Hagtøl fyri tingsetuna 1999

Hagtøl
Tingarbeiðið 1999
(pr. 11. mai 1999)

Løgtingið

90 fundir, tils. 348,35 tímar, Í miðal pr. fund 3,71 tíma.
Framløgd mál: 129, íroknað 8 frágreiðingar sambært § 51 í tingskipanini og sum aðalorðaskifti hevur verið um.
Afturtikin mál: 4.
1 mál er ikki komið aftur úr nevnd (nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.).
Hini málini eru øll avgreidd frá tinginum.
Skrivligir fyrispurningar: 52, harav ein ikki er svaraður. (Nr. 100-22/1999: Fyrispurningur nr. 100-22/1999 til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, viðvíkjandi týdninginum av hugtakinum ríkisfelagsskapur.)
Munnligir fyrispurningar: 42 munnligir fyrispurningar vórðu settir.
Ófráboðaðir fyrispurningar: Á skrá á 5 fundum.

Nevndir

Fíggjarnevndin
54 fundir, tils. 120,08 tímar, í miðal pr. fund: 2,22 tímar.
33 tingmál vórðu viðgjørd í nevndini.

Uttanlandsnevndin
30 fundir, tils. 45,17 tímar, í miðal pr. fund: 1,51 tímar.
8 tingmál vórðu viðgjørd í nevndini.

Landsstýrismálanevndin
15 fundir, tils. 26,17 tímar, í miðal pr. fund: 1,74 tímar.

Vinnunevndin
38 fundir, tils. 88,75 tímar, í miðal pr. fund: 2,34 tímar.
21 tingmál vórðu viðgjørd í nevndini.

Trivnaðarnevndin
32 fundir, tils. 65,17 tímar, í miðal pr. fund: 2,04 tímar.
21 tingmál vórðu viðgjørd í nevndini.

Mentanarnevndin
11 fundir, tils. 19,83 tímar, í miðal pr. fund: 1,80 tímar.
6 tingmál vórðu viðgjørd í nevndini.

Rættarnevndin
18 fundir, tils. 33,33 tímar, í miðal pr. fund: 1,85 tímar.
12 tingmál vórðu viðgjørd í nevndini.

§ 25 nevndir
Nevndin at viðgerða tingmál nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann.
8 fundir, tils. 15,73 tímar, í miðal pr. fund: 1,97 tímar.

Nevndin at viðgerða tingmál nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
3 fundir, tils. 2,58 tímar, í miðal pr. fund: 0,86 tímar.

Nevndarfundir tilsamans:
209 fundir, tils. 416,81 tímar. Í miðal pr. fund: 1,99 tímar.

Aðrar nevndir:
Løgtingsgrannskoðararnir:
17 fundir.
11 tingmál við grannskoðaum almennum roknskapum vórðu løgd fram.

§ 19-nevndin:
17 fundir.