Arbeiði nevndarinnar

Løgtingið samtykti á løgtingsfundi 25. juli 1994, í sambandi við endaligu samtyktini við 3. viðgerð í 2. umfari av nýggju stýrisskipanarlógini við 29 atkvøðum fyri og ongari atkvøðu ímóti hetta uppskot til samtyktar:

"Løgtingið setir nevnd við sitandi formanni í tinginum, og fyrrverandi formonnum løgtingsins Lassa Klein, Anfinni Kallsberg, Jacob Lindenskov, Hergeir Nielsen, Jógvan Sundstein, Agnar Nielsen og Hilmar Bech, at gera uppskot til broyting av tingskipan løgtingsins soleiðis, at tingskipanin m.a. samsvarar tí av løgtinginum í juni 1994 í fyrsta umfari og í juli 1994 í øðrum umfari samtykta uppskoti til løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Álitið verður at leggja fyri løgtingið í seinasta lagi fyri árslok 1994."

Nevndin hevði sín fyrsta fund 20.10.1994 og skipaði seg á fundi 28.11.1994 við Maritu Petersen, løgtingsformanni sum formanni. Nevndin hevur havt 8 fundir.

Sjúrður Rasmussen, adv. hevur verið skrivari nevndarinnar og hevur gjørt nevndini eitt kjakupplegg. Jákup Thorsteinsson, skrivstovustjóri, dr. phil., og Jóannes Dalsgaard, landsskjalavørður hava verið nevndini til hjálpar at greina út søguligu frágreiðingina um tingskipanir, sum verið hava. Svenning Tausen, varaskúlastjóri hevur rættlisið uppskot nevndarinnar. Á fundum nevndarinnar hava eisini verið løgfrøðingarnir Rúni Joensen, Kristoffer Thomassen og Ernst Hansen.

Ógreitt er eftir tingskipanini, ið er, hvussu tingskipanarbroytingar skulu verða viðgjørdar á løgtingi. Í 1985 var tingskipanin broytt eftir reglunum um uppskot til samtyktar. Nevndin mælir til, at uppskotið á løgtingi fær viðgerð eftir reglunum í tingskipanini, ið er, um at viðgera løgtingslógaruppskot, tó sjálvsagt uttan um staðfesting løgmans og kunngering fyri almenninginum í Kunngerðablaðnum. Um so er, at tingskipanarbroytingar skulu verða viðgjørdar sum uppskot til samtyktar, so verður viðgerðin í roynd og veru frávik frá verandi tingskipan.

Uppskot nevndarinnar greinar út málsgongdina á tingi meiri, enn hon hevur verið í tingskipanum higartil. Nevndini er tó púra greitt, at hvussu nógvur ómakur verður gjørdur, tá ið tingskipan verður orðað, so slepst ikki undan torgreiddum tulkingarspurningum, og soleiðis fer óivað eisini at verða.

Tórshavn hin 17. mars 1995

                                    Marita Petersen                 Jógvan Sundstein                        Annfinn Kallsberg
                                        formaður

Agnar Nielsen                    Hilmar Bech                                Lasse Klein

Jacob Lindenskov              Hergeir Nielsen                           Sjúrður Rasmussen, skrivari