Samsýning og eftirløn løgtingsmanna

Ll. nr. 11 frá 08.01.1993 um samsýning og eftirløn løgtingsmanna sum broytt við Ll. nr. 53 frá 20.05.1996

Danski tekstur lógarinnar er strikaður við ll. nr. 53 frá 20.05.1996.

§ 1. (Greinin er øll sum hon er orðað sbr. Ll. nr. 53 frá 20.05.1996) Løgtingsmenn verða samsýntir eftir 17. lønarflokki á 1. stigi í tænastumannalógini.
Stk. 2. Aftrat samsýningini verður veitt løgtingsmonnum árligt kostnaðarendurgjald eftir bústaðnum soleiðis:

Suðurstreymoy, undantikið Tórshavn, Argir, Hoyvík og Hvítanes 25.000 kr.
Norðstreymoy 45.000 kr.
Eysturoy 55.000 kr.
Vágoy, Sandoy 80.000 kr.
Aðrastaðni 90.000 kr.

Kostnaðarendurgjaldið er ikki skattskyldugt.

Stk. 3. Ásetingin í lógarinnar § 1, stk. 1 fevnir ikki um løgtingsformannin, men verður hann løntur í 39. lønarflokki í tænastumannalógini, tó fær løgtingsformaðurin ikki fundarpening.
Stk. 4. Formenninir í løgtingsnevndunum sbrt. §§ 25 og 26 í Tingskipan Føroya Løgtings og næstformenninir í formansskapi løgtingsins fáa kr. 30.000 árliga. Formenninir í løgtingsnevndum sbrt. § 27 í Tingskipan Føroya Løgtings fáa kr. 2.500 um mánaðin.
Stk. 5. Næstformenninir í løgtingsnevndum fáa dupultan fundarpening, tá teir taka við sum formenn sambært Tingskipan Føroya Løgtings, tað sama er galdandi tá teir virka sum skrivarar í nevndini.
Stk. 6. Limirnir í løgtingsnevndunum sbrt. §§ 25-27 og næstformenn í formansskapinum fáa fundarpening eins og tænastumenn landsins fyri fundir, ið hildnir verða teir dagar, tá tingið ikki hevur fund. Er talan um fleiri fundir ein dag, kann samlaði fundarpeningurin ikki fara upp um fundarpening fyri ein dag eftir galdandi reglum.
Stk. 7. Tá løgtingsmaður hevur fingið farloyvi sbr. reglunum í Tingskipan Føroya Løgtings verður løn bert veitt í farloyvistíðini um løgtingsskrivstovustjórin fær:

a) læknaváttan um, at løgtingsmaðurin hevur verið sjúkur í farloyvistíðini,

b) avrit av ferðaloyvi frá løgtingsformanninum, sum sýnir, at løgtingsmaðurin verður ella hevur verið uttanlands í
    løgtingsørindum í farloyvistíðini.

§ 2. Tá løgtingsmaður fer frá, fær hann samsýning í 4 mánaðir.
Stk. 2. Doyr løgtingsmaður meðan hann er í starvi, fær hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning í 6 mánaðir.

Egineftirløn

§ 3. Fyrrverandi løgtingsmenn hava rætt til egineftirløn frá tí teir eru 67 ár.
Stk. 2. Egineftirlønin verður roknað sum partur av hægstu eftirløn í lønarflokkinum, teir eru løntir eftir:

Løgtingsmaður í:
0 til 2 ár 0%
2 til 4 ár 20%
4 til 8 ár 40%
8 til 12 ár 60%
12 til 16 ár 75%
yvir 16 ár 90%

Stk. 3. Fyrrverandi løgtingsmaður, sum fær samsýning sum landsstýrismaður, fær ikki egineftirløn.
Stk. 4. Løgtingsmaður, sum eisini hevur vunnið sær rætt til tænastumannaeftirløn ella landsstýrismannaeftirløn, hevur bert rætt til ta hægstu eftirlønina.

Hjúnafelagaeftirløn

§ 4. Eftirsitandi hjúnafelagi eftir løgtingsmann fær 2/3 av teirri eftirløn, sum løgtingsmaðurin hevði rætt til uttan so, at tey giftust á deyðastrá, eftir at løgtingsmaðurin hevði fylt 60 ár ella var farin frá sum løgtingsmaður.

Barnaeftirløn

§ 5. Eftirsitandi børn undir 18 ár hava rætt til barnaeftirløn sambært § 14, stk. 2 og § 15 í tænastumannaeftirlønarlógini.

Samskipannarfrádráttur

§ 6. Reglurnar um samskipannarfrádrátt í 9. kapitli í tænastumannaeftirlønarlógini eru galdandi fyri eftirlønir sambært §§ 3 og 4.

Útgjalding og javning

§ 7. Samsýningin í § 1 verður goldin við 1/12 frammanundan frá 1. degi í mánaðinum aftaná at løgtingið hevur góðkent valbrævið hjá viðkomandi løgtingsmanni, til tann mánaðurin er úti, tá løgtingsval hevur verið.
Stk. 2. Sigur løgtingsmaður seg frá fyri styttri ella longri tíð við løgtingsins samtykt, verður samsýningin v.m. goldin til tann dagin hann sigur seg frá. Tekur hann við aftur, fær hann samsýning v.m. goldna frá tí degi hann tekur við aftur.
Stk. 3. Eftirlønin verður goldin mánaðarliga frammanundan frá 1. degi í mánaðinum eftir, at løgtingsmaðurin hevur fylt 67 ár.

§ 8. Varamaðurin fyri løgtingsmann fær í samsýning 1/30 av løgtingsmannasamsýning um dagin frá tí degi, hann hevur fingið tingsins góðkenning ella, um hann tekur við seinni, so frá hesum degi, til hann fer frá, ella tá løgtingssetan endar. Tíma- og dagpening fær hann eftir somu reglum sum tænastumenn landsins.

§ 9. Samsýningar eftir hesi lóg verða javnaðar við somu viðbótum, sum tænastumenn fáa.

Gildisásetanir

§ 10. Reglurnar í § 3 eru galdandi frá 1. juli 1971, tó verða árini løgtingsmenn hava fingið bíðipening sum løgtingsmenn, drigin frá í eftirlønaraldrinum.

§ 11. Fyrrverandi løgtingsmenn, sum fáa bíðipening, tá henda lóg fær gildi, kunnu velja, um teir vilja hava bíðipening ta ásettu tíðina, ella fáa rætt til eftirløn sambært reglunum í hesi lóg.

§ 12. Henda lóg fær gildi 1. januar 1993, og fer samstundis úr gildi løgtingslóg nr. 51 frá 9. mai 1976 um samsýning løgtingsmanna við seinni broytingum.