Tingskipanin søguliga lýst

A. Tingskipanirnar frá 07.08.1852, 17.08.1854 og 1860

Løgtingið varð sum kunnugt endurstovnað í 1852. Hetta varð gjørt við lov af 26.03.1852 om Færøernes Lagting.

Sambært lógarinnar § 1 varð tingið sett saman við amtmanninum sum formanni, próstinum sum føstum limi og 16 valdum løgtingsmonnum (3 úr Suðurstreymoyar prestagjaldi, 3 úr Eysturoyar prestagjaldi og 2 úr hvørjum av hinum prestagjøldunum).

Samb. § 10 skuldi løgtingið

"afgive betænkning over de Færøerne vedkommende lovudkast, der af regeringen forelægges det ... være berettiget til at fremsætte forslag til nye love og andre offentlige foranstaltninger, samt til at indgive besværing med hensyn til lovenes overholdelse og de offentlige indretningers bestyrelse ...".

Harafturat fekk løgtingið ávísar fyrisitingaruppgávur, sum settar eru upp í § 11 í lógini.

Í lógini er í § 9 ásett at:

"Lagtinget samles aarlig i Thorshavn paa St. Olaidag. Under særdeles Omstændigheder kan Amtmanden sammenkalde Thinget til overordentlige Møder, hvilket ogsaa skal ske, naar idet mindste halvdelen af Medlemmerne forlanger det, forsaavidt ikke Thingets Møder ifølge den Amtmanden ved § 13 givne bemyndigelse ere udsatte. Saavidt muligt bør Medlemmerne førend Mødet underrettes om de Gjenstande, som ville komme under Forhandling. Tilstedeværelsen af idet mindste halvdelen af Thingets Medlemmer er nødvendig, for at en Beslutning kan tages. I tilfælde af Stemmelighed gjør Formandens Stemme Udslaget. Over Forhandlingerne føres en Protokol af et Medlem, som dertil udnævnes af Thinget. Protokollen forsynes med Underskrift af alle Tilstedeværende og opbevares af Formanden. Iøvrigt vedtager Thinget selv sin Forretningsorden. Thingets Forhandlinger holdes for aabne Døre, medmindre det Modsatte ved Stemmeflerhed besluttes."

Samsvarandi hesum verður á løgtingi samtykt tingskipan 07.08.1852 í 10 greinum, sum verður broytt í 1853. Úr hesum kann nevnast, at í § 1 verður sagt, at

"Alt hvad nogen har at foredrage, henvendes til ham (løgtingsformannin)"

Haðani er siðurin at byrja røðu á tingi við "harra formaður" komin í.

17.08.1854 kemur nýggj tingskipan. Hon er heldur longri enn tann frá 1852, 30 greinir.

Úr hesi tingskipan kann nevnast grein, sum ikki er við í tingskipanunum í hesi øld, § 15, har sagt verður:

"Ethvert under forhandlingerne opstået spørgsmål om den rette forståelse af forretningsordenen indeholdte bestemmelser afgøres af formanden."

Í 1860 kemur aftur nýggj tingskipan við 30 greinum. Hon er nógv endurtikin eftir 1854 tingskipanini.

B. Tingskipanin frá 25.08.1879
Hin 25.08.1879 kemur nýggj tingskipan ístaðin fyri tingskipanina frá 1860. Við hesi tingskipan verður grundbygnaðurin lagdar undir tingskipanunum heilt upp at okkara tíð. Henda tingskipan var broytt við samtykt 15.08.1892.

C. Tingskipanin frá 18.09.1905
Hin 18.09.1905 kemur nýggj tingskipan í staðin fyri tingskipanina frá 1879. Bygnaðurin í skipanini er tann sami sum í tingskipanini frá 1879 við teim broytingunum, sum royndirnar frá 1852 til 1905 vísa á.

Broytingarnar eru serliga grundgivnar við at:

"Det må erkendes, at det virker i høj Grad forstyrrende og sinkende på Lagtingets Arbejder, at der paa ethvert Tidspunkt af Samlingen fremkommer Andragender og rejses nye Sager, som lige saa godt kunde have været fremkommet ved Samlingens begyndelse."

D. Tingskipanin frá 16.09.1924
Við lóg nr. 124 af 28.03.1923 om Færøernes Lagting verður skipan løgtingsins broytt. Henda broyting fær sbr. kgl fyriskipan nr. 422 frá 07.11.1923 gildi frá 1. januar 1924 at rokna. Høvuðsbroytingin er, at próstur og amtmaður fara úr løgtinginum, og at amtmaðurin fær talurætt og rætt at seta fram uppskot á løgtingi, men missir atkvøðurætt sín. Av hesi grund er amtmaðurin ikki longur føddur formaður løgtingsins; tingið velur nú sjálvt sín formann.

Í hesi lóg § 16 er henda áseting:

"§ 16. Lagtinget samles efter forud afholdt Gudstjeneste aarlig i Thorshavn paa St. Olafsdag....
....
Iøvrigt vedtager Tinget selv sin forretningsorden."

Lógarbroytingin ger sjálvsagt, at neyðugt er at broyta tingskipanina, m.a. má mannagongdin við formansvali verða lýst gjølligari. Tí leggur løgtingsformaður (amtmaðurin) hin 31. juli 1924 fram uppskot til nýggja tingskipan.

Uppskotið verður beint í serliga nevnd við løgtingsmonnunum A. Samuelsen, Joen Poulsen, Effersøe, Mitens og R. Rasmussen. Nevndin leggur fram álit 13.09.1924. Meirilutin Effersøe, Mitens, Joen Poulsen og A. Samuelsen seta fram uppskot um, at tingskipan Føroya Løgtings skal verða orðað á føroyskum og donskum og leggur annars fram nýtt uppskot til tingskipan. R. Rasmussen tekur undir við uppskoti meirilutans tó soleiðis, at hann setir fram uppskot um, at tingskipanin bara er orðað á føroyskum, og at atkvøðureglurnar fáa øðrvísi orðing enn meirilutin heldur.

Úrslitið verður, at uppskotið hjá meirilutanum í nevndini vinnur frama, soleiðis at tingskipanin verður orðað á føroyskum og donskum og fær heitið Tingskipan Føroya Løgtings/ Forretningsorden for Færøernes Lagting frá 16.09.1924.

Í hesi tingskipan vóru 10 kapittul, og henda skipanin av tingskipanini er framhald av 1905 tingskipanini.

1. kappittul hevur heitið: Almennar reglur. Í hesum kapitli eru reglur at góðkenna valið, velja formann og ein næstformann, velja skrivarar og starv teirra, um dagsskrá og næsta tingfund. Í stuttum kann verða sagt, at reglurnar við øðrvísi orðalagi eru tær somu sum nú, tó vóru bara formaður og næstformaður, men fáa teir forfall taka við skrivarar og síðan elsti tingmaður og ikki sum nú tríggir næstformenn.

Í 2. kapitli um nevndir er ásett, at nevndirnar eru 5, tær eru: kirkjunevndin, kommunala nevndin, nevnd viðvíkjandi ymiskum fíggjarviðurskiftum, ymsamálanevnd og nevnd viðvíkjandi málum, amtmaðurin hevur greitt tingsins vegna. Reglurnar um skipan nevndarinnar og framløgu frá nevndunum eru við øðrvísi orðalagi tær somu sum nú. Sama er, tá ið serligar tingnevndir verða settar.

Í 3. kapitli eru reglur um, hvussu broytingaruppskot skulu verða viðgjørd.

Í 4. kapitli eru reglur um at viðgera lógaruppskot, sum løgtingið fekk til ummælis úr Danmørk. Grundreglan fyri viðgerðini er á leið hin sama sum nú. 3 viðgerðir skulu slík uppskot hava. Her er ein lítil munur ímillum hesa tingskipanina og tingskipanina frá 1985, har fáa løgtingslógaruppskot 3 viðgerðir, men ríkislógartilmæli fáa 2 viðgerðir.

Í 5. kapitli eru reglur at viðgera onnur mál, serliga roknskapar- og kassamál.

Í 6. kapitli eru reglur um umrøðuna. Her verður sagt í § 25 og § 26:

"§ 25.Tingmaður, sum hevur biðið um at taka til orða og fingið loyvi til tess, skal standa upp úr sessi sínum og tala haðani, og skal hann altíð venda røðu sína til formansins."

Eisini verður sagt í § 26:

"Eingin røða á tingi má vera lisin upp eftir skrivaðum skjali."

Her er munur á hesari skipanini og skipanini, ið er, tá ið talað verður av røðarapalli, og einki forboð er fyri, at røða tingmanna er skrivað niður og verður lisin upp. Í stórum eru reglurnar um umrøðu tær somu sum nú.

Í 7. kapitli eru reglur um val og aðrar atkvøðugreiðslur. Har er í § 31 ásett, at "Eitt uppskot er samtykt, tá fleiri hava greitt atkvøðu fyri enn ímóti tí." Í verki var henda regla ikki fylgd í løgtinginum. Mál var ikki roknað sum samtykt, uttan at meiri enn helmingurin av øllum tingmonnum var fyri. Í § 31 eru ásettar formansins heimildir at skipa fyri atkvøðugreiðslu. Tær eru í stórum tær somu sum nú. Tó er heimild hjá 4 tingmonnum at krevja, at løgtingið sjálvt ger av, hvussu atkvøðugreiðslan skal vera. Í § 34 eru reglur um lutfalsval til nevndarval, og reglurnar um einstaklingsval eru tær somu sum nú. Tó er ásett - nú stendur einki í tingskipanini um hetta - at tá ið einstaklingsval er, verður atkvøtt við seðlum. Í § 35 er sama regla sum nú, at uppskot kann ikki verða broytt á sama fundi, sum tað er samtykt, ella um tað endaliga er samtykt, kann tað ikki í somu tingsetu verða broytt, uttan 3/5 atkvøða fyri.

Í 8. kapitli eru tær somu reglurnar sum galda nú um, at løgtingsfundir eru almennir, at tað ber til at steingja dyrnar, og um hvussu skal verða gjørt við áhoyrarar.

Í 9. kapitli eru reglur um fararloyvi, sum teir tá kallaðu tað. Eftir tingskipanini er fundarskylda, uttan so at lógligt forfall er. Ongar reglur eru um, at varamaður kemur á ting í forfalsføri uttan í teim førum, tingmaður sigur sessin frá sær.

Í 10. kapitli eru reglur um frávik frá tingskipanini. 3/4 av teimum, sum atkvøða, skulu vera fyri, og 3/5 av øllum tingmonnum fyri, at vikið kann vera frá.

E. Tingskipanin frá 05.05.1948
1. apríl 1948 fær Færø Amts kundgørelse nr. 11 af 31.03.1948 af lov om Færøernes Hjemmestyre gildi í Føroyum. Henda lóg saman við nýggju stýrisskipanarlógini setir heilt onnur krøv til tingskipanina. Nú skal løgtingið saman við løgmanni veruliga lóggeva í sermálum, og landsstýrið skal fyrisita hesi mál.

Í løgtingslóg nr. 1 frá 13.05.1948 um stýrisskipan Føroya í sermálum er í § 29 ásett:

" § 29. Tingið ásetur nærri reglur tingskipanini viðvíkjandi."

Hin 13.04.1948 leggur løgtingsformaðurin fram uppskot til nýggja tingskipan, og eftir 1. viðgerð 14. apríl 1948 verður málið beint til viðgerðar í somu 7-mannanevndini, sum fekk til viðgerðar stýrisskipanarlógaruppskotið. Í hesi nevnd sótu P.M.Dam, Louis Zachariasen, Thorstein Petersen, Rikard Long, Poul Petersen, Christian Djurhuus og Andrass Samuelsen. Við nøkrum broytingum, nevndin skeyt upp, verður uppskotið samtykt 05.05.1948.

Tingskipanin frá 1948 hevur týðuliga sína fyrimynd í 1924 tingskipanini, tó eru broytingar.

1. kapittul, almennar reglur er næstan orðarætt hitt sama.

2. kapittul um nevndir er nærum hitt sama. Føstu nevndirnar eru nú broyttar, og eru: Fíggjarnevnd, umsóknanevnd og nevnd viðvíkjandi frágreiðslu frá landsstýrinum.

3. kapittul er nýtt og hevur heitið framløga. Stutt er tað, har verður í § 12 bara sagt, at "..øll nevndar, tingmanna-, landsstýrismanna ella ríkisumboðsmansins framløga skal vera so ríkilig, at hvør tingmaður fær sítt eintak." Hetta kann so benda á, at soleiðis hevur ikki altíð verið.

4. kapittul: "Broytingaruppskot" er 1924 tingskipanin endurtikin.

5. kapittul er nýtt, tí at nú hevur løgtingið fingið lóggávurætt og hevur heitið "lógaruppskot". Frestirnar ímillum framløgu og viðgerðirnar eru tær somu sum nú, men talutíðirnar, tá ið lógaruppskot eru til viðgerðar, eru øðrvísi.

6. kapittul er um uppskot til samtyktar. Einki verður sagt um, hvussu nógvar viðgerðir slík uppskot skulu hava, bara verður sagt, at tingið ger av viðgerðarháttin í hvørjum einstøkum føri, og at uppskot kann ikki verða endaliga avgreitt á sama fundi, sum viðgerðarhátturin varð avgjørdur.

7. kapittul er um fyrispurningar, sum nærum hava sama orðaljóð sum reglurnar í § 20 í tingskipanini, sum nú er, um fyrispurningar. Fyrispurningurin skal tó vera svaraður í seinasta lagi vikudagin eftir, at hann var góðkendur, tó kann tann, sum spurdur verður, gera av at nokta at svara, sum nú er, tí at hann heldur hetta kann verða landinum at bága.

8. kapittul er um afturtøku, avvísing, yvirgongd til næsta mál á dagsskránni.

9. kapittul hevur heitið "Umsóknir" og er í grundregluni sama slag sum § 21 í tingskipanini, sum nú er.

10. kapittul "Umrøðan" hevur nærum sama orðaljóð sum tingskipanin, ið nú er, tó eru reglunar nú ikki longur í sama kapitli. Bera vit saman við 1924 tingskipanina, er tó munur. Nú skal eftir § 24 røðast av røðarapallinum, og forboðið fyri at lesa upp røðu, sum tingmaður hevur skrivað sær niður frammanundan, tykist at hava broytt innihald soleiðis, at nú krevst loyvi til upplestur eftir § 25. Ikki er greitt tilskilað, hvat hugsað verður um, um endurgeving ella røðu, tingmaðurin frammanundan hevur skrivað sær niður.

11., 12., 13. og 14. kapittul eru nærum orðarøtt endurtikin eftir 1924 tingskipanini um val og aðrar atkvøðugreiðslur, fundarskipan, farloyvi og frávik. Tó kann varamaður nú taka sæti fyri tingmann, sum fyribils hevur forfall, og frávik nú vera veitt frá tingskipanini, atkvøður helvtin av tingmonnum fyri.