Signar á Brúnni

signar.jpg (12021 bytes)

Eysturoyar valdømi

Tjóðveldisflokkurin

 

Føddur: 10. februar 1945 í Fuglafirði.

Foreldur: Sigga og Jógvan Hansen, Fuglafirði. Fostraður upp hjá Kristionnu og Hans David Hansen, Fuglafirði.

Kona: Gunnvør Skipanes á Brúnni, dóttir Marin og Andreas Skipanes, Skipanesi.

Útbúgving: Læraraprógv.

Yrki: Lærari á Strondum 1969-73 og í Fuglafirði síðani 1973, burtursæð frá einum ári, fyrstilærari í Leirvík 1981-82, og burtursæð frá tíðarskeiðinum sum landsstýrismaður. Ársskeið á Fróðskaparsetrinum 81/82.

Nevndir: Limur í Landsskúlaráðnum 1979-89, 6 ár formaður 1979-81 og 1984 -89. Limur í mentanargrunninum 1972-88, formaður 1986-89. Formaður í løgtingsins fiskivinnunevnd 1986-88. Formaður í tingflokki Tjóðveldisfloksins á tingi 1986-89. Limur í Føroya kirkjustjórn 4 ár í 70'unum. 1980-84 næstformaður og skrivari í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins.

Løgtingsmaður: 1970-80 og síðan 1984-2002, undantikið tíðarskeiðið sum landsstýrismaður.

Landsstýrismaður: 1989-91, 1993-94, mai 1998 - mars 2000. Varaløgmaður 1989-91.

Heimstaður: 530 Fuglafjørður.