøkudag eftir samtyktina.

§ 95. Tingskipanin fær gildi ólavsøkudag 1995.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi Tingskipan Føroya Løgtings frá 06.09.1985.

Stk. 3. § 0 fær tó ikki gildi, fyrr enn tað verður ásett við tingsamtykt. Til slík samtykt er gjørd, koma Løgtingstíðindi út eftir teimum reglum, higartil hava verið.

§ 96. Ólavsøkudag 1995 velur løgtingið eftir reglunum í § 0 - § 0 løgtingsformann og næstformenn. Teir hava sess sín, til nývalt løgting kemur saman, ella 4/5 av øllum løgtingsmonnum krevja formansskap valdan av nýggjum eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 9 stk. 3.

Stk. 2. Løgtingsformaðurin, sum sat í tingsetuni frammanundan, er løgtingsformaður, tá ið tingið kemur saman ólavsøkudag 1995 og skipar, eftir at løgtingið er sett sbr. stýrisskipanarlógini § 10 stk. 3, fyri løgtingsformansvali sbr. stk. 1.

§ 97. Tær í § 0 og § 0 umrøddu løgtingsnevndir verða valdar á løgtingsfundi, sum verður í seinasta lagi eina viku eftir ólavsøku 1995.

§ 98. Løgtingsformaðurin krevur ólavsøkudag 1995 av hvørjum løgtingsmanni, at hann skrivar undir váttanina í § 0.

Talutíðir

I. Uppskot til løgtingslógir ella ríkislógartilmæli

Uppskotið verður lagt fram: 10 minuttir

1. og 2. viðgerð:

1. ferð

2. ferð

síðani

Umboð fyri uppskotssetaran og framsøgumenn 15 min. 5 min. 5 min.
Løgtingsmenn 10 min. 5 min. onga
Løgmaður og landsstýrismenn 15 min. 10 min. 5 min.
3. viðgerð: 1. ferð 2. ferð síðani
Framsøgumenn 5 min. 5 min. onga
Løgtingsmenn 5 min. onga onga
Løgmaður og landsstýrismenn 5 min. 5 min. onga

II. Uppskot til fíggjarløgtingslóg

Uppskotið verður lagt fram: Óavmarkað

1. og 2. viðgerð: 1. ferð 2. ferð síðani
Framsøgumenn og uppskotssetarin 20 min. 10 min. 5 min.
Løgtingsmenn 10 min. 5 min. onga
Løgmaður og landsstýrismenn 20 min. 10 min. 5 min.
3. viðgerð: 1. ferð 2. ferð síðani
Framsøgumenn 10 min. 5 min. onga
Løgtingsmenn 5 min. 5 min. onga
Løgmaður og landsstýrismenn 10 min. 5 min. onga

III. Uppskot til samtyktar

Somu talutíðir, sum tá ið løgtingslógaruppskot eru til 1. og 3. viðgerð.

IV. Orðaskifti um frágreiðingar frá løgmanni ella landsstýrismonnum

Somu talutíðir, sum tá ið løgtingsfíggjarlógaruppskot er til 1. viðgerð.

V. Munnligir fyrispurningar

Munnligur fyrispurningur og grundgeving 1 min.
Svar frá løgmanni ella landsstýrismanni 2 min
Spyrjarin og løgmaður ella landsstýrismenn síðani 2 ferðir 2 min.
Aðrir løgtingsmenn í serligum førum 1 min.

VI. Skrivligir fyrispurningar

Skrivligi fyrispurningurin verður lisin upp við grundgeving 5 min.
Svarið frá løgmanni ella landsstýrismanni verður lisið upp 20 min.
Síðani: 1.ferð 2. ferð síðani
Spyrjarin 10 min. 10 min. onga
Framsøgumenn 10 min. 10 min. onga
Løgtingsmenn 5 min. 5 min. onga
Løgmaður og landsstýrismenn 10 min. 10 min. 5 min.

VII. Misálitisváttan á løgmann ella landsstýrismenn

Somu talutíðir, sum tá ið løgtingsfíggjarlógin er til 1. viðgerð.

B. Almennar viðmerkingar til uppskotið

Nevndin hevur í arbeiði sínum gjørt av at gera eitt uppskot til nýggja tingskipan og ikki at broyta ta gomlu.

Nevndin hevur lisið tær útlendsku tingskipaninar, sum nevndar eru á bls. *, og hevur tikið til eftirtektar tær ásetingar, sum nevndin heldur hóska til okkara umstøður.

At skipa uppskotið í kapittul hevur fyrimynd í tingskipan Alting-sins; men innihaldið, sum tikið er úr fremmandum tingskipanum, er tað mesta úr tingskipan Fólkatingsins og tingskipan Altingsins. Høvuðsparturin í innihaldinum er tó tikin úr tingskipanini, sum geldur, og orðingar, sum nevndin sjálv hevur sett saman eftir eini sundurgreining, at skipanin, sum er, riggar ikki nóg væl.

Høvuðsbroytingarnar í hesari skipanini afturímóti skipanini, sum er, eru,

- at reglurnar um løgtingsformansval verða tillagaðar nýggju stýrisskipanarlógini

- at eingir løgtingsmenn longur verða valdir og eru tingskrivarar

- at reglurnar um løgtingsskrivstovufyrisitingina verða festar á blað í tingskipanini

- at arbeiðsgongd løgtingsnevndarinnar verður nágreiniliggjørd, og at sligið verður fast, at tær ongar eksternar
   uppgávur hava, men bara eru hjálpiamboð hjá løgtinginum

- at løgtingsnevndartalið verður minni

- at arbeiðsgongdin í tingmálunum verður nágreiniligari ásett, og at heilt fastar freistir verða settar í arbeiðsgongdini
   í málunum

- at ríkislógartilmæli verða orðað bæði á føroyskum og donskum

- at reglur verða settar um løgmanstilnevning og misálit á løgmann og landsstýrismenn samsvarandi nýggju
   stýrisskipanarlógini

- at fyrispurningarmannagongin verður broytt soleiðis, at tvey sløg av fyrispurningum vera. Stuttir og greiðir
   fyrispurningar verða settir og svaraðir munnliga óformliga; skrivligir spurn-ingar verða settir eftir mannagongdini,
   ið er, og verða ætlaðir fyrispurningum, sum eru torgreiddari, og sum kjak kann væntast at standast av

- at uppskot til tingmál, sum formansskapurin heldur gongur ímóti stýrisskipanini, verður ikki viðgjørt, men víst
   burtur við vanligari atkvøðugreiðslu og ikki umrøtt, áðrenn viðgerð verður

- at reglurnar um atkvøðugreiðslu verða nágreiniliggjørdar, og atkvøtt verður um teldu, og at skrásett verður í
   øllum atkvøðugreiðslum, hvussu einstøku tingmenninir hava atkvøtt

- at fyrireikingar verða gjørdar at fáa Løgtingstíðindi út á teldumiðli, umframt í bók.

Uppskotið fer at seta heldur størri krøv til løgtingsskrivstovustjóran og starvsfólk hansara. Hann, ella starvsfólk hansara, skal nú skriva gerðabókina á løgtingsfundi og gerðabók um allar nevndarfundir. Harumframt skal hann hava eitt vakið eyga við øllum tinguppskotum, at tey skulu ikki verða burturvíst eftir mannagongdini í § 65.

Hetta fer helst at elva til nýsetingar á løgtingsskrivsstovuni, tó veldst um, hvussu ætlanin er at skipa løgtingsskrivstovuna sum heild við fastari manning ella hjálp afturat tí føstu, og sum keypt verður, alt eftir hvussu stórt trýstið er á løgtingsarbeiðnum.

Uppskotið um telduløgtingstíðindi fer óivað at kosta nakað av peningi. Nevndin hevur ikki gjørt kostnaðarmeting um hetta, men av tí at reglurnar koma ikki í gildi, fyrr enn tær eru samtyktar á tingi, hevur nevndin loyvt sær at lata formansskapinum upp í hendi at gera gjølligari kostnaðarmeting hesum viðvíkjandi, áðrenn reglurnar fáa gildi.

22.02.1995 hevur telefonverkið mett at tað kostar kr. 96.393 í stovningargjaldi at stovna § 81 í uppskotinum skulu 5 linjur verða tøkar at lurta eftir orðaskiftinum á.

Ein telduatkvøðuskipan við atkvøðuknøtti hjá hvørjum løgtingsmanni, eini teldu, sum skrásetur atkvøðugreiðsluna, einum display á bróstinum í tingsalinum og tekniskari innlegging metir P/f Com-Data leysliga kann vera útvegað fyri undir 300.000 kr.

Uppskotið til tingskipan hevur ikki verið sent til ummælis hjá almennum ella einstaklingum.

C. Viðmerkingar til einstøku greinirnar í uppskotinum

Viðvíkjandi § 1:
Til stk. 1. Tey konufólk og mannfólk, sum skulu møta, eru tey, sum sannlíkt er, eru vald á valinum. Fyribilsprógvið fyri valið er valbræv, sum valnevnd á staðnum hevur skrivað út ella løgmaður, tá ið talan er um eykamansvald. Valbrævið er sjálvsagt ikki endaliga avgerðin fyri valið. Endaliga er hetta ikki av-gjørt, fyrr enn nývalda løgtingið hevur góðkent valið.

Einki er nevnt um, nær tey møta á fundi; tað stendur í stýrisskipanarlógini § 9 stk. 1, og tað er tólvta yrkadag eftir valdagin, uttan so er, at løgmaður hevur ikki longu boðað til fundar.

Til stk. 2. Hetta er við øðrum orðavali § 1 stk. 4 í tingskipanini, sum er, endurgivið.

Viðvíkjandi § 2:
Spurningurin er, hvør skal stýra fundinum, tá ið nývaldu løgtingsmenninir koma saman. Sum er - og síðan 1924 tingskipanin fekk gildi, hevur tað verið - elsti tingmaður, nú sbr. ting-skipanini § 1 stk. 2.

Her kann kjakast, um hetta er heppið í teim førum, tá ið elsti tingmaður er nývaldur. Tað kann tá verða eitt sindur ringt hjá honum at skipa fyri at góðkenna valið, av tí at hann júst er komin inn um tinggátt. - Í verki hevur hetta tó gingið væl.

Natúrligari hevði kanska verið at latið tann, sum longst hevur sitið á tingi, tikið sær av hesum. Trupulleikin er tó tann, at til ber at ivast í, hvør hevur sitið longst á tingi, onkur kann hava verið burtur ímillum, og onkur kann hava havt farloyvi.

Tí verður í uppskotinum mælt til at halda seg til somu skipan sum higartil, at elsti maður ella elsta konufólk tekur sæti í for-manssessinum sum fyribilsformaður. Hetta er objektivt lætt at gera av, og er tveir ella fleiri føddir sama dag, so ber til at nýta lutakast sum avgerðarmál.

Viðvíkjandi § 3:
Henda grein er í høvuðsheitum § 1 stk. 2 í tingskipanini, ið er, endurtikin. Tó er í stk. 2 gjølligari útgreinað, hvat skal verða kannað.

Viðvíkjandi § 4:
Greinin er § 1 stk. 3 1. pkt í tingskipanini, ið er, endurgivin.

Viðvíkjandi § 5:
Greinin er § 1 stk. 3 2. pkt. í tingskipanini, ið er, endurtikin.

Viðvíkjandi § 6:
Greinin er sett uppí at vísa á, at tað fyrivarnið, sum tikið er við uppskotinum § 1 stk. 2, stendur ikki longur við. Teir valdu skifta nú heiti frá "valdum" til "løgtingsmenn".

Viðvíkjandi § 7:
Greinin er sett uppí at tryggja, at reglurnar, sum stýrisskipanarlógin § 8 setur, veruliga verða hildnar.

Í ivamálum ger fyribilsformaðurin av, tá ið hann hevur fingið sær ummæli frá skrivstovustjóra løgtingsins, hvørji størv § 8 fevnir um.

Um so er, at tingmaður gevur ikki rætta váttan eftir hesi grein, kann hann eftir reglunum í borgaraligu revsilógini § 161 verða revsaður við fongsli upp í 2 ár.

Viðvíkjandi § 8:
Greinin er avleiðing av stýrisskipanarlógini § 9 stk. 2, sum sigur, at løgtingið verður ikki formliga sett, fyrr enn valið er góðkent.

Viðvíkjandi § 9:
Greinin er § 2 stk. 1. 1. pkt. og stk. 3 1. pkt. endurtikin.

Viðvíkjandi § 10:
Ikki ber til at drála við formansvalinum. Hetta er týdningarmikið starv, og arbeiðsuppgávur hansara mugu ikki liggja á láni, tí at valið hevur ikki verið. Tí er ásett, at valið skal vera á fyrsta fundi løgtingsins.

Neyvan gagnar tað nøkrum endamáli at umrøða formansvalið, og tí er ásett, at valið er og ongin umrøða.

Fyri at tann valdi skal hava so góða undirtøku, verður mælt til, at formaðurin verður valdur eftir reglunum fyri einstakamansvali, soleiðis at tann, sum valdur verður, hevur so dyggan stuðul, sum nú einaferð ber til.

Nevndin hevur havt til umhugsingar spurningin um, um valskipanin, sum sett verður fyri formansval og næstformansval gongur ímóti stýrisskipanarlógini § 20, og er komin eftir, at so er ikki, av tí at valhátturin, sum settur verður upp er ein lutfalsvalháttur, men skipanin er bara ikki tann lutfalsvalháttur, vit vanliga ganga eftir, d'Hondts hátturin.

Viðvíkjandi § 11:
Umráðandi er, at teir størstu flokkarnir eiga ein lim í formansskapinum. Tí ásetur greinin, at næstformenninir verða valdir úr teimum flokkum, sum ikki fingu formannin eftir stødd.

Greinin er avrit av tingskipan fólkatingsins § 3.

Viðvíkjandi § 12 og § 13:
Er støðan tann, at 4/5 hava so stórt misálit á løgtingsformann-inum, at teir nýta heimild sína í stýrisskipanarlógini at krevja formansskapin nývaldan, so er álitið so lítið á formanninum, at tað heldur ikki kann verða litið honum til at skipa fyri at velja formansskapin av nýggjum.

Tí er í hesi grein ásett, at beint sum løgtingsformaðurin fær áheitan um at velja formansskapin, so fer hann úr sessi sínum, og ellisformaðurin tekur sæti og skipar fyri formansskapsvalinum.

Tann støða kann sjálvsagt stinga seg upp, at løgtingsformaðurin er ellisformaður. Tá má vera, sum er. Løgtingsformaðurin, sum hevur fingið sítt misálit, skipar so fyri nývalinum sum ellisformaður.

Viðvíkjandi § 14:
Her verður mannagongdin ásett, um einstakur sessur í formansskapinum verður leysur í valskeiðnum.

Viðvíkjandi § 15:
Greinin hevur fyrimynd sína í forrretningsorden for Folketingets Præsidium og Daglig ledelse § 1 stk. 1 og 2.

Í tingskipanini, ið er, er bara nevnt í § 2 stk. 1, at formenninir og næstformenninir eru formansskapurin, men einki er nevnt um starv teirra. Tí er í uppskotinum nevnt hvørjar uppgávur for-mansskapurin hevur, og er her nevnt gjølligari hvørjar uppgávur-nar eru.

Viðvíkjandi § 16:
Viðmerkjast skal, at vanliga varamansskipanin geldur ikki formansskapin. Er limur burtur, kemur eingin í hansara stað.

Í fyriskipanunum í tingarbeiðinum eigur sjálvsagt at verða roynt at hava so góða undirtøku fyri fyriskipanaravgerðunum, sum til ber. Ikki slepst tá undan at atkvøtt má verða, tí avgerð má verða tikin, og í slíkum føri ger formansins atkvøða muni, stendur tá á jøvnum.

Viðvíkjandi § 17:
Tá ið talan er um landsfyrisitingina, er greitt ásett, at løg-maður og landsstýrismenn fyri síni málsøki hava fullu ábyrgdina av, at fíggjarliga játtanin, sum givin er við løgtingslóg, verður hildin.

Í løgtingsumsitingini má eisini ávíst fólk hava slíka ábyrgd, og tí er ásett, at løgtingsformaðurin hevur yvireftirlitið við, at fíggjarligu játtanirnar verða hildnar eitt nú til lønir, skrivstovuhald og umboðan hjá løgtinginum. Fæst játtanin ikki at halda, má hann leggja fram løgtingslógaruppskot um eykajáttan.

Viðvíkjandi § 18:
Stk. 1 og 2 eru avskrift av tingskipan fólkatingsins § 4 stk. 1 og 2.

Í stk. 2 2. pkt. er, at eingin tingmaður hevur heimild at kjakast við formannin. Løgtingsformaðurin tekur avgerð um, hvussu tingarbeiðið verður framt í verki, og hann tulkar í hesum sam-bandi tingskipanina. Tó er greinin ikki til hindurs fyri stuttari rættleiðing frá tingmanni til formannin; ein slík rættleiðing má aldri skiljast, sum at ætlanin er at kjakast við formannin um spurningin.

Stk. 3 hevur fyrimynd sína í § 4 stk. 3 í fólkatingsins tingskipan, tó er orðingin soleiðis, at hevur løgtingsformaðurin í einum máli sett seg í formanssessin, so ber honum ikki til at vera uppi í orðaskiftinum. Hann má tí gera av áðrenn tað málið kemur til viðgerðar, um hann ætlar at vera uppi í orðaskiftinum ella ikki. Tí ber honum ikki til, meðan umrøðan er, hevur hann sjónarmið, hann ætlar at bera fram, at biðja ein næst-formann taka sæti, so hann kann leggja upp í orðaskiftið. Henda regla er sett uppí, so at tingmenn skulu altíð hava kenslu av, at formaðurin er so óheftur, sum nú einaferð ber til at vera í orðaskiftinum.

Viðvíkjandi § 19:
Henda grein er avskrift av tingskipan fólkatingsins § 5.

Viðvíkjandi § 20:
Í hesi grein er bara endurgivin rættarstøðan, sum er, eftir stýrisskipanarlógini § 9 stk. 2, at løgtingsmenn hava sessin, til nývalda løgtingið er sett.

Frá tí, val er útskrivað ella hevur verið, til nýggjur løgtingsformaður er settur, eru nógvar fyristingarligar uppgávur í løgtingsumsitingini, sum ikki kunnu bíða, og tí mugu reglur vera um, at løgtingsformaðurin í gamla løgtinginum røkir hesar uppgávur.

Viðvíkjandi § 21:
Í hesi grein er ásett, at heimild er givin formansskapinum at taka avgerð um, hvør skal setast í starv sum løgtingsskrivstovustjóri, og um løgfrøðiligu treytirnar eru fyri og ætlanir um at loysa hann úr starvi.

Viðvíkjandi § 22:
Av allarstørsta týdningi er, at tann ráðgeving, sum skrivstovustjórin, starvsfólk á skrivstovuni, ella ekstern hjálp veitir, er óheft av almennum ella einstaklinga áhugamálum. Tí er í greinini ásett, at skrivstovustjórin kann ikki verða løgtingsmaður samstundis, sum hann er skrivstovustjóri, ella at hann hevur størv ella álitisstørv aftur at skrivstovustjórastarvinum í almennari ella framihjátænastu uttan samtykki formansskapsins.

Viðvíkjandi § 23:
Í hesi grein eru settar upp arbeiðsuppgávurnar hjá skrivstovustjóranum. Hann fær tó verri enn so sjálvur tikið sær av øllum starvsuppgávunum og fær tí í greinini heimild at leggja partar av størvum sínum til onnur starvsfólk á løgtingsskrivstovuni.

Løgtingsskrivstovustjórin hevur ábyrgdina av skipanini við løg-tingsskrivstovuni. Skal skil vera á, so má ein vera, sum stýrir løgtingsumsitingini, og sum gevur starvsfólkunum tær neyðugu tænastufyriskipanirnar, og sum raðfestir, hvørji arbeiði fyrst skulu viðgjørd. - At hvør tingmaður í sínum lagi vendir sær til einstøk skrivstovufólk at fáa gjørt ymisk arbeiði, fer ikki at bera til, og kann gerast skrivstovuligur ruðuleiki.

Viðvíkjandi § 24:
Løgtingsnevndirnar mugu verða valdar so skjótt, sum yvirhøvur gjørligt, og tí er ásett, at tær skulu verða valdar á næsta løgtingsfundi, sum løgtingið heldur eftir valið. Tó er í stk. 2 ásett, at skal nýggjur løgmaður verða valdur, so bíðar nevndarvalið til næsta løgtingsfund eftir løgmanstilnevningina, tí at greiða má fyrst fáast á, hvussu politiska støðan er, áðrenn nevndarvalið verður fingið frá hondini.

At nevndarvalið fer fram undir einum merkir, at teir 45 limirnir í teimum 7 nevndunum verða býttir eftir d, Hondts lutfalsvalháttinum. Sum valbólkarnir eru í løtuni vildi hetta givið 25 til samgonguna og 20 til andstøðuna.

Viðvíkjandi § 25:
Stýrisskipanarásettu nevndirnar eru tær týdningarmestu, og verður val teirra tí nevnt fyrst. Tær hava ikki bara tær uppgávur um hendi, sum stýrisskipanarlógin leggur til teirra, men í uppskoti-num verða aðrar uppgávur lagdar fíggjarnevndini og uttanlandsnevndini.

Varamansskipanin hevur higartil verið rættiliga óformlig. Eftir uppskotinum verða varamenn ikki valdir, men greiði má fáast á, hvør hevur málsræði at tilnevna varamann tá ið nevndarliminum berst frá at møta. Skotið verður upp, at floksformaðurin á tingi hjá tí liminum, sum hevur forfall, ger av í hvørjum einstøkum føri, hvør skal møta í staðin.

Í uppskotinum stendur í høvuðsheitum tað, sum fíggjarnevndin átekur sær. Tað kann sundurgreinast soleiðis: Fíggjarlógin, eykafíggjarlógir, hægri fyriskipaðir fíggjarspurningar, lántøkur landskassans, gjaldoyra, tjóðbanki, landsbanki, peningaseðlar, skattur, avgjøld til landskassan, tollur, meirvirðisgjald og spurningar viðvíkjandi tænastumonnum.

Meira sundurgreinað kann verða sagt, at Uttanlandsnevndin røkir hesi mál: Kríggj, hernaðarviðurskifti, verjuskyldu, uttanríkis-tænastu, fiskiveiðisáttmálar, millumtjóða viðurskifti, íroknað norðurlandasáttmálar og viðurskifti við Danmørk (eisini góðkenna avtalur um fíggjarligar veitingar).

Viðvíkjandi § 26:
Nevndirnar, sum verða nevndar, eru ikki tær somu, sum nevndar eru í tingskipanini § 7 stk. 1, tí at tingformannanevndin heldur, at hóskiligari er, at nevndirnar eru so fáar sum gjørligt, og samsvarandi málsøkisbýtinum í landsstýrinum.

Í nevndarskipanum á løgtingi eigur dentur at verða lagdur á, at tingmenninir eru bara 32 (33). Eru nevndirnar so nógvar sum nú, sita somu tingmenn í fleiri nevndum. Verða nevndirnar færri verður lættari at skipa arbeiðið. Eisini verður lættari at fáa yrkisskrivara tøkan, tá ið nevndirnar eru færri.

Orðingin í starvi nevndarinnar er onnur enn tann í tingskipanini, sum er. Í tingskipanini verða nevndirnar nevndar, og sagt verður, at tann ávísa nevndin "...tekur sær av..." teimum og teimum málunum.

Henda orðing er ov ógreið. Tí verður í uppskotinum nágreiniligari sagt, at hvør einstøk nevnd "veitir løgtinginum tilmæli í" teimum og teimum málum. Hetta er sett uppí at staðfesta, at nevndirnar hava ongar eksternar uppgávur, tær eru hjálpiamboð hjá løgtinginum og venda sær við tilmælum sínum til løgtingið. Orðingin ber millum annað í sær, at ein løgtingsnevnd kann ikki leggja fram eitt upprunauppskot á løgtingi. Hon kann tó gera tað umvegis, við tað at nevndarlimirnir sjálvir leggja fram upprunauppskot, men hetta framløguuppskot verður ikki viðgjørt í nevndarsniði við gerðabókarskriving o.ø. Hildið verður, at fara løgtingsnevndirnar at leggja fram upprunauppskot, so verður hetta ein óneyðug kapp-ing við landsstýrið. Slík arbeiði eiga av vera í landsstýrinum.

Sundurgreinað eru hesi mál løgd til Vinnunevndina: Ravmagn, ráevni í undirgrundini, orka, atomorka, fiskiskapur, veiði, handil, handverk, vinna, partafeløg, peningastovnar (ikki fíggjarstýring), vinnustuðul, mát og vekt, prísjavnan, búnaðarviðurskifti, festi- , leigu- og uppsitarajørð, girðing, farmasigling, fiskiídnaður, annar ídnaður, alivinna o.a.

Sundurgreinað eru hesi mál løgd til Trivnaðarnevndina: Arbeiðsviðurskifti, arbeiðaravernd, arbeiðsósemja, sethúsa- og íbúðarbygging, leiguíbúðir, Húsalánsgrunnurin, dýr, djóralæknafrøði, kjøteftirlit, matvørur, umhvørvi, vatn, friðing, plantusjúkur og skaðadýr, almannaviðurskifti, forsorg, barnaforsorg, barnapeningur, almannapensiónir, dagpeningur, sjúkrakassar, lógskyldug vanlukkutrygging, heilsuverk, heilivágur, sinnisbrek o. a.

Sundurgreinað eru hesi mál løgd til Mentanarnevndina: Bløð, bøkur, stavseting, skrivingarlag, skjalasøvn, bókasøvn, kykmyndahús, listasøvn, tónleikur, sjónleikur, fólkaskúlin, framhaldsútbúgving, yrkisútbúgvingar, aðrar hægri útbúgvingar, fróðskaparsetur, kirkju- og trúðarmál, samskifti, postur, fjarritan, telefon, radio, sjónvarp, loftferðsla, ferjur og strandferðsla, havnir, vegir, kavarar, ferðavinna o.a.

Sundurgreinað eru hesi mál løgd til Rættarnevndina: Avtalur, endurgjald, skuld, borganir, arvur, skifti, horvin, sløkkilið, spreingievni, borgaravernd, borgaralig tilbúgving, bygging, byggi- og býarskipanir, kommunuviðurskifti, kommunuval,kommunustýri, fólkayvirlit, ogn, hevd, veð, ítøk, tinglýsing, matrikul, útstykking, einarættur, upphavsrættur, fútarættarmál, uppboð, trotabúgv, skuldsemja, notarialskipan, trygging, ferðslureglur, hýruvognskoyring, ognartøka, stýrisskipanarviðurskifti, tíð, myntir, góðmálmur, løgregla, funnið fæ, stuttleiki, útlendingar, pass, vápn, rættargangur, revsing og fongsulsverkið, eydnuspæl, hjúnalag, børn, løgræði, nøvn, skráir, grunnar og yvirverjastovnurin o.a.

Hóast yvirlitini frammanfyri eru fjølbroytt, eru tey ikki fullfíggjað, men skuldu tey givið góða ábending um, hvar kanska ónevnd mál eiga at vera.

Viðvíkjandi § 27:
Hetta er § 7 stk. 3 í tingskipanini, ið geldur, endurgivið øðrvísi orðað.

Viðvíkjandi § 28:
Helst er óneyðugt at velja nevndir av nýggjum í valskeiðnum - og hvørja ólavsøku - um ikki politiska støðan ger, at politiska samansetingin á ein hvønn hátt gerst øðrvísi, ella at ein meiriluti á løgtingi heldur, at hetta er neyðugt. Tí er ásett í greinini, at nevndir verða ikki valdar av nýggjum í valskeiði løgtingsins, ásetur løgtingssamtykt ikki, at nevndirnar skulu veljast av nýggjum.

Greinin, samanborið við grundregluni um at allar løgtingsnevndir verða valdar undir einum, førir við sær at nýval av nevndum bert kann fara fram av øllum nevndunum og ikki støkum nevndum burturúr.

Viðvíkjandi § 29:
Løgtingsformaðurin hevur eftir tingskipanini nógv um at vera, og ein av arbeiðsuppgávum hansara er m.a. at beina mál í nevndirnar og at hava eftirlit við og kanna eftir, hvussu gongst við nevndararbeiðinum eftir uppskotinum § 35. Tí er tað ósambæriligt við hesi størv at vera nevndarlimur í nevnd.

Næstformenn hava eisini eitt sindur av arbeiði av hesum starvi, og tí er givin heimild til, at teir kunnu bera seg undan at verða valdir í nevnd.

Viðvíkjandi § 30:
Fyrimyndin fyri stk. 1 er § 8 stk. 1 í tingskipan fólkatingsins. Fyrimyndin fyri stk. 2 er sama tingskipan § 8 stk. 2. Stk. 3 er sett uppí at tryggja, at arbeiðslagið altíð verður so væl skipað, sum til ber og undir tí nevndarformanni, sum flestu nevndarlimirnir kenna seg tryggastar við.

Viðvíkjandi § 31:
Her eru formansviðurskiftini í nevndini útgreinað. Neyvan er rætt, berst formanninum frá, tá at lata varamann hansara taka sær av nevndarstýringini, av tí at hann hevur ikki neyðuga innlitið í tað, nevndin hevur viðgjørt. Eisini í hesum førum stýrir næstformaður nevndarinnar arbeiðnum.

Løgtingsumsitingin er lítil, og einki er at ivast í, at tað fer at bera á, at skrivstovustjórin og onnur skikkað starvsfólk á skrivstovuni eru bundin í øðrum nevndum, og at eingin fastur skrivari er tøkur. Tí er ásett, at næstformaður nevndarinnar í hesum førum tekur við sum skrivari.

Viðvíkjandi § 32:
Nevndarlimirnir eiga at fáa sømiliga frest, áðrenn fundurin

verður hildin, og eiga fyri fundin at fáa at vita dagsskránna.

At boð um nevndarfundin skulu verða hongd upp í Tinghúsinum, kemst av, at teir, sum ikki eru nevndarlimir, mugu hava møguleika at nýta sína eygleiðarastøðu eftir stk. 4.

Tó er hetta ein rættur hjá øllum nevndarlimunum, og eru allir nevndarlimir samdir um at víkja frá frestini, tá eigur tað at bera til. Hetta kann t.d. verða, boðar nevndarformaðurin júst eftir tingfundarlok nevndarmonnunum á fund.

Í stk. 3 er regla, sum er vanlig í øllum nevndararbeiði, og tað er, at eitt ávíst minstatal av møttum limum skal vera, fyri at fundir kunnu haldast.

Í stk. 4 verður givin teimum løgtingsmonnum, sum ikki eru limir í ávísari nevnd, eygleiðararætt, tá ið nevndararbeiði er. Hesin eygleiðararættur er givin eftir tí sjónarmiði, at nevndin bara ger eitt arbeiði løgtingsins vegna, og at løgtingsmaður tí má hava møguleika at eygleiða, hvat verður gjørt. Hugsast kann, at henda regla kann fáa nevndarlimirnar at taka sítt arbeiði í enn størri álvara enn nú, tá ið løgtingsmenn, sum ikki eru nevndarlimir, eygleiða teir, t.d. umboðið fyri uppskotssetaran.

Viðvíkjandi § 33:
Skil má verða hildið á, hvat ið fyriferst á løgtingsnevndarfundum, og hvørji sjónarmið koma fram á hesum fundum. Eisini má ein mannagongd vera, so nevndarlimirnir veruliga eru samdir um, hvat er fyrifarið. Tí verður mælt til, at gerðabók verður skrivað fyri hvønn fundin á sama hátt sum løgtingsfundirnar, soleiðis at skrivstovustjórin ella tann, sum skrivar gerðabók á fundinum, skrivar bókina, og hon verður sett til atkvøðugreiðslu eftir upplestur á næsta fundi.

Viðvíkjandi § 34:
Mælt verður frá at seta á stovn samráð í løgtingsnevndum. Viðurskiftini hjá okkum eru so smá, at eins væl ber til at greiða allar spurningar við fyrispurningum til landsstýrismenn eftir tingskipanini.

Í hesum sambandi skulu vit minnast til, at løgtingið er ikki størri enn ein nevnd í parlamentunum á meginlandinum, og landsstýrismenn hava nógv um at vera, tí at fyrisitingin er lítil.

Tí verður mælt til, at nevndirnar viðgera bara tey mál, sum eru beind nevndini frá formanninum eftir 1. viðgerð ella eftir samtykt tingsins, uttan í teim førum, tá ið stýrisskipanarlógin gevur nevnd heimild sjálv at taka mál upp.

Hetta við samráðum gongur heldur ikki fram av stýrisskipanarlógini. Í henni eru ongar reglur um slíkt, og eftir grundtankanum undir lógini, so er ætlanin, at almenningurin og veljarin skulu altíð hava innlit í, hvat løgtingsmaðurin tekst við. Við arbeiðum í nevndum fær hann hetta innlit, tí alment álit spyrst burturúr, men ikki fær hann hetta, um samráð verða loyvd, tá verður politiska eftirlitið innan stongdar dyr.

Spyrjast kann: Skal bera til hjá løgtingsnevnd at leggja mál fram á byrjanarstigi? Svarið er, at hetta eigur ikki at bera til, tí so hevur nevndin gingið arbeiðsstýring løgtingsins ov nær - Hvussu nú, um onnur nevnd tekur upp sama mál? Hetta er heimild, sum tilkemur formanninum. Tí verður mælt frá, at hetta skal bera til.

Eftir greinini ber heldur ikki formanninum til at beina mál í nevnd fyrr enn eftir 1. viðgerð, og soleiðis kann formaðurin ikki beina skriv, sum koma til løgtingið, í nevndir til viðgerðar, og heldur ikki uppskot, hevur løgtingsmaður ella landsstýrið ikki lagt tey fram, og tey hava verið til 1. viðgerð.

Viðvíkjandi § 35:
Greinin stk. 1 er avskrift av § 8 stk. 8 í tingskipan fólkatingsins.

2. og 3. stk. eru nýggj og byggja á ta sannroynd, at nevndararbeiðið gongur ov seint, og at tað ber á, at einki álit verður latið úr nevnd, áðrenn løgtingið fer í summarfrí. Eisini ber á, at nevndirnar viðgera als ikki mál um heystið og veturin, men so taka nógv mál um várið til viðgerðar, har nóg nógv mál longu frammanundan eru at taka sær av.

Birt verður uppundir, at álit skal verða latið innan ein mánað. Hetta er tó heldur stutt frest til fíggjarlógarviðgerðina, og her er frestin sett til 2 mánaðir. Føri kunnu vera í rúgvumiklum lógaruppskotum, at ein mánaður er ov stutt frest, og tí verður heimilað løgtingsformanninum eftir umbøn frá nevndarformanni at leingja frestina.

Um so er, at einki álit er latið innan frestina, kann ein og hvør tingmaður krevja, at løgtingið atkvøður, um tingviðgerðin skal halda fram og einki álit er. Tak t.d. mál, sum beint er í nevnd ímillum 1. og 2. viðgerð, og har einki álit er latið innan frestina. Tá kann ein og hvør tingmaður krevja, at formaðurin setur til atkvøðugreiðslu spurningin, um farið skal verða undir 2. viðgerð við ongum áliti. Verður hetta samtykt, verður hildið á við ongum áliti, og broytingaruppskot, sum viðgjørd verða, eru tá bara frá vanligum tingmonnum.

Ger eingin tingmaður vart við seg og krevur spurningin um fram-haldandi viðgerð settan til atkvøðugreiðslu, so fær tað, at frestin í stk. 2 ikki er hildin, onga avleiðing fyri málið. - Málið kemur so til viðgerðar, tá ið álit verður lagt á tingborð, ella verður einki álit lagt fram, so fellur málið burtur eftir regluni í stýrisskipanarlógini § 15 stk. 3.

Viðvíkjandi § 36:
Tað kann bera á, at løgtingsnevnd nýtist serkøna, lønta hjálp aðrastaðnis enn av løgtingsskrivstovuni, antin tí at serkunnleikin er ikki har, ella so nógv er at gera á skrivstovuni, at ikki er hugsingur um at fáa alt arbeiðið frá hondini.

Tí má heimild verða hjá løgtingsnevndarformanni at søkja sær slíka hjálp uttanhýsis. Tó fer ikki at bera til, at hvør nevndarformaður í sínum lagi fer eftir uttanhýsishjálp, onkur má vera, sum samskipar, hvussu nógv hjálp sum heild er neyðug, og um játtan er til tess.

Tí er ásett í greinini, at nevndarformaður, sum ætlar sær serkøna hjálp, má biðja um loyvi til tess frá løgtingsskrivstovustjóranum. Løgtingsskrivstovustjórin skal, tá ið hann tekur støðu til slíkt mál, í samráð við løgtingsformannin, meta um, um neyðugt er at fara aðrastaðnis í ítøkiligu viðgerðini, og um neyðug fíggjarlig játtan er til tess.

Viðvíkjandi § 37:
Í øllum nevndararbeiði er týdningarmikið, at ávís seinasta frest verður sett, og at tað, eftir tað at hon er sett, einki nýtt kemur afturat, men arbeitt verður við tí, sum komið er fram.

Viðvíkjandi § 38:
Ansað má vera eftir, at nevndarviðgerðin í løgtinginum veruliga verður ein heildarnevndarviðgerð, og ikki ein viðgerð í tveimum ella fleiri bólkum, sum hvør í sínum lagi ger sítt álit. Tí er ásett, at skrivstovustjórin, ella tann, hann tilnevnir, ger eitt uppskot til eitt heildarálit eftir tí, sum skrivað er í gerðabók, og at hann handar nevndarformanninum hetta uppskot.

Viðvíkjandi § 39:
Nevndarformaðurinstýrir nevndararbeiðinum, og tí leggur hann, uppskot skrivstovustjórans fyri nevndina, eftir tað at hann møguliga hevur rættað í álitinum. Honum liggur á at ansa eftir, at bara tað mál, sum er til viðgerðar, verður umrøtt í álitinum og einki annað. Hann má eisini ansa eftir, at nú koma ikki fram nýggj sjónarmið í málinum. Tey skuldu nevndarlimirnir gjørt vart við, áðrenn málsviðgerðin endaði sbr. § 37.

Viðvíkjandi § 40:
Neyvan er nóg mikið, at bara nevndarformaðurin skrivar undir álitið. Tí er ásett, at allir nevndarlimirnir skriva undir álitið.

Viðvíkjandi § 41:
Álitið má verða latið løgtingsformanninum.

Viðvíkjandi § 42 og § 43:
Greinirnar eru bara endurtøkur eftir stýrisskipanarlógini, og tær eru hentar hjá tingmonnum at minnast til.

Viðvíkjandi § 44:
Um stk. 1 er at viðmerkja, at tingskipanin, sum geldur, § 12 stk. 1 ásetur, at lógaruppskot skulu hava lógarsnið, og hetta er tí bara henda grein endurgivin. Harafturat verður sagt, at heitið skal vera stutt, so at lætt skal vera at vísa til lógina, verður hon samtykt.

Um stk. 2 er at viðmerkja, at tað er sett uppí at tryggja, at so lætt sum gjørligt verður at finna í lógunum og at lætt skal vera at lesa tekstin.

Um stk. 3 er at viðmerkja, at mótvegis stk. 1 og stk. 2, er hetta ikki ein bindandi áseting. Hetta er stevnumið, sum gott kann verða at halda seg til, tá ið viðmerkingarnar til uppskotið skulu verða skrivaðar, men føri kunnu verða, tá ið hetta er ov nógv at krevja.

Endamálsorðingar í lógum hava ongan rættarligan týdning og eiga tí ikki verða í lógaruppskotum. Undantaksføri kunnu tó verða, t.d. fólkaskúlalógin, og tí er ikki forboð sett fyri hesum í uppskotinum.

Viðvíkjandi § 45:
Við stk. 1 1. pkt. verður staðfest, at ikki ber til at leggja fram tingmál við bara at senda tingmonnum uppskotið við postinum. Uppskotið skal formliga verða lagt fram á tingfundi. Mannagongdin at leggja fram mál er fullkomiliga ótolandi hjá løgtingsumsitingini, tá ið mál verða latin fyrisitingini nakrar tímar, áðrenn tey skulu verða løgd fram, ella enntá eftir tað, at løgtingsfundur er settur. - Løgtingsskrivstovan má hava góðar stundir at avrita og annars leggja málsframløguna til rættis, og tí verður í stk. 1 2. pkt ásett, at mál kann ikki verða lagt fram, hevur løgtingsformaðurin ikki innan 72 yrkadagatímar fyri fundin fingið endaliga orðað uppskot, sum uppskotssetarin hevur undirskrivað.

Viðvíkjandi § 46:
Greinin er tingskipan sum er § 14 stk. 1 endurgivin, tó soleiðis, at dagarnir nú eru yrkadagatímar. Í stk. 2 verður heimild til at leggja fleiri ymisk løgtingslógaruppskot í eina málsviðgerð. Hetta kann verða hóskiligt, tá ið landsstýrið leggur fram pakka-uppskot t.d. á skattamálaøkinum.

Viðvíkjandi § 47:
Løgtingið kann ikki við tingsamtykt broyta avgerð formansins um hvørja nevnd, málið skal verða beint í.

Viðvíkjandi § 48:
Greinin er § 14 stk. 2 í tingskipanini, sum er, endurgivin, tó tillagað uppskotinum § 83. Harnæst er meira nágreiniliga sagt, hvussu og nær broytingaruppskot kunnu verða fram. Munur verður gjørdur á tingmanni og nevndarlimi í nevnd, ið hevur lagt fram álitið. Tað verður gjørt, so at nevndin ella nevndarlimur kann koma við uppískoytisuppskoti/um til uppskot, sum tingmaður hevur sett fram, áðrenn 2. viðgerð er byrjað.

Viðvíkjandi § 49:
Greinin er § 15 í tingskipanini, sum í høvuðsheitum er endurgivin.

Viðvíkjandi § 50:
Á sama hátt, sum ásett í tingskipanini, ber ikki til eftir greinini at beina mál í nevnd við 2. og 3. viðgerð, uttan tingsamtykt er við. Løgtingsformaðurin ger tá av hvørja nevnd, málið verður beint í.

So sum greinin er orðað, so ber til við tingsamtykt at beina málið aftur í nevnd fleiri ferðir, eftir at tað er farið til 2. viðgerð. Somuleiðis ber til, eftir greinini, at leggja niður 2. ella 3. viðgerð og beina málið í nevnd, og tá ið álit kemur úr nevndini at taka somu viðgerð upp aftur.

Við 2. viðgerð kunnu ivamál stinga seg upp, eitt nú um broytingaruppskot er lagt fram við 2. viðgerð, og hesar broytingar snúgva seg um øki, sum ikki nágreiniliga eru viðgjørd í nevndini, og tí ikki greidd í álitinum. Tá er neyðugt at hava ein møguleika at geva nevndini málið aftur. Hetta skal kunna bera til, og at tað kortini varir ikki óneyðuga leingi. Tí skal bera til hjá formanninum at taka málið til framhaldandi viðgerð, uttan um reglurnar um 48 yrkadagatímar í § 48 stk. 1 eisini um tað er á sama fundi.

Viðvíkjandi § 51:
Eftir stýrisskipanarlógini § 26 skal løgmaður innan 30 dagar eftir endaligu samtyktina í løgtinginum staðfesta og kunngera løgtingslógaruppskotið, sum løgtingið hevur samtykt. Eftir 30 daga frestina fær løgmaður ikki staðfest. - Soleiðis er eisini við ríkislógartilmælum.

Tí má sjálvsagt ikki vara ov leingi frá endaligu samtyktini, til løgmaður alment veit um hetta, og tí er ásett, at løgtingsformaðurin skal boða løgmanni frá hesum innan 12 yrkadagar eftir endaligu samtyktina.

Viðvíkjandi § 52:
At orðingin skal vera á føroyskum og donskum er samsvarandi løgtingsmáli 7/1988: "Lov om bekendtgørelse af love, bekendtgørelser og anordninger på Færøerne" har samtykt var við 20 atkvøðum fyri og ongari ímóti eftir uppskoti frá einum meiriluta í rættarnevndini við limunum Ingrið Sondum, Jóannesi Dalsgaard og Jógvani Sundstein henda samtykt:

"Álagt verður landsstýrinum at bera so í bandi, at fólkatingslógir, ið settar verða í gildi í Føroyum, eisini verða kunngjørdar í heilum líki á føroyskum máli í Kunngerðablaðnum."

Skotið verður upp, at í ríkislógartilmælisuppskotinum skal allur teksturin standa við tí orðalagi, hann skal hava í Føroyum, og ikki bara ávísing til danska lóggávu.

Orsakirnar fyri hesum eru tær. Onnur, at teksturin, tá ið hann fær gildi, helst skal verða lýstur í heilum líki, so lætt er at fáa yvirlit yvir, hvat liggur í rættarregluni. Hin, at ríkislógartilmælið fær størri bindandi kraft, tá ið tað verður sent ríkismyndugleikunum, av tí at ein kanska aftrar seg meiri við at rætta í einum heildarteksti enn í einum skjali, sum víst verður til.

Viðvíkjandi § 53:
Stýrisskipanarlógin birtir uppundir, at viðgerðarhátturin fyri ríkislógartilmælisuppskot og løgtingslógaruppskot er hin sami. Í báðum førum er talan um lóggávu, sum koma skal at galda í Føroyum. Tí verður bara víst til, at reglurnar í øllum førum eru tær somu fyri ríkislógartilmælisviðgerð og løgtingslógarviðgerð.

Viðvíkjandi § 54:
Greinin er í stórum bara stýrisskipanarlógin endurgivin, og sum er góð at hava í huga hjá tingmonnum. Tó verður við greinini natúrliga latið løgtingsformanninum at gera av, nær ið atkvøðugreiðsla um løgmann skal vera, tó soleiðis at hetta er innan teir karmar § 28 í stýrisskipanarlógini setur.

Nevndin mælir til, at mannagongdin fyri løgmanstilnevning í dagligari politiskari talu fer at verða nevnt "formansumfar", svarandi til hitt danska "dronningerunde".

Nevndin hevur hugsað um, um serreglur skulu verða settar í tingskipanina, um so er, at formansumfarið gevur ábendingar um, at tann, sum tilnevndur fer at verða til løgmann, er løgtingsformaðurin sjálvur.

Nevndin heldur ikki, at til ber at gera serligar tingskipanarreglur í hesum sambandi, og at einki er til hindurs fyri, at løgtingsformaðurin skjýtur upp seg sjálvan sum løgmansevni. Tó er greitt, at verður hann tilnevndur løgmaður, so noyðist hann at leggja frá sær sum løgtingsmaður, og tískil sum løgtingsformaður sbr. stýrisskipanarlógini § 32 stk. 1.

Virðiligasta mannagongdin, um so er, at formansumfarið bendir á løgtingsformannin sum løgmann, er, at løgtingsformaðurin skjýtur ikki upp seg sjálvan til løgmann, men letur einum av næstformonnunum formanssessin, og hann, ið nú situr í formanssessinum, so skjýtur hann upp.

Viðvíkjandi § 55:
Einki stýri í einum demokratiskum samfelagi tolir, at dagar og vikur fara, og fólkið veit ikki, um hetta stýrið veruliga hevur sínar heimildir, ella um tað verður sett frá.

Tí ásetur greinin, at so skjótt, sum skrivligt misálitisuppskot er lagt fram á tingi, verður skráin broytt, tá ið málið, sum er til viðgerðar, er liðugt á hesum fundi, og sett verður sama dag til umrøðu uppskotið um misálit á løgmann ella landsstýrismann. Umrøðan heldur á, til eingin longur hevur nakað at siga, ella talutíðirnar eftir tí, í skjalinum stendur til hesa tingskipan eru uppbrúktar, og tá verður farið til endaligu atkvøðugreiðslu í málinum. Atkvøða fleiri enn helmingurin av øllum tingmonnum fyri misálitisuppskotinum, er tað samtykt eftir reglunum í stýrisskipanarlógini § 29 stk. 2 og § 30.

Spurt kann verða, um slík mannagongd kann brúkast, um so er, at ein ella tveir tingmenn í heilum skjóta upp misálit, sum ikki minnsti møguleiki er at samtykkja. Her hevur nevndin hugsað um tann møguleika at sett uppskot fram um, at t.d. bara seks tingmenn kunnu seta fram misálitisuppskot; men nevndin hevur aftrað seg við at seta slíkt uppskot fram, tí ivasamt er, um ikki løgtingsmaður hevur rætt einsamallur at seta misálitisuppskot fram eftir okkara stýrisskipanarlóg. Verður hetta ferð eftir ferð, so ber til hjá tinginum, áðrenn málið yvirhøvur verður umrøtt, at vísa málið burtur eftir § 65 stk. 3.

Viðvíkjandi § 56:
Greinin nevnir í stk. 1, hvørji sløg av uppskotum vanliga verða viðgjørd sum uppskot til samtyktar, og hevur annars eina aðaltreyt í stk. 2 um, at øll onnur sjálvstøðug uppskot á løgtingi, sum ikki hava annan viðgerðarhátt eftir tingskipanini, fáa viðgerð sum uppskot til samtyktar.

Viðvíkjandi § 57:
Reglan er í høvuðsheitinum samsvarandi § 12 stk. 1 2. pkt. í tingskipanini, sum er, har verður tí gjøllari útgreinað, hvussu viðgerðin skal vera.

Viðvíkjandi § 58:
Í greinini er ásett mannagongdin fyri mansvali.

Her má rættiliga skjótt fáast greiði á, hvør skal verða valdur. Ikki ber til alment í einum so lítlum samfelagi sum tí føroyska á tingsins røðarapalli at hava eina almenna umrøðu av dygdunum ella tvørrandi dygdunum hjá teim evnum, sum eru í uppskoti og tí ásetur greinin, at atkvøtt verður og eingin umrøða í málinum.

Tað kann vera, at onkur flokkur í løgtinginum, eftir at uppskot til evni eru framkomin, skal tosa við annan flokk um, hvussu borið skal verða at í atkvøðugreiðsluni, og tí er í stk. 2 ásett, at 6 tingmenn kunnu krevja, at atkvøðugreiðslan verður á seinni fundi. Somuleiðis kanska onkur hevur hug at kanna, áðrenn atkvøðugreiðslan er.

Um atkvøðugreiðslumannagongdina sí § 86 stk. 2.

Viðvíkjandi § 59:
Um stk. 1. Hetta er stýrisskipanarlógin § 12 stk. 1 endurtikin.

Um stk. 2. Tørvur kann verða á, at eisini í øðrum førum enn í ólavsøkurøðu løgmans skal bera til at greiða løgtinginum frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan, og at kjakast verður um hetta. Serligan áhuga hevur hetta kanska, um nýggjur løgmaður og nýggir landsstýrismenn verða tilnevndir í eini tingsetu, og løgmaður tá fer at greiða løgtinginum frá, hvørja politiska kós hann ætlar at seta.

Um stk. 3. Hesin fráboðanarrættur fer at verða nýttur til slík evni, tá ið løgmaður heldur, at løgtingið er hugað at vita um ávís viðurskifti. Sum dømi um evni, sum kunnu verða fráboðað eftir hesi grein, er fráboðan um, at løgmaður hevur gjørt av at skriva út løgtingsval, ella fráboðan um, at løgmaður hevur loyst úr starvi landsstýrismann og sett annan í hansara stað.

Um stk. 4. Tørvur kann eisini verða á, at ein landsstýrismaður heldur røðu um ávíst evni á sínum málsøki, og at tingið kjakast um hetta. Soleiðis kann landsstýrismaðurin fáa hylling á, hvussu politisku viðurskiftini eru, áðrenn hann arbeiðir meira við ávísum evni.

Viðvíkjandi § 60:
Fyrispurningar, sum settir verða eftir hesi grein, eru slíkir, sum upp á seg eru lættir at svara hjá løgmanni ella landsstýrismanni, um teir stutt frammanundan hava fingið at vita um spurningin. Fyrispurningarnir, sum settir verða eftir hesi grein, skulu helst vera slíkir, sum lítið og einki kjak stendst av í tinginum. Er hetta ikki so, so verða teir vístir til at verða settir skrivliga, og tá verður talutíðin longri.

Samtykki løgtingsins krevst ikki fyri at spyrja, og tí er heimild givin, at tann, sum spurdur verður, kann vísa til, at spurningurin verður settur skrivliga.

Greinin er í høvuðsheitunum ætlað at koma ístaðin fyri tað, nevnt verður samráð, sum tey hava á fólkatingi.

Ikki bara løgtingsmenn eru hugaðir at vita, hvussu er við fyrisitingini. Eisini kann vera, at teir vilja hava at vita, hvussu gongst við málum í nevndum, har teir ikki eru nevndarlimir. - Tí verður givin heimild at spyrja um hetta.

At tann, sum spurdur verður, skal hava fráboðað um hetta í seinasta lagi dagin fyri, er grundgivið við, at hann má hava ein møguleika so dánt at kanna málið. At løgtingsformaðurin skal hava fráboðan um munnligan fyrispurning er sett uppí, so at hann skal hava møguleika at leggja til rættis fundin, og hvussu langur fundurin skal vera.

Viðvíkjandi § 61:
Greinin er endurtikin í broyttum líki eftir § 20 í tingskipanini, sum er, og við tingsskipan fólkatingsins § 21 sum fyrimynd. Frestin at svara fyrispurninginum er ikki 10 dagar, sum hildið verður, er alt ov stutt, men innan 20 yrkadagar. Greinin er eisini tillagað minnilutaverjuni í stýrisskipanarlógini § 21.

Greinin er týdningarmikil. Hetta er einasti møguleiki, løgtingið hevur óbeinleiðis at leggja upp í fyrisitingina. Verður ikki svarað, sum meirilutanum í tinginum hóvar, kann sami meiriluti gera av, at hetta er so álvarsligt, at landsstýrismaðurin ella løgmaður ikki longur kann sita í starvi. Somuleiðis kann kjakið í sambandi við fyrisitingarspurningin ávirka landsstýrismannin í støðutakan hansara.

Fyrispurningar eftir hesi grein eru slíkir, sum eitt sindur av kjaki millum tingmenn kann ætlast at standa um. Aðrir fyrispurningar, sum eru stuttir, lítið kjak fer at standast av, og sum upp á seg eru lættir at svara, verða vanliga settir fram sum munnligir fyrispurningar.

Eftir greinini er skylda at svara. Avleiðingin av, at ikki verður svarað ella ikki svarað rættstundis, er, at tingmenn kunnu gera av at samtykkja misálitisváttan á tann, sum spurdur verður.

Eftir tingskipanini § 20, sum er, ber til at seta ríkisumboðsmannin fyrispurningar á tingi. Hesin møguleiki er eftir uppskotinum ikki til, hvørki til skrivligan ella munnligan fyrispurning. - Hetta er ein avleiðing av, at eftir § 51 stk. 1 í stýrisskipanarlógini umboðar landsstýrið heimastýrið mótvegis ríkismyndugleikunumm, og løgtingsmenn hava einki málsræði á hesum øki. -Vil løgtingsmaður spyrja um okkurt á felagsmálsøkinum, má hann tí seta rætta landsstýrismanni fyrispurningin, og hann útvegar tá svarið frá ríkismyndugleikunum og leggur tað fyri løgtingið.

Viðvíkjandi § 62:
Stk. 1 hevur í verki verið brúkt, hóast eingin skrivað heimild er í tingskipanini, men tó so lagaliga, at hevur uppskot verið fráboðað innan frestina, men ikki endaliga skrivað, so hevur tað borið til at lagt uppskotið fram í somu tingsetu. - Hetta birtir henda grein ikki uppundir. Er uppskotið ikki endaliga lagt fram í fullum skrivaðum líki, ber ikki til at leggja hetta uppskot fram, uttan eftir mannagongdini í stk. 2.

Grundgevingin fyri regluni er, at onkuntíð í tingsetuni má verða steðgað á og sagt, at nú mugu tey mál, sum longu framløgd eru, gerast liðug, og onnur mál ikki løgd fram.

Stk. 2 ásannar tann veruleika, at nøkur mál hava so alstóran týdning, at tey kunnu ikki bíða. Tá verður uppskotið skrivað, og landsstýrismaðurin ella løgtingsmaðurin, sum leggur uppskotið fram, fær so 17 tingmenn at átekna á upprunaeintakið, at teir loyva framløgu, og uppskotið verður síðan lagt fram og fær viðgerð eftir vanligum reglum.

Misálitisuppskot á løgmann ella landsstýrismann, sbr. § 29 stk. 2 og § 30 í stýrisskipanarlógini kann, hóast tað, sum er ásett í stk. 1, altíð leggjast fram eftir reglunum í § 55 tí at reglan í stk. 1 fatar ikki um slík uppskot; tey eru ikki uppskot til løgtingslóg, ríkislógartilmæli ella uppskot til samtyktar.

Viðvíkjandi § 63:
Greinin er við eitt sindur øðrvísi orðing endurgivin eftir § 10 stk. 1 í tingskipanini, ið er.

Viðvíkjandi § 64:
Greinin er avskrift av § 12 stk. 2 og 3 í tingskipanini, ið er, tó er kravið um, at endurnýggja at samtykkja sama uppskot bara kann vera, atkvøða 3/5 av tinginum fyri, broytt til, at vanligur meiriluti, sum eru fleiri fyri enn ímóti sbr. stýrisskipanarlógini § 18 stk. 2, loyva at leggja málið fram av nýggjum.

Tá ið framløga er loyvd, fær málið viðgerð eftir teim vanligu reglunum.

Greinin fatar bara um løgtingslógaruppskot, ríkislógartilmælisuppskot og uppskot til samtyktar. Sostatt er einki til hindurs fyri at misálitisuppskot á landsstýrismann, og sum felt er í eini viku, verður sett fram í vikuni eftir og tikið til atkvøðugreiðslu, og mannagongdin í stk. 2 verður ikki fylgd.

Viðvíkjandi § 65:
Fyrimyndin fyri greinini er tingskipan fólkatingsins § 16 stk. 3. Hjá okkum er greinin orðað longri, av tí at hægri fyriskipaðu lógirnar eru 3 ella kanska 4, tað eru grundlóg ríkisins, heimastýrislógin, stýrisskipanarlógin og allir millumtjóðasáttmálar sbr. grundregluni í stýrisskipanarlógini § 55.

Greinin byggir á tað sjónarmiðið, at virðing løgtingsins fyri lógini er so stór, at tað kann ikki veruliga fara at viðgera eitt uppskot, sum er ólógligt, og tí verður tað lagt til formansskapin, tá ið hann hevur fingið neyðugt ummæli frá skrivstovustjóranum, at gera av, um teir halda, at tað er ólógligt, og um so er, at lata løgtingið beinanvegin gera av, um tað er samt í hesum og tí vísir tí uppskotinum burtur. - Er ikki meiriluti fyri, at uppskotið verður burturvíst, má hetta verða tikið sum, at løgtingið heldur ikki, at uppskotið gongur ímóti lóggávuni. Atkvøðugreiðslan verður á vanligan hátt, sbr. stk. 2., t.e., eru fleiri fyri enn ímóti, er samtykt at vísa uppskotinum burtur.

Soleiðis, sum uppskotið er orðað, so er tað ein metingarspurningur hjá formansskapinum, um uppskotið er ímóti nevndu lógarreglum eftir at hava umrøtt málið við skrivstovustjóra løgtingsins. Men tað er eingin metingarspurningur, um tað skal elva til, at løgtingsformaðurin fer at mæla til at vísa uppskotinum burtur. - Hetta hevur hann skyldu til.

Ad 1) Tá ið skrivað verður, at burturvísing skal vera í teim førum, uppskot gongur ímóti grundlóg ríkisins, so verður serliga hugsað um reglurnar í grundlógarinnar § 68, 70, 71 72, 73, 74, 75, 76, 77, 78, 79, 82. Sostatt má uppskot, fyri ikki at verða burturvíst, virða reglurnar í grundlógini um trúarfrælsi, persónligt frælsi, bústaðarfrælsi, ognarrætt, vinnufrælsi, almannahjálp, undirvísingarrætt, talifrælsi, felagsfrælsi og fundarfrælsi.

Tá ið skrivað verður, at burturvísn skal vera í teim førum, tað gongur ímóti heimastýrislógini, verður serliga hugsað um tey føri, tá ið løgtingslógaruppskot verður lagt fram á málsøki, sum ikki er yvirtikið, ella sum ikki kann verða yvirtikið. Sjálvsagt er einki til hindurs fyri at seta fram løgtingslógaruppskot um at yvirtaka felagsmálsøki, ber tað til eftir lógini. Somuleiðis verður hugsað um løgtingslógaruppskot, sum gongur ímóti § 5 stk. 1 og § 10 stk. 2 2. pkt. í heimastýrislógini.

Tá ið skrivað verður, at burturvísing skal vera, er løgtingslógaruppskotið ímóti stýrisskipanarlógini, so verður hugsað um føri, tá ið uppskotið gongur ímóti ásetingunum í hesi lóg. Serliga verður hugsað um § 1 í lógini á tann hátt, at fyrisitingarvaldið við løgtingslóg verður tikið frá landsstýrinum, ella dómsvald frá dómstólunum. Somuleiðis verður hugsað um tey føri, tá ið uppskotið ásetur reglur fyri tey føri, tá ið heimildin er løgd landsstýrinum eftir stýrisskipanarlógini, eitt nú viðurskiftini Føroya og Danmarkar ímillum ella í millumtjóðaviðurskiftum. Harafturat verður hugsað um føri, tá ið uppskotið gongur ímóti millumtjóðasáttmála t.d. mannarættindasáttmálanum, og tí er ógildugt eftir stýrisskipanarlógini § 55.

Ad 2) Eftir stýrisskipanarlógini § 1 er landsstýrið eitt vald javn-bjóðis løgtinginum. Tí ber ikki til, tá ið stýrisskipanar-lógin fær gildi, at áleggja ella skyldubinda landsstýrið at leggja fram ávíst løgtingslógaruppskot ella ríkislógartilmælisuppskot. - Harafturímóti er einki til hindurs fyri at heita á landsstýrið at leggja fram slíkt uppskot, tá ið løgtingið saman við løgmanni hevur lóggávuvaldið og tí hevur málsræði á hesum øki.

Ad 3) Sera vanligur háttur hevur verið, at løgtingið samtykkir at áleggja landsstýrinum eitt hvørt fyrisitingarligt ella at taka onkur stig ímóti ríkisstýrinum ella í millumtjóðaviðurskiftum.

Eftir nýggju stýrisskipanarlógini hevur løgtingið mist málsræði sítt á hesum økjum og kann tí ikki í uppskotum til samtyktar leggja seg út í hesi viðurskifti.

Spurt kann vera, um slíkt uppskot til samtyktar skal kunna verða orðað sum ein áheitan at gera eitthvørt. Hetta birtir uppskotið ikki uppundir, tí hetta forskjýtur maktjavnan í § 1 í stýrisskipanarlógini; hevur ein rætt at seta fram áheitan, so leggur ein seg veruliga út í málsøkið, og tað tilkemur ikki løgtinginum eftir § 1. Løgtingið fær óbeinleiðis ávirkan á hesi viðurskifti á tann hátt, at løgtingsmaður setur fram fyrispurning til landsstýrismann á málsøkinum og í hesum sambandi kjakast um eitthvørt fyrisitingarligt ella okkurt millumtjóðað. Er svar landsstýrismansins ikki nøktandi, kann tað elva til, at misálitiuppskot verður sett á henda landsstýrismann, so hann noyðist frá, men beinleiðis at gera uppskot til samtyktar hesum viðvíkjandi ber ikki til av vantandi málsræði.

Ad 4) Ansað má verða eftir, at ikki verða samtykt uppskot til samtyktar, sum veruliga eru ímóti borgarunum við lógarinnihaldi. Slík uppskot mugu verða víst burtur og sett fram sum lógaruppskot, samtykt og staðfest av løgmanni og kunngjørd eftir vanligum reglum. - At samtykkja slík uppskot sum uppskot til samtyktar elvir bara til løgfrøðiligan ruðuleika.

Í stk. 3 verður umrøtt at vísa burtur slík uppskot, sum ganga ikki ímóti lóggávuni, men sum tingmenn halda eru so burturvið, at hesi mál eiga enntá ikki at verða umrødd. Varsemi eigur sjálvsagt at verða víst at vísa burtur málið, bara tí at nakrir tingmenn mæla til tess, og tí er ásett, at 3/5 av allari tingmanningini skulu atkvøða fyri burturvísing í hesum føri. Stk. 3 er tingskipan § 11 í tingskipanini, ið er, endurgivin.

Viðvíkjandi § 66:
Greinin er avskrift av stýrisskipanarlógini § 15 stk. 3, sum hent er at hava í huga í tingarbeiðnum.

Viðvíkjandi § 67:
Stk. 1 og stk. 2 eru avskrift av stýrisskipanarlógini § 13, sum hent er at hava í huga í tingarbeiðnum. Stk. 3 er endurtøka av § 6 stk. 1, 2. pkt. í tingskipanini, ið er, endurtikin.

Viðvíkjandi § 68:
Gamalt hevur verið ikki at halda tingfund sunnu- og halgidagar, uttan avgerandi umstøður gera tað neyðugt, og einki er, sum bendir á, at nøkur orsøk er at sleppa hesi meginreglu. Somuleiðis má vanliga eisini farast til hús í hampiligari tíð um kvøldið.

Harafturímóti má tingformaðurin hava loyvi at krevja, at fundur verður hildin á kvøldi, hóast ikki avgerandi neyðugar umstøður eru, í teim førum, tá ið arbeiðið er nógv.

Tá ið viðgerðin av stýrisskipanarlógini varð viðgjørd, sást greitt, at stórt fleirtal tykist at vera fyri, at leygardagur er vanligur arbeiðsdagur, og henda grein í tingskipanaruppskotinum birtir eisini uppundir, at leygardagur er vanligur fundardagur.

Greinin hevur fyrimynd sína í tingskipan stórtingsins § 25.

Viðvíkjandi § 69:
§ 6 stk. 1 í skipanini, sum er, ásetur, at formaðurin ásetur skránna fyri næsta fund. Henda regla verður í hesi grein í uppskotinum endurgivin.

Fundurin verður lýstur alment t.d. í útvarpi, sjónvarpi ella bløðum.

Til stk. 3 er at viðmerkja, at tingmenn úti um landið mugu hava eina ávísa frest at koma til Havnar, kanska serliga teir í Suðuroynni, og verður hildið, ringt er at hava styttri frest enn 24 tíma frest.

Til stk. 4. At dagsskráin soleiðis óformliga verður broytt, tá ið fundurin verður settur, fer ikki at bera til. Tingmenn hava fyrireikað seg til ávíst mál, og ikki ber til brádliga bara at seta annað mál á skránna, og sum teir als ikki hava lisið uppá. Somuleiðis má eisini almenningurin í hampiliga góðari tíð verða kunnaður um dagsskránna. - Er soleiðis onkur, sum ætlar at gera vart við seg aðrastaðnis enn í tinghúsinum, áðrenn fundur verður settur, ella lurta eftir umrøðu, so er tað sjálvsagt, at ikki er rætt at forða honum í tí, við tað at formaðurin brádliga setur málið á skránna, og eingin av teim áhugaðu varnast tað. Hesi sjónarmið galda ikki í tí føri, at mál verður tikið av dagsskránni. Slík mál koma aftur á dagsskrá, og tá verður tað fráboðað alment.

Til stk. 5. Greinin hevur fyrimynd sína í fólkatingsskipanini § 32 stk. 5.

Viðvíkjandi § 70:
Greinin er útgreinað í § 23 stk. 2 í tingskipanini, ið er, um viðurskiftini, tá ið løgtingsmaður leggur frá sær.

Ásett er, at um so er, at tingmaður sigur frá, at hann vil ikki longur vera tingmaður, so er hetta ein endalig avgerð, sum varar tað, ið eftir er av valskeiðnum. - Tí at ikki skal bera til at fara so lætt um tingsessin, at tingmaðurin sjálvur ger av, nær hann er løgtingsmaður ella ikki. Ikki eigur at bera til hjá tingmanni at brúka tað at leggja frá sær og taka við aftur sum eitt politiskt vápn. Hann má gera av við seg sjálvan, um hann er tingmaður, ella hann er ikki tingmaður.

Er grund fyri fyribils ikki at møta ávísa tíð, verða reglurnar ikki brúktar, men forfalsførisreglurnar í § 71.

Løgtingsmaður, sum gerst løgmaður ella landsstýrismaður, má sjálvsagt hava heimild at taka sess sín aftur, fer hann úr landsstýrinum.

Viðvíkjandi § 71:
Greinin byggir á tingskipanina, ið er, § 23 um forfall.

Burturúr eru tiknar reglurnar um, at løgtingsmaður, sum er landsstýrismaður, í ávísum føri fær farloyvi. Tí at sbr. stýrisskipanarlógini § 32 stk. 1 fær løgtingsmaður ikki longur verið landsstýrismaður samstundis.

Eftir greinini - og síðan 1985 - er ikki fundarskylda hjá løgtingsmonnum, men fráboðanarskylda, berst teimum frá.

Farloyvi verður bara veitt, verður tingmaður burtur úr arbeiði í ávísa tíð. Hetta er sum á øðrum arbeiðsplássum í Føroyum, har ikki er vanligt at seta avloysara, um so er, at maður er burtur úr arbeiði eitt tíðarbil. Tað, at varamenn í heilum eru á tingi elvir til ófrið, og teir kunnu fara at seta fram uppskot, sum koma til viðgerðar, tá ið teir eru ikki longur í tinginum. Onkur sigur kanska, at hetta er ov leingi og kann gera, at tilvildin ger av løgtingsmál. Fyri kommunustýrislimir, sum í førum taka líka álvarsamar avgerðir sum løgtingið, verður í § 10 stk. 1 í kommunulógini sagt, at

"Berst bygdarráðslimi frá í meira enn ein mánað, kann næsti maður á lista hansara verða innkallaður. Kann limur vísa á, at tað ikki fer at bera honum til at møta í 1 mánað, kann tiltaksmaðurin verða innkallaður beinanvegin."

Reglurnar um samsýning til tingmann, tá ið hann hevur farloyvi, verða munandi herdar. Eftir uppskotinum fær hann ikki samsýning, tá ið hann er í farloyvi, uttan so er, at tað er av sjúku, sum er skjalprógvað við læknaváttan, ella ferð uttanlands í løgtingsørindum. Broytingin her afturímóti galdandi skipan er, at bara uttanlandsferð í løgtingsørindum (t.e. av løgtingsmannastarvi) gevur farloyvi við løn. Harumframt verður konufólki veitt barnsburðarfarloyvi somu tíð sum øðrum settum hjá tí almenna eftir sáttmála t.d starvsmannafelagssáttmálanum. Orsøkin at avmarka farloyvi við løn fyri ferð uttanlands, er, at sjálvsagt skal bara verða samsýning goldin, verður farið uttanlands í løgtingsørindum, onnur arbeiðsørindi uttanlands kunnu ikki leggja byrðu á fíggjarorku løgtingsins.

Viðvíkjandi § 72:
Stk. 1 - 3 eru galdandi reglur í § 22 í tingskipanini, ið er, endurgivnar. Stk. 4 er sett uppí at vísa til, at revsivert er eftir borgaraligu revsilógini at avdúka, hvat sagt verður á afturlatnum løgtingsfundi.

Viðvíkjandi § 73:
Greinin er § 22 stk. 2 í tingskipanini, ið er, endurgivin.

Viðvíkjandi § 74:
Greinin er § 18 stk. 1 í tingskipanini, ið er, endurgivin. Tó er sett afturat tann óskrivaða regla, sum geldur nú, at tingmaður talar frá sessi sínum, tá ið kjakið er um, hvussu skal verða gjørt formliga í tingarbeiðnum.

Viðvíkjandi § 75:
Síðan 1852 hevur verið ásett, at í røðu síni vendir røðarin sær til formannin. Helst er hetta fyri at halda røðuna so høviskliga sum gjørligt, og at røðari á tingi skal ikki venda sær til annan tingmann og at kalla bara vera kjak ímillum tveir tingmenn. - Hesi reglu verður hildið fram við.

Viðurskiftini hjá okkum eru smá, og umráðandi er, at í røðu heldur tingmaður seg til ávís reglusnið. Tí er ásett, at umrøður tingmaður annan tingmann, so skal hetta altíð verða við fornavni og eftirnavni. Landsstýrismaður skal verða nevndur við fornavni og eftirnavni og heitinum landsstýrismaður. Løgmaður verður bara nevndur løgmaður.

Viðvíkjandi § 76:
Greinin er avskrift av § 27 í tingskipan fólkatingsins. Tað ber á, at løgtingsmaður lesur burtur úr tí, sum skrivað er, og tekur hetta burtur úr samanhanginum, soleiðis at tingið og almenningurin kunnu misskilja tekstin. - Hetta kann rættast, við tað at annar tingmaður, helst um hann ella felagar hansara hava skrivað tekstin, biður um eina viðmerking og lesur upp størri brot í samanhangi av tí, sum lisið er burtur úr samanhanginum.

Viðvíkjandi § 77:
Greinin hevur fyrimynd sína í § 28 í tingskipan fólkatingsins.

Tá ið formaðurin eftir stk. 4 gevur løgtingsmanni høvi til eina viðmerking, eigur hann at ansa eftir, at viðmerking bara verður sett fram til tann, sum júst hevur havt orðið. At seta fram viðmerkingar til viðmerkingar eigur formaðurin vanliga ikki at lata tingmenn sleppa at gera.

Viðvíkjandi § 78:
Greinin er avskrift av § 29 í tingskipan fólkatingsins.

Viðvíkjandi § 79:
Grein við hesum orðaljóði hevur verið í tingskipanini síðan 1852 tingskipanina § 10.

Ofta hevur verið kjakast um, um hurraróp á tingi fyri kongi ella Føroyum ganga ímóti hesi grein, seinast í Løgtingstíðindum 1980 á bls. 336, tá samtykti tingið, at hesin siður gongur ikki ímóti hesi grein.

Siðurin at rópa hurrá er sleptur eftir samtykt formansskapsins 3. juni 1992, og greinin, sum nú er orðað, hevur sum fyritreyt, at hetta ber ikki til.

Viðvíkjandi § 80:
Greinin endurtekur § 18 stk. 6 í tingskipanini, ið geldur.

Viðvíkjandi § 81:
Ikki øll orðaskifti á tingi eru av slíkum slagi, at tey kunnu sigast at hava almennan áhuga, men viðkoma kanska bara ávísum fólkum.

Tí kann tað vera hent, ber tað til um telefonina at ringja og lýða á orðaskifti, sum serstakur hevur áhuga fyri, og kanska hjá tingmonnum, fjølmiðlunum ella hjá fólki í landsfyrisitingini, sum ikki liggur fyri hjá at møta á tingfundi. Serliga hent er hetta, tá ið nú øll orðaskifti verða ikki niðurskrivað og koma út í bók.

Tøkniliga skuldi hetta eingin trupulleiki verið. Orðaskiftið verður, sum er, longu fest á band, nú skal tað harafturat bara verða sent um telefon.

Viðvíkjandi § 82:
Greinin birtir uppundir, at eingir tingskrivarar eru longur, so at teir tingmenn, sum eru burtur, fáa tikið sær av politikkinum, og skrivstovustjórin ella tann, hann tilnevnir til hetta, skrivar gerðabókina; tað er eitt sindur lættari, tá ið ein skal bara hugsa um hetta og ikki hugsa um at vera uppi í kjakinum samstundis.

Greinin hevur ta nýskipan afturímóti § 4, sum geldur, at gerðabókin verður ikki lisin á næsta fundi. - Sjáldan er, at mótmæli eru, og hesin upplestur er møðsamur lestur, og hetta tænir ongum endamáli, tá ið avrit er býtt út frammanundan. Gerðabókin verður býtt út og roknað sum góðkend, eru ikki mótmæli sett fram innan frestina.

Viðvíkjandi § 83:
Greinin staðfestir ta mannagongd, sum higartil hevur verið ólógarfest. Við greinini er ætlanin, at formaðurin skal taka til viðgerðar tað broytingaruppskot, sum er mest víðgongt, og so hini hvørt eftir annað og so at enda upprunauppskotið.

Viðvíkjandi § 84:
Greinin byggir á tað sjónarmið, at løgtingsmaður hevur bara eina ábyrgd, og tað er fyri veljaranum. Rættarliga ábyrgd hevur hann ikki. Hesa rættarligu ábyrgd tekur løgmaður á seg, tá ið hann staðfestir løgtingslógirnar.

Tí má veljarin sjálvsagt hava eitt grundarlag, sum hvílir á einum hollum støði, tá ið hann skal gera av at velja ella velja aftur ávísan løgtingsmann. Ein týdningarmikil táttur er, hvussu atkvøtt er í tinginum.

Tí verður skotið upp, at í øllum atkvøðugreiðslum á løgtingi verður skrásett, hvussu hvør einstakur hevur atkvøtt, og at ikki ber til at hava loyniligar atkvøðugreiðslur eitt nú við seðli.

Av hesi orsøk er lagaligast, verður atkvøtt á telduskipan, tað eru eisini flestu parlament á okkara leiðum farin at gera, men tílíkar skipanir kunnu vera svikaligar, og tí verður heimild til framvegis at nýta gamla háttin.

Eftir egnu orðing síni fáa teir partar í greinini, sum viðvíkja telduatkvøðugreiðslu, ikki gildi, fyrr enn slík skipan er útvegað.

Viðvíkjandi § 85:
Greinin endurtekur bara og tulkar stýrisskipanarlógina.

Viðvíkjandi § 86:
Stk. 1 tekur bara upp aftur stýrisskipanarlógarásettar reglur og ger nágreiniligt, at lutfalsvalhátturin er hin sami sum í løgtingsvallógini; hann er d'Hondts háttur.

Stk.2 endurgevur bara óskrivaðu regluna, sum geldur nú, at tá ið onkur skal verða valdur, kann bara verða atkvøtt fyri, ella atkvøður ikki. Er tingmaður ikki nøgdur við teir, sum eru í uppskoti, so má hann sjálvur skjóta upp evni, sum er skikkað, og atkvøða fyri tí. - Tað er tí, at haldast má, at hvussu so málið er, skal evnið verða valt teirra millum, sum eru í uppskoti, og tí ber ikki til at atkvøða ímóti, soleiðis at tann støðan kann gerast, at eingin verður valdur. Er eftir lóggávuni ikki frítt hjá løgtingsmanni at seta fram uppskot, so er støðan sjálvsagt ein onnur, tá má bera til at atkvøða ímóti, tí annars hevur atkvøðurætturin onga meining.

Til stk. 3. Greinin tingskipan § 17 stk. 6, ið geldur endurgivin.

Til stk. 4. Greinin hevur fyrimynd sína í tingskipan fólkatingsins § 36 stk. 3 og hevur verið brúkt á tingi.

Viðvíkjandi § 87:
Greinin svarar, eitt sindur øðrvísi orðað, til § 17 stk. 4 í tingskipan, ið geldur.

Dentur verður lagdur á, at 17 tingmenn skulu vera á fundi, fyri at samtykt verður, tá ið eingin atkvøðugreiðsla er.

Viðvíkjandi § 88:
Eingin, sum ikki er løgtingsmaður, uttan løgmaður, landsstýrismaður, ríkisumboðsmaður ella í hendinga føri umboðsmaður á allar hægsta stigi úr øðrum landi, sbr. eisini uppskotið § 89 stk. 2, kann fara upp á røðarapall løgtingsins og halda røðu fyri tingmonnum.

Tí tykist tann mannagongd, sum seinastu árini hevur ment seg, at borgari, yrkis- ella áhugafelag á landi skrivar tinginum bræv, og tað verður ført til gerðabók og lisið upp á løgtingi, at verða øvug.

Greinin birtir tí uppundir, at slík brøv verða ikki lisin upp

ella skrivað í gerðabók, men at løgtingsmenn á annan hátt fáa at vita um hesi brøv.

Serstøk undantaksføri kunnu tó verða, og sum undantaksreglan í greinini er ætlað, t.d. um ríkisovastar ella lóggávuting uttanlands senda løgtinginum bræv um eitthvørt. Hetta verður litið formanninum til at gera av.

Lættasti háttur hjá tingmonnum at fáa at vita um innkomin skriv er, at formaðurin í hvørjum flokki fær avrit av slíkum skrivum.

Viðvíkjandi § 89:
Eftir stk. 1 kunnu bara løgmaður, landsstýrismenn, løgtingsmenn og ríkisumboðsmaður (í felagsmáli) røða á løgtingi; ongin heimild er fyri, at onnur taka orðið, og so hevur verið, og so eigur eisini at verða.

Tað kann tó bera á - og hevur verið - at drotning ella forsætismálaráðharri ríkisins ella annar ríkisovasti røðar fyri tinginum. Hetta gevur greinin løgtingsformanninum heimild at loyva. Dentur verður tó lagdur á, at útlendingar bara á allarhægsta stigi kunnu fáa slíkt loyvi, og t.d. ikki vanligir fremmandir ráðharrar ella nevndarformenn í parlamentariskum nevndum.

Viðvíkjandi § 90:
Verður blaðað í gomlum Løgtingstíðindum, so sæst, at upp ígjøgnum alla hesa øld hevur tað verið umbøn hjá tingmonnum, at orðaskifti á tingi øll, sum tey eru, koma út prentað.

Royndirnar vísa tó, at hetta er ein nærum ógjørligur setningur at útinna í verki, kanska eisini, tí at so langt er ímillum tosað og skrivað føroyskt mál.

Tey seinastu árini eru tó øll orðaskifti fest á band, og til ber altíð at lurta eftir teimum.

Greinin birtir uppundir, at orðaskiftini verða ikki útflýggjað ella avskrivað uttan eftir serliga avtalu við løgtingsskrivstovustjóran.

Viðvíkjandi § 91:
Løgtingstíðindi eru óhóskandi í tí sniði, tey eru í nú. Útgávan er so nógv ár seinkað, at tá ið bókin kemur út, hevur hon mest søguligan týdning, og er einki hent arbeiðsamboð hjá løgtingsmonnum. Fleiri royndir hava verið gjørdar at bøta um standin, men tað vísir seg í verki at vera torført at fáa Løgtingstíðindi fyrr út.

Greinin birtir uppundir, at gjørd verður telduskrá, har tey einstøku uppskotini, álitini osfr. verða innløgd so hvørt, tey eru skrivað og framløgd. Hesi skjøl verða ikki rættlisin, tí at sjálvandi verður hildið, at tey eru rættlisin, áðrenn tey verða framløgd á løgtingi. Løgtingsmenn og onnur áhugað fáa so samband við hesa skrá um egnan pc'ara, um telefonina ella á cd rom diski, og kunnu tá sjálv við hús fáa avprent av tí, sum teimum nú einaferð tørvar. Teimum nýtist tá ikki so reglubundið at goyma øll skjøl, tey fáa útflýggjað, altíð kemst aftur til skjølini um pc'ara.

Skipanin lættir um á løgtingsskrivstovuni, av tí at løgtingsmenn hava møguleika sjálvir at leita eftir málum, og tað skapar minni pappírsmongdir, av tí at ikki er neyðugt at taka nýggj fotoavrit, bara hyggjast skal í okkurt smámál. - Kanska kann enntá, um enn hetta kanska er nakað ástøðiligt, sleppast undan at fjølrita tilfar til tingmenn og fjølmiðlar, uttan so er, at teir serstakliga biðja um hetta, soleiðis at spart kann vera á henda hátt.

Onkur má hava ábyrgdina av, at henda skipan altíð er dagførd og riggar, og tí verður mælt til, at skrivstovustjórin setur ritstjóra á Løgtingstíðindum, og at hann hevur fulla ábyrgd av skipanini, og sum er tann einasti, sum føra kann inn í telduskránna og annars broyta og rætta í henni.

Slík skipan má tó verða gjølla umhugsað, áðrenn hon verður sett í verk, og tí er í § 95 stk. 3 ásett, at Løgtingstíðindi koma út sum higartil, til tingsamtykt verður gjørd um aðra skipan. Í hesum sambandi má eisini hugsast um, hvørt ráðini eru til at fara undir slíka skipan, og játtan má verða fingin.

Viðvíkjandi § 92:
Alt ov seint er at fara at hugsa um fíggjarætlan løgtingsins, tá ið fíggjarlógaruppskot landsstýrisins verður lagt fyri løgtingið.

Tí ásetur greinin, at formansskapurin og skrivstovustjórin umrøða málið og senda landsstýrinum tilmæli, hvat landsstýrið skal seta í uppskot sítt.

Viðvíkjandi § 93:
Greinin er tingskipanin § 24, ið er, við teirri einastu broyting, at ein í tingskipanini ásett frest ongantíð kann gerast styttri enn náttarfrest, og at 3/5 av tingmonnum á fundi skulu greiða atkvøðu fyri fráviki og ikki 3/5 av allari tingmanningini.

Sera stórt varsemi eigur at verða sýnt við frávikum frá tingskipanini, serliga tá ið ræður um frest. Verður í heilum veitt undantak, so er tingskipanin við óskrivaðari reglu broytt í roynd og veru, og er hetta so, so eigur tingskipanin í staðin formliga at verða broytt, annars minkar virðingin fyri henni ov nógv.

- At ikki skal bera til at víkja frá tíðarfrest, so hon gerst styttri enn náttarfrest, er grundgivið við, at einki mál hevur so stóran skund, at náttin ikki kann ganga, og at vandin fyri mistøkum gerst ovurstórur, verður gjørt so skjótt av.

Viðvíkjandi § 94:
Tingskipanin líkist nógv eini løgtingslóg, men er eingin løgtingslóg, tí at løgtingið einsamalt uttan staðfesting løgmans ger av, hvussu hon skal vera. Tað er tí hóskiligast, at uppskot til broytingar í tingskipanini fáa so eins viðgerð sum løgtingslógaruppskot sum gjørligt.

Broytingar í tingskipanini broyta alt arbeiðslagið á tingi, og tí ber ikki til at fara at áseta tingskipanarbroytingar í miðjari tingsetu.

Viðvíkjandi § 95:
Gildiskomudagurin er settur at vera hin sami sum fyri nýggju stýrisskipanarlógina, ólavsøkudagur 1995, tá ið eisini nýggj tingseta byrjar.

Viðvíkjandi § 96:
Formansskapurin, sum nú situr, er eftir galdandi stýris- og tingskipan valdur fyri hesa tingsetuna. Eftir nýggja stýrislagnum er ásett, at formansskapurin við serligum undantaki situr alt valskeiðið.

Tí kemur tómi í, verður ikki serregla sett í.

Greinin ásetur tí, at løgtingsformaður og næstformenn verða valdir eftir uppskotinum ólavsøkudag 1995.

Løgtingsformaðurin í tingsetuni frammanundan er hin fremsti í skrúðgonguni ólavsøkudag 1995, og skipar annars fyri formansvali og næstformannavali av nýggjum.

Viðvíkjandi § 97:
Løgtingsnevndirnar verða eftir uppskotinum umskipaðar, og tí mugu hesar nevndir verða valdar av nýggjum, tá ið løgtingið kemur saman á ólavsøku.

Viðvíkjandi § 98:
Reglan í stýrisskipanarlógini § 8 um nevndarsessir hjá løgtingsmonnum í landsstýrisvaldum nevndum, ella sessum undir eftirliti landsstýrisins, má fáast at virka, so skjótt stýrisskipanarlógin fær gildi á ólavsøku 1995.

Teir løgtingsmenn, sum sita tá, eru allarhelst fleiri, sum lógliga hava slík størv, og vissa má fáast fyri, at teir alt fyri eitt leggja hesi størv frá sær, tá ið lóggávan um hetta verður broytt. Tí ásetur greinin, at løgtingsformaðurin krevur av hesum løgtingsmonnum, at teir við trú og heiður upplýsa hvørji slík álitisstørv, teir hava, og at teir nú fara at leggja hesi størv frá sær.