Tilmæli til løgtingsformannin viðv. skrúðgongu í sambandi við setan Føroya Løgtings á ólavsvøku

 

Seting og arbeiðssetningur

Hin 26. november 1996 setti formaður Føroya Løgtings, Jógvan Ingvard Olsen, ein arbeiðsbólk at gera tilmæli til løgtingsformannin um skrúðgongu løgtingsins á ólavsvøku. Í nevndina vórðu valdir (í bókstavarøð) Jóannes Dalsgaard, landsskjalavørður, Hans Jacob Debes, professari, Pól á Kletti, blaðmaður, og Kristoffur Thomassen, fyrrverandi skrivstovustjóri løgtingsins. Til skrivara arbeiðsbólksins var tilnevnd Súsanna Danielsen skrivstovustjóri løgtingsins. Á fundi hin 10. januar á Løgtingsskrivstovuni, har løgtingsformaðurin var við, varð avgjørt, at Hans J. Debes skuldi vera formaður.

Í  Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya frá 29. juli 1995 § 10, stk. 2 stendur:

"Ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin, og síðan aftur í tingið. Løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu hon er skipað."

Meðan løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður og landsstýrismenn eru nevndir, er latið løgtingsformanninum upp í hendur at gera av, hvørjir embætismenn, ið skulu vera við í skrúðgonguni, og hvussu skrúðgongan er skipað; hetta má eisini merkja, í hvørjari raðfylgju persónarnir skulu ganga í skrúðgonguni. Biskupur og prestar eru ikki nevndir. Luttøka teirra, pláss og raðfylgja, sum embætismenn, verður latin løgtingsformanninum at avgera.

Í viðmerkingunum til § 10 stendur:

"Í greinini verður nú eisini skrúðgongan ólavsøkudag lógarfest. Hendan skrúðgonga hevur ikki bert ein hátíðarligan og mentanarligan dám. Av tí at heimastýrið ikki hevur heiðursmerkjaskipan (riddarakrossar v.m.), so sigur røðin í skrúðgonguni nakað um, hvørja tign teir ymsu tingmenninir hava í føroyska samfelagnum.

Hægstu tign eftir uppskotinum hevur løgtingsformaðurin. Hann er formaður fyri tí fólkavaldu samkomuni, løgtinginum, í Føroyum og hevur tí hægstu tign. Løgmaður er honum næstur í tign. Av hesi orsøk verður mælt til, at løgtingsformaðurin er hin fremsti í ólavsøkuskrúðgonguni, og at honum verður litið til at taka avgerð um, hvør ið gongur í skrúðgonguni og í hvørji røð."

Meðan løgmaður í hesum viðmerkingum verður sagdur at vera næstur løgtingsformaður í tign, eru í stýrisskipanarlógini løgtingsmenn nevndir framman fyri løgmann.

Løgtingsformaðurin segði á fundinum, at umráðandi hjá sær var at fáa søguliga grundað ráð til tess at kunna gera eina fasta skipan fyri skrúðgonguna.

 

Ting og kirkja

Arbeiðsbólkurin valdi at fara til verka við at kanna upplýsingar, sum í søguligum baksýni kundu vera at finna um spurningar, sum hava samband við arbeiðssetningin, í gomlum lógarreglum, viðkomandi skjølum og í eldri bókmentum. Eisini hevur verið hugt eftir metingum av hesum viðurskiftum í nýggjari søguligum bókmentum og í nýggjari uppslagsverkum. Harafturat hevur verið kannað eftir, um reglur hava verið fyri tað ceremoniella innihaldið í setan Føroya Løgtings á ólavsøku, síðan endurreising løgtingsins í 1852. Eisini varð avgjørt at kanna eftir, hvat ið fáast kundi at vita um ólavsøkuskrúðgonguna í eldri blaðgreinum og á myndum.

Í longri søgu- og tíðarsamanhangi er hesin spurningur ein spurningur um tey formligu og óformligu viðurskiftini millum land/ríki og kirkju.

Í tí indoeuropeiska og tí germanska mentunarkringinum er sambandið millum ting og átrúnað elligamalt ella upprunaligt. Tingið var, tá ið tað var sett, friðhalgur stovnur, "innan vebanda", t.e. innan tey vígdu bondini, sum vóru um tann stað, har tingmenn sótu, men ikki um allan tingstaðin; "tingalmúgan" stóð uttan vebanda.

Ivi er eingin um, at tinghald frá elstu tíðum hevur havt eitt sakralt innihald; tað helt fram úr heidnari tíð inn í kristna tíð.

Longu við framkomuni av kristindóminum kom fram hugsanin um tvey vøld, t.e. um trúskapur menniskjanna kundi býtast sundur ein veraldligan part og ein guddómligan, og harvið: hvør trúskapur (loyalitetur) skuldi sýnast hvørjum. Frá Nýggja Testamenti eru orðini um at geva keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er. Seinni varð henda regla um tvey vøld, nevnd "tann gelasianska læran um tey bæði svørðini", t.d. tað andliga og tað veraldliga. Millum hesi bæði vøld (millum keisara og páva/kirkju) stóð hitt størsta hugmyndafrøðiliga stríðið alla miðøld, kent sum stríðið millum regnum et sacerdotium ella investiturstríðið. Í miðøldini vóru í øllum kristinheiminum tvær rættarskipanir: tann veraldligi (civili) rætturin (bygdur á rómverjarættin), gangandi aftur til Justinianus keisara frá 6. øld og kirkjurætturin (kristinrætturin, kanóniskur rættur), sum serliga byggir á lógverkið hjá Gratianus frá 13. øld. Kirkjan hevði í stóran mun sítt egna dómsvald (jurisdiktión).

Tann harðasti parturin av hesum stríði var av í tí lutherska heiminum við Siðaskiftinum um 1540. Í teimum londum, har Siðaskiftið hendi, varð kirkjan løgd undir ríkið. Reglan frá friðarsáttmálanum í Augsburg í 1555 var, at trúgvin í einum landi skuldi vera tann, sum fúrstin hevði., Kirkjan varðveitti tó eisini eftir tað víttgangandi rættarligt sjálvstýri í egnum viðurskiftum, og allur skúlaskapur var undir henni.

 

Gamlar løgskipanir um tinghald

Við tað, at Føroya Løgting hevur uppruna sín í teimum norsku tingunum, hevur fyrst verið hugt eftir, um nakað finst í teim gomlu lógunum um viðurskiftini millum ting og kirkju og luttøku kirkjunnar í tinghaldinum.

Í Noregi verða tingini oftast søgd at ganga aftur til kongin Hákun Aðalsteinsfostra í 10. øld. Frá gamlari tíð vóru 4 landspartating, hvørt í sínum tinglagi: Gulating, Frostating, Eiðsivating og Borgarting. Gulatingslógin er tann best varðveitta. Tann eldra er skrivað niður kanska í 1000-árunum. Yngra Gulatingslóg kom í gildi í 1267. Gulatingslógin hevur einki um sambandi millum ríki og kirkju uttan tað, at Kristindómsbólkurin stendur fyrst í tí skrivaða lógverkinum. Og har stendur, at tað er fyrst í lógunum at venda sær móti eystri og biðja til heilagan Krist. Í einum uppískoyti eru reglur um bøtur til kongs og bøtur til biskups. Tað er greitt, at báðir partar av samfelagsvaldinum eru ásannaðir. Í Tingfarabólkinum er tó einki um, at kirkjan hevur nakran part í tinghaldinum.

Hitt elsta varðveitta íslendska lóghandritasavnið, Grágás (varðveitt í skrift frá miðjari 13. øld, við tveimum brotum frá 12. øld), hevur í tingfarabólkinum ("Þing skapa þáttr") einki um beinleiðis samband millum tinghald og kirkju. Men fremsti bólkur í savninum er um kirkjur og kristnihald ("Kristinna laga þáttr"). Støða "goðanna" á Altingi (fram til 1271) er arvur frá fornari/heidnari tíð, tá ið goðin var bæði høvdingi og "prestur". Menn skuldu við eiði svørja sær vitni (§ 22). Tá ið Alting var sett, skuldi løgsøgumaður ganga fremstur, síðar goðar. Allir goðar skuldu ganga í løgrættu (§ 45), eisini í kristnari tíð. Prestar eru nevndir (§ 80), men ikki í sambandi við tinghald.

Í tí stóra lógverkinum Landslóg Magnusar lógbøtara frá 1273 (fyrsta lóg fyri alt Noreg) byrjar kap. 1 í Tingfarabólkinum við, at løgmaður lýsir Jesu Kristi frið og signing ("Vor herres Jesu Kristi fred og velsignelse, vor frue Sancta Marias og den hellige kong Olavs og alle hellige mænds forbøn være med os..."). Menn skuldu svørja við "at leggja hond á bók" og ákalla Guð sum vitni. Í 3. kap. stendur um eið løgrættumanna: Ein løgrættumaður ákallaði Guð og játtaði at gera øllum rættvísi. Menn skuldu fastandi til tings ganga, tá ið sól var í eystri og vera á tingi til nóns. Løgmaður skuldi ringja við "hini mestu klokku", og við hesi klokku skuldi ikki ringjast fyri øðrum, meðan tingið sat. At menn skuldu vera fastandi er eitt religiøst sakrament. Tingið var friðhalgur stovnur innan vebanda. Tað var halgibrot at gera seg inn á tingið, ikki bara, meðan tað sat. Menn skuldu "í griðum fara" til tings og heim aftur av tingi. At gera nøkrum "í tingferð" ónáðir var at bróta "tingfriðin". Hin sakralt lógvarda tingferðin gekk beina leið til tings og heimaftur. Tí setti løgmaður í tingslitsrøðu sínari tingfólkinum forboð fyri at leggjast inn hjá bóndum á heimferðini; tá høvdu tey sett seg uttan fyri tingfriðin.

Í kap. 2 í Kristindómsbólkinum stendur um "kongsins og biskupsins veldi":

"Nu, fordi Guds miskund ser til den store daglige trang hos de utallige mennesker og ymse folkeslag, da har han befalet sine to tjenere at være hans synlige ombudsmænd for denne hellige tro og hans hellige lovbud, gode mennesker til vern og retfærd, men onde mennesker til revsing og utrensing. Disse to er: den ene kongen, og den anden biskopen. Kongen har av Gud verdslig vælde til verdslige formaal, men biskopen aandelig vælde til aandelige formaal; og hver av dem skal styrke den andens vælde i rette og lovlige saker og kjende med sig, at de har sit vælde og overbefaling av Gud og ikke av sig selv. Og fordi de er Guds ombudsmænd, og dernæst fordi alle mennesker indser det, at dem kan vi paa ingen maate undvære, og for det tredje, fordi Gud selv værdiges at kalde sig med deres navne, da er det sandelig i stort ansvar for Gud, som ikke med fuldkommen kjærlighet og frygt styrker dem i det vælde, som Gud har sat dem til, naar de bær saa stor omsorg for landsfolket og aabyrgd (ábyrgd) for Gud, allerhelst naar loven sætter faste grænsemerker, saa hverken høvdingene, naar de følger dem, kan plage eller tynge folket med for stor havesyke, og ei heller kan uvidende mennesker negte høvdingene lovlig tegnskyld paa grund av trods eller kortsynt vankundighet."

Her, í Landslóg Magnusar lógbøtara, verður heilt greitt roknað við tveimum parallellum samfelagsvøldum og gjørt verður greitt, hvat hvørt valdið hevur at umsita.

Landslóg Magnusar kongs frá 1274 kom helst sama ár at galda fyri Føroyar og tí hava útgreiningarnar av vøldunum havt sama týdning í Føroyum sum í Noregi.

Landslógin fekk tó ikki gildi fyri Ísland. Magnus kongur gav í 1281 eina serliga landslóg fyri Ísland, nevnd Jónsbók. 1. kap. byrjar við vælsignilsi Jesu Krists, Mariu moyar, hins heilaga Ólavs og hin heilaga Tollaks biskups og alra heilaga manna - "at vera við okkum øllum løgtingsmonnum nú og javnan." Tingmenn skuldu svørja við at leggja "hond á halga bók".

Kap. 3 er "Um løgrættumanna eið":

"Ting skal standa, so leingi sum løgmaður vil og honum tykir falla fyri mála sakir, og løgrættumenn samtykkja." Skal løgmaður lata vebond gera á løgtingi á tingstað rættum, so við, at teir hava rúm fyri innan at sita, sum í løgrættu eru nevndir. Tað skulu vera trinnar tylftir manna... Og teir, sum í løgrættu eru nevndir, skulu eið svørja, áður enn teir ganga í løgrættu, við tí eiði, at hann skjýtur tí til Guðs, at so skal hann til alra manna mála leggja, sum hann veit sannast fyri Guði eftir lógum og síni samvitsku, so við sekum sum við ósekum, og so skal hann javnan gera, tá ið hann í løgrættu er nevndur. Í fyrstuni skal hann henda eið svørja, tá ið hann gongur í løgrættu og ikki oftari, tó at hann er nevndur [í løgrættu]... Nú skulu allir menn ganga til løgrættu, tá ið løgmaður letur ringja við hini miklu klokku, og sita har so leingi, sum hann vil ting hava. Og hann, sum ikki kemur til løgrættu, sum mælt er, er hálvari mørk sekur. Men um hann legst í mat ella øl og røkir tað meira enn tingið, hann skal onga uppreist eiga fyri máli sínum á tí degi... Drykk skal eingin til løgrættu bera, hvørki til sølu ella annan veg... Allir teir menn, sum í løgrættu eru nevndir, skulu sita, sum nú er mælt, uttan at teir ganga út vegna neyðsynja sína. Men um hann gongur úr løgrættu uttan vebanda neyðsynjaleyst, tá er hann sekur tveimum oyrum."

Í hesum lógarreglum eru tey sakralu og sakramentalu elementini greið og týðilig. Í kap. 2 í Kristindómsbólki Jónsbókar stendur "Um vøld konungs og biskups", at Guð hevur skipað sær tveir tænarar at vera eygsýnligir umboðsmenn hansara

"at halda hesa heilagu trú og hans heilaga løgmál, góðum monnum til verndar og rættinda, men vondum monnum til revsingar og reinsanar. Eru hesir .ii. annar konungur og annar biskupur; hevur konungur av Guði veraldligt vald til veraldligar lutir og biskupur andligt vald til andligar lutir, og eigur hvør teirra at styrkja mál hvør hjá øðrum til rættari og løgligari mál og kennast við seg [sjálvar], at teir hava vald og yvirboð av sjálvum Guði og ikki av sær [sjálvum]. Og av tí at teir eru Guðs umboðsmenn og hvør sín [umboðsmaður], at tað síggja allir, at frá teimum má einki missast, og hins triðja, at sjálvur Guð virðist at kalla seg við teirra nøvnum, tá er tann sanniliga í miklum vanda við Guð, sum tá ikki við fullkomnum kærleika styrkir vald sítt, tað sum Guð hevur teimum til skipað, har sum teir bera mikla áhyggju fyri fólkinum í landinum og ábyrgd fyri Guði, alra mest har sum lógin váttar við støddum endamørkum, so at hvørki skulu høvdingar, um teir gloyma hetta, at trælka ella gera fólkinum trongd við ov miklari ágirnd, og at ikki mugu fávitrir menn sýta høvdingum rætta tegnskyldu fyri treisknis sakir ella skammsýnta [stuttskygda] óvitsku."

Sum tað sæst, so er, hóast hesar idealiserandi hugsanir um andligt og veraldligt vald einki um hesi vøld á tingi. Einki er um biskupar ella prestar á tingi. Tó eru bæði vøld ("konungur og biskupur") nevnd sum samfelagsvøld.

Norska lóg Christians 4. var sum heild ein umseting til danskt av Landslóg Magnusar lógbøtara. Men ímillum Landslógina og hesa donsku útgávu hevði Siðaskiftið verið, og gamla rættarstøða kirkjunnar var heilt broytt.

Um ár 1600 skiltu teir norsku løgmenninir ikki longur so væl tað gamla norrøna lógarmálið. Á fyrstu Noregsferð sínari varð tí Christian 4. biðin um at fáa Landslógina umsetta til danskt og prentaða. Hetta verk var liðugt longu í 1604. Henda lógbók varð eisini nýtt í Føroyum, í Tingbókini nevnd "Den norske Lovbog".

Reglurnar um tinghald eru í stórum tær somu sum í Landslógini. Øll tey norsku løgtingini eru nevnd og reglur fyri tey. Føroya Løgting er ikki nevnt her heldur enn í nakrari aðrari norskari lóg, so løgtingið í Føroyum hevur ongantíð verið roknað fyri at vera eitt av teim norsku løgtingunum. Tey vórðu øll, eisini Altingið í Íslandi, sett um Bótolvsmessu bil, einki teirra um ólavsøkuna.

Løgmaður skuldi á hvørjum tingstaði gera rúm fyri tveimum (í øðrum handritum trimum) tylftum manna. Løgrættumenn skuldu svørja eið (cap. III):

"De som nævnis til laugrettis mend, skulle det første sinde de komme i laugrettit, suerge denne eed, at all den stund hand er i laugrettit, skal hand saa kiende i huer mands sag, saa vel den skyldigis, som den wskyldigis, den sagedis, som den wsagedis, som hand veed sandist vere for Gud, effter lowen, oc hans samuittighed, den eed skal hand icke offtere suerge, end det første sinde;... Laugmanden skal lade ringe klocken, naar hand vil gaa til ting met lowbogen, oc da skulle laugrettismendene, oc andre did kommen ere, gange ædru til tings, naar solen er i øster, oc sidde der til middag, oc icke førend gaa der fra, vden lowlig forfald: vunder to øris brøde. Huem som kommer drucken til ting, buldrer oc giører wliud, skal den dag ingen sin sag søge imod nogen. Ingen maa føre nogen drick, eller mad paa tinget, huercken at selge, eller i andre maader at vdskencke: huem det giør, haffue forbrut det til tingmendene."

Um tingfriðin verður sagt í Tingfarabólkinum (cap. V):

"Alle de mend, som vdi tingfærd ere, skulle fredelig met hin anden fare, til de komme tilbage igien til deris husze. Huem som giør imod den fred, saa at hand dræber mand eller lemlester, (vden det skeer aff vaade eller nøduerge) da haffuer hand forgiort fæ oc fred, land oc løsøre, oc komme aldrig i landet igien. End om en mand vorder saargiort paa laugtinget, eller paa hans rette ting veye, enten frem eller tilbage, eller faar nogen skade aff nogen mand, met hans vilie, da bødis skaden dobbelt, oc konningen otte ørtuger oc tretten marck sølff.

Bær mand vaaben paa tinge, da gielde huer det giør, en halff marck sølff, oc miste vaabnit, halffparten til konningen, oc halff parten til tingmendene... Thi at alle steds bør mand holde fred, oc skickelighed, aller mest paa de steder, so low og ret forhandlis skal."

Ásannanin av, at Christian 5. var kongur yvir tveimum ríkjum, Noregi og Danmark, kemur fram í tí veruleika, at tá ið hann, eftir at einaveldið var komið í 1660, og tá ið hann í tí nýggja ideologiska andanum skuldi gera nýtt ríkisrættarligt grundarlag fyri einaveldinum, gjørdi hann tvær lógir: Donsku Lóg 1683 og Norsku Lóg 1687. Norska Lóg varð við reskripti frá Fr. Gabel frá 12. mai 1688 lýst at vera galdandi frá mikkjalsmessu sama ár.

"... at fra St. Mikkelsdag næstkommende skulle alle Kongens Undersaatter paa Færøe, ligesaavel som de i Norge, sig efter den nu ved Trykken forfærdigede Norske Lov i alle Maader rette og forholde samt saavel alle Over- som Underdommere og Rettens Betjente paa forbemeldte Færø i alle forekommende Sager og forefaldende Lejligheder efter fornævnte Lovbog kende og dømme."

 

Kirkjumenn á tingi

Sum nevnt frammanfyri, fekk kirkjan tíðliga sín egna rætt, kristinrætt ella kanóniskan rætt. Kristinrætturin í Noregi verður vanliga roknaðar at ganga aftur til 1026, tá ið Ólavur Heilagi og Grimkel biskupur settu hann á oynni Mostru. Seinni komu aðrir kristinrættir. Stríðið millum Sverra kong og biskuparnar seinast í 1100-árunum var júst um, hvønn rætt, hvør vald skuldi hava. Nýskipanir í 1273 og 1277 staðfestu høvuðsreglurnar í tí gamla kristinrættinum. Vegna ósemjuna er eingin kristinrættur í Landslógini.

Í Íslandi varð nýggjur kristinrættur samtyktur á Altingi í 1275.

Í Danmark kom kristinrættur í gildi, meðan Øssur (Asser) var erkibiskupur í Lund (1103-1137). Um hann stóð síðan nógv stríð millum erkibiskup og kong.

Í Svøríki er kristinrætturin kodificeraður frá um leið 1220.

Luttøka kirkjumanna á tingi, eftir at kristindómurin var løgtikin er ikki skillig lógtekstum.

Eftir at kristindómurin var lógtikin í Íslandi, gav løgrættan javnan ymsar forskriftir um kristindómshald og kirkjuna. Á henda hátt varð skapað eitt natúrligt samband millum ting og kirkju. Stutt eftir at tær veraldligu lógirnar vórðu skrivaðar veturin 1117-1118, fór biskuparnir undir at festa kristinrættin á blað, helst í 1120-árunum undir umsjón teirra vitrastu manna og Øssuri erkibiskups í Lund. Nú hevði hvørt vald sín rætt.

Biskupurin í Skálholti varð helst valdur á Altingi. Teir íslendsku biskuparnir høvdu tó neyvan sæti á Altingi, fyrr enn eftir at biskupssetrið á Hólum var stovnað í 1106. Á Altingi sótu menn á trimum beinkjum, sum stóðu mest sum ring um løgrættustaðin, við eini geil inn á miðjuna; á miðbeinkinum sótu m.a. løgsøgumaður og biskuparnir. Teir vóru "miðpalsmenn". Á Altingi var ein serligur "prestadómur". Tá dømdu 12 prestar í sakarmáli móti presti fyri ólýdni móti biskupi. Teir kundu bara døma prest í bót. Við at hava sæti í løgrættu høvdu biskuparnir ávirkan á ta veraldligu lóggávuna; men brot á kristinrættin vórðu dømd av veraldligum dómstóli. Soleiðis var eitt slag av javnvág millum veraldligt og kirkjuligt vald.

Í Noregi sótu biskuparnir í ríkisráðnum, sum var hægsti ráðgevandi stovnur kongs. Eisini í hesum ganga tey bæði gomlu javnsettu "vøldini aftur. Serliga undir Sverra kongi var hart stríð millum hesi vøld. Sverri helt, sum støðan var, upp á sterkt kongsvald. Hann mátti tó viðganga hetta í talu sínari móti biskupunum frá seinast í 1100-árunum (Oratio contra clerum), her í norskari umseting:

"Nå skal dere vite og forstå det, alle, både lærde og ulærde, at konger og andre verdslige høvdinger ikke er satt til å være motstandere av Gud og den hellige kirke. Tvert om, Gud selv har bundet sammen den verdslige makt og tjenesten i den hellige kirke."

Í 1200-árunum var hin tvíbýtta rættarskipanin, tað er rættarbýtið millum ríki og kirkju, komin í fasta legu (ið hvussu er í teoriini fram til Siðaskiftið):

"På 1200-talet ser ein tydelig at kyrkja og den kanoniske retten har valda eit umskifte i det norske rettssynet her, og dette umskiftet gjeld ikkje berre kyrkjelege rettspersonar."

 

Tinghald og kirkja í Føroyum

Við tað, at mentan og lógargrundarlag í høvuðsheitum var tað sama í Føroyum sum í Íslandi og Noregi, má haldast, at uppfatanin av sambandinum millum veraldligt og kirkjuligt vald hevur verið tann sama og gongur aftur til ta elstu kristnu tíðina. Sverri kongur hevði fingið prestaútbúgving sína í Føroyum.

Eftir siðaskiftið, tá ið kirkjan varð løgd undir kong ella heldur undir ríkið, var bara eitt vald: ríkisvaldið. Við einaveldinum var eisini alt veraldligt vald undir kongi. Hitt gamla býtið millum vøldini var ikki til longur. Kongsins einaveldi umfataði allan "souverainitet".

Norska Lóg hevur einki um beinleiðis samband millum stat og kirkju - tí at kirkjan hevði síðan Siðaskiftið verið undir ríkinum. Kirkjuordinansurin (á latíni 1537, á donskum 1539) hevur einki um tey viðurskifti, sum týdning hava her. Føroya Løgting er ikki nevnt millum tey norsku løgtingini, sum øll eru nevnd í Norsku Lóg. Viðvíkjandi skipan tingsins var størsta broytingin tann, at nú skuldu ikki longur vera tríggjar tylftir (36 menn) vera løgrættumenn, men fýra tylftir (48 menn). Teir vórðu í Føroyum tilnevndir av fútanum fyri eitt ár í senn. Henda broyting hevði tó ongan týdning fyri viðurskiftini millum land og kirkju.

Tað er tó eitt prógv um eitt gamalt og góðtikið samband millum stat og kirkju, at tá ið ting hevði sagt upp deyðadóm, hevði kirkjan (ein prestur) skyldu at fyrireika tann dømda persónin til deyðan og at fylgja honum á rættarstaðin. Reglur um hetta eru í Norsku Lóg (og Donsku Lóg) og í tí dansk-norska Kirkjuritualinum frá 1685.

Føroysk rættarviðurskifti (tingviðurskifti) eru lítið kend, og enn minni er vitað um viðurskifti millum veraldligt og andligt vald. Tað er ikki vist, at Gulatingslóg (eldra og yngra) høvdu gildi í Føroyum, tí "løgbók tykkara sjálvs" (nevnd í Seyðabrævinum) kann vísa til forna og serstaka føroyska landslóg. Men Landslóg Magnusar Lógbøtara (við Seyðabrævinum frá 1298 sum serligum føroyskum búnaðarbólki) var galdandi í Føroyum og eftir hana Norska Lóg Christians 4. og Norska Lóg Christians 5. Eisini Lítla Recess frá 1615 og Stóra Recess frá 1643 vóru galdandi í Føroyum.

Tó, í røðuni, sum Føroya løgmaður helt, tá ið hann setti løgtingið og segði tinginum upp, kemur týðiliga fram sameiningin av veraldligum og andligum valdi. Hon er varðveitt í lógsavni í formi, sum helst er frá 14. øld.

Løgmaður segði, tá ið hann setti ting (her í tillagaðum máli og tillagaðari stavseting):

"Friður og blessan várs harra Jesu Krists. Ein sannur Guð [hinnar] heilagu trinningar veri við øllum javnan. Amen."

Løgmaður lýsti við hesum orðum frið á tingi. Hann segði, at tann, sum tingfriðin breyt, skuldi hava "forgjørt" fæ og friði og vera aldri bótamaður eftir. Síðan beyð hann sær lógbókarinnar vegna at gera hvørjum manni lóg og rætt. Í uppsagnarrøðuni kunngjørdi løgmaður, at eftir gomlum vana skuldi griður standa, til hvør tingmaður var aftur komin til heimilis síns. Hann takkaði teimum, sum søkt høvdu ting, og forbjóðaði øllum monnum at taka landastrok inn í bygdir á heimferðini.

Hesar løgmansrøður (tingsetanarrøðan og tinguppsagnarrøðan) eru serføroyskar. Av málinum sæst, at tær ganga aftur til fornan uppruna. Bara í ávísum førum er orðalagið tað sama sum í Landslógini. Prestar eru ikki nevndir; men tað sakrala innihaldið ger løgmaður sjálvur greitt. Tað er ikki biskupur ella prestur, sum lýsir hesa signing.

Í Løgtingsbókini 1655 er tingsetanarrøða løgmans endurgivin á donskum. Tann átrúnaðarligi parturin ljóðar soleiðis (í nýggjari stavseting):

"Vor Herres Jesu fred og velsignelse være med os og alle dem, som er udi denne gule tings færd nu og altid Amen... Dermed sidde udi Herrens fred alle sammen."

Her er einki um luttøku presta á løgtingi. Teir hava tó longu tá hava havt samband við tinghaldið, og tað kunnu teir fyri tað, at løgmaður ikki nevnir teir í sjálvari tingsetanarrøðuni. Lucas Debes skrivar einki um, at hetta samband var nýíkomið.

 

Løgting og kirkja í Føroyum

Presturin, prósturin og latínskúlarektarin Lucas Jacobsen Debes má vita alt um, hvussu tinghaldið fór fram á hansara døgum, og einki bendir á, at nøkur stórbroyting hevur verið. Í verki sínum frá 1673 skrivar hann "Om Rettens Administration" m.a. (her í nýggjari stavseting):

"Den verdslige ret er tvende slags: særdeles og almindelig. Den særdeles ret forrettes årligen udi hvert syssel og er det samme som herredsting eller hjemting udi Danmark, hvilket kaldes vårting, og efterdi her ikke falder så megen trætte iblandt indbyggerne som på andre steder, holdes den alleneste en gang om året, nemlig om våren, hvorudover det kaldes vårtinget, hvor det er sysselmandens embede at præsidere og sorenskriveres at dømme. Hvis sager, som der ikke kunne dømmes, eller uretteligen dømmes, indstævnes til lagtinget, som er den almindelige ret, og er det samme som landsting udi Danmark, hvorudi Kongl. Majestæts landsfoged præsiderer og haver der for sig alle seks sysselmænd, af hvilke hver efter hinanden fører for retten hvad sag, der kan forefalde, enten Kongens eller privat; lagmanden er dommere og haver under sig seks tredive lagrettesmænd, seks af hvert syssel, og sorenskriver, som protocollerer hvad som forrettes og dømmes, så længe dette ting holdes. Eftersom gejstligheden er da også til stede, holdes der hver dag om formiddagen gudstjeneste med prædiken og sang udi kirken, om eftermiddagen, når det ringer, søger man tinget. Første dag, lagtinget sættes, kaldes samtlige præsterne neder på tinget, og når tinget er sat, handles da aleneste den dag af samtlige stænderne om almindelige landsens dont.

Og når alle sager udi de andre dage ved proces er førte til ende, og lagtinget skal opsiges, kaldes gejstligheden neder på tinget igen, om noget almindeligt ydermere kan være at forrette. Og når da alting er endt, opstår religionens provst og forkynder på hvilken dag sankt Michels bededage begyndes at holdes, så også om nogle særdeles kongelige bededage er forordnede, derforuden længden mellem jul og fastelavn. Efter alt dette opstår lagmanden og siger tinget op og ljuser fred over alle dem, som fare fra tinget til deres hjem, fredljuser og al ejendom og forlenings-gods udi landet, lover vor allernådigste Herre og Konge skat efter gammel skik og sædvane og da til samtykke klapper alle mænd, som ere til stede, tilsammen med hænderne, og derefter ringes med klokken, at det kan være alle mand vitterligt, at tinget er opsagt. Om aftenen samme dag forsamles igen udi Tinghuset både gejstlige og verdslige at holde gilde eller gæstebud tilsammen, hvor udi de efter gammel sædvane drikke Hans Kongelige Majest., Dronningens, Prinsens, Rådets, Lensherrens og andre fornemme skåle med denne særdeles ceremoni og tale, som efterfølger: Først begynder en af de ældste præster et vers af en salme, hvilken de samtligen udsjunge, dernæst sjunger samme præst alene dette på latin efter gammel stil, og samtlige gæsterne svare på latin sangvis som efterfølger:

Præsten sjunger: Gæsterne svare:

1. Omnis Spiritus Laudet Dominum

2. Benedicamus Domino Deogratias

3. Benedicte Domino

Derefter opstår Oldermanden og melder skålen, som skal drikkes, med denne tale:

Gud være med vor allernådigste herre og konning, Præstum og Klerkum, Leigum og Lærdum, for sin Blæssen Sang og faver Formaal, baade her og hvert vitni. Her er et hæderligt minde begyndt, som er vor allernådigste herres og konungs etc. Skulle vær så fare med samme minde, som det sømmer og sæder allum godum Mannum, vær skulum helle ad Munni, dricke, gøre vel, og ikke bjude dem som skenke førend vel er afdrukken, den skal være Gud kierest, som mest drikker og mindst sparer. Se! det er vilje min Herre Konges, at Bispen, Fogden, Laugmand, Præster, Oldermænd, Gild-Brødre og Gild-Søstre, Gæster og Hejme-Mænd, skulle alle være Gud og vel og velkommene. Dermed stå de alle op og drikke hinanden til med skålen. Denne ceremoni bruges ved hver fornemme skål, som drikkes. Når således enhver haver drukket efter sin lyst, forføjer enhver sig hjem udi sit lossa ment, og om anden dagen hjem til sit hus, og se de hverandre ikke igen samtligen, førend om samme års-tid igen."

Hin føroyski guðfrøðistudenturin í Keypmannahavn, seinni prestur á Bornholm, Thomas Tarnovius, sum hevði gingið í Latínskúla hjá Lucas Debes, skrivaði í 1669 eitt handrit um Føroyar, kallað "Ferøers Beskrifvelser":

"Om Olai tider sammen sambler hand [prósturin] Præsterne til Thorshafn, huor da holdis convent, oc confereris samme tid Lauting der at holde, som offte varer 7 eller 8 dage; hafve derfore Præsterne sadan sedvane, at de huer dag paa samme tider schifftis til at holde prædicken indtill samme dage hafve ende. Oc ere Sogne-Præsterne udi tallet siu...

Efter Laugtinget er endet, da anrettis der et gilde, med allis bekostning, til alle rettens betienere; udi samme gilde hafve deres Oldermand, huilcen effter gammel sædvane opstaar i gildehuset oc bruger den sædvanlige tale, som de af gammel- ti[d] der brugt hafver, dog paa feriscke sprog, huilcken naar den er endet, begynder Oldermanden nogle smae Latinscke vers oc sang af gammel vane at siunge, huor paa Præsterne med det gantscke Lauret suarer. Sangen vide indbyggerne vel at siunge udaf gammel øffvelse, men huad den er forstaae de icke."

Thomas Tarnovius skrivar, at løgmaður og løgrættumenn høvdu "runde hvide kraver, som ganske med huller ere syede, som ere små og store og stå ganske stive om halsen, og det er en gammel dragt der i øerne."

Tingini vórðu altíð sett messudagar. Tá vórðu í katólskari tíð messur sagdar. Hesin veruleiki mátti í sjálvum sær skapa eitt serligt samband millum ting og kirkju. Løgmaður kundi út frá gamlari siðvenju í navni Guðs lýsa tingið at vera friðhalgan stovn, men hann kundi ikki inna tænastur, sum bara kirkjumenn kundu gera.

Tað sakrala elementið í tí føroyska tinghaldinum, ið hvussu er í kristnari tíð, kann eisini lesast av tí veruleika, at Føroya Løgting sum einasta ting í Noregs ríki varð sett ólavsvøkudag. Tey norsku løgtingini vórðu sambært Landslóg Magnusar lógbøtara sett bótólvsmessuaftan, sum er hin 16. juni. Hesin dagur sum tingdagur stendur eisini í báðum miðaldarhandritunum við Landslógini, sum nýtt hava verið í Føroyum, Kongsbókini og Lundarbókini, stendur bótólvsmessuaftan sum tingsetanardagur.

Ein norskur rættarsøgulærdur hevur hildið, at henda veitsla ella hetta serstaka hátíðarhald, eftir at sjálvt tinghaldið var av, kann hava gingið aftur til eitt føroyskt ólavsgildi. Hetta er so bara ein meting og kann einki hava við sjálvt tinghaldið at gera. Einki er vitað um, at tingmenn vóru gildisbrøður, og illa óhugsandi er, at tinghaldið hevur verið ásett eftir einum privatum-religiøsum gildishaldi. Tó ber ikki til at vita, nær ólavsvøkan varð vald til tingsetanardag í Føroyum.

 

Tingstaðir og tinghús

Føroya Løgting var helst frá elstu tíðum hildið á Tinganeshelluni í Tórshavn. Í Føroyingasøgu verður sagt, at "tingstaður teirra føroyinga var í Streymoy, og har er havn, sum teir kalla Tórshavn." Sólurini í helluni hava uttan iva havt samband við tinghaldið. Sum nevnt frammanfyri, skuldi eftir gomlum lógum ting setast, tá ið sól var í eystri, og tingið skuldi sita til nóns. Tað var tí neyðugt at halda skil á tíðini. Løgtingið var altso hildið úti, og sama var við vártingunum í sýslunum. Tá ið veðurlagið kólnaði í seinnu helvt av 1500-árunum, vórðu tingini í Norðurlondum flutt inn. So hevur eisini verið í Føroyum. Vitað er um vártingsstaðir í Føroyum, sum eru eldri enn 1615, tá ið tingbøkurnar taka við. Tá var vártingið í Norðuroyum í Vági, í Eysturoy á Selatrað, í Streymoy við Sjógv í Kollafirði, í Vágum á Ryggi í Miðvági, í Sandoy í Trøðum og í Suðuroy Uppi millum Stovur í Øravík.

Ein Ráðstova er nevnd í 1557 og í 1627. Í 1619 varð tingið hildið í einum Gildisskála, sum helst er sama hús úti í Tinganesi. Í 1663 er nevnt Landsins Tinghús, sum eisini var í Tinganesi. Tað var tá gamalt og fórst í tí stóra eldinum í Tinganesi í 1673. Tað hevur staðið niðarlaga, tí at teir ovaru bygningarnir, Leigubúðin, Munkastovan, kirkjan og prestagarðurin Reynagarður standa eftir. Eftir eldin helt løgtingið til á Reynagarði. Í suðurlonini har eru enn til Løgmansstovan og Løgmanskamarið, har løgmaður helt til, tá ið hann var í Havn í ørindum. Í 1690-árunum varð nýggj tingstova bygd í Gongini, goldin við skatti, sum álíknaður var til hetta endamál. Hetta hús stóð ikki leingi uppi, og í 1720-árunum varð talað um at byggja nýtt hús. Tað fekk stóra umvæling í 1759. Á tekning Chr. Rosenmeyers av Tórshavn frá 1778 sæst hetta tinghús. Eftir at løgtingið var avtikið í 1816, varð hetta hús nýtt til dómhús. Tá ið løgtingið var endurreist í 1852, var tinghús í 1854 ella 1856 bygt, har tað stendur enn, í Húsabø uttan fyri ta gomlu Havnina. Tinghúsið var tá eisini dómhús.

 

Skrúðgonga

Um luttøku kirkjunnar og prestanna í tinghaldinum á ólavsvøku hava verið nevndar frásagnirnar hjá Lucas Debes og Thomas Tarnovius. Lucas Debes nevnir einki um nakra skrúðgongu, bara at prestarnir eru á tinginum fyrsta tingdag (tá ið tingið verður sett): "Første dag, lagtinget sættes, kaldes samtlige præsterne neder på tinget." Tað kann tykjast, sum at prestarnir seinasta tingdag bara vóru á tinginum, um okkurt serligt var: "... Og når... lagtinget skal opsiges, kaldes gejstligheden neder på tinget igen, om noget ydermere kan være at forrette."

Hin fyrsta kirkjan í Havn varð helst bygd í 1609, tá ið Christian 4. letur við til hennara. Tað kann bara vera ein giting uttan søguliga grundgeving, at áðrenn kirkjan var bygd, varð ólavsvøkuguðstænasta í sambandi við tinghaldið hildin í Munkastovuni ella einum bønhúsi.

Tað, at eingin kirkja var fyrr enn í 1609, má bera í sær, at eingin skrúðgonga millum kirkju og tingstað kann hava verið. Eftir at kirkjan á Reyninum var komin, var kortini so stutt millum kirkju og tinghús, at teinurin hevur verið ov stuttur til skrúðgongu. Sum nevnt, sigur Lucas Debes einki um skrúðgongu. Eftir at nýggja Havnar kirkja var bygd í 1788 er heldur einki vita um nakra processión. Tó kann haldast, at siðurin um luttøku kirkjunnar og prestanna í ólavsvøkuhaldinum hevur hildið fram, sum hon var á harra Lucasar døgum. Men oman í Gongina var heldur ikki langur teinur.

 

Ting og kirkja eftir endurreising Føroya Løgtings

Tá ið Føroya Løgting var endurreist og nýtt tinghús bygt í 1850-árunum, hevur gamalt samband millum ting og kirkju ikki verið gloymt. Sjálvur teinurin millum kirkjuna og Tinghúsið skapaði meiri grundarlag fyri skrúðgongu.

Tað kundi verið, at ólavsvøkuskrúðgongan, sum hon er kend í dag, hevur samband við endurreising løgtingsins og byggingina av Løgtingshúsinum, har tað stendur í dag. Tó hevur hon í eldri tíð neyvan verið fast skipað.

Sambært lógunum um Føroya Løgting frá 1852, 1854 og 1923 og í núgaldandi stýrisskipanarlóg verður løgtingið sett eftir guðstænastu í Havnar kirkju. Hetta er týðiliga ein afturbending til siðvenju fyri 1816, men kann eisini hava samband við, at Ríkisdagssetan byrjaði eftir guðstænastu í Slotskirkjuni í Keypmannahavn. Í lógum og skipanum viðvíkjandi Føroyum stendur einki um skrúðgongu á ólavsvøku. Í teim fyrstu Tingbókunum eftir 1852 stendur bara, at tingformaðurin (amtmaðurin) setti tingið við stuttari røðu ("Formanden åbnede mødet med nogle ord"). Tingskipanirnar siga heldur einki um nakað hátíðarhald í sambandi við tingsetanina. Tó verður altíð skrivað, at tingið varð sett eftir guðstænastu í Havnar kirkju. Í 1881 skrivar Dimmalætting:

"Lagtinget. Efter afholdt Gudstjeneste aabnedes i Gaar Middags Kl. 1 Færøernes Lagting af den konstituerede Amtmand, Sorenskriver Buchwaldt, der, efter først at have udbragt et Leve for Hs. Maj. Kongen, hvilket besvaredes af den tilstedeværende Forsamling..."

Í 1888 setti Buchwaldt, sum tá var amtmaður, aftur løgtingið:

"Lagtinget aabnedes i Mandags med sædvanlig Højtidelighed. Ved Gudstjenesten prædikede Pastor Hansen.

Efter at Lagtingets Medlemmer vare forsamlede i Tinghuset, aabnede Formanden, Amtmand Buchwaldt, Tinget, i det han udbragte et Leve for Hans Majestæt Kongen."

Í 1889 er orðalagið tað sama.

 

Føroya Løgting verður fólkavalt

Við lóg nr. 124 Om Færøernes Lagting frá 28. marts 1923 gjørdist Føroya Løgting eitt fólkavalt ting, sum sjálvt valdi formann sín. Lógin skuldi koma í gildi 1. januar 1924. Amtmaður og próstur fóru sum sjálvvaldir limir embætis vegna (ex officio) úr tinginum; amtmaður hevði tó møti- og talurætt sum umboðsmaður stjórnarinnar.

Á ólavsvøku 1924 setti ellisformaðurin Jógvan Poulsen løgtingið, eftir at hann

"í kjóla og hvítum, við gyltum krossi og silvurmedalju á bringu, hevði tikið sæti í hinum gamla løgmansstólinum og av hesum palli á donskum máli bar fram inngangsorðini, og "efter god gammel skik" bað tingmenninar rópa eitt "længe leve" fyri konga okkara. Hetta var ein merkisdagur í løgtingsins søgu, segði Jógvan Poulsen... sambandsmenn kjósaðu sær til formann harra Oliver Effersøe... Til næstformann var kjósaður harri Edw. Mitens.

So steig harri Effersøe upp á formannspallin og takkaði - á føroyskum máli - fyri heiðurin, honum var vístur.

Og so endaði Jóannes Patursson fundin við hesum orðum:

... Ráða vilja vit lóg, ráða vilja vit tungumál, og ráða vilja vit skipan í okkara egna landi. Eg vil biðja tingið rópa eitt trífalt livi fyri Føroya landi og fólki.

Hurrarópini dundu í høllini, og so var hesin tingfundur lokin."

Hetta tykist vera fyrstu ferð, at løgtingsmenn hava rópað hurra fyri kongi og Føroyum.

Nakað serligt við ólavsvøkutingsetanini í 1924 var eisini, at tá var danski uttanríkisráðharrin í javnaðarstjórn Staunings, greivin Carl Moltke við frú og embætismonnum í Føroyum við krússaranum "Heimdal". Vitjan hansara fall ikki í góða jørð hjá sjálvstýrismonnum. Diplomatiskt var framferðin hjá hesum annars roynda sendiharra ikki serliga heppin, árið eftir "Noregsmálið". "Tingakrossur" skrivaði henda stubba:

"Mangt óvart og óvæntað hendir í føroyskum politikki í hesum tíðum.

Við stuttum varsli fingu løgtingsmenn ígjár boð um at koma til fund við uttanríkisministaranum kl. 11 f.p. Sjálvstýrismenn ið hvussu var vistu einki um, hvat her skuldi havast á lofti og góvu tí boðnum ikki stórvegis gætur. Sambandsmenn vóru tó allir komnir til steðar. Á áhoyraraplássinum sótu amtmaðurin og báðir kontórsjefarnir, annars eingin.

So stígur ministarin fram á formanspallin og heldur eina langa røðu um, hvussu sambandsprogrammið, sum Niels Thomasius Neergaard setti fram á sinni, og Stauning hevði tikið upp eftir honum, hereftirdags skal verða galdandi fyri Føroya løgting, um tað vil vænta sær sømdir av Danastýri!

Sum rímiligt er, komu hesi harraboð, framborin á henda merkiliga hátt, teim tingmonnum dátt við, sum ikki av vardu, og Jóannes Patursson kravdi tí, at boðini vórðu løgd skriftliga fyri tingið, so tað kundi taka støðu til tey.

Mangt hava Danir boðið okkum av "taktloysi", men hetta tordi tó verið nakað av tí stívasta. Slíkur atburður uppmanar ikki júst til frið og semju!"

Tað er greitt, at eftir nýskipanina í 1924 var eitt skifti misljóð millum løgtingið og teir donsku embætismenninar. Eisini millum sjálvstýristingmenninar hevur verið onkur misnøgd. Uttan iva hevur tann spenta støðan samband við, at Sjálvstýrisflokkurin, á løgtingsvalinum 22. januar 1924 hevði mist meirilutan á tingi.

Á ólavsvøku 1924 hendi tað, at eingin av teim donskum embætismonnunum vóru við í skrúðgonguni. Eftir blaðskrivingini at døma vóru serliga sambandsmenn illa við. "Dimmalætting" skrivar eftir ólavsvøkuhaldið í 1925 um skrúðgonguna árið fyri, í 1924, undir yvirskriftini "Lagtingets Aabning" m.a.:

"Folk strømmer ogsaa nu til Byen, og Lagtinget skal i Følge Loven aabnes efter forudgaaet Gudstjeneste. Som bekendt tvistes der om, hvilken Myndighed, der bør tillægges Lagtinget, men dette burde ikke hindre, at vi alle viste denne vor højeste, stedlige Folkeforsamling den Ære, som tilkommer den, at bl.a. Tingets Aabning foregik under saa højtidelige Former, som ogsaa den nyere Tid har stadfæstet.

Men det er desværre ikke saa. I Fjor [í 1924] samledes første Gang det første Lagting, som udelukkende bestaar af folkevalgte Medlemmer, og som selv vælger sin Formand. Ved Gudstjenesten mødte nu overensstemmende med med den Forskrift i Lagtingsloven, som hele Tinget havde været enigt om, alle Tingmedlemmer uden Hensyn til Partistilling, men Amtmand, Dommer (Sorenskriver) og Politimester (Landfoged) udeblev. At dette skete efter Aftale kan ikke betvivles, men Offentligheden fik ingen Oplysning om Grunden til dette Skridt. Af Præsterne mødte kun et Par Stykker. Dette var i fuldkommen Strid med mangeaarig Skik, hvorfter den højeste Øvrighed, Provsten og Præsterne endrægtigtigt gik i Procession sammen med Lagtingsmedlemmerne fra Lagtingsbygningen til Kirken, hvor de havde en særlig Plads inde i Koret, Gejstligheden paa den ene Side, Øvrigheden og Lagtingets valgte Medlemmer paa den anden Side."

Uppaftur sjónskari var misljóðið í sambandi við ólavsvøkuskrúðgonguna árið eftir. Ólavsvøkudag 1925 skrivaði Tingakrossur undir yvirskriftini "Løgtingið 1925":

"Løgtingssetan á hvørjum ári - eykatingini eru meira sjaldsom nú á døgum - er tað einasta "officiella", ið merkir ólavsøkuna. Kirkjugongdin, sum embætismenninir royna at skulka sær frá - so sigur "Dimmalætting" ið hvussu er - og "opningurin í tingsalinum eru ivaleyst báðir eins hátíðarmiklar stundir fyri tingmenninar og vónandi eisini fyri áskoðararnar.

Í ár kemur tingið saman á 73. sinni, síðan tað var uppaftur livað, av navni væl at merkja. Skal ein kanna eftir tí arbeiðstilfari, ið enn er til sjóndar, átti henda tingsetan at blivið bæði stutt og friðarlig, men eingin hevur frið longur enn grannin vil, og væl kann tað henda, at har verður tveittur bæði ein og annar "brennandi spurningur" inn á løgtingsborðið, sum setur eld í koluna, áðrenn nakar avvarar. Tað er ikki so ógvuliga langt síðani, at menn høvdu á orði um at kvitta øll politisk bond við Danmark, og slíka "formastiligheit" kann hin danska láturverjan í Føroyum - sambands-løgtingsformaðurin - sjálvandi ikki tiga til."

Men sambært áskoðan blaðsins var støðan einki betri í 1925, heldur verri. Tí tá hildu ikki bara teir høgu embætismenninir og teir flestu av prestunum seg burtur, men eisini allir av 10 sjálvstýrismonnum uttan ein:

"Ogsaa i Aar udeblev den høje Øvrighed, og af Gejstligheden indfandt sig der kun Provsten samt 2 Sognepræster foruden den Præst, som prædikede. Af Selvstyre-Tingmedlemmerne udeblev alle undtagen Niels Pauli Midjord. At ogsaa dette er sket efter Aftale kan ikke betvivles...

Selve Tingets Aabning foregik paa den i Loven og Lagtingets forretningsorden foreskrevne Maade, idet Tingets Formand fra i Fjor, Landstingsmand Effersøe, erklærede sig Tingsamlingen for aabnet og udbragte et Leve for Kongen, der ledsagedes af nogle Hurraer, idet Tingets Medlemmer rejste sig."

"Tingakrossur" helt lítið um henda harm í "Dimmalætting". Í grein 5. august 1925 undir yvirskriftini "Sambands-lótir" helt hann tað tó vera áhugavert, at "Dimmalætting" fanst at donskum embætismonnum í Føroyum:

"Sum tað embætismannablað, "Amtstidende for Færøerne" noyðist at vera, er tað sjálvsagt óhóskandi hjá tí at tala at donskum embætismonnum, og tá slíkt eina sjáldna ferð hendir, noyðist ein at geva tí gætur. Næstsíðsta leygardag var blaðið eftir teimum, amtmanninum, sorinskrivaranum og fútanum íser, tí teir høvdu fyri skikk at lata vera at fara í kirkju ólavsøkudag, tá løgtingið verður "vígt". Tíverri fruktaði henda ávarðing so illa, at hvørki ein ella annar av hesum monnum fóru í kirkju ólavsøkudag, og enntá prestarnir skýggjaðu kirkjuna. At sjálvstýrismenninir í ár vóru so forherðaðir at gera beint ímóti "Dimmalættingar" boðum - frá teimum kom bert ein maður - kann líkjast tí slaginum, men hitt er ólíka meira harmiligt.

Og nú fáa embætismenninir ein longri lestur í embætismannablaðnum um alt tað, teir hava forbrotið seg. Teir hava sýnt bæði løgtinginum - "denne vor højeste stedlige Folkeforsamling" - og hini serstakt føroysku hátíð, ólavsøkuni, vanvirði, - háðað - brotið landsins lóg, løgtingslógina... og góðan gamlan sið.

At hetta er eftir uppløgdum ráðum teirra millum ivast blaðið ikki í, og "Dimmalætting" ristir á málinum av harmi yvir henda atburð: "Det maa beklages, at den Uenighed, som har lagt sin kolde Haand paa saa meget paa vore Øer, ogsaa skal lægge sig for Dagen ved Lagtingets Aabning, hvoraf Gudstjenesten i Virkeligheden og overensstemmende med god gammel Skik udgør en betydningsfuld Del."

At "Dimmalætting" í álvara skuldi trúð sjálvstýristingmenninar og teir donsku embætismenninar fyri at hava lagt ráð upp saman til tess at háða løgtingið - tað er ov stuttligt...

Sum mongum kunnugt, hava Danir í fleiri ár stríðst um at fáa avskaffað ríksdagsgudstænastuna - ein leivd frá teirri gomlu kirkjuveldini eins og løgtings-gudstænastan er tað í Føroyum - tó at ríksdagurin er ungur av aldri afturímóti løgtinginum. Hetta er tó ongantíð eydnast, og kirkjuveldið kann tí enn - harniðri eins og her - lata sína rødd ljóða yvir fólksins valdu monnum á tingi, formanandi, tekstrandi, skendandi viðhvørt, at slíkt ikki er til heiður og sóma fyri nútíðar fólkaveldi mátti verið øllum hugsandi monnum skilligt, og nøkur vanvirðing av hesum forsamlingum kann tað tí aldri verða talan um, antin ríksdagsmenn ella løgtingsmenn allir sita heima frá hesum "gudstænastum". Enn minni hava embætismenn har at gera.

Antin amtmaðurin, sorinskrivarin og fútin ganga í kirkju ella ikki, fara teir at ráða fyri, men teir hava ikki meira plikt til tess á hesum degi enn annars, - prestunum viðvíkjandi er sakin ein onnur. At sjálvstýristingmenn, sum nú er vorðið, ikki eru so ídnir eftir at sita skúlarætt fyri einum donskum - ella dansktalandi - presti, kann eingin undrast um.

Hvat verður so eftir av atfinningum "Dimmalætting"s í hesum merkiliga máli? Neyvan nakað annað enn eitt boð um tað, sum nú er í umbúnað í føroyskum politikki: ein sameining millum sambandið og hitt misjónska kirkjuveldi í Føroyum. Tað er longu væl byrjað: sambandsoddamenn prædika sum vera man á "gudiligum" fólkafundum, og missiónsmenn boða opinlýst frá, at teir til næsta løgtingsval fara at stilla fram "trúgvandi" løgtingsevnir. Tá fer at bera til.

At henda fyrsta royndin verður gjørd í føroyskum grýluklæðum eigur ikki at villføra nakran mann."

Tað ólag, sum í 1924-1925 eftir omanfyri nevndu blaðbrotum kom í siðvenjuna um ólavsvøkutinghaldið, hevði uttan iva politiskar orsakir. Teir høgu embætismenninir hildu seg helst ikki hava havt somu tign sum áður og hava eftir øllum at døma í firtni hildið seg burtur. Prósturin (sum var Jákup Dahl) var tó við; hjá honum hevur ikki borið til at hildið seg burtur frá ólavsvøkuguðstænastuni. Tann nýggja lógin um Føroya Løgting við gildi frá 1. januar 1924 var tó ein ríkislóg, sum løgtingið einmælt hevði góðkent. Hetta misljóð javnaði seg tó aftur.

Hjá sjálvstýrismonnum má mótstøðan móti luttøku í skrúðgonguni hava samband við málpolitikkin og krav teirra um føroyskt skúla- og kirkjumál, í samsvari við løgtingssamtyktirnar 1918-1923, men sum danska stjórnin sýtti fyri at seta í gildi.

Prestur prædikaði á donskum, og tað kann hugsast, at prædikur teirra við hvørt hava fallið sjálvstýrismonnum fyri bróstið. Men teir flestu av prestunum hildu seg eisini burtur, helst tí at politikkur var komin upp í hetta hátíðarhald.

Hesi brot úr løgtingssøguni eru tikin við og nevnd fyri at vísa, at politisk og embætislig semja ikki altíð í nýggjari tíð hevur verið um tann ceremoniella formin um ólavsvøkutinghaldið, og heldur ikki um skrúðgonguformin, sum ongantíð tykist at hava ligið fastur, men avgjørdur í hvørjum einstøkum føri.

Í 1995 kom aftur ólag í ólavsvøkuskrúðgonguna. Tá avgjørdi løgtingsformaðurin og formansskapurin eina nýggja skrúðgonguskipan. Serligan ans vakti tað, at biskupur, sum fyrr hevði gingið næstfremstur, tá varð settur aftur í 9. rað høgrumegin, fyrsti prestur (sum helt ólavsvøkuprædikuna) og hinir prestarnir eftir hann. Sum mótmæli móti hesari afturflyting gekk biskupur ikki í biskupskápu, men í prestakjóla. Nógv blaðskriving var um hesa broyting, og misnøgd var millum prestarnar. Skrivað var, at kirkjan var sett til viks í ólavsvøkuhaldinum. Biskupur og aðrir prestar nevndu tann møguleika, at kirkjan sum stovnur í framtíðini kundi velja at halda seg burtur á skrúðgonguni, tí at gomul siðvenja var brotin. Biskupur er í blaðsamrøðu endurgivin fyri at siga:

"Tað er einki skil í skrúðgonguni longur. Og eg haldi ikki, at tað er nøkur meining við henni. Hon er blivin ein hurlivasi øll, sum hon er.

Bispur vísir á, at ólavsøkuskrúðgongan síðani forna tíð hevur ímyndað tað verðsliga og tað kirkjuliga. Tað er hetta, sum er hugsanin við henni. Og hon hevur verið býtt javnt millum umboð fyri tað verðsliga og tað kirkjuliga, sum hava gingið lið um lið.

Hetta fór eitt sindur av lagi við heimastýrisskipanini. Tá komu fleiri og fleiri embætismenn yvir á okkara síðu.

Men tann nýggja stýrisskipanin var eitt frálíkt høvi til at fáa skil aftur á hetta, sigur hann.

Men bispur heldur ikki, at formansskapurin í tinginum hevur fingið skil á nøkrum sum helst við nýggju skipanini.

Tá bispur verður fluttur heilt aftur á níggjunda pláss, dugi eg satt at siga ikki at síggja, hvat kirkjan í heila tikið ger í hesi skrúðgonguni, sigur hann.

Og tí umhugsar Hans J. Joensen nú, um hann yvirhøvur skal luttaka næstu ferð."

Eisini leikfólk vístu í blaðgreinum misnøgd sína. Í 1996 varð biskupur fluttur fram til nr. 2 høgrumegin eftir løgmann og eftir hann prædikandi prestur og dómpróstur, frá 8. rað hinir prestarnir.

Nú hevur løgtingsformaðurin ynskt frá í ár, 1997, at fáa eina fasta skrúðgonguskipan, bygda á stýrisskipanarlógina og viðmerkingarnar til hana, tingskipanina og søguliga siðvenju.

Fotomyndatilfarið, sum er til taks, er lítið og ósamanhangandi. Av myndum, sum til eru frá skrúðgongum, tykist skipanin (raðfylgjan) ikki at hava verið føst. Á einari mynd frá krígsárunum ganga ellisformaður og amtmaður fremst. Skrúðgonguskipanin hevur eftir øllum at døma bara verið ein innanhýsisskipan, sum gjørd er í hvørjum einstøkum føri.

Ikki fyrr enn í Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya frá 29. juli 1995 § 10, stk. 2 stendur um "skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna..., og síðan aftur í tingið". Fyrr stóð bara, at løgtingið varð sett eftir guðstænastu í Havnar kirkju. Við stýrisskipanarlógini verður latið løgtingsformanninum upp í hendur at gera av, hvørjir embætismenn eru við, og hvussu skrúðgongan er skipað; hetta síðsta má eisini merkja, í hvørjari raðfylgju persónarnir skulu ganga.

Løgtingsformaðurin hevur út frá teirri skyldu, honum er áløgd í stýrisskipanarlógini, ynskt at gera fastar reglur viðvíkjandi skrúðgonguni á ólavsvøku.

Arbeiðsbólkurin er biðin um at koma við einum tilmæli, út frá søguligari siðvenju í tann mun, hon kann finnast.

 

Niðurstøða og tilmæli

Út frá tí tilfari, sum arbeiðsbólkurin heldur hava havt týdning, og sum gjøgnumgingið er frammanfyri, skal hann at enda gera eina stutta niðurstøðu og eitt tilmæli.

Samband millum ting og guðsdyrkan gongur í tí germanska og norðurlendska mentunarkringinum aftur í heidna tíð. Hetta samband helt fram í kristnari tíð um enn á annan hátt.

Tíðliga í miðøld kom fram góðtøkan av tveimum samfelagsvøldum: einum veraldligum og einum kirkjuligum, vísandi aftur til Skriftina sjálva og til seinni tulkingar og útleggingar av valdsbýtinum. Burtur úr einum góðtiknum politiskum veruleika fekk hvørt valdið sín codificeraða rætt: ríkisvaldið tann civila og kirkjuvaldið tann kanóniska (kirkjurættin). Tað var tó neyðugt hjá báðum parallellu samfelagsvøldunum at samstarva og hvørt at styðja annað, um samfelagsviðurskiftini sum heild kundu vera trygg. Tær gomlu skrivaðu norðurlendsku lógirnar høvdu frá gamlari kristnari tíð eitt sakralt innihald.

Biskuparnir vóru tíðliga við í lands- og ríkisstýringini. Stórir partar av samfelagsviðurskiftunum vórðu stýrdir undir ábyrgd kirkjunnar, soleiðis allur skúlaskapur langt upp í seinastu øld. Við siðaskiftinum um 1540 gjørdist hin gamla katólska pávakirkjan í teimum luthersku londunum ein ríkiskirkja. Kirkjan varðveitti tó stórar partar av sínum gamla sjálvstýri.

Hvussu sambandið millum ting og kirkju í Føroyum var í gamlari kristnari tíð, ber ikki til at gera nakra nágreiniliga útgreining av. Út frá gomlum lógartekstum kann tó metast, at eitt natúrligt og neyðugt samband hevur verið. Vitað er um, at føroyskir biskupar vóru á kirkjufundum og ríkisfundum í Svøríki og Noregi. Erlendur biskupur var við til at gera eina so veraldliga lóg sum "Seyðabrævið" frá 1298.

Ting føroyinga hevur altíð verið í Tórshavn. Í varðveittum løgmansrøðum frá 13. ella 14. øld er tað sakrala elementið týðiligt, tá ið hann í tingsetanarrøðuni lýsir frið og signing yvir tinghaldið, og í tinguppsagnarrøðuni lýsir tingferð sum friðhalga ferð, har sum "menn skulu í griðum vera" frá tí teir fara heiman, til teir eru aftur við hús.

Nær tann siðvenja byrjaði, at prestar vóru á tinginum, ber ikki til at siga við vissu; men tann spurningurin hevur ikki so stóran týdning í hesum samanhangi. Hon kann vera komin við Siðaskiftinum; men tað er heldur ikki vist. Frá 1600-árunum kann sambandið millum løgting og kirkju tó prógvast, serliga út frá bókini hjá próstinum Lucas Jacobsen Debes frá 1673. Hann greiðir nágreiniliga frá hesum sambandi, og hann má vera besta kelda til hesi viðurskifti. Kirkjan hevði eisini annan politiskan týdning: Tá ið føroyingar úti í Tinganesi svóru nýggja konginum Fríðriki 3. hilniseið, vóru próstur og prestar við. Teir vóru eisini við, tá ið føroyingar í 1662 svóru sama kongi trygdareið sum einaveldiskongi.

Próstur og prestar vóru ikki tingmenn, men partur kirkjunnar í ólavsvøkutinghaldinum er týðiligur av, at hvør tingdagur byrjaði við guðstænastu, og av tí at próstur og prestar vóru við til partar av tinghaldinum. Nær fyrsta kirkja kom í Havn, og nær byrjað varð at ganga skrúðgonga, hevur ongan stórvegis týdning fyri evnið. Tað avgerandi er tað gamla sambandið millum ting og kirkju.

Trúligast er, at hetta samband á ólavsvøku er komið til sjóndar sum á Lucas Debesar døgum heilt fram til niðurlegging løgtingsins í 1816.

Tá ið Føroya Løgting í 1852 varð endurreist sum ráðgevandi amtsráð (tó við størri rættindum enn donsk amtsráð), hevur hitt gamla sambandið millum ting og kirkju ikki verið gloymt. Tá stóð nýggja Havnar kirkja á øðrum stað, meðan tingið varð hildið í tí gamla tinghúsinum í Gongini. Tá ið nýtt løgtingshús varð bygt í Húsabø í 1850-árunum, og tingmenn, prestar og embætismenn skuldu ganga tvær ferðir ímillum, tá tingið varð sett ólavsvøkudag, mátti vera natúrligt at ganga "í processión" úr tinghúsi í kirkju og aftur úr kirkju í tinghús heldur enn at hvør kom í sínum lagi.

Alt bendir á, at skrúðgongan á ólavsvøku ikki hevur havt nakran fastan form. Í 1920-árunum var misljóð og misnøgd millum embætismenn og tingmenn og eisini blaðstjórar um skrúðgonguna sjálva sum heild. Eftir nýskipanina í 1995 var misnøgdin so stór, at kirkjumenn høvdu lítlan hug at halda fram við at ganga í henni. So hevði ein mynd úr føroyskari mentunnarsøgu verið burtur, og tá hevði ein so nógv broytt og minkað ólavsvøkuskrúðgonga lítla ella onga meining havt. Ein broyting nærri teirri gomlu skipanini varð gjørd í 1996.

Út frá tí arbeiðssetningi, sum givin varð, skal arbeiðsbólkurin loyva sær at handa formanni Føroya Løgtings hesa søguliga og rættarsøguliga grundaðu frágreiðing og lýsing - við uppskoti um, hvussu løgtingsskrúðgongan á ólavsvøku kann skipast í framtíðini. Grundgevingarnar fyri raðfylgjuna og annað, sum kann hava við skrúðgonguna at gera, eru givnar í viðmerkingunum aftast.

 

Uppskot til raðfylgju í skrúðgonguni

 

Biskupur 1) - løgtingsformaður 2)

Ríkisumboðsmaður 3) - løgmaður 4)

Prædikandi prestur 5) - 1. næstformaður

Fúti 6) - 2. næstformaður

Sorinskrivari 7) - 3. næstformaður

Dómpróstur - skrivstovustjóri løgtingsins 8)

4. prestur 9) - varaløgmaður 10)

5. prestur - landsstýrismaður

6. prestur - landsstýrismaður

7. prestur - landsstýrismaður

8. prestur - landsstýrismaður

9. prestur - landsstýrismaður

10. prestur - løgmansstjóri 11)

11. prestur - nevndarformaður 12)

12. prestur - nevndarformaður

13. prestur - nevndarformaður

14. prestur - nevndarformaður

15. prestur - nevndarformaður

16. prestur - nevndarformaður

17. prestur - nevndarformaður

18. prestur - 11. tingmaður (ellisformaður) 13)

19. prestur - 12. tingmaður

20. prestur - 13. tingmaður

21. prestur - 14. tingmaður

22. prestur - 15. tingmaður

16. tingmaður - 17. tingmaður

18. tingmaður - 19. tingmaður

20. tingmaður - 21. tingmaður

22. tingmaður - 23. tingmaður

24. tingmaður - 25. tingmaður

26. tingmaður - 27. tingmaður

28. tingmaður - 29. tingmaður

30. tingmaður - 31. tingmaður

32. tingmaður

 

Viðmerkingar:

1) Vísandi til søguligt samband millum kirkjuligan og veraldligan myndugleika

og til gamla siðvenju, gongur biskupur á odda fyri prestunum. Reglan um tign í stýrisskipanarlógini hevur einki við kirkjumenn at gera. Eingin ivi kann vera um, at í hesum partinum av skrúðgonguni er biskupur hægstur í tign.

Biskupur gongur í biskupsskrúð. Í 1995 gekk biskupur nr. 9, eftir løgmann, varaløgmann, landsstýrismenn og ríkisumboðsmann. (Í skrúðgonguni í Reykjavík, úr Altingshúsinum í Dómkirkjuna og aftur í Altingshúsið, í sambandi við setan Altingsins, gongur biskupur fremstur saman við forsetanum; hann gongur vinstru megin forsetan. Av kirkjumonnum eru í skrúðgonguni bara biskupur og prædikandi prestur).

Við tað, at prestarnir sita vinstrumegin í kirkjuni, er hentast, at teir úr Tinghúsinum oman í Dómkirkjuna ganga vinstrumegin og á somu lið inn í kirkjuna, so at prestar og tingmenn á kórsgáttini sleppa frá at skifta síðu. Henda umskifting kann vera órógvandi fyri inngangin í kirkjuna, tí at persónarnir eru so nógvir.

Úr aftur kirkju (út eftir kirkjugólvinum og niðan í tinghúsið) ganga biskupur og prestar høgrumegin og tingmenn vinstrumegin. Hetta er ein ruddiligari skipan enn tann, sum verið hevur.

Í hesi skipan kunnu aðrir embætismenn enn prestar raðsetast, sum løgtingsformaður heldur vera hentast, eitt nú eftir uppskotinum í hesum tilmæli, við teimum grundgevingum, sum givnar eru í hesum vðmerkingum.

2) Sambært viðmerking til § 10 í stýrisskipanarlógini er løgtingsformaðurin hægstur í tign. At hann gongur á odda á teirri politisku síðuni hevur eisini sína grund í, at hann er formaður í tí tingi, sum setast skal, og í funktiónum hansara sambært Tingskipan Føroya Løgtings, serstakliga §§ 14-19.

3) Luttøka ríkisumboðsmansins (og fútans og sorinskrivarans) í skrúðgonguni kann rættvísgerast út frá søguligari traditión og frá Lov Nr. 137 af 23. Mars 1948 om Færøernes Hjemmestyre í greinunum um avmarking í myndugleika heimastýrisins:

§ 5. De færøske Myndigheders Kompetence er undergivet den Begrænsning, der følger af de til enhver Tid bestaaende trakatmæssige og andre internationale Rettigheder og Forpligtelser.

Rigsmyndighederne har Afgørelsen i Spørgsmaal, der angaar Rigets Forhold til Udlandet.

§ 6. Anliggender, der ikke i Medfør af denne Lov henhører under det færøske Hjemmestyre, varetages som Rigets Fællesanliggender af Rigsmyndighederne.

§ 15 gevur ríkisumboðsmanninum rætt til at møta á tingi og vísandi til funktiónir ríkisumboðsmansins í teirri føroysk-donsku skipanini, vísandi til ta í §§ 5 og 6 nevndu serligu støðu ríkisumboðsmansins (umboðsmaður ríkisins, møtirætt, talurætt, men ikki roknaður upp í teir 32 maximalu tingmenninar) má haldast at vera natúrligt, at hann er við í skrúðgonguni - eisini vísandi til gamla traditión í amtmansembætinum.

4) Sambært viðmerking til § 10 í stýrisskipanarlógini er løgmaður næstur í tign. Tí gongur hann næstur løgtingsformanni høgrumegin. Løgmansembætið hevur altíð verið bundið at løgtinginum, burtursæð frá tíðarskeiðinum 1816-1948, tá ið tað var endurreist í øðrum formi. Løgmaður, sum varð valdur av løgtinginum og tilnevndur av kongi, var dómari saman við einari nevnd av løgrættumonnum, løgrættuni. Í sakarmálum, sum vóru skotin inn frá vártingunum til løgtingið, var hann yvirdómari.

5) Á ólavsvøku 1995 gekk prædikandi prestur nr. 13 høgrumegin, eftir løgmann, varaløgmann, hinar landsstýrismenninar, ríkisumboðsmannin, biskup, sorinskrivaran, fútan og skrivstovustjóra løgtingsins; síðan gingu hinir prestarnir eftir hann h.m. 1996 gekk hann nr. 3 í høgru røð, eftir løgmann og biskup; eftir hann gingu hinir prestarnir h.m.

6) Hjávera fútans kann grundgevast í tí, at tað í gamlari tíð (frá um leið 1500 til 1816) var hann, sum stýrdi tinginum. Hann hevði ábyrgdina av inntøkum ríkisins av Føroyum var almennur ákærari og skuldi syrgja fyri, at dómar løgmans og løgrættumanna vórðu útintir. Undir honum vóru sýslumenninir. Fútin skipaði fyri tinghaldinum og tilnevning av løgrættumonnum. Í Norsku Lóg (5. Cap. ½ 19) stendur: "Kongens Foged bør at være paa Tinget og tilsee, at Retten skikkelig holdis, sampt i Agt tage alt hvis henhører til Kongens Ret og Sag, dog intet befatte sig med Dommen." Fútin hevur altíð verið við í skrúðgonguni, eisini síðan endurreising Føroya Løgtings í 1852. Politimál eru ikki umfatað av heimastýrislógini. Víst verður eisini til 3. viðmerking.

7) Luttøka sorinskrivarans kann søguliga grundgevast við, at embæti hansara upprunaliga var at verða løgmansins og løgtingsins skrivari, eisini nevndur landsskrivari. Hin fyrsti sorinskrivarin varð helst settur í 1584, og hann førdi Tingbókina fram til 1816 (tann elsta varðveitta er frá 1615). Norska Lóg (5. Cap. § 18) sigur: "Sorenskriveren skal komme til Tinget om Sommeren ved syv Slæt og om Vinteren ved ni Slæt om Morgenen i det seneste." Tá ið løgtingið og við tí løgmansembætið varð niðurlagt, gjørdist sorinskrivarin einsamallur dómari. Dómsmál eru ikki umfatað av heimastýrislógini. Víst verður eisini til 3. viðmerking.

8) Skrivstovustjóri løgtingsins kom við í skrúðgonguni í 1988, men ikki fyrr. Luttøka hansara er grundað á funktiónir hansara sambært Tingskipan Føroya Løgtings, serstakliga §§ 20-22. Søguliga kann ábyrgd hansara av gerðabók løgtingsins setast í samband við ta gomlu sorinskrivarafunktiónina. Tó er ábyrgdin fyri, "at arbeiðið løgtingsins verður væl fyriskipað og úr hondum greitt", sambært § 17, stk. 2, hjá løgtingsformanninum. Ábyrgdin fyri tí dagliga umsitingararbeiðið er tó í hondunum á skrivstovustjóranum.

9) Hereftir ganga prestar eftir starvsaldri, roknað eftir, hvussu leingi viðkomandi hevur verið í føstum starvi í Føroyum. Bert prestar í starvi í Føroyum eru við í skrúðgonguni. Prestar ganga í prestakjóla.

10) Landsstýrismenn ganga síðan í alfabetiskari raðfylgju eftir eftirnavni.

11) Luttøka løgmansstjórans hevur ikki heimild í søguligari siðvenju, tí at embætið er nýtt, komið við bygnaðarbroytingunum í landsfyrisitingini. Í skrúðgonguskipanini má tó vera pláss fyri broytingum eftir umstøðum. T.d. var tað ein ceremoniel broyting, at tá ið Føroyar við heimastýrisskipanini 1948 fingu landsstýrismenn, komu teir upp í skrúðgonguna. Tað var eisini ein broyting, at skrivstovustjóri løgtingsins í 1988 eftir ynski frá formansskapinum kom við í skrúðgonguni. Hesi dømi sýna, at tað hevur borið til at gera broytingar. Tað má haldast at vera skilagott fyri framhaldið av hesum gamla siði at hava møguleika fyri at laga henda partin av ólavsvøkuhátíðarhaldinum til nýggjar og broyttar umstøður. Í stýrisskipanarlógini § 10, stk. 2, er latið upp fyri hesum møguleika, tá ið sagt verður: "Løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu hon er skipað."

12) Nevndarformenn ganga í alfabetiskari raðfylgju eftir eftirnavni. Raðseting teirra í skrúðgonguni er gjørd út frá meting av týdningi og ábyrgd teirra í tingarbeiðinum, serstakliga út frá §§ 23-33 í ting skipanini.

13) Henda raðseting í skrúðgonguni av ellisformanninum er grundað á funktiónir hansara sambært §§ 2-7 og §§ 9-12. Hereftir ganga tingmenn eftir ancienniteti, ið verður roknaður eftir tíðini, sum tingmaður hevur havt sæti á tingi sum valdur tingmaður. Møgulig tíð sum eykamaður verður ikki tald við.

Tá ið løgtingsformaðurin stevnir til tings á ólavsvøku, fáa allir persónar, sum eftir skipanini hava rætt til at vera við í skrúðgonguni, boð. Eru ikki allir hesir persónar við, skipar formaðurin skrúðgonguna, sum hann heldur vera hóskandi. Hetta er í samsvari við § 10 í stýrisskipanarlógini og viðmerkingarnar til hana.

Undir ábyrgd løgtingsformansins er øllum í skrúðgonguni álagt at vera hampuliga ílatin. Løgtingsformaður, landsstýrismenn, løgtingsmenn ganga í føroyskum búna ella í dimmum klæðum og kvinnur í hóskandi klæðum. Embætismenn ráða sjálvir fyri, um teir ganga í embætisbúna ella ikki. Undir ábyrgd løgtingsformansins er álagt øllum í skrúðgonguni at bera seg virðuliga.

Heldur løgtingsformaðurin, at persónur ikki er nóg hampiliga ílatin ella á annan hátt ikki kann bera seg sømiliga at í skrúðgonguni, kann hann nokta viðkomandi at vera við í skrúðgonguni. Skylda er tá at fylgja boðum formansins.

Tey seinastu árini hevur ikki verið rópað hurra fyri drottning og Føroyum. Tað kundi verið vert at umhugsað at rópa eitt trífalt livi fyri Føroyum, tá tingið var sett, soleiðis sum gjørt varð í 1924.

 

Tórshavn 13. juni 1997.

 

 

Hans J. Debes      Jóannes Dalsgaard        Pól á Kletti     Kristoffur Thomassen       Súsanna Danielsen